Norðurlandahúsið í Føroyum

Page 1

Norðurlandahúsið í Føroyum Várskrá 2014

Norðurlandahúsið


Vælkomin Upplivingar Innihald í Føroya heitasta húsi

Opið hús 21. januar kl. 14.00–17.00 Vælkomin til Opið hús – eitt tiltak fyri fyritøkur, fyriskiparar, íverksetarar, listafólk og onnur, ið eru forvitin at hoyra um, hvat Norðurlandahúsið kann bjóða. Upplivið húsið og fáið kunning um útgerð, tøkni, tænastur o.a. Við 30 ára royndum innan listalig og vinnulig tiltøk hava vit bestu karmar og førleikar at hýsa júst tínum tiltaki. Tekna teg ella tína fyritøku við at senda eitt teldubræv til nlh@nlh.fo í seinasta lagi mánadagin, 20. januar.

Open House arrangement for businesses, organisers, ­entrepreneurs, artists and others who are interested in ­hosting arrangements in the Nordic House.

Góðu norðurlandahúsvinir Vit heilsa nýggja árinum vælkomnum við hesi litføgru várskrá, sum verður send øllum húsarhaldum í Føroyum. Árið byrjar við stórfingnu nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri, og síðan koma onnur tiltøk, ið eiga sítt fasta innivist í skránni. Tilveran hjá Norðurlandahúsinum er kjølfest í norðurlendska samstarvinum, og tí verður stórur dentur lagdur á norðurlendska list og mentan. Vit seta tí sjøtul á nýtt átak við heitinum „Land í eygsjón,“ har sjóneykan verður sett á eitt norðurland í eina heila viku. Fyrst fyri er Finnland, har vit gleða okkum til at vísa fjøltáttaða finska list við altjóða dygd. Vit hava eisini ørgrynnu av øðrum tiltøkum innan allar listagreinar og til allar aldursbólkar. Vit vóna, at tú fært eyga á okkurt, ið eggjar teg til at vitja Føroya heitasta hús. Vit síggjast í Norðurlandahúsinum! Vinarliga, Sif Gunnarsdóttir

Dear friends of the Nordic House We welcome the new year with the festive annual New Year´s Concert with the Faroese Symphony Orchestra. Our Spring programme will also feature some exciting new initiatives that are anchored in our Nordic cooperation. Thus for a whole week in February we will celebrate Finnish art and artists. Looking forward to seeing you! Sif Gunnarsdóttir, Director


Konsert / 3

Konsert

Konsert

Vetrarjazzur hevur í nøkur ár verið fastur táttur í januar og hevur kveikt lív í høvuðsstaðin hesa myrku árstíð. Í ár er vetrarjazzurin nakað væl størri í vavi, og umframt heimligu jazzúrmælingarnar eru fleiri útlendskir tónleikarar á skránni. Leygardagin 1. februar verður húsið á tremur við ókeypis konsertum. Byrjað verður kl. 15.00 við bólkinum RUN við Unn Paturson, Anders Jormin og Rógva á Rógvu. Beint aftaná verður konsert við Sunnu Gunnlaugs Trio úr Íslandi. Nýggja fløgan hjá bólkinum, Distilled, hevur fingið sera góð ummæli, og tíðarritið AllAboutJazz sigur m.a., at Gunnlaugs fær alla jazzsøguna at liva á tangentum sínum. Vit bjóða eisini danskar jazzvibratiónir við Mark Solborg Trio, og endabresturin verður í Høllini við Kára Sverrissyni og Bendum Spónum. Henda konsertin kostar 100 kr. Sunnu­dagin verður hildið áfram við barnajazzi kl. 15.00, tá ið Dánjal á Neystabø og Búi Dam bjóða børnum og barnsligum sálum á Ævintýraferð.

Forkunnug konsert við Eivør og Aldubáruni. Við Aldubáruni eru 16 tónleikarar, sum saman við tónleikarunum hjá Eivør fara at spæla løg av fløguni „Room“. Nakrir eivør-klassikarar verða eisini at hoyra, og ikki minst spennandi verður at uppliva tvey spildurnýggj løg. Room kom út á heysti 2012 og varð sera væl móttikin. Nú verður tónleikurin latin í nýggjan ham saman við Aldubáruni, og eins og á fløguni er tað Tróndur Bogason, ið ger orkesturútsetingarnar.

Vetrarjazzur í Norðurlandahúsinum

Eivør og Aldubáran

Concert with Faroese artist Eivør and the ensemble Aldubáran. The music for this special orchestration is arranged by Tróndur Bogason.

Winter Jazz Festival with afternoon concerts featuring Faroese and Nordic jazz bands.

