Norðurlandahúsið í Føroyum

Page 1

Norðurlandahúsið í Føroyum Heystskrá 2013

Norðurlandahúsið


Vælkomin Upplivingar Innihald í Føroya heitasta húsi Góði Norðurlandahúsvinur Nú kemur heystið við skúlabyrjan, fjallgongu, kvøldarmyrkri – og mentanartiltøkum, sum draga og geva íblástur. Heystið í Norðurlandahúsinum byrjaði við hátíðarhaldi fyri Erlendi Paturssyni á 100 ára degnum; eitt gott høvi, fyri fyrstu ferð at senda heystskránna hjá húsinum til øll húski! Skráin fevnir um m.a. design, leiklist, kjak, fleiri sløg av tónleiki, bókmentir, filmar og barna- og ungdómstiltøk – vónandi er ­okkurt júst til tín. Les meira á nlh.fo – har er eisini atgongumerkjasøla. Síggjast í Norðurlandahúsinum! Vinaliga Sif Gunnarsdóttir

Dear friends of the Nordic House As fall sets in, the Nordic House offers a wide range of cultural events. You can read more about the events in Danish and in English on our homepage, nlh.fo. Looking forward to seeing you! Sif Gunnarsdóttir, Director


Framsýning / 3

Framsýning

Framsýning

Hava vit ein felags norðurlendskan samleika? Kámar altjóðagerðin mentanarmunirnar burtur, ella kunnu vit framvegis knýta okkara samleika at ávísum staði? Um so er, hvussu fer norðurlendski samleikin at mennast í mun til restina av heiminum? Hesir nærgangandi spurningar leggja lunnar undar framsýningina New Nordic, sum listaskálin í Helsingør fekk so góð ummæli fyri á heysti 2012. Framsýningin var eisini við á Nordic Cool festivalinum í Washington fyrr í ár, og nú standa Norðurlandahúsið og føroyingar fyri tørni. Parturin, ið verður sýndur í Føroyum, ber heitið Norðurlendsk leikhús og tekur støði í spurninginum „Hvat er norðurlendskt fyri teg?“ Fjøld av norðurlen­ dskum listafólkum sluppu at svara hesum spurningi við at fylla ein lítlan kassa við tí, sum tey hvør í sínum lagi halda vera norðurlendskt. Eitt av listafólkunum er føroyski sniðgevin, Guðrun Ludvig, og í Norðurlanda­ húsinum sleppa vit at síggja, hvat hon hevur krógvað í sínum kassa.

Framsýning av norðurlendskari barna- og ungdóms­ list. Verkætlanin byrjaði í sámisku bygdini Enontekiö í Finnlandi í mars 2013 og hevur síðan verið í Føroyum, Íslandi, Noregi og Grønlandi. Evnið er mentanar­ samleiki.

New Nordic

Mín mentan, mínar røtur

Í verksmiðjum hava børn og ung gjøgnum ymsar listatilgongdir víst sína mentan og deilt hana við onnur. Verkætlanin byggir á Reggio Emilia náms­ frøði, og leiðarin, Raija Pullinen, hevur áður framt listaverkætlanir millum sámar, romar, flóttafólk og innflytarar. Í Norðurlanda­húsinum fevnir framsýningin um norður­ lendska ungdómslist og interaktivar installatiónir.

Childrens art from Finland, Norway, Iceland, Greenland and the Faroes.

The exhibition New Nordic from Louisiana Art ­Museum, DK, and the Nordic Cool Festival in ­Washington DC. Framsýningin letur upp fríggjadagin 6. september kl. 17.00 og er opin til og við sunnudagin 3. november. Ókeypis atgongd.

29. november–14. desember Ókeypis atgongd.


4 / Konsert

Konsert

Árstíðirnar Norðurlendskir tónleikaúrmælingar seta Quatro Estaciones Porteñas eftir Astor Piazzolla upp ímóti nýskrivaðum verkum, bíløgd frá norðurlendsku tónaskøldunum Sunleifi Rasmussen (FO), Fredrik Österling (SE), Rasmus Zwicki (DK) og Martin Bauck (NO). Tónleikararnir Andreas Borregaard, akkordeon, Jon Mehus, violin, Mikkel Sørensen, gittara, Peter Friis Johansen, klaver, og Julius Pyrhönen, kontrabass, eru allir virðisløntir solistar.

