Elektronin 2

Page 1

2. útgáva 2010

Menning

av skipanum

tekur støði í tørvinum hjá kundanum


O O

pnar dyr til framtíðina. Elektron hevur seinastu árini fyrireikað seg til framtíðina. Eina avbjóðandi og spenn­   andi framtíð.    Partar av kjarnuveitingunum til føroysku peningastovnarnar eru nú fluttar til SDC í Danmark, og er Elektron    ikki longur bara KT-deild hjá peningastovnum og tí almenna, men ein nýmótans fyritøka, ið kappast á jøvnum    føti við føroyskar og útlendskar KT-fyritøkur. Hetta gevur føroyska vinnulívinum nýggjar møguleikar, sum nú í størri mun enn áður, kann njóta ágóðan av teimum høgu førleikum og drúgvu royndum, sum Elektron hevur. Elektron hevur eisini latið dyrnar upp mótvegis útheiminum, og fer í framtíðini at menna serloysnir til danskar peninga­ stovnar og aðrar fyritøkur, og hevur fyritøkan góðar fortreytir fyri at gerast ein týdningarmikil útflytari av KT-serloysnum. Hetta fer so avgjørt at styrkja enn meira um førleikarnar og harvið eisini føroyskt vinnulív. At lata dyrnar upp hevur við sær avbjóðingar fyri Elektron á einum marknaði, har kappingin er hørð og krøvini til førleikar stór. Men samstundis er orkan til at veita dygdargóðar loysnir til føroyskar og útlendskar kundar vorðin munandi størri. Elektron anno 2010 er ein sera roynd og kappingarfør fyritøka við fokus á vøkstur heima og úti. Elektron bjóðar tí verandi og komandi kundum vælkomnum innar – dyrnar standa opnar!

Um elektron: P/F Elektron veitir KT-tænastur innan: Skipanarveiting – Menning og rakstur av KT skipanum Hýsing – Hýsing av servarum, skipanum og dáta hjá virkjum og stovnum Samanrunnið Samskifti – Framkomin telefoni og samskiftistænasta Net – Veiting og umsiting av nettænastum hjá virkjum og stovnum Rokningadepilin – Send og móttak talgildar rokningar beinleiðis millum bókhaldsskipanir Print og Pakking – Dygdarprint og pakking av brøvum, prenttilfari o. ø. til kappingarførar prísir Ráðgeving – Ráðgeving innan KT strategi og útvegan av KT skipanum Trygd – Ráðgeving, eftirlit og grannskoðan innan KT – trygd Lønarskipan – Framkomin, serføroysk lønarskipan Á Elektron arbeiða 93 fólk og umsetningurin var 104 mió. krónur í 2009.

Broytingar gagna føroyska vinnulívinum

S. 3 Til reiðar á danska marknaðinum

S. 6

Landsfólkayvirlitið valdi elektron

Rokningar verða goldnar fyrr enn áður

S. 12

S. 20

Fokus á útbúgving í leiðslu av verkætlanum

S. 16

Menning av skipanum tekur støði í kundunum

Rokningadepilin er góður fyri gjaldsførið

S. 9

S. 19

Elektronin 2/2010 Útgevari: Elektron, Staravegur 9, FO - 100 Tórshavn Tekstur: Edmund Jacobsen, Pressecentrum, Esbjerg Ábyrgd: Dánjal Samuelsen, Elektron Myndir: Per á Hædd og Finnur Justinussen, Fotostudio Uppseting og prent: Estra/Vasti Útgivið: Mai 2010 Forsíðumynd: Oda Petersen, Tórshavnar Kommunuskúli og Annilisa K. Eikholm, Elektron, testa undirvísingarportalin Vitanet

2

Pappírsrokningar í støðugari minking

S. 24


Flestu fyritøkur hava vøkstur raðfest frammarlaga, herímillum Elektron. Fyri okkum snýr tað seg heilt einfalt um at sleppa einum parti av einum marknaði fyri at kunna fokusera á nýggjar møguleikar. Niels Chr. Nolsøe

Niels Chr. Nolsøe, stjóri á Elektron, er sannførdur um, at fyritøkan frameftir fer at hava munandi meira orku til betur at kunna veita serskipanir og kt-rakstur til føroyska vinnulívið.

Nýggjar

tíðir:

Broytingar gagna føroyska vinnulívinum Føroya størsta KT-fyritøka – Elektron – stendur mitt í størstu broytingartíð í virkissøguni. Virkisøki flyta, so at onnur kunnu fáa munandi betri sømdir framyvir. Málið er at gera KT lætt fyri brúkaran og í síðsta enda at betra lønsemið hjá kundanum.

KT-deildin hjá føroyskum peningastovnunum og almennum fyritøkum. Soleiðis hava mong ímyndað sær leiklutin hjá Føroya størstu KT-fyritøku, Elektron. Og rætt skal vera rætt. Á mangan hátt var hetta veruleikin, tí Elektron hevur spælt ein avgerandi leiklut, tá ið tað snýr seg um menning, rakstur og viðlíkahald av skipanum hjá eitt nú peningastovnunum. Men seinastu árini hevur Elektron spakuliga broytt fokus og hevur vent sær alt meira mótvegis at veita dygdargott KT til føroyska vinnulívið sum heild. Og árið 2010 umboðar størstu broytingarnar nakrantíð hjá Elektron: Í mai yvirtók danska fyritøkan Skandinavisk Data Center A/S (SDC) ein

stóran part av rakstrinum av kjarnuskipanunum hjá føroysku peningastovnunum. Umleið ein triðingur av upprunaligu veitingunum til føroysku peningastovnarnar er eftir hjá Elektron.

