TÍÐARRITIÐ
HONDBÓLTUR BLAÐIÐ HJÁ HONDBOLTSSAMBANDI FØROYA 2. ÚTGÁVA / SEPTEMBER 2017
Kappingarárið 2017/18 ALT UM HVONN- OG FTZ-LIÐINI
S. 8
Ásbjørn Nattestad
Trúfastur og íðin hondbóltsmaður
S. 48
Málskjúttarnir gjøgnum tíðina
S. 50
ISSN 2446-435X
ISSN 2446-435X
Prísur 24,95 kr.
9
7 7 2 4 46 4 3 5005
>
9
7 7 2 4 46 4 3 5005
>
Ungdóms- & lestrarferðaseðilin
Sveiggja aftur og fram fyri lágprís
Ert tú 25 ár ella yngri ella fulltíðarlesandi, kanst tú sveiggja aftur og fram við Atlantic Airways - lætt og ómakaleyst fyri lágprís. Sveiggj-ferðaseðlar eru til taks á øllum Danmarkar- og NORÐleiðunum hjá Atlantic Airways. Sveiggj-ferðaseðil kann keypast til stutt undan fráferð, men útboðið kann verða avmarkað á útvaldum fráferðum. Stovna tær ein vanga og bílegg Sveiggj-ferðaseðilin á www.atlantic.fo.
Atlantic Airways
Vagar Airport
380 Sørvágur
Tel 34 10 00
www.atlantic.fo
Ungdómsbankin
Hetta er tað, sum telur
Løtan. Vinirnir. Lívið. Lat okkum hjálpa tær við teimum turru og praktisku tingunum, so tú kanst njóta lívið, vinirnar og alt tað, ið hevur týdning fyri teg.
www.banknordik.fo/ungdomsbankin
Meira enn ein banki
INNIHALD 8 hvonn-deildin 8 vb
12 kyndil 16 h71
víf 24 neistin 28 stjørnan
20
32 ftz-deildin 32 kíf
34 team klaksvík 36 kyndil 38 stíf 40 h71 42 neistin 44 víf
46 birgir hansen metir um 48 ásbjørn nattestad
trúfastur og íðin hondbóltsmaður
50 málskjúttarnir gjøgnum tíðina 54 stuttsøgd tíðindi
56 tí spæli eg hondbólt 58 álmanakkin
5
Eitt spennandi ár fyri framman Í næstum verður farið undir kappingarárið 2017/18, og aftur hesaferð eru nógvar avbjóðingar bæði í heimligu kappingini og í altjóða høpi.
FTZ-kappingin og hvonn-kappingin eru í ár longdar við tveimum vikum. Kappingin byrjar eina viku fyrr, og hon endar eina viku seinni. Fyrsta umfar í landskappingini er 17. september, og síðsti finaludysturin er antin 21. ella 22. apríl. Ongantíð áður er kappingin kastað í gongd so tíðliga, men í ár er tað neyðugt, millum annað tí okkara A-landslið hjá kvinnum hevur spælt seg víðari í EM-undankappingina. Kvinnurnar skulu spæla ein útidyst og ein heimadyst síðst í hesum mánaðinum, og so aftur í mars. Eisini A-landsliðið hjá monnum skal royna seg í døgunum frá 12. til 14. januar. Føroyskur hondbóltur hevur av álvara skrivað seg í søgubøkurnar í summar við góðu avrikunum hjá U21-monnum í HM í Algeria. Vit eru í løtuni í einum góðum stima, og vónandi smittar tað eisini av í heimligu kappingini, so fleiri børn leggjast til at spæla hondbólt og fleiri vilja halda fast í hondbóltinum. Grundvøllurin fyri góðu gongdini er í feløgunum kring landið, ið leggja stóra orku og tíð í at geva børnum og ungum góðar upplivingar í hondbóltshallunum, samstundis sum tey menna seg sum hondbóltsspælarar. Vit eru partur av eini framúr gevandi ítróttargrein, men vit eru eisini partur av einari framúr gevandi hondbóltsfamilju, sum heldur bóltinum í spæl. Við hesum fáu orðum vil eg bjóða vælkomin til eitt nýtt og spennandi hondbóltsár. Gott kappingarár! Gunn Ellefsen, Forkvinna í HSF
ÚTGEVARI Hondbóltssamband Føroya The Faroese Handball Federation Postboks 1023 110 Tórshavn ISSN: 2446-435X
Skrivstovan Teldupostur: hsf@hsf.fo Sára Jógvansdóttir Teldupostur: sara@hsf.fo Telefon: 231 981
Ári Rouch Teldupostur: ari@hsf.fo Telefon: 231 982 Hallur Danielsen Teldupostur: hallur@hsf.fo Telefon: 231 983
SNIÐGEVING OG UPPSETING
AÐRAR MYNDIR
Sendistovan
Jens Kristian Vang Heinesens Myndir
FORSÍÐA Miriam & Janus
ÁBYRGDARHAVARI Sára Jógvansdóttir
8
Til reiðar at bjóða av Hon er ein av royndastu leikarunum í Hvonn-deildini, um ikki tann royndasti. Kappingarárið 2017/18 verður tjúgunda árið hjá Gurið Krosslá Augustinussen á besta liðnum hjá VB.
– Je havi verið við síðani 1997. Á liðnum í dag, samanborið við hasi árini um aldarskiftið, eru bara je, Guðrun í Lágabø og Rannvá Johannesen eftir, greiðir Gurið frá, sum framvegis telist millum bestu spælarar hjá VB.
SKIFTANDI ÚRSLIT Tað hevur verið rættiliga skiftandi frá ári til ár, hvussu vágskvinnur hava klárað seg. Tær vunnu greipuna í 2002 og 2003 og vóru føroyameistarar í 2005. Síðan tá hava tær hvørki vunnið steypakappingina ella FM-heitið, hóast tær í fleiri umførum hava kappast í oddinum. Í eitt tíðarskeið tyktist tað, at VB-kvinnurnar altíð vóru við barn. Tað gekk sum skemt, at um tað gekk striltið hjá kvinnum at gerast við barn, var loysnin at fara til Vágs. – Higartil í ár er eingin av leikarunum við barn, og tað er heldur einki, ið bendir á, at nakar verður tað, men tú veit ongantíð, sigur ein brosandi Gurið. Hon dylur ikki fyri, at málsetningurin er, at nýggja kappingarárið verður eitt av teimum heilt góðu.
9
Tað er stór útskifting í VB-hópinum og serliga er tað ein smeitur at missa Danijelu Mistric
MÁLVERJAR GUÐRUN Í LÁGABØ KATHRINE BORUP
ÚTILEIKARAR BARBARA KROSSLÁ HJELM
BYGGJA UPP NÝTT LIÐ Tað er stór útskifting í VB-hópinum og serliga er tað ein smeitur at missa Danijelu Mistric, sum hevur verið ein sannur málrevur fyri VB, men hóast tað, eru vágskvinnur bjartskygdar. – Liðið hevur nýggjan venjara, fýra nýggjar leikarar úr Danmark, sum eru á ítróttarskúla her suðuri, nakrar ungar leikarar og so eru okur eldru við royndunum. Okur eru í holt við at byggja eitt nýtt lið upp. Í juni byrjaðu VB-kvinnurnar at venja konditión og styrki fýra ferðir um vikuna. – Hetta er fyrr enn okur eru vanar við. Av tí, at okur eru farnar tíðliga í gongd við at venja, og hava seriøsan venjara, so fara vit eftir heiðursmerkjaplássi. Vit ætla okkum eisini at gera okkara ítarsta at røkka steypafinaluni, sigur Gurið Krosslá Augustinussen.
RANNVÁ JOHANNESSEN RÚNA MIDJORD JACOBSEN LAILA EYSTURBERG GURIÐ KROSSLÁ AUGUSTINUSSEN REBEKKA GODTFRED SOFÍA SCHRØTER DURITA KROSSLÁ HJELM MATHILDE MARIA PEDERSEN AGNES KNUDSEN FALLESEN CAROLINE LADEFOGED BÁRA KROSSLÁ MORTENSEN
VENJARI RASMUS STENSGAARD
„
Góðir starvsfelagar skapa góð úrslit www.marineharvest.fo
„Eg eri vísur í, at tað er góði starvsandin, sum skapar góðu úrslitini hjá Marine Harvest“ Fjalar, alari í Oyndarfirði
#MAGNKAFFI
Deil tína kaffiløtu á Instagram
12
Vilja í finalurnar Greipuvinnararnir úr Kyndli skulu royna at endurvinna bragdið frá farna kappingarári.
Í fjør gekk alt upp í eina hægri eind hjá Kyndli, sum bæði vann steypakappingina og føroyameistaraheitið. Men í ár væntar liðskiparin, Bjarta Johansen, at tað verður munandi truplari at enda við gullinum. – Vit hava mist fleiri týðandi leikarar. Stóra avbjóðingin verður, at eingin Anna Brimnes verður á liðnum, tí hon er farin til Danmarkar at lesa og at spæla hondbólt. Hon hevur verið álitið í okkara álopsspæli sum skjútti, men eisini sum tann, ið hevur yvirlitið yvir spælinum. Hon hevur havt næstsíðstu hond á sera nógvum málum hjá okkum. Hóast Bjarta harmast um missin í serliga Onnu, væntar hon, at hinar fara at standa seg væl. – Sjálvt um vit missa fleiri leikarar, so hava vit framvegis góðar og evnaríkar leikarar. Fleiri av ungu leikarunum, fara uttan iva at mennast og taka størri ábyrgd. Einaferð út á kappingarárið kemur Marianna G. Eystberg vónandi eisini við, um hennara skaði vil tað.
MINNILIGT KAPPINGARÁR Sjálv hevði Bjarta eitt sera gott kappingarár í fjør. Hon varð vald til ársins verjuspælara og ársins strikuspælara, og hon var eisini í uppskoti til besta spælara. Hon ætlar at byrja aftur, har hon slepti. - Eg vil altíð gera framstig, og tí havi eg vant nógv í summar fyri at vera so væl fyri sum tilber. Um tað fer
13
„
Eg vil altíð gera framstig, og tí havi eg vant nógv í summar fyri at vera so væl fyri sum tilber
MÁLVERJAR MAJA DRAGOLJUBOVIC TOMMA PETERSEN
ÚTILEIKARAR TURIÐ ARGE SAMUELSEN BÁRA KROSSTEIG HANSEN BJARTA JOHANSEN at hilnast eins væl í ár sum í fjør, fáa vit at síggja. At okkara lið er so nógv broytt, fer eisini at síggjast aftur í mínum spæli, tí tað koma nýggir og ungir leikarar til, sum eg má læra at kenna, og sum mugu læra meg at kenna. Ein strikuspælari er rættiliga bundin av øðrum leikarum. Men tá tað er sagt, so vil eg altíð gera alt fyri at vinna og fyri at taka meg fram. Eg vil verða ein betri hondbóltsspælari enn í fjør, sigur sterki strikuspælarin.
ÁSLEYG SÚNADÓTTIR
VILJA VERA VIÐ Í ODDINUM
LEA DURHUUS
Spurd, hvat hon væntar sær av kappingini í ár, er málsetningurin greiður.
BEINTA BÁRÐARDÓTTIR
– Høvdu vit klárað at komi í finalurnar, so hevði tað verið fantastiskt. Har eru onnur lið, sum hava størri breidd, enn hvat vit hava í ár, men tað er torført at meta um. Fyri okkum er umráðandi, at vit sum lið og einstaklingar taka okkum fram. Eg eri á liði saman við nøkrum ótrúliga røskum ungum kvinnum, sum arbeiða hart, og klára vit at arbeiða væl og hart alt árið, skal úrslitið nokk eisini koma.