1.–2. februar kl. 15:00 Les meira og keyp atgongumerki á nlh.fo

23. februar kl. 17.00 Atgongumerki: 225 kr. Les meira og keyp atgongumerki á nlh.fo


4 / Land í eygsjón

Land í eygsjón! Sauna. Finlandia. Best í Pisa. Tunglyndi. Mumi. Marimekko. Hvat meira vita vit um okkara norðurlendsku frændur fyri eystan? Norðurlandahúsið fer í vár undir nýtt árligt listatiltak, har sjóneykan verður sett á eitt norðurland í eina heila viku. Fyrst á breddanum er Finnland. Vit bjóða fleiri av mætastu listaprofilunum higar at framføra og at sýna fram sína list.

Finnland Íblástur Rúmligheit í Føroya heitasta húsi

We celebrate Finland for a week with performances by some of the best contemporary Finnish artist.

Dansur

Myndlist

Konsert

Tero Saarinen Company er heimskent dansinavn. Tero Saarinen er dansari og koreografur og vann fyrstu virðisløn í balett í Concours International de Dance í Paris í 1998. Við støði í grund­ leggjandi menniskjavirðum hevur hann skapt og ment eina heilt serstaka saman­renning av balett, butohdansi og japonskum stríðs­ítrótti, har dans­ urin er organiskur og nýskapandi.

Terike Haapoja er myndlistafólk og býr og arbeiðir í Helsinki. Verk hennara umfata sjónbond, installatiónir og pallverkætlanir og eru sermerkt við nýskapandi hátti hennara at brúka tøkni og miðlar. Haapoja samstarvar við bæði listafólk og náttúruvísinda­ fólk, og verk hennara verða sýnd fram á serframsýningum eins væl og felagsframsýningum á altjóða festivalum. Í 2013 var hon partur av finska framsýningarskálanum á Bienaluni í Venesia.

Pekka Kuusisto er violinúrmælingur og vann tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum varð handað á stórfingnari sjónvarpsgallaveitslu í Oslo 30. oktober í fjør. Virðislønin er enn ein staðfesting av framúrskarandi evnunum hjá hesum meistaranum. Umframt at framføra sum solistur saman við altjóða symfoniorkestrum og ensemblum, er hann eisini umbiðin sum orkesturleiðari og tónaskald og hevur í fleiri ár verið listaligur leiðari á Our Festival í Finnlandi. Nú sleppa vit at uppliva kynstur hansara á konsert saman við Føroya Symfoniorkestri.

Tero Saarinen Company

Dance performace with world-famous Tero Saarinen Company. 4. februar kl. 19.30 Atgongumerki: 200 kr.

Terike Haapoja

Art Exhibition with visual artist Terike Haapoja. 2. februar kl. 16.00 Ókeypis atgongd

Pekka Kuusisto

Concert with award-winning violinist Pekka Kuusisto together with the Faroese Symphony Orchestra. 8. februar kl. 19.30 Atgongumerki: 200 kr.


Land í eygsjón / 5

Konsert

Emma Salokoski Emma Salokoski er stjørna á finska singer-songwriter pallinum og hevur úti við 30 útgávur á baki, harav fleiri hava ligið á finsku topplistunum. Tónleikurin er akustiskur og sveimandi popptónleikur, og rødd hennara førir áhoyraran til ein stað, har hann kann finna lekjandi styrki og frið frá strongdini í gerandisdegnum.

Concert with singer-songwriter Emma Salokoski. 6. februar kl. 19.30 Atgongumerki: 150 kr.

Filmur

Finskar filmsperlur Finskur filmur hevur havt vind í seglunum seinastu 20 árini, og serliga er tað viðurkendi leikstjórin, Aki Kaurismäki, sum hevur sett landið á heimskortið. Kaurismäki verður sagdur at vera ein hin mest sermerkti leikstjórin í Evropa og hevur síðan filmin Match Factory Girl (1990) vunnið miklan ans. Tað er júst henda filmin, Norðurlandahúsið fer at vísa saman við spildurnýggja filminum Heart of a Lion (2013) eftir Dome Karukoski. Karukoski fekk sína filmsdebut í 2005 og umboðar eitt nýtt ættarlið av finskum leikstjórum. Tíðarritið Variety hevði Karukoski millum sínar „10 mest ansverdu leikstjórar.“

Two Finnish films: Match Factory Girl by Aki Kaurismäki and Heart of a Lion by Dome Karukoski.

Barnatiltak

Mumi

Mumi man vera kendasta ímyndin av Finnlandi hjá børnum og ungum. Í samstarvi við Strok verður skipað fyri mumirúmi í Dansistovuni við spølum, bókum og øðrum fyri børn.

Mumi-world with games, books and entertainment for children. 3.–7. februar

5. februar kl. 17.00 Atgongumerki: 100 kr.

Festivalatgongumerki: 450 kr. Les meira og keyp atgongumerki á nlh.fo


6 / Skrivikapping / Konsert / Talentkapping

Kapping fyri klassiskar tónleikarar

STELLA POLARIS 2014

Stella Polaris er nýtt fyribrigdi í føroyskum tónleikalívi. Talan er um talent­ kapping, ið skal vera eitt vakstrarrúm hjá ungum, klassiskum tónleikarum. Endamálið er at vísa evnaríkum ungfólki størri ans, at virka fyri, at tey verða fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild fyri á tann hátt at veita eitt íkast til føroyska mentanarlívið. EIK er høvuðsstuðul hjá Stella Polaris.