Risastór broyting Kring oyggjarnar hava fleiri undrast á hesa avgerð. »Hvat er meiningin við at sleppa sær av við sínar kjarnuveitingar?« hevur spurningurin ljóðað úr øllum ættum. Niels Chr. Nolsøe, stjóri á Elektron, skilur væl, at bæði vanligi føroyingurin, politikarar og vinnulívið hava ilt við at síggja klókskapin í hesi ovurstóru avgerð. Framhald frá næstu síðu.

3


Ein opin og kundavend fyritøka. Soleiðis verður upplivingin hjá føroyska vinnulívinum av Elektron í framtíðini, sambært Richard Mortensen, varastjóra.

Visti tú…

– Allar fyritøkur hava vøkstur raðfest frammarlaga, eisini Elektron. Tað snýr seg heilt einfalt um at sleppa pørtum av einum marknaði fyri at kunna fokusera á nýggjar møguleikar, sigur Niels Chr. Nolsøe. Richard Mortensen, ið er varastjóri á Elektron, leggur afturat: – Elektron er størsta KT-fyritøka í Føroyum. Og uttan tær umfatandi broytingar, sum vit hava sett í verk, ber ikki til hjá okkum at hava vøkstur. Tí er tað avgerandi fyri okkum at lata fleiri dyr upp – bæði á heimamarknaðinum og eisini uttan fyri landoddarnar, sigur Richard Mortensen. Í samfull trý ár hevur Elektron tilbúgvið seg úr enda í annan til hesa broyting. Og nú broyting­ in er hend, sær veruleikin munandi øðrvísi út h­j­á Elektron. – Vit ynskja at vaksa – ikki at minka. Vit hava flutt fokus frá einari tryggari, men stagnerandi støðu, har ið stórur partur av okkara ressursum og førleikum var bundin at KT-rakstri fyri peningastovnarnar. Orkan til at fokusera miðvíst á vøkstur hevur verið sera avmarkað, sigur Niels Chr. Nolsøe.

Økt fokus á tænastustøðið og førleikar Umleggingin hjá Elektron fer at merkjast á fleiri økjum. Innanhýsis er bygnaðurin gjørdur munandi flatari; toppstýringin er burturbeind, og í staðin

4

At Elektron við sínum 93 dugnaligu starvsfólkum er Føroya størsta KT-fyritøka? At Elektron hevði 104 mió. kr. í umsetningi í 2009? At Elektron er í holt við at økja fokus á loysnir til føroyska marknaðin? At Elektron framhaldandi mennir og rekur serskipanir fyri føroysku peningastovnarnar – bara í minni mun enn áður? At Elektron er í holt við at økja um virksemið uttanlands?

verður arbeitt í verkætlanarbólkum, har ið starvsfólk ferðast ímillum tær nógvu og krevjandi verkætlanirnar – alt eftir hvar ið tørvurin er størstur. – Fyri kundar okkara verður úrslitið av broytingunum jaligt á ymiskan hátt. Elektron strembar eftir at verða ein meiri opin og kundavend fyritøka – og vit arbeiða miðvíst við at styrkja tænastustøðið. Tað almenna og peningastovnarnir eru krevjandi kundar – tær drúgvu royndirnar, vit hava fingið í sambandi við hetta arbeiði, koma í stóran mun øllum okkara kundum til góðar, sigur Richard Mortensen. – Vit hava eitt gott útgangsstøði til tær broytingar,


Vit ynskja at styrkja kappingarførið hjá kundum okkara, har serligur dentur er lagdur á at nøkta endabrúkarans tørv. Richard Mortensen

som longu eru hendar og fara at henda í fyritøkuni. Vit hava 96 dugnalig starvsfólk, sum teljast millum tey bestu innan KT í Føroyum. Og vit hava góðar 100 milliónir krónur í umsetningi. Lagt verður nú upp til vøkstur bæði á føroyska og á danska marknaðinum, leggur hann afturat.

Fokus á kundan Skal vøksturin gerast veruleiki, so krevur tað, at Elektron alsamt dagførir vitanina hjá starvsfólkunum og dregur at sær tey dugnaligastu starvsfólkini – bæði í Føroyum og uttanlanda. Úrslitið av hesum fer uttan iva at koma føroysku kundunum til góðar. – Okkara leiklutur á marknaðinum er at styrkja kappingarførið hjá kundum okkara, har serligur dentur er lagdur á at nøkta endabrúkarans tørv. Hetta gera vit við at gera KT lætt fyri brúkaran,

soleiðis at gerandisdagur hansara gerst lættari og effektivari. Málið er at økja um nøgdsemið hjá kundum hansara og harvið betra lønsemið hjá virki hansara, sigur Richard Mortensen.

Bjørt framtíðarútlit Við broyttum fokusi, umskapaðum bygnaði og orku til at kappast, verður tað tískil eitt øðrvísi Elektron, sum føroyskir vinnukundar fara at uppliva í framtíðini. – Elektron verður ein sera kappingarfør fyritøka. Vit eru tann føroyska fyritøkan, ið er best fyri at menna og veita loysnir, ið optimera virksemið hjá føroyskum vinnukundum. Okkara broytta fokus ger, at føroyskir vinnukundar kunnu njóta enn fleiri fyrimunir av royndum og førleikum okkara, sigur Niels Chr. Nolsøe.