GUDRUN RESTORFF SÚNA KROSSTEIG HANSEN MARIANNA GEIRSDÓTTIR EYSTBERG EYÐLEYÐ SÚNADÓTTIR HELENA HEÐINSDÓTTIR Á KRÁKUSTEINI
VENJARI FLEMMING RABEN
HJÁLPARVENJARI CHRISTOFFUR GERT NIELSEN
ÍTRÓTTUR. ALT ÁRIÐ.
VØRUR OKKARA ERU EISINI TIL KEYPS Á FØROYA FEITASTA NETHANDLI WWW.SKALKUR.FO ÓKEYPIS ÚTBERING Í ØLLUM FØROYUM.
| SMS TEL. 31 95 12 | SALTANGARÁ TEL. 45 95 12 |
16
Ein stór og spennandi avbjóðing Hondbóltsfebur er altíð í Hoyvík, men í ár tykist feburin at vera eitt sindur hægri, enn hann plagar at vera, tí fyri fyrstu ferð í søguni verður felagið úr Hoyvík umboðað í bestu kvinnudeildini.
– Málið er, at kvinnurnar hjá H71 um nøkur ár kappast í toppinum í føroyskum hondbólti. Tað sigur 17 ára gamla Maria Halsdóttir Weyhe, sum er uppvaksin í felagnum og sum nú á fyrsta sinni skal royna seg í Hvonn-deildini við barndómsfelagnum. Í fjør spældi ungi og evnaríki leikarin við VB, tí hon var á ítróttarskúla í Vági, men hon var ikki í iva um at fara aftur til røturnar, tá greitt var, at H71 fór at hava kvinnulið í bestu deildini. – Eg eri fegin um árið í Vági, tí eg menti meg sera nógv sum leikari, men eg vil gjarna vera við at byggja eitt kvinnulið hjá H71 upp, so vit um nøkur ár kunnu gera okkum galdandi í bestu deildini, sigur Maria.
EITT UNGT LIÐ H71 verður í høvuðsheitum mannað við leikarum, sum eru uppvaksnir í felagnum, og miðalaldurin er væl undir tjúgu ár. – Vit hava gott fólk, men tær flestu hava ongar royndir í bestu deildini, og vit eru rættiliga ungar. Vit fara ivaleyst at síggja, at liðið fer at mennast gjøgnum árið. Vit eru í holt við at byggja eitt lið upp, so málsetningurin fyri árið er at mennast sum einstaklingar og lið, sigur spæliskiparin.
17
„
Um vit mennast og nærkast hinum liðunum, kunnu vit siga, at tað var eitt væl eydnað kappingarár
MÁLVERJAR ANNIKA FRÍÐHEIM PETERSEN
ÚTILEIKARAR ÁSA KROSSTEIG HANSEN GUÐRIÐ Á BORG EVA BARBA ARGE KARIN RAGNARSDÓTTIR DAM KATRIN VANG HØJSTED MARIA HALSDÓTTIR WEYHE SANNA SKAALUM GUNNARSTEIN FÍA EYÐUNSDÓTTIR HOYDAL ANNA Á STEIG
ERU VIT GOTT MÓT Í Hoyvík vænta tær ikki, at liðið fer at kappast millum fremstu liðini í hesum kappingarárinum, men tær ætla sær at vinna nøkur stig. – Vit vóna sjálvandi at kunna geva mótstøðuliðunum ein skarpan gang, og vit vóna eisini at vinna onkran dyst. Um vit mennast og nærkast hinum liðunum, kunnu vit siga, at tað var eitt væl eydnað kappingarár. Við tíðini og næstu kappingarárini vilja vit gerast meira og meira kappingarførar, og um nøkur ár er ætlanin, at kvinnurnar hjá H71, eins og menninir og ungdómurin í felagnum, fara at kappast um fremstu plássini, sigur ein vónrík Maria Halsdóttir Weyhe.
SUNNIVA VATNSDAL SILJA SÁMALSDÓTTIR KARIN HOLM SIMONSEN DURITA TOFTUM JOENSEN MARIA INGOLFSDÓTTIR
VENJARI: SONNI LARSEN
HJÁLPARVENJARI PETUR MARTIN JOHANSEN
The Heart of Shopping The largest shopping centre in the Faroe Islands
SMS Shopping Centre | á Trapputrøðni | Tórshavn | Tel. (+298) 34 19 00 | www.sms.fo
19
20
Skulu spæla upp við toppliðini Vinstrahandaða Durita Christophersen Jojic er ein tann royndasti spælarin hjá VÍF. Sterki og ágrýtni vinstribakkurin er nú við aftur við fullari styrki.
Tað hevur verið lítið at sæð til hennara á hondbólts vøllinum í hálvtriðja ár, tí hon hevur átt tvey børn, men nú eru hondbóltsskógvarnir tiknir framaftur, og Durita ætlar at leggja alt fyri at fáa sum mest burturúr. – Eg ætli at arbeiða hart, og mín partur skal ikki liggja eftir, so vit røkka okkara felags málum. Smá mál, sum verða sett, í samráð við venjara.
STÓR BROYTING Í HÓPINUM Durita greiðir frá, at frágongdin hevur verið stór. Summar eru farnar aðrastaðni at spæla, meðan aðrar eru farnar av landinum at lesa, men sum heild heldur hon kortini, at hópurin er sterkur. –Tað sær rímuligt út. Tær, sum hava verið við barn, eru nú við aftur frá kappingarbyrjan, og nakrar ungar vestmannadamur eru komnar afturat hópinum. Tað er ógvuliga ivasamt, um Marianna Holm Jacobsen verður við, men um hennara knæ loyvir tí, verður hon ein stórur fongur. Hinvegin hava vit mist Vivian Petersen, Daniellu Joensen og Ema Bezanovic, sum eru farnar aðrastaðni at spæla og nakrar eru farnar uttanlands í lestrarørindum, greiðir Durita frá. Ein onnur stór broyting hjá VÍF er, at venjarin er skiftur út. Geir Wardum er givin, og í hansara stað er Ingi Olsen komin. Hjálparvenjari er Agnar Joensen, sum nú er givin at spæla sjálvur.
21
Eg vænti at fleiri lið fara at gera seg galdandi í ár
„
MÁLVERJAR STEINBJARTA MARNERSDÓTTIR RAGNHILD Á HEYGUM
ÚTILEIKARAR LILJAN DJURHUUS AGNAS OLSEN DURITA CHRISTOPHERSEN JOJIC HEIDI MARIA AKSELSEN TÓRA SELOY KATHE DAHL FREDERIKSEN MARIANNA HOLM JACOBSEN RANDI VIRGARSDÓTTIR – Tað er altíð ein stór broyting, tá venjarin verður skiftur út, men eg haldi, at vit eru væl nøgdar við Inga og Agnar, sum báðir kenna okkum allar væl.
LÍV INDORSDÓTTIR
VILJA VERA VIÐ HAR TAÐ ER STUTTLIGT
SISSAL MAGNUSSEN
Spurd, hvat hon væntar sær av kappingarárinum, svarar Durita, at tær í øllum førum ætla at leggja alt fyri, so tær kunnu spæla upp við toppliðini.
LÍV SVEINBJØRNSDÓTTIR POULSEN
– Vit eru kanska ikki í eins góðari hondbóltsvenjing, sum onnur lið eru, ið hava leikarar, ið hava vant við landsliðnum, meðan kappingin hevur ligið still, men vit eru í rímuliga góðari kropsligari venjing. Eg vænti at fleiri lið fara at gera seg galdandi í ár. Vit ætla í øllum førum at gera okkara ítarsta, so vit kunnu vera við har tað er stuttligt. Um fleiri leikarar fella frá, tá kappingin er byrjað, eins og undanfarin ár, verða vit tó noydd at broyta málsetningin hareftir, sigur Durita Christophersen Jojic.
JÓRUN GUDMUNDSEN
ANJA LAČOK MARIA S. LAGOS
RÓ NIELSEN INGIBJØRG OLSEN
VENJARI: INGI OLSEN
HJÁLPARVENJARI AGNAR JOENSEN
hvonn BRONSJ
hvonn
BRONSJ hvønn sunnudag frá 11.30 – 14.30
225,Børn undir 12 ár ókeypis* *Tvey børn undir 12 ár ókeypis fyri hvønn gjaldandi vaksnan
tel +298 350 000 · hvonn.fo
Bilasølan Vegurin langi, 359700
4G Farnet frá Vodafone Til heimið, summarhúsið, húsvognin, bátin, bilin, og til fólkið á ferð Les meira á vodafone.fo/farnet
Einfalt Ongan montør √ Einki kopargjald √ Eingin bíðitíð √
4G Mifi
695 kr. Spar
Fyrr. 1.495 kr.
50% 4G Beinari
695 kr. Fyrr. 1.495 kr.
Spar
50%
24
Málið er finalurnar Neistin er nógv tað mest vinnandi kvinnuliðið við 41 føroyameistaraheitum síðan 1943 og við 14 steypameistaraheitum síðan 1987, men í farna kappingarári taptu neistakvinnur finaludystirnar fyri grannunum úr Kyndli.
– Vit vóru í einum góðum stima í fjør og vóru nummar eitt alt árið, men Kyndil gjørdi tað trupult fyri okkum. Vit vunnu tveir- og taptu tveir dystir móti teimum í landskappingini, og stóri smeiturin var sjálvandi at tapa steypafinaluna og FM-finalurnar, sigur strikuspælarin, Brynja Høj, sum er til reiðar til eitt nýtt kappingarár.
MIST TÝÐANDI SPÆLARAR Frágongdin hevur verið stór í neistahópinum og orsøkirnar eru fleiri. – Vit hava mist týðandi spælarar og saknur verður í teimum øllum. Jacklin Durhuus, Fríða Petersen og Barbara Nattestad hava takkað fyri seg, Bára Hansen skal undir skurð í fótinum og spælur ikki komandi árið, Birita Ingolfsdóttir og Súsanna Nólsoy eru farnar at fjakka, men vera við eftir nýggjár, meðan Lilja Mohr er farin uttanlands at lesa. Hinuvegin hava vit fingið tveir nýggjar leikarar, nevnliga Daniellu Joensen og donsku Stinu Madsen, sum er vong- og bakkspælari, greiðir Brynja Høj frá.
SKULU SAMANSJÓVAST AV NÝGGJUM Við stórari frágongd og nakað av tilgongd, eru neistakvinnurnar í holt við at byggja nýggja liðið upp og finna bóltstevið.
25
„
Tað krevur hart arbeiði at læra hvørja aðra at kenna og verða samanspældar
MÁLVERJAR MARGIT WEIHE FRÍÐMUNDSDÓTTIR MONA DAM POULSEN
ÚTILEIKARAR STINA MADSEN BRYNJA HØJ – Vit hava eitt nýtt lið, so tað krevur hart arbeiði at læra hvørja aðra at kenna og verða væl samanspældar. Vit hava tikið arbeiðshandskarnar á aftur og hava í seinnu helvt av summarinum brúkt nógva tíð í Yndi og á rennibreytini. Tað bóltsliga er við at koma og gerst alsamt betri, sigur sterki strikuspælarin.
VILJA BJÓÐA AV Í ODDINUM Málsetningurin hjá Neistunum er altíð at vera við, har sum tað er stuttligt at spæla, og í ár er einki undantak, men Brynja væntar, at kappingin í ár kann gerast meira tøtt enn undanfarin ár. – Eg vænti, at hetta verður eitt spennandi kappingarár, har fleiri lið fara at kappast um finaluplássini. Tað verður truplari enn undanfarin ár, men vit hava ein fínan hóp, og vit ætla okkum í øllum førum at gera alt fyri at røkka finalunum, sigur Brynja Høj.