Nordic chamber concert with four first performances and Piazzolla.

8. september kl. 16.00 Atgongumerki: 150 kr.

Konsert

Útgávukonsert hjá Sunleif Rasmussen, við blásarakvintettini hjá Kamarorkestri Laplands Orkestrið hevur heimstað í Rovaniemi í Finnlandi og spælir konsertir kring arktiska økið, og hevur frumframført verk eftir fleiri førandi tónaskøld. Kvintettin spælir verk eftir Sunleif Rasmussen og Joonas Kokko­ nen. Konsertin er partur av jubileums­ skránni hjá Norður­landahúsinum.

Norðurlendsk vísukonsert

Nordic Knock Out

Kafékonsert við norðurlendsku vísu­ sangarunum Lucas Stark úr Svøríki, Nicolai Eng­strøm úr Danmark og Leo Leonhardsen úr Noregi. Stuttliga navnið á bólkinum hevur einki við hartsláandi framførslur at gera, men kemst av, at teir mestsum eru blástir av pallinum av teirri stórfingnu móttøku, sum konsertir teirra hava fingið allastaðni í Norðurlondum.

Café concert with Nordic singer-songwriters.

Release concert. The Wind Quintet of the Lapland Chamber Orchestra performs Sunleif Rasmussen.

14. september kl. 16.00 Atgongumerki: 30 kr.

15. september kl. 15.00 Ókeypis atgongd.

Heystkonsert

Føroya Symfoniorkestur Føroya Symfoniorkestur hátíðarheldur 30 ára stovningardag sín í 2013, og ársins heystkonsert verður tí nakað serligt. Frumførsla verður av nýggja verkinum Veitslu eftir Sunleif Rasmussen, russiski pianisturin Pavel Raykerus kemur at spæla klaverkonsert nr. 1 eftir Tchaikovsky, og orkestrið fer eisini at framføra kenda verkið Enigma Variations eftir Edward Elgar. Orkestrið framførir somu skrá á fyrstu konsertferð síni til Íslands, har tað spælir í nýggju konserthølunum í Hørpuni í Reykjavík og Hof í Akureyri.

The Faroese Symphony Orchestra and Russian pianist Pavel Raykerus perform Tschaikovsky, Elgar and Rasmussen. 20. oktober kl. 16.00 Atgongumerki: 180 kr.


Fundir & Fyrilestrar Konsert / 5

Dómadagsmálmur

Hamferð (FO) og Sólstafir (IS) Hamferð vann Wacken Metal Battle í 2012, og hevur spælt á festivalum kring Evropa í 2013. Bólkurin verður fløgu­ aktuellur í vetur. Í sambandi við útgávu­ na verður Norðurlandahúsið karmur um eina serstaka pre-útgávukonsert. Konsertin í Norðurlanda­húsinum verður fyrsti møguleiki at hoyra alla komandi fløguna hjá bólkinum spælda út í eitt.

sum ársins útgáva í 2011 av fleiri týdnin­ garmiklum tungmálmsbløðum. Staklagið av fløguni, Fjara, lá eisini nummar eitt á sølulistunum í Íslandi yvir eitt tíðarskeið. Bólkurin hevur turnerað støðugt tey sei­ nastu árini og m.a. spælt stórar konsertir á Wacken, Roskilde, Summer Breeze og fleiri øðrum stórum tónleikafestivalum kring heimin.

Sólstafir er tann íslendski tungmálms­ bólkurin, sum hevur fingið størst altjóða viðurkenning. Bólkurin hevur bergtikið sínar lurtarar við sínum droymandi Pink Floyd inspireraða tungmálmi. Tann seinasta útgávan hjá bólkinum, Svartir Sandar, varð heiðrað

Pre-release concert with doom metal bands Hamferð, FO and Sólstafir, acclaimed Icelandic Metal Band.

Konsert

Elsa Súsanna Dalsgaard og Tore Dingstad Elsa Súsanna Dalsgaard, alt, og Tore Dingstad, klaver, framføra Fem sange af Salomon og Sulemith eftir P.E. Lang-Müller, Sea Pictures, Op. 37 eftir Edward Elgar, og Gudruns sorg eftir Pete Heise. www.konsertfelag.net

Elsa Súsanna Dalsgaard, alto, and Tore Dingstad, piano, perform LangMüller, Elgar and Heise. 1. oktober kl. 19.30 Atgongumerki: 120 kr.