5


Til reiðar á danska marknaðinum

Nýggjar

tíðir:

6

Danski fíggjarheimurin er ein spennandi avbjóðing fyri Elektron, sum seinni í summar letur upp deild í Keypmannahavn. Elektron hevur eina bjarta framtíð sum veitari av framkomnum loysnum til fíggjarheimin. Og tann sannroynd, at partar av virkseminum fyri føroysku peningastovnarnar frameftir fer at liggja hjá SDC, er við til at opna nýggjar og spennandi møguleikar á hesum krevjandi marknaði. – Tað kann ljóða eitt sindur løgið, at vit framhaldandi satsa miðvíst upp á fíggjarstovnar, tá ið stórir partar av virkseminum í Føroyum flyta til Danmarkar, viðgongur Richard Mortensen, varastjóri á Elektron.


ýggjar tíðir:

Eg veit, hvat okkara dugnaligu starvsfólk hava av førleikum og royndum, og ivist onga løtu í, at Elektron kann bjóða danska fíggjarheiminum dygdargóðar loysnir. Niels Chr. Nolsøe

– Men satt at siga eru vit betur fyri enn nakrantíð, tá ið tað snýr seg um menning av loysnum til fíggjarheimin. Tann avtalan, ið vit hava gjørt við SDC, hevur við sær, at tað verður gjørligt hjá Elektron at bjóða fram førleikar innan fíggjarloysnir beinleiðis til meiri enn 140 danskar peningastovnar. Elektron fær beinleiðis atgongd til skipanirnar hjá SDC, og starvsfólk á Elektron fara at arbeiða við SDC-skipanum beinleiðis. Hetta lýsir sera væl, hvussu væl fyri vit eru við førleikum, og hvussu gott okkara útgangsstøði er, sigur Richard Mortensen.

Tveir kundabólkar Í stuttum kann sigast – greiðir Richard Mortensen frá – at Elektron fer at satsa upp á tveir kundabólkar í Danmark. Annar verður SDC, har starvsfólk frá Elektron fara at arbeiða beinleiðis við SDCskipanum, sum nøkta ein ávísan felags tørv hjá peningastovnunum.

– Hin kundabólkurin verða teir 140 peningastovnarnir, sum eru limir í SDC. Umframt felags skipanina hjá SDC ætla nógvir av peningastovnunum at styrkja sína egnu kappingarstøðu á marknaðinum við at menna serligar skipanir oman á SDC-skipanirnar. Elektron leggur seg í hesum sambandi eftir at fáa samstarv við úrvaldar peningastovnar og at menna nýggjar skipanir saman við teimum, sigur Richard Mortensen.

Royndir geva styrki Tann sannroynd, at Elektron hevur ment og veitt loysnir og rakstur til føroysku peningastovnarnar seinastu 45 árini og alla tíðina hevur lagt seg eftir at fylgja við menningini, hevur við sær, at fyritøkan er væl fyrireikað, tá ið tað snýr seg um fíggjarligar serloysnir. Tískil fer Elektron í fyrstu atløgu at bjóða seg fram sum veitara mótvegis donskum peningastovnum, ið eru knýttir at kjarnuskipanini hjá SDC. Framhald frá næstu síðu.

7


Elektron er longu í holt við smávegis virksemi fyri peningastovnar í Danmark, og seinni í summar verður donsk deild sett á stovn. Síðan verður ferð sett á virksemið í Danmark: – Heilt einfalt kann sigast, at SDC veitir eina kjarnuskipan, sum Elektron kann optimera við at menna serskipanir beinleiðis til donsku peningastovnarnar. Hyggja vit enn longri fram í tíðina, so eru eisini Noreg og Svøríki marknaðir, har ið førleikar og royndir okkara kunnu hava ein leiklut, sigur Niels Chr. Nolsøe, stjóri á Elektron. – Fyri okkum er tað ein sera spennandi avbjóðing at fara inn á danska marknaðin. Eg veit, hvat okkara dugnaligu starvsfólk hava av førleikum og royndum, og ivist onga løtu í, at Elektron kann bjóða danska fíggjarheiminum dygdargóðar loysnir, sigur Niels Chr. Nolsøe.

8

Elektron fer at satsa upp á tveir kundabólkar í Danmark – annar verður SDC og hin teir 140 peningastovnarnir, sum eru limir í SDC. Richard Mortensen


Menning av skipanum tekur støði í kundunum Hvat er skipanarveiting? Menning av KT-skipanum í tøttum samstarvi við teg sum kunda. Útvegan og tillagan av skipanum til tín tørv. Rakstur av skipanum, har støðufesti og trygd eru í fokusi. Støði verður tikið í tørvinum hjá komandi brúkarunum av skipanini. Tikið verður hædd fyri verandi skipanarumhvørvi, herímillum integratión við verandi skipanir.

