Visit Faroe Islands
ÁRSFRÁGREIÐING 2019
Innihald Inngangur 4 Ferðavinnan 2019 í tølum
6
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni
12
Tey flestu taka undir við “unspoiled, unexplored, unbelievable”
14
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
16
Menningarætlan 20 Visit Faroe Islands
24
Ferðavinnubrandið Føroyar
26
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri yvir 530 mió. kr. 30 Closed for Maintenance, Open for Voluntourism
36
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2019
38
Frítíðarferðavinna 40 Vinnuferðavinna 52 Talgildir miðlar
60
Faldarar 66
2 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Onnur samstørv
68
Starvsfólk og nevnd
70
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 3
Inngangur 2019 gjørdist enn eitt metár. Vit upplivdu vøkstur sjóvegis og loftvegis, eins og í tali av gistingum. Umsetningurin frá teimum útlendsku ferðafólkunum náddi uppá uml. 800 mió. kr. og 715 ársverk verða nú skapt av tí innkomandi ferðavinnuni.
Ferðavinnan í Føroyum veksur, men als ikki í eins stóran mun sum almenna myndin til tíðir hevur víst. Vit hava tvørturímóti tørv á fleiri ferðafólkum. Ferðafólkaárstíðin má halda fram at breiðkast, um framtíðar fíggjarliga burðardygdin hjá vinnuni, ið ger stórar íløgur í nýggjan kapasitet í løtuni, skal tryggjast. Umframt hetta, síggja nógv nýggj upplivingartilboð dagsins ljós runt landið. Tað er tí sera týdningarmikið, at tað framhaldandi verður stórur dentur lagdur á at marknaðarføra Føroyar. Marknaðarføringin av okkara ferðamáli gagnar eins nógv tí samlaðu tjóðarbyggingini av okkara landi, sum tað ger okkara ferðavinnu.
Nýggj menningarstrategi varð framløgd í februar 2019, ið skal tryggja Føroyum eina burðardygga ferðavinnumenning. Nógv arbeiði er longu gjørt og nógv samstørv eru sett á skinnarar millum teir ymsu lokalu partarnar. Í 2019 lanseraðu vit enn eitt stórt altjóða átak, hesuferð eitt sameint marknaðarførings- og menningarátak, Closed for Maintenance, Open for Voluntourism. Hetta má sigast at hava verið kanska okkara mest effektiva átak nakrantíð. Bæði tað, at nógv ítøkiligt arbeiði varð gjørt runt um í landinum, saman við økjunum, og á tí altjóða partinum skapti átakið
serstakliga stóra sjónligheit av Føroyum og eitt PR-virði á útvið eina hálva milliard krónur. Talið av fylgjarum á okkara egnu sosialu miðlum heldur fram at vaksa og er nú útvið eina hálva millión, sum er sera høgt í norðurlendskum høpi. Til samanbering var talið umleið 100.000 í 2015.
Arbeiðið við at økja um talið av ráðstevnum og fundum í Føroyum hevur hildið fram, og eg fegnist serliga um, at tað hevur eydnast at fáa eina avtalu í lag við Tórshavnar Kommunu innan økið, sum fevnir yvir trý ár. Hetta kemur at hjálpa til við at breiðka ferðavinnuárstíðina og er ikki minst av stórum týdningi, nú gistingarkapasiteturin í Tórshavn tvífaldast í 2020. Eg fegnist eisini stórliga yvir at tjóðartøl nú fyri fyrstu ferð eru tøk yvir ferðandi um Vága Floghavn. Hetta gevur okkum eina nógv betri mynd av gestunum, sum koma flogvegis. Í 2019 ferðaðust 103.835 útlendsk ferðafólk um flogvøllin. Hetta talið inniheldur tó eisini útlendingar, ið ferðast í arbeiðshøpi til Føroyar. Mett verður, at talið av sokallaðum "turistum" er minst 70.000. Harafturat vitjaðu umleið 70.000 ferðafólk Føroyar sjóvegis. Við øðrum orðum vitjaðu uml. 140.000 útlendsk ferðafólk Føroyar í 2019. Í hesi ársfrágreiðing fáa tit eina nærri mynd av okkara virksemi í 2019. Takk fyri gott samstarv og góðan lesihug! Tá hendan ársfrágreiðing fer til prentingar, eru vit júst farin inn í korona kreppuna, ið kemur at hava sera álvarslig árin á ferðavinnuna í 2020. Enn er tað tó ov týðliga at meta um, hvussu stórur skaðin verður.
Guðrið Højgaard Stjóri, Visit Faroe Islands
4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 5
Ferðavinnan 2019 í tølum
Ferðavinnan 2019 í tølum Hagstova Føroya savnar í samstarvi við Visit Faroe Islands inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum. Eisini eru neyvari ferðafólkalýsingar gjørdar saman við Gallup GISTINGAR
Síðani 2013, tá gistingartølini aftur vórðu
Gistitalið í Suðurstreymi øktist frá 62% í 2018
Í 2019 vóru 197.886 gistingar skrásettar í
savnaði inn, kann staðfestast, at vit eru farin
til 68% í 2019. Hetta kann samanberast við
Føroyum tilsamans, samanborið við 184.112 í
frá 132.265 gistingum í 2013 til 197.886 í
49% í 2013.
2018. Tað svarar til ein vøkstur á góð 7%.
2019. Hetta svarar til ein vøkstur á 50% fyri
Hagtølini sum Hagstova Føroya savnar inn,
alt tíðarskeiðið. Tá eru Airbnb tøl ikki tald
FERÐASKIP
innihalda tó ikki Airbnb tølini, sum eisini hava
við.
Talið av gestum, sum koma við ferðaskipum
verið í støðugum vøkstri seinastu árini.
varð í 2019 35.524 ferðafólk samanborið við Gistingarhagtølini frá Hagstovuni innihalda
39.514 í 2018. Í 2003 vóru 12.014 ferðafólk
Danmark er, sum áður, enn tann størsti
ikki tølini fyri Airbnb, av tí at amerikanska
við ferðaskipum.
marknaðurin, við uml. 35% av teimum
fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl.
útlendsku gistingunum, samanborið við útvið
Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini,
Talið av skipum í 2019 var 51 samanborið við
50% fyri bert fáum árum síðani. Vøksturin frá
ikki minst tí, at alt bendir á, at hetta er ein av
44 í 2018. Harafturat vóru 17.486 starvsfólk
øðrum marknaðum hevur verið nógv størri
teimum gistingarhættunum, ið er mest
umborð í 2019, samanborið við 18.954 í
enn úr Danmark. Sum tað framgongur, koma
vaksin seinastu trý árini. Samlaða talið av
2018. Nógv av starvsfólkunum velja eisini at
1. Danmark
tey vitjandi í størstan mun frá nærmarknað
gistingum er sostatt størri enn nevnt
fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gevur
2. Týskland
unum, men talið av vitjandi úr meira fjar
omanfyri. Fleiri enn 300 føroyskir brúkarar
eitt samlað gestatal upp á 53.010 í 2019
3. Noreg
skotnum londum økist eisini. Flestu gistingar
leiga nú sín bústað út á Airbnb.
samanborið við 58.468 í 2018. Í 2003 var
4. Bretland
samlaða gestatalið 19.021.
5. USA
hjá útlendingum verða gjørdar á gistingar
TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2019
húsum, heili 85% av teimum samlaðu
Samlaða gistitalið fyri landið á gistingar
gistingunum. 67% av øllum gistingum verða
húsunum øktist frá 58% til 60% í 2019,
So at siga øll skipini løgdu at í Tórshavn í
7. Svøríki
gjørdar í Suðurstreymi. Mest vanligt er at
samanborið við 2018. Gistitalið fyri landið
2019.
8. Niðurlond
koma til Føroyar sum einstaklingur ella í minni
var 44% í 2013, tá hagtalsinnsavningin
bólki á eini frítíðarferð, men talið av
byrjaði.
vinnuferðum er støðugt vaksandi.
6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
6. Ísland
9. Asia Flestu gestir, ið komu við ferðaskipum í 2019,
10. Frakland
komu úr Stóra Bretlandi, USA og Týsklandi.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 7
Ferðavinnan 2019 í tølum
Gistingarnætur 2019. flokkaðar eftir bústaðarlandi og slag av gisting Land
Gistingarhús Ból og Biti Íbúð/Hús Kamping
Danmørk
50.383
Føroyar Europa annars
4.8%
Einstaklingar, business
30.8%
Í bólki (10+), leisure
8.2%
Einstaklingar, leisure
56.1%
2.238
% 4%
Suðurstreymur Tilsamans
Ból og Biti
2
6.138
9.938
6
5802 6465 10376 16002 20449 28564 33575 29955 17291 14026 10350 5031 197886
30.628
18
5.222
4.845
40.713
10.426
141
839
1.962
13.368
2.551
24%
8100
513
2123
2332
13.068
2.732
26%
12.310
54
224
164
12.752
1.032
9%
Bretland
9.351
26
233
356
9.966
2.226
29%
USA
8.956
72
349
172
9.549
3.705
63%
100%
Ísland
8.408
3
249
561
9.221
-12
0%
90%
2016 Alt landið
Svøríki
8.193
145
237
294
8.869
2.339
93
372
1.801
4.605
1.245
37%
80%
2017 Alt landið
Niðurlond Asia
4.088
10
19
58
4.175
558
15%
70%
2019 Alt landið
Frakland
2.583
182
271
890
3.926
1.124
40%
60%
Italia
2.369
174
191
306
3.040
-35 -1%
50%
Spania
2.662
69
99
208
3.038
1.080
55%
Finnland
1.803
18
8
86
1.915
118
7%
Avstralia og NýSæland
1.134
13
18
143
1.308
106
9%
30%
Nær og miðeystur
634
19
124
7
784
225
40%
20%
Norðuramerika annars
663
10
57
730
-18 -2%
Grønland
476
24
64
564
191
Suðuramerika
319
6
14
26
365
188 106%
Afrika annars
272
47
319
Oceania og póløkið
282
-589 -6%
38
51%
282
202 253%
55
4
59
-95 -62%
Norðurafrika
18
18
9 100%
Ikki upplýst
-402 -100%
166.452
2.120
17% -14% 7%
Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) 120%
Gistital - kamarsnætur/kømur
2013 Alt landið 2014 Alt landið 2015 Alt landið
2018 Alt landið
2013 Suðurstreymoy 2014 Suðurstreymoy
40%
2015 Suðurstreymoy 2016 Suðurstreymoy 2017 Suðurstreymoy 2018 Suðurstreymoy 2018 Suðurstreymoy
10% 0%
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
14%
Miðamerika og Karibia
Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) Kamarsnætur í mun til kømur Øki
Árstal
Alt landið
2013
20% 32% 32% 39% 56% 71% 70% 63% 58% 37% 31% 17% 44%
2014
20% 30% 37% 33% 57% 69% 75% 64% 62% 35% 30% 18% 45%
2015
24% 30% 38% 34% 55% 70% 75% 75% 57% 42% 35% 16% 47%
2016
19% 29% 36% 50% 61% 77% 77% 75% 57% 40% 35% 19% 48%
2017
30% 31% 39% 51% 71% 78% 81% 79% 68% 51% 43% 20% 54%
2018
27% 34% 50% 62% 77% 86% 85% 87% 71% 46% 42% 21% 58%
Broyting
2019
28% 32% 44% 59% 75% 89% 91% 89% 75% 62% 46% 23% 60%
2013
20% 33% 36% 42% 62% 78% 77% 70% 68% 43% 35% 20% 49%
2014
21% 33% 45% 38% 67% 76% 86% 73% 71% 40% 34% 19% 51%
13.233
16.081
197.886
Gistingarslag 2019/01 2019/02 2019/03 2019/04 2019/05 2019/06 2019/07 2019/08 2019/09 2019/10 2019/11 2019/12 5.402
4308 4638 8334 11232 15098 19930 21288 20354 13176 11582 8103 4447 142490
55.252
-5.891 -13%
2018-19
Uttan fyri Suðurstreym 1494 1827 2042 4770 5351 8634 12287 9601 4115 2444 2247 584 55396
12.526
7%
Gistingarnætur 2019, flokkaðar eftir slag av gisting og mánaði Gistingarhús
Tils.