Konsert DómadagsMálmur Hamferð í Føroya heitasta húsi

12. oktober kl. 19.30 Atgongumerki: 250 kr.

Konsert

Konsert

Tónleikararnir í Trio Vivo, DK, eru Emil Gryesten, klaver, Benedikte Damgaard, violin, og Johan Krarup, sello. Ungu virtuosarnir hava fingið fleiri heiðurs­ lønir fyri framførslur sínar. Á skránni eru Hertogin, Op. 97 í B-dur eftir ­Beethoven, Op. 8 í H-dur eftir Brahms, og Primavera Porteña eftir Piazzolla. www.konsertfelag.net.

Jienat er navnið á tónleikaverkætlan fyri nýskrivaðan tónleik við sterkum bondum til sámisku mentanina. Tónleikurin verður skaptur við røddum og rútmum í øllum formum, litum og styrkjum, og hann verður framførdur av slagverksleikarum, vokalistum og sjálvum manninum á brúnni Andreas Fliflet. Seinasta fløgan varð innstillað til fimm ymiskar grammyheiðurslønir.

Trio Vivo

”Trio Vivo”, violin, cello and piano, performs Beethoven, Brahms and Piazzolla. 16. oktober kl. 19.30 Atgongumerki: 120 kr.

Verðinstónar úr Arktis

Jienat, world music from the Arctic region, rooted in the Sámi culture. 9. november kl. 19.30 Atgongumerki: 30 kr.


6 / Kafé / Søgur / Sjónleikur

Kafé Beinleiðis útvarp í Føroya heitasta húsi Kafé

Live úr Norðurlandahúsinum Í samstarvi við Kringvarp Føroya fer Norðurlanda­húsið undir nýtt tiltak í heyst. Talan er um fýra fríggjadagsseinnapartar, har Kringvarpið fer at senda beinleiðis útvarp úr Norðurlandahúsinum. Tiltakið er skipað sum kafé í forhøllini, har fólk kunnu luttaka ella taka sær av løttum og uppliva, hvat ið vertirnir og gestirnir borðreiða við. Lagt verður upp til tveir tímar við fangandi og hugvekjandi tosi, tónum og tonkum.

Live radio broadcast from the café in the Nordic House – music, discussions and literature on three Friday afternoons.

Fortel fortel!

Henrik Strube og Gravers Graversen Øll vilja hoyra eina góða søgu. So einføld er uppskriftin handan tiltakið, sum teir báðir Gravers Graversen og Henrik Strube standa fyri. Teir siga frá um at hálsfevna lívið, um kvinnurnar, kærleikan og um tær pínligu og løgnu løturnar. Henrik Strube spælir eisini nøkur løg, og Lena og Niclas eru gestatónleikarar.

Danish stand up comedy with music.

10. oktober kl. 19.30 Atgongumerki: 150 kr.

Fríggjadagarnir 20. september, 25. oktober, 22. november og 6. desember. kl. 16.00–18.00. Ókeypis atgongd.

Sjónleikur

Oscar og den lyserøde dame við Pia Rosenbaum Áskoðarar og ummælarar rósa leikinum. Einmansleikurin snýr seg um 10 ára gamla Oscar, sum hevur krabbamein. Hann ger sær tankar um, hvussu ein skal liva lívið og læra at verða lívslistafólk. Áskoða­ rin fær innlit í hansara tankar um stóru spurningarnar um lív og deyða, um trúgv og Gud. Leikurin er skrivaður av franska heims­spekinginum og dramatikaranum, Eric­Emmanuel Schmitt. Danska sjónleika­ rinnan, Pia Rosenbaum, framførir leikin og varð tilnevnd Årets Reumert í 2009.

26. oktober kl. 19.30 Atgongumerki: 150 kr.

The monologue “Oscar og den lyserøde dame” presented by Pia Rosenbaum, DK.