DANIELLA JOENSEN MARJUN FALKVARD DANBERG ÁSA DAM Á NEYSTABØ EIR BERG DRÓS RAGNARSDÓTTIR FRÍÐA Á DUNGA TÓRHALLA THORSTEINSSON RANNVÁ DAHL HANUSSON
VENJARI: DANILO GAGLIARDI
HJÁLPARVENJARI SCOTT HARRINGTON
26
Útheimurin er beint við
Pakka bilin, koyr á flogvøllin, parkera og kom avstað. Tað er skjótt og lætt Á www.fae.fo kanst tú fylgja við flogferðsluni, veðrinum, og til ber eisini at fylgja við á okkara vevkamera. Visti tú, at tú eisini kanst bíleggja flogferðaseðlar, hotell og leigubilar á www.fae.fo. Á www.dutyfree.fo kanst tú keypa vørurnar frammanundan. Bílegg, rinda, og vøran stendur klár á flogvøllinum.
VÁGA FLOGHAVN www.fae.fo
HJÁLP TIL BYRJAN AV VIRKSEMI Vit í SPEKT hava hollar royndir hesum viðvíkjandi og bjóða okkum fegin fram at ráðgeva tær. sansir.fo
Tá ið tú stovnar egið felag, gera ofta ítøkilig viðurskifti seg galdandi, ið krevja persónliga ráðgeving.
HETTA #HETTA ER KUNNU VIT EISINI GERA EIN FYRI TEG BLAÐLÝSING
Á heimasíðu okkara www.spekt.fo finnur tú bóklingin “Byrjan av virksemi”. Í faldaranum stendur í stuttum, hvat tú skalt hugsa um, tá ið tú stovnar egið virksemi.
Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn
Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35
spekt@spekt.fo www.spekt.fo
Kom avstað
SENDISTOVAN.FO
27 Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur
Skalt tú meta um framtíðina mást tú kenna fortíðina
CMYK: 0.100.80.0
WWW.JANUAR.FO
STYRK TEG! FYRSTA FLOKS ÚTGERÐ OG Pantone: 185 C
STUÐUL TIL TÍNA VENJING
28
Stjørnan vil longur fram Klaksvíksdamur vóru at kalla einaráðandi í seinnu helvt av nullunum. Frá 2004 til 2010 vann Stjørnan FM-heitið ikki færri enn fimm ferðir og var í øllum steypafinalununum tey árini, har seks teirra vórðu vunnar. Seinastu árini hevur Stjørnan tó runnið aftaná, men nú skal vend koma í.
Tað sigur Tóra Eliasen, sum er ein av ungu, evnaríku stjørnuspælarunum. – Vit vilja gjarna gera tað betur enn síðsta kappingarár. Vit eru sum heild eitt rættiliga ungt lið, og vit mennast fyri hvønn dyst. Hóast tað ikki gekk eftir vild í fjør, so lærdu vit nógv, sigur Tóra. Greiða ætlanin er, at um fá ár skal Stjørnan aftur mynda toppin í føroyskum hondbólti. – Vit fara at arbeiða hart, og vit spæla fyri at vinna. Hvussu langt tað røkkur í ár fáa vit at síggja, men málsetningurin er heilt greitt, at Stjørnan skal mynda toppin aftur, um ikki so leingi, sigur yngsti spælari á okkara A-landsliði.
„ 29
Málsetningurin er heilt greitt, at Stjørnan skal mynda toppin aftur
MÁLVERJAR JETTA SVØÐSTEIN RALUK UNGUREANU
ÚTILEIKARAR SONJA LAVA SIRDAL KATRIN BERTHOLDSEN MIRIAM BETHUELSDÓTTIR MARIÐ HEIMUSTOVU TÓRA ELIASEN INGRID JÓGVANSDÓTTIR MONIKA PERNILLE JACOBSEN MINA SIRDAL PAULA LEIVSGARÐ JOENSEN KRISTINA POULSEN HERVØR OLSEN JUDITH DAM-JACOBSEN
Í GÓÐARI VENJING Klaksvíksdamur hava vant saman, síðan farna kappingár endaði, og serliga tveir teir síðstu mánaðirnar er venjingin økt og harðnað. – Vit hava vant hart og miðvíst við kropsligari venjiing gjøgnum summarið. Ongantíð áður hevur venjingin verið so skipað sum í ár. Venjarin koyrir á okkum og hevur eina greiða ætlan við liðnum. Tí meti eg, at vit eru væl betri fyri til komandi kappingarár samanborið við farna kappingarár, sigur Tóra Eliasen.
JÓRUN BECH NIELSEN JANSY JACOBSEN UNA VÁÐKLETT EDITH JOHNSSON LONE HØEG BEJER ANNA JAKOBSEN ANNIKA MAGNUSDÓTTIR ARGE
VENJARI: PER KLARUP
HJÁLPARVENJARI CARSTEN WIGANT ANDERSEN
57
lk
fó
MOURITSEN´S BUSSAR 32
lk
fó
Bussar til øll endamál Í Føroyum og uttanlands
Loysnir 214452
16
lk
fó
vit byggja vit byggjatil karmar karmar til samanhald samanhald vit byggja karmar til samanhald
Tel 32 21 21 · mb@mb.fo
Hjá Búsetri er fremsta mál okkara at byggja og skapa til endamálið. Uttan mun til, um tað er stovnur, virki, sethús ella ítróttarhallir, er mál okkara, at góðskan og handverkið skal vera framúr er gott. At tað skal haldaatí nógv ár og og skapa skapa til trivna fyri teirra, summun tað til, er skapt til. Hjá Búsetri fremsta mál okkara byggja endamálið. Uttan um tað er stovnur, virki, sethús ella ítróttarhallir, er mál okkara, at góðskan og handverkið skal vera Setgott. teg í At samband okkum, ogársaman kunnu vit eisini skapasum tykkara dreymar. framúr tað skalvið halda í nógv og skapa trivna fyri teirra, tað er skapt til. Set teg í samband við okkum, og saman kunnu vit eisini skapa tykkara dreymar. Hjá Búsetri er fremsta mál okkara at byggja og skapa til endamálið. Uttan mun til, um tað Tel 355 830 | www.busetur.fo er stovnur, virki, sethús ella ítróttarhallir, er mál okkara, at góðskan og handverkið skal vera framúr gott. At tað skal halda í nógv ár og skapa trivna fyri teirra, sum tað er skapt til. Tel 355 830 | www.busetur.fo Set teg í samband við okkum, og saman kunnu vit eisini skapa tykkara dreymar.
Norðhavnin 8 · Postboks 329 · FO-726 Ánirnar · Føroyar · Tel. +298 20 70 00 · cig@cig.fo · www.cig.fo
32
KÍF vil longur upp Kollfirðingar høvdu eitt svingandi kappingarár seinasta vetur. Greipuvinnararnir frá 2013 endaðu á fjórða plássi og megnaðu ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í steypakappingi. Í ár ætla kollfirðingar sær meira.
Tað sigur Rúni Joensen, sum var ein tann mest eyðsýndi leikarin hjá KÍF farna kappingarár við ikki færri enn 121 málum í landskappingini. – Spælararnir vilja so ótrúliga fegnir lyfta liðið longur upp á stigatalvuna, og eg trúgvi eisini, at tað ber til, sjálvt um tað verður trupult.
HÓPURIN BROYTTUR Tað er ein sannroynd, at hópurin hjá KÍF er broyttur nakað seinnu árini. – Báðir danskararnir, ið vóru við í fjør eru farnir av landinum aftur, Fríði Weyhe er farin til Danmarkar at spæla og Tony Weyhe fer at brúka nógv av kappingarárinum uttanlands í lestrarørindum, so tað er ein stórur missur í teimum. Hóast Rúni harmast um frágongdina, so fegnast hann um tilgongdina frá grannunum úr Vestmanna. – Vit hava fingið tveir vestmenningar afturat hópinum, vinstrabakkin, Magnus MÜller, ið hevur spælt við KÍF fyrr, og strikuspælaran, John R. Nielsen. Flestu kollfirðingar og vestmenningar minnast helst enn ta løtuna í 2014, tá Magnus MÜller gjørdi seg til reiðar at taka tað avgerandi brotskastið ímóti VÍF, ið tryggjaði KÍF annað føroyameistaraheitið á rað, greiðir Rúni brosandi frá.
33
„
Venjingin hjá okkum í summar hevur verið miðvís við styrki og bóltvenjing
MÁLVERJAR JASPUR VIÐ GARÐ EMIL DAM RAGNAR GAARD
ÚTILEIKARAR RÚNI JOENSEN HANS ELI SIGURBJØRNSSON ÁSI DAM SUNI JOHANNESEN RÓGVI WEYHE Ein onnur broyting í KÍF-hópinum er, at teir hava fingið nýggjan venjara. Tað er kollfirðingurin, Jóan Pauli Olsen, sum hevur tikið venjarafloytuna um hálsin. Hann hevur sjálvur spælt nógv ár við KÍF.
VIL RØKKA FINALUPLÁSSI Rúni heldur tað vera trupult at meta um komandi kappingarár, tí nógvar broytingar eru í leikarahópunum hjá øllum liðum, men hann dylur ikki fyri sínum egnu vónum. – Venjingin hjá okkum í summar hevur verið miðvís við styrki og bóltvenjing. Tí burdi grundformurin eisini verið góður til kappingarbyrjan. Eg dugi ikki at siga longu nú, um vit hava hópin sum skal til fyri at vinna gull, men vit ætla at gera okkara ítarsta fyri at vera við í oddastríðnum. Persónliga vóni eg, at vit skulu spæla onkra finalu í ár, tí tað eru finaludystirnir, tú venur alt árið fyri at spæla, sigur Rúni Joensen.
ANDRIAS NIELSEN TEITUR JOENSEN JÁKUP TRYGVASON JOHN RÚNASON NIELSEN MAGNUS MÜLLER ATLI LAMHAUGE HAMMER KRISTJAN MADSEN VILHELM MAGNUSSEN KARSTIN DÁNJALSSON Í HÚSINUM JANUS JAKOBSEN TÓRUR LEIFSSON TONY WEYHE
VENJARI: JÓAN PAULI OLSEN
34
Team Klakvík fer eftir fleiri stigum Team Klaksvík hevur spælt í bestu deildini síðan 2010. Hóast úrslitini ikki hava verið nakað at reypa av, hava teir megnað at hingið í. Í fjør fingu klaksvíksingar bara eitt stig í landskappingini. Tað vil Sámal á Tjaldrarfløtti gera øðrvísi í ár.
– Tað er ongin loyna, at vit høvdu eitt keðiligt kappingarár í fjør. So vit seta okkum smá mál. Okkara fyrsta mál í ár er at vinna ein dyst, so seta vit okkum eitt nýtt mál eftir tað.
FINGIÐ GÓÐAN STYRK Tað verður eitt øðrvísi Team Klaksvík, ið fer at vøllin í ár, staðfestir Sámal. – Allir fýra donsku spælararnir, ið vóru við í fjør, eru farnir avstað aftur. Afturat teimum eru Hanus Norðberg og Dánjal Kjærbo ikki við. Hinvegin hava vit fingið tilgongd av donskum málverja og íslendska Hørði F. Sigtórsson, og møguleiki er fyri, at onkur kemur afturat, greiðir Sámal frá. Sámal væntar, at stóri strikuspælarin, ið áður hevur spælt í grønu kyndlatroyggjuni, fer at gera góðan mun. – Hann er góður í verjuni, har hann fyllir nógv, stýrir væl og vinnur nógvar bóltar. Í álopinum er hann eisini ein fongur, har hann dugir sera væl at stilla seg og skapa pláss til hinar. Hann fer at gera stóran mun hjá okkum, og tað er altíð gott at fáa ein royndan mann á liðið, sum veit, hvat krevst fyri at vinna dystir, sigur Sámal.