1.762
Tils. (bústaðarland)
100.0%
Tilsamans Broyting 18/19
2019/01 2019/02 2019/03 2019/04 2019/05 2019/06 2019/07 2019/08 2019/09 2019/10 2019/11 2019/12
2.577
Noreg
Í bólki (10+), business
Broyting
Øki
530
Týskland
Komur ("Check-ins") í 2019, flokkaðar eftir endamáli við ferðini %-býtið
Gistingarnætur 2019, mánaðarliga, flokkaðar eftir øki
14.328 17.694 21.466 24.976 22.545 15.758 13.496
9.937
Tils.
2018 - 19
4.774 166.452
9%
Suðurstreymoy
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Miðal
58
153
537
582
571
95
107
9
-
2.120 -13%
2015
26% 34% 45% 41% 63% 74% 80% 81% 63% 47% 36% 16% 51%
Íbúð/Hús
176
198
360
890
1.260
2.168
2.835
3.731
842
306
340
127
13.233 -21%
2016
18% 27% 39% 53% 66% 84% 85% 81% 66% 44% 36% 19% 51%
Kamping
222
123
78
726
1.342
4.393
5.182
3.108
596
117
64
130
16.081
2017
27% 29% 42% 59% 81% 86% 88% 85% 80% 63% 49% 20% 59%
2018
26% 35% 57% 66% 82% 91% 89% 93% 79% 49% 46% 22% 62%
2019
30% 36% 54% 66% 86% 94% 97% 96% 89% 78% 56% 30% 68%
Tilsamans
5.802
6.465
8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
10.376
16.002 20.449 28.564 33.575 29.955 17.291 14.026 10.350
5.031 197.886
24% 7%
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 9
Ferðavinnan 2019 í tølum
Gistingarnar í alt, 2013 - 2019
Talið av ferðaskipum, starvsfólkum og komum 1999-2018
2013
2014
2015
2016
2017
2018
2019
132.265
139.250
159.751
161.224
176.798
185.360
197.886
Sengur
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
Ferðafólk
Mannskap
Skip
70 60
50.000
Sengur og kømur á gistingarhúsunum, mánaðarligur kapasitetur ( sengur ella kømur * dagar í mánaði ) Árstal
80
60.000
Gistingarkapasitetur 2013 - 2019, sengur og kømur Kapasitetur
70.000
aug
sep
okt
nov
des
Tils. Broyt.
2013
25,637
22,820
25,265
25,290 26,133 25,590
28,117
28,241 27,060 27,931 27,150
28,055
317,289
2014
27,900
25,984
28,768
27,840 29,946 29,970
30,969
30,969 29,970 30,845 29,850
30,845
353,856 11.5%
2015
26,629
23,268
32,116
31,080 32,302 31,260
29,977
29,977 29,010 29,357 28,410
29,357
352,743 -0.3%
2016
29,822
28,710
30,690
29,700 31,155 30,510
32,519
31,527 30,510 31,651 29,790
29,357
365,941
2017
29,357
27,300
31,651
30,630 31,651 30,990
32,023
32,023 30,990 29,078 27,300
26,412
359,405 -1.8%
2018
25,854
24,640
27,280
28,620 30,597 30,030
32,333
32,333 31,290 32,333 31,290
30,690
357,290 -0.6%
2019
29,698
28,308
31,341
30,480 31,496 30,480
31,496
31,496 30,480 31,496 30,480
28,830
366,081
Kømur
2013
12,276
11,088
12,276
12,180 12,586 12,330
13,299
13,392 12,780 13,206 12,780
13,206
151,399
2014
12,865
11,900
13,175
12,750 13,640 13,770
14,229
14,229 13,770 14,167 13,710
14,167
162,372
7.2%
2015
11,687
10,276
15,035
14,460 15,066 14,580
14,136
14,136 13,680 13,919 13,470
13,919
164,364
1.2%
2016
14,198
13,572
14,508
14,040 14,725 14,460
15,531
14,942 14,460 14,942 14,160
13,919
173,457
5.5%
2017
13,919
12,852
14,942
14,460 14,942 14,640
15,128
15,128 14,640 14,260 13,500
13,237
171,648 -1.0%
2018
12,958
12,124
13,423
14,010 14,911 14,610
15,469
15,469 14,970 15,469 14,970
14,570
172,953
0.8%
2019
14,322
13,748
15,221
14,550 15,035 14,550
15,035
15,035 14,550 15,035 14,550
14,291
175,922
1.7%
50 40.000 40 30.000
30
3.7%
2.5%
20.000
20
10.000
10 0
0 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 Kelda: TAKS / Hagstova Føroya
Gistingarkapasitetur 2013 - 2019, sengur og kømur í tali Sengur 2013
35.000
Sengur 2014 Sengur 2015
30.000
Sengur 2016 Sengur 2017
25.000
Sengur 2018 Sengur 2019
20.000
Kømur 2013
15.000
Kømur 2014 Kømur 2015
10.000
Kømur 2016 Kømur 2017
5.000
Kømur 2018
Fleiri hagtøl kunnu síggjast á www.visitfaroeislands.com/vinna
Kømur 2019
jan
feb
mar
apr
10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 11
Ferðavinnan 2019 í tølum
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar eru sostatt ikki taldir við. Afturrokningar eru gjørdar til 2011.
UMSETNINGUR Útlendsk ferðafólk keyptu í 2019 tænastur og vørur fyri kr. 784 mió. Hetta er ein vøkstur á 7,3% í mun til umsetningin í 2018 á saman lagt kr. 731 mió. Til samanberingar var umsetningurin í 2011 á kr. 384 mió. Hetta er ein vøkstur uppá 104% frá 2011 til 2019. Sundurgreiningin vísir, at 42% av umsetning inum í 2019 stavar frá føroyskum flutnings feløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum (SAS er ikki talt við, av tí at tær inntøkurnar enda uttanlands). Umleið 28% frá matstov um, matvøruhandlum og drykkjuvørum, 13% frá gistingarstøðunum og onnur 10% frá flutningi innanlands og bilaleigu. Írestandi er býtt millum upplivingar, klædnasølu, og aðrari sølu. Umsetningstølini fyri Airbnb eru ikki tald við her. TAKS upplýsir, at Airbnb hevði ein
umsetning í 2018 á 22 mió. kr. Sostatt týðir alt uppá at umsetningurin fyri ferðavinnuna frá teimum útlendsku gestunum í 2019 var á uml. 800 mió. kr. Tá er einki avleitt virksemi talt við, so sum tað at íløgur eru gjørdar í gistingarhús fyri útvið eina hálva milliard í 2019/2020 - pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum.
matstovur og 16% innan gistingar. Størst vøkstur hevur seinastu árini verið í tali av ársverkum innan matstovuvinnuna. Mett verður, at tað eru minst 1000 ársverk knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini tann útgangandi parturin. Mett verður at umleið 70% av starvsfólkunum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.
BRUTTOVIRÐISØKING Bruttovirðisøkingin innan ferðavinnuna er vaksin úr kr. 165 mió. í 2011 til kr. 421 mió. í 2019. Hetta er ein vøkstur uppá 155%.
ÚTFLUTNINGSVIRÐI Ferðavinnan stóð í 2017 fyri 6,4% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Hetta kann sammetast við 6,1% í 2016 og 5,7% í 2011, tá kanningin byrjaði. Tíverri eru ikki nýggjari tøl fyri útflutningin enn fyri 2017. Av tí samlaða føroyska útflutninginum á kr. 10.863 mia. í 2019, stóð ferðavinnan fyri kr. 784 mió.
ÁRSVERK Tann innkomandi ferðavinnan skapti 715 ársverk í 2019, samanborið við 643 í 2018 og 385 í 2011, tá kanningin byrjaði. Gott 35% av ársverkunum eru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur. 31% eru innan
Umsetningur frá vitjandi ferðafólki/innkomandi ferðavinnu Ein meting fyri árini 2011 – 2019 og lýst í mun til samlaða útflutningsvirðið
Ár
2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019
Umsetningur frá innkomandi ferðavinnu í alt
384
421
460
523
568
606
697
731
784
Flutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur
285
309
330
351
369
398
310
332
332
Gistingar og annað hotelvirksemi
34
37
43
67
74
75
76
84
104
Matstovur, matvøruhandlar og drykkjuvørur
38
41
48
49
53
60
175
188
217
Flutningur innanlands og leiga av bili
13
15
19
26
37
40
66
72
78
Upplivingar og aðrir aktivitetir
8
13
14
17
20
18
29
29
32
Klæðir og fótbúnaður
3
4
6
9
9
10
12
12
12
Onnur søla
1
2
2
4
6
6
29
15
10
Útflutningur av vørum og tænastum*
6.689 7.113 7.874 8.257 8.639 9.909 10.863
-
-
Umsetningur frá ferðafólki ímt útflutning íalt**
5,7%
-
-
5,9%
5,8%
6,3%
6,6%
6,1%
6,4%
Viðm.: *Útflutningurin av vørum og tænastum er gjørdur upp av Hagstovuni sum partur av gjaldsjavnanum til og við 2017. **Umsetningurin (søluvirðið) við sølu av vørum og tænastum til vitjandi ferðafólk er ein deilmongd av ferðajavnanum í gjaldsjavnanum og kann tískil berast saman við samlaða útflutningsvirðið av vørum og tænastum. Kelda: Hagstova Føroya
12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 13
Ferðavinnan 2019 í tølum
FERÐAFÓLKAKANNING:
Tey flestu taka undir við “unspoiled, unexplored, unbelievable” Ferðafólk í Føroyum eru sera væl nøgd við ferðaupplivingar í Føroyum sum heild, og ein stórur meiriluti tekur undir við, at Føroyar eru “Unspoiled, Unexplored og Unbelievable”. Hetta vísur ein ferðafólkakanning, sum Gallup gjørdi fyri Visit Faroe Islands Í 2018. Kanningin vísur eisini, at flest ferðafólk leiga hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, og at ein stórur meiriluti (85,3%) heldur ikki, at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum.