Skriva ein góðan tekst og vinn eina vik rithøvundaskúla í Svøríki!

Competition for young classical musicians. The grand Finale Concert will be held 1 March.

Høvi verður at lurta eftir øllum luttakarunum í innleiðandi umfarinum dagarnar undan stóru finaluni, sum verður leygarkvøldið 1. mars kl. 19.00 á almennari konsert. Kostnaður fyri finalukonsertina er 100 kr. Lýst verður á nlh.fo, hvussu innleiðandi umfarið verður skipað.

Konsert

skrivikapping fyri 9. floksnæmingar

Skráin er á tremur við spennandi framførslum hjá okkara komandi tónleikarum. Tey framførandi eru næmingar á Musikkskúlamiðnámi, ið er fyrireikingarskeið til hægri lestur í klassiskum og rútmiskum tónleiki. Fleiri av næmingunum eru samstundis virknir í føroyska tónleikalívinum. Fastur táttur á hesum konsertum er, at verandi og fyrrverandi næmingar vísa kynstur síni sum solo- og ensembleleikarar.

Nám og Rithøvundafelag Føroya skipa við stuðli frá Norðurlandahúsinum fyri skrivikapping fyri allar 9. floksnæmingar í Føroyum. Í tí sambandi verður kveikingardagur í Norðurlanda­ húsinum tann 24. januar, tá ið Rakel Helmsdal, Arnbjørn Ó. Dalsgaarð, Petur Pólsson, Marjun S. Kjelnæs og Sólrún Michelsen fara at hava skriviverksmiðjur.

19. januar: klassisk konsert 9. mars: rútmiskur tónleikur 18. mai: crossovertónleikur og nýggjar kompositiónir

Freistin at lata inn tekst er 17. februar, og vinnarin verður kunngjørdur á Barna- og ungdómsbókamentadegnum í Norðurlanda­ húsinum 5. apríl.

Tónleikarar á veg

Gluggin

Tekna teg og les meira á snar.fo.

Writing competition for all pupils in 9th grade.

kl. 16.00 í Klingruni Atgongumerki: 80 kr. fyri eina konsert og 160 kr. fyri allar tríggar.

fyri allar 9. flokkar í landinum 24.Skrivikapping januar Tekna teg og les meira á www.snar.fo. Felags evni fyri kappingina er:

GLUGGI

Lat tínar tankar í júst tey orð, tú hevur hug. Øll sløg av tekstum kunnu vera við í kappingini: ein yrking, ein stuttsøga, ein sangtekstur, ein uppskrift, ein hugleiðing, ein brúkaravegleiðing, ein sjónleikur, ein dreymur, eitt bræv......


Fyrilestrar / Konsert / 7

Fyrilestrar

Norrøna felagið í Føroyum Fyrilestur: Føroysk mentan og samleiki í víkingatíð

Fyrilestur: 200 ár síðan friðin í Kiel

Hvat var tað fyri mentan, sum ávirkaði føroyingar í víkingatíðini og harvið skapti samleika okkara? Við støði í fornfrøðilig­ um útgrevstrum fer Steffen Stumman Hansen at halda fyrilestur um, at kanska vóru føroyingar fyri 1000 árum síðan nógv meira altjóðagjørdir, enn vit higartil hava hildið.

Tað eru liðin 200 ár síðan friðin í Kiel og norska grundlógina. Í tí sambandi kemur virdi norski søgufrøðingurin, Bård Fryden­lund, at halda fyrilestur um politisku hendingarnar tá. Hann greiðir eitt nú frá, hví norsku ognirnar úti í Atlantshavi ikki fylgdu við, tá Noreg sleit sambandið við danska kongsvaldið.

Lecture about Faroese culture and identity in the Viking Age.

Lecture about the 200 year old Treaty in Kiel and Norwegian Constitution.

14. januar kl. 19.00 Ókeypis atgongd

11. februar kl. 19.00 Ókeypis atgongd

Konsert

Heiðurstiltak fyri Simma A. Jacobsen

Konsert

Kirkjukórkonsert Frumframførsla av nýggja verkinum „Nord­ isk Messe“ eftir Sunleif Rasmussen. Verkið fevnir um sálmar fyri kór og symfoniorkestur og er skrivað til norðurlendsku kirkjukór­ stevnuna, sum verður í Føroyum frá 29. mai til 1. juni. Føroya Symfoniorkestur og 125 norðurlendskir kórsangarar framføra undir leiðslu av Bernharði Wilkinson.