Tað er tørvurin hjá kundanum – og einki annað – ið er í huganum, tá ið Elektron veitir skipanir. Tak ein forritara, set hann í einrúm í nakrar vikur, og hann skal nokk fáa latið eitt forrit úr hondum. Omanfyristandandi er gjørligt – men neyvan ein myndil, sum gevur gott úrslit. Og als ikki hjá Elektron, har ið allar søguligar royndir peika á, at menning av dygdargóðum skipanum krevur neyva vitan á fleiri økjum. Ikki einans um tøkni, men eisini um arbeiðsøki kundans, lógir og reglugerðir – og ikki minst trygd. – Breið vitan og royndir eru avgerandi. Tað er ikki nóg mikið at hava tøkniligar førleikar. Vitan um, hvussu virksemi Framhald á næstu síðu.

9


At Elektron hevur ment skipanir til peningastovnar í útvið 45 ár, hevur givið okkum sera neyva vitan um, hvussu skipanir til fyritøkur, har ið lógir og reglugerðir eru í miðdeplinum, skulu snikkast saman. Sámal Samuelsen

Elektron trívist væl við stórum og torskildum verkætlanum, ljóðar tað frá Sámali Samuelsen, sum vísir á, at søguligu royndirnar hjá Elektron eru til fyrimuns fyri allar kundar.

kundans er uppbygt, hevur stóran týdning, sigur Sámal Samuelsen, kundaábyrgdari á Elektron. – Um talan til dømis er um eina skipan til Taks, er neyðugt at kenna lógir og reglugerðir á økinum. Hetta er eisini í stóran mun galdandi, tá ið tað snýr seg um skipanir til fíggjarheimin. At Elektron hevur ment skipanir til peningastovnar í út við 45 ár, hevur givið okkum sera neyva vitan um, hvussu skipanir til fyritøkur, har ið lógir og reglugerðir eru í miðdeplinum, skulu

10

snikkast saman. Okkara søguligi arvur er – saman við nútímans førleikum – ein styrki, sigur Sámal Samuelsen.

Betri standardskipanir Á marknaðinum í dag eru nógv tilboð til fyritøkur, ið vilja loysa ein tørv við hjálp av KT. Elektron hevur eisini slík tilboð, men har er ein avgerandi munur samanborið við útboðið sum heild: Elektron kann nevniliga syrgja fyri


Visti tú… At skipanarveiting frá Elektron gevur effektivari og glaðari starvsfólk, tí brúkarin altíð er í fokusi? At tú sleppur undan at hugsa um skipanarrakstur og datatrygd – vit taka okkam av tí, um tú ynskir tað? At tú sum kundi kann velja at útveita KT-rakstur, backup, svartíðir, servarar, trygd, viðlíkahald v.m? At Elektron kann taka ábyrgdina av rakstri, yvirvaking, viðlíkahaldi og góðskuni av tínum applikatiónum og data? At menning verður framd í tøttum samstarvi millum teg sum kunda og Elektron? At Elektron leggur stóran dent á at taka endabrúkarar við í menninginartilgongdina, soleiðis at brúkaramarkamótið verður lagað til tørvin hjá endabrúkaranum? At hjá Elektron ganga trygd og dygd altíð hond í hond?

bæði menning og rakstri av teimum loysnum, ið gjørdar verða fyri fyritøkur. Undir einum verður hetta nevnt skipanarveiting: – Flestu fyritøkur koma langt við at brúka standardskipanir. Men ofta eru hesar skipanir ikki nøktandi, um fyritøkur hava ein serstakan tørv. Hjá Elektron hava vit drúgvar royndir við at menna afturat standardskipanum, so tær verða útbygdar til at nøkta tørvin hjá fyritøkum til fulnar, sigur Sámal Samuelsen. – Afturat hesum kunnu vit bjóða rakstur av skipanunum, so til ber hjá fyritøkum at fokusera á kjarnuveitingar og lata Elektron taka sær av rakstri, broytingum, rættingum og dagføringum av skipanum, sigur Sámal Samuelsen.

Førleikar og royndir Eftir í mong ár at hava fokuserað miðvíst á før-

oyska fíggjarheimin hevur Elektron seinastu árini økt um skipanarveiting til privatar fyritøkur. Her hevur tað eydnast fyritøkuni at gagnnýta innanhýsis vitan um samanseting av stórum og torskildum verkætlanum, sum seta stór krøv til eitt nú trygd, brúkaraflatu og álítandi rakstur. – Vit fara ikki uppum, har ið garðurin er lægstur. Kjarnuveitingin hjá Elektron er í stóran mun innan skipanir, sum ongar aðrar føroyskar KT-fyritøkur hava orku ella førleikar til at greiða úr hondum, sigur Sámal Samuelsen. Hann greiður frá, at tað ofta eru størri fyritøkur, sum vilja betra um verandi skipanir, ið venda sær til Elektron. – Stórar KT-verkætlanir er nakað, ið okkum dámar væl, tí Elektron hevur eina stødd og styrki, ið ger, at ikki einans menningararbeiðið eydnast – vit hava hartil orkuna til at veita uppfylgjandi viðlíkahald, sigur Sámal Samuelsen.

11


Landsfólkayvirlitið valdi elektron Nýggja fólkaskráin hjá Landsfólkayvirlitinum – sum Elektron beint nú er í holt við at menna – fer at gera dagføringina munandi lættari. – Trygd og góð tænasta hava alt at siga fyri okkum. Vit seta høg krøv til tær KT-skipanir, sum vit nýta, og frá teimum royndum, vit hava frá at samstarva við Elektron, vita vit, at fyritøkan er før fyri at veita ta vøru, ið vit vilja hava. Soleiðis ljóðar tað frá Jákup Paula Joensen, stjóra á Umhvørvisstovuni, sum Landsfólkayvirlitið er ein partur av. Tað er á ongan hátt ein smávegis skipan, sum Elektron beint nú er við at menna til Landsfólkayvirlitið. Talan er um eina heilt nýggja fólkaskrá, ið Framhald á síðu 14.