14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
NØGDSEMI OG VFI-BRANDIÐ Á einum stiga frá 1 til 5, har 1 var “sera ónøgd/ur” og 5 var “sera væl nøgd/ur”, svaraðu meira enn tveir triðingar av ferðafólkunum, at tey vóru sera væl nøgd við upplivingarnar í Føroyum. Miðaltalið var 4,8%. Ferðafólkini vóru eisini biðin um at siga, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable.” Meira enn helvtin (52,5%) vóru púra samd við VFI-brandinum, 34,4% vóru samd, meðan 11,8% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Miðaltalið var 4,4%. HVAR FERÐAFÓLK GISTA OG TAL AV FERÐAFÓLKUM Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum (38,9%) leigaðu hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, meðan 32,5% gistu á gistingarhúsi. Her skal tó viðmerkjast, at fleiri søgdu seg ikki hava møguleika at gista á gistingarhúsum vegna vantandi pláss, og tí máttu tey velja Airbnb. Spurd um ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, svaraðu tey flestu (85,3%) “nei”, meðan 14,1% svaraðu “ja”. Serliga hildu fleiri, at tað var ikki verandi í Tórshavn, tá ið ferðafólkaskipini lógu við kei, tí ov nógv ferðafólk vóru í býnum. Nøkur hildu, at ov nógv ferðafólk vóru í Mykinesi og at vandi kundi vera á ferð, í mun til náttúruna í Mýkineshólmi. HVAÐANI FERÐAFÓLKINI KOMA FRÁ OG HVAR TEY VITJA Flestu ferðafólkini í kanningini vóru úr Danmark (17,4%), meðan 14,1% vóru úr Týsklandi. Síðani komu ferðafólk úr USA/Kanada (7,7%), Italia (7,5%), Stóra Bretlandi (7,2%) og Fraklandi (7%). Næstan øll (95,4%) vitjaðu í Tórshavn. Síðani vitjaðu 62,1% í Klaksvík, 61,5% í Gjógv, 58% í Vestmanna, 57,8% í Saksun og 50% á Eiði. 31% vitjaðu í Mykinesi.
PENGAR VERÐA BRÚKTIR UM ALT LANDIÐ Ein stórur meiriluti av ferðafólkum (93%) nýttu pengar í Tórshavn. Síðani nýttu 43,3% pengar í ávikavist Klaksvík, Runavík og Tvøroyri. 42,2% nýttu pengar í størri bygdum, sum t.d. í Sandavági, Miðvági, Fuglafirði og Vági. 41,8% keyptu eitthvørt í smáu bygdunum, sum t.d. í Saksun, Tjørnuvík og Gjógv. 26,5% nýttu pengar á smáu oyggjunum, sum t.d. í Fugloy, Svínoy, Mykinesi ella Nólsoy. ANNAÐ Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var “náttúran” (66,5%), og 54,4% søgdu, at besta upplivingin var føroyska náttúran, meðan 19,5% søgdu, at gongutúrar vóru besta upplivingin. Umleið tveir triðingar høvdu gingið túr í náttúruni. Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 11,6% nevndu vantandi matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, 11% søgdu, at príslegan var ov høg, meðan 8,1% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 4,6% søgdu, at ov fáir møguleikar vóru at vera virkin sunnudagar, tí alt var stongt. FERÐAFÓLKAKANNINGIN Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 483 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71,4%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28,4% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn. Øll kanningin hjá Gallup kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 15
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi vaksa skjótast. Sambært WTO er altjóða ferðavinnan sum heild vaksin við 4-5% árliga seinastu nógvu árini, og væntast sami vøkstur fram til 2020. Flest lond kring okkum hava havt stóran vøkstur í nevnda tíðarskeiði.
Hóast Føroyum væntar neyv hagtøl frá 2003-2012, kann staðfestast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv lægri, enn í hinum londunum rundanum okkum, og tað sama við gistitalinum.
mongu ferðatilboðini, ið eru at finna. Fyri at vinnan skal gerast fíggjarliga burðardygg, krevst framhaldandi vøkstur.
Tað lága ferðafólkatalið samanborið við onnur lond, var útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2013, í tøttum samstarvi við vinnuna. Vinnan hevði tørv á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina, og tí varð lagt út við, at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning framum vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Nú byrja vit at hóma ein vøkstur, og tí er tíðin eisini komin til at uppraðfesta menningarpartin. Hetta er gjørt í 2018, har nýggj menningardeild er sett á stovn og farin til verka.
1. At samskipa marknaðarføringina út frá einum felags brandi: Øll marknaðarføring skal samskipast við útgangs støði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar - fyri best møguligu effekt.
Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum ein ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og framhaldandi effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey
16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI:
2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar. 3. Menning: Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum heild í tøttum samstarvi við lokaløkini. Vera ráðgevandi í vørumenning, íløgumenning og útbúgvingarmenning, eins og at veita fíggjarligan stuðul til økir og vinnu.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 17
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM: Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting:
LANGTÍÐARMÁL FRAM TIL 2020 Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð. 2020: · 200.000 gistingar · +450 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 1 mia. kr. í umsetningi
18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutningsfeløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum. MARKNAÐARFØRING OG MENNING Frá 2013 til 2017 hevur alt fokus hjá Visit Faroe Islands verið á altjóða marknaðar føringina, til tess at fáa neyðuga vøksturin fyri at fáa betri fíggjarliga burðardygd í vinnuna. Størst møguligur partur av játtanini
hevur hesi árini tískil verið nýttur til marknaðarmenning framum vøru menning. Arbeitt hevur verið - og kemur eisini framhaldandi at vera - við at leingja ta stuttu árstíðina, og sostatt selja Føroyar sum ferðamál alt árið. Hetta verður gjørt við at royna at fáa fleiri ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta ger tað eisini lættari at fáa fleiri av teimum “røttu“ ferða fólkunum, ið leggja mest møguligan pening eftir seg. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum. Frá 2018 fekk Visit Faroe Islands eisini ábyrgd fyri innlendismenning. Í 2018 varð menningardeildin stovnað, fleiri átøk vórðu sett í verk og arbeitt varð við eini menningar strategi, ið varð sett í sjógvin á vári 2019, ið leggur stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál.
B2C Átøk
A
B2B
B2C
Tiltøk Messur Verkstovur
Tiltøk Messur
B
B2B
Faldarar Tíðindabrøv Sølutilfar Kunningarferðir Heimasíða C
tøk
Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020.
Ein mia. í umsetningi fram til 2020 inniber, at vinnan skal hava ein árligan vøkstur á í miðal 10-11% árliga fyri at røkka málið. Málini eru realistisk at náa við verandi fortreytum.
rá ða
VISJÓN Ferðavinnan skal verða ein nýggj grundvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.
Í fyrsta umfari verður farið eftir teimum marknaðum, sum hava ”low hanging fruits,” tvs. har kunnleikin um Føroyar er lutfalsliga størstur, og har tað harvið er lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun enn áður verður satsað upp á Norðurlond. Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segmentum, tvs. Brúkara (B2C), Fjølmiðlum (Media) og Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknaðum verður eisini arbeitt við fundar- og ráðstevnufyrireikarum. Á B-marknaðunum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og søluliði. Á C-marknaðunum, verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd í serligum førum.
Meira útgreinað kunning fast um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.
a rkn Ma
· A-marknaðir: Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland · B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania, Frakland · C-marknaðir: USA, Kina, Japan, Russland, onnur europeisk lond
Øll marknaðarføring tekur útgangsstøði í ferðavinnubrandinum, og alt arbeiðið skal hanga saman fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjølmiðlar skriva um, til heimasíðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum o.s.fr.
MEDIA Fjølmiðlatúrar Tíðindaskriv Tíðindabrøv Heimasíða
B2C
Faldarar Sosialir miðlar Heimasíða
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 19
Menningarætlan
Á verkstovu í Bø við umboðum frá kunningarstovunum
Menningarætlan Nýggja 2025-menningarætlanin hjá Visit Faroe Islands (VFI), sum eitur ‘At menna og varðveita um somu leið’, varð løgd fram fyrst í februar 2019 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið eydnaðist væl, menningarætlanin fekk nógva umrøðu og fylti nógv fyrstu mánaðirnar í árinum. Øll menningarætlanin kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. VERKÆTLANIR
bygdagøtur. Ætlanin er at menna hetta til eitt
umleið 20 nýggjar bygdagøtur gingnar og
heildarkonsept fyri gongutúrar, hvar vit
hava vit sostatt umleið 30 bygdagøtur tøkar
CLOSED FOR MAINTENANCE, OPEN
framyvir í størri mun vísa á og marknaðarføra
og 13 túrar eru merktir við gongutúra
FOR VOLUNTOURISM
bygdagøturnar sum almennu og søguligu
skeltum. Í 2020 verður heimasíðan og
Closed for Maintenance, Open for
hagafarleiðirnar í Føroyum. Í 2019 vóru
nýggjur gongufaldari gjørdur.
Voluntourism (CFM) var stóra átakið hjá VFI í 2019. Átakið var framt sum liður í menningarætlanini, og var endamálið frá byrjan at hava eitt átak, ið sameinir marknaðarføring og menning. CFM-átakið
KUNNINGARSKÍGGJAR
eydnaðist sera væl og nógv kom burturúr á
Í 2019 mentu vit eina nýggja KT-skipan til talgildu kunningina, ið varð royndarkoyrd við talgildum kunningarskíggjum á trimum ymiskum støðum í 2019 (á flogvøllinum, og á Magn í Miðvági og Klaksvík). Í 2020 verður verkætlanin eftirmett og tillagað, áðrenn vit rulla skipanina fult út í 2020 og fram.
teimum 10 útvaldu støðunum. So skjótt átakið var liðugt, varð farið undir fyrireiking arnar at endurtaka CFM í 2020, og ætlanin er at halda fast við CFM-átakið sum eitt árligt átak sum menningardeildin, saman við kommunum, skipar fyri. BYGDAGØTUR Í 2019 varð sjøtul settur á stóru verkætlanina at skráseta, uppmerkja og kunna um
Nýggju bygda- og kunningarskeltini, sum eru at síggja ymsa staðni kring landið 20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
FAKTASÍÐA Í samband við løgtingsvalið 2019, lanseraði Visit Faroe Islands eina nýggju faktasíðu, ið inniheldur eina røð av fakta og kanningar um ferðavinnuna. Eisini varð eitt fakta-ark framleitt, ið inniheldur lyklatøl og sitat frá
einstaklingum, ið fortelja jaligu søguna um ferðavinnuna og mana leysasøgur í jørðina. UPPSKOT UM GONGD Í HAGA Gongd í haga var eitt mál, ið fylti nógv. Í 2019 framleiddi menningardeildin eitt útgreinað uppskot um, hvussu ein nýggj skipan kann síggja út. Uppskotið varð sent til Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, og verður ivaleyst eitt týðandi skjal, nú ráðið er farið at arbeiða við eini loysn.
bygdaskelti, boðskelti, túraskelti o.a. Í 2019 vóru 13 gongutúraskelti, 13 bygdaskelti og 92 boðskelti framleidd. ØKISSAMSTARV UM MENNING Samstarvið við kunningarstovurnar og kommunurnar er komið í meiri fastar rammur og nógvar felags verkætlanir eru í gongd, millum annað arbeiðið at endurskoða bygnaðin í ferðavinnuni. VFI hevur skipað fyri førleikamennandi skeiðsvirksemi, verkstovum, o.a.