Performance of new work by Faroese ­composer Sunleif Rasmussen by the ­Faroese Symphony Orchestra and 125 Nordic choral singers. 31. mai kl. 18.00 Atgongumerki: 200 kr.

Eitt fjøltáttað tiltak, har høvi verður at hoyra ymiskar tónleikarar tulka og fram­føra sangir eftir Simma, sum hevur verið virkin í tónleiki í yvir hálva øld. Hugskotið at heiðra Simma er sprottið úr gleðini at uppliva og framføra sangir hansara og er ein roynd at sýna honum takksemi fyri framúr avrik í tónleika- og mentanarsøgu Føroya. Sangkórið Glymur er stigtakari.

Tribute concert for Faroese music entrepreneur Simme A. Jacobsen. 30. januar kl. 19.30 Atgongumerki: 180 kr.

Talent Tónleikur Fyrilestur í Føroya heitasta húsi


Framsýning

Gay Greenland Gay Greenland er søgan um væleydnaða Gay Pride átakið í Grønlandi. Framsýningin fevnir um 61 vangamynd­ir av samkyndum grøn­ lendingum. Norðurlendski stovnurin, Napa, í Grønlandi hevur tikið stig til framsýn­ingina, og endamálið er at fortelja, hvussu samkynd uppliva veruleikan í Grønlandi. „Vit hava fingið fleiri andlit á grønlendska gayveruleikan,“ sigur fyrrverandi stjórin í Napa, Leise Johnsen, sum sjálv er ein av vangamyndunum á framsýningini.

Barnada

Januar

Februar

M 1

L 1

H 2 F 3

S 2 Barnadansur

T 4

S 5

M 5

M 6

H 6

T 7

F 7

M 8

L 8

H 9

S 9

F 10 Barnadansur

24. apríl Ókeypis atgongd

L 11

Nýggjárskonsert við Føroya Symfoniorkestri

S 12

Mítt yndislistaverk

T 14

Barnadansur

M 10 T 11

200 ár síðan friðin í Kiel (s. 7)

M 12 Barnakonsert – Svøbsk (s. 13)

M 13 Framsýning

M 3

L 4

Art Exhibition: Gay Greenland.

Vetrarjazzur (s. 3) Ævintýraferð (s. 3) Land í eygsjón! (s. 4–5)

H 13 Føroysk mentan og samleiki í Víkingatíð (s. 7)

F 14 Barnadansur

M 15

L 15 Nordisk 2014, Elektrokonsert (s. 14)

Í mars bjóðar Norðurlandahúsið øllum áhugaðum at vera við á framsýning­ ini: Mítt yndislistaverk. Í flestum føroyskum heimum hanga listaverk, og áhugavert hevði verið at sæð tey og hoyrt um, hví tey hava týdning fyri eigararnar. Tí vilja vit fegin læna títt yndislistaverk til eina felagsframsýn­ ing í Norðurlandahúsinum. Øll eru vælkomin at luttaka. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú læna okkum títt yndislistaverk saman við uml. 100 orðum um, hví tær dámar verkið. Hartil skal vera ein mynd av verkinum, har tað hongur í sínum dagliga umhvørvi. List­ frøðingurin, Inger Smærup Sørensen, leggur framsýningina til rættis.

H 16

S 16

F 17 Barnadansur Global Leadership Summit L 18

M 17

S 19 Tónleikarar á veg (s. 6)

M 19

við Niclas Hera Jákupsson M 20 Fyrilsetur Út við strongd – Inn við lívsgleði T 21 Opið hús (s. 2)

H 20 Fyrilestur við Naser Khader (s. 10)

M 22

L 22

M 27

H 27 Mentanarkafé (s. 11)

Art Exhibition: My favourite artwork.

T 28

Polaris F 28 Stella – innleiðandi umfør (s. 6)

14. mars Ókeypis atgongd

M 29

Klipp (s. 11)

H 23 F 24 L 25 S 26

Barnadansur Skrivikapping (s. 6) Bindiskeið (s. 11) Musikkskúladagar

fyri Simma (s. 7) H 30 Heiðurstiltak Mentanarkafé (s. 11) F 31 Barnadansur

T 18

F 21 Barnadansur og Aldubáran (s. 3) S 23 Eivør Fuck – Teateriet Apropos (s. 13) M 24

T 25 M 26 Klipp (s. 11)


Várskrá 2014 / 9

Mars L 1

Apríl Stella Polaris – finalukonsert (s. 6)

T 1

Mai Barnafestivalur (s. 12)

H 1

Gay Pride List Vár í Føroya heitasta húsi

S 2

M 2

F 2

M 3

H 3

L 3 Transatlantisk konsert (s. 15)

F 4

S 4

L 5

M 5

H 6

S 6

T 6

F 7

M 7

M 7

T 4 M 5

Fyrilestur við Bergur Rønne Mobjerg Bókmentarepublikkin Føroyar Er framtíð Føroya grøn? Orkuráðstevna

L 8

Kvinnudagurin (s. 10)