12


Vit valdu Elektron til verkætlanina, tí fyritøkan er før fyri at veita eina dygdarvøru fyri rætta kostnaðin. Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni

13


Nýggja fólkaskráin, sum Elektron mennir, er ein stór og týdningarmikil verkætlan fyri Landsfólkayvirlitið, ljóðar tað eisini frá verkætlanarleiðaranum hjá Landsfólkayvirlitinum, Kurt A. Madsen.

Um Landsfólkayvirlitið Landsfólkayvirlitið er skrá undir Umhvørvisstovuni, som hevur føroyska fólkayvirlitið um hendi. Landsfólkayvirlitsskráin er ein miðsavnandi skrá, sum inniheldur persónsupplýsingar, sum kunnu brúkast av almennum og privatum stovnum og virkjum. Tískil verður tryggjað, at persónsupplýsingar í øðrum skipanum eru rættar og eftirfarandi. Skipanin hevur støði í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit. Upplýsingarnar í nýggju landsfólkayvirlitsskránni skulu vera lætt atkomiligar uttan tekniskar forðingar. Les meira á www.us.fo

skal avloysa verandi skipan. Við nýggju skránni fær Landsfólkayvirlitið munandi betri arbeiðssømdir, og samstundis verða upplýsingar, som goymast skulu í skránni, lættari at dagføra og umsita.

Ein grundskipan Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er, at fólkaskráin í framtíðini verður nýtt sum ein grundskipan í nógv størri mun enn higartil. Hjá Landsfólkayvirlitinum fer hetta at hava við sær, at fokus fer at


broytast frá at vera skrásetandi til í størri mun at tryggja rættleikan í skránni, verða kunnandi og tryggja øðrum – sum hava røttu loyvini – atgongd til skipanina.

Gott samstarv Arbeiðið við nýggju fólkaskránni – sum eisini verður nevnd Landsfólkayvirlitið rætt og slætt – byrjaði beint fyri jól, eftir at verkætlanin hevði verið útboðin.

– Vit valdu Elektron til verkætlanina, tí fyritøkan er før fyri at veita eina dygdarvøru fyri rætta kostnaðin. Vit hava frammanundan samstarvað nógv við Elektron og hava altíð verið sera væl nøgd við tað arbeiðið, sum fyritøkan hevur latið úr hondum, sigur Jákup Pauli Joensen. – Hetta er ein sera stór verkætlan fyri Landsfólkayvirlitið, og vit vóna, at vit so smátt kunnu taka skránna í nýtslu fyrst í komandi ári, sigur Jákup Pauli Joensen at enda.

15


á útbúgving í leiðslu av verkætlanum At menna eina skipan er ein krevjandi verkætlan. Elektron hevur tikið avleiðingarnar, og eru øll, sum leiða eina verkætlan, sertificerað í PRINCE 2 útbúgvingini. Tað kann tykjast ørkymlandi, tá ið fakbólkadeildir verða avloystar av einum fløtum og opnum bygnaði. Men fyrimunirnir – eitt nú økt samstarv ímillum allar fakbólkar – eru sjálvsagdir. Hetta er eisini galdandi fyri Elektron. Herd kapping og nútíðarinnar krøv til krevjandi verkætlanir gera, at neyðugt er at heinta inn førleikar frá ymiskum innanhýsis fakbólkum, alt eftir hvørji krøv tær ymisku verkætlanirnar seta. Krøvini til starvsfólk eru tískil økt á sama hátt. Nú er neyðugt at vita munandi meira um, hvussu verkætlanir verða lagdar til rættis og stýrdar. – Okkara arbeiðsdagur snýr seg í stóran mun um verkætlanir. Vit hava tí sett tiltøk í verk, sum hava gjørt, at starvsfólkini í dag eru sera væl fyri, tá ið tað snýr seg um at skipa fyri og stýra verkFramhald á síðu 18.

16


Ongin ivi skal vera um, at vit síggja okkara høga útbúgvingarstøði sum ein kappingarfyrimun. Vit vilja heilt einfalt verða tey bestu til at stýra verkætlanum. Súni Danielsen

17


Súni Danielsen er maðurin, sum syrgir fyri, at leiðarar av verkætlanum hjá Elektron fáa eina útbúgving, sum lýkur øll neyðug krøv.

ætlanum, sigur Súni Danielsen, ið stendur á odda fyri bólkinum, har ið leiðarar av verkætlanum eru savnaðir.

Meira útbúgving Tað er ikki einans hjá Elektron, at arbeiðsdagurin snýr seg um at luttaka í verkætlanum – ofta fleiri í senn. Ofta verður samstarvað við aðrar fyritøkur um verkætlanir, og hetta setur krøv til, at luttakarar – bæði innan- og uttanhýsis – samskifta á sama støði. – Vit leggja stóran dent á at útbúgva starvsfólk til verkætlanir. Hetta verður gjørt eftir standardum, sum eru góðkendir um allan heim. Hetta merkir so aftur, at til ber hjá okkum og teimum, vit samstarva við, at kunna seg um eina verkætlan skjótt. Hetta er óivað størsti fyrimunurin við at halda seg til galdandi standardir, sigur Súni Danielsen.