SKELTING Skeltaframleiðslan er fingin í fastar karmar, so tað er lætt og einkult at bíleggja Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 21
Menningarætlan
Til vinstru: Bygdaskeltið í Mykinesi Ovast til høgru: Tilmælið um Mykines verður lagt fram í Mykinesi Niðast til høgru: Ramsar skeltið í Mykinesi
MENNINGARÆTLANIR MYKINES Menningardeildin hevur frá byrjan lagt stóran dent á at loysa ferðavinnuavbjóðingarnar í Mykinesi. Síðani summarið 2019 arbeiddi menningardeildin miðvíst við at tilevna eitt felags tilmæli um, hvussu ferðavinnan kann skipast saman við Sørvágs kommunu, Umhvørvisstovuni, Vísit Vágar, Havstovuni og Tjóðsavninum. VFI hevur staðið fyri arbeiðin um, ið bleiv lagt fram alment í februar 2020.
22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
KALSOY Í 2019 savnaðu vit allar viðkomandi partar at umrøða, hvussu ferðavinnan á Kalsoynni kann skipast betri. Vit høvdu tætt samskifti við bóndan á Trøllanesi, SSL, Landsverk, Klaksvíkar Kommunu, Norðoya Kunningar stovu, Visit Kalsoy og ferðavinnuveitarar á oynni. Konstruktivt samskifti er millum partarnar, og ætlanin er at halda fast í samstarvinum og savna partarnar aftur í 2020 . Fyribils er avtalað, at VFI, Landsverk og kommunan samstarva um at gera vesi á
ferjuleguni í Syðradali, og at Trøllanes verður við í CFM-átakinum komandi ár. Eisini eru aðrar verkætlanir ávegis, m.a. samstarv um at skipa ferðsluna út á oynna og niðan á Kallin. STUÐULSSKIPANIN Tað er ein lutfalsliga stór umsiting og samskifti, ið fylgir við teimum báðum stuðulsskipanunum. Í 2019 vórðu meira fastar og formligar mannagongdir orðaðar. Í 2019 komu 30 ymiskar umsóknir um almennar verkætlanir frá kommunum og
Til vinstru: Á ferð á Klakkinum ísbv. skipan av ferðavinnuni á oynni Ovast til høgru: Bygdaskeltið á Skarvanesi Niðast til høgru: Eitt 'respect' boðskelti í Vági
kunningarstovum. 18 verkætlanir eru higartil játtaðar, meðan 6 tørva nærri útgreining, áðrenn avgerð um játtan verður tikin. Í 2019 vóru 19 ymiskar umsóknir komnar inn um vinnuligan stuðul. 14 av hesum verk ætlanum eru heilt ella lutvíst gingnar á møti.
ANNAÐ Afturat hesum varð arbeitt við størri og smærri verkætlanum um alt landið. Millum annað kann nevnast, at samstarv varð fingið í lag við Tórshavnar Kommunu og Tórshavnar Havn um cruise-vinnuna. Í fyrstu
syftu við eini felags Gallup-kanning, ið kannar peningaligu nýtsluna hjá ymiskum segmentum. Úrslitið verður klárt í næstum.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 23
Visit Faroe Islands
Visit Faroe Islands P/f Visit Faroe Islands (VFI) hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.
MISSIÓN Visit Faroe Islands arbeiðir við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál. VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland, mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum. VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring, menning og know how, sum skal savna og samskipa alla vinnuna bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum. STARVSFÓLK Visit Faroe Islands hevur í dag 9,2 føst ársverk.
JÁTTAN Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2019 á kr. 19,4 mió. varð nýtt soleiðis: · kr. 8,1 mió. til marknaðarføringsátøk · kr. 4,7 mió. til menningarátøk · kr. 6,6 mió. til umsiting/rakstur/lønir/ Eisini umsat VFI tær 0,5 mió. kr. sum eru lógarsettar til stuðulsjáttan til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2019 Lansera nýggja menningarætlan – avgreitt Menna felags átak fyri marknaðar føring og menning (Closed for Maintenance) - avgreitt Menna stuðulsskipan víðari – avgreitt Lansera kunningarskermar – í gerð Lansera nýggjan What’s On portal – avgreitt
Fáa skeltaframleiðslu í eina fasta legu – avgreitt Fáa til vega meira kunning viðv. trygd og gongutúrum – í gerð Innlendis marknaðarføring til føroyingar – í gerð Byggja fleiri lokal samstørv, herundir Mykines og Kalsoy – í gerð Víðarimenning av amerikanska marknaðinum á leisure – avgreitt Víðari vøkstur í fylgjarum á sosialu miðlunum (til 500.000) – avgreitt Víðarimenning av heimasíðuni – í gerð Fáa kunningarstovurnar fult integreraðar í okkara heimasíðuloysn – í gerð Gera ráðstevnuhondbók til ambassadørar á MICE - avgreitt Byrja innrás á amerikanska marknaðin fyri MICE - avgreitt Størri fokus á størri MICE-messur – avgreitt
Stjóri
Marknaðarføring Privat & PR
24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Skrivstovuhald Bókhald Content & Samskifti
BYGNAÐUR á Visit Faroe Islands
Marknaðarføring Vinna
Marknaðarføring Talgilt
Menning
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 25
Ferðavinnubrandið Føroyar
Ferðavinnubrandið Føroyar Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til framgongd. Eitt felags brand, sum øll marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland skal taka byrjanarstøði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.
frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at brandið hevur verið sera væl móttikið. Filmarnir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir. Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at ferðavinnu brandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.
Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norður landahúsinum í 2013, har eisini fyrsti brandingfilmurin varð
26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 27
Ferðavinnubrandið Føroyar Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferðafólk, sum árliga vitja Galapagos oyggjarnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað. Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur. Brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast í øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir. BRÚK AV BRANDINUM Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brand inum, meðan øll í vinnuni eru boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi. Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis.
Unstoppable
welcome to our 60 million year old theme park, called Mother Nature
Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.
Brandbókin kann takast niður á www.visitfaroeislands.com/vinna
28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 29
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri yvir 530 mió. kr. Aftur í 2019 fingu Føroyar nógva umrøðu í altjóða miðlum Visit Faroe Islands hevur gjørt virðið av greinum og sendingum, sum standast av fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað, upp. Í 2019 fingu Føroyar serstakliga nógv umrøðu, orsakað av Closed for Maintenance, Open for Voluntourism átakinum. Eins og undanfarin ár, tók VFI í 2019 ímóti sera nógvum útlendskum fjølmiðlum, har VFI stóð aftanfyri greinar um Føroyar í hundraðtals bløðum og tíðarritum, sum beinleiðis úrslit av fjølmiðlavitjanum og samstarvi við miðlar uttanlands. Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í 2019 varð 531 mió. kr. Heili 226 altjóða fjølmiðlafólk vitjaðu í Føroyum í 2019. Til samanbering vóru 100 í 2013. Av teimum 226 í 2019 vóru 91 Instagrammarar.
30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 31
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Nakrir av miðlunum, ið hava skrivað um Føroyar í 2019 í samstarvi við VFI
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 33
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um, at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðla- fólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar. Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál, Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin hendavegin.
Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2019, eru úr londum sum Danmark, Noreg, Svøríki, Íslandi, Onglandi, Eysturríki, Írlandi, Italia, Hollandi, Fraklandi, Avstalia, Skotlandi, Týsklandi, Spania, Portugal, Sveis, Kina og USA. Umframt miðlafólk, varð eisini stórur dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “Instagramm’arum” – myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
2019 komu 91 ymiskir Instagrammarar til Føroyar, og nøkur av hesum komu fleiri ferðir. Í nógvum førum er talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram. Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr Japan og Týsklandi vitjað. Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum
ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.
Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingarstødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing.
Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovur í Bretlandi og Týsklandi. Í báðum førunum er talan um PR-skrivstovur, sum hava hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir, og hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt samstarva við eisini við Visit Denmark skrivstovur í Svøríki, Italia, Fraklandi, Noreg og USA um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar til vitjanir í Føroyum. Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigu og útferðir. Serliga eru tað Atlantic Airways og Gist & Vist, ið veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamáli.
FAROE ISLANDS PODCAST Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu tíggju árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar alt árið. Í 2019 hevði Faroe Islands Podcast góðar 114.000 niðurtøkur, sum er ein lítil vøkstur samanborið við árið undan. Tað eru serliga enskt talandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. 45% av teimum, ið tóku sendingarnar niður í 2019, vóru úr Írlandi, 21 úr USA, og síðani úr ávikavist Føroyum, Danmark og Stóra Bretlandi. Tey írestandi prosentini koma úr yvir 100 øðrum londum. Podcastur um “closed for maintenance, open for voluntourism” og live sending frá G! festivalinum vóru millum best umtøktu sendingarnar. Sum við øðrum fjølmiðlavitjanum, stóð VFI fyri einum parti av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann var í Føroyum um summarið í 2019 fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar.
Víst verður til heimasíðuna hjá VFI, www. visitfaroeislands.com/press, har tað er eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendskum miðlum.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 35
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
Closed for Maintenance, Open for Voluntourism átakið snúði seg um at gera nakað ítøkiligt fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyingum og ferðafólkum í føroysku náttúruni.
Closed for Maintenance, Open for Voluntourism Í apríl 2019 varð vælumtókta átakið “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism” hildið fyri fyrstu ferð.
Átakið var eitt marknaðarførings- og menningarátak og var samstundis fyrsta stóra átak hjá nýggju menningardeildini, eftir at hon bleiv stovnað í apríl 2018.
dømis at byggja gongugøtur, at seta pelar niður, sum vísa veg, at rudda steinar og órudd av gongugøtum, at byggja trappu, sum verjir lendi og at byggja varðar.
At fleiri útlendsk ferðafólk eru komin til Føroyar seinastu árini hevur havt við sær, at nøkur ávís støð í landinum hava merkt ávirkanina av hesum. Sum dømi kann nevnast, at onkrar gongugøtur eru meira slitnar enn frammanundan. Útlendsk ferðafólk, saman við føroyingum, sum dáma at ganga túrar í haganum, hava ein leiklut í hesum.
Kommunurnar í teimum ymisku økjunum vóru við í arbeiðinum og stóðu fyri at samskipa gisting og o.a. hjá bólkunum, sum arbeiddu í teirra økjum.
