Tíðarrit Hondbóltur juli 2017

Page 1

TÍÐARRITIÐ

BLAÐIÐ HJÁ HONDBOLTSSAMBANDI FØROYA 1. ÚTGÁVA / JULI 2017

VANGAMYNDIN

Stríðsmaðurin úr Hoyvík Helgi Hildarson Hoydal S. 36

TEMA

HM í Algeria

S. 16

Gunn Ellefsen

Kjartan Johansen

Fyrsta forkvinnan í HSF

Hevur ikki mist mótið

S. 46

S. 54

Kvinnurnar skrivaðu søgu

S. 8


The Heart of Shopping The largest shopping centre in the Faroe Islands

SMS Shopping Centre | á Trapputrøðni | Tórshavn | Tel. (+298) 34 19 00 | www.sms.fo



INNIHALD 8

KVINNURNAR SKRIVAÐU SØGU

12

MENNINIR VUNNU ALT

16

TIL HM Í ALGERIA 18 TANN SERLIGI ÁRGANGURIN 22 DÁVID MÓTI GOLIAT 26 U21-MENNINIR 34 MÓTSTØÐULIÐINI

36

HELGI HOYDAL Útlendingar virða okkum ikki

46

EG TÍMI VÆL AT GERA OKKURT SKILAGOTT

53

STUTTSØGD TÍÐINDI

56

KJARTAN ÆTLAR AVSTAÐ AFTUR

60

HONDBÓLTURIN VAR FLAGGSKIPIÐ

67

ÁLMANAKKIN


5

Føroyskur hondbóltur er í menning og nógv spennandi liggur fyri framman Hondbóltssamband Føroya hevði a ur ei spennandi og hendingarríkt kappingarár. Bæði heima í Føroyum og u anlands var meira virksemi enn nakrantíð áður. Eisini nú, meðan heimliga landskappingin er í summarfrí, er nógv hent, og nógv er eisini í væntu.

Púra óvæntað vann U21-landsliðið hjá monnum undankappingina, sum var í Føroyum, og teir spældu seg har við í sjálvt HM-endaspælið í Algeria. Eitt satt bragd. U21-landsliðið hevur fyrireikað seg bæði væl og virðiliga til stóru uppgávuna, sum bíðar teimum, og tað verður sera spennandi at fylgja við, tá teir skulu spæla móti stórum hondbóltstjóðum sum Týsklandi, Ungarn, Noreg, Suðurkorea og Kili.

hondbóltsfamiljuni, at gera okkara til, at úrslitið gerst so gott sum tilber. Gjøgnumskygni, samstarv og nærlagni eru lyklaorð, og um vit øll leggja okkum eftir at gera okkara besta, so eru framtíðarútlitini hjá føroyskum hondbólti sera góð.  Gunn Ellefsen,

Forkvinna í HSF

Ikki bara U21-menninir hava skapt óvæntað og góð úrslit. Okkara A-landslið hjá kvinnum gjørdi ikki mætari enn at vinna báðar undankappingardystirnar á Grikkalandi og Finnlandi í Athen í juni og vunnu seg víðari til endaligu EM-undankappingina. Eitt søguligt avrik hjá kvinnunum. Eisini U24-landsliðið hjá monnum hevur gjørt um seg. Teir vunnu kappingina Emerging Nations Championship í Bulgaria í juni. Tað hevur eisini við sær, at teir hava vunnið sær luttøku í EMundankapping. Við teimum góðu úrslitunum skulu fleiri altjóða dystir spælast bæði í Føroyum og uttanlands næstu tvey árini. Tað gevur okkum sjálvandi størri áræði at halda á við menningararbeiðinum og landsliðsarbeiðinum. Tað gongur rættan vegin hjá føroyskum hondbólti, men tað er samstundis ein veruleiki, at við økta virkseminum verða krøvini til samskipan og fyrireikingar størri, so tað áliggur HSF og okkum øllum, sum á ymiskan hátt eru partur av føroysku

ÚTGEVARI Hondbóltssamband Føroya The Faroese Handball Federation Postboks 1023 110 Tórshavn

Skrivstovan Teldupostur: hsf@hsf.fo Sára Jógvansdóttir Teldupostur: sara@hsf.fo Telefon: 231 981

Ári Rouch Teldupostur: ari@hsf.fo Telefon: 231 982 Hallur Danielsen Teldupostur: hallur@hsf.fo Telefon: 231 983

SNIÐGEVING OG UPPSETING

AÐRAR MYNDIR

Sendistovan

Álvur Haraldsen Jens Kristian Vang Jóanis Nielsen

FORSÍÐA Miriam & Janus

ÁBYRGDARHAVARI Sára Jógvansdóttir


Góðir starvsfelagar skapa góð úrslit www.marineharvest.fo

„Eg eri vísur í, at tað er góði starvsandin, sum skapar góðu úrslitini hjá Marine Harvest“ Fjalar, alari í Oyndarfirði


#MAGNKAFFI

Deil tína kaffiløtu á Instagram


8

Kvinnurnar skrivaðu søgu Tað vóru helst fá, ið væntaðu, at tær fóru at spæla seg víðari í EMundankappingina, bæði tí at mótstøðuliðini vóru me at vera greiðir favori ar, samstundis sum fleiri avboð komu undan fráferðina.

Skerdi spælarahópurin prógvaði kortini væl og virðiliga sítt virði. A-landsliðið spældi seg sannførandi víðari til undankappingina. Hetta er fyrstu ferð, at kvinnulandsliðið er komið so langt í altjóða kapping. Av teimum øllum átta EM- og HM-undandystum, ið føroyska kvinnulandsliðið hevur spælt gjøgnum tíðina, eru dystirnir í Athen, móti Grikkalandi og Finnlandi í juni, fyrstu sigrarnir nakrantíð.


9 Hóast útlitini ikki tosaðu fyri, so fóru okkara kvinnur ágrýtnar til verka í grikska høvuðsstaðnum. Við góðari verju og framúr liðavriki, eydnaðist tað Føroyum at vinna 25–24 á Grikkalandi og 20–17 á Finnlandi. Anna Brimnes er sera errin av avrikinum. –Hatta var heilt fantastiskt, eg fái næstan ikki armarnar niðuraftur. Eg hevði ikki væntað frammanundan, at vit fóru at vinna. Vit høvdu eina ógvuliga góða verju og vóru ágrýtnar, sum gjørdi, at hinar ongantíð reiðiliga fingu sítt spæl at koyra. Tað var eitt satt liðavrik. Eg eri sera stolt av at hava verið við at tryggja kvinnulandsliðnum víðari luttøku til EM-undankapping, sigur Anna Brimnes.

Hatta var heilt fantastiskt, eg fái næstan ikki armarnar niðuraftur. Sjálv skjeyt Anna Brimnes 16 mál samanlagt í báðum dystunum, 12 teirra vóru brotskøst. Av teimum brendi hon bara eitt brotskast.

EIN STØRRI AVBJÓÐING Nú liggur ein størri avbjóðing fyri framman hjá kvinnulandsliðnum, sum skal spæla seks EM-undankappingardystir komandi árið. Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Serbia og Makedonia. Føroyar skulu spæla á heimavølli og útivølli ímóti øllum trimum liðunum. Fyrsti dysturin er í Serbia tann 27. september og næsti dystur er móti Svøríki á heimavølli tann 30. september. Hinir dystirnir vera í mars, mai og juni í 2018.




12

Menninir vunnu alt Føroyar vunnu Emerging Nations Championship kappingina, ið varð hildin í Bulgaria í juni.

Talan er um kapping fyri tær tjóðir, sum ikki meldaðu til EMundankappingina til EM 2020 og tey sum ikki komu víðari úr bólkaspælinum í fyrsta undanumfari. 16 lond luttóku, 15 úr Evropa, umframt Kina, sum var við sum wild card gestur.


13

Kappingin er skipað á tann hátt, at aldursloftið er 24 ár. Tað vil siga, at grundreglan er, at spælararnir skulu ikki vera eldri enn 24 ár. Liðini kundu kortini hava tríggjar eldri spælarar við. Føroyar vunnu eisini kappingina í 2015, men mótstøðan var munandi sterkari hesaferð. Tað vóru eisini fleiri, sum góvu avboð, umframt at U21-spælararnir vóru ikki bidnir um at vera við, tí teir fyrireika seg til heimsmeistarakappingina í Algeria. Men føroysku menninir vístu sítt virði og vóru bestir. Føroyar vunnu stórsigrar í bólkaspælinum, men dystirnir vóru tættari, tá komið var út í finaluumførini. Finalan móti Turkalandi var bæði jøvn og spennandi, har liðini skiftust um at hava leiðsluna. Føroyar vunnu við einum máli, 25–24. Serliga Peter Krogh, sum nú er farin í føroysku landsliðstroyggjuna, var eyðsýndur undir allari kappingini og var ein støðug hóttan á bakkinum og skoraði bæði við vinstru og høgru hond. Eftir finaluna varð Peter Krogh valdur á allstar-liðið sum besti høgribakkur. Trý tey bestu londini í Emerging Nations Championship vunnu sær pláss í EM-undankappingini. Har við luttaka Føroyar, tá EMundankappingin byrjar á heysti í 2018. Lutakast um bólkaspælini verður í apríl næsta ár.

Peter Krogh varð valdur sum besti høgri bakkur 


ÍTRÓTTUR. ALT ÁRIÐ.

VØRUR OKKARA ERU EISINI TIL KEYPS Á FØROYA FEITASTA NETHANDLI WWW.SKALKUR.FO ÓKEYPIS ÚTBERING Í ØLLUM FØROYUM.

| SMS TEL. 31 95 12 | SALTANGARÁ TEL. 45 95 12 |



16

Til HM í Algeria Tað kókaði í høllini á Hálsi, tá U21-landsliðið gjørdi bart og vann sær lu øku í heimsmeistarakappingini.


17


18

Tann serligi árgangurin Tað var ein varði í føroyskari ítró asøgu, tá U21-landsliðið vann seg í heimsmeistarakappingina í Algeria. Søgan um serliga ungdómslandsliðið er eisini serlig

Orð Sára Jógvansdóttir Myndir Jens Kr. Vang

Tá nøkur sjálvboðin foreldur fóru undir sjálvboðið landsliðsarbeiðið fyri 10 árum síðan, høvdu tey neyvan ímynda sær, at úrslitið fór at vera so gott. Men árgangurin, sum nú mannar U21-landsliðið, hevur sanniliga fingið sum mest burturúr. Í Føroyum hevur einstaklingaítrótturin staðið seg væl og vunnið sær pláss millum heimsins bestu. Men hetta var fyrstu ferð, at eitt føroyskt landslið hevði vunnið seg í eitt endaspæl. Søgan er serstøk, tí tað vóru í grundini nøkur foreldur, sum fingu hetta liðið í lag. Tað vóru Anna Dam og Gunnar Djurhuus, foreldur hjá Jónasi Gunnarsson Djurhuus, sum skipaðu eitt talentlið í 2007. – Hugskotið menti seg so til, at vit sendu boð til hini feløgini, um tey vóru áhuga í at taka lut at skipa fyri felagsvenjing eina til tvær ferðir um mánaðin – summarhálvuna. Feløgini skuldu so velja nakrar spælarar út, sum tey hildu vóru serliga ágrýtnir og vildu fáa meiri venjing, minnist Gunnar Djurhuus. Tað vísti seg skjótt, at fleiri sera evnaríkir spælarar vóru í hesum árganginum, bæði hjá dreingjum og gentum. Fyrstu tíðina vóru felagsvenjingarnar fyri bæði dreingir og gentur. Eftir eina tíð varð avgerðin tikin at býta tey sundur í hvør sín bólk. Seinni vann gentuárgangurin hjá Neistanum kappingina fyri G14 í Partille Cup. Men felagsvenjingarnar vístu seg at rigga væl, og hópurin ferðast runt landið, har tað varð skipað fyri venjingum hjá teimum ymsu feløgunum. – Felagið, sum stóð fyri, hevði so eisini ein part av venjingini undir hond, og foreldrini á staðnum syrgdu

 U21-leikarar fevnast eftir at hava vunnið seg víðari til HM-endaspæl.


19

fyri mati, so teir kundu venja í nógvar tímar í senn, sigur Gunnar Djurhuus. Seinni, tá ið venjingarnar vóru komnar í fasta legu, tosaðu foreldrini við Hondbóltssambandið um fíggjarligan stuðul til bæði hallarleigu og kropsligan venjara. Vælvildin var stór, og Hans Mikkelsen varð knýttur at hópinum sum kropsligur venjari. – Hesir spælararnir eru komnir so langt, tí teir hava verið sera raskir at vant hondbólt og hava fingið møguleikar, ið tey sum eru eldri, helst ikki hava fingið. Eisini hava teir frá ungum árum vant nógva kropsliga venjing, sigur Gunnar Djurhuus. Av tí, at dreingirnir vóru ágrýtnir og vístu so góðan hugburð, vildu venjararnir eisini hjálpa teimum. Millum annað hava venjarar sum Ingi Olsen, Kári Nielsen, Birgir Hansen, Marian Cirloganescu, Bogdan Burcea og nú Sonni Larsen havt teir undir hond.