Fyrilestur / Verkstova / 7

Fyrilestur við Flemming Rose Við heitinum „Tøgnin, talufrælsið og tær forbannaðu tekningarnar“ fer Flemming Rose at greiða frá, hví hann í 2005 valdi at prenta tær 12 mohammedstekningarnar, sum sendu Danmark út í størstu uttan­ ríkispolitisku kreppu í nýggjari tíð. Hvørjar avleiðingar hevur hetta havt fyri hann og fyri Danmark?

The Mohammed Caricatures. A lecture with Flemming Rose, DK.

6. september kl. 20.00 Atgongumerki: 165 kr. Lesandi 120 kr.

Bint ein stein

Bindiverkstova við Ann Højgaard Slot Bindiverkstova við Ann Højgaard Slot, cand.design frá designskúla­ num í Kolding, við sergrein í binding. Langt burturfrá eru allir steinar líka, men kemur tú nærri, sært tú, at teir eru ymiskir í skapi, stødd og liti. Útgangsstøðið verður tikið í einum steini, sum luttakarin hevur við sær, og sum hann heldur vera hugtakandi ella sermerktan í skapi ella liti.

12.–13. oktober kl. 09.30–17.00 Atgongumerki: 1.150 kr. (matur íroknaður).

Fyrilestur við Lise Seisbøll

Speiskir fyrilestrar

Lise Seisbøll er leiðari á keramiska listasavninum Grimmerhus í Middelfart. Hon sigur frá savninum og um spennandi yvirtøkuna av samlingini hjá Royal Copen­ hagen. Arbeiðið við at menna tað nýggja og stóra grimmerhus­savnið, sum letur upp á vári í 2015, verður lýst. Í fyrilestrinum setur hon verkini hjá Guðrið Poulsen inn í nýggju norður­lendsku siðarammuna.

One Decision og 62°N bjóða til sera áhuga­ verdan og forvitnisligan fyrilestrardag, har tað fer at floyma við hugvekjandi sansa­ upplivingum. Fimm fyrlestrarhaldarar, øll oddafólk í sínum yrki, fara at geva sítt boð upp á sansaupplivingar við speisemi, arbeiðsgleði, samskifti og sálarligum snildum. Tú fært við vissu ein dag við yvir­ raskilsum, hugskotum og smílum.

Lecture with Lise Seisbøl, Ceramics Museum Director.

Engage your Senses in your Daily Work. A lecture day with One Decision and 62°.

13. oktober kl. 16.00 Ókeypis atgongd.

30. oktober og 31. oktober kl. 10.00 Atgongumerki: 695 kr. (matur íroknaður).

Knit a stone. A two day workshop with Ann Højgaard Slot, from Kolding Design School.

Verkstova fyri íverksetarar Karlbak er donsk fyritøka, sum bjóðar íverksetarum og øllum, ið hava áhuga fyri listaligum virksemi, á verkstovu um at styrkja kreativu vinnurnar.

Strengthening the Creative Industries. A workshop for entrepreneurs with Karlbak, DK. 18. november kl. 10.00 Ókeypis atgongd.


8 / Heystskrá 2013

September

Vælkomin Upplivingar Innihald í Føroya heitasta húsi

S 1 M 2 T 3 M 4 H 5 F 6

New Nordic – Framsýning (s.3) Fyrilestur við Flemming Rose (s.7)

L 7 S 8

Árstíðirnar – Konsert (s. 4)

M 9 T 10 M 11 H 12 F 13 Útgávukonsert hjá Sunleif Rasmussen við blásarakvintettini L 14 Lapland Chamber Orchestra (s. 4) Knock Out S 15 Nordic – Vísukonsert (s. 4)

M 16

T 17 Markleys útbúgving (s. 11) M 18 H 19 F 20 LIVE úr Norðurlandahúsinum (s. 6) L 21 S 22 M 23 T 24 M 25 H 26 F Dansur 27

L Barnadansur 28 við SDansifelagnum 29

í Havn

M 30 Fríggjakvøld kl. 20 frá 11. oktober til 6. desember, undantikið 18. oktober


Heystskrá 2013 / 9

Oktober Elsa Súsanna Dalsgarð og Tore Dingstad – Konsert (s. 5)

November

Desember

F 1

Barnadansur

S 1

M 2

L 2

Fimleikafagnaðurin 2013

M 2

H 3

S 3

Fimleikafagnaðurin 2013

T 3 Altjóða handikapdagur (s. 11)