Closed for Maintenance, Open for Voluntourism átakið snúði seg um at gera nakað ítøkiligt fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyingum og ferðafólkum í føroysku náttúruni. 100 sjálvbodnir útlendingar vórðu bodnir til Føroyar í apríl 2019 at hjálpa føroyingum at varðveita okkara náttúru óspilta. 3.500 umsóknir komu fyrstu fýra dagarnar, og tey fyrstu 100, sum meldaðu til og rindaðu fyri sín flogferðaseðil til Føroyar, fingu pláss. Tey sjálvbodnu vórðu deild upp í 10 bólkar, og arbeiðið gekk fyri seg á 11 ymiskum støðum kring landið. Uppgávurnar vóru ymiskar, til
36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Arbeiðið gekk sera væl og úrslitið var betri enn nakar tordi at spáa um. Tey sjálvbodnu, sum komu úr 25 ymiskum londum, hjálptu at varðveita føroysku náttúruna. Átakið fekk samstundis sera nógva umrøðu í fleiri av heimsins størstu miðlum. Umrøðan kom í trimum bylgjum. Fyrsta bylgjan var, tá ið kunning um átakið bleiv send miðlum kring heimin í oktober 2018. Nógvir altjóða miðlar valdu at skriva um átakið, og tað er helst størsta orsøkin til, at so nógv fólk royndu at søkja um at luttaka. Næsta PR bylgjan var, tá ið arbeiðið gekk fyri seg í apríl 2019. Tá vórðu fimm miðlafólk boðin til Føroyar at uppliva og síðani skrivað um átakið. Triðja bylgjan kom í november 2019, tá ið vit almannakunngjørdu, at átakið fór at endurtakast í 2020. PR virðið av allari umrøðuni verður mett at vera fleiri hundrað milliónir krónur.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 37
Marknaðarføringsvirksemi 2019
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2019
38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 39
Marknaðarføringsvirksemi 2019
Frítíðarferðavinna REISELIVSMESSEN, OSLO
MIDATLANTIC, REYKJAVÍK
11. – 13. januar
31. januar – 3. februar
DESTINATIONS TRAVEL SHOW, LONDON
5 COUNTRY WORKSHOP, LONDON 5. februar
31. januar – 3. februar
Greengate Incoming hevur í nøkur ár tikið lut á messu í Oslo fyri at selja Føroyar sum ferðamál móti norskum ferðandi. Áhugin fyri Føroyum á messuni var stórur. Yvirhøvur virkar tað, sum norðmenn fegin vilja ferðast til Føroyar. Talið av vitjandi var hægri enn undanfarin ár. Beint yvir 40.000 fólk vóru á messuni. Í 2019 tók Smyril Line eisini lut á messuni saman við Greengate. Visit Faroe Islands rindar ein part av básinum.
Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á MidAtlantic, sum hevur verið átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Tiltakið er tó víðkað síðstu árini til eisini at fevna um ferðasmiðir úr øðrum londum, t.d. Norðurlondum og Evropa. Endamálið er framvegis at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikonskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk. Samstundis er nú eisini høvi at hitta áhugaverdar ferðasmiðir úr øðrum londum. Eins og undanfarin ár var afturmeldingin, at tað var eitt gott tiltak við viðkomandi og nýggjum ferðasmiðjum, sum vóru áhugaði at selja Føroyar. Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways, Visit Faroe Islands, Greengate, 62N, Hotel Hafnia og HK Bussar og við básum við flottum myndum av brandinum, vóru Føroyar rættiliga sjónligar á tiltakinum.
Føroyar høvdu eins og undanfarin ár bás á stóru ferðavinnumessuni Destinations Travel Show í London. Messan var samstundis sum MidAtlantic, og tí var tað bara Make Travel, sum var á básinum, meðan hinar fyritøkurnar raðfestu MidAtlantic. Áhugin fyri Føroyum var eins og undanfarin ár stórur og sambært fyrireikaranum vitjaðu beint yvir 50.000 fólk messuna. Av tí at áhugin hjá vinnuni at vera við er minkaður, verða Føroyar neyvan á messuni aftur í 2020. 5 Country Workshop, London
Finnland, Ísland, Estland og Grønland hava í nøkur ár skipað fyri verkstovu fyri enskum ferðasmiðum. Verkstovan hevur verið sera væl vitjað og Føroyar gjørdu tí av at taka lut í 2017. Í 2019 var triðu ferð at Føroyar tóku lut. Umframt Visit Faroe Islands, tóku Atlantic Airways, Greengate, Make Travel, 62N og Guide to Faroe Islands lut. Verkstovan var væl fyriskipað, og vit hittu eina røð av spennandi ferðasmiðjum, sum vit ikki kendu frammanundan. Tó var afturmeldining frá føroysku luttakarunum blandað. Nøkur høvdu betri fundir enn onnur. Tað er tó ongin ivi um, at Føroyar eiga at taka lut aftur næsta ár. Stórabretland er ein týdningarmikil marknaður fyri Føroyar, og tí er neyðugt at skapa sambond við enskar ferðasmiðir. Verkstovan var liður í átaki hjá NATA at skipa fyri felags marknaðaføringsátøkum fyri NATA londini, og var tískil fíggjað av NATA.
Midatlantic, Reykjavík 40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 41
Marknaðarføringsvirksemi 2019
SERBLAÐ UM FØROYAR Í JYLLANDSPOSTEN, DANMARK 21. februar
Eftir uppskoti frá Smyril Line, varð avgerð tikin um at gera eitt serblað um Føroyar, sum varð borið út við Jyllandsposten. Atlantic Airways var eisini við og Visit Faroe Islands stóð fyri at samskipa innihaldið. Blaðið varð prentað í 70.000 eintøkum, harav 65.000 vórðu borðin út við JP í øllum Danmark, meðan 5.000 eintøku vórðu deild út á føroyska básinum á Ferie for alle messuni í Herning. Undirtøkan og afturmeldingar um blaðið vóru góðar. Serblaðið, sum var 12 síður, vísti eina breiða mynd av Føroyum sum eitt spennandi og nýmótans ferðamál við greinum, sum fevndu um so ymisk øki sum mat, list, tónleik, um at ung fólk flyta heim, og um uppløgd ferðamál kring landið. Í blaðnum var kapping um at vinna ferð fyri 2 til Føroyar við Smyril Line ella Atlantic Airways. FERIE FOR ALLE, MESSA Í HERNING 25. – 27. februar
Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for alle, sum verður hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum. Úrslitini av messuni í 2019 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, fleiri ferðir vórðu seldar á sjálvari 42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
messuni, og nógvir fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við. Føroyar hava felagsbás á messuni og fyritøkurnar, sum vóru við í 2019, vóru Atlantic Airways, Smyril Line, HK Bussar, Greengate og Make Travel. Visit Faroe Islands tekur ikki lut á messuni, men er við at gjalda fyri básin. Beint yvir 60.000 fólk vitjaðu messuna.
fyri Føroyum var sera stórur, og vit høvdu eina røð av spennandi fundum við miðlafólk og bloggarar, sum vóru áhugaði í at vitja Føroyar fyri at skriva greinar. Avtalur um vitjanir vóru gjørdar á tiltakinum og góðskan av miðlunum, sum vístu áhuga, var so góð, at vit eiga at umhugsa, um vit skulu enda samstarvið við týska PR fyritøku, sum VFI hevur samstarva við í nøkur ár, og í staðin taka lut á IMM í komandi árum.
fólkum, sum eru áhugaði í at koma til Føroyar at súkla. Messan er ikki ein ferðamessa sum so, men síðstu árini hava fleiri og fleiri ferðamál og ferðafyriskiparar tikið lut. Nógv fólk vitjaðu messuna, og áhugin fyri Føroyum var yvirhøvur stórur. SKANDINAVISK VERKSTOVA, RÓM OG MILANO 19. og 20. mars
MIÐLADØGURÐI, NEW YORK 27. februar Visit Faroe Islands átak í Føroyum
Skipað varð fyri miðladøgurða í New York saman við KOKS. Amerikanski marknaðurin er vorðin meira áhugaverdur seinastu árini. At skipa fyri miðladøgurðum er eitt høvi at hitta fjølmiðlafólk úr USA, har áhugin fyri Føroyum er vaksin nógv. Døgurðin varð hildin á matstovu í Grand Central Station. KOKS stóð fyri matinum og Hans Marius Ziska og Allan Tausen framførdu nøkur løg. Hetta var eitt frálíkt høvi at fortelja amerikanskum fjølmiðlum um Føroyar – eitt land og ferðamál, sum tey sum heild kenna lítið til. Áhugin var stórur og fleiri fjølmiðlavitjanir til Føroyar spurdust burturúr tiltakinum. IMM MEET THE MEDIA, BERLIN 5. mars
Visit Faroe Islands tók á fyrsta sinni lut á miðlatiltaki í Berlin í samband við ITB. Áhugin
IMM Meet the Media, Berlin
ITB, MESSA Í BERLIN 6. ¬ 10. mars
ITB ferðavinnumessan í Berlin er størsta ferðavinnumessan í heiminum. Messan varir í fimm dagar, har tríggir teir fyrstu dagarnir eru fyri fólki, sum starvast í ferðavinnuni, meðan teir síðstu tveir dagarnir eru fyri privat fólki, sum leita sær eftir ferðamálum. Smyril Line hevur í fleiri ár havt bás á messuni, ofta í samstarvi við Visit Faroe Islands. Í 2019 var Visit Faroe Islands aftur á ITB saman við Smyril Line, og var við á vinnudøgunum. Endamálið við luttøkuni er at skapa samband við fleiri ferðasmiðir, sum kunnu hugsast at verða áhugað í at selja Føroyar. Smyril Line hevur ígjøgnum fleiri ár bygt upp eitt net av ferðasmiðum, sum senda fólk til Føroya við Norrønu, so endamálið var
at hitta ferðasmiðir, sum eisini vilja senda fólk flogvegis til Føroya úr Týsklandi. Harumframt verður messan eisini brúkt til at skapa sambond við fjølmiðlar, sum kunnu verða áhugaðir í at ferðast til Føroya at gera frágreiðingar um Føroyar til týskar miðlar. Í 2019 vitjaðu um 160.000 fólk messuna. Avtala er gjørd við Smyril Line um, at bíleggja bás til ITB í Berlin 2020.
Atlantic Airways, 62N, Greengate og Visit Faroe Islands tóku lut á skandinaviskari verkstovu, sum Visit Denmark skipar fyri saman við hinum skandinavisku ferðaráðnunum á hvørjum ári. Hesuferð var verkstovan víðkað til eisini at fevna um Róm og føroysku luttakarnir valdu at verða við bæði í Róm og Milano. Endamálið við luttøkuni er at skapa sambond við italienskar ferðasmiðir, og báðar verkstovurnar vóru góðar. Føroysku luttakararnir hittu fleiri ferðasmiðir, sum ikki seldu Føroyar frammanundan, men vóru áhugaði í at frætta nærri um møguleikar fyri at senda ferðafólk til Føroya.