Teir hava eisini fingið nógvar stórar og spennandi avbjóðingar gjøgnum árini. Í 2012 fóru teir á fyrsta sinni til Íslands at spæla móti javnaldrum har. – Hetta hevur gjørt teir førar fyri at kenna á egnum kroppi, hvat skal til fyri at taka lut á altjóða støði. Oftani hava teir eisini verið væl yngri enn hini liðini, sum teir hava spælt ímóti, og tað hevur so givið teimum serligar avbjóðingar eisini, heldur Gunnar. Undir vitjanini í Íslandi vunnu føroysku dreingirnir tveir dystir og taptu ein ímóti trimum ymiskum talentliðum hjá íslendingum. Góðu úrslitini vaktu eisini ans hjá grannunum fyri norðan. Teir høvdu ikki roknað við, at føroyingar kláraðu at spæla væl og virðiliga upp ímóti talentliðnum hjá teimum. Dreingirnir, sum hava spælt saman síðan, eru nú menn. Tað kann ikki sigast annað enn, at teir eru vaksnir við uppgávuni. Nú eru teir á veg til endaspælið í heimsmeistarakappingini fyri U21.


20 Ungdóms- & lestrarferðaseðilin

Sveiggja aftur og fram fyri lágprís

Ert tú 25 ár ella yngri ella fulltíðarlesandi, kanst tú sveiggja aftur og fram við Atlantic Airways - lætt og ómakaleyst úr bara 1.245 kr. t/r. Sveiggj-ferðaseðlar eru til taks á øllum Danmarkarog NORÐ-leiðunum hjá Atlantic Airways. Sveiggj-ferðaseðil kann keypast til stutt undan fráferð, men útboðið kann verða avmarkað á útvaldum fráferðum. Stovna tær ein vanga og bílegg Sveiggj-ferðaseðilin á www.atlantic.fo.

Atlantic Airways

Vagar Airport

380 Sørvágur

Tel 34 10 00

www.atlantic.fo


21


22

Dávid móti Goliat At lu aka í heimsmeistarakapping er ein avbjóðing í sjálvum sær, men Føroyar eru eisini komnar í ein sera sterkan bólk saman við stóru hondbóltstjóðunum Týskland, Norra og Ungarn, ið eisini eru ein av favori unum at vinna HM. Føroyar eru harumframt í bólki við Suðurkorea og Kili, sum eisini eru torfør mótstøðulið.

Orð Sára Jógvansdóttir Myndir Jens Kr. Vang

STÓR MENNING FARIN FRAM Føroysku dreingirnir hava ment seg munandi kropsliga. Heri Ziska hevur styrkivant við teimum frá mars til juni, umframt at dreingirnir sjálvir hava styrkivant. Landsliðsvenjarin Sonni Larsen er væl nøgdur við úrslitið. –Á sjálvari styrkisíðuni eru framstigini áleið 10–15 prosent í 5RM í squat og bonkpressi, so kropsliga nærkast vit spakuliga styrkini hjá mótstøðuspælarunum. U21- dreingirnir squatta 135 kilo og lyfta 95 kilo í bonkpressi fimm ferðir. Harumframt hava vit í renningini ment okkum 14 prosent seinastu tíðina. Meira ítøkiliga, so eru dreingirnir farnir frá at renna 928 metrar til 1061 metrar í sokallaða bib-testinum. Tað merkir, at vit á summum økjum eru á nøkunlunda sama støði sum onnur lond, men halta aftanfyri á øðrum økjum, sigur Sonni Larsen.


23

Um samanborið verður við hagtøl frá danska landsliðnum, skal meira orka leggjast í fysisku venjingina komandi árini, um komast skal upp á sama støði kropsliga sum hini londini, heldur landsliðsvenjarin. Føroysku hondbóltsspælararnir eru tó lægri í hædd í miðal enn elituhondbóltsspælarar eru, og tí eru vit av góðum orsøkum eisini lættari í vekt. –Tað eru lið við so stórum spælarum og sum eru so kropsliga væl fyri, at tað ikki kann sammetast við okkara spælarar. Vit kunnu hinuvegin nýta okkara skjótleika, men mangla tað síðsta við fartinum og kvikleikanum fyri at vera har, sum vit gjarna vilja vera. Vit mugu gjøgum skjótleikan royna at viga upp ímóti tí lutfalsliga stóra kropsliga støddarmuninum sum er.

ÚTLITINI HJÁ FØROYUM Tað verða eingir lættir dystir, tá Føroyar skulu royna seg í heimsmeistarakappingini. Tað verður eins og Dávid móti Goliat á sinni, heldur landsliðsvenjarin, Sonni Larsen. –Eg vænti, vit fara at mennast og fáa nógv burturúr HM-luttøkuni, har vit fara at royna at bjóða øllum liðunum av, men tað verður ógvuliga torført. Í øllum dystum verður mótstøðan hørð, og vit mugu berjast fyri hvørjum einasta bólti, sigur hann. Sjálvt um Føroyar skulu møta stórum hondbóltstjóðum, so væntar landsliðsvenjarin ikki, at okkara dreingir fara at smæðast. –Teir eru ágrýtir og stríðshugaðir, og eg vænti, at teir taka av møguleikunum í bæði álopi og verju, sum fer at koma óvart á summi, og sum ikki minst gevur góðan og kveikjandi hondbólt í løtum. Men tá tað kemur til úrslit, so sigur tað seg sjálvt, at tað skal meira fysikkur til, og her hugsi eg um kropsstødd, og hvussu væl tú er vanur við at vera eksplosivur, atletiskur og dynamiskur. Hóast tað verður torført at spæla upp til sterku mótstøðulini, so væntar Sonni Larsen hinvegin, at HM-luttøkan fer at geva nógv. –Ein slík uppliving fer at geva blóð á tonnina og stremban eftir meira av tí sama og eg vænti, at vit bara hava sæð byrjanina av ævintýrinum. Harumframt fer HM at geva leikarunum eina fatan av, hvat krevst, fyri at koma á altjóða støðið.


hvonn BRONSJ

hvonn

BRONSJ hvønn sunnudag frá 11.30 – 14.30

225,Børn undir 12 ár ókeypis* *Tvey børn undir 12 ár ókeypis fyri hvønn gjaldandi vaksnan

tel +298 350 000 · hvonn.fo


Bilasølan Vegurin langi, 359700

4G Farnet frá Vodafone Til heimið, summarhúsið, húsvognin, bátin, bilin, og til fólkið á ferð Les meira á vodafone.fo/farnet

Einfalt Ongan montør √ Einki kopargjald √ Eingin bíðitíð √

4G Mifi

695 kr. Spar

Fyrr. 1.495 kr.

50% 4G Beinari

695 kr. Fyrr. 1.495 kr.

Spar

50%


26

U21

MENNINIR

TEIS HORN RASMUSSEN NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Sum 14 ára gamal

UPPVAKSIN? Í Neistanum

NÚVERANDI FELAG? Neistin

POSITIÓN? Vinstri bakkur og miðja

HÆDD? 192 cm

HILMAR LEON JAKOBSEN NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT?

VEKT? 96 kg

Tá eg var níggju-10 ára gamal

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND?

UPPVAKSIN?

Fyrimyndin er Roar Dalsgarð

H71

NÚVERANDI FELAG? H71

POSITIÓN? Vinstri bakkur

HÆDD? 190 cm

VEKT? 87 kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Dánjal Tórgarð hjá H71 sá eg upp til sum yngri og nú dámar mær sera væl íslendingin, Aron Palmarsson, ið spælir við Telekom Veszprém í Ungarn.


27

SJÚRÐUR OLSEN NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Eg byrjaði at spæla minihondbólt sum seks ára gamal.

UPPVAKSIN? NÚVERANDI FELAG? VÍF

POSITIÓN? Vinstri vongur.

HÆDD? 180 cm

VEKT? 78 kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Mær dámar ótrúliga væl týska landsliðsspælaran Uwe Gensheimer. Hann spælur á sama plássi sum eg. Ofta er tað honum eg hyggji eftir, tá eg leiti eftir íblástri til hondbóltin.

ÁKI EGILSNES NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Eg byrjaði at spæla minihondbólt sum fimm ára gamal

UPPVAKSIN? VÍF

NÚVERANDI FELAG? VÍF

POSITIÓN? Høgri bakkur

HÆDD? 186 cm

VEKT? 91 kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Olafur Stefansson og Mikkel Hansen


28

BRANDUR HALGIRSSON NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT?

U21

MENNINIR

Eg byrjaði at spæla hondbólt sum seks ára gamal

UPPVAKSIN Í HVØRJUM FELAG? H71

NÚVERANDI FELAG? SG Flensburg-Handewitt.

POSITIÓN? Vinstribakkur og miðja.

HÆDD? 191 cm.

VEKT? 98 kg.

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Eg havi altíð sæð upp til Mikkel Hansen, men nú dámar mær best Rasmus Lauge Schmidt og Sander Sagosen.

PÆTUR JOHANSEN NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Eg byrjaði sum seks ára gamal

UPPVAKSIN Í HVØRJUM FELAG? STÍF

NÚVERANDI FELAG? STÍF

POSITIÓN? Playmaker

HÆDD? 177 cm

VEKT? 75 kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Ja, Ivano Balic

RÓI BERG HANSEN NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Sum 12 ára gamal

UPPVAKSIN? Í Neistanum

NÚVERANDI FELAG? Neistin

POSITIÓN? Vinstri vongur

HÆDD? 182 cm

VEKT? 83 kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Nei eg havi onga fyrimynd


HONDBÓLTUR JUNI 2017

RUNE OLSEN

29

NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Sum 12 ára gamal

UPPVAKSIN? Í Kyndli

NÚVERANDI FELAG? Neistin

POSITIÓN? Strika

FRÍÐI WEYHE

HÆDD?

NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT?

182 cm

VEKT?

Eg byrjaði at spæla hondbólt tá eg var níggju–10 ára gamal

93 kg

UPPVAKSIN Í HVØRJUM FELAG?

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND?

Eg eri uppvaksin í KÍF, men eg havi spælt við H71 í eitt kappingarár sum yngri.

Ja, fraklendingin, Bertrand Gille

NÚVERANDI FELAG? KÍF

POSITIÓN? Vinstri bakkur

HÆDD?

PÆTUR MIKKJALSON

191 cm

NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT?

VEKT?

Sum 10 ár

89 kg

UPPVAKSIN Í HVØRJUM FELAG?

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND?

H71

Eg havi altíð sæð upp til mínar beiggjar, Tony og Rógva, sum eg nú spæli á liði saman við, men ein kendur leikari, ið eg sá upp til sum yngri, er Nikola Karabatic.

NÚVERANDI FELAG? Neistin

POSITIÓN? Strika

HÆDD? 190cm

VEKT? 99kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Fyrimyndin er Helgi Hoydal


30

PÆTUR THOMSEN NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Eg byrjaði sum 10 ára gamal

U21

MENNINIR

UPPVAKSIN? H71

NÚVERANDI FELAG? H71

POSITIÓN? Høgri vongur

HÆDD? 175 cm

VEKT? 73 kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Eg sá upp til Luc Abalo úr Fraklandi sum yngri

KJARTAN JOHANSEN NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Eg byrjaði at spæla hondbólt sum sjey–átta ára gamal við d10

UPPVAKSIN?

JÓNAS G. DJURHUUS NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Byrjaði at spælda hondbólt sum fýra ára gamal

UPPVAKSIN? H71

STÍF

NÚVERANDI FELAG?

NÚVERANDI FELAG?

H71, men eftir summarið HØJ í Danmark

STÍF

POSITIÓN?

POSITIÓN?

Playmakari

Eri høgri bakkur, playmakari og høgri vongur

HÆDD?

HÆDD?

183 cm

189 cm

VEKT?

VEKT?

90 kg

89 kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND?

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND?

Veit ikki hvønn eg beinleiðis havi sæð upp til, men eg havi altíð fylgt væl við, hvussu playmakarirnir á teimum ymsu liðunum klára seg

Hevur tú nakra hondbóltsfyrimynd? Eg så altíð upp til Svein Justinussen, og tá eg byrjaði at hyggja eftir hondbólti í sjónvarpinum sá eg nógv upp til Olafur Stefansson og Aron Palmarson


31

HØRÐUR TRYGVASON NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Eg byrjaði sum teir eldru í U12

UPPVAKSIN? H71

NÚVERANDI FELAG? SG Flensburg Handewitt

POSITIÓN? Málverji

HÆDD? 188 cm

VEKT? 84 kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Tá eg var yngri var tað Niklas Landin, men nú er tad Gonzalo Pérez de Vargas.

HELGI HOYDAL NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT?

NIKLAS SIMONSEN NÆR BYRJAÐI TÚ AT SPÆLA HONDBÓLT? Eg byrjaði sum 10 ára gamal at spæla hondbólt. Tá var eg útileikari og spældi á høgra bakki.

UPPVAKSIN? VÍF – eg hevði tó eitt ár í Viborg, har eg gekk á Sports Academy Viborg og spældi hondbólt við Viborg HK.

NÚVERANDI FELAG? Eg spæli í Skjern Håndbold. Har spæli eg fast við næstbesta liðnum, sum er eitt U21-lið, ið spælir í 2. deild. Men gongst mær væl í einum tíðarskeiði, sleppi eg at venja við besta liðnum, har m.a. Kasper Søndergaard og Bjarte Myrhol spæla.

Eg byrjaði at spæla í d10

POSITIÓN?

UPPVAKSIN?

Málmaður

H71

HÆDD?

NÚVERANDI FELAG?

185 cm

H71, men eg byrji í danska fyrstudeildarfelagnum, Odder, í august.

VEKT?

