Norðurlandahúsið Heystskrá 2015

Page 1

2015

NORÐURLANDAHÚSIÐ

HEYSTSKRÁ

í Føroya heitasta húsi

Norðurlandahúsið


HEYSTSKRÁ INNIHALD VÆLKOMIN í Føroya heitasta húsi

September T 1 M 2 H 3 F 4 Eyes as Big as Plates (s. 12) L 5 S 6 M 7 T 8 M 9 H 10 F 11 L 12 S 13 M 14 T 15 Markleys útbúgving (s. 6) M 16 H 17 Autismufelagið F 18 L 19

Veitslan, sjónleikur (s. 8)

S 20 M 21

Vælkomin Frá karatefilmum til jólaklipp. Frá 90 ára gomlum fallskíggjaleyparum til klaverúrmælingar. Frá veitslurøðum til postkolonialismu. Heystið bjóðar okkum stórar mótsetningar og eins stórar upplivingar í Norðurlandahúsinum, og vit eru ikki sørt errin av skránni. Summi tiltøk, so sum barnadansurin og konsertirnar hjá symfoniorkestrinum, hava altíð ella næstan altíð verið her og eyðkenna húsið. Onnur, t.d. orðroyndarstovan

Vit og Asia, fyrilestur (s. 13)

T 22 og verk hjá ungum filmsskaparum, eru nýggj, yvirraskandi og eksperimenterandi. Øll eru við til at skapa eitt livandi, fjølbroytt og ómetaliga spennandi mentanarheyst.

M 23

Eg gleði meg og vóni at vit síggjast í Føroya heitasta húsi í heyst.

Helgason og S 27 Ármann Jóhannes Andreasen, konsert (s. 5) M 28

Sif Gunnarsdóttir, stjóri

T 29 Ráðstevna Nordisk Voksen Læring

Vestnorden Travel Mart

H 24 F 25 Vinnudagur L 26

M 30 Formula kundadagur


3 / Vælkomin

Oktober

November

Desember

H 1

S 1

T 1

F 2

M 2

M 2

L 3

T 3

H 3

S 4

M 4

F 4 Barnadansurin (s. 6)

H 5

L 5 FSO: Jólakonsert (s. 14)

T 6

Barnaverndarstova Føroya F 6 SSP Barnadansurin (s. 6)

S 6

M 7

L 7

M 7

H 8

S 8

T 8

F 9 Barnadansurin (s. 6)

M 9

M 9

L 10

T 10

S 11

M 11

M 5

M 12

Japanskir filmar (s. 9)

Ung í Føroyum (s. 7)

H 10 Rósa Maria (s. 8)

F 11 Geytin (s. 9) L 12

H 12

S 13 Luciu gonga (s. 15)

T 13

F 13

M 14

L 14

M 14

H 15

S 15

T 15

F 16 Fimleikafelagið Ljósið 40 ár

M 16

M 16

L 17 Teitur & Osgood, konsert (s. 4)

T 17

H 17

S 18

M 18

F 18

M 19

H 19

T 20

F 20

M 21

L 21

H 22

S 22

T 22

F 23 Barnadansurin (s. 6)

M 23

M 23

Heystkonsert (s. 5) L 24 FSO, Grafisk sambond (s. 12) S 25

T 24

H 24

M 25

F 25

M 26

H 26

L 26

T 27

F 27 Barnadansurin (s. 6)

S 27

M 28

L 28

M 28

H 29

S 29 Jólaklipp (s. 15)

T 29

F 30 Barnadansurin (s. 6)

M 30

M 30

Barnadansurin (s. 6)

NLH Stongt

L 19 Bókadagar (s. 10–11) Barnadansurin (s. 6)

S 20 M 21

H 31

L 31 Freestyle Phanatix: E-boys (s. 6)

nlh.fo

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo og í móttøkuni í Norðurlandahúsinum.


4 / Konsert

TALENT TÓNLEIKUR MENTAN í Føroya heitasta húsi

KONSERT/CONCERT

Teitur og Osgood Teitur gav sína fyrstu fløgu út í 2002 og hevur síðan tá framført í mestsum øllum heiminum og fingið holla altjóða viðurkenning. Síðsta útgávan hjá Teituri „Story Music“ frá 2013 varð tikin upp í eini gamlari ísfabrikk í Føroyum, og hevur „storytelling“ sum høvuðstema. Danski trummusláarin Kresten Osgood hevur seinastu 16 árini verið sera virkin í danska tónleikalívinum og er skýrdur at vera „tað besta, sum er hent í donskum jazzi síðan 80ini“.