18

Í dag verða øll, sum skulu leiða eina verkætlan hjá Elektron, útbúgvin soleiðis, at tey fáa eitt PRINCE 2 prógv. Antin fáa tey grundútbúgvingina (Foundation) ella víðkaðu útbúgvingina (Practitioner). Fyrimunirnir eru sjálvsagdir, ljóðar tað frá Súna Danielsen: – Tær fyritøkur, ið vit samstarva við, seta alsamt størri krøv til tann myndil, ið nýttur verður til menning av skipanum. Samstundis samstarvar Elektron alt meira við útlendskar fyritøkur, har ið grundleggjandi vitan um bygnaðin av verkætlanum er avgerandi.

Kappingarfyrimunur Súni Danielsen vísir á, at Elektron við hesum tiltøkum er millum tær fremstu føroysku fyritøkurnar, tá ið tað snýr seg um útbúgving innan verkætlanir. – Ongin ivi skal vera um, at vit síggja okkara høga útbúgvingarstøði sum ein kappingarfyrimun. Vit vilja heilt einfalt verða tey bestu til at stýra verkætlanum, sigur hann at enda.


Visti tú...

Rokninga-

At tað ber til at senda talgildar rokningar til debitorar? At tað ber at senda uppkrøv til sjálvvirkandi gjalding? At tað ber at senda rokningar við talgildari gjaldskotu? At tað ber at senda rokningar sum vanligt inngjaldskort? At tað ber at móttaka talgildar rokningar frá kreditorum? At tað ber at móttaka talgildar inngjaldsupplýsingar? At tú kanst tilmelda títt virki til Rokningadepilin á www.elektron.fo

depilin

er góður fyri gjaldførið Spar tíð og pening, tá ið rokningar verða sendar út. Alt fleiri fyritøkur – privatar og almennar – njóta ágóðan av at senda talgildar rokningar beinleiðis frá einari bókhaldsskipan. Tryggi kjarnin í hesari skipan er Rokningadepilin hjá Elektron Tað kann gerast ein álvarsamur trupulleiki, um tøppur kemur í peningastreymin inn í fyritøkuna. Gjaldførið versnar, og í ringasta føri kann tað hava við sær, at fyritøkan fer á húsagang. Í Danmark eru nógv dømi um, at sjálvt fyritøkur, sum á pappírinum hava góðan umsetning, ikki megna at svara hvørjum sítt, tí debitorar eru so seinir ávegis við inngjaldingum. Men tað ber til at betra um peningastreymin: Gloym pappírsrokningarnar og nýt heldur talgildar rokningar. Henda loysn er ikki einans góð fyri peningastreymin. Talgilda loysnin hevur eisini sparingar við sær, tí fyritøkur sleppa undan arbeiðstíð til handfaring af pappíri og útreiðslum til porto. Kanningar í Danmark hava víst á, at talan er um sparingar

Kreditor

Eitt markamót Eitt markamót og eitt format fyri talgildar rokningartil fleiri móttakarar

Rokningadepilin

fyri meira enn 100 krónur fyri hvørja rokning, um allar útreiðslur verða taldar við. Í Føroyum er tað Elektron, sum stendur fyri einari loysn, ið nevnist Rokningadepilin. Og alt fleiri – serstakliga almennar fyritøkur – seta í dag sum krav, at rokningar skulu sendast í talgildum líki umvegis Rokningadepilin. Samstundis fáa alt fleiri vanligar fyritøkur eyguni upp fyri teimum sjálvsøgdu fyrimununum við at senda rokningar beinleiðis frá eini roknskaparskipan til aðra umvegis Rokningadepilin. Talgildu rokningarnar hava nevniliga allar upplýsingar, sum skulu syrgja fyri, at rokningin kemur á rætta stað og til avvarðandi persónin hjá móttakaranum.

Talgildar rokningar til debitorar í Føroyum og Danmark

Talgildgjaldskota

Rokningar á inngjaldskort til debitorar í Føroyum og Danmark, sum enn ikki kunnu móttaka talgiltar rokningar

ePosthúsið (Elektron)

Inngjaldskort

19


Rokninga-

depilin:

Rokningar verða goldnar fyrr enn áður Hjá P/F Poul Michelsen spara tey bæði arbeiðstíð og pening eftir umlegging til talgildar rokningar umvegis Rokningadepilin hjá Elektron. Og harumframt verða rokningarnar í dag goldnar fyrr enn áður. Har er lív í á goymsluni hjá P/F Poul Michelsen. Gerandisvørur av øllum hugsandi slag verða dagliga koyrdar út til hundraðtals kundar – almennar og privatar – um alt landið, og við túsundtals vørum í vøruskránni er nógv at halda skil á. Ikki so løgið, at tá ið tað almenna fyri umleið einum ári síðani kunngjørdi, at allar inn-

gangandi rokningar skuldu vera talgildar, so vóru tey ikki sein at fara til verka hjá P/F Poul Michelsen. – Almennir stovnar eru ein týdningarmikil kundabólkur fyri okkum. So hóast krøvini frá tí almenna ikki eru lógarkrav enn, so vildu vit vera til reiðar og skipa okkara fakturering soleiðis, at vit kundu varðveita eitt høgt tænastustøði mótvegis almennu stovnunum, sigur Petur Amon Dalbø, fíggjarstjóri hjá P/F Poul Michelsen. Framhald á síðu 22.