POSITIÓN? Strika

HÆDD? 187 cm

VEKT? 94kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Sá altíð upp til íslendska strikuspælarin Robert Gunnarson. Nú royni eg at síggja upp til aðrar strikuspælarar, sum helst spæla ein stóran leiklut í verju eisini.

94kg

HEVUR TÚ NAKRA HONDBÓLTSFYRIMYND? Sum yngri sáð eg mest upp til Niklas Landin, men nú er mín fyrimynd Mattias Andersson, ið spælir við Flensburg-Handewitt. Mær dámar hann væl, tí vit eru nøkunlunda líka høgir, og hann prógvar, at ein kann spæla proffesionelt uttan at vera 2 m. høgur og bara fylla allan kassan. Eisini dámar mær sera væl hansara stíl, og eg haldi eg síggi meg eitt sindur aftur í honum.


32

Útheimurin er beint við

Pakka bilin, koyr á flogvøllin, parkera og kom avstað. Tað er skjótt og lætt Á www.fae.fo kanst tú fylgja við flogferðsluni, veðrinum, og til ber eisini at fylgja við á okkara vevkamera. Visti tú, at tú eisini kanst bíleggja flogferðaseðlar, hotell og leigubilar á www.fae.fo. Á www.dutyfree.fo kanst tú keypa vørurnar frammanundan. Bílegg, rinda, og vøran stendur klár á flogvøllinum.

VÁGA FLOGHAVN www.fae.fo

HJÁLP TIL BYRJAN AV VIRKSEMI Vit í SPEKT hava hollar royndir hesum viðvíkjandi og bjóða okkum fegin fram at ráðgeva tær. sansir.fo

Tá ið tú stovnar egið felag, gera ofta ítøkilig viðurskifti seg galdandi, ið krevja persónliga ráðgeving.

HETTA #HETTA ER KUNNU VIT EISINI GERA EIN FYRI TEG BLAÐLÝSING

Á heimasíðu okkara www.spekt.fo finnur tú bóklingin “Byrjan av virksemi”. Í faldaranum stendur í stuttum, hvat tú skalt hugsa um, tá ið tú stovnar egið virksemi.

Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn

Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35

spekt@spekt.fo www.spekt.fo

Kom avstað

SENDISTOVAN.FO


33 Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur

Skalt tú meta um framtíðina mást tú kenna fortíðina

CMYK: 0.100.80.0

WWW.JANUAR.FO

STYRK TEG! FYRSTA FLOKS ÚTGERÐ OG Pantone: 185 C

STUÐUL TIL TÍNA VENJING


34

MÓTSTØÐULIÐINI KILI Teir eru stórir og kropsliga sterkir. Kili hevur ein sera evnaríkan spælskipara, sum hevur eitt gott samspæl við strikuleikaran, ið er tungur og sterkur. Teir hava eina tunga 6:0 verju, har Føroyar mugu bjóða av við skjótum krossspæli fyri at loysa verjuna upp. Føroyar hava bestu útlitini í dystinum ímóti Kili. Møguleikarnir vera hildnir at vera móti helvt um helvt.

SUÐURKOREA Vitanin um liðið hjá Suðurkorea er avmarkað, men landið er sum heild ein sterk hondbóltstjóð og eftir øllum at døma, er U21-landsliðið eisini sera væl fyri. Teir spæla sera álopssinnað og skjótt spæl. Teir eru dugnaligir og skipaðir.

TÝSKLAND Týskararnir eru kropsliga væl fyri og hava vandamiklar spælarar á hvørjum einasta plássi. Teir spæla við einari rúgvu av renningum frá vongunum við skjótum bóltspæli runt, samstundis sum teir eru stórir og kropsliga sterkir. Teir skifta millum 6:0 og 3:2:1. Týskland er ein av favorittunum av vinna HM.

NOREG Norðmenn eru stórir og sterkir á øllum plássum. Norra hevur eitt gott lið, sum spælir skipað og væl. Teir flyta bóltin skjótt runt, og spælið tekur oftast støði í teirra høgrabakki.

UNGARN Menninir úr Ungarn eru eisini stórir og sterkir. Teir hava eina tunga 6:0 verju og spæla ágangandi krossspæl við ómetaliga góðum skjúttum. Teir hava góðar vongspælarar og ikki minst strikuspælara. Ungarn verður eisini mett at vera ein av favorittunum at vinna HM.


35 DYSTARSKRÁIN

18. juli, kl. 14.00

FØROYAR

KILI

20. juli, kl. 20.00

SUÐURKOREA

FØROYAR

21. juli, kl. 18.00

NOREG

FØROYAR

23. juli, kl. 18.00

FØROYAR

TÝSKLAND

25. juli, kl. 18.00

FØROYAR

UNGARN

SOLEIÐIS KANST TÚ FYLGJA VIÐ U21 MONNUNUM

www.hsf.fo

Hondbóltssamband Føroya

hsfsnap

handball_faroe_islands

SPANIA

UM ALGERIA Algeria er eitt lýðveldi í norðara partinum av Afrika og liggur út til Miðjarahavið. Algeria er størsta landið í Afrika við sínum 2,4 mió. ferkilometrum. Tað hevur landamark við sjey lond – Tunesia, Libia, Niger, Móritania, Vestursahara og Marokko. Íbúgvartalið er áleið 37,1 millión, av teimum búgva áleið 3,4 milliónir í høvuðsstaðnum Alger, har HM fyri U21-menninar verður hildið. Almenna málið er arabiskt, meðan franskt er næsta málið. Í 132 ár var Algeria fronsk koloni, men 5. juli 1962, eftir borgarakríggj og uppreistur í mong ár, fekk Algeria sjálvstýri. Milllum annað eru fótbóltsspælarin Zinedine Zidane og rithøvundurin Albert Camus, úr Algeria.

MAROKKO

VESTUR SAHARA

MÓRITANIA MALI

NIGER


36

„Útlendingar hava lítla virðing fyri okkum. Tað vil eg gera nakað við“ Tað verður sagt um hann, at hann tekur tyngstu byrðarnar u an hóvasták. Nú vil hann vísa øðrum, at føroyskir hondbóltsspælarar eru nakað serligt. Men frambrotið hjá Helga Hildarson Hoydal stendst ikki bara av áhaldni. Hann var heppin, at foreldur fóru sjálvboðin undir landsliðsarbeiði, og at treiskir hoyvíkingar slóðaðu fyri, so hann fekk sína hondbóltsuppaling í Hoyvík.


37


38

Orð Uni Holm Johannesen Myndir Miriam & Janus, Jens Kr. Vang

Tað kókaði í høllini á Hálsi hetta leygarkvøldið í januar. Gangurin frá alspentu áskoðarunum var øgiligur, meðan himmalfegnu og útlúgvaðu spælararnir savnaðust í einum trunka á gólvinum.

„Hetta er heilt, heilt, heilt einanstandandi! “, rópti sjónvarpsmaðurin Leivur Frederiksen í mikrofonina í øllum veitsluróminum. Føroyska U21-landsliðið hevði júst vunnið 29–28 á Finnlandi og spælt seg til heimsmeistarakappingina í Algeria.


39

Undangongumaður var Helgi Hildarson Hoydal. Við sínum ótamda ágrýtni hevði stríðsmaðurin úr Hoyvík vunnið seg í hjørtuni á føroyska fólkinum, skrivaði Sosialurin í ítróttablaðnum, sum kom á gøturnar dagin eftir. „TIL LUKKU! “ stóð við stórum og hvítum bókstavum á forsíðuni.  Helgi var ein støðug hóttan móti Ísrael

– Helgi hevði tað, sum okkum áskoðarum dáma. Hann helmaði ikki í og spældi sum tað stóð um lív. Hann táraði og hevði ilt við at finna orð í beinleiðis útvarpssamrøðum. Sum áskoðarar merktu vit, at hann legði nógv í tað. Bureaukratiski parturin av ítróttinum er í holt við at køva kantar og persónligheitir, men Helgi er eitt frískt íkast til føroyskan ítrótt sum heild. Tí skrivaði eg hasi orðini, at hann vann seg í okkara hjørtu, minnist tíðindamaðurin Tróndur Arge. Løtan á Hálsi var ikki bara heilt einastandandi, sum sjónvarpið varpaði beinleiðis út í føroysku stovurnar. Hon var søgulig. Hon var eisini størsta hendingin í føroyskum hondbólti nakrantíð. Ja, kanska í føroyskari ítróttasøgu í liðítrótti yvirhøvur, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann helt røðu fyri spælarunum á móttøku í Tinganesi dagin eftir.

EIN ONNUR TILVERA Tað eru ítróttaavrik, sum kløkka meira enn onnur. Tað fingu Helgi og liðfelagarnir skjótt at sanna, tá teir knáu hondbóltsdreingirnir úr fjarskotnu Føroyum høvdu bast javnaldrunum úr Sveis, Ísrael og Finnlandi á heimavøllinum í pinkulítla føroyska høvuðsstaðnum. Sigrarnir fóru sum tíðindafýrverkarí um allan hondbóltsheimin. Sjálvur fekk Helgi eina heilsan úr Russlandi í døgunum eftir søguliga avrikið. Í brævinum var ynskt honum og liðfeløgunum hjartaliga til lukku við avrikinum. Eisini varð boðað frá, at russiska hondbóltssambandið fór at skriva eina grein um stórsligna úrslitið á síni heimasíðu. – Frammanundan skiltu vit ikki reiðiliga, hvussu stór handan løtan í veruleikanum var. Dagarnir eftir góvu okkum eina greiðari fatan av, at hetta var nakað serligt, sigur Helgi Hildarson Hoydal. Atgongumerkið til heimsmeistarakappingina var eisini startskotið til eitt annað kapitul í lívinum hjá

hoyvíkinginum. Sinniligur og vágin er hann nú so smátt farin undir eitt nýtt tíðarskeið í sínum lívi. Motivatiónin er í topp. Tá hann hevur verið í Algeria og togast við nakrar av teimum, sum um nøkur ár verða millum heimsins bestu hondbóltsspælarar, flytur hann bústað av Móritsarvegi í Hoyvík til eitt skúlaheim í Aarhus, har hann fer undir víðari lestur. Hann letur tá tryggu føroysku stjørnutilveruna frá sær og setur púra ókendar kringumstøður í staðin. Hann verður stillaður aftur á null, sum hann sjálvur tekur til. Men hann hevur sett sær fyri at vísa dønum, at føroyskir hondbóltsspælarar eru úr heilt serligum tilfari.

ODDER SKAL UPP Á TINDIN Í april var greitt, at Helgi Hildarson Hoydal skal spæla við Odder í næstbestu donsku deildini. Henrik Gerster, sáli, hevði tá fingið starvið sum høvuðsvenjari, og hann ringdi til Hoyvíkar fyri at fregnast, um Helgi hevði hug at vera við í framskygdu tilgongdini at vinna lítla felagið upp í bestu deildina. Hoyvíkingurin var skjótur at taka av. Men stutt eftir andaðist Gerster brádliga. Sorgarboðini vóru sjálvandi ein harður smeitur hjá teimum øllum. – Gerster skuldi vera mín leiðbeinari í einum ókendum umhvørvi. Hann skuldi vera tað kenda í tí ókenda, men soleiðis verður tíverri ikki. Í so máta er støðan broytt nakað, sigur Helgi, ið er takksamur fyri kjansin, Gerster gav honum. Nú skal 30 ára gamli Jacob Trangeled hava ábyrgdina av liðnum úr Odder, sum hevur fostrað so frægan spælara sum Thomas Mogensen, ið hevur spælt 106 landsdystir fyri Danmark og nú umboðar SG Flensburg-Handewitt í Týsklandi. Fólkagrundarlagið er annars lítið. 11.500 fólk búgva í býnum, sum liggur nakað sunnanfyri Aarhus. Avtalan er, at Helgi verður partur av besta liðnum hjá Odder. Stendur hann seg væl, kann hann spæla seg til ein sáttmála. Tað er ein møguleiki, sum hann ætlar sær at troyta, tí donsku liðfelagarnir skulu varnast, at ein føroyingur er partur av hópinum. Helgi hevur nevniliga sett sær fyri at bíta tenninar saman og geva alt tað, hann eigur.


40


41 – Tá meini eg veruliga alt, sigur hann ásannandi, at virðingin fyri føroyskum ítróttafólkum er ikki altíð tann størsta í Danmark og aðrastaðni. – Eg vil fegin vera við til at broyta ta fatanina. Eg skal vísa, at vit hava ein serligan stríðsvilja í Føroyum. Serliga, tá tað ikki gongur eftir vild, skal eg vísa, at eg gevi ikki upp. Eg kasti ikki frá mær uttan bardaga, lovar hann.