T 8

H 8

S 9

Tónleikarar á veg (s. 6)

M 9

F 9

M 10

H 10

T 11

F 11

dansidagur, L 10 Altjóða Fanclub Dance við Death (s. 15) S 11

M 12

L 12

M 12

H 13

S 13

T 13

Parkinsonfelagið, innsavning

M 14

M 14

L 15

T 15

H 15

S 16

M 16

F 16

H 17

L 17 FM í fitness

T 18

F 18

S 18 Tónleikarar á veg (s. 6)

M 19

L 19

M 19

H 20 Sálarfrøðiligur fakfestivalur (s. 10)

S 20

T 20

F 21

M 21

M 21

L 22

T 22

F 14

M 17

Mítt yndislistaverk, framsýning (s. 8)

Farmakonomfelagið

H 22 Mentanarkafé (s. 11) Klipp (s. 11) Altjóða bókadagur

S 23 Norrøna felagið, aðalfundur

M 23

M 24

H 24 Gay Greenland, framsýning (s. 8)

T 25 Nám X, sangleikur kl. 19.30

F 25

M 26 Klipp (s. 11)

við Poulinu Jóanesardóttir L 26 Bindiskeið (s. 12)

H 27 Mentanarkafé (s. 11)

S 27

F 28 Vónardagurin 2014

M 28

M 28

L 29 Konsert við Thomas Dybdahl (s. 14)

T 29 Mentanarkafé (s. 11)

H 29

S 30

M 30

F 30

M 31 Barnafestivalur (s. 12)

F 23 L 24

Summar í S 25 Norðurlandahúsinum M 26 Tina Dico 7. juni T 27

Summarframsýningin Summartónakonsertirnar mánadag og hósdag kl. 15.00

Messe L 31 Nordisk – konsert við FSO og kirkjukóri (s. 7)


10 / Filmur

Litríkar kvinnur

Altjóða kvinnudagin, 8. mars, fær Norðurlandahúsið vitjan av nøkrum sera litríkum kvinnum, ið hava upplivað, hvussu teirra upprunasiðir, -mentan og -trúgv kunnu skapa avmarkingar og møguleikar í tí landi, tær nú liva í.

We celebrate the International Women´s Liberation Day with colourful music, workshops and stand-up. Stand-up

Shabana Rehman

Radiant Arcadia er danskur kvinnubólkur við 9 tónleikarum, sum framføra og syngja á arabiskum, enskum, týskum, donskum, hebraiskum, jødiskum, bulgarskum, turkiskum og urdu. Endamálið við bólkinum er at vísa, at hóast tær koma úr ymiskum londum og mentanum, so eru fleiri líkleikar enn munir, og at samstarv teirra veitir teimum íblástur og stuðul og ger tær sterkari og betri. Umframt konsert hava tær eisini eina verkstovu, har tú sleppur at royna tína rødd.

Shabana Rehman er ein sensatión. Tá hon fyri 15 árum síðan tók mikrofonina í hond, kom hon sum ein komet inn í mansdomineraða stand-up heimin. Á fyrsta sinni fór ein paki­ stansk genta á pall í Noregi við saftigari satiru og líka frekum søgum sum menninir. Summi elskaðu hana. Onnur hataðu hana. Øll tosaðu um hana. Nú er hon aktuell við framførsluni „For Konge og Fedreland,“ sum higartil hevur verið framførd í sjey londum í fýra heimspørtum og fingið sera góð ummæli. Framførslan snýr seg um at ferðast; um ferðina hjá pápanum frá fátæka Karachi til ríka Oslo; um at verða forfylgd og hótt og mest av øllum um ferðina frá vónloysi til sjálvsviðurkenning og tað at siga JA til lívið!

8. mars Atgongumerki: 150 kr.

8. mars Atgongumerki: 150 kr.

Konsert

Radiant Arcadia

Fyrilestur

Naser Khader – ein kulturkristin muslimur

Sálarfrøðingar skipa fyri almenna fakfestivalinum, har evnið er „Broyting – møguleikar og avbjóðingar.“ Umframt spennandi gestafyrilestur við professaranum, Svend Brinkmann, er dagur­ in á tremur við framløgum um børn og ung, kliniska sálarfrøði, organisa­tión og persónliga menning.

Hann vaks um sum ortodokskur muslimur í Sýria, men flutti 11 ára gamal við familjuni til Danmarkar í 1974. Naser Khader hevur stóra virðing fyri kristna gudinum, ið ikki revsar iva­ samar sálir, og hann sær ómetaliga nógv gott í eini samfelagsskipan, sum byggir á kristin lívsvirðir. Khader, sum eftirlíkaði ynskinum frá 7 ára gamla soni sínum um at verða doyptur, kallar seg í dag ein kulturkristnan muslim.

Psychology Festival held by The Faroese Psychological Association.

Naser Khader will tell his personal story about moving from Syria to Denmark.