Leygardagin 17. oktober kl. 19.30 í Klingruni. Atgongumerki 190 kr.


5 / Konsert

KONSERT/CONCERT

Ármann Helgason (IS), klarinett og Jóhannes Andreasen (FO), klaver Ármann Helgason er kendur íslendskur klarinettleikari. Hann er útbúgvin á Royal Northern College of Music í Manchester, hevur spælt konsertir víða um lond og hevur m.a. tikið klarinettkonsertirnar hjá Mozart og Copland upp saman við íslendska symfoniorkestrinum. Til hesa konsertina spælir hann saman við føroyska klaverúrmælinginum Jóhannesi Andreasen. Umframt frálíkan norðurlendskan tónleik eftir tónaskøld sum Þorkell Sigurbjörnsson, Kára Bæk og Einojuhani Rautavaara fara Ármann og Jóhannes at spæla romantisku sonatuna í Ess-dur eftir Johannes Brahms.

Sunnudagin 27. september kl 16.00 í Klingruni. Atgongumerki 100 kr.

KONSERT/CONCERT

Føroya Symfoniorkestur – Heystkonsert 2015 • J. Brahms Klaverkonsert nr. 1 • Sibelius Symfoni nr. 2 Víkingur Ólafsson (IS) á klaver. Berharður Wilkinson sum orkesturleiðari. Víkingur Ólafsson er ein lýsandi stjørna á íslendska tónleikapallinum. Hann hevur longu gjørt vart við seg í nógvum ymsum londum og fingið fleiri tónlistaprísir í Íslandi m.a. The Icelandic Optimism Prize 2009. Víkingur er skýrdur av Sunday Times at vera „Iceland’s rising star of a pianist“, og New York Sun metir hann at vera „born to play piano“.

Leygardagin 24. oktober kl. 19.30 í Høllini. Atgongumerki 150 kr.


LISTALEYPURIN BREAKDANCE VERKSTOVUR í Føroya heitasta húsi DANSUR/DANCE

Barnadansurin Barnadansurin er afturvendandi tiltak, har børn saman við vaksnum læra seg kvæði og føroyskan dans. Havnar Dansifelag og Norðurlandahúsið skipa fyri barnadansinum, sum er hvørt fríggjakvøld í heyst (uttan í heystfrítíðini).

9. oktober – 4. desember kl. 20.00 í Dansistovuni (dansað verður ikki 16. oktober vegna heystfrí). Ókeypis atgongd.

BREAKDANCE

RÁÐSTEVNA/CONFERENCE

Freestyle Phanatix er ein norðurlendskur breakdancebólkur, sum framførir og skipar fyri verksmiðjum á høgum støði. E-boys er um evolutión, og listafólkini broytast frá frumverum til apur, frá holubúgvum til homo sapiens. Vit byrja fyri milliónum av árum síðani, men breakdansararnir røra seg til elektroniskan tónleik.

Kunningartiltak um víðari lestur í Føroyum og uttanlands, sum Altjóða Skrivstovan skipar fyri. Tiltakið um dagin er ætlað fráfaringarflokkum í miðnámsskúlum. Tiltakið um kvøldið er alment. Tá fáa øll høvi at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og kunnu tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum.

Freestyle Phanatix: E-boys

Leygardagin 31. oktober kl. 15.00 í Skálanum. Atgongumerki 50 kr.

Markleys útbúgving 2015

Týsdagin 15. september kl. 09.00 og kl. 19.30. Ókeypis atgongd.


7 / Verkstovur

VERKSTOVUR/WORKSHOPS

Ung í Føroyum 2015

Ungdómsmentanarstevnan Ung í Føroyum fyri øll listarliga áhugað frá 13 til og við 18 ár verður aftur í ár, og hesaferð verður hon longri og størri! Ein hálvan dag longri og fleiri luttakarar á størri verkstovum við dugnaligum listafólkum úr Føroyum og hinum norðurlondunum. Frá 12. til 14. oktober eiga tey ungu Norðurlandahúsið. Verkstovur, sýningar og framsýningar bæði innanhýsis og fyri almenninginum gera dagarnar til eina ógloymandi uppliving. Listagreinarnar í ár verða tónleikur, sjónleikur, myndlist, sniðgeving, bókmentir og dansur. Verksmiðjurnar í ár eru: Tónleikur við Jens L Thomsen Sjónleikur við Mariann Hansen og Heiki Riipinen (FI) Dansur við Signhild Meen Waersted (NO) Skriving við Eiriki Örn Norðdahl (IS) Sniðgeving við Onnu Kristini Bæk Myndlist við Sámali Blak Les alt nýtt á ungiforoyum.org