SÁLARLIGT UMSKIFTI Heini Hanusarson heldur útlitini vera góð fyri, at Helgi fer at standa seg í donskum hondbólti. Hanusarson spældi sjálvur nógv ár í bæði bestu og næstbestu deildini í Danmark. Hann veit av royndum, at tann sálarligi parturin er ein avbjóðing hjá føroyingum, sum fara aðrastaðni at vísa seg fram. – Sum føroyingur í einum donskum felag, skalt tú vera sannførandi, um venjarin skal velja teg heldur enn ein dana við somu mentan, røtum og framtíð á staðnum. Tað er ikki sum at spæla í Føroyum. Har sita eingi foreldur á áskoðaraplássunum og busstúrarnir eru nógvir og drúgvir um alt Danmark, áðrenn tað røkist fyri spælitíð. Framburðurin kemur ikki eftir døgum ella mánaðum, men eftir nøkrum árum, ger fyrrverandi stórskjúttin vart við. – Men Helgi hevur allar fyritreytir at standa seg. Manshondbóltur er ein stríðsítrótt, og hann skal sum allir aðrir stríðast væl og leingi fyri at gerast millum teir bestu í kongaríkinum. Úr føroyskum hondbólti í næstbestu donsku deildina er eitt fet, men haðani upp í liguna er nógv størri. Er vilji er vegur, minnist Heini Hanusarson aftur á. Julian Jónsson Johansen, sum er venjari hjá Kyndli, heldur Helga vera millum bestu strikuspælararnar í

 Mynd: Jens Kr. Vang. Føroyum. Tá hoyvíkingurin fór at Pápi og sonur gera vart við seg í Føroyum var hálsfevnast

skotstyrkin ov svikalig, men hann hevur bøtt munandi um tann partin av spælinum nú. Men hæddin hjá Helga kann við tíðini verða ein avbjóðing í donskum hondbólti. – At spæla í næstbestu deildini í Danmark er eitt stórt umskifti í mun til bestu deildini í Føroyum. Men har eru flestu strikuspælararnir útivið tveir metrar langir, so tað kann verða ein vansi hjá honum. Tað kann eisini vera ein forðing á vegnum í bestu donsku deildina, heldur hann.

LØGDU SJÁLVBOÐIN LUNNAR UNDIR Helgi Hildarson Hoydal er partur av einum gyltum árgangi, sum hevur brotið upp úr nýggjum í føroyskum hondbóltshøpi. Ein árgangur, sum hevur fingið fyrimunir í gávu, ið aðrir ikki hava fingið. Meginorsøkin til tað skal helst finnast í heiminum hjá vinmanninum Jónasi Gunnarsson Djurhuus fyri sløkum 10 árum síðan. Foreldrini, Anna Dam og Gunnar Djurhuus, sum eisini er gubbi Helga, ásannaðu, at sonurin var fullkomiliga bitin av hondbóltsspælinum, og eftir teirra


42

tykki var tað ov lítið bara at venja við H71 vetrarhálvuna. Undir teimum fortreytunum birtist hugskotið at fara undir skipaðar venjingar eisini summarhálvuna. Verkætlanin mentist skjótt. Onnur feløg og sjálvboðin foreldur vildu vera við, og skjótt savnaðust teir bestu í landinum til felagsvenjingar á Skála, í Vestmanna og í Hoyvík tvær ferðir um mánaðin. Fyri at fíggja tiltakið, skuldi einstaki spælarin hava 50 krónur við til hvørja venjing. Seinni syrgdi Hondbóltssambandið fyri, at Hans Mikkelsen varð knýttur at hópinum sum kropsligur venjari. Í 2011 vóru spælararnir kannaðir og skrásettir, og ein ætlan var løgd fyri einstaka spælaran, so hann kundi mennast mest skynsamt. Øll hagtølini finnast enn. Gunnar kann sum ein av stigtakarunum nú staðfesta, at teir flestu, sum eru á U21-liðnum nú, vóru eisini við frá byrjan. – Fráfallið hevur verið sera lítið, sjálvt um fleiri teirra kundu staðið seg væl í øðrum ítróttagreinum, millum annað fótbólti, sigur hann. Árgangurin er eftir hansara tykki eitt dømi um, hvat kann koma burturúr dyggum stuðli, samanhaldið og viljanum at stríðast. – Áhugin og evnini hava verið serlig hjá teimum. Men talentið er ikki nokk. Tað skal hjúklast um og stuðlast fyri at spælararnir kunnu spretta, og í hesum førinum hava teir verið hepnir, tí fleiri foreldur hava verið virkin og stuðlað bæði sum venjarar og hjálparfólk, sigur Gunnar. Sjálvur var Helgi ikki tann, sum líktist burturúr hesi fyrsti árini, minnist Rói Berg Hansen. Sum neistamaður hevur hann verið mótstøðumaður hjá Helga, men sum landsliðsspælarar hava teir strevast við tunga arbeiðið undir liðini á hvør øðrum. – Helgi hevur altíð verið ein leiðari. Eg minnist hann ikki sum tað stóra talentið, men hann tók seg brátt fram, og nú er hann millum bestu strikuspælararnar og verjuspælararnar í Føroyum. Hann er ein fyrimyndarlig ímynd av hørðum arbeiði. Hann er álítandi, og tú veit altíð, hvar tú hevur hann, heldur Rói, sum ásannar, at hondbólturin hevur verið nógv meira enn bara eitt frítíðarítrív hjá øllum í hesum árganginum. Gróthørðu venjingarnar við teimum óteljandi endurtøkunum bera við sær, at hesin árgangurin nú

so smátt fer at gera vart við seg uttanlands. Eftir summarfrítíðina halda Hørður Trygvason og Brandur Halgirsson fram sum ungdómsspælarar í týska SG Flensburg-Handewitt, og Niklas Simonsen verður verandi í Skjern Håndbold. Helgi Hildarson Hoydal fer at spæla við Odder, Jónas Gunnarsson Djurhuus fer at spæla við Høj, og Rói Berg Hansen fer at spæla við FIF á Frederiksberg.

HOYVÍK ER NÚ GRUNDVØLLURIN Foreldrini fóru undir sjálvbodna landsliðsarbeiðið, meðan stóri fólkavøksturin tók dik á seg í Hoyvík. Hondbóltsfelagið tók samstundis eitt skarvslop og menti seg til at vera eitt lokomotiv í føroyskum hondbólti. Landsliðsspælararnir Helgi Hoydal, Jónas Gunnarsson Djurhuus, Hilmar Leon Jacobsen, Pætur Thomsen, Brandur Halgirsson og Hørður Trygvason, sum nú allir eru á veg til Algeria, eru millum teir fyrstu hoyvíkingarnar, sum bara hava fingið sína hondbóltsuppaling í Hoyvíkshøllini. Høllin varð tikin í nýtslu í 2002. – H71 fekk tá ein sterkari samleika, tí vit noyddust ikki til Havnar at venja, har eingin vildi vita av okkum í kappingini um venjingartímarnar, heldur Gunnar Djurhuus. Umstøðurnar hjá børnunum í Hoyvík at mennast vóru brádliga munandi betri. Við Hoyvíkshøllini kundi felagið taka sær væl av teimum ungu, og børnini hava eisini brúkt hvørt høvi at sleppa inn á vøllin at spæla. Úrslitini hava eisini verið góð. Tað er eyðsýnt, at H71 hevur verið við til at givið teimum ungu gott í beinini, tí farna kappingarár spældi yngra ættarliðið ein høvuðsleiklut, tá H71 vann bæði steypakappingina og landskappingina. – Tann gamla kenslan, sum eldru hoyvíkingarnir altíð hava havt við, at „alt situr í kjaftinum“ er nú skift út við kensluna av stoltleika. Orð verða nú víst í verki, heldur Gunnar, sum sjálvur spældi á besta liðnum hjá H71, tá felagið kom í fíggjarligt óføri eftir kreppuárini í 90unum. Mansliðið flutti tá niður í næstbestu deildina, ungdómsarbeiðið datt niðurfyri, og tað var upp á tal at halda uppat. Felagið hóraði undan og hevur síðan uppalt fleiri landsliðsspælarar, meðan aðrir standa á gáttini. Helgi Hoydal heldur, at sosiala umhvørvið í Hoyvík, og viðburðurin og mótburðurin á vøllinum hava verið við til at stoypa hann sum hondbóltsspælara.


43

FAKTA

Helgi Hildarson Hoydal er sonur Hildur Hermansen og Høgna Hoydal. Hann er 21 ár, føddur tann 1. mai 1996. Í 2012 fór hann á eftirskúla í Viborg. Har var hann í tvey ár.

 Helgi Hoydal roynir at steðga ársins toppskjútta og ársins áleypara, Filip Jojic.

– Tað mest avgerandi, sum barndómsfelagið hevur lært meg, er, at tað er ófatiliga umráðandi at hava góð fólk rundan um seg. Alt frá einum liðfelaga, tú kann styrkivenja við eftir venjing, til ein góðan og hjálpsaman hóp av foreldrum. Eisini havi eg lært at viðurkenna, at tað eru onnur, sum duga betur at loysa eina ávísa uppgávu enn eg, heldur Helgi.

KÁRI FÓR AV SKÚTUNI Ein teirra, sum hevur verið Helga og teimum ein hollur ráðgevi, er landsliðsvenjarin Kári Nielsen. Eitt skifti var hann eisini høvuðsvenjari hjá H71. Tí segði tað seg sjálvt, at spælararnir fingu ein hvøkk bara tvær vikur eftir søguligu dystirnar á Hálsi í undankappingini, tá Kári Nielsen brádliga segði seg úr starvinum sum venjari hjá U21. Hann tímdi ikki í holt við eina so stóra uppgávu, tá fortreytirnar ikki vóru nøktandi. – Vóru umstøðurnar í lagi, so helt eg fram, svaraði Kári fjølmiðlunum, tá hann var spurdur um orsøkina. Hann vildi ikki siga meira ítøkiliga, hvat hann meinti við. – Tað kom púra óvæntað, og eg fór sum tað fyrsta at hugsa um, hvussu tað fór at ávirka fyrireikingarnar og spælið hjá okkum, sigur Helgi. Konseptið er eisini tillagað hesar mánaðirnar síðan, at Sonni Larsen tók við sum landsliðsvenjari. Teir kennast væl, tí danski venjarin hevði eisini Helga undir hond í H71 farna kappingarár. Larsen hevur syrgt fyri, at verjuspælið á føroyska U21-liðnum er nú meira áleypandi enn tað hevur verið. Álopsspælið er í stóran mun tað sama.

– Broyting kann verða góð, og tað hevur eisini riggað væl, sigur Helgi. Spælarahópurin er í øllum førum brýndur og til reiðar. Sambært Juliani Jónsson Johansen kann føroyska liðið vinna á bæði Kili og Suður Korea í bólkaspælinum. Fjórða pláss kann geva víðari luttøku, og Føroyar eiga at miða eftir tí. Men ein treyt er, at Helgi spælur væl, tí hansara leiklutur er risastórur. Í verjuspælinum eigur hann høvuðsleiklutin, men eisini í álopsspælinum hevur hann nógv at skula sagt. – Um landsliðið skal gera seg galdandi í Algeria, so skal Helgi standa seg væl, tí hann er tann mest umráðandi spælarin á liðnum, heldur Julian Jónsson Johansen. Frambrotið er komið. 21 ára gamli Helgi Hildarson Hoydal hevur eftir fáum mánaðum ment seg til at vera millum bestu føroysku hondbóltsspælararnar. Hann hevur verið partur av besta liðnum hjá H71 síðan 2014, og tað tók sína tíð at vinna sær fast pláss. Áhaldni loysti seg, tí í fjør bragdaði av álvara. Brádliga trýtur ikki við góðum skotsmálum og viðurkenning frá øðrum, men høvuðspersónurin letur seg ikki taka av fótum. – Lovorðini eru góð, og tað hevur sjálvandi týdning. Men eg verði ikki harmur, um eg ikki fái ta viðurkenning, sum eg sjálvur haldi meg hava uppiborið. Eg eri sjálvviðurkennandi í so máta. Eg veit sjálvur, nær eg standi meg væl, og nær tað gongur minni væl. Eg dugi eisini at viðurkenna, tá eg ikki havi uppiborið eitt herðaklapp. So í tann mun kann viðurkenning frá øðrum bæði hava nakað at siga, og samstundis hava minni týdning, sigur Helgi Hildarson Hoydal.


57

lk

MOURITSEN´S BUSSAR 32

lk

Bussar til øll endamál Í Føroyum og uttanlands

Loysnir 214452

16

lk

vit byggja vit byggjatil karmar karmar til samanhald samanhald vit byggja karmar til samanhald

Tel 32 21 21 · mb@mb.fo

Hjá Búsetri er fremsta mál okkara at byggja og skapa til endamálið. Uttan mun til, um tað er stovnur, virki, sethús ella ítróttarhallir, er mál okkara, at góðskan og handverkið skal vera framúr er gott. At tað skal haldaatí nógv ár og og skapa skapa til trivna fyri teirra, summun tað til, er skapt til. Hjá Búsetri fremsta mál okkara byggja endamálið. Uttan um tað er stovnur, virki, sethús ella ítróttarhallir, er mál okkara, at góðskan og handverkið skal vera Setgott. teg í At samband okkum, ogársaman kunnu vit eisini skapasum tykkara dreymar. framúr tað skalvið halda í nógv og skapa trivna fyri teirra, tað er skapt til. Set teg í samband við okkum, og saman kunnu vit eisini skapa tykkara dreymar. Hjá Búsetri er fremsta mál okkara at byggja og skapa til endamálið. Uttan mun til, um tað Tel 355 830 | www.busetur.fo er stovnur, virki, sethús ella ítróttarhallir, er mál okkara, at góðskan og handverkið skal vera framúr gott. At tað skal halda í nógv ár og skapa trivna fyri teirra, sum tað er skapt til. Tel 355 830 | www.busetur.fo Set teg í samband við okkum, og saman kunnu vit eisini skapa tykkara dreymar.