VITAN

Sálarfrøðiligur fakfestivalur

21. mars kl. 8.00–17.00 Atgongumerki: 1.250 kr. (matur íroknaður)

20. februar kl. 19.30 Atgongumerki: 290 kr.


Filmur/ Bindiskeið / Mentanarkafé / 11

Málmhøvd

Eg eri tín

Mentanarkafé

(Málmhaus, Ragnar Bragason, Ísland 2013, 97 min.) Hjarta­ nemandi filmur um 12 ára gomlu Heru, sum missir eldra beiggja sín í traktorvanlukku á einum bóndagarði norðan fyri Reykjavík.

(Jeg er din, Iram Haq, Noreg 2013, 96 min.) Norski leikstjór­ in, Iram Haq (f. 1976), vann við hesum filmi fyrstu virðisløn á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck og er norska uppskotið til oscarvirðisløn.

22. januar kl. 19.30

23. apríl kl. 19.30

Í fjør skaptu Kringvarpið og Norðurlandahúsið nýtt samstarv við at senda mentanarkafé beinleiðis úr Norðurlandahúsinum. Við kaféini seta vit sjóneykuna á aktuell og viðkomandi evni á føroyska mentanarpallinum. Prátað verður við fólk, ið gera seg galdandi í mentan og list, og hartil eru panelorðaskifti, spurningar frá áhoyrarum, tónleikur og matmentan á skránni. Fólk hava tikið væl ímóti, og hildið verður nú áfram, tó at nú verður kaféin hósdagar kl. 16.00–18.00.

“Culture-café”: live-radio broadcast from the Nordic House. Set kross við hesar dagar í vár: 30. januar, 27. februar, 27. mars, 24. apríl og 22. mai

Julia

Pionerur

(Julie, Helena Bergström, Svøríki 2013, 102 min.) Svenska Helena Bergström (f. 1964) tulkar klassiska leikin hjá August Strindberg, Fröken Julie, frá 1888. Meistarliga tulkingin, sum er beint eftir bókini, er triði filmur, sum hon hevur gjørt.

(Pioneer, Erik Skjoldbjærg, Noreg 2013, 106 min.) Aksel Hennie spælir fremsti norski pionerurin, Petter, tá kavarar skulu finnast at leggja oljuleiðing á 500 metra dýpi, har eingin hevur arbeitt fyrr. Vit eru í 1981, og arbeiðsgevarar eru amerikanska felagið Subsea og norskir politikarar við iva­ somum áhugamálum.

26. februar kl. 19.30

21. mai kl. 19.30

Vit eru best (Vi är bäst, Lukas Moodysson, Svøríki 2013, 102 min.) Svenski filmsleikstjórin, Lukas Moodysson (f. 1969), sum gjørdi Fucking Åmål, er aftur á løriftinum við eini framúr søgu, ið tekur ungdómin í álvara. 26. mars kl. 19.30

Klipp The film club Klipp presents new Nordic Films. Atgongumerki: 80 kr. Les meira og keyp atgongumerki á nlh.fo

Bindiskeið Í ár eru 5 ár, síðan Norðurlandahúsið skipaði fyri fyrstu bindiverkstovuni, og nú hava úti við 100 kvinnur luttikið á teim mongu skeiðunum, sum føroyskir og útlendskir sniðgevar hava hildið. Føroysk bindilist er nógv ment hesi árini, og dugnaligu føroysku kvinnunum dámar væl at royna nýggjar leiðir. Norðurlandahúsið er fegið um at kunna leggja lunnar undir hesa menning, og vit halda áfram við tveimum verkstovum í vár.

Knitting workshops. Randi Samsonsen: „Bint eina mynd“ Verkstovan tekur støði í tilgongdini at binda eina mynd. Arbeitt verður miðvíst við litsamanseting, litlæru, taktiliteti, kompositión og týdninginum, sum hesi hava fyri myndina. Eisini verður arbeitt við hugtøkunum 2D og 3D. 25.–26. januar 1150 kr. fyri báðar dagarnar íroknað mat. Poulina Jóanesardóttir 26.–27. apríl Kasta eygu upp á nlh.fo og fá meira at vita.


12 /Barnafestivalur

Barnafestivalur

Barnafestivalur

Mánadagin, 7. apríl, verður altjóða frásøgudagur í Norðurlandahúsinum. Dagurin er fyri næmingar í 4.–9. flokki. Í 2014 hevur Unesco valt evnið „Skrímsl og drekar.“ Skúlarnir fáa bræv um, hvussu teir melda til. Tiltakið er samstarv millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommunu og Tjóðpall Føroya. Meira verður at frætta á nlh.fo.

5. apríl verður Barna- og ungdómsbókmenta­ dagur í Norðurlandahúsinum. Nám og Rithøv­ unda­felag Føroya skipa fyri tiltøkum, og vinnarin av skrivikappingini fyri 9. floksnæmingar verður avdúkaður henda dagin.