Verkstovur fyri ung: 12.–14. oktober Luttakaragjald: 800 kr. Almenn framsýning: Mikudagin 14. oktober kl. 19.30 í Høllini. Atgongumerki 100 kr.

nlh.fo


8 / Framførslur

TEATURKONSERT/CONCERT THEATRE

Teaturkonsertin Rósa Maria – um stríðið hjá ungari gentu at mennast til búna kvinnu. Teaturkonsertin „Rósa Maria“ byggir á søgu hjá føroyska rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sála, við sama heiti. Fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama um svik, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. Unga gentan Rósa Maria stendur í miðjuni. Vit fylgja stríði hennara at mennast til eina búna kvinnu í eini torførari tíð. Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og lagt øll løgini til rættis í teaturkonsertini.

Frumframførsla mikudagin 11. november kl. 19.30 í Høllini. Atgongumerki 250 kr.

SJÓNLEIKUR/PLAY

Veitslan

Eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukow. So verður Veitslan endiliga hildin í Føroyum. Helgi Dýrindal-Joensen fyllir 65 og heldur sjálvandi stóra veitslu. Elsti sonurin heldur røðu og biður pápan velja millum ta gulu og ta grønu røðuna. Og so koma loyndarmálini fram í ljósið. Danski klassikarin er broyttur til heimlig viðurskifti, og er ein stór norðurlendsk verkætlan við luttakarum úr Íslandi, Grønlandi, Danmark, Noregi og Føroyum. Kristianna Winther Poulsen, framleiðari, og Marita S. Dalsgaard, leikstjóri, hava tikið stig til verkætlanina.

19.–23. september kl. 20.00 (umframt 20. september kl. 16.00) í Høllini. Atgongumerki 240 kr.


9 / Virðislønir/ Filmsýningar

FILMSVIRÐISLØN/FILM AWARD

Geytin

Nýggir, føroyskir stuttfilmar verða vístir fram. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin á 25.000 kr, sum Norðurlandahúsið letur, og sum vinnarin fær handaðar saman við geytastandmyndini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur. Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2015.

Freistin at melda filmin til Filmkvøldið 2015 er tann 11. november. Stuttfilmin skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november.

Fríggjadagin 11. desember kl. 19.00 í Høllini. Atgongumerki 125 kr.

FILMSSÝNINGAR/FILM

Japanskir filmar

Skemt, kærleiki og karate fylla Norðurlandahúsið í tríggjar dagar, tá vit í oktober vísa fimm japanskar filmar. Filmarnir eru: • Yokomichi Yonosuke (A Story of Yonosuke) –Shuichi Okita hevur leikstjórnað • Momoiro sora wo (About the Pink Sky) –Keiichi Kobayashi hevur leikstjórnað • Ryu-kyu Battle Royale (Dancing Karate Kid) –Tsukasa Kishimoto hevur leikstjórnað • High Kick Angels –Kazuhiro Yokoyama hevur leikstjórnað • Haru o seotte (Climbing to Spring) –Kimura Daisaku hevur leikstjórnað

5., 6. og 7. oktober í Høllini. Ókeypis atgongd

nlh.fo


10 / Bókadagar

BÓKADAGAR 2015 LESNAÐUR BÓKMENTAN BÓKMENTIR/LITERATURE

Bókadagar 2015

Í døgunum 20.–22. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa. LabORÐatorium Bókmentirnar eru bygdar upp av orðum, og tað finnast nærum óavmarkaðir møguleikar fyri, hvussu orðini verða nýtt. Á Bókadøgunum 2015 fara næmingar frá Føroya Fólkaháskúla at bera fram alskyns royndir við orðum í LabORÐatoriinum í Skálanum. Allar listagreinar verða tiknar við í hesar royndir, og fáa orðini bæði visuelt, musikalskt , skaldaborið, digitalt og kroppsligt