F 4

M 4

M 4

vind – Marionett-Teatur L 5 Veiða við Rakel Helmsdal (s. 12) S 6

T 5

H 5

M 6

M 7

H 7

úr Norðurlandahúsinum (s. 6) F 6 LIVE Barnadansur L 7

T 8

F 8

Barnadansur

M 9

L 9

Verðinstónar úr Arktis (s. 5)

H 10 Fortel fortel! (s. 6)

S 10

T 10

F 11

T 1

við S 8 Jólakonsert Føroya symfoniorkestri (s.10) M 9

M 11

M 11 Geytin – Føroyskt filmskvøld (s.10)

– Konsert (s. 5) L 12 Hamferð Bindiverkstova (s. 7) S 13 Fyrilestur við Lise Seisbøll (s. 7)

T 12

H 12

M 13

F 13 Luciu konsert

M 14

H 14

Barnadansur

L 14 Barnadansur Ung í Føroyum (s. 13)

S 15

T 15

F 15

M 16 Trio Vivo – Konsert (s. 5) H 17 Markleys útbúgving (s. 11)

L 16 S 17

T 17

F 18

M 18 Verkstova fyri íverksetar (s. 7) T 19

M 18

við S 20 Heystkonsert Føroya Symfoniorkestri (s. 4) M 21

M 20

F 20

H 21 Bókadagar 2013 (s. 14)

L 21

T 22

úr Norðurlandahúsinum (s. 6) F 22 LIVE Barnadansur L 23

S 22

lítla systir mín“ S 24 „Skrímslið, + Barnakonsert við Eivør (s. 15) M 25

T 24

T 26

H 26

S 27

M 27

F 27

M 28

L 28

T 29

við H 28 Breakdansur Freestyle Phantix (s. 12) Mín mentan, mínar røtur (s. 3) F 29 Barnadansur

M 30 Speiskir fyrilestrar (s. 7)

L 30

M 30

L 19

M 23 H 24 úr Norðurlandahúsinum (s. 6) F 25 LIVE Barnadansur og den lyserøde dame L 26 Oscar við Pia Rosenbaum(s. 6)

H 31 Speiskir fyrilestrar (s. 7)

Digital Storylab (s. 12)

M 16

H 19

M 23 M 25

S 29 T 31

Luciu konsert Næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla framføra.

13. desember kl. 19.00 Atgongumerki: 40 kr.


10 / Filmur

Filmar FilmsVirðisløn KLipp í Føroya heitasta húsi

Geytin

Føroyskt filmskvøld Filmur

Klipp í Norðurlandahúsinum Norðurlendingar duga væl at gera film. Tað fer heystskráin hjá Norðurlandahúsinum at endurspegla, nú filmsfelagið Klipp aftur fer til verka. Øll kunnu gerast limir í Klipp, sum javnan fer at varpa ljós á tað besta av norðurlendskum filmi beint nú. Skráin verður sett saman av nýggjum, norður­ lendskum spælifilmum, sum hava hugtikið í biografunum, fingið góð ummæli og vunnið bæði heimligar og altjóða virðislønir. Limaskapur í Klipp verður teknaður við diskin í Norðurlandahúsinum, og so er lag á manni at njóta bestu norðurlendsku filmsupplivingar á føroyskum lørifti. Filmarnir verða sýndir í Høllini við nýggju útgerðini, sum Tryggingar­ felagið Føroyar hevur latið húsinum. Tað er at bera skjótt at og tryggja sær pláss longu nú!

The film club Klipp presents new Nordic Films. Fylg við á nlh.fo

Vístir verða nýggir, føroyskir stuttfilmar. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytan á 25.000 kr., sum Norðurlandahúsið letur, og sum vinnarin fær handaðar saman við geytastandmyn­ dini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvið at velja sín yndis­film, og vinnarin av áskoðaravirðis­ lønini fær 15.000 kr., sum Tórshavnar kommuna letur. Finnur Koba er vertur.

Faroese film evening and award show. 11. desember kl. 19.00 Atgongumerki: 125 kr.