SÚKKLUMESSA, KEYPMANNAHAVN 15. – 17. mars
VFI 2019, ÁTAK Í FØROYUM 2. – 5. mai
Rent a bike og 62N tóku lut á nýggjari súklumessu í Keypmannahavn, sum er størsta súklumessa í Skandinavia. Visit Faroe Islands valdi at stuðla básinum, tí hetta kann vera eitt gott høvi at marknaðarføra Føroyar móti einum ávísum málbólki, i hesum føri,
Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni. Endamálið við tiltakinum er at bjóða útlendskum ferðasmiðum til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hava at Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 43
Marknaðarføringsvirksemi 2019
Miðladøgurði, París
veitarar, sum skulu brúkast í framtíðar samstarvinum teirra millum. Eins og undanfarin ár, vóru eftirmetingarnar av átakinum sera góðar.
veksur ár um ár og serliga Explore messan var væl vitjað. ROADSHOW, EAST COAST, USA 22. – 24. mai
Avgerð er tikin um, nú, tá ið so stórur áhugi er fyri átakinum, at raðfesta nýggjar ferðasmiðir, samstundis sum pláss altíð má vera fyri fyritøkum, sum longu selja Føroyar og hava tørv á at hitta samstarvspartar og verða dagførd um Føroyar sum ferðamál. MESSUR Í SAMSTARV VIÐ GRØNLANDSRESOR, STOCKHOLM 22. – 24. mars og 1. – 3. oktober
Roadshow, East Coast, USA
bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um fleiri ymisk tiltøk, so sum framløgur, verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentanarligum upplivingum og útferð. Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni. Bæði incoming, gistingarhús, útferðarveitarar og bussfeløg eru partur av tiltakinum og eru sostatt við til at gera tiltakið møguligt. 41 føroyskar fyritøkur tóku lut í Visit Faroe Islands, sum er tað hægsta talið nakrantíð. Tað var stuttligt at síggja, at eisini nýggir aktørar eru áhugaðir í tiltakinum.
44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Í 2019 varð sjálv verkstovan hildin í Dansifrøði og døgurðin í nýggju Siloini á Vestari Bryggju. Til døgurðan var ein røð av mentunarligum innsløgum, sum føroyskur dansur og ymiskir tónleikarar, sum høvdu til endamáls at vísa eina breidd í føroyskum tónleiki. Áhugin hjá útlendskum ferðasmiðum at taka lut var sera stórur, og av tí at royndir vísa, at einir 50-60 luttakarar er eitt hóskandi tal, vóru vit noydd at siga nei við fleiri, sum høvdu áhuga at taka lut. Ferðasmiðirnir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Sveis, Italia, Spania, Fraklandi, USA, Estlandi og Ukraina. Útlendsku keypararnir fingu viðkomandi vitan um Føroyar sum ferðamál heim við sær, og fingu knýtt nýggj sambond við føroyskar
Grønlandsresor í Svøríki er ein av teimum útlendsku agentunum, sum selja nógvar ferðir til Føroyar. Tey hava merkt stóran vøkstur í áhuganum fyri Føroyum og Visit Faroe Islands hevur tí gjørt av at samstarva við Grønlandsresor um tvær messur í Stockholm í 2019, Explore Outdoor messan (fyrr: Vildmarksmässan) 22.-24. mars og Seniormässan 1.-3. oktober. Visit Faroe Islands hevði eins og undanfarin ár helvtina av básinum hjá Grønlandsresor við stórari mynd av Kallinum yvir tveir veggir, umframt tilfar úr Føroyum. Á messunum var Visit Faroe Islands umboðað av føroyingi, sum býr í Stockholm, og sum hevur starvast innan ferðavinnu í fleiri ár. Afturmeldingarnar frá messunum vóru góðar. Tað sæst týðiliga, at áhugin fyri Føroyum
Promote Iceland hevur í fleiri ár skipað fyri roadshow til ymiskar býir í USA. Grønland og Føroyar valdu at taka lut á roadshow, sum vitjaði Washington DC, Baltimore, Charlotte og Boston. Endamálið við luttøkuni er at marknaðarføra Føroyar sum eitt eyka ferðamál fyri teir amerikanarar, sum ferðast til Íslands. Roadshowið var væl fyriskipað við framløgum frá umboðunum úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum og við stuttum fundum við allar luttakararnar, tó kundi uppmøtingin verið betur. Afturmeldingar frá Promote Iceland er, at mai er ikki ein góð tíð at skipa fyri slíkum átøkum. NATA fíggjaði átakið. MERKIÐ 100 ÁR, KEYPMANNAHAVN
løg. Tiltakið var sera væl eydnað og nógv fólk møttu upp. Umboð frá 62N incoming, Greengate, Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands tóku lut.
4. juni
Føroysk Træskip skipaðu fyri Flaggsigling til Danmarkar í samband við, at tað var 100 ár síðan Merkið á fysta sinni var borið fram. Visit Faroe Islands valdi at nýta høvið at skipa fyri móttøku fyri ferðavinnusambondum, tá skipini lógu við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn. Móttøkan var umborð á sluppini Jóhannu í fagrasta summarveðri. Leif Sørensen gjørdi mat úr føroyskum rávørum, Sólfinn Danielsen stóð fyri vínium, meðan Heiðrikur av Heygum og Heðin Ziska Davidsen framførdu nøkur
Umframt móttøkuna í Keypmannahavn, samstarvaðu Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands um at senda kunningarfólk við til tiltøkini hjá træskipunum í Odense og Ebletoft. MIÐLADØGURÐI, PARÍS
flog úr París tríggjar ferðir um vikuna. Endamálið við døgurðanum er at skapa áhuga fyri Føroyum millum miðlafólk í París og at fáa tey á fjølmiðlavitjan til Føroyar. Vit høvdu leigað matstovu, sum vit prýddu við stórum myndum úr Føroyum. Gutti Winther gjørdi mat úr føroyskum rávørum og Son of Fortune framførdi nakrar sangir. Áhugin var stórur og eydnaðist tað kokki og tónleikaranum at flyta gestirnar úr London til Føroyar nakrar tímar hetta kvøldið.
5. sept
Visit Faroe Islands skipaði fyri miðladøgurða í París. París er eitt serstakliga áhugavert ferðamál, nú Atlantic Airways hevur beinleiðis Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 45
Marknaðarføringsvirksemi 2019
VESTNORDEN, TÓRSHAVN 23. til 26. september
Ein samlað føroysk ferðavinna tók lut í Vestnorden, sum í ár varð hildið í Føroyum. Vestnorden er størsta ferðavinnutiltakið, sum verður hildið í Føroyum og fjórða hvørt ár, tá Føroyar eru vertir, er tí altíð eitt serligt høvi at gera vart við Føroyar sum ferðamál fyri ferðasmiðum, sum kanska annars ikki kenna til Føroyar. 62N Incoming var samskipari av tiltakinum, sum eydnaðist sera væl. Tilsamans 382 fólk tóku lut á tiltakinum, harav 141 vóru keyparar og 196 seljarar, sum nokk er met í Føroyum. Tølini vísa eisini, at lutfallið milllum seljarar og keyparar er væl betur enn undanfarin ár, sum er at gleðast um. Eisini var lutfallið millum
46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
íslendskar, grønlendskar og føroyskar fyritøkur væl betur enn vit hava sæð fyrr. Sum nakað nýtt varð hálvur dagur settur av til útferðir fyri allar luttakararnar, bæði keyparar og seljarar. Endamálið er bæði at vísa Føroyar fram, men eisini at skapa møguleikar fyri netverkan undir óformellum kørmum. Kunningarstovurnar høvdu átikið sær at skipa fyri eini røð av áhugaverdum útferðum, og afturmeldingarnar vóru sera greiðar, ein stórur meirluti av luttakarunum heldur, at tað er rætt at raðfesta slíkar útferðir í samband við Vestnorden. Landið, sum er vertur, hevur eisini møguleika at bjóða útvaldum ferðasmiðum á sokallaðar “pre-túrar”; har ferðasmiðir koma nakrar dagar áðrenn tiltakið fyri at fáa eina betri fatan av øllum tí, sum Føroyar hava at bjóða.
Greengate og Make Travel stóðu í felag fyri pre-túrinum, sum hevði stóra undirtøku og var sera væleydnaður. Fyritøkurnar, sum tóku lut vóru: 62N Bilaleiga, 62N Incoming, 62N Hotel, Atlantic Airways, Boat.fo Gjáargarður, Go Local, Greengate Incoming, Faroe Incoming, Flogvøllurin, Havgrím Seaside Hotel, HK Bussar, Hilton Garden Inn, Hotel Brandan, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, Hotel Streym, Hotel Tórshavn, Kunningarstovurnar, Make Travel, MM Tours, Tora Tourist, Smyril Line, Visit Faroe Islands, Visit Nes og Vestmanna Tourist Centre. Næsta Vestnorden verður í Íslandi 6. – 8. oktober 2021.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 47
Marknaðarføringsvirksemi 2019
MEET THE MEDIA, LONDON 15. oktober
REISEMESSE FOR KVALITETSREJSER, ØKSNEHALLEN, KEYPMANNAHAVN 22. og 23. oktober
AITO, sum er felagsskapur hjá enskum ferðasmiðum, Association of Independent Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at hitta umboð fyri ferðavinnuna. AITO loyvir eisini útlendskum ferðaráðum at vera limir. VFI metir hetta árliga fjølmiðlaátak vera eitt gott høvi at koma í samband við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðlavitjanum til Føroya, og er VFI tí vorðið limur í AITO. Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO virðislønir fyri ársins grein, ársins bloggu og ársins tíðindafólk.
Eins og undanfarin ár høvdu Greengate og Atlantic Airways bás á ferðavinnumessuni Rejsemesse for Kvalitetsrejser í Øksnehallen í Keypmannahavn. Messan vendir sær til fólk, sum leita eftir serligum ferðaupplivingum. Umframt sjálva framsýningina vóru eisini fyrilestrar partur av messuni; Lisbeth Nebelong, sum m.a. hevur skrivað “Politiken: Turen går til Færøene”, hevði framløgur um Føroyar, sum vóru væl vitjaðar. Eini 17.000 fólk vitjaðu messuna, Visit Faroe Islands rindaði ein part av básinum. EM UNDANKAPPING, OSLO OG STOCKHOLM 15. og 18. november
Eins og undanfarin ár fekk VFI ítøkiligar fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar, m.a. frá stórum ferðabløðum. Á tiltakinum vórðu fleiri nýggj sambond knýtt, og høvi var at heilsa upp á fólk, sum hava verið í Føroyum, ella sum VFI hevur hitt fyrr.