Handfaringin af rokningunum er nógvar ferðir minni við Rokningadeplinum, og vit spara bæði tíð og pening við hesari loysn.

Petur Amon Dalbø


22


Petur Amon Dalbø, fíggjarstjóri hjá P/F Poul Michelsen, er sera væl nøgdur við Rokningadepilin hjá Elektron. Loysnin sparir bæði tíð og pening.

Rokningarnar verða goldnar fyrr enn áður. Og fyri ein fíggjarstjóra sum meg er tað kanska tann týdningarmesta broytingin til tað betra. Petur Amon Dalbø

Einføld loysn At leggja um til talgildar rokningar var ikki torført hjá P/F Poul Michelsen. Fyritøkan var longu frammanundan væl fyri innan KT. Navision-bókhaldsskipanin hjá fyritøkuni var sett upp soleiðis, at tað bar til at senda talgildar rokningar beinleiðis til kundar umvegis Rokningadepilin hjá Elektron. Og broytingarnar hava á allan hátt verið til gagns. – Tað eru ikki einans kundar okkara, ið njóta fyrimunir við at móttaka talgildar rokningar. Innanhýsis hjá okkum er eisini nógv broytt til tað betra, sigur Petur Amon Dalbø. – Talgildar rokningar skulu ikki printast út, og vit sleppa undan at bjálva rokningar og frankera. Vit trýsta bara »send«, og so er tað yvirstaðið. Handfaringin af rokningunum er nógvar ferðir minni við Rokningadeplinum, og vit spara bæði tíð og pening við hesari loysn, leggur Petur Amon Dalbø afturat.

Fleiri velja talgilt Petur Amon Dalbø metir, at okkurt um 20 prosent af øllum rokningum frá P/F Poul Michelsen fara til kundan í talgildum líki. Og talið er vaksandi. – Fyri okkum er Rokningardepilin ein heilt natúrlig menning. Her hjá P/F Poul Michelsen hava vit leingi roynt at minka munandi um pappírsnýtsluna. Hetta merkir, at tær rokningar, sum ikki fara umvegis Rokningadepilin, verða sendar við telduposti. Men henda loysn er ikki sjálvvirkandi, tí har er framvegis handfaring hjá kundanum. Við Rokningadeplinum fer rokningin til rætta persónin og beinleiðis inn í bókhaldsskipanina, sigur Petur Amon Dalbø. Sum fíggjarstjóri er Petur Amon Dalbø serstakliga nøgdur við ein fyrimun, sum Rokningadepilin hevur havt við sær: – Rokningarnar verða goldnar fyrr enn áður. Og fyri ein fíggjarstjóra sum meg er tað kanska tann týdningarmesta broytingin til tað betra, sigur hann at enda.

Um P/F Poul Michelsen P/F Poul Michelsen hevur sína søgu aftur til 1974. Poul Michelsen byrjaði sítt virksemi í kjallaranum heima í Gundadali. Í 1979 bygdi felagið við Hoyvíksvegin. P/F Poul Michelsen, ella PM, sum fyritøkan vanliga verður nevnd, hevur síðan tá verið í støðugari menning. Byrjað varð sum ser-heilsøla innan sølu av køli- og frystivøru, men í dag er úrvalið nakað væl størri og tænasturnar nógv fleiri. Umframt køli- og frystivørur eru tey eisini serkøn innan frukt og grønmeti, catering, provianteringar og bakaravørur. PM er eisini umboð fyri m.a. Faxe leskidrykkir, Merrild kaffi og Credin bakaravørur. Hesum tænastum eru tað serdeildir innan PM, sum taka sær av. Seinasta nýggja er, at PM nú eisini bjóðar seg fram sum heildarveitara og kann bjóða vørubólkar innan mat-vøruhandil og mattænastu. Hjá PM starvast umleið 50 fólk. Les meira á www.pm.fo

22


Rokninga-

depilin:

Tað er skjótt og lætt hjá tí almenna at avgreiða rokningar, sum koma inn í talgildum líki umvegis Rokningadepilin hjá Elektron. Brynleif Poulsen, leiðari á roknskapardeildini hjá Føroya Gjaldstovu, peikar á, at ein av fyrimununum fyri kreditorarnar er, at rokningarnar verða goldnar skjótari, og at færri skeivar avgreiðslur eru.

24


Eg eri sannførdur um, at innan stutta tíð fer bróðurparturin av rokningunum umvegis Rokningadepilin. Brynleif Poulsen

Pappírsrokningar í støðugari

minking

Alt fleiri kreditorar hjá tí almenna kunnu fegnast um, at rokningar verða goldnar skjótari enn áður. Hetta er ein av sjálvsøgdu fyrimununum við talgildum rokningum umvegis Rokningadepilin hjá Elektron Tað gerst alt meira til fánýtis at skimast eftir pappírsrokningum hjá tí almenna í Føroyum. Rokningar koma enn í túsundatali inn í postsmogurnar hjá stovnum, ráðum og fyritøkum, men tann tíð er so líðandi við at fara í søguna. Tað almenna hevur nevniliga lagt um til talgildar rokningar og stendur í dag á odda fyri pappírsleysu kollveltingini í Føroyum. Á Føroya Gjaldstovu – sum millum annað rekur Búskaparskipan Landsins og veitir almennum stovnum ymsar roknskapartænastur – hava tey merkt hesa umlegging meira enn nakrastaðni. Framhald á næstu síðu.