35
„
Vónandi um nøkur ár klárar Team Klaksvík at framleiða sínar egnu spælarar
MÁLVERJAR ARON KALLSBERG JACOBSEN MARK DAHL RASMUS SOMMER MAGNUSSON
ÚTILEIKARAR ANDRIAS ELLINGSGAARD SÁMAL Á TJALDRAFLØTTI BEINIR JOHANNESEN BIRGIR POULSEN
LOKALIR SPÆLARAR ÁVEGIS Team Klaksvík hevur nógvar ungar leikarar á liðnum, sum eru í menning og sum í framtíðini skulu bera liðið.
DÁVID DANIELSEN EINAR DAM FINNUR HANSSON HÖRÐUR FANNAR SIGÞTÓRSSON
– Teir ungu, sum vóru við í hópinum í fjør, hava ment seg og vita nú, hvat krevst fyri at standa seg í bestu deildini. Teir eru í støðugari menning, sum uttan iva fer at síggjast aftur komandi árini. Nevnast kann málverji okkara, Aron Kallsberg Jacobsen, sum í summar hevur verið við U19-landsliðnum.
JENS MARTIN
Sámal er bjartskygdur um felagið, men ásannar samstundis, at tað krevur hart arbeiði at fáa spælararnar at hanga í.
HANS ARNI THOMSEN
– Um tú hyggur longur niður í deildirnar, so høvdu vit eitt gott U14-lið í fjør, sum fingu silvur í bæði landskappingini og steypakappingini. So um eini fimm ella seks ár, skuldu teir gjarna spælt á besta liðnum. Annars eru nógvir dreingir til venjing í øllum deildum niðureftir. Men tað er neyðugt, at leiðslan og hjálparfólk hjá felagnum allatíð hjúkla um, so eingin fellur frá. So vónandi um nøkur ár klárar Team Klaksvík at framleiða sínar egnu spælarar til besta liðið, sigur ein vónríkur Sámal á Tjaldafløtti.
PAULI MOHR VILHELM VILHELMSEN JÓHANN JÚLÍUS FINNBOGASON PETUR MARTIN ELIASEN
JAN ELI RAGNARSSON BØRGE PETERSEN
VENJARI: FINNUR HANSSON
HJÁLPARVENJARI SVEIN RÓGVI NIELSEN LJÓSSTEIN
36
Nú skal Kyndil í finaluna Kyndil er mest vinnandi mansliðið í Føroyum, men hevur ikki vunnið føroyameistaraheitið síðan 2007. Í ár ætla teir sær at røkka finalunum.
Tað sigur liðskiparin, Hjalti Mohr Jacobsen. – Tað er stór útskifting á liðnum og tað tekur tíð at samanspæla eitt nýtt lið, men vit hava nakrar góðar leikarar. Um eg eisini taki støði í, at nógv útskifting hevur verið hjá kappingarneytunum, so meti eg, at vit hava møguleika at gera okkum galdandi. Eitt nøktandi kappingarár er, um vit koma í antin steypafinaluna ella FM-finalurnar, sigur Hjalti.
FARNIR OG KOMNIR Stórskjúttin hjá STÍF og U21-leikarin, Kjartan Johansen, er farin í læru í Havn og hevur nú skift hvítu og reyðu blusuna út við grønu blusuna. Eisini er John í Innistovu komin frá grannunum úr Neistanum. Harafturat hevur Kyndil fingið styrk í serbanum, Milan Zegarac, ið spælir á høgrabakki. – Teir eru ein stórur fongur. Vit vita, hvat Kjartan og John kunnu, men tað verður spennandi, hvønn leiklut Milan fer at hava næstu mánaðirnar, sigur liðskiparin.
37
„
Eitt nøktandi kappingarár er, um vit koma í antin steypafinaluna ella FM-finalurnar
MÁLVERJAR JAN PAULI TOFT JOHANNESEN TÓRÐUR GUTTESEN LARS BLACK
ÚTILEIKARAR HØGNI KLEIN OLSEN RANI ELLINGSGAARD ÓLAVUR AV FLØTUM JÁKUP JØRGENSEN TUMMAS PAULI HANUSARSSON Hinuvegin hevur Kyndil mist fleiri royndar leikarar, eitt nú Hans Áka Dahl Christiansen, Josef Abrahamsen, David Edvardsen og Hørð Sigtórsson.
EIRIKUR SIMONSEN HJALTI MOHR JACOBSEN BARTAL KLEIN OLSEN
– Hans Áki og Josef hava takkað fyri seg í bestu deildini, meðan Hørður er farin til Team Klaksvík, og David er farin til Danmarkar í samband við útbúgving. Teir hava verið okkum góðir og tað verður saknur í teimum, sigur Hjalti.
NÓGVIR LANDSLIÐSLEIKARAR Kyndil hevur vant hart alt summarið, men summir eru betur fyri enn aðrir, ásannar liðskiparin. – Teir sum hava verið landsliðaktuellir við U24, U21 og U19, hava verið í gongd í at kalla alt árið, so teir eru rættiliga væl fyri. Vit aðrir eru nokk eitt lítið sindur aftanfyri, men tað heinta vit vónandi inn skjótt, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.
KJARTAN JOHANSEN MILAN ZEGARAC MAGNUS DURHUUS TRÓNDUR WARDUM JOHN Í INNISTOVU RÓGVI DAL CHRISTIANSEN TORVALD ABRAHAMSEN
VENJARI: JULIAN JOHANSEN OG ANDREAS FALKVARD HANSEN
38
Ein spennandi avbjóðing Nýggi venjarin hjá StÍF, Dia Midjord, skal standa á odda fyri besta liðnum hjá felagnum, men eisini hjálpa til at menna aðrar venjarar í felagnum. Talan er um eina áhugaverda og spennandi uppgávu, sigur hann.
Dia Midjord er kendur sum venjari í Føroyum. Umframt at hava verið landsliðsvenjari hevur hann vant besta liðið hjá Kyndli, VÍF, Neistanum og nú StÍF. Dia Midjord er útbúgvin Master Coach, ið er hægsta venjaraútbúgvingin í hondbólti. – Av tí at eg havi verið á einum øðrum vígvølli í fimm ár, er tað kærkomið at kunna leita aftur til lærdómin frá Master Coach útbúgvingini, nú eg skal menna spælarar og venjarar hjá StÍF, greiðir Dia frá.
EIN LÍTIL HÓPUR STÍF hevur eins og onnur lið eisini frágongd av fleiri leikarum. Eitt nú missir liðið tveir stuðulsspælarar, Kjartan Johansen og Borgar Danielsen. – Vit hava helst fáar spælarar í mun til onnur lið, og í løtuni fáa vit akkurát mannað liðið. Nakrir spælarar eru givnir, onkur er farin at lesa, og onkur spælari er farin til annað felag. – Tað er sjálvandi keðiligt, at hópurin minkar, tá hann er lítil frammanundan. Men tað eru avgjørt eisini fyrimunir við einum smalum hópi, tí spælararnir fáa nógva venjing og nógva spælitíð, sigur venjarin.
39
„
Tað er sjálvandi keðiligt, at hópurin minkar, tá hann er lítil frammanundan. Men tað eru avgjørt eisini fyrimunir við einum smalum hópi, tí spælararnir fáa nógva venjing og nógva spælitíð
Hóast breiddin ikki er tann sama, er nýggi venjarin nøgdur við spælararnar, hann kann velja ímillum. – Eg havi teir spælarar, sum eru til venjing, og mín uppgáva er at læra og menna teir. Somuleiðis er tað mín uppgáva, at liðið spælir í mun til førleikaranar, tøku spælararnir hava. Sjálvandi er tað ein fyrimunur, at onkrir av teimum eldru hanga í, tí annars kann mótbrekkan gerast heldur tung. Og tíbetur hava vit eisini fingið fatur í einum málverja, greiðir venjarin frá.
MÁLSETNINGURIN ER AT MENNAST Nýggi venjarin og spælararnir hava ikki sett sær sum mál at røkka einum ávísum plássi. Tað týdningarmesta er, at spælararnir hvør sær mennast á tekniska-, taktiska- og fysiska økinum. – Um allir spælararnir menna seg, so mennist liðið eisini, og tá er árið á ein hátt væl eydnað. Vónandi megna vit so eisini at skava nøkur stig saman í landskappingini, og so mugu vit síggja, hvat tað røkkur til. Eru vit hepnir, gera vit kanska ein vørr í steyakappingini, sigur Dia Midjord.
MÁLVERJI JOAKIM JÜRS, MÁLVERJI
ÚTILEIKARAR TUMMAS SIMONSEN KARL MARTIN JOHANSEN JÁKUP ANTHONIUSSEN ALLAN NORÐBERG PÆTUR JOENSEN PÆTUR JOHANSEN SVEINUR JUSTINUSSEN MARIUS JOENSEN JÓGVAN GREGERSEN EYÐBJØRN EIRIKSSON.
VENJARI: DIA MIDJORD
40
Lyklaleikarar farnir Greipuvinnararnir úr Hoyvík hava mist týðandi leikarar, men maður kemur í mans stað.
Tað sigur ársins stjørnuskot frá farna kappingarári og U21-hetjan, Hilmar Leon Jakobsen. – Tað er ein dyggur smeitur at missa lyklaspælarar sum Peter Krogh, Helga Hoydal og Jónas Djurhuus. H71hópurin hevur verið at kalla tann sami í trý ár, so tað verður ein avbjóðing í ár, men vit hava framvegis nógvar evnaríkar og ágrýtnar spælarar, sigur Hilmar Leon.
FLEIRI AFTURÍAFTURKOMNIR Fleiri gamlir kenningar verða at síggja aftur í svørtu H71blusuni í ár, greiðir Hilmar Leon frá. – Tað eru fleiri H71-arar, ið hava hildið ein steðg, men sum nú eru við aftur. Millum annað Mark Marcher, sum var ein týðandi spælari hjá hoyvíkingum fyrraárið, og Esbern Paturson, ið hevur verið við til at vunnið fleiri FM-heitir við H71. Sjálvur hevði Hilmar Leon eitt ógvuliga gott kappingarár í fjør og hann var eisini millum teir mest eyðsýndu á U21-landsliðnum, sum spældi HM í Algeria í summar. Fleiri feløg uttanlands hava víst áhuga fyri unga talentinum.
41
MÁLVERJAR JENS Á SKIPAGØTA ÁRI DAM ELBERG ELIAS KLETTHEYGGJ ALEKSANDUR OLSEN JÓHAN HOFGAARD
ÚTILEIKARAR BOGI GAARD DAVIDSEN LEIVUR MORTENSEN BERGUR ÁKASON PÆTUR THOMSEN JOHN ANDOR SIVERTSEN VILHELM POULSEN HANS KÁRI HANSEN EINDRI FRÝDAL MARK MARCHER ESBERN PATURSSON RANI HØJGAARD ANDRIAS GAARD RÚNI HØJGAARD – Ja, fleiri hava ligið framvið, men eg havi ikki reiðiliga tikið støðu enn. Sum nú er taki eg eitt ár afturat við H71, áðrenn eg fari at royna meg aðrastaðni, sigur Hilmar Leon. Ein fyrimunur fyri Hilmar Leon og hinar U21-spælararnar á øðrum liðum er, at teir eru ógvuliga væl fyri kropsliga. – Ja, vit hava vant hart síðan í vetur og eg merki tað, at konditiónin og bóltførleikin er nógv betur í ár, so tíðliga í árinum, enn vanligt er, sigur Hilmar Leon.