skap. Vitjandi á Bókadøgunum eru vælkomin sjálvi at luttaka í royndunum og uppdaga nýggjar síður av orðum. Barnarúmið Vitja Barnarúmið á Bókadøgunum, sum í ár verður innrættað í besta Pippistíli. Pippilotta Viktualia Rulligardina Krusmynta Efraimsdóttir Langsokkur fyllir nevniliga 70 ár í ár, og tað skal haldast við manér við søgum, sangi, fløggum og fjasi. Øll eru boðin við í føðingardag, eisini tú. Postkolonialisma í miðdeplinum Torgreidda sambandið millum Danmark og Ísland, Føroyar og Grønland hevur verið nógv viðgjørt í norðurlendskum bókmentum, og fleiri bókmentagranskarar eru farnir at endurlesa hesar bókmentirnar úr einum postkolonialistiskum sjónarhorni. Ein teirra er Jón Yngvi Jóhannsson, sum á Bókadøgum fer at siga frá um Gunnar Gunnarson, sum nýliga er umsettur til Føroyskt. Harafturat fer Jón Yngvi Jóhannsson at luttaka í kjaki um postkolonialistiskar tættir í norðurlendskum bókmentum.


11 / Bókadagar

Rithøvundar Millum teir nógvu rithøvundarnar, sum luttaka á Bókadøgunum 2015, eru hesir, sum allir eru útnevndir til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Niviaq Korneliussen (GL): HOMO sapienne. Tittulin er ein kvinnulig bending av homo sapiens við trýsti á homo sum í homoseksuell. Í roynd og veru er tað ein skaldsøga um kærleika, vinalag og familjubond. Skaldsøgan hjá Niviaq Korneliussen markerar eitt skifti innan ættarliðini í grønlendskari skaldsøgulist. Sólrun Michelsen (FO): Hinumegin er mars Hinumegin er mars er ein skaldslig mynd av tí at eldast, sum leggur dent á týdningin av at steðga á og njóta hvørja stund. Lívið verður lýst sum ein ferð í ymsum pørtum, har tú ikki altíð ert tilvitaður um at vera fult til staðar í hvørjum parti og fáa so nógv sum møguligt burtur úr.

Pia Juul (DK): Avuncular Hví eru tað bara mammubeiggjar ella pápabeiggjar og mostrar ella fastrar í Dunnubýi? Hvat eyðkennir Harra Hulot í Mon Oncle hjá Jacques Tatis, og á hvønn hátt var Dan Turéll pápabeiggi ella mammubeiggi sum „onkel Danny“? Elin á Rógvu (FO): Og mamma! Í nógvum barnabókum lesa vit um ósjónligar vinir. Í „Og mamma!“ er hetta evnið umboðað av einum hana í reyðum smekkibuksum, sum brádliga kemur inn í vælskipaða lívið hjá abbanum. Þórarinn Leifsson (IS): Maðurinn sem hataði börn. Hetjan í bókini er Sylvek Kaminski Arias. Hann er ein spanskur innflytari, sum býr í Reykjavík saman við ommu síni. Mamma hansara er deyð, stórasysturin er horvin, og tey hava næstan brúkt allar evrurnar, sum tey høvdu við í einum posa úr Barcelona.

50.000 kr. fyri bestu bókina Vinnarin av skaldsøgukappingini hjá Bókhandlarafelagnum verður kunngjørdur á Bókadøgum tann 21. november 2015. „Tann føroyska bókhandlaravirðislønin“ er 50.000 krónur, og útgávusáttmáli við BFL fylgir við. Skaldsøgan skal vera ein samtíðarskaldsøga og skal í høvuðsheitum fara fram í føroyska samfelagnum. Søgan kann fara aftur í tíðina, um tað hevur týdning fyri skaldsøguna. Innlatingarfreistin er 1. september 2015. Kappingartreytir v.m. finnur tú á ritograk.fo

nlh.fo

Filmar í Norðurstovu Alt vikuskiftið verða filmar um bókmentir vístir í Norðurstovu. Millum annað verður „Ein regla um dagin má vera nokk!“ hjá Katrini Ottarsdóttir, sum er ein sjálvsmynd av myndlistamanninum Tóroddi Poulsen og „Sporini vaksa úr orðum“, sum er ein lýsing av rithøvundinum Jóanesi Nielsen, vístir.