25


– Heilt einfalt er talan um stórar tíðarsparingar. Handfaringin av pappíri er munandi minkað, og tað er munandi lættari at halda skil á rokningunum, sigur Brynleif Poulsen, leiðari á roknskapardeildini hjá Føroya Gjaldstovu.

Landsins. Talgildu rokningarnar innihalda upplýsingar um, hvør ið skal hava rokningina – og Rokningadepilin veit, um ein brúkari í Búskaparskipan landsins skal hava rokningina. Tí koma rokningarnar altíð til rætta móttakara at málsviðgera.

Skjótari avgreiðsla

Í vøkstri

Ein elektronisk verkgongdarskipan (Invoice Workflow) er kjarnin í talgildu broytingunum hjá tí almenna. Stovnar og ráð fáa hundraðtals rokningar hvønn einasta dag, men í mun til fyrr er ongantíð ivi um, hvar rokningarnar eru. Bókhaldarar á ymsu almennu stovnunum vita altíð, hvør brúkari í roknMett verður, at tað plagdi skaparskipanini situr við rokningini: at taka almennum stovnum útivið 70 dagar í meðal at – Um okkurt ivamál er um eina greiða eina rokning til gjaldrokning, so er lætt at finna útav, hvar ingar. Sambært kanning, sum ið rokningin er, bert við at fara inn á Intrum Føroyar hevur almannaBúskaparskipan Landsins. Hetta er kunngjørt, tekur tað í dag í ein sera stórur fyrimunur, um ein meðal 40 dagar hjá almennum rokning skal verða konterað, góðstovnum at greiða rokningar til kend og frígivin til gjaldingar av fleigjaldingar – men vit hava sum ri persónum, sum kanska hava stóra mál, at avgreiðslan skal niður geografiska frástøðu – alt fer fram í á 20 dagar. talgilda heiminum, og tí er tað munBrynleif Poulsen andi skjótari enn áður at avgreiða gjaldingar, sigur Brynleif Poulsen. Á Føroya Gjaldstovu hava tey staðfest, at tíðarsparingarnar hava gjørt, at rokningar til tað almenna verða goldnar skjótari, um tær eru talgildar: – Mett verður, at tað plagdi at taka almennum stovnum útivið 70 dagar í meðal at greiða eina rokning til gjaldingar. Sambært kanning, sum Intrum Føroyar hevur almannakunngjørt, tekur tað í dag í miðal 40 dagar hjá almennum stovnum at greiða rokningar til gjaldingar – men vit hava sum mál, at avgreiðslan skal niður á 20 dagar, sigur Brynleif Poulsen.

Rokningadepilin knýtir roknskaparskipanir saman Rokningadepilin hjá Elektron er ein týðandi faktorur í støðugt at talgilda handfaringina av rokningum frá kreditorum, tí Rokningadepilin er bindiliðið millum roknskaparskipanina hjá kreditorinum og almenna stovnin, sum brúkar Búskaparskipan

26

Fyrstu royndirnar við talgildum rokningum umvegis Rokningadepilin vórðu gjørdar í 2006, tá ið Føroya Gjaldstova byrjaði at móttaka rokningar frá fyritøkum í Danmark. Tær fyrstu privatu føroysku fyritøkurnar fóru at senda talgilt í 2008, og síðani er mongdin vaksin støðugt: Enn er tó langt eftir á mál. Búskaparskipan Landsins handfór farna árið okkurt um 130.000 rokningar, harav 20.000 vóru talgildar. Eftir einum ári er talið av talgildum rokningum tvífaldað. – Eg eri sannførdur um, at innan stutta tíð fer bróðurparturin av rokningunum umvegis Rokningadepilin. Fyrimunirnir fyri bæði sendara og móttakara eru sjálvsagdir, sigur Brynleif Poulsen at enda.

Um Føroya Gjaldstovu Føroya Gjaldstova er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, sum umframt at veita almennum stovnum tænastur innan bókhald, lønir og roknskap eisini rekur Búskaparskipan Landsins og LandsNet. Á gjaldstovuni arbeiða í dag umleið 40 fólk. www.gjaldstovan.fo


Rokningadepilin

Talgilda tínar rokningar! Effektivisera mannagongdir og spar pening Ístaðin fyri at útskriva, pakka og avgreiða tínar rokningar manuelt, kanst tú senda rokningarnar umvegis Rokningadepilin. Ístaðin fyri at móttaka rokningar í brævbjálvum og avgreiða hesar manuelt, kanst tú móttaka rokningarnar talgilt umvegis Roknigadepilin.

Sparingin er sjálvsøgd! Við at senda og móttaka umvegis Rokningadepilin, ber til at effektivisera tykkara innanhýsis mannagongdir, leysgeva arbeiðsorku og minka um umsitingarligar útreiðslur.

Tilmelda títt virki beinanvegin á www.elektron.fo – So hjálpa vit tykkum við at effektivisera og spara.

27 P/F elektron Staravegur 9 · P.O. Box 3219 · FO-110 Tórshavn · Faroe Islands Tel: +298 345100 · Fax: +298 345101


Álítandi

veitingar

Trygt

umhvørvi

Innlit

í tín tørv

P/F elektron Staravegur 9 · P.O. Box 3219 · FO-110 Tórshavn · Faroe Islands Tel: +298 345100 · Fax: +298 345101


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.