ALT KANN HENDA Hilmar Leon torir ikki at taka munnin ov fullan og tí er eingin málsetningur fyri árið, sigur hann. – Eg vænti eina tætta og spennandi kapping, men eg hætti mær ikki siga, hvat málið er fyri árið. Vit fara sjálvandi eftir at vinna hvønn dyst og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Hilmar Leon Jakobsen.
HILMAR LEON JAKOBSEN BOAS HEINESEN NIKLAS HØJGAARD HØRÐUR Í GEIL ODDUR BECH DJÓNI GAARD RASMUS ROSENDAHL SIGMUNDUR DAHL SIGMUNDUR NOLSØ POUL SÍMUN NICLASEN PETUR DAHL RASMUS JÓNSSON
VENJARI: SONNI LARSEN
42
Er aftur í barndómsfelagnum Tróndur Kragesteen vendir nú nøsini heimaftur eftir sjey ár í Keypmannahavn og skiftir ÍF-Føroyar blusuna út við bláu neistablusuna.
– Tað verður frálíkt at koma heim, og eg gleði meg ógvuliga nógv at spæla fyri Neistan, mítt barndómsfelag, sigur spælistýrarin. Tróndur flytur ikki til Føroya fyrr enn í oktober, so hann verður ikki við teir fyrstu dystirnar, men hann vónar, at hansara royndir kunnu vera til fyrimuns fyri liðið. – Neistin hevur seinnu árini havt eitt ungt og spennandi lið, men hava kanska verið nakað svingandi ígjøgnum kappingarárið. Við mínum 30 árum kann eg íhvørtfall vera við til at hækka miðalaldurin á liðnum, og afturat tí vóni eg eisini, at eg kann geva liðnum nakað av rutinu og stabiliteti.
STÓR ÚTSKIFTING Sum hjá fleiri øðrum liðum í ár, er stór broyting í spælarahópinum, samanborið við farna kappingarár. – Vit hava havt stóra frágongd, har nakrir eru farnir uttanlands at lesa, meðan aðrir eru farnir at royna sínar hondbóltsstyrki aðrastaðni í kongaríkinum. Hinvegin hava vit fingið Rasmus Søby, ið hevur nógvar
43
„
Vit eru at kalla eitt nýtt lið, og tað fer at taka tíð at fáa tað samanspælt
MÁLVERJAR NICHOLAS SATCHWELL ELIESAR RUBEKSEN VILHELM CLEMENTSEN
ÚTILEIKARAR HØGNI ZACHARIASSEN DJÓNI HØJGÅRD TORKIL HENTZE JÓNSVEIN DULAVIK royndir í donsku kappingini. Harafturat hava vit fingið tveir dugnaligar venjarar, nevnliga Jeppe Boch sum høvuðsvenjara og gomlu neistalegenduna, Áka Mørk sum hjálparvenjara. Nógvir ungir og evnaríkir leikarar halda fram frá í fjør, og har ímillum tríggjar U21landsliðshetjur. Eisini hava vit tveir góðar menn millum málstengurnar.
EIN OPIN KAPPING UM ODDASESSIRNAR Spurdur, hvat eitt væleydnað kappingarár er fyri Neistan, hevur Tróndur torført við at svara, tí hann metir, at broytingin er so stór hjá teimum flestu liðunum. – Vit eru at kalla eitt nýtt lið, og tað fer at taka tíð at fáa tað samanspælt. Samstundis er eisini stór útskifting á fleiri øðrum liðum í kappingini, og tí meti eg kappingina vera sera opna í núverandi løtu. Tó er Kyndil nokk liðið, sum varðveitir flest leikarar og haraftrat fær tilgongd av fleiri øðrum spennandi leikarum. Teir eru tí nokk farvorittar í ár saman við H71. Eg fari at enda við at svara spurninginum við ikki at svara spurninginum og siga, sum Áki Mørk plagar áðrenn kappingarbyrjan: „Vit vilja hava fleiri stig enn farna kappingarár“.
RASMUS SØBY TEIS HORN TERJI MØRK CARL HERUP OLSEN RUNE OLSEN PÆTUR MIKKJALSSON TRÓNDUR KRAGESTEEN PÁL NICLASEN KARL MARTIN OLSEN JULIAN KRAGESTEEN BJARTUR HANSEN
VENJARI: JEPPE BORCH
HJÁLPARVENJARI ÁKI MØRK
44
Málsetningurin er broyttur Í hondbóltsbygdini Vestmanna er spenningurin altíð stórur til eitt nýtt kappingarár. VÍF er vanliga við fyri at vinna, men í ár er støðan broytt.
– Av tí, at breiddin ikki er tann sama sum undanfarin ár, so vildi eg mett, at kappingarárið hilnast væl, um vit eru millum fýra tey fremstu liðini. Tað sigur Julian Olsen, liðskipari hjá VÍF. Hann greiðir frá, at frágongdin hevur verið ógvuliga stór, helst størri enn nakrantíð áður. – Liðið er nógv viknað. Sámal Joensen og Agnar Joensen eru givnir, og einki bendir á, at teir koma aftur í seinnu helvt av árinum, sum teir hava gjørt áður. Áki Egilsnes er farin til Íslands at spæla hondbólt, Hanus Christophersen er farin til Danmarkar at lesa, og Rói Lamhauge, John Nielsen, Magnus Müller og Høgni Zachariassen hava leitað sær til onnur lið. Hetta eru alt leikarar, ið hava havt stóran týdning fyri liðið, greiðir Julian frá.
EITT AVBJÓÐANDI ÁR Nýggja kappingarárið verður ein stór avbjóðing, heldur Julian.
45
„
Nýggja kappingarárið verður ein stór avbjóðing
MÁLVERJAR MLADEN MJERIMACKA UNI H. PETERSEN MAGNUS MATRAS DIA Á LAVA HØGNI JOHANSEN
ÚTILEIKARAR JÓHAN Í GARÐASTOVU RÚNI JOENSEN INGI OLSEN JULIAN OLSEN AGGA Í GARÐASTOVU JÁKUP ANDRIAS JOENSEN –Tað verður trupulari enn undanfarin ár. Vantandi breiddin ger, at tað møguliga fer at verða meira ábyrgd á færri leikarum, og tað krevur góða venjingarstøðu. Tað er bara millum stengurnar, at úrvalið er stórt, sigur liðskiparin, sum tó fegnast um tað.
ANDRIAS ERIKSEN JÓN MÜLLER BJARTI HANSEN SJÚRÐUR OLSEN FILIP JOJIĆ
BYGGJA NÝTT LIÐ UPP Einasta tilgondin uttanífrá er grønlendski Miki Duko, sum mátti til, nú allir tríggir strikuleikararnir frá farna kappingarári eru burtur. Harumframt eru eisini nakrir ungir spælarar komnir afturat hópinum. – Vit hava nakrar góðar ungdómsspælarar í Vestmanna, sum eru í støðugari menning. Sum árið líður fara teir heilt vist at fáa størri leiklut, og eg vænti, at vit í næsta ár aftur kunnu bjóða av í oddastríðnum, sigur Julian Olsen.
KAJ JOHANNESEN HALLUR ARASON MIKI DUKO SØRENSEN
VENJARI: INGI OLSEN
HJÁLPARVENJARI HJALMAR KLEIN OLSEN
46
Status quo í oddinum hjá kvinnum og nýggjur føroyameistari hjá monnum Tað fyrsta eg beit merki í, tá eg sá spælaralistarnar, eru nógvu til- og fráflytingarnar hjá ymsu liðunum. Hetta er ikki eitt ókent fyribrygdi, men eg minnist ikki at hava sæð so nógvar „profilar“ flyta av landinum samstundis. Serliga hetta, vænti eg fer at síggjast aftur í kappingini í vetur.
Fyri landsliðsarbeiðið verður tað óivað ein stórur styrkur, at okkara bestu spælarar til dagliga fara at spæla á hægri støði enn teir eru vanir við her heima. Maður ella kvinna kemur í mans/kvinnu stað, men eg rokni við, at tað verður ymiskt, hvussu skjótt og væl ávísu liðini fara at eydnast við at tillaga seg broyttu viðurskiftini, og í hesum tíðarskeiði fara vit óivað at síggja óvæntaði úrslit, sum kunnu koma at ávirka kappingina nógv.
HVONN-DEILDIN Hyggja vit nærri at kvinnudeildini, eri eg rímiliga vísur í, at tað aftur í ár verða Kyndil og Neistin, ið fara at kappast á ovastu rók. Sjálvt um bæði liðini hava mist týdningarmiklar profilar, so vænti eg, at spælaratilfeingið og royndirnar framvegis eru eina tonn ella tvær frammanfyri hini liðini. Tað gleðiliga í ár er, at H71 flytur upp í bestu kvinnudeildina og fer at bjóða hinum av. Tær eru ungar og óroyndar og skulu helst brúka hetta kappingarárið at stabilisera seg í deildini, men munnu óivað fara at geva onkrum av hinum liðunum skarpan gang, tí eg meti, at dysturin um triðja plássið verður harðari enn nakrantíð. VB hevur fingið tilgongd av fýra donskum spælarum, sum vit kortini ikki kenna, og fingið nýggjan ungan danskan venjara, sum er farin til verka fyrr enn vanligt hevur verið har suðri. Missurin av Danijelu Mistric fer at merkjast væl, so tær skulu kíta seg eyka nógv, um tær vilja halda triðjaplássið.
Stjørnan var eftir mínari meting sólskinsøgan í kappingini í fjør. Tær tóku seg ógvuliga sjónliga fram, og so hvørt kappingin leið kundi ongin føla seg tryggan, tá dystast skuldi móti teimum. Danski venjarin Per Klarup, sum eg haldi gjørdi eitt framúr gott arbeiði har norðuri í fjør, heldur fram í ár, og tær eru fyri langari tíð síðan farnar í gongd við fyrireikingarnar til komandi kappingarár – eitt triðjapláss liggur og bíðar. VÍF hevur eisini avbjóðingar við fráflyting, men tær eru í tí lukkuligu støðu, at fleiri av spælarunum, sum hava verið í barnsburði, eru farnar at venja aftur, og um alt gongur upp í eina eind, fara tær eisini at spæla við um ovastu plássini. Og so er tað StÍF. Har er ein rúgva av evnaríkum og eisini royndum spælarum, men tað er sum um tær ikki ordiliga vilja ella tíma at fyrireika seg nóg væl, og úrslitini eru har eftir. Tær kunnu, tá tær tíma, vinna á øllum og øvugt, tapa móti øllum, tá tær ikki tíma, so tær eru truplar at meta um.
FTZ-DEILDIN Hjá monnunum verður kappingin í vetur víðopin – serliga í byrjanini – og uttan nakran stórfavorit. Mongu broytingarnar á liðunum kunnu elva til tilvildarlig avrik, áðrenn rætta javnvágin er komin í. Kyndil og Neistin tykjast at vera liðini, sum ikki hava mist styrki í samband við fráflyting, men heldur styrkt munandi um spælarahóparnar við tilgongd av royndum spælarum.