Kunning / Temadagur / Framførsla / 11

Kunningartiltak

Temadagur

Kunningartiltøk um víðari lestur í Føroyum og uttanlands. Tiltakið um dagin er ætlað frá­ faringarflokkum í miðnámsskúlum. Tiltakið um kvøldið er alment. Tá fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og kunnu tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, setir dagin, sum bjóðar áhugaverdar framløgur, myndir og kveikjandi kjak. Endamálið við degnum er at upplýsa um handikaphugtakið og at stuðla undir virðing, rættindum og vælferð á økinum.

Markleys útbúgving

Education without frontiers, an information day for students. 17. september kl. 09.00 og kl. 19.30 Ókeypis atgongd.

Framførsla

Fimleikafagnaðurin 2013 Á Fimleikafagnaðinum lýsa fimleikafeløgini eitt útvalt evni við fimleiki, rørslu, ljósi og ljóði í allari breiddini. Evnið í ár er talið 13. Feløgini hava 100 luttakarar í part. Ein framførsla verður leygar­ kvøldið 2. november kl. 18.00, og tvær verða sunnudagin 3. november kl. 15.00 og kl. 18.00.

The gymnastics associations present shows. 2.–3. november. Atgongumerki: 150 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn, 13 ár og yngri. Sýningin sunnudagin kl. 18.00 kostar tó 150 kr. fyri øll.

Altjóða handikapdagur

International Handicap Day. Lectures and Discussions. 3. desember kl. 12.00 Ókeypis atgongd.


12 /Listaleypurin

Listaleypurin Við Listaleypinum samstarva Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og kommunufeløgini um at bjóða fólkaskúla- og forskúlanæmingum kring alt landið góða yrkislist.

Breakdansur Marionettteatur Digital Storylab í Føroya heitasta húsi

Í ár hevur Norðurlandahúsið gjørt avtalu við lista­ fólkini, at tey eisini kunnu upplivast í almennum familjutiltaki í Norðurlandahúsinum.

Family performances and workshops from the school programme Listaleypurin. Heystið 2013 verða hesi tilboð:

Veiða vind Karavella MarionettTeatur við Rakel Helmsdal Næstan 4.000 børn hoyrdu konsertina hjá Føroya Symfoniorkestri í 2011, og nú sleppa tey at síggja søguna um lítlabeiggja, sum fer út at veiða vind og møtir ævintýrum ein veðurskiftandi apríldag. Leikurin liggur tætt upp at bókini eftir Kára Bæk, Rakel Helms­ dal og Janus á Húsagarði. Leikurin nýtir tónleikin, sum symfoniorkestrið spældi, og búnar og pallur eru spunnir eftir myndunum í bókini, men søgan broytist sjálvsagt, tá leikararnir koma á pallin.

Musical marionette play Veiða Vind. 5. oktober kl, 14.00 Vaksin og børn frá 4 árum. Atgongumerki: 100 kr.

Digitalar søgur við Digital Storylab

Breakdansur við Freestyle Phanatix

Fortel tína egnu søgu á netinum! Í hesi verksmiðju læra tey ungu at gera digi­ talt tilfar til smáar filmar á 2–3 minut­ tir. Tey fáa innlit í at gera storyboard, skriva handrit, hugsa kreativt, klippa film og tónleik. Tey luttakandi arbeiða saman tvey og tvey og læra at nýta forritið Moviemaker ella Photostory, har tey arbeiða við myndum, video, ljóði, teksti, tónleiki og effektum. Tey luttakandi ráða sjálv fyri, hvat søgur­ nar skulu snúgva seg um.

Hví fara út at spæla, tá playstation og sjónvarp eru á kamarinum, og allir vinir­nir eru á netinum? Verksmiðjan hjá Freestyle Phanatix vil kveikja luttakararnar til eitt lív við dansi og rørslum. Fyrst verður verksmiðja við breakdansi og streetdansi, og aftaná verður eitt lítið show við verksmiðju­ leiðarunum, sum báðir eru yrkis­ dansarar.

Digital Storytelling. A workshop for teenagers.

Breakdance workshop and performance with Freestyle Phanatix.

16. november kl. 11.00–14.00 Ung frá 12 árum. Atgongumerki: 100 kr.

Foreldur og familja eru vælkomin saman við teimum ungu.

28. november kl. 17.00–18.30 Ung frá 8 árum. Atgongumerki: 100 kr.