Norðhavnin 8 · Postboks 329 · FO-726 Ánirnar · Føroyar · Tel. +298 20 70 00 · cig@cig.fo · www.cig.fo


46

Eg tími væl at gera okkurt skilagott – Gera vit tað sama sum hini, eru vit akkurát líka góð sum tey, og bæði vinnulív og onnur kunnu fáa íblástur frá ei nú U21-manslandsliðnum, tí er ei landslið ført fyri at gera tað, so kunnu onnur eisini gera tað, sigur nýggja forkvinnan í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen

Orð Hilmar Jan Hansen

Á aðalfundi í Hondbóltssambandinum 11. juni í fjør hendi eitt skifti í ovastu leiðsluni, tá Gunn Ellefsen tók við sum nýggj forkvinna. Formaðurin síðstu 10 árini, Kristian Johansen, hevði longu undan aðalfundinum boðað frá, at hann ikki stillaði uppaftur, so tí var greitt fyri øllum, at her fór at koma eitt skifti.


47


48

BYRJAÐI SEKS ÁRA GOMUL Hondbóltur er avgjørt ikki fremmandur fyri forkvinnuna í Hondbóltssambandinum, tí uppvaksin í Hoyvík, har hon eisini hevur búsett seg sum vaksin, slepst illa undan, at hondbóltsfelagið H71 fyrr ella seinni verður ein partur av lívinum – og hjá fleiri alt lívið. – Eg byrjaði longu sum seks ára gomul at spæla við H71, har vit tá bara høvdu eitt gentulið í deildini gentur 10, og so vóru kanska onkur eldri gentulið eisini í felagnum, men ikki nógv. Stórasystir mín, sum er hálvtfjórða ár eldri enn eg, spældi á tí liðnum, og har var so mikið rúmsátt, at pláss var fyri mær og eisini øðrum yngri. Har bleiv eg so við at spæla hondbólt, til eg kom upp í tannáringaárini og mundi vera eini 15 ár ella okkurt sovorðið, greiðir Gunn Ellefsen frá. – Tá í tíðini var alt ikki so væl skipað í H71, og tilboðið var ikki so fantastiskt, at man ikki kundi livað tað fyriuttan, men tað er nógv broytt seinnu árini. Fyrr vóru gentuliðini nógv vánaligari enn dreingjaliðini, og kvinnuhondbólturin var heldur ikki nakað serligt í Hoyvík. Nú er øðrvísi, tí tær, sum byrjaðu fyri einum 10 árum síðani og nú eru gentur 17, eru eitt produkt av einum miðvísum arbeiði í felagnum. Kanska eru gentur uppdrignar øðrvísi enn dreingir, men nú eru foreldrini akkurát líka svøk, óansæð um tað snýr seg um gentur ella dreingir. Tó uppliva vit framvegis, at tað eru fleiri gentur, sum falla frá og gevast við hondbóltinum alt ov tíðliga. Gunn er 41 ára gomul og saman við manninum, Jens á Skipagøtu, eigur hon tríggjar synir, sum eru sjey, 13 og 14 ára gamlir. Eftir at hava tikið student í Hoydølum, fór hon til Danmarkar at lesa, har hon tók eina kandidatútbúgving í jura í 2004 og flutti heimaftur. Gerandisdagur hennara er í Advokatfelagnum við Strond 4 í Havn, har hon hevur arbeitt sum advokatur síðani 2004. – Tá vit komu heimaftur, var tað nokk so skjótt, at onkur spurdi, um eg tímdi at koma upp í nevndina í H71, har tað enn var eitt sindur óskipað. Sjálv eri eg nokk so tolin av lyndi, men eg dugdi at síggja, at skuldu mínir dreingir fáa nakað burturúr, so mátti skil fáast á okkurt. Nú fekk eg so møguleikan sjálv at gera nakað við tað, greiðir Gunn frá. – Tað, at vit hava eitt gott felag í nærumhvørvinum, hevur nógv at siga fyri trivnaðin í einum øki, har tað ofta fyrst og fremst snýr seg um at hava ein skúla og so eitt ítróttarfelag, ið børnini kunnu samlast um og ganga uppí. Í nevndini kom eg at arbeiða saman við góðum

fólki, og hóast tað hevur verið eitt sindur av útskifting í nevndini millum ár og dag, so eru fólkini ongantíð farin so langt, tí tey eru framvegis í felagnum og rundanum.

SATSAÐU UPP Á VENJARAR Gunn minnist aftur á, at tey í felagnum onkuntíð tosaðu um, hvat tey vildu brúkt pengarnar til, um tey høvdu teir, og tá var niðurlagið altíð, at tey heldur vildu keypt venjarar enn spælarar. Tá so ein møguleiki var at gera okkurt, royndu tey í eina drúgva tíð at fáa Kára Nielsen og Birgir Hansen at koma til felagið sum venjarar, og at enda játtaðu teir eisini. – Okkara naiva lítla mál var, at vit skuldu hava góðar ungar spælarar, men áðrenn vit vistu av, høvdu vit vunnið føroyameistaraheitið, og tí fóru vit eisini at hyggja at, hvussu vit skuldu arbeiða víðari. Í mong ár hevði tað verið soleiðis, at mammur og pápar næstan noyddust at vera venjarar, tí eingin annar var, men nú vildu vit taka hondbóltin og serliga venjingina í H71 eitt stig víðari, sigur Gunn. – Fyrst kom Bogdan Burcea, ið var eitt slag av barna- og ungdómsvenjara í felagnum, og tað vísti seg at hepnast væl hjá okkum at fáa tingini betur skipað. Vit settu eina rúgvu í gongd, og fólk tóku væl undir við tí, samstundis sum tað bara legðist til við fólki og øll fegin vildu hjálpa til. Kanska var hetta bara rætta løtan, men eg haldi, at vit eisini byrjaðu í rætta endanum, tí vit valdu at brúka rættiliga nógvar pengar upp á venjarar, og eg haldi, at vit eisini hava sæð úrslit av tí. Ein trupulleiki var, at árgangirnir vóru blivnir so stórir, at tað ikki ordiliga bar til at lata venjingina upp í hendurnar á bara sjálvbodnum foreldrum. Gunn sigur, at meðan eitt foreldur kanska kann venja ein árgang upp  Gunn Ellefsen og Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.


49

av hondbóltinum og hvussu hann er skipaður, so sum mest fæst burturúr. Og tað skilist eisini á lagnum, at hon hugagóð hevur tikið á seg uppgávuna at standa við ovastu leiðsluni í Hondbóltssambandinum. – Tá Kristian Johansen nú tosaði um at gevast, var tað akkurát upp á sama máta, sum tá eg kom upp í nevndina hjá H71, at tað var onkur, sum spurdi meg, um eg hevði hug at loysa av. Tað helt eg vera ordiliga spennandi – ikki minst, tí tað hevur verið ordiliga nógv gongd í Hondbóltssambandinum, so tað var sum at koma upp í eitt tok, ið koyrir frammanundan, sigur hon. – Eg havi tað soleiðis, at eg tími væl at brúka mína tíð til okkurt skilagott, tá eg ikki arbeiði, so eg segði bara ja. Eisini visti eg, at har sótu góð fólk frammanundan og at tað vóru fleiri onnur, sum vildu koma upp í starvsnevndina, og sum tað kundi vera hugaligt at arbeiða saman við. Gunn vísir eisini á, at ein stórur munur á einum hondbóltsfelag og so Hondbóltssambandinum er, at har er ein umsiting, sum í nógvar mátar ger arbeiði hjá nevndini eitt sindur lættari, so nevndin í grundini bara skal hugsa um at seta út í kortið, tí har er onkur til at gera tingini.  Gunn Ellefsen og fyrrverandi íslendski landsliðsspælarin, Dagur Sigurðsson

á 15 børn, so krevist ein onnur tilgongd, tá talan verður um eini 30–40 børn. – Tá talan er um stórar bólkar, er neyðugt við fakligum grundarlagi og helst eisini royndum, so vit valdu at hava ein løntan venjara, ið bleiv Flemming Oliver Jensen, sum kom úr Danmark til Føroya. Vit sóu beinanvegin, at hetta var nakað heilt annað, tí hann var øgiliga fokuseraður og fekk allar spælararnar at vera í gongd í senn, so teir vóru sum meyrur á vøllinum. Har var einki við, at nakar slapp at standa ov leingi og ikki var við, so hetta var eisini nýtt fyri okkum, sigur Gunn og greiðir frá, at tá birtist eisini tankin um, at ein sovorðin hondbóltsmennari ikki bara skuldi vera til gleði og gagn í Hoyvík. – Samstundis sum vit í H71 høvdu nøkur mál, ynsktu vit eisini, at Hondbóltssambandið fór at leggja síni ting soleiðis til rættis, at ambitiónirnar kundu koma úr erva, og tí spurdu vit HSF, um áhugi ikki var fyri at fáa eina yvirskipaða spælaramenning, so eisini onnur kundu fáa gleði av, at vit fingu ein sovorðnan kapasitet til Føroya. Tí bleiv tað til, at bæði vit og HSF fingu nyttu av Oliver og kundu fara inn í eitt gott samstarv.

BRÚKA TÍÐINA SKILAGOTT Eingin ivi er um, at Gunn Ellefsen hevur bæði eitt og annað upp á hjarta, tí hon tykist eldhugað og upptikin

– Tað eru øgiliga nógv fleiri pengar at arbeiða við í HSF, men samstundis eisini øgiliga nógv, ið krevur pengar. Tá tú ert í nevndini í einum felag, so eru øll øgiliga samd um, at vit elska felagið og okkara nevnd, men í HSF eru 13 feløg, sum eiga HSF, men innanhýsis hava sítt stríð og kanska eisini berjast eitt sindur um uppmerksemi. Tað sigur seg sjálvt, tí tey hava jú eisini ymiskan tørv, sigur Gunn. – Summi smærri feløg tendra kanska ikki so nógv upp á landsliðsarbeiði, tí tey hava meira brúk fyri at organisera seg sum best, meðan onnur størri feløg kanska leggja størri dent á at HSF leggur kappingina ordiliga og annars hava nøkur onnur krøv. Vit sum nevnd mugu so tryggja okkum, at avgerðirnar eru sakliga og skilagott grundaðar, tí nú snýr tað seg altso ikki bara um, hvørjum man heldur við ella hvat er best fyri tíni egnu børn. Nýggja HSF-forkvinnan sigur ta stóru avbjóðingina vera, hvussu tú fært feløgini at taka undir við tí, sum verður gjørt, tí tað er fortreytin, skal tað bera til at flyta føroyskan hondbólt fram á leið. Her er meginreglan um at lyfta í felag galdandi, tí avbjóðingarnar tróta ikki. – Mínir dreingir droyma um at liva av hondbólti og at spæla á landsliðnum, og í dag hava børnini sovorðnar ambitiónir, uttan at vit flenna eftir teimum fyri tað. Tað


50

 Mynd: Heinesen Myndir

er ein sannroynd, at gera vit tað sama sum hini, eru vit akkurát líka góð sum tey, og bæði vinnulív og onnur kunnu fáa íblástur frá eitt nú U21-manslandsliðnum, tí er eitt landslið ført fyri at gera tað, so kunnu onnur eisini gera tað, sigur Gunn Ellefsen, ið fegin vil vera við til, at tað skal „bera til“, sum hon málber seg. – Eg veit, at øll fara ikki at eydnast og røkka tindin, men man skal ikki forsmáa „forventningens glæde“, tí at spæla hondbólt ella at íðka ítrótt sum heild, er gott fyri tey – bæði sunt og heilsugott. Tað er eisini ein vinningur, ið eigur at telja nógv í samlaða roknistykkinum.

STØÐUGT LANDSLIÐSVIRKSEMI Sjáldan hevur nøkur hending varpað so nógv ljós á føroyskan hondbólt, sum avrikið hjá U21-landsliðnum í januar mánaði, tá tað eydnaðist at vinna allar dystirnar í sínum bólki í HM-kappingini og harvið tryggjað sær eitt beinleiðis atgongumerki til HM-endaspælið, sum verður í afrikanska landinum Algeria í juli mánaði. – Tað er sjálvandi eisini nakað, eg hoyri nógv um, har eg komi, og onkur hevur enntá spurt, um „málið“ er nátt, nú tað er eydnast at fáa U21-landsliðið við til eitt HM-endaspæl. Nei, tað er tað ikki, tí tað í sjálvum sær er ikki sjálvt málið fyri tí, vit arbeiða við. Eg vil venda tí hinvegin og siga, at hóast vit gjørdu alt rætt, so ganga

helst 20 ella 30 ár aftrat, áðrenn vit finna útav, um vit veruliga røkka á mál, sigur Gunn. – Sjálvandi hevur tað ótrúliga nógv at siga, at vit hava støðugt og framhaldandi landsliðsvirksemi, tí vit hava bæði sum land og tjóð skyldu til at brúka teir møguleikar, vit hava, og er landsliðsarbeiðið ikki støðugt, er tað so skjótt, at árgangir detta niður ímillum. Vit vilja hava, at børn og ung skulu spæla hondbólt, tí tey elska at spæla hondbólt, og tey skulu hava møguleikan at koma á landsliðið, tí tey tíma at venja. Tað er í grundini so einfalt, tí venjingin er einasti mátin, vit kunnu koma fram uppá. Gunn Ellefesn vísir á, at fyri hennara viðkomandi liggur áhugin ikki bara í teimum stóru og høgu málunum, tí sjálvt um tað er heilt øgiliga stuttligt at vinna, er tað gerandisdagurin, ið drívur hana. – Har eru øll hesi smáu tingini, ið gera, at tú sært, at nøkur ting hanga saman. Tað allarstuttligasta er at síggja sjálvt tey smæstu taka seg fram, tí tey eru so illa fyri, tá tey byrja og duga ikki so nógv, men eru skjót at læra. So verða tey fangað inn í ein felagsskap, sum hevur so nógv at siga, tí tað hevur so stóran týdning fyri eina familju, at tey eru partur av onkrum, tí tað gevur so øgiliga nógv, sigur hon.