48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Ein týðandi partur av strategiini hjá VFI er at nýta tann áhuga og tí umtalu, sum Føroyar fáa í útheiminum. VFI skal gera vart við Føroyar sum ferðamál, tá høvið býðst, og talan samstundis er um ein marknað, sum er viðkomandi. Dystirnir hjá føroyska landsliðinum hava síðstu árini givið nógv slík spennandi og uppløgd høvi, m.a. í Italia, Týsklandi, Finnlandi og í 2019 eisini í Noreg og Svøríki. Bæði Noreg og Svøríki eru
áhugaverdir marknaðir fyri okkum, og tí var upplagt at nýta hetta høvi at gera vart við Føroyar sum ferðamál. 15. november spældu Føroyar landsdyst ímóti Noreg í Oslo og 18. november var dystur í Stockholm. VFI hevði bjóðað ferðasmiðum og miðlum til eitt tiltak undan dystinum, áhugin var stórur og eini 40 fólk tóku lut á báðum tiltøkunum, bæði ferðasmiðir og miðlafólk. Bæði tiltøkini riggaðu sera væl. Gutti Winther borðreiddi við føroyskum rávørum og Lea Kampmann framførdi nøkur løg. Harumframt vóru stuttar framløgur um Føroyar sum ferðamál, og høvi var hjá luttakarunum at hitta umboð fyri føroyska ferðavinnu. Hetta riggaði serliga væl í Oslo, har tað var stórur áhugi at frætta nærri um Føroyar. Umboð fyri Greengate Incoming, 62N Incoming, Atlantic Airways og Smyril Line tóku lut umframt umboð fyri Visit Faroe Islands. Eftir tiltakið fóru øll til dystin. SAMSTARV VIÐ SMYRIL LINE Í TÝSKLANDI Veturin 2019/2020
Smyril Line í Týsklandi tekur lut á eini røð av messum hvørt ár, og í 2019 fekk Visit Faroe Islands fyrispurning, um vit vóru áhugaði í at
marknaðarføra Føroyar á hesum messunum. Avtalað varð gjørd um samstarv sum fevnir um, at faldarar hjá Visit Faroe Islands vera vístir á hesum messum. Talan er um seks messur í Bremen, Leipzig, Stuttgart, Hamburg, Hannover og München, sum eru um heystið 2019 og tíðliga í 2020. USTOA ANNUAL CONFERENCE & MARKETPLACE, ORLANDO 2. – 6. desember
Amerikanski marknaðurin er áhugaverdur fyri Føroyar og Visit Faroe Islands er byrjað at marknaðarføra Føroyar í USA, higartil hevur tað serliga verið gjøgnum miðlavitjanir og við luttøku á roadshows, sum Promote Iceland hevur staðið fyri. Av tí at síðsta roadshow’ið ikki eydnaðist so væl, var neyðugt at kanna aðrar møguleikar. Atlantic Airways og Visit Faroe Islands gjørdu tí av at melda seg sum lim í USTOA, sum er felagsskapur fyri amerikanskar ferðasmiðir, og taka lut á teirra árliga tiltaki, sum fevnir um B2B fundir við ferðasmiðir og ráðstevnu. Tað var eitt rættiliga áhugavert tiltak, serliga tí tað í stóran mun vóru stjórar fyri stórar amerikanskar ferðafyritøkur, sum vit hittu, tó var tað eitt sindur trupult at fáa fundir. Afturmeldingin hjá Íslandi, sum hevur tikið lut í nøkur ár, er at talið av fundum veksur, jú longur man tekur lut. Ætlanin er tí at royna aftur í 2020, tí hetta
EM undankapping, Stockholm
er eitt gott forum hjá okkum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. FØROYAR SUM FISKILAND Sum ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri serligar áhugabólkar hevur Visit Faroe Islands gjørt avtalu við Fishing with Blástein, sum bjóðar fiskiferðir við báti úr Vestmanna, um at marknaðarføra Føroyar sum fiskiferðamál.
Blástein hevði bás í samstarvi við Smyril Line og Visit Faroe Islands. Eini 7000 fólk vitjaðu messuna og eins og undanfarin ár var áhugin fyri Føroyum stórur. Avgerð er tó tikin um ikki at fara aftur á hesa messuna.
Samstarvið hevur í 2019 fevnt um vitjanir av útlendskum miðlafólkum, sum hava verið í Føroyum og fiskað, og luttøku á fiskimessu í Magdeburg í Týsklandi um heystið, har
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 49
Marknaðarføringsvirksemi 2019 2015
Onnur átøk KUNNINGARFERÐIR FYRI FRÍTÍÐARFERÐAVINNU FERÐASMIÐIR Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunningarferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarisation tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og gistingarhús. Hetta vísir seg at vera ein sera góður háttur at vísa viðkomandi ferðaskrivstovum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál. Í 2019 hevur Visit Faroe Islands havt vitjan av útvið 30 ferðasmiðum og sølufólkum úr 9 ymiskum londum, ið arbeiða við frítíðarferðavinnu.
50 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 51
Vinnuferðavinna
4. apríl varð Kristina Sandberg Joensen sett í starv hjá Visit Tórshavn burturav at taka sær av vinnuferðavinnu. Starvsstaður hennara er á Visit Faroe Islands.
Vinnuferðavinnan er farin í eitt hægri gervi Eisini megna ambassadørarnir at fáa aðrar ráðstevnir, fundir og ítróttartiltøk til Føroya, sum ikki telja við í altjóða hagtølunum, men sum kortini hava nógv at siga fyri Føroyar og Havnina sum ráðstevnubý.
Í 2019 fór vinnuferðavinnan í eitt hægri gervi, har fleiri limir komu inn í netverkið fyri vinnuferðavinnu og har Tórshavnar Kommuna / Visit Tórshavn gjørdist ein stórur viðspælari. Hetta hevur merkt, at tvey fulltíðarstarvsfólk hava arbeitt við vinnuferðavinnu frá 1. mai 2019 og at marknaðarætlanin hevur havt eitt størri budget. Eisini hevur hetta merkt, at størri møguleikar eru fyri at søkja um peningaligan stuðul ella um móttøkur frá Tórshavnar Kommunu.
Endiliga sæst Vinnuferðavinnan væl og virðiliga aftur í hagtølunum. Hagstovan boðar frá einum vaksandi tali av innskrivingum í sambandi við starvsferð, sí mynd. Hædd skal tó takast fyri, at hetta ikki eru heilt neyv tøl, tí hetta er ov torført hjá hotellunum. Í 2018 høvdu Føroyar 8 ICCA ráðstevnur góðkendar og í 2019 hava vit havt 11 ráðstevnur góðkendar. STARVSFÓLK Sum sagt eru nú 2 starvsfólk, sum arbeiða við vinnuferðavinnu. 4. apríl var Kristina Sandberg Joensen sett í starv hjá Visit Tórshavn burturav at taka sær av vinnuferðavinnu. Kristina skal serliga taka sær av at skriva bids, hava samskifti við associations og ambassadørar og
annars alt vanligt arbeiði á deildini. Starvsstaður hennara er á Visit Faroe Islands. Annleyg Lamhauge er enn í starvi vegna Visit Faroe Islands.
Á ICCA RÁÐSTEVNU Í HOUSTON ICCA er ein altjóða felagsskapur, sum savnar flestu ráðstevnur í heiminum í einum dátu grunni. Visit Faroe Islands er limur í felagsskap inum, sum umframt atgongd til dátugrunnin,
Innskrivingar á gistingarhús í Tórshavnarøki – starvsferð 3000 2500 2000 1500 1000 500 0
JANUAR
FEBRUAR
MARS
APRÍL
2017 2018 2019
52 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
MAI
JUNI
eisini gevur okkum atgongd til eitt sera gott netverk, sum serliga er førleikamennandi.
innan vinnuferðavinnu vórðu løgd fram, og har vit fingu møguleika at hitta starvsfelagar.
Á norðurlendska fundinum hjá netverkinum, sum var í Bergen í mars mánaði, har Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Fróð skaparsetur Føroya luttóku, varð avgjørt, at Føroyar verða sjálvstøðugir limir og at norðurlendski fundur felagsins verður í Føroyum í mars 2021. Hetta vil siga, at Annleyg Lamhauge verður forkvinna í norðurlendska bólkinum at rokna frá næstu heimskongress, sum verður í Taiwan í november og eitt ár fram. Eisini fáa vit samstundis Association Expert Seminar til Føroya, har einar 10-15 associations verða partur av túrinum.
AMBASSADØRNETVERKIÐ Ambassadørnetverkið hjá Visit Faroe Islands er lykilin til framgongdina innan vinnuferðavinnu í Føroyum. 2019 var fjórða árið hjá Ambassadørnetverkinum, sum var stovnað 20. mars í 2016. Í netverkinum eru um 110 ambassadørar, sum verða heiðraðir á einum ambassadørdegi.
Í november vóru vit á ICCA heims ráðstevnuni í Houston, har nýggjastu rák
AMBASSADØRDAGURIN 2019 Við 11 góðkendum altjóða ráðstevnum eru Føroyar á veg móti toppinum fyri altjóða ráðstevnum býtt uppá íbúgvar. Fyri at hava eina ráðstevnu, sum er ICCA góðkend, skal hon haldast í øðrum londum eisini og hava í minsta lagi 50 luttakarar.
Her eru nøkur tøl fyri ambassadørnetverkið í 2019: ICCA Ráðstevnur (góðkendar) · WEFTA - 49 Meeting of the West European Fish Technologists Association · NPA Annual Conference 2019 · NOLO 2019 Nordic Medical Secretaries Congress · Norðurlendsk Ferðaleiðararáðstevna ICCA Ráðstevnur (mangla góðkenning) · NFSP 2019 Together We Move Mountains () · Vestnorden Travel Mart () · Nordisk Arbejdsløshedsforsikringsmøde 2019() · Nordic Copyright Conference · Barbershop Conference · Developing Dialogue – best practices and new understandings in mental health services · Ultrasound Update 2019 Fótbóltssamband Føroya er nógv størsta umboðið í okkara ambassadørnetverki, har Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 53
Ambassadørdagurin 2019
HESAR VÓRU GRUNDGEVINGAR FRÁ NEVNDINI:
ÁRSINS AMBASSADØRUR 2019 Magnus Tausen frá Flogbóltssambandi Føroya Flogbóltssambandið hevur í fleiri ár skipað fyri stórum altjóða kappingum í Føroyum. Í 2018 var kappingin fyri EM fyri smátjóðir í U20 hjá monnum. Til kappingina komu 4 lið við 18 leikarum í hvørjum liði. Harafturat vóru tað dupulta av luttakarum tengd at kappingini, sum til dømis hjálparfólk. Eisini var ein gentukapping í januar mánaða 2019. Magnus Tausen er ein sonn eldsál innan flogbóltin í Føroyum. Hann hevur saman við Niklasi Joensen ment flogbóltin frá teimum heilt smáu flogbørnunum til altjóða kappingar fyri ymisku aldursbólkarnar. Á hendan hátt mennir hann ítróttina í øllum liðum, har altjóða kappingarnar eru við til at geva føroysku leikarunum íblástur og avbjóðingar og lyfta flogbóltin á eitt hægri støði.