Ung í Føroyum / 13

Ung í Føroyum Ung í Føroyum er ein tvørlistarlig mentanarstevna fyri listarliga áhugað ung millum 13 og 19 ár. Endamálið er at geva ungdómsmentanini, sum hon er her og nú, ein pall. Stevnan verður skotin í gongd við innanhýsis sýningum, har luttakararnir vísa tað listarliga, teir sjálvir fáast við. Síðani er hjálvur annar dagur við verksmiðjum undir leiðslu av við yrkislistafólkum. Stevnan endar við stórari almennari listaframsýning og pallsýning sunnudagin, sum Vígdis Hentze Olsen í ár fer at samskipa. Ymisk tiltøk verða í vikuni undan stevnuni og listaframsýningin verður at síggja til 21. november.

The biannual youth art festival. Ung í Føroyum. Teldutøka tekningin til stevnuna letur upp 15. september og freistin er 15. oktober. Til ber at lesa meira um tiltakið og síggja myndir á nlh.fo, Ung í Føroyum 2013. Luttøkugjald 600 kr. Matur, innivist, verksmiðjur og tilfar er íroknað.


Halldóra Dam Ingun Christensen Jógvan Isaksen Kim Leine Leif Davidsen Monika Stauss Nils Thorsen Oddvør Johansen Bókadagar 2013 Sarah Blædel Í fýra heilar dagar verður Norðurlandahúsið karmur um verk­ stovur, kjak, framsýningar, konsertir og nógv annað spennandi Sólrún Michelsen í Føroya heitasta húsi 14 / Bókadagar

– alt við støði í skrivaða orðinum. Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum í samstarvi við Norðurlandahúsið skipar fyri bókmenta­ døgunum, ið eru ætlaðir viðurkendum sum spírandi høvundum, tíðinda­fólkum og fólki øllum, ið hevur hug at skriva og lesa. Rithøvundafelag Føroya hevur í nógv ár stílað fyri bókadegi, har føroyskar bókmentir hava verið settar á breddan. Aloftast hevur dagurin verið skipaður við upplestri, bókasølu og stundum pallborði. Við ynskinum um at geva føroyskum høvundum størri møguleikar fyri menning og íblástri, samstundis sum sterkari alment ljós verður sett á føroyskar bókmentir, verður nú á fyrsta sinni skipað fyri bókadøgum í fýra dagar, frá 21.–24. november 2013. Tveir dagar við verkstovum Fyrstu tveir dagarnar, hósdagur 21. og fríggjadagur 22. novem­ ber, eru ognaðir høvundum og øðrum, ið arbeiða við bóka­ útgávu. Skipað verður fyri fimm ymiskum verkstovum, umframt fyrilestrum. Luttakararnir fáa høvið at skifta orð um hugskot og royndir, samstundis sum teir kunnu fáa vitan og íblástur. Stórt alment tiltak Vikuskiftið 23.–24. november verður Norðurlandahúsið opið fyri almenninginum. Á skránni eru upplestur og samrøður við føroyskar og útlendskar høvundar, bókasøla, poetry slam, tónleikur, sjónleikur og nógv annað forvitnisligt. Pallborðsfundur verður eisini, og partur av húsinum verður innrættaður til børnini við barnakonsert, barnasjónleiki, søgum, skattaveiðu og øðrum stuttleika.

Literature Days 2013. Acclaimed authors, panel discussions, workshops and displays. 21.–24. november


Jólakonsert / 15

Barnaleikur

Skrímslið, lítla systir mín Helga Arnalds (IS) hevur handritað og sniðgivið henda spennandi einmansleik og spælir hann sjálv. Charlotte Bøving (DK) er leik­ stjóri, og Eivør Pálsdóttir er tónasmiður. Skrímslið, litla systir mín, er tónlista-, dukku- og skuggaleikur fyri børn millum 4 og 94 ár. Helga Arnalds bjóðar okkum inn í hvítan pappírsheim, har pappírið livnar og umskapast til leikararnar í søguni. Høvuðs­ persónur er ein lítil drongur, sum hevur fingið eina nýggja systir. Drongurin sær skjótt, at hon er ikki vanligt pinkubarn, men ein grýla, sum etur mammuna og pápan – ja, kanska allan heimin.