Altjóða frásøgudagur

Meira verður at frætta á www.nlh.fo

Barna- og ungdómsbókmentadagur

Meira verður at frætta á nlh.fo.

Literature day for children, tweens and teenagers.

International Storytelling Day.

5. apríl

7. apríl

Konsert

Barnakonsertir við Føroya Symforniorkestri Árligu barnakonsertirnar við Føroya Symforniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson verða í døgunum 31. mars og 1.–3. apríl. Strúkarar, sangarar og sjónleikarar framføra íslendska tónleikaævintýrið „Skila­ boðaskjóðan,“ sum verður týtt til føroyskt til hesar barnakonsertir. Þorvaldar Þorsteinsson hevur skrivað søguna, og Jóhann G. Jóhannsson hevur skrivað tónleikin. „Tá Náttartrøllið rænir Lítla Putta, hjálpast øll djórini at í Ævintýrskóg­ inum fyri at bjarga úlvinum, áðrenn sólin setir aftan fyri Sólarlagsfjall …“

Children’s concert with the Faroese Symphony Orchestra performing a musical fairy tale from Iceland. 31. mars–3. apríl Konsertirnar eru fyri barnagarðar og børn í innskúlingini. Stovnar og skúlar fáa bræv um, hvussu meldað verður til.


Listaleypurin / 13

Listaleypurin

Listaleypurin er verkætlan, har Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og kommunurnar skipa fyri, at forskúlabørn og fólkaskúlabørn fáa vitjan av yrkislistafólkum og kunnu uppliva dygdarlist á skúlum sínum. Vitjanirnar eru nógv umbidnar, og tí hevur Norðurlandahúsið keypt eykasýningar av fleiri tiltøkum, so at tey kunnu upplivast í Norðurlandahúsinum, um tað ikki eydnaðist at síggja tey í skúlanum. Almennu sýningarnar eru eisini eitt høvi hjá foreldrum og systkjum at fáa felagsuppliving­ ar tvørtur um aldursmørk.

Family performances from the school programme Listaleypurin.

Konsert

Sjónleikur

Maren, Jørgen, Simon og Theis eru útbúnir fólkatónleikarar úr Danmark. Um framførsluna siga tey: „Vit brúka fá orð á konsertum okkara, tí royndirnar siga okkum, at tess færri orð, tess betur lurta børnini. Vit vilja lata tey vera saman við tónleikarunum, meðan teir skapa intensitet, gleði, poesi og villskap við sínum akustiskum ljóð­ førum. Svøbsk hevur spælt eini 40 barna­­konsertir árliga seinastu seks árini.“

At ganga saman, forelskilsi, tú, eg, vit, at vera normalur, dreymar, vinir, mørk, kenslur, tryggleiki, fyrstu ferð,

Barnakonsert við fólkatónleikabólkinum Svøbsk

Folk music concert for children. 12. februar kl 18.00. Atgongumerki: 50 kr.

Ungdómssjónleikurin „Fuck“ við Teateriet Apropos úr Danmar

humørsvingningar, boppur, villir pissilingar, at fleyga sær, homosexualitetur, paradise og sex … verðin flippar út í ungdómsárunum. Eitt stuttligt ískoyti til sexualfrálæruna, við denti á tað sunna sex- og kærleikslívið. Leikurin var í uppskoti til áskoðaravirðislønina í Aarhus Scenekunstcenters Prisuddeling 2013 og er ætlaður ungum frá 14 árum. Les meira á teaterietapropos.dk.

“Fuck”—Theatre performance for teenagers (14+). 23. februar kl. 19.30 Atgongumerki: 75 kr.

Konsert

Interaktiv barnakonsert við Dánjali Dánjal á Neystabø við bólki bjóða sangir, sum eru „opin stykkir, ið lata seg stýra av spontaniteti, so at børnini fáa ein virknan leiklut í framførsluni.“ Konsertin tekur støði í framførslunum, sum hava verið í skúlum kring landið í sambandi við Listaleypin.

Interactive children’s concert with Dánjal and his band. 6. april kl 16.00 Atgongumerki: 100 kr.

Festivalar Børn & UNG Mentan í Føroya heitasta húsi


14 / Bókadagar

Transatlantic Konsert Dansur í Føroya heitasta húsi

Konsert

Nordisk 2014 Konsert við fýra blómandi elektrobólkum SEKUOIA (DK) :: GOOD MOON DEER (IS) SEA CHANGE (NO) :: BYRTA (FO) Bólkarnir eru valdir av einslistum, soleiðis at teir hóska saman og supplera hvør annan. Høvuðs­ endamálið við Nordisk 2014 er at varpa ljós á norðurlendskan undirgrundstónleik og at geva áhoyrarunum uttan fyri norðurlendsku stórbýirnar høvi at síggja og hoyra nýggjan elektroniskan tónleik. 10 framførslur vera í Danmark, ein í Føroyum og tríggjar í Íslandi. New Nordic—concert with upcoming Nordic electro-pop bands. 15. februar kl. 20.00 Atgongumerki: 60 kr.