47
Hjá monnunum verður kappingin í vetur víðopin
Team Klaksvík hevur undanfarin ár roynt at broytt oyðumarkagongdina í botninum – enn mest við orðum heldur enn gerningum. Tá eg havi sæð teir spælt dyst, havi eg sæð ágrýtnar spælarar, sum ikki hava orku til 60 minuttir. Um tað ikki broytist, broytast úrslitini heldur ikki – so vit fáa at síggja í ár. Eg havi tað næstan á sama hátt við monnunum hjá StÍF, sum við kvinnunum. Nógvir evnaríkir ungir spælarar, saman við góðum royndum spælarum, men hvørt ár koma teir seint í gongd við fyrireikingunum og missa harvið nógv stig í fyrru hálvu av kappingini og harvið møguleikan at spæla við í oddinum. Saknurin av Kjartani Johansen verður eisini týðiligur í vetur. Eg síggi ikki KÍF vera millum tey fremstu liðini í vetur. Við frágongd av Fríða, Tony, Frederik og danska málverjanum, missa teir stóra styrki, serliga í verjuni. Nýggir spælarar eru komnir til felagið, og stórt arbeiði liggur nú fyri framman at fáa samansjóða liðið til eina nýggja eind. Eitt boð til meistaraheitið í vetur er Neistin. Teir vístu til tíðir gott spæl í fjør, men vóru eitt sindur ov óstøðugir. Teir hava næstan allar spælararnar frá í fjør við aftur og hava harafturat fingið tilgongd av royndum spælara sum Tróndi Kragesteen og einum donskum spælara við royndum úr donsku 1. divisjón. Skal eg geva eitt boð uppá ein nýggjan meistara í vetur, so má tað verða Kyndil. Teir hava flestu spælararnar frá í fjør við aftur og hava fingið góða tilgongd av nýggjum
„
spælarum – serliga Kjartani Johansen, Lars Blak og einum serbiskum høgra bakki. Stóri trupulleikin í fjør vóru óstøðugu avrikini, men eg havi varhugan av, at teir hava fyrireikað seg væl til hetta kappingarárið. VÍF er eitt av liðunum við flest útskiftingum í hópinum. Teir hava framvegis ársins málverja og árins álopsspælara á liðnum, saman við landsliðsspælarum sum Juliani Olsen, Andriasi Eriksen og Sjúrði Olsen. So heilt galið verður tað ikki. Teir hava eisini fleiri evnaríkar ungar spælarar at seta við, har av fleiri longu hava spælt eitt sindur á besta liðnum, so man ikki Ingi Olsen fær samansjóða eitt rímiliga gott lið tá avtornar. Teir vera helst eitt av liðunum, sum skulu brúka nakað av tíð at finna javnvágina aftur, so eitt triðja- ella fjórðapláss í vetur, meti eg sum eitt flott úrslit. Føroyameistararnir úr H71 hava eina stóra og torføra uppgávu fyri framman. Teir hava mist tríggjar stórar profilar, Peter Krogh, Helga H. Hoydal og Jónas Djurhuus, og eg vænti, at saknurin í teimum verður stórur, serliga í byrjanini av kappingini. Tað góða fyri hoyvíksingar er, at teir hava eitt sera vælskipað felag við góðum venjarum og nógvum spælarum, so útskiftingin verður kanska lættari enn fleiri halda. Eg giti, at tá avtornar, eru teir við í kappingini um finaluplássini, saman við Kyndli og Neistanum. Eg fari at ynskja øllum at gott og eydnuríkt kappingarár 2017/18. Við ítróttakvøðu Birgir Hansen, viðmerkjari
48
Trúfastur og íðin hondbóltsmaður Øll hondbóltsfólk í Føroyum kenna hann, og øll vita, at hann heldur við Kyndli. Men hann heldur eisini við Føroyum og fer heilt til Algeria at stuðla føroyskum hondbóltsspælarum, um tað krevst. Fáur er so eldhugaður í hallunum sum Ásbjørn Nattestad, og tað fer ikki at broytast, sigur hann. Seinnu árini er hann farin at savna saman hagtøl frá dystum í bestu deildunum og er komin aftur til 1985
Orð Uni Arge Myndir Jens Christian Vang
„Eg nytti onki sjálvur í hondbólti. Eg havi eitt veikt skot, skjóti altíð í sama stað og renni seint. Haraftrat eri eg ikki serliga kropssterkur.“ Ásbjørn Nattestad sparir ikki upp á lýsingarorðini, tá hann skal greiða frá, hvussu avmarkað evnir hann heldur seg hava sum hondbóltsspælari. Hann spældi øll ungdómsárini við Kyndli, men minnist ikki, at hann gjørdi nakrar skreytir á vøllinum. Tá hann var 17–18 ár gamal, gavst hann, men á áskoðaraplássunum hevur hann ongantíð helmað í. Tá Kyndil spælir í mansdeildini ella kvinnudeildini, hoyrist og sæst hann væl, og er annað av grønu liðunum í eini steypafinalu ella FM-finalu, meiggjar hann andlitið út við grønari krígsmáling og stýrir rópunum av áskoðaraplássunum. Eisini trummar hann og átalar mistøk, sum hann sær dómararnar gera. Áskoðarar hjá mótstøðuliðum halda viðhvørt, at Ásbjørn rópar ov nógv á áskoðaraplássunum. Men fyri kyndilsfólk hevur hann avgerandi týdning. Eru tey mótfallin og tigandi, tí illa gongst á vøllinum, fer Ásbjørn at rópa og trumma: Kyndil, bumm, bumm, bumm! Og so kemur lív í fjøldina aftur. „Tá eg fari í holt við okkurt, geri eg tað við lívi og sál. Á áskoðaraplássunum spari eg meg ongantíð. Dugir tú ikki sjálvur á vøllinum, mást tú royna at gera tað, tú dugir, uttan fyri vøllin, so spælararnir kunnu kenna seg væl og vinna,“ sigur Ásbjørn Nattestad.
VAKSIN UPP VIÐ KYNDLI Ásbjørn er sonur Oddvá og Niels Nattestad, Natta, sum spældi við besta liðnum hjá Kyndli frá 1964 til 1982. Natte hevur spælt flestar dystir fyri Kyndil í vaksnamannadeild, 665 tilsamans, og skotið heili 2168 mál. Eisini hevur hann verið formaður í Kyndli í fleiri ár.
Ásbjørn Nattestad
Ásbjørn varð føddur í 1979 og minnist tí ikki bestu árini hjá pápanum á vøllinum, men mangan hevur hann hoyrt um øll meistaraheitini, ið menninir hjá Kyndli vunnu. Hann sá eisini pápa sín, Sverra Jacobsen og aðrar góðar kyndilsmenn spæla í 2. deild, áðrenn teir góvust heilt. Tá vunnu teir eisini nógv. „Kyndil hevur altíð verið ein partur av okkara húsi, og eg gjørdist av tí sama svorin kyndilsmaður. Eg viltist einar tveir mánaðir yvir í H71, tá eg var 12 ár. Eg minnist, at vit vandu í fimaleikahøllini í Hoyvíkar skúla, men eg var skjótur heimaftur í Kyndil,“ sigur Ásbjørn flennandi. Felagsskapin í Kyndli setir hann høgt, tí felagið er næstan sum ein familja. „Øll koma hvør øðrum við í Kyndli, tí felagið leggur stóran dent á, at øll skulu kenna seg væl. Viðhvørt fái eg rós fyri mítt ídni á áskoðaraplássunum, og tá kenni eg meg takksaman og eyðmjúkan. Eg geri tað fyrst og fremst fyri felagið,“ sigur hann. Ásbjørn Nattestad búði frá 2011 til februar 2017 á Eiði. Har hjálpti hann nógv til í EB. Hann spældi sjálvur, dømdi nógvar dystir og vandi eitt tíðarskeið 2. deild hjá kvinnum. Ásbjørn hevði als ikki ilt við at hjálpa einum øðrum felag enn Kyndli. „Eg eri fyrst og fremst kyndilsmaður, men eg vil grundleggjandi eisini hjálpa føroyskum hondbólti. Tað
49
var púra natúrligt fyri meg at fara við til Algeria, tá U21-menninir kappaðust har. Fyri meg hevði tað verið undarligt ikki at farið, tí eg brenni so nógv fyri føroyskum hondbólti,“ sigur hann.
SAVNAR SAMAN HAGTØL Ásbjørn Nattestad hevur seinnu árini gjørt nógv burturúr at savna saman hagtøl í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum. Íblásturin hevur hann fingið frá pápa sínum, sum eins og tey flestu í Kyndli hevur havt stóran áhuga fyri hagtølum. „Eg var liðleiðari hjá 1. mansliði hjá Kyndli fyri 10 árum síðan og fór tá at skriva málskjúttarnar upp. Síðan fekk eg áhuga fyri at vita, hvussu kyndlsmenninir stóðu seg í kappingini við spælararnar á hinum liðunum, og tá fór eg at savna saman hagtøl fyri allar málskjúttarnar,“ greiðir hann frá. Síðan hevur innsavningin bara vundið upp á seg. Farnu 6–7 árini hevur Ásbjørn gjørt fullfíggjað yvirlit yvir málskjúttar, útvísingar, ávaringar, brotskøst og annað í bestu deildunum. Hagtølini hevur hann
lagt út á Facebook-bólkin Hondbóltskjak, har hundraðtals fólk hava havt gleði av teimum, eisini fjølmiðlafólk. „Eg havi eisini roynt at gjørt yvirlit yvir allar málskjúttar í bestu deildunum frá 1985. Fleiri kappingarár eru fullfíggjað, men 5–6 ár eru ikki. Hetta krevur ein túr á Landsskjalasavnið, har gamlir dómaraseðlar eru. Fái eg umstøður til tað, geri eg yvirlitið fullfíggjað,“ sigur Ásbjørn. Hansara stóri dreymur er at fáa gjørt eitt fullfíggjað yvirlit yvir dystir og mál so langt aftur í tíðina sum gjørligt. Hann ásannar, at tað kann gerast trupult. Ber hetta ikki til, kundi hann ið hvussu er hugsað sær at gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu feløgini hava staðið seg hvørt ímóti øðrum frá byrjan í bestu deildunum. Nú væl gongst hjá fleiri landsliðum, hevur hann eisini ein annan dreym: „Vónandi kemur eitt A-landslið í eitt endaspæl, eins og U21-menninir megnaðu tað. Eg vænti, at hetta eydnast innan 10 ár, tí framgongdin er so stór í hondbóltinum,“ sigur Ásbjørn Nattesatd at enda.
málskjúttarnir gjøgnum tíðina KVINNUR
1633 Rebekka Justinussen 1471 Simona Petersen 1287 Nicoleta Radu Hansen 1060 Daiva Tuomaite 1050 Liljan Djurhuus 971 Jacklin Durhuus 946 Adina Petrea 792 Fríðrún Danielsen Olsen 754 Rannvá Johannesen 744 Gurið Krosslá Mortensen 700 Durita Christophersen Jojic 643 Una Váðklett 642 Agnas Olsen 641 Anja Heinadóttir 619 Randi Skylvsdóttir Wardum 615 Barbara Brauer 603 Alina Olaru Anghel 523 Lina Andriulyte 516 Anna Armgarðsdóttir Brimnes 512 Marjun Falkvard Danberg 510 Annika Thomsen 509 Bára Hansen
Av tí, at málskjúttarnir í hesum yvirlitinum bara ganga aftur til 2004, eru tað fleiri aðrir spælarar, ið eisini hava fleiri enn 100 mál og raðfylgjan broytist allarhelst, tá skrásetingin aftur til fyrstu dómaraseðlarnar er gjørd. Sambært skrásetaranum sjálvum, Ásbjørn, eru tað vestmenningarnir Sámal Joensen ella Agnar Joensen, sum hava skorað flest mál í bestu deildini hjá monnum gjøgnum tíðina. Tó er tað nógv, ið bendir á, at Filip Jojic fer fram um teir á máltalvuni, nú Sámal og Agnar eru givnir, tí Filip eigur helst fleiri góð ár eftir á hondbóltsvøllinum.