tey í 2019 stóðu fyri 3550 gistingum. Tá eru áskoðarir ikki taldir við. Til samanberingar hálaði ambassadør netverkið í 2019 umleið tað sama sum í 2018, tvs. 35 mió. krónur. Í 2017 var talið 25 mió. krónur og í 2016 12 mió. krónur. AMBASSADØRDAGURIN 2019 Einaferð um árið verða ambassadørarnir 54 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
ÁRSINS AMBASSADØRÁTAK 2019 Barnabati og Djóni Eidesgaard fyri ráðstevnuna: The 10th Nordic Conference on Child Abuse and Neglect Barnabati tók á seg ábyrgdina at skipa fyri 10. norðurlendsku ráðstevnuni um barnamishandling og vanrøkt. Hetta var ein stór uppgáva við fleiri hundrað gestum yvir fýra dagar, har stór vísundalig og sosial skrá vóru viðvirkandi til eina sera áhugaverda ráðstevnu fyri luttakararnar. Afturat hesum hevði Barnabati orku til at skipa fyri at framleðia 7 filmar, har børn søgdu sína erligu meining um vaksin, og sangin ”Viðkvæmur vøkstur”, sum Marius Ziska saman við Allan Tausen framførdi og framleiddi.
heiðraðir á einum ambassadørdegi. Hesin dagur var 4. apríl og hann varð hildin fyrst í Mullers Pakkhúsi og síðani í matstovuni Silo. Ambassadørdagurin byrjaði í Mullers Pakkhúsi, har fyrilestur var við Jóhonnu Fischer frá TMF Dialogue Marketing úr Frankfurt. Hon røddi um týdningin av ráðstevnum fyri eitt samfelag. Upplagdi týdningurin er tann fíggjarligi, har hesi
HEIÐURSAMBASSADØRUR Pál Weihe Pál Weihe hevur langt síðani sæð týdningin at hava ráðstevnur, har vitan verður savnað í Føroyum yvir nakrar dagar. Hann er ein slóðbrótari bæði innan gransking og innan ráðstevnur. Hann byrjaði við ráðstevnum áðrenn føroyska ferðavinnan hevði sæð týdningin av hesum, og har vinnan ikki megnaði at taka ímóti gestunum á einum nóg høgum professionellum støði. Tað er at gleðast um, at Pál enn í dag skipar fyri ráðstevnum, har hann í 2018 fyrimyndarliga savnaði fólk úr øllum heiminum til PPTOX í Føroyum. Hann hevur við sínum ráðstevnum verið við til at lyfta tænastustøðið hjá ferðavinnuni, so hon nú megnar góðskukrøvini frá størri ráðstevnum.
ferðafólkini leggja um tríggjar ferðir so nógv eftir seg um døgnið sum vanlig ferðafólk. Harafturat skapa ráðstevnur eina røð av positivum árinum á eitt samfelag. Hetta kann til dømis vera vitanin, netverkið og umrøðan, sum verður savnað yvir nakrar dagar, og sum stimbra eitt samfelag. Síðani hevði Jákup Justinussen, serfrøðingur í sosialum miðlum, ein fyrilestur um, hvussu
Í MICE NETVERKINUM ERU HESAR FYRITØKUR: • Visit Faroe Islands • Visit Tórshavn • Atlantic Airways • Hotel Føroyar • Norðurlandahúsið • Hotel Hafnia • Hotel Hilton Garden Inn • Greengate DMC • Make Travel • Faroe Incoming • North Atlantic Xperience • Connect Faroe Islands Av hesum eru Hotel Hilton Garden Inn, Faroe Incoming og Connect Faroe Islands nýggjar fyritøkur í netverkinum. Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 55
Vinnuferðavinna
2. Noreg Í Noregi luttaka vit á hvørjum ári á workshoppini Travelmatch, sum er í Oslo í januar mánað. Hetta er altíð ein sera væleydnað workshop, har avtalukalendarin altíð er fullur, og har áhugin er stórur fyri Føroyum. Sama hendi á hesum sinni, og vit tosaðu við bæði nýggj og gomul sambond. Vit hava havt fleiri agentar úr Noregi á vitjan og nógvir bólkar eru spurdir burtur úr hesi vitjan.
4. Bretland Á bretska marknaðinum hava vit í 2018 samstarva við Cat Publishing, har vit hava luttikið á teirra tiltaki M&IT Agency Challenge. Eisini hava vit saman við Visit Denmark luttikið á messuni “The Meetings Show”. Bretski marknaðurin er enn sera trekur, tí tey í stóran mun vænta sær beinleiðis flog úr London, men vit halda áfram at arbeiða við hesum marknaði.
5. Týskland 1. Danmark MICE netverkið luttók á stóru fundarmessuni í Bellacentrinum í Keypmannahavn, sum nevnist Nordic Meetings and Events Expo, sum Kursuslex skipaði fyri í mars mánaða. Nógv sambond vórðu røktað á hesi messuni, og eisini fingu vit nýggjar kontaktir. Ein ferð til Føroya varð burturlutað, har ein góður keypari vann hesa, sum hevði eitt hugnaligt vikuskifti í Føroyum. Afturat messuluttóku, so skipaðu vit fyri einum kundatiltaki í sambandi við Merkið 100 ár, har sluppir sigldu úr Føroyum til Danmarkar. Vit vóru umborð á Jóhannu á Norðuratlantsbryggjuni, og høvdu vit vitjan av einum 30 kundum. Fleiri av hesum vóru eisini innan vinnuferðavinnu, og var hetta eitt sera væleydnað tiltak við føroyskum mati, sum Leif Sørensen borðreiddi við, náttúruvíni frá Rødder og Vin og tónleiki frá Heiðriki av Heygum saman við Heðin Dam Ziska.
56 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Reykjavík
Faroe Islands Bergen Edinburgh
Aalborg Copenhagen
Billund
Paris
Barcelona
Palma de Mallorca
Áhugin úr Týsklandi er áhaldandi stórur, og fleiri bókingar og fyrispurnningar eru frá týska marknaðinum. Í 2019 høvdu vit egnan bás á stóru vinnuferðavinnumessuni IMEX í Frankfurt saman við vinnuferðavinnunetverkinum. Vit høvdu 13 framløgur á básinum, og nógv fólk var til flestu av hesum, har keyparar vóru sera áhugaðir. Okkara partnarar høvdu eisini fundir, men tíverri ikki so nógvar i tali. Vit velja at luttaka framhaldandi við egnum bási á hesi messu, og ætla at gera eitt miðvísari arbeiði at fáa fundir til partnarar í framtíðini. Vit hava enn samstarv við TMF Dialogue og samstarvið var mest grundað á framleiðslu av content til okkara nýggju LinkedIn konto. Úrslitið av hesum er fleiri áhugaverdar greinar, sum serliga eru grundaðar á søgur frá okkara ambassadørum, sum vóru framlagdar á seinasta ambassadørdegi. Vit luttóku eisini á Berlinale saman við Filmshúsinum og einum størri føroyskum bólki av filmsfólki.
3. Svøríki
6. Belgia
7. Frankaríki
Á svenska marknaðinum hava vit luttikið við lýsingum í tíðarritinum Meetings International, og vit hava havt fleiri svenskar agentar við á famtúri og site inspection. Áhugin úr Svøríki merkist nú meiri og meiri, og okkara partnarar merkja hendan økta áhuga við fundartúrum og við incentives. Átakið Closed for Maintenance hevur nógv at siga fyri hendan áhuga, og fleiri og fleiri fyritøkur eftirspyrja møguleikan at gera vælgerandi arbeiði meðan tey eru her. Hetta hevur verið serliga týðuligt úr Svøríki.
Visit Faroe Islands luttók saman við vinnuni á eini workshop, sum Thomas Cook skipaði fyri, nakað uttanfyri høvuðsstaðin Brússel. Her fingu vit høvið at selja okkum mótvegis Thomas Cook keyparum. Kortini fór Thomas Cook á húsagang vikuna eftir, so ivasamt er, hvussu nógv kom burtur úr hesi vitjan. Kortini eru fólkini, sum tá arbeiddu hjá Thomas Cook ofta komin í starv í øðrum líknandi fyritøkum.
Í 2019 luttók Mice á tveimum tiltøkum í París. Henda luttøka komst sjálvsagt av, at Atlantic Airways byrjaði flúgving sína til franska høvuðsstaðin á vári 2019.
Í 2019 skrivaðu vit eisini eitt tíðarrit saman við Meetings International kallað Business Intelligence Report. https://issuu.com/meetingsinternational/docs/ meetings-international-bir-09
sosialu miðlarnir Twitter og LinkedIn kunnu nýtast professionelt og vera við til at lyfta persónar fakliga við teirra servitan, og samstundis lyfta Føroyar upp vitanarliga. Um kvøldið varð veitsla hildin í Silo, har ársins ambassadørur og ársins ambassadørátak vórðu kosin, umframt at eitt serligt heiðursbræv varð handað. Í dómsnevndini vóru Árni Olsen, marknaðarstjóri í Atlantic Airways, Sigurð í Jákupstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. MARKNAÐARARBEIÐIÐ Í 2019 hevur netverkið arbeitt serliga við norðurlendsku og europeisku marknaðunum, men er eisini spakuliga byrja at bróta inn á amerikanska marknaðin. Fyrsta luttøkan var eitt PR og agent átak um várið, sum varð gjørt saman við Atlantic Airways. PR-deildin hjá Atlantic Airways í París og samstarvsfelagarnir hjá Visit Faroe Islands, sum er Visit Denmark í Italiu hjálptu til við at fáa bestu agentar og miðlar við til tiltakið. Tiltakið var umborð á einum báti við Seine ánna. Leif Sørensen, kokkur, stóð fyri leskiligum mati. Heiðrikur á Heygum stóð fyri Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 57
undirhaldinum. Jóhanna á Bergi helt vegna Atlantic Airways røðu, og Annleyg Lamhauge hevði framløgu um Føroyar. Dagurin var sera væl eydnaður, eini 60 fólk møttu upp og vóru sera jalig um nýggju flúgvingina. Fleiri avtalur um miðlar vóru gjørdar á degnum.
Mynsatekstur Unordinary Meetings er nýggja fundarsniðið, sum netverkið í Vinnuferðavinnu arbeiðir eftir
Stórur áhugi er fyri Føroyum sum incentive landi á eini slíkari stevnu. Eisini byrjar áhugin fyri Føroyum frá feløgum (associations) nú eisini at síggjast, serliga eftir at vit fáa fleiri hotellir inn í Havnina, og er tað hendan marknað, vit nú skulu troyta til fulnar. SOSIALIR MIÐLAR Fyri fyrstu ferð er vinnuferðavinna farin út á sosialu miðlarnar, har tað serliga er LinkedIn, sum vit royna at troyta við seriøsum tilfari til relevantar fylgjarar. Hetta byrjaði á okkara ambassadørdegi tann 4. Apríl, og nú hava vit um 300 fylgjarar. Serliga hava vit søