Samband - Vel eina trygga framtíð

Page 1

VEL EINA TRYGGA FRAMTÍÐ

AVGERANDI VAL FYRI FØROYA LAND

TÍN TRYGD FYRI SKJÓTARI SJÚKUVIÐGERÐ

FØROYAR LOKSINS Á SLØTTUM

Síða 2

Síða 3

Síða 5

30 VALEVNI STILLA UPP FYRI SAMBANDSFLOKKIN. ØLL ERU Á S. 6 OG 7


LAT OKKUM GERA ARBEIÐIÐ LIÐUGT Tað gongur væl í Føroyum í dag, og nú ræður um at halda góðu kósina, so framburðurin í Føroyum kann halda fram. Tíðin er ikki til at eksperimentera við landi og fólki. Í staðin skal arbeiðast fyri teirri tryggu framtíðini. Sambandsflokkurin biður um tín stuðul á løgtingsvalinum 1. september, so vit kunnu gera tað týðandi arbeiðið fyri Føroya land liðugt – og seta út í kortið av nýggjum á fleiri økjum. Í hesum valblaðnum hevur tú høvi at kunna teg um nakað av tí, sum Sambandsflokkurin ætlar at fremja, og tað, sum er komið á skaftið í valskeiðinum. Okkara sterka lið av valevnum er sjálvandi eisini við í blaðnum. Góðan lesihug og gott val!

KAJ LEO HOLM JOHANNESEN Floksformaður og løgmaður

AVGERANDI VAL FYRI FØROYA LAND Løgtingsvalið 1. september hevur avgerandi týdning fyri øll í Føroyum. Í grundini skalt tú sum veljari gera av, um Føroyar skulu haldast á tryggari kós, har Sambandsflokkurin hevur ávirkan. Ella um loysingaflokkarnir aftur skulu sleppa at seta vælferðina og – ikki minst – framgongdina í búskapinum í vanda. Fjúrtan ár eftir, at fullveldis-

2

flokkarnir í ábyrgdarloysi skóru hundraðtals milliónir av felags inntøkum okkara, eru vit endiliga komin á slætt. Loksins síggja vit, at javnvág og avlop koma á fíggjarlógina. Endiliga er nakað av rásarúmi í almenna húsarhaldinum. Rásarúmið skal fyrst og fremst brúkast til at betra vælferðartænastur og til at gjalda skuld.

Sambandsflokkurin vil eftir løgtingsvalið eisini seta í verk sjúkuviðgerðartrygd fyri allar føroyingar. Tað skal gerast í samstarvi í Ríkisfelagsskapinum. Bíðirøðir á sjúkrahúsum skulu styttast munandi. Málið er, at øll sjúk skulu fáa diagnosu og verða sett í viðgerð innan fyri í mesta lagi 60. dagar. Fólk við lívshóttandi

sjúku skulu sjálvsagt fram um allar bíðirøðir. Hetta er liður í at skapa eitt tryggari vælferðarsamfelag fyri øll. Sambandsflokkurin biður um tín stuðul á valinum til at gera tað týðandi arbeiðið liðugt.

Les meira á samband.fo


FYRI SKJÓTARI SJÚKUVIÐGERÐ

TÍN TRYGD FYRI SKJÓTARI SJÚKUVIÐGERÐ

LOREM IPSUM DOLOR SIT AMET, CONSECTETUR ADIPISCING ELIT.

Donec ornare lacus ac leo finibus, at semper risus semper. Vestibulum sed blandit tellus, non pellentesque orci. Integer rutrum dapibus nibh. Interdum et malesuada fames ac ante ipsum primis in faucibus. Fusce aliquam et nunc non

Frameftir skulu allir føroyingar, ið gerast sjúkir, hava trygd fyri, at sjúkrahúsverkið kannar, staðfestir sjúku og setur sjúkuviðgerð í verk í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at tú ert komin í samband við sjúkrahúverkið. Um freistirnar ikki halda, skulu sjúklingar hava rætt til viðgerð í Danmark umvegis Ríkisfelagsskapin. Sjúklingar við lívshóttandi sjúkum koma fram um allar bíðirøðir

1

DIAGNOSA

Vanligar sjúkur 2

1

SJÚKRAHÚSVERKIÐ

max.

3

VIÐGERÐARTRYGD 4

max.

DAGAR

DAGAR

1 mán.

2 mán.

BÍÐITÍÐ

BÍÐITÍÐ

Sjúka rakar

Dagur 0

2

Lívshóttandi sjúkur 1

2

VIÐGERÐAST BEINAN VEGIN

Sjúklingar við lívshóttandi sjúkum koma fram um allar bíðirøðir

Um 30 daga freistir ikki halda, hevur sjúklingurin rætt til – umvegis Ríkisfelagsskapin – at fáa viðgerð í Danmark.

Sjúka rakar

Sjúkrahúsverkið er bulurin í vælferðarsamfelagnum. Sjúka kann raka øll, og tá er heilsuverkið álitið. Mangan er heilsuverkið munur millum lív og deyð. Mest umráðandi er at koma skjótt undir læknahond. Tíðarfaktorurin kann avgera, um leking er møgulig. Í heilsuverkinum arbeiða dugnalig starvsfólk fyri bestu tænastu til búkaran. Teirra partur liggur ikki eftir, og brúk verður fyri fleiri heitum hondum.

Sambandsflokkurin vil innføra eina trygd – ein garanti – fyri skjóta sjúkuviðgerð. Øll sjúk eiga at hava vissu fyri, at diagnosa verður staðfest í seinasta lagi 30 dagar eftir, at hin einstaki er komin í samband við sjúkrahúsverkið. Um/tá sjúka er staðfest, skal sjúklingurin innan 14 dagar hava fingið eina ætlan fyri gongdina í viðgerðini. Sjálv sjúkuviðgerðin skal vera byrjað í seinasta lagi 30 dagar eftir, at diagnosan er staðfest.

Vel Sambandsflokkin ella eitt av valevnum floksins 1. september

Alt, sum kann gerast í Føroyum, skal gerast her. Um tað tó onkursvegna ikki bert til at halda 30 daga freistirnar, skal sjúklingurin hava rætt til – umvegis Ríkisfelagsskapin – viðgerð í Danmark. Sjúklingar við lívshóttandi sjúku skulu – eins og nú – fram um allar bíðirøðir. At seta í verk trygd fyri skjótari sjúkuviðgerð er eitt stórt mál at seta sær. Arbeiðið er drúgt og krevur góða fígging. Tí skal ætlanin fremjast í

stigum og í samstarvi við heilsuverkini í Føroyum og Danmark. Heilsuverkið er felagsmál í Ríkisfelagsskapinum. Føroyar og Danmark fíggja málsøkið í felag. Ælanin um sjúkuviðgerðartrygd er liður í strembanini eftir at hava felags støði í felags málum í Ríkisfelagsskapinum. Vit ynskja eitt tryggari samfelag fyri øll.

3


VEL EINA TRYGGA FRAMTÍÐ

Virðiligur aldurdómur er ein grundleggjandi rættur hjá øllum í Føroyum, sum Sambandsflokkurin stríðist fyri

Tíni ríkisborgararættindi geva atgongd til allar tænastur í ríkinum, og tey skulu mennast og verjast

Vit vilja tvífalda talið av lesandi á Fróðskaparsetrinum og stovnseta nýggjar vinnuvendar útbúgvingar Altjóða samstarv og betri handilssáttmálar økja útflutningsvirðið

Vælferðartænastur eru treytaðar av sterkum búskapi. Vit hava tryggjað Føroyum búskaparvøkstur og rúm fyri meiri vælferð

4

Frí privat vinna er umráðandi, tá virkisførar hendur skulu í arbeiði

Les meira á samband.fo


FØROYAR LOKSINS Á SLØTTUM Upptøkan eftir fullveldispolitikkin hevur tikið 14 ár, og nú inntøkur og útreiðslur javnviga, eru vit endiliga komin á slætt. Nú liggur rokningin uppá 6 milliardir krónur og bíðar, og hana mugu vit øll gjalda Fjúrtan ár við hørðum politiskum arbeiði eru endiliga farin afturum. Í 2016 er avlop á aftur fíggjarlógini, eftir at inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum javnviga. Illa gitni búskaparpolitikkurin undir fullveldislandsstýrinum gjørdi tíverri stóran langtíðarskaða á landshúsarhaldið. Hetta er skjalprógvað í almennum hagtølum, ið eru sett inn í strikumyndina niðanfyri. Á myndini sæst, at tey, sum

ætlaðu at loysa fyri danskar pengar, gjørdu júst tað, sum ikki mátti gerast. Inntøkur fyri hundraðtals milliónir vórðu skornar burtur, og samstundis øktu tey útreiðslurnar við hundraðtals milliónum krónum. Botnurin fór undan landskassanum. Undirskotini vuksu. Og Føroyar máttu taka lán fyri at fáa endarnar at røkka saman. Fullveldisflokkar í sonevndu CHEsamgonguni komu aftur til valdið eitt stutt skifti í 2008. Stuttu tíðina øktu

tey enn eina ferð útreiðslurnar við hundraðtals milliónum. Heimskreppan gjørdi sína innrás, og undirskotið í landskassanum øktist í stórum. Uppruddingin hevur verið víðfevnd,

UPPTØKAN EFTIR FULLVELDISSAMGONGUNA Mió. kr.

ÚTREIÐSLUR

INNTØKUR

men nú eru Føroyar loksins á sløttum. Skuldin á 6 milliardir krónur má tó gjaldast, og ta rokningina fáa vit øll. Á løgtingsvalinum kanst tú velja, at góða gongdin skal halda fram.

Á løgtingsvalinum kanst tú velja, at góða gongdin skal halda fram.

5.500

FØROYAR Á SLØTTUM

FULLVELDISLANDSSTÝRIÐ

5.000

Fullveldislandsstýrið skerjir inntøkur og økir útreiðslur við hundraðtals milliónum. Stór undirskot mugu fíggjast við lánum

4.500

14 ár eftir vanlukkupolitikkin hjá fullveldislandsstýrinum eru Føroyar loksins á sløttum búskaparliga. Inntøkur og útreiðslur javnviga. Á løgtingsvalinum kanst tú velja, at góða gongdin skal halda fram.

4.000

3.500 CHE-landsstýrið er við valdið í stutta tíð og økir útreiðslur við hundraðtals milliónum. kr. – uttan at taka hædd fyri minkandi inntøkum.

3.000

CHE

2.500 1999

2002

Vel Sambandsflokkin ella eitt av valevnum floksins 1. september

2007

2011

2015

5


OKKARA VALEVNI Heili 30 sambandsfólk eru uppstillað á løgtingsvalinum 1. september 2015. Henda fjøld av góðum sambandsfólkum er sterk, og tey eru fús at taka tøk fyri Føroyar

6

KAJ LEO HOLM JOHANNESEN

BÁRÐUR NIELSEN

Løgmaður Tórshavn

Løgtingsmaður Vestmanna

JÓNA MORTENSEN

ANNFINN BREKKSTEIN

GITTE KLEIN

ANNA FALKENBERG

Løgtingskvinna Tórshavn

Kundaráðgevi Velbastaður

Varaskúlastjóri Tórshavn

Lesandi Hoyvík

ÁRNI GULDBORG NIELSEN

EYÐBJARTUR S. SKAALUM

HEINI FOSAA

INGI MITTÚN

Hjálparfólk Tórshavn

Lesandi Tórshavn

Stjóri Tórshavn

Fyrisitingarleiðari Tórshavn

MARTIN PAULI JACOBSEN

MAI LAKSÁFOSS SIMONSEN

BERNHARD H. PETERSEN

PETRA IVERSEN

KT-verkfrøðingur Tórshavn

Búskaparfrøðingur Argir

Stjóri Tórshavn

Skrivstovufólk Kvívík

Les meira á samband.fo


EDMUND JOENSEN

ALFRED OLSEN

EDVA JACOBSEN

HELGI ABRAHAMSEN

Fyrrv. fólkatingsmaður Oyrarbakki

Løgtingsmaður Saltnes

Løgtingskvinna Fuglafjørður

Løgtingsmaður Strendur

REIMUND LANGGAARD

MAGNUS RASMUSSEN

VINJARD JOHANSEN

NIELS OLAF EYVINDSSON

Løgtingsmaður Leirvík

Borgarstjóri Lamba

Sølumaður Saltangará

Stjóri Sandvík

CONRAD GAARD JOENSEN

MAGNI LAKSÁFOSS

ERHARD JOENSEN

GERHARD LOGNBERG

Maskinmeistari Vágur

Búskapargreinari Tórshavn

Stjóri Vágur

Løgtingsmaður Skopun

RÓSA SAMUELSEN

EIVIN H. JACOBSEN

BJØRN KALSØ

SVEND SIVERTSEN

Løgtingskvinna Sandavágur

Løgtingsmaður Sørvágur

Landsstýrismaður Syðradalur K.