SÝNINGAR ÍBLÁSTUR MENTAN í Føroya heitasta húsi

FRAMSÝNING/EXHIBITION

FRAMSÝNING/EXHIBITION

Eyes as Big as Plates er ein verkætlan, ið Riitta Ikonen úr Finnlandi og Karoline Hjort úr Noregi hava gjørt í samstarvi við eldri fólk úr øllum Norðurlondum. Pensjóneraðir bøndur, djórafrøðingar, blikksmiðir, operatónleikarar og 90 ára gamlir fallskíggjaleyparar vórðu latnir í hugfloygdar búnar úr nátturutilfari og síðani fotograferaðir úti í náttúruni.

Grafisk sambond er ein forkunnug framsýning við dygdargóðari grafiskari list, sum er framleidd til høvið í Steinprenti í Havn av listafólkunum Bjørn Nørgaard, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven Balslev, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Svend-Allan Sørensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Kathrine Ærtebjerg. Grafisk sambond er ein stór verkætlan, sum í fyrsta umfari fevnir um nøkur av navnframastu donsku samtíðarlistafólkunum, ið hava rannsakað steinprentið og leitað fram ókendar møguleikar við tøknini.

Eyes as Big as Plates

Í sambandi við framsýningina bjóða listafólkini seg fram at taka myndir av eldri føroyingum. Um áhugi er fyri myndatøku, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Norðurlandahúsið.

4. september – 4.oktober í Dansistovuni. Ókeypis atgongd

Grafisk sambond

24. oktober – 19. november í Skálanum. Ókeypis atgongd


13 / Framsýning / Virðislønir / Fyrilestur

VIRÐISLØNIR OG STUÐUL/AWARDS AND GRANTS

Norden í heyst

Samstarvið millum norðurlondini er millum elstu og mest umfatandi økissamstørv í heiminum. Politiska samstarvið byggir á felags virði og ein vilja til at kveikja eina framtakshugaða menning, sum víðkar um norðurlendsku førleikarnar og kappingarevnini. Norðurlendska samstarvið fevnir um Danmark, Finland, Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg, Svøríki og Áland. Stuðul Til ber at søkja stuðul til mentanarligt virksemi úr norðurlendsku grunnunum Kulturkontakt Nord og Nordisk Kulturfond.

FYRILESTUR/LECTURE

Vit og Asia

Umsóknarfreistir Kulturkontakt Nord:

Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya hava gjørt eitt nýtt samstarv um at skipa fyri almennum fyrilestrum, ið viðgera akademisk evni. Ætlanin er at fáa granskarar og aðrar serfrøðingar at kunna um ymisk tíðarhóskandi og viðkomandi evni. Byrjað verður í september við fyrilestri hjá Geir Helgesen. Geir Helgesen er Asiagranskari og spyr í fyrlestri sínum: Eru vit á veg inn í eina nýggja heimsskipan? Kina, Korea og Japan eru áhugað í Arktis og harvið í okkara parti av heiminum. Bræðingin av ísinum og atgongd til nýggjar siglingarleiðir, nýggj ráevni, fisk og eina órørda náttúru draga fíggjarligu risarnar úr Asiu og eisini nógv av fólkinum úr hesum fjølbygda heimsparti, sum mennist skjótt.

Mobilitet (stuðul til ferðing og/ella uppihald í Norðurlondum): 20. august og 22. oktober. Nordbuk (stuðul til tiltøk við børnum og ungum): 15. oktober. Netverk (stuðul til at kveikja norðurlendsk netverk): 1. oktober. Førleikamenning og framleiðsla (stuðul til førleika menning og framleiðslu av tiltøkum o.l.): 17. september. Sí meira á kulturkontaktnord.org

Næsti fyrilestur verður í oktober. Árni Bragason, stjóri á Nordgen, fer at greiða frá norðurlendska samstarvinum um ílegubankar og arvafrøði og arbeiðið á Svalbarð. Í november kemur Sólveig Eiríksdóttir, virðisløntur kokkur, ella matsniðgevi, sum hon eisini kallar seg. Hon lat upp fyrstu vegetarmatstovuna í Íslandi og verður rópt drotningin av vegetariskum og organiskum mati og matmentan í Íslandi.

Nordisk kulturfond (stuðul til mentanarligt virksemi): 1. september 2015. Sí meira á kulturfond.org Virðislønir Endamálið við norðurlendsku virðislønunum er at víðka um áhugan fyri norðurlendska mentanarfelagsskapinum og umhvørvisarbeiðinum og at viðurkenna framúrskarandi listalig og umhvørvislig avrik. Umframt hetta, skulu virðislønirnar hjálpa til at varpa ljós á norðurlendska samstarvið. Virðislønir verða handaðar í bókmentum, filmi, barna- og ungdómsbókmentum, tónleiki og umhvørvi. Virðislønirnar verða í ár handaðar í Reykjavík 27. oktober.