Jólakonsert Hugni Familja í Føroya heitasta húsi

Drongurin ferðast langa leið at finna hjálparar, so hann kann fáa foreldrini úr aftur búkinum á systrini. Á ferðini hittir hann Drekan, Grátisurruna, og gostrøllið Surt. Hann verður noyddur at seta seg í samband við systrina, og tá søgan endar, er hann vorðin góður við lítla skrímslið. Søgan hjá leikhúsinum Tíu fingur (IS) verður søgd við pappíri, skuggum, tónleiki og leik­snildum.

The Monster My Little Sister. A shadow, puppet and music show for children. 24. november kl. 14.00 og 16.00 Atgongumerki: 30 kr. Konsert

Barnakonsert við Eivør

Konsert

Jólakonsert við Føroya Symfoniorkestri

Eivør hevur gjørt tónleikin til „Skrímslið, lítla systir mín“, sum verður framførdur í Skálanum tvær ferðir henda dagin. Millum sýningarnar syngur Eivør fyri bør­ num og familjum í Høllini. Konsertin er hálvan tíma, so sjálvt tey smæstu kunnu vera við. Framførdir verða bæði sangir úr leikinum og aðrir barnasangir.

Árliga jólakonsertin hjá Føroya Symfoni­ orkestri gevur allari familjuni høvi at vera saman og njóta eina felags løtu við góðum tónleiki hjá ungum, evnaríkum solistum og ikki at gloyma sanginum hjá stóra barnakórinum.

Eivør Pálsdóttir gives a short children’s and family concert.

The yearly Christmas Family Concert with the Faroese Symphony Orchestra.

Tá Bjartur fær lítla systur, skilur hann ikki, at blendast av vaksin fólk kunnu hesum. Síggja tey ikki, at tað er eitt skrímsl? Søgan er um ein drong, sum flýgur á drekabaki og vestur um mánan allan eystur um sólina vegin til heimsins lærir hann at enda. Á vegnum elska lítlu systur sína.

8. desember kl. 16 Atgongumerki: 50 kr.

ir ­ Eivør Pálsdóttir

­ Björk Bjarkadótt

Rithøvundur er Helga Arnalds, Björk Bjarkadót prýtt, og Eivør tir hevur mynd­ Pálsdóttir hevur skrivað tónleikin. somuleiðis søguna Eivør lesur og syngur sangirnar bókini. Páll á fløguni, sum Isholm hevur fylgir við týtt søguna og sangirnar úr íslendskum . Bókin byggir á leiksýning ina Skrímslið Arnalds og Charlotte lítla systir mín eftir Helgu í NorðurlandahúsinumBøving, ið Leikhúsið 10 fingur frumsýndi leiklistarvirðislønina í Reykjavík á vári 2012. Sýningin fekk GRÍMUNA sum besta barnasýni ng sama ár.

Helga Arnalds

24. november kl. 15.00–15.30 Atgongumerki: 50 kr.

Helga Arnalds Björk Bjarkad óttir - Eivør

Pálsdóttir


Bestu Karmar í Føroyum í Føroya heitasta húsi ★★★★★

The best facilities in the Faroe Islands: Rent facilities in the Nordic House for your conference or event. More information on nlh.fo.

Skulu tit skipa fyri ráðstevnu, móttøku, fundi, konsert, sjónleiki ella øðrum tiltaki? Í Føroya heitasta húsi eru sjey høli í ymsum støddum, skapum og møguleikum. Norðurlandahúsið er flokkað sum fimm­ stjørnað ráðstevnustað. Fá eitt prát við okkum um leigu og samstarv ella fá nærri kunning á nlh.fo. Borðkrókur

Vitja húsið og keyp ein leskiligan miðmála so sum sushi, salat, suppu, smyrjibreyð ella okkurt annað gott í Borðkróki. Størri bólkar kunnu bíleggja á bordkrokur@hotelforoyar.fo. Opið

Mánadag–leygardag: kl. 10.00–17.00. Sunnudag: kl. 14.00–17.00. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni. Haldið tykkum kunnig við skránna á nlh.fo. Vitjið okkum á Facebook/ Norðurlandahúsið Í Føroyum

Norðari ringvegur | FO-100 Tórshavn | Tel 351 351 | nlh@nlh.fo

nlh.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.