Seinnu árini eru alsamt fleiri farin at ganga í fjøllunum, bæði eftir gomlum bygdagøtum og eisini á nýggjum leiðum, ið millum annað ferðavinnan hevur varpað ljós á.
Tað er gleðiligt, at fleiri njóta okkara vøkru náttúru. Tó hevur økta gongdin hevur havt við sær, at ávís støð eru slitin av nógvu fetunum.
Endamálið við handbókini er at geva fólki og myndugleikum, sum hava áhuga fyri at gera og halda fjallagøtur, nøkur amboð til at skipa arbeiðið eftir, og at vísa arbeiðslag, sum kann gera sterkar gøtur, sum halda, og sum í tilfari og útsjónd samljóða við lendið. Ein felags gøtuloysn kann byrgja fyri tí ávirkan, ið nógv gongd hevur á landslagið og tryggja, at neyðugt fyrilit verður havt fyri náttúruni, har gøtur verða lagdar.
Her ber til at lesa handbókina á netinum ella at taka hana niður. Ynskir tú at fáa eitt prentað eintak av útgávuni, ber til at venda sær til Visit Faroe Islands.