2004–2017
Mál Spælari
Ásbjørn Nattestad arbeiðir við at skráseta hagtøl frá hondbóltsdystum av egnum áhuga, og hann hevur millum annað skrásett allar málskjúttar, sum hava skotið fleiri enn 100 mál frá 2004 til nú. Ætlanin er at skráseta øll mál so langt aftur í tíðina, sum tilber.
Lið StÍF Kyndil/Neistin/Tjaldur Neistin/Stjørnan/VÍF VB VÍF Kyndil/Neistin/VÍF Tjaldur/VÍF/Tjaldur StÍF VB VB Stjørnan/VÍF Stjørnan VÍF Kyndil/Neistin Kyndil Neistin Stjørnan/Søljan/Tjaldur Kyndil/Neistin/Søljan/VB Kyndil Neistin Neistin/Tjaldur Neistin
Mál Spælari
482 475 456 450 436 429 423 391 388 386 382 365 363 362 360 356 347 343 342 318 311 305
Lið
Turið Arge Samuelsen Ioana Rapa
Kyndil/VÍF VÍF
Ninna Katrin Johansen Heidi Maria Akselsen
StÍF Kyndil/Neistin/Søljan/VÍF
Bára Krosslá Mortensen
Helga Eyðunsdóttir Kjærbo Ása Dam á Neystabø
Neistin Neistin/StÍF/Stjørnan
Birna Tummasardóttir Jórun Skylv Ludvig
StÍF Kyndil/Neistin
Bára Skaale Klakkstein Anna Kristina Samson
Stjørnan Stjørnan
Annika Karlsdóttir Ljósstein Laila Jespersen Eystberg Paula Berg Høgnesen
Joan Midjord Joensen Bára Berthelsen Tóra Seloy
Neistin/Stjørnan VB StÍF
Stjørnan StÍF VÍF
Birita Wardum
Poula Dulavík Berg Ella Petersen
VB Neistin
Eir Martinsdóttir Berg Lovisa Lassen
VB
Neistin
StÍF Stjørnan
Mál Spælari
305 303 296 295 291 285 273 261 261 245 243 242 232 229 221 218 218 217 216 214 213 213 201 196 188 186 185 174 171 163 155 154 151 151 149 144
Lið
Gintare Butkeviciute Heidi Sevdal
VB StÍF/Tjaldur/VÍF/Tjaldur
Durita Karlsdóttir Ljósstein Danijela Mistric
Stjørnan/VÍF VB
Svava Vestergaard
Valentina Luciu
VB
Christina Holm
VB Stjørnan
Rakul Augustinussen
Súnfríð Berg Johansen Aukse Vysniauskaite
Neistin
StÍF VB
Birita Ingolfsdóttir Jacobsen Bára Krossteig Hansen Judit Dam Jacobsen
Ásleyg Súnadóttir Unn Kragesteen
Neistin Kyndil Stjørnan
Súsanna Petersen
Kyndil Kyndil Neistin
Marianna Geirsdóttir Eystberg Katarina Stepanov Ingrida Kuodyte Mina Sirdal
Daniella Joensen
Stjørnan VB
VB
Neistin/VÍF
Bjarta Osberg Johansen Simona Florea
Kyndil Kyndil/Stjørnan/VÍF
Jansý Jacobsen
Stjørnan
Fríða Marjunardóttir
VÍF Stjørnan
Guðrið Geirsdóttir Eystberg Cornelia Rimbu
Gintare Lydekaite
VÍF VB Kyndil/StÍF
Hertha Jónsdóttir Simonsen Edith Hansen
Kyndil Tjaldur
Eilin Súsanna Hansen
Irena Dam
Kyndil/VÍF
Stjørnan
Una Egilsdóttir
Tóra Eliasen
Guðrið Poulsen
Søljan Kyndil/Stjørnan
Katrin á Neystabø
StÍF
Neistin
Mál Spælari
144 144 143 141 139 137 136 135 131 131 131 130 129 123 122 121 120 118 117 117 117 115 115 111 107 107 106 105 103 100
Lið
Arnleyg Haraldsen Ema Bezanovic Lilja Mohr
Søljan Stjørnan/VÍF Neistin
Unnur Danielsen Beinta Joensen Heidi Joensen Durita Thomsen
Stjørnan Neistin Stjørnan/Tjaldur VÍF
Rúna Midjord Jacobsen Milica Rankovic
VB Neistin
Marianna Holm Jacobsen Finngerð Jensen
Jacoba Langgaard Jóhanna í Króki Brynja Høj
Tjaldur StÍF/Stjørnan/Tjaldur
Ansy Sevdal
Neistin
Torgunn Johansen
Kyndil
Neistin
VÍF
Anna Sofía Hjalt Mohr
Rósa Danielsen Elin Stakksund
Kyndil Neistin StÍF
Bára Berg Danielsen
Oddrún Danielsen Corina Demeterca Linda Johannesen
StÍF Stjørnan
Trine Mayland Olsen
Jórun Bech Nielsen
StÍF Kyndil/VÍF
Una Jóhanna Nolsøe
Theresa Joensen
StÍF/Tjaldur/VÍF/Tjaldur
Marjun Tróndarson
VÍF VÍF
Ronja Midjord Mikkelsen
Elisa Leo
VB Neistin VB
Stjørnan VÍF
málskjúttarnir gjøgnum tíðina MENN 2004–2017 Mál Spælari
Lið
1180 Filip Jojic Team Klaksvík/VÍF 1101 Finnur Hansson Kyndil/Neistin/StÍF/Team Klaksvík 1010 David Edvardsen Kyndil/Neistin/StÍF 1003 Agnar Joensen KÍF/VÍF 979 Sveinur Justinussen StÍF 904 Sámal Joensen VÍF 863 Bogdan Florea H71/Team Klaksvík 834 Hans Eli Sigurðbjørnsson KÍF 812 Jugoslav Djumic Neistin/VÍF 794 Josef Abrahamsen Kyndil/Neistin 740 Hans Áki Dal-Christiansen KÍF/Kyndil 709 Dánjal Tórgarð H71 623 Andrias Nielsen KÍF 620 Sámal á Tjaldrafløtti Olsen Team Klaksvík 604 Leivur Justinussen StÍF 593 Damir Oros KÍF/Neistin/Team Klaksvík 568 Rógvi Weyhe KÍF 564 Bogdan Florea H71 549 Rúni Vest Højgaard H71 595 Nicklas Selvig KÍF/VÍF 536 Marius Joensen Kyndil/StÍF 517 Blagoje Buha H71/Neistin 514 Høgni Klein Kyndil 498 Esbern Patursson H71 490 Ási Dam KÍF 490 Áki Gærdbo Olsen VÍF 471 Rói Berg Hansen Neistin 450 Áki Egilsnes VÍF 438 Hjalti Mohr Jacobsen Kyndil 437 Teitur Joensen KÍF
Mál Spælari
431 428 417 414 407 402 396 395 382 380 377 376 352 351 346 344 335 333 333 323 328 314 312 312 306 296 294 293 293 291
Lið
Tróndur Kragesteen Ingi Olsen
Gert Åge Hansen Rúni Joensen Áki Mørk
Neistin Neistin/VÍF
KÍF KÍF
Halgir Dahl-Olesen
Borgar Danielsen
Neistin
H71
Høgni Klein Olsen
Kyndil
Janus Einar Sørensen Poul Kjartan Dam
StÍF
Kyndil
Jógvan Gregersen Joensen Heini Hanusarson Bjarti Hansen
Bárður Johannesen Julian Olsen
Kjartan Johansen Zarko Pejovic
Niklas Reginsson Regin Joensen
Rókur Akralíð
VÍF
Kyndil VÍF
StÍF Team Klaksvík/VÍF
KÍF
H71/VÍF
VÍF VÍF
Birgir Poulsen
H71/Kyndil/Neistin/Team Klaksvík
Niels Viggo Niclasen Dánjal Kjærbo
Teitur Magnusson
Pætur Johansen
Kyndil
Andrias Berglíð Sólsker Tony Weyhe
StÍF Neistin/VÍF
Joen Pauli Høgnesen Andrias Eriksen
H71
H71/Kyndil/Team Klaksvík H71/Team Klaksvík
Sakaris Ludvík Súnason
Neistin Kyndil KÍF
StÍF KÍF/Kyndil
290 282 279 279 277 275 269 265 261 260 260 258 250 249 248 247 246 246 243 238 234 230 227 218 216 211 205 205 203 203 202 197 194 190 189 188 185 184 184 182 181
Sjúrður Thomassen Peter Krogh
Janus Sørensen
Neistin H71
Bárður Danielsen
H71
Fríði Reinert Djurhuus
StÍF
Jónas Gunnarson Djurhuus Hans Kári Hansen Hanus Norðberg Áki Olsen
Hallur Biskopstø
Jóannes Prestá
H71/Team Klaksvík VÍF H71
Magnus Müller
KÍF/VÍF StÍF
Bogi Gaard Davidsen Vilhelm Vilhelmsen Terji Mørk
Regin Petersen
Bjarni Sørensen
KÍF
H71 Team Klaksvík Neistin KÍF
H71/Kyndil
Andrass Joensen Rógvi Sørensen Carl Herup Olsen
Neistin Neistin
Hanus Christophersen Karl Jóhan Djurhuus Rógvi Nolsøe
Alexandur Johansen Daniel Rapa
H71
VÍF KÍF/Kyndil/VÍF Neistin
StÍF
Arnbjørn Theodor Hansen Pætur Ólason Joensen
Mark Laursen-Marcher Teis Horn Rasmussen Rúni Joensen
Jakob Jónsson Fríði Weyhe
KÍF/VÍF
KÍF StÍF
H71 Neistin/VÍF VÍF
H71/Kyndil/StÍF
Jens Martin Pauli Mohr
KÍF
Hørdur Fannar Sigthórsson Tróndur Vatnhamar
Andrias Ellingsgaard Mortan Hansen
H71 H71
Jákup Trygvason
StÍF
Dann Thorleifsson
Kyndil H71/Kyndil
Tummas Pauli Hanusarson Sigmundur Nolsøe
Team Klaksvík
Team Klaksvík
StÍF Kyndil/Neistin H71 Neistin
181 180 176 168 166 164 162 160 158 157 153 149 149 147 145 144 142 141 140 139 139 138 138 131 126 125 124 124 122 119 118 109 109 108 108 107 107 105 103 103 101
Beinur Heðinsson Danut Piti Negru Bent Djurhuus
Jørmund Joensen
H71/VÍF StÍF
Kenn Zachariassen Herbjørn Lava
Team Klaksvík
StÍF
Kyndil
Julian Jónsson Johansen Harald Bjørgvin
Sámal Jákup Djurhuus John í Innistovu
Neistin
Kyndil VÍF
VÍF
Frank Brynleifsson Askildsen Tróndur Arge
John Zachariasen
Niels Andreasen Johnny Durhuus Roar Dalsgarð Danni Syhler Artur Johansen Sigmundur Dahl Dusko Petrusic Christian Preda
Neistin
Kyndil/Neistin H71
VÍF
Pætur Thomsen
H71 VÍF H71 Neistin H71/StÍF StÍF H71 Team Klaksvík
StÍF
Hans Arni Bjarnason Thomsen Kyndil/Team Klaksvík Tommy Fletcher
Torkil Mohr Hentze Ragnar Stakksund
Bárður Brimvík Sjúrður Poulsen Steinar Prestá
Neistin
Neistin Kyndil
Jón Rasmussen
Rani Ellingsgaard
Mads Eriksen
StÍF H71/VÍF VÍF StÍF
Kyndil
Torstein Balle
Neistin
Ingi Vagnsson Johannesen Jón Jacobsen
Helgi Hildarson Hoydal Jákup Súni Andreasen Gunnar Bláberg
Rógvi Dal-Christiansen Rúni Johansen Kristoffur
VÍF KÍF Team Klaksvík H71 VÍF H71 Kyndil Kyndil/StÍF Kristoffersen
Kyndil
54