51

– Tað, sum hesi ungu fáa umvegis hondbóltin, eru upplivingar, sum tey sjálv mugu skapa, so her er aftur eitt element av uppaling inni í myndini. Vit skulu heldur ikki vera bangin fyri at geva teimum ungu uppgávur, tí tey skulu nokk vaksa við teimum.

LANDIÐ SKULDI TAKKAÐ Her ímóti endanum á samrøðuni vendir Gunn aftur til tann týdning, hondbólturin eisini hevur uttan fyri strikurnar á vøllinum, tí tað er fleiri ferðir staðfest, at tað hevur eina sunna og gagnliga ávirkan á bæði heilsu og atburð, at tú íðkar ítrótt. – Millum annað hava tvær íslendskar kanningar um rúsdrekka og royking víst, at rúsevni eru minkað í stórum síðstu 20 árini, og tú finnur næstan ikki 14 ára gomlu børn longur, sum roykja og drekka. Tað er alt samalt eitt beinleiðis úrslit av teimum ítróttarligu tilboðunum, sum eru, sigur hon. – Øll eru bundin av onkrum, so vit kunnu akkurát tað sama royna at fáa okkara ungu at síggja virðið í teimum sunnu tingunum, tí tað hevur jú víst seg at verða ein sannroynd, at venur tú nógv, so verður tú bundin av tí. Júst av tí sama heldur Gunn Ellefsen eisini, at ítrótturin eigur at kenna sítt sanna virði, tí tað gevur onga

meining, at fólk úti í feløgunum og aðrastaðni eru so eyðmjúk og takksom, tí politikararnir onkuntíð finna fyri gott at lata eitt oyra dryppa av til ítróttararbeiði. – Alt virksemið hjá Hondbóltssambandinum javnvigar við umleið fimm milliónum krónum, harav fíggjar landið bara 300.000 krónur við stuðli. Tórshavnar kommuna hevur harumframt stuðlað í sambandi við altjóða kappingarnar, sum vóru í desember og januar, men annars er nógv tann størsti parturin pengar, sum hondbólturin sjálvur fær útvegað sær frá stuðlum og øðrum, sigur hon. – Í veruleikanum eru tað ikki vit, ið skulu bukka og takka fyri tær krónurnar, vit fáa frá tí almenna, men heldur átti tað at verið øvugt, at tað vóru myndugleikarnir, ið takkaðu ítróttinum og tað stórt eisini. Virdu myndugleikarnir tað risastóra og sjálvbodna arbeiðið, ið verður gjørt, skuldi talan ikki verið um eina millión, men um nógvar milliónir, ið tað var sjálvsagt at lata, afturfyri at ítrótturin bæði tekur á seg ein uppalandi leiklut og ger eitt ovurstórt fyribyrgjandi arbeiði, samstundis sum tryggjað verður, at børnini og tey ungu hava nakað sunt og heilsugott at ganga uppí.


52

Margrið og Kristian í fremstu røð

Tvær nýggjar hallir ávegis

Føroyar gera ikki bara um seg á sjálvum leikvøllunum. Margrið Weihe og Kristian Johansen eru bæði altjóða eygleiðarar. Tey sita og halda skil á við dómaraborðini til dystir á hægsta stigi í Evropa.

Komandi kappingarár fær hondbólturin betur umstøður. Ofta er trupulleikin hjá feløgum at ikki fáa nokk av venjingartíðum, serliga í høvuðsstaðnum, men tann tørvurin verður ikki eins átrokandi, nú tvær hallir eru undir bygging í Havn.

Kristian Johansen, sum er fyrrverandi starvsnevndarformaður í HSF, var í juni eygleiðari ella „delegate“, sum tað eitur í altjóða hondbóltshøpi, til Final4 í EHF Cup hjá monnum, ið var í Göppingen í Týsklandi. EHF Cup hjá monnum er kappingin fyri steypavinnararnar, og tey liðini, sum eru næst í røðini eftir tey, sum vinna sær luttøku í Champions League.

Høllin á Hálsi, sum verður bygd sum ein tvíhøll, er væl ávegis og eftir ætlan stendur hon liðug og klár til nýtslu um árskiftið.

Uppgávan hjá einum altjóða eygleiðara er, umframt at halda skil á undir sjálvum dystunum, at halda skil á øllum rundan um ein hondbóltsdyst – at umstøðurnar eru í lagi, at klæðir uppfylla krøvini v.m. og annars vera umboð hjá EHF á staðnum.

Við tvíhøllini verður talan um ein ítróttadepil, ið enn betur kann virka sum tjóðarhøll, tá finalur og altjóða dystir skulu spælast. Ímillum hallirnar verður ein dúkur ella net, ið kann togast burtur, so hallirnar kunnu samspæla til serlig høvi. Til eitt nú steypafinalur og landsdystir er ætlanin at hava ein hondbóltsvøll í miðjuni, ímillum báðar hallirnar, so rúm er fyri fleiri áskoðarum. Tveir áskoðarapallar skulu ætlandi vera, sum kunnu flytast, umframt tey vanligu áskoðaraplássini. Við øllum verða millum 1600 og 1800 áskoðarapláss. Í nýggju høllini vera eisini onnur rúm, sum geva bæði spælarum og áskoðarum betri umstøður. Millum annað er ein kjallari undir høllini, 400 fermetrar til støddar, við stórum høli, køki og vesum, sum dagliga eru ætlaði til judo, borðtennis og kampítrótt v.m., men sum til serlig høvi kann brúkast til onnur endamál. Høllin á Argjum verður bygd uppí verandi hálvu høll á Skúlanum á Argjahamri, so talan verður um eina høll við fullum hondbóltsbana. Nýggja høllin verður eftir ætlan liðug og klár til nýtslu í august. Høllin hevur 200 sitipláss, men lagt er upp til, at fleiri fólk kunnu rúmast, tí høllin er stór og rúmlig. Serliga verður høllin kærkomin hjá hondbóltsfelagnum á Argjum, ÍA.  Høllin á Hálsi er nú ein tvíhøll


HONDBÓLTUR JUNI 2017

53

Christoffur hevur leiðsluútbúgving í hondbólti Venjarar og dómarar skulu halda seg dagførdan við nýggjum skeiðum, men eingin krøv eru til umsitingarliga partin í einum ítróttarfelagi, hóast ábyrgdin á tí økinum er stór.

marknaðarføring, stuðlar, miðlar og samskifti. Christoffur hevur verið í Køln tríggjar ferðir í samband við lesturin. Restin er sjálvlestur. Christoffur sigur, at nógv er komið burturúr. – Eg havi fingið nógv amboð at arbeiða við, hvussu eitt hondbóltbóltsfelag kann rekast. Eg havi lært um nógv, ið eg ikki havi hugsað um áður, ið er sera týdningarmikið, tá tað kemur til stuðlar, marknaðarføring, lógir í hondbólti og mangt annað. At hava gingið í flokki saman við fólki, ið sita í ovastu rók í feløgum kring Evropa, hevur eisini givið nógv. – Nógv vitan var deild, og hóast man kanska heldur, at føroyskur hondbóltur er lítil í mun til aðrastaðni, so kann nógv av tí sama gerast her heima. Eg havi fingið eitt sera gott netverk, sum eg altíð kann venda mær til.

Eg havi fingið nógv amboð at arbeiða við, hvussu eitt hondbóltbóltsfelag kann rekast Christoffur heldur, at fleiri manglar eru á umsitingarliga partinum í fleiri føroyskum feløgum. – Ítróttarfeløg hava neyðturviliga ikki somu mál sum fyritøkur við sølu fyri eyga, og tískil skulu feløg ikki drívast á sama hátt. Støðið á heimligu kappingini er á góðari leið, men feløgini kunna avgjørt flyta seg enn meira strategiskt, soleiðis at m.a. ymsar raðfestingar gerast betri. Har við hækkar støðið hjá leikarunum í tí einstaka felagnum, og seinni í øllum deildunum.

Christoffur við próvnum í hond uttan fyri ítróttarlærustovnin í Køln 

– Eg havi siti í nevndini í Kyndli í hálvannað ár. Tú kennir teg ofta beran, bæði ástøðiliga og praktiskt, tá tað kemur til stuðlar, tað fíggjarliga og aðra ítróttarumsiting, sigur Christoffur Gert Nielsen, sum tískil hevur tikið útbúgvingina, European Handball manager, ið er ein umsitingarlig leiðsluútbúgving innan hondbólt. Evropeiska hondbóltssambandið, EHF, og Forum Club Handball, FCH, samstarva um utbúgvingina við ítróttarlærustovnin í Køln. Útbúgvingin er skipað í fimm modulir og telir 10 ECTS. Fakini eru fíggjarviðurskifti, løgfrøðilig krøv til liðítrótt, hondbóltsleiðsla,


54


55

Kjartan ætlar avstað aftur Hóast tað bara bleiv til ei hálvt ár í Team Sydhavsøerne, áðrenn Kjartan Johansen vendi heima ur til barndómsfelagið StÍF, hevur hann ikki mist mótið, men ætlar at royna hondbóltseydnuna u anlands a ur eina aðru ferð.

Orð Hilmar Jan Hansen

Sum hjá so mongum strandingum, hevur hondbólturin verið ein sjálvsagdur og náttúrligur partur av lívinum hjá 21 ára gamla Kjartani, sum serliga í faðirættina man hava ein stóran part av áhuganum og evnunum. Pápi hansara er Pole J. Hansen, sum í mong ár var ein av drívandi kreftunum á mansliðnum hjá StÍF, og so eru pápabeiggjarnir, Elias og Poul Enok, sáli, eisini kend nøvn frá føroyskum hondbólti. – Eg minnist ikki nógv til, at pápi mín hevur spælt í bestu deildini, men eg havi nokk sæð hann spælt við 1. og 2. deild. Og so havi eg eisini tvær systrar, Poula og Ninna, sum báðar hava spælt, og har hevur serliga Ninna altíð verið ein lítil fyrimynd hjá mær, sigur Kjartan. Fyri einum ári síðani eru foreldur hansara, Selma Johansen og Pole J. Hansen, flutt aftur inn til Sjóvar, haðani tey eru, men øll barnaárini hjá Kjartani vóru úti á Strondum, har tey búðu tá, og har blivu eisini fyrstu hondbóltarnir kastaðir. – Vit spældu bara fótbólt í skúlanum, men afturfyri spældu vit altíð hondbólt í kjallaranum hjá okkum. Har var ein lítil gongd, sum vit spældu í, og har vit brutu einar hundrað lampur og perur, sum vit leikaðu í. Vit plagdu at vera fleiri dreingir, og eg kann nevna Allan Norðberg og Pætur Johansen sum tveir av fleiri, ið komu nógv inn hjá okkum, men har vóru eisini nógvir aðrir, sigur hann. – Tá tað so bleiv til hondbólt í StÍF, var tað sum oftast Marian Cirluganescu, ið vandi okkum, men var hann so upptikin av øðrum liðum, tá vit skuldu spæla dyst, vóru tað vanliga pápi mín og pápi Eyðbjørn, Eirikur Joensen, ið tóku um endan. Eg minnist ikki ordiliga, nær eg eri byrjaður, men haldi, at eg havi verið eini átta ára gamal. Kjartan vísir á, at har vóru tveir sera góðir árgangir hjá StÍF, sum var hansara árgangur og so tann, ið var eitt ár yngri, sum vóru rættiliga góðir saman, so teir vunnu greipuna í 2010, umframt at teir vóru føroyameistarar í dreingum 12 og dreingjum 18.


56 sigur Kjartan, ið ikki minst frøist um tann stuðul, U21landsliðið fekk hasar dagarnar. – Ja, tað var ordiliga stuttligt at síggja, at eitt heilt land var saman um tað, og aftaná vistu øll, hvørjir vit vóru, og fleiri dagar aftaná komu fólk yvir til mín fyri at siga tillukku. Tað var øgiliga stuttligt og stórt fyri okkum, men eisini fyri føroyingar sum heild, tí tað nú gekst so væl. Hetta vóru dagar, har tú veruliga føldi, at allan tann súra venjingin hevði loyst seg og kom okkum til góðar, tá vit høvdu mest brúk fyri tí. Hann sigur, at øll hesi árini hevur tað verið ein føst stamma upp á einar sjey til tíggju spælarar, sum hevur verið við allan vegin, men at so eru aðrir komnir aftrat so líðandi.

 Kjartan fekk álvarsligan skaða í hondina ein mánað áðrenn HM og hevur tí ikki vant við í øllum bóltavenjingunum

– Vit vóru øgiliga góðir um 10–12 ára aldur, men fullu so eitt sindur niður í dygd um 14–16 ára aldur, men komu so uppaftur, og fleiri av teimum síggjast eisini aftur á FTZ-liðnum hjá StÍF nú, umframt at fleiri aðrir sjálvandi eisini vóru við hesi árini, uttan at allir tó hava gjørt so nógv við hondbóltin síðani, sigur hann.

STUTTLIGIR DAGAR Tá U21-landsliðið í januar framdi sítt stóra bragd og megnaði at vinna sín undankappingarbólk og tí kemur við til HM-endaspælið, sum verður í afrikanska Algeria í juli, var Kjartan Johansen ein av spælurunum. Ikki minst var hann drepandi effektivur, tá hann ferð eftir ferð leyp inn av høgra vongi og setti bóltarnar í málið. Dagarnir í januar, tá U21-landsliðið veruliga gjørdi um seg og skapti eina stóra hondbóltssensatión á heimavølli við at vinna seg í HM-endaspælið, standa sjálvandi enn ljóslivandi í minninum hjá teimum flestu, og spælararnir eru so avgjørt einki undantak. Kjartan Johansen stórsmílist, tá vit biðja hann seta orð á fyrsta vikuskiftið á árinum, har teir byrjaðu við torførasta dystinum, sum var ímóti Sveis, og síðani spældi ímóti Ísrael og Finnlandi – og endaðu altso við at vinna allar tríggjar dystirnar. – Tað vóru nakrir fantastiskir dagar, og hatta var kanska tann størsta hondbóltsupplivingin, sum eg havi havt yvirhøvur. Bara tað, at vit skulu til Algeria í summar at spæla um heimsmeistaraheitið, er heilt ótrúligt,

– Tað vísir seg, at teir nýggju fella væl inn, og tí eydnast okkum at halda fast um tann góða andan á liðnum, tí samanhaldið er heilt einastandandi. Eingin ivi er um, at tað eisini er ein stórur partur av orsøkini til, at tað gekk so væl hjá okkum hasar dagarnar, sigur Kjartan. – Vit vistu, at tann fyrsti dysturin ímóti Sveis fór at vera avgerandi, tí tað var sterkasta mótstøðan, vit kundu vænta okkum, men tá vit vunnu hann – enntá við fýra málum – vóru vit greiðir yvir, at her var altso ein møguleiki at fara allan vegin og eisini vinna á Ísrael og Finnlandi. Har var hetta einastandandi samanhaldið veruliga ein dygd, ið bar okkum á mál. Úrslitið er, at Føroyar frá 18. til 24. juli í EMendaspælinum í Algeria skulu spæla ímóti Chile, Suðurkorea, Norra, Týsklandi og Ungarn, og har reglurnar eru soleiðis skrúvaðar saman, at fýra av teimum seks liðunum koma víðari. Tey londini, sum ikki teljast millum 16 tey bestu eftir bólkaspælið, skulu síðani spæla um plaseringarnar frá nummar 17 til 24.

KOM HEIMAFTUR Tað var ikki bara U21-landsliðið, sum var á skránni hjá Kjartan Johansen í januar mánaði, tí um sama mundið valdi hann at koma heimaftur til Føroya, eftir at hava roynt seg í donskum hondbólti. Fyrru helvt av farna kappingarári var Kjartan Johansen í danska felagnum, Team Sydhavsøerne, sum spælir í næstbestu deildini í donskum manshondbólti, men kom altso heimaftur og spældi so við StÍF seinnu hálvu av kappingarárinum. – Orsøkin til, at eg yvirhøvur fór av landinum, liggur nøkur ár longur afturi, tí í staðin fyri at ganga 10. flokk í Føroyum, fór eg saman við øðrum niður til Viborg at ganga á eftirskúla. Vit vóru Jónas G. Djurhuus, Helgi Hildarson Hoydal, Niclas Simonsen og eg, og vit fingu allir tilboð um at fara víðari, men tað var bara Helgi, ið tók av. Hann tók so fyrsta árið á handilsskúla í Viborg, men eg iðraði meg aftaná um, at eg ikki eisini tók av, tí eg havi altíð viljað sloppið avstað, sigur Kjartan. Hann kom so heimaftur og fór á handilsskúla, og tað var millum nakrar royndir har, at hann fekk møguleikan at koma til royndarvenjing hjá Team Sydhavsøerne, sum


57 VIL ROYNA AFTUR Endin varð so, at Kjartan Johansen tók ta avgerð, at hann vildi heldur sleppa heimaftur, og hóast teir í Team Sydhavsøerne ikki vóru serliga glaðir fyri tað, fekk hann mestsum beinanvegin flutt spæliloyvið heim, tí hann ikki hevði spælt í ein mánað. – Tað var eisini nógv lættari at koma heim, tí eg slapp at spæla beinanvegin, og so mátti eg bara taka tað, sum tað kom, at eg boðaði felagnum nokk so seint frá, at eg ikki hevði hug at halda fram. Millum landsdystirnar hjá U21-landsliðnum og A-landsliðnum í januar mánaði, tá eg var heima til báðar undankappingarnar, gav eg Team Sydhavsøerne boðini, sigur hann.

 Føroyar vann 29–28 á Finnlandi í avgerandi dystinum um HM-luttøku. Kjartan Johansen skeyt fýra mál.

setti seg í samband við hann, og hesa ferð var hann skjótur at taka av, tá møguleikin kom. – Tað var ein fantastisk uppliving, tí eg tími øgiliga væl at spælt hondbólt, og hetta var á nógv hægri stigi, enn eg havi roynt áður, og eftir stendur, at eg havi lært nógv sum spælari og persónur, tí eg fór einsamallur avstað og mátti tí gera mær tær royndir, at tað kanska ikki var so snilt. – Eg búði fyrst í tveir mánaðir í einum summarhúsi, har eg var fullkomuliga fyri meg sjálvan, meðan eg bíðaði eftir at sleppa inn í tað húsið, har eg skuldi búgva, tí har vóru eingir møblar. Tá eg síðani flutti eg inn til Rødby at búgva, var tað lítið øðrvísi, tí tað var ein lítil býur, har tað var ringt at koma í samband við fólk ella at fáa vinir. Heldur ikki fekk eg nakað arbeiði, annað enn tríggjar vikur sum fólkaskúlavikarur og tríggjar vikur í vínhandli, sigur hann. – Tað, sum var rundanum, var snøgt sagt ikki ordiliga nøktandi, so eg hevði í veruleikanum bara hondbóltin at halla meg til, og sum eg eisini tímdi ordiliga væl, og sum gjørdi, at eg fekk hildið út. Men eisini í sambandi við hondbóltin kundi tað vera bæði strævið og langligt, tí tvær ferðir um vikuna skuldi Kjartan koyra aftur og fram úr Rødby til Keypmannahavnar at venja, tí allir á liðnum búðu har, uttan hann og tveir aðrir. – Tað var sjálvandi ein avbjóðing at vera við, tí spælararnir niðri eru rættiliga nógv betri fyri kropsliga og tá vit tosa um konditión, og ferðin er nógv hægri, enn vit eru von við í Føroyum. Tí visti eg eisini, hvat eg skuldi arbeiða við, um eg skuldi taka meg fram og vinna eitt pláss á liðnum, so eg eri slett ikki komin tómhentur heimaftur, men kenni meg sjálvan betur og kenni møguleikarnar fyri menning.

– Allíkavæl helt eg ikki, at eg var órímiligur, tí eg helt ikki, at teir høvdu hildið alt tað, sum teir skuldu. Tað bleiv kanska eitt sindur ringur stemningur okkara millum av tí, tí teir hildu sjálvandi, at teir høvdu gjørt sítt, men vit samdust ikki, og eg hevði í øllum førum tikið mína avgerð, so har vendist ikki aftur. So eg trúgvi lítið uppá, at Team Sydhavsøerne aftur verður mítt felag, og hugurin er heldur ikki ordiliga til tað – og so trúgvi eg heldur ikki, at teir vilja hava meg aftur eftir hetta. Sjálvur stúrir Kjartan ikki fyri síni hondbóltsframtíð, tí hann staðfestir, at hann hóast alt hevur fingið eitt nokk so breitt netverk, og kennir ymsar spælarar og venjarar, bæði í Føroyum og aðrastaðni, og at fleiri hava bjóðað sær til at hjálpa, vil hann sleppa avstað aftur. Kjartan sigur seg vera vísan í, at hann seinni fer at royna aftur, og at hann tá kanska fer eftir at kombinera tað at taka eina útbúgving og at spæla hondbólt. – Nú havi eg so gjørt mær mínar royndir, og skuldi eg givið nøkur ráð, so er tað bara at leypa út í tað, men allíkavæl við skili í. Eg havi lært, at tú noyðist at seta nøkur krøv, áðrenn tú fert, tí tað nyttar einki at fara, um ikki arbeiði ella løn frá felagnum er upp á pláss áðrenn. Eru tey viðurskiftini ikki í ordan, so verða tað bara foreldrini, ið mugu spaða til, og tað er ikki serliga stuttligt, tá tú kanska ert 20 ára gamal og veitst, at tú eigur at klára teg sjálvan, sigur Kjartan. – Sjálvur dámar mær ikki at geva upp, so tí var tað nokk so hart, at eg mátti gevast í Team Sydhavsøerne. Men hinvegin, so hevði eg ikki hug at skula steðga á míni hondbóltsleið, so tí valdi eg at koma heimaftur til StÍF fyri at fáa spælitíð og sjálvsálit aftur. Men málið er framvegis at sleppa avstað aftur, og hugurin er eisini til tað. Har havi eg tó lært, at tað er ein avgjørdur fyrimunur, um tú fert avstað saman við einum øðrum, sjálvt um eg veit, at tað kann vera torført at finna feløg við ambitiónum, sum hava brúk fyri tveimum føroyingum. At fara einsamallur er hvørki lætt ella stuttligt, so tað vil eg í øllum førum ikki viðmæla.


58

Hondbólturin var flaggskipið Hondbóltsspælið tekur seg upp í Føroyum í 30-árunum. Tá hevur henda ítró agreinin, ið hevur sín uppruna í Danmark, eini tretivu ár á baki.

Orð Suni Merkisstein

Fyrsta hondbóltsfelag í Føroyum er Neistin, sum verður stovnaður í Havn í 1931. Árini eftir breiðist spælið út um landið, og onnur feløg verða stovnað. Hondbóltur verður spældur úti í nógv ár og er tí summarítróttur. Kvinnurnar ganga undan tey fyrstu árini, men so við og við taka menninir eisini táttin upp. Ítróttasamband Føroya verður stovnað í 1939, og straks verða ætlanir lagdar um eina skipaða landskappinging. Byrjað verður undir krígnum. Sjey kvinnulið og fýra manslið eru við tað fyrsta árið, men longu árið eftir - í 1944 - er luttøkan gott og væl tvífaldað. 26 lið - kvinnur og menn - kappast í tveimum deildum. Lið verða mannað eitt nú í Porkeri, Sandvík, Húsavík og enntá í Skúvoy. Venjarar vóru eingir, men nøkur, sum høvdu spælt í útisetaárum í Danmark, breiddu sín kunnleika fyri spælinum út, tá ið tey komu heim aftur eftir kríggið. Hesi vóru fyrst og fremst Sára Hansen, Mannbjørn Mortensen og Sølvi Jespersen.


59

Stóra kollveltingin í føroyskum hondbólti hendir, tá ið ítróttahøllirnar koma.


60


61

NÝGGJA TÍÐIN Stóra kollveltingin í føroyskum hondbólti hendir, tá ið ítróttahøllirnar koma. KÍ-høllin í Klaksvík, sum tikin verður í brúk í 1969, er tann fyrsta í landinum. Og árið eftir – í 1970 – stendur Ítrótta- og samkomuhøllin á Hálsi í Havn liðug. Tað er innan hondbóltin, at stóru stigini verða tikin í føroyskum ítrótti í skiftinum úr 60- í 70-árini. Kyndilsmenn seta sær longu í 1965 fyri at fara upp í Evropa Cup-kappingina, men tað er lættari sagt enn gjørt. ÍSF fer nú so smátt at arbeiða við spurninginum. Ríkisrættarligu viðurskiftini liggja í buktini, men í 1974 eydnast at fáa limaskap í altjóða hondbóltssambandinum IHF. Nú lótust upp hurðar, sum fyrr høvdu verið stongdar. Tað er eingin ivi um, at manshondbólturin er flaggskipið í føroyskum ítrótti í 70-árunum. Við nýmótans høllum, altjóða limaskapi, Europa Cup dystum og einum virknum landsliði, sum spælir dystir móti teimum bestu, er greitt, at hondbólturin er farin langt undan øðrum føroyskum ítróttagreinum. Og teir føroyingar, sum eru mentir at gera seg galdandi sum ítróttamenn uttanlands, spæla hondbólt. Í 1975 spæla tríggir føroyingar manshondbólt á høgum stigi í Danmark – Eyðfinn Egholm, Kári Mortensen og Hanus Joensen. Hondbóltsdeild ÍSF´s setur sær støðugt nýggj mál í teimum gyltu 70-árunum. Næsta stigið er, at Føroyar skulu vera við í heimsmeistarakappingini í manshondbólti. Kappingin var nú umskipað í deildir, og Portugal skuldi hýsa kappingini í C-bólkinum. Hans Mortensen var settur sum venjari. Hann fór heilhugaður til verka og legði eina sera krevjandi venjingarskrá fyri teir 24 spælararnar, sum í fyrsta umfari vórðu tiknir út. Hans Mortensen legði stóran dent á, at spælararnir vóru í ógvuliga góðari venjing.