Arkitektur Klaksvík

Vel Sambandsflokkin ella eitt av valevnum floksins 1. september

7


AVGREITT

Ein long perlurekkja av umráðandi úrslitum er rokkin, meðan Sambandsflokkurin hevur havt leiðsluna í Føroyum. Her er eitt úrval av mest týðandi úrslitunum. Á løgtingsvalinum kanst tú velja, at fleiri góð úrslit skulu røkkast saman við okkum

BÚSKAPUR OG SKATTUR

MENTAN OG ÚTBÚGVING

STÝRING við skili og fastari hond

479 FLEIRI NÆMINGAR í miðnámi og hægri lestri 2008–2014

FØROYAR komnar á slætt og javnvág á fíggjarlógini

188 (27%) FLEIRI NÆMINGAR til Hægri lesnað i tidarskeidnum 2008-2014

BÚSKAPARVØKSTUR í staðin fyri afturgongd SKATTAUMLEGGING so tað loysir seg betur at arbeiða RÍMILIGT TILFEINGISGJALD á tilfeingisvinnurnar ÚTFLUTNINGSVIRÐIÐ størri enn nakrantíð

MARKNAGILSDEPIL fyri 515 mió. kr. RÍKISFELAGSSKAPS-FRÁDRÁTT til lesandi í DK DK-ARBEIÐSLOYSISSTUÐUL við til Føroya, tá nýútbúgvin í DK søkja arbeiði her KRINGVARPSHÚSIÐ útbygt TEKNISKI SKÚLI í Klaksvik útbygdur fyri 36 mió. kr. MIÐNÁMSSKÚLIN á Kambsdali útbygdur fyri 32 mió. kr. ÍTRÓTTARSKÚLI í Vági fingið játtan

SOSIALI PROFILURIN ELDRAØKIÐ til kommunurnar ELDRALÓG fyri fyrstu ferð BARNAUMBOÐSMAÐUR verjir rættindi hjá børnum BARNAHÚS til børn, ið eru fyri kynsligum ágangi og harðskapið

FRÓÐSKAPARSETRIÐ hægri játtan NÝGGJAR YRKISÚTBÚGVINGAR innan matvøruyrkið, sniðgeving og tilvirking úr FØ-tilfeingi ØKTAN LESTRARSTUÐUL til lesandi við børnum LOFTBRÚGV til listafólk

DEPIL til fjølbrekað børn og ung ØKISDEPIL til sálarsjúk er í gerð 40 ÍBÚÐIR til sálarsjúk og menningartarnað FOUNTAIN HÚS við arbeiðstilboðum til sálarsjúk RÚMLIGARI arbeiðsmarknaður ENDURVENJING lógartryggjað

VINNULÍV ALIVINNAN,, størsta útflutningsvinnan, fingið víðkað aliøkir og tryggar umstøður til virksemið UPPISJÓVARVINNAN størri kvotur og betri karmar NÝGGJ STRATEGI FYRI FERÐAVINNU virkar eftir ætlan ATLANTIC AIRWAYS er aftur ogn Føroya fólks

HEILSA NÝGGJUR PSYKIATRISKUR DEPIL samtyktur og LANDSSJÚKRAHÚSIÐ út- og umbygt fyri 400-500 mió. kr.

FLOGFERÐASEÐLAR munandi bíligari NÝGGJAR TYRLUR OG FLOGFØR VÁGA FLOGHAVN útbygd

HEILSUTÆNASTA við ráðgeving innan diabetes, hjarta- og æðrasjúkur, krabbamein o.a.

NÝGGJUR FLOGTERMINALUR fyri 130 mió. kr.

HEILSUDEPLAR stovnaðir kring landið

GRANSKINGARSETRIÐ Inova tikið i brúk

EGINGJALD strikað fyri børn og ung í Heilsutrygd

VÆKSTFONDEN veitir íverksetarum váðafúsan kapital og figging NÝGGJ FERÐAMANNASKIP til Skúvoyar og Norðroyggjar BETRI ATGONGD til faklærda útlendska arbeidsmegi

VEL EINA TRYGGA FRAMTÍÐ


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.