Night cup Aftur í ár skipar VÍF fyri náttarhondbólti fyri tey yngru liðini í Føroyum í heystfrítíðini, eisini nevnt Night Cup. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, har børn í aldrinum U10 til og við U14, spæla hondbólt, skapa nýggj vinabond, hugna sær við liðfeløgum og kappingarneytum og heppa á síni lið aftur við tónleiki frá DJ. Kappingin, sum er í høllini í Vestmanna, fevnir um eitt heilt samdøgur og byrjar klokkan 10 fríggjamorgun tann 13. oktober við U10 og endar áleið klokkan 8 morgunin eftir við U14. Hetta er fimta árið á rað, at skipað verður fyri Night Cup. Kappingin hevur á hvørjum ári verið sera væl umtókt og hava áleið 430 børn verið við frá feløgum kring alt landið. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá VÍF, www.vif.fo
Night Cup dystur
Føroyingar í útlendskum hondbólti Ongantíð áður hava so nógvir føroyingar spælt hondbólt uttanlands sum nú. Tað er stór útskifting í hópinum hjá at kalla øllum feløgum í ár, eina mest tí, at føroyskir hondbóltsspælarar hava leitað sær út um landoddarnar at spæla hondbólt. Serliga fara vit at síggja nógvar frá gylta U-21 landsliðnum í útlendskum hondbólti í ár. Tær gróthørðu venjingarnar við teimum óteljandi endurtøkunum hava lønað seg. Jónas Gunnarsson Djurhuus spælir við Høj í Ølstykke/Jyllinge, Helgi Hildarson Hoydal við Odder, Rói Berg Hansen við FIF á Frederingsberg, Fríði Weyhe við FfI í Aalborg og Áki Egilsnes við KA í Akureyri. Málverjin Niklas Simonsen heldur fram í Skjern Håndbold, og Hørður Trygvason og Brandur Halgirsson halda fram sum ungdómsspælarar í týska SG Flensburg-Handewitt. Eisini teir báðir, Peter Krogh og Nicklas Selvig, sum eru uppvaksnir í Danmark, men nú eru føroyskir landsliðsspælarar, fara at spæla í Danmark. Peter Krogh við Skive og Nicklas Selvig heldur fram í TMS Ringsted. Allir spæla í næstbestu deildini uttan teir báðir ungdómsspælararnir í Týsklandi. Jóhan á Plógv Hansen, sum er einasti føroyingur í bestu donsku deildini, er nú við at koma fyri seg aftur, eftir at hava verið úti í næstan eitt heilt ár við liðbandsskaða. Tað eru ikki bara mannfólkini, sum skulu royna seg í útlendskum hondbólti í ár. Stórskjúttin hjá Kyndli, Anna Brimnes, er farin til Rødovre, sum er í næstbestu donsku deildini og málverjin úr Vestmanna, Vivian Petersen, er farin til íslendska felagið, Selfoss. Ninna Johansen heldur fram í Aalborg HK, meðan donsku spælararnir á kvinnulandsliðnum við føroyskum rótum, Siw Matras, Kristianna Henneberg Joensen og Pernille Brandenburg, halda fram í feløgunum, TMS Ringsted, Skanderborg og GOG. Helgi H. Hoydal, Niklas Simonsen og Jónas G. Djurhuus
55
A-landsliðið hjá kvinnum í eldin Í summar skrivaði A-landsliðið hjá kvinnum søgu við at vinna sínar fyrstu EM-dystir nakrantíð. Tær gjørdu ikki mætari enn at vinna kappingina í Grikkalandi og vinna Føroyum luttøku í endaligu EMundankappingini. Tað merkir, at komandi hálva árið skulu Føroyar spæla tríggjar heimadystir og tríggjar útidystir. Føroyar eru í bólki við Svøríki, Serbia og Makedonia. Fyrsti dysturin er tann 28. september á útivølli móti Serbia, og sunnudagin 1. oktober ímóti Svøríki í høllini á Hálsi. Landsliðsvenjarin, Scott Harrington, hevur úttikið hesar leikarar til landsdystirnar móti Serbia og Svøríki.
MÁLVERJAR TOMMA PETERSEN, KYNDIL VIVIAN PETERSEN, SELFOSS MARGIT WEIHE FRÍÐMUNDSDÓTTIR, NEISTIN
ÚTILEIKARAR TURIÐ ARGE SAMUELSEN, KYNDIL TÓRA ELIASEN, STJØRNAN NINNA KATRIN JOHANSEN, AALBORG HK MARJUN DANBERG, NEISTIN BÁRA KROSSTEIG HANSEN, KYNDIL DANIELLA JOENSEN, NEISTIN ANNA BRIMNES, RØDOVRE SIV MATRAS, TMS RINGSTED LILJAN DJURHUUS, VÍF KRISTIANNA HENNEBERG JOENSEN, SKANDERBORG BJARTA OSBERG JOHANSEN, KYNDIL PERNILLE BRANDENBORG, GOG BRYNJA HØJ, NEISTIN AGNAS OLSEN, VÍF ANJA ELIASEN, KYNDIL
56
TÍ
SPÆLI EG HONDBÓLT
AMILIA AGNARSDÓTTIR JOENSEN, 9 ÁR FELAG: VÍF LIÐ: U10 HVÍ SPÆLIR TÚ HONDBÓLT? Tí tað er stuttligt, tað er nógv fólk og tað er stuttligt at skora mál HVØNN HONDBÓLTSSPÆLARA DÁMAR TÆR BEST? Hjá kvinnunum dámar mær best Liljan Djurhuus hjá VÍF og hjá monnum dámdi mær best babba, tá hann spældi
TÓRA RÓADÓTTIR, 11 ÁR FELAG: H71
ANDREA HEINADÓTTIR, 6 ÁR
LIÐ: U12
FELAG: Sóljan
HVÍ SPÆLIR TÚ HONDBÓLT? Tí tað er stuttligt og so fær man eisini nógvar vinir
LIÐ: U6 HVÍ SPÆLIR TÚ HONDBÓLT? Tí tað er gott og mann rennur nógv
HVØNN HONDBÓLTSSPÆLARA DÁMAR TÆR BEST? Hilmar Leon Jakobsen hjá H71
HVØNN HONDBÓLTSSPÆLARA DÁMAR TÆR BEST? Mostur
JOHANNES PÓLSSON KRAGESTEEN, 14 ÁR FELAG: Neistin LIÐ: U14 HVÍ SPÆLIR TÚ HONDBÓLT? Hondbóltur hevur altíð verið ein partur av familjuni, so tí havi eg altíð dámað hondbólt HVØNN HONDBÓLTSSPÆLARA DÁMAR TÆR BEST? Mær dámar sera væl Nikola Karabatic
57
FRÍÐI GULLAKSEN, 9 ÁR FELAG: KÍF LIÐ: U10
MATTIAS LAURITSEN, 13 ÁR FELAG: ÍA LIÐ: U14 HVÍ SPÆLIR TÚ HONDBÓLT? Tí tað er hørð venjing, stuttligt og avbjóðandi
HVÍ SPÆLIR TÚ HONDBÓLT? Mær dámar væl at venja og elski hondbólt. So er tað eisini so stuttligt, tí allir vinmennirnir spæla hondbólt HVØNN HONDBÓLTSSPÆLARA DÁMAR TÆR BEST? Mikkel Hansen
HVØNN HONDBÓLTSSPÆLARA DÁMAR TÆR BEST? Nikola Karabatic
LÓA SIGRID DAL CHRISTIANSEN, 7 ÁR FELAG: Kyndil LIÐ: U8
PÁLL JOHANNESEN, 9 ÁR FELAG: VB LIÐ: U10 HVÍ SPÆLIR TÚ HONDBÓLT? Tað er stuttligt, mennandi og ein er saman við vinunum HVØNN HONDBÓLTSSPÆLARA DÁMAR TÆR BEST? Mikkel Hansen
HVÍ SPÆLIR TÚ HONDBÓLT? Eg spæli hondbólt, tí tað er mega stuttligt og man fær nýggjar vinir HVØNN HONDBÓLTSSPÆLARA DÁMAR TÆR BEST? Eg veit einki um nakran hondbóltsspælara, uttan mammu, babba, mostur, Rógva Dal Christiansen og Høgna Klein
58
ÁLMANAKKIN 6. september
STÓRSTEYPADYSTUR 16. september
LANDSKAPPINGARNAR BYRJA 28. september
A-LANDSLIÐIÐ KVINNUR, SERBIA–FØROYAR 1. oktober
A-LANDSLIÐIÐ KVINNUR, FØROYAR–SVØRÍKI 12. juli til 14. januar
A-LANDSLIÐIÐ MENN Í HM-UNDANKAPPING Í ITALIA 17. februar
STEYPAFINALUR, VAKSIN 18. februar
STEYPAFINALUR, BØRN 21. ella 22. mars
A-LANDSLIÐIÐ KVINNUR, FØROYAR–MAKEDONIA 24. ella 25. mars
A-LANDSLIÐIÐ KVINNUR, MAKEDONIA–FØROYAR 18. apríl
FYRRA FM-FINALAN 21. apríl
SEINNA FM-FINALAN 22. apríl
MØGULIG TRIÐJA FM-FINALA 30. ella 31. mai
A-LANDSLIÐIÐ KVINNUR, SERBIA–FØROYAR 2. ella 3. juni
A-LANDSLIÐIÐ KVINNUR, SVØRÍKI–FØROYAR
59
HONDBÓLTSSAMBAND FØROYA YNSKIR ØLLUM
EITT GOTT KAPPINGARÁR
ggja Hesi stuðla hondbóltinum ar til nhald
ál okkara at byggja og skapa til l, um tað er stovnur, virki, sethús okkara, at góðskan og handverkið tað skal halda í nógv ár og skapa er skapt til.
kum, og saman kunnu vit eisini
Tel 355 830 | www.busetur.fo
M
B
M O URI TS EN’S B USSA R
Vága Floghavn: Búmerkið
M
B
M B - TO URS
BÚMERKIÐ:
LITIRNIR:
“FAE”
Blái liturin: Blái liturin er havið ella loftrúmið. Blái liturin vísur tryggleika, seriøsitet og autoritet, hann vísur, at fundamentið er sterkt.
Búmerkið sigur fyrst og fremst hvar og hvat tað snýr seg um, líka mikið hvar í heiminum tað verður víst. CMYK: 0.100.80.0
Pantone: 185 C
Miðað hevur verið eftir at gera búmerkið einfalt, soleiðis at tað lættliga kann nýtast til ymsu málbólkarnar (B2B - B2C - B2G) Búmerkið er tíðarleyst.
GRAFISKA UMHVØRVIÐ:
Pantone 2765
Grøni liturin: Grøni liturin er lívið í og rundanum tað trygga. Tað eru oyggjarnar, tú og eg, tað er tað, sum skapar lív og dynamikk og er eitt mótspæl til tað autoritera. Stórur kontrastur er millum tann djúpa bláa litin og tann næstan “flouriserandi” grøna.
Pantone 382
Fyri at geva Vága Floghavn ella búmerkinum brá av at verða ein miðdepil, eru linjur ella slóðir settar inn sum krossa hvørja aðra og skapa eina kjørbreyt. Her hendir nakað, menniskju møtast, flogfør koma og fara. Grafiska umhvørvið er ikki tengt beinleiðis at búmerkinum, og gevur tí búmerkinum ró og longri livitíð. Grafiska umhvørvið kann tillagast ella takast burtur, alt eftir tørvi og trendi. Meðan búmerkið fær frið.