C-HM Í PORTUGAL Mikudagin 24. november 1976 fleyg føroyska hondbóltslandsliðið suður í Lissabon í Portugal. Átta lið vóru í C-heimsmeistarakappingini, og spælast skuldi um alt landið. Føroyar vóru komnar í bólk B saman við Finnlandi, Sveis og Luksemburg. Í hinum bólkinum vóru Portugal, Holland, Belgia og Bretland.

 Hanus Joensen var ein av eyðsýndu spælarunum

Føroyar løgdu fyri norðuri í Porto. Fyrsti dysturin var móti Finnlandi í Das Antas leikhøllini beint við fótbóltsvøllin hjá FC Porto fríggjakvøldið 26. november. Fjáltur merktist á spælarunum. Og tað bøtti ikki um støðuna, at teir í umklæðingarrúminum beint áðrenn dysturin skuldi byrja frættu, at „Tú alfagra land mítt“ fór ikki at ljóma, tá ið tjóðsangirnir skuldu spælast. Men tað var sum at rætta hundi brand. Ein løta gekk at loysa


62

 Kári Mortensen og Jústines Justinussen eftir sigurin á Luksemburg í 1980.

CHM í Portugal í 1976. Í bussi til dyst. Fremstir sita Hilmar Joensen og Kristin Johansen, aftanfyri Finn Bærentsen og Bjarni Samuelsen, síðani Eyðfinn Egholm og konan, og aftanfyri tey síggjast Hanus Joensen og Finnur Helmsdal. 


63 henda knútin, og tí var dysturin eitt sindur seinkaður. Til endans fekst ein neyðloysn um, at føroysku spælararnir sungu tjóðsangin, og soleiðis kom at vera í øllum dystunum, sum føroyska liðið spældi í Portugal. Um trætan um tjóðsangin hevur órógvað spælararnar er ilt at siga, men spælið gekk ikki eftir vild. Verjuspælið riggaði, heldur ikki treyt orkan, men álopsspælið sveik. Føroyar taptu við tveimum málum í einum málfátækum dysti.

DYSTURIN Á MADEIRA Sveis var tann stóri favoritturin í kappingini. Í venjingardystum fyri kappingina høvdu teir vunnið á framkomnum hondbóltstjóðum sum Íslandi, Spania og Ungarn. Lítil hvíld fekst millum dystirnar í Portugal. Annar dysturin hjá Føroyum var longu dagin eftir. Men ferðast skuldi langa leið, tí nú skuldi spælast úti á Madeira móti nettupp Sveis. Longu klokkan sjey morgunin eftir vórðu spælararnir purraðir út á Imperio-gistingarhúsinum í Porto. Síðani við bussi út á flogvøllin í Porto-útryðjuni. Her fingu føroyingarnir ein hvøkk, tí tað var einki ferðamannaflogfar, ið flúgvast skuldi í, men afturímóti eitt hernaðarflogfar, ið fór at hava tríggjar tímar um túrin. Tað er at undrast á, at tað undir hesum umstøðum – sum helst høvdu verið óhugsandi í dag – bar føroyingunum til at spæla so væl, sum teir gjørdu móti sveisisku favorittunum. Tað munaði kanska nakað, at teir 2000 áskoðararnir í stóru høllini í Funchal vóru allir í parti við Føroyum. Áskoðararnir fingu ein javnan og spennandi dyst. Um miðjan seinna hálvleik taka føroyingar leiðsluna, og liggja á odda við einum máli – stundum tveimum. Henda gongdin stendur við eina løtu. Tá átta minuttir eru eftir eru Føroyar framvegis á odda – nú 18–17. Nú kemur

stígur í hjá føroyska liðnum, og Sveis fær við tveimum málum javnað til 19–19. Tveir minuttir eru eftir. Ein sveisiskur spælari verður útvístur, føroyingar eru í álopi, og kunnu nú at kalla avgera dystin. Tvey mistøk kosta nú dýrt. Fyrst missa føroyingar bóltin í álopinum og Sveis fær mál. Føroyar javna síðani til 20–20. Í síðsta minutti er Sveis aftur í álopi og spælir seg – framvegis í minniluta – til eitt brotskast. So er 21–20 til Sveis, og so er liðugt. Í síðsta dystinum í bólki B vinna Føroyar 27–23 á Luksemburg í Aveiro og verða tí nummar trý í bólkinum. Føroyar komu tí í tann niðara bólkin í endaspælinum í Portugal saman við Luksemburg, Belgia og Bretlandi. Spælast skuldi um plaseringarnar frá nummar fimm og aftureftir. Føroyar vunnu á Bretlandi og høvdu frammanundan sigurin á Luksemburg í bólki B við sær í finalubólkin. Dysturin móti Belgia í Faro 1. desember 1976 gjørdist tí tann avgerandi um fimta plássið í kappingini. Dysturin gjørdist sera spennandi. Føroyingar hildu, at teir áttu av røttum at vunnið, men taptu loksins við einum máli.

MINNILIGA HM-STEVNAN Í Føroyum hevði rómurin frá C-HM-kappingini í Portugal ikki lagt seg, tí nú fóru menn at hugsa um at hava kappingina í Føroyum í 1980. Spenningurin var stórur, tá ið føroyska umsóknin kom til viðgerðar á IHF-kongressini í Reykjavík í september 1978. Starvsnevndin í IHF tók ikki undir við, at Føroyar skuldu skipa fyri kappingini, men stórur meiriluti á fundinum atkvøddi fyri, at kappingin skuldi vera í Føroyum í februar 1980. Rættur hátíðardámur var í høllini á Hálsi í Havn fríggjakvøldið 1. februar, tá ið C-HM-stevnan 1980 varð sett. Røður vórðu hildnar, og hornorkestur, sangkór og fimleikarar undirhildu. Ikki færri enn tíggju lið vóru

FØROYAR Í CHM-KAPPINGINI Í PORTUGAL 1976

ENDALIGA STØÐAN:

FØROYSKIR TOPPSKJÚTTAR:

Oporto, 26. november

1. PORTUGAL

1. EYÐFINN EGHOLM

32

2. SVEIS

2. KÁRI MORTENSEN

27

3. HOLLAND

3. HANUS JOENSEN

14

4. FINNLAND

4. SVERRI JACOBSEN

11

FØROYAR–FINNLAND

12–14

Madeira, 27. november

FØROYAR–SVEIS

20–21

Aveiro, 29. november

FØROYAR–LUKSEMBURG

27–23

6. FØROYAR

Faro, 30. november

FØROYAR–BRETLAND

28–17

Faro, 1. desember

FØROYAR–BELGIA

5. BELGIA

24–25

7. LUKSEMBURG 8. BRETLAND


64 við í kappingini, og tað var met. Spælast skuldi í øllum trimum høllunum, sum vóru í landinum; í Havn, Klaksvík og í nýggju VB-høllini í Vági. Liðini vórðu flokkað í tveir bólkar. Føroyar vóru í bólki A saman við Noregi, Eysturríki, Italia og Luksemburg. Føroyar løgdu fyri móti Italia leygardagin 2. februar í høllini á Hálsi í Havn. Dysturin var javnur og spennandi, Italia hevði leingi tepra leiðslu, men í evstu løtu javnaðu Føroyar. Nú hildu øll, at dysturin endaði javnur, tí bara nøkur sekund vóru eftir, men italiumenn bóru skjótt at; sentraðu og langaðu til frá miðjuni, og bólturin streyk framvið øllum og í mál til 24–23 til Italia. Snópisliga tapið fyri Italia í setanardystinum mundi hava tikið fast, tí dagin eftir taptu føroyingar í KÍhøllini fyri Eysturríki við meira enn tíggju málum. Men í triðja dystinum móti Luksemburg – í fullsettu høllini á Hálsi í Havn mánakvøldið 4. februar – bragdaði. Í einum jøvnum og spennandi dysti vunnu Føroyar 21–17. Tveir skaraðu framúr á føroyska liðnum hetta kvøldið; málmaðurin Kristin Johansen og Kári Mortensen. Føroyar skuldu nú spæla móti Norra, sum var sterkasta lið í okkara bólki. Leiðin gekk aftur til Klaksvíkar í eina fullsetta KÍ-høll. Føroyingum var greitt, at norðmenn fóru at ansa væl eftir Kára Mortensen, sum hevði skotið helvtina av føroysku málunum móti Luksemburg. Føroyingar spældu ein góðan dyst móti Norra í KÍ-høllini í Klaksvík – kanska hin besta dystin í hesari kappingini. Føroyar taptu 24–17, men tað var fyri liðnum, sum vann CHM-kappingina í Føroyum. Seinasti dysturin hjá føroyska liðnum var móti Portugal um fimta plássið. Nú skuldi spælast í Vági. Hetta var fimti dysturin eftir einari viku. Nýggja VBhøllin var á tremur av spentum áskoðarum til henda fyrsta dystin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum í Suðuroy. Í fyrra hálvleiki gekk javnt á, føroyingar høvdu havt munin, men so gekk orkan undan, og Portugal vann 34–25. Norra vann kappingina. Finaluna spældu teir móti Fraklandi – somu lið, sum fyrr í ár spældu mansfinaludystin í HM-kappingini. Finalan endaði jøvn, og mátti tí avgerast við longdari leiktíð. Føroyar endaðu nummar seks, og Kári Mortensen gjørdist toppskjútti í allari kappingini. Ein nýggj tíð var byrjað í føroyskum hondbólti, og við henni eisini stórar avbjóðingar. Hondbólturin misti sum frá leið sína støðu sum flaggskip í føroyskum ítrótti, men eftir nógv ár í óslættum sjógvi, tykist hondbólturin í dag at standa í eini blómandi endurreisn.

C-HM Í FØROYUM 1980 Tórshavn, 2. februar

FØROYAR–ITALIA

23–24

Klaksvík, 3. februar

FØROYAR–EYSTURRÍKI

18–27

Tórshavn, 4. februar

FØROYAR–LUKSEMBURG

21–17

Klaksvík, 6. februar

FØROYAR–NOREG

17–24

Vágur, 9. februar

FØROYAR–PORTUGAL

25–34

FØROYSKIR TOPPSKJÚTTAR 1. KÁRI MORTENSEN

47

2. HANUS JOENSEN

16

3. PÁLL POULSEN

11

4. JÚSTINES JUSTINUSSEN

9

ENDALIGA STØÐAN Í CHM 1980 1. NOREG 2. FRAKLAND 3. EYSTURRÍKI 4. ÍSRAEL 5. PORTUGAL 6. FØROYAR 7. BELGIA 8. LUKSEMBURG 9. ITALIA 10. ONGLAND

TOPPSKJÚTTAR Í CHM 1980 1. KÁRI MORTENSEN (FØR)

47

2. JORGE RODRIGUES (POR)

37

3. JACK SCHURMANS (BEL)

34

4. BENI GUZ (ÍSR)

32

5. PHILIPPE GERMAIN (FRA)

26


65

ÁLMANAKKIN 18. juli til 24. juli

U21 MENN LUTTAKA Í HM-ENDASPÆLI Í ALGERIA 31. juli til 6. august

U17 GENTUR LUTTAKA Í EURO CHAMPIONSSHIP Í MAKEDONIA 10. september

STÓRSTEYPADYSTUR 17. september

LANDSKAPPINGARNAR BYRJA 27. september

A-LANDSLIÐIÐ HJÁ KVINNUM SPÆLIR EM-UNDANKAPPINGARDYST MÓTI SERBIA Í SERBIA 30. oktober

A-LANDSLIÐIÐ HJÁ KVINNUM SPÆLIR EM-UNDANKAPPINGARDYST MÓTI SVØRÍKI Á HEIMAVØLLI


ggja Hesi stuðla hondbóltinum ar til nhald

ál okkara at byggja og skapa til l, um tað er stovnur, virki, sethús okkara, at góðskan og handverkið tað skal halda í nógv ár og skapa er skapt til.

kum, og saman kunnu vit eisini

Tel 355 830 | www.busetur.fo

M

B

M O URI TS EN’S B USSA R

Vága Floghavn: Búmerkið

M

B

M B - TO URS

BÚMERKIÐ:

LITIRNIR:

“FAE”

Blái liturin: Blái liturin er havið ella loftrúmið. Blái liturin vísur tryggleika, seriøsitet og autoritet, hann vísur, at fundamentið er sterkt.

Búmerkið sigur fyrst og fremst hvar og hvat tað snýr seg um, líka mikið hvar í heiminum tað verður víst. CMYK: 0.100.80.0

Pantone: 185 C

Miðað hevur verið eftir at gera búmerkið einfalt, soleiðis at tað lættliga kann nýtast til ymsu málbólkarnar (B2B - B2C - B2G) Búmerkið er tíðarleyst.

GRAFISKA UMHVØRVIÐ:

Pantone 2765

Grøni liturin: Grøni liturin er lívið í og rundanum tað trygga. Tað eru oyggjarnar, tú og eg, tað er tað, sum skapar lív og dynamikk og er eitt mótspæl til tað autoritera. Stórur kontrastur er millum tann djúpa bláa litin og tann næstan “flouriserandi” grøna.

Pantone 382

Fyri at geva Vága Floghavn ella búmerkinum brá av at verða ein miðdepil, eru linjur ella slóðir settar inn sum krossa hvørja aðra og skapa eina kjørbreyt. Her hendir nakað, menniskju møtast, flogfør koma og fara. Grafiska umhvørvið er ikki tengt beinleiðis at búmerkinum, og gevur tí búmerkinum ró og longri livitíð. Grafiska umhvørvið kann tillagast ella takast burtur, alt eftir tørvi og trendi. Meðan búmerkið fær frið.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.