Konsert

Thomas Dybdahl Hann er norðmaður og verður sammettur við Nick Drake og Jeff Buckley. Í Noregi er hann stór stjørna og hevur vunnið fleiri Grammy. Talan er um stórtalentið Thomas Dybdahl, hvørs nýggjasta útgáva “What’s Left Is Forever” kom út í september 2013. Upptøkurnar eru gjørdar í Los Angeles og Noregi, og fløgan er framleidd av legendariska Larry Klein, sum m.a. er kendur fyri at hava framleitt fyri Joni Mitchell. Henda útgáva hevur fingið sera góð ummæli, og New York Times skrivar, at hvør sangur er sum ein spent og viðkvom kikkan eftir ondini. Thomas Dybdahl trínur á pall saman við bólki sínum í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið 29. mars.

Concert with Thomas Dybdahl group from Norway.

29. mars kl. 19.30 Atgongumerki: 180 kr.


Dansur / Konsert / 15

Dansur

DEATH – øll doyggja uttan tú Vit hátíðarhalda atljóða dansidagin 2014 við einari framførslu við unga dansi­hópinum Fanclub úr Keypmanna­ havn, sum hevur sett sær fyri at skapa list, ið setir spor og tekur støðu. Sýningin er samansett av tveimum koreografium eftir viðurkendu koreo­ grafunum, Kim Hiorthøy og Serussi Sahar. Deyðin er ein ótømandi kelda til íblástur, spurn­ing­ar og kenslur, og mest av øllum er hann ófrávíkiligur.

Dance performance: Death­—everybody dies but you! 10. mai kl. 19.30 Atgongumerki: 100 kr.

Konsert

Transatlantisk konsert Í sambandi við 30 ára hátíðarhaldið hjá Norðurlandahúsinum í fjør varð skipað fyri elektrokonsert við bólkum úr Føroyum og Íslandi. Norðurlandahúsið var fegið um at bjóða fyrstu almennu framførsluna hjá føroysku elektroduoini Byrta, og aftur í ár eru tey týðandi partur av skránni, har stóri salurin við plássi fyri 800 standandi áhoyr­ arum verður brúktur fyri geva pláss til rørslur og dans. Spennandi føroyska tónlistakvinnan, Greta Svabo Bech, er eisini á skránni, og íslendski bólkurin hesa ferð er Retro Stefson, sum altíð hugtekur áhoyraran við sínum glaða tónleiki og lívligu pallframførslu.

Trance-Atlantic Concert with Faroese and Icelandic electro-pop artists. 3. mai kl. 21.00 Atgongumerki: 150 kr.


Bestu Karmar í Føroyum í Føroya heitasta húsi ★★★★★

Kulturkontakt Nord

Norðurlandahúsið er føroyska kontaktin til norðurlendska mentanargrunnin, Kulturkontakt Nord. Spyr tí okkum um ráð í sambandi við stuðulsumsóknir til grunnin. Send fyrispurningar til ann@nlh.fo og les meira á nlh.fo og á kultur­ kontaktnord.org.

Skalt tú skipa fyri ráðstevnu, móttøku, fundi, konsert, sjónleiki ella øðrum tiltaki? Í Føroya heitasta húsi eru sjey høli í ymsum støddum, skapum og møguleikum. Fá eitt prát við okkum um leigu og samstarv ella fá meira kunning á nlh.fo. Hvat heldur tú?

Nú hevur tú hugt ígjøgnum faldaran og vónandi funnið okkurt tiltak, ið vakti tín ans. Vit vilja fegin hoyra tína hugsan um, hvat tiltak, ið tú heldur vera áhugavert, og hvat tú kanska saknar. Vilt tú fáa ávirkan og siga tína hugsan, far so inn á nlh.fo og skráset teg við navni, teldupostadressu og tí nummari, sum stendur her á baksíðuni. So ert tú við í kappingini um eitt gávukort á 2.000 kr. at brúka til tiltøk í Norðurlandahúsinum. Freistin at vera við er 1. juni 2014.

Norðurlandahúsið er kosið at vera fimmstjørnað ráðstevnustað. Borðkrókur

Vitja húsið og keyp ein leskiligan miðmála so sum sushi, salat, súpan, smyrjibreyð ella annað gott í Borðkróki. Størri bólkar kunnu bíleggja á bordkrokur@bordkrokur.fo. Upplatingartíðir

Mánadag–leygardag: kl.10.00–17.00. Sunnudag: kl. 14.00–17.00. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni. Kunna teg eisini um skránna og møguligar broytingar á nlh.fo. Vitja okkum á Facebook/Norðurlandahúsið í Føroyum. Norðari ringvegur | FO 100 Tórshavn | Tel 351 351 | nlh@nlh.fo

nlh.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.