Mánadagin 21.september kl. 19.30 í Høllini. Fyrilestrarøðin heldur fram uml. einaferð um mánaðin til mai 2016. Ókeypis atgongd.

nlh.fo


14 / Jólakensert

JÓLAKONSERT HUGNI FAMILJA í Føroya heitasta húsi

KONSERT/CONCERT

Føroya Symfoniorkestur – Jólakonsert 2015 Ongi jól uttan jólakonsert við Føroya Symfoniorkestri. Skráin í ár fevnir um kendu jólaouverturuna hjá Leroy Anderson, filmstónleik, og vit kunnu gleða okkum til at hoyra evnaríkar, ungar solistar framføra. Stóra barnakórið verður sjálvandi eisini við til at seta sín heilt serliga, jólaliga dám á konsertina.

Sunnudagin 6. desember kl. 14.00 og kl. 16.00 í Høllini. Atgongumerki 50 kr.


15 / Framførsla / Jólatiltak

Komandi tiltøk í 2016 9. januar 15.–16. januar 26.–31. januar 12., 21. februar 9. mars – 3. apríl 12. mars 19. mars 8. –17. apríl 21.–22. apríl 24.–28. mai

Føroya Symfoniorkestur: Nýggjárskonsert Global Leadership Summit Vetrarjazz Land í eygsjón Framsýning: Red Snow Faroese Music Awards Føroya Symfoniorkestur: Várkonsert Barnafestivalur Kórstevna Nordic Performing Art Days

Broytingar kunnu koma fyri

FRAMFØRSLA/ PERFORMANCE

JÓLATILTAK/CHRISTMAS EVENT

Luciu gonga og konsert

Jólahugni fyri familjuna

Næmingar úr Tórshavnar musikkskúla ganga Luciu gongu og framføra tónleik, ið tey hava vant gjøgnum veturin. Atgongumerkjasølan byrjar 1. desember kl. 10.00.

Kom niðan í Føroya heitasta hús ein kaldan vetrardag og hugna tær saman við børnunum. Vit fara at klippa, líma og mála, og møguleiki verður at senda eina fitta jólaheilsan á postkortið. Alt hetta meðan vit njóta eitt leskiligt ábit frá SMAKKA og lurta eftir jólatónleiki. Vakra prýðið hjá Edvardi Fuglø fer aftur í ár at skapa jólahýr í Norðurlandahúsinum.

Sunnudagin 13. desember kl. 17.00 í Høllini. Atgongumerki 50 kr.

Sunnudagin 29. november kl. 14.00-17.00 í Forhøllini. Ókeypis atgongd.

nlh.fo


BESTU KARMAR Í FØROYUM í Føroya heitasta húsi

★★★★★

Skalt tú skipa fyri ráðstevnu, móttøku, fundi, konsert, sjónleiki ella øðrum tiltaki? Í Føroya heitasta húsi eru sjey høli í ymsum støddum, skapum og við ymsum møguleikum. Ring á 351 351 og fá eitt prát um leigu og samstarv ella sí nærri kunning á nlh.fo Norðurlandahúsið er viðurkent, fimmstjørnað ráðstevnustað. Upplatingartíðir

Opening hours

Mánadag–leygardag: kl. 10.00–17.00 Sunnudag: kl. 14.00–17.00 Annars tá almenn tiltøk eru.

Monday–Saturday: 10am–5pm Sunday: 2pm–5pm

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni. Kunna teg eisini um skránna, møguligar broytingar og fylg við í tí, sum hendir í húsinum á nlh.fo og á Facebook / Norðurlandahúsið í Føroyum. Kafé Smakka

SMAKKA bjóðar eina einfalda, holla og heilsugóða matarskrá, ið lagar seg til árstíðirnar og til mentanarvirksemið í Norðurlandahúsinum. Sí matarskránna á smakka.fo Norðari Ringvegur | FO 100 Tórshavn | Tel 351 351 | nlh@nlh.fo | nlh.fo

CONFERENCE FACILITIES It is hereby confirmed that the company mentioned below has been classified according to HORESTA’s criteria for classification of conference facilities and has been awarded

Nordens Hus

2015

Th e Fa r o e I s l a n d s Hotel and Restaurant Association

Faroe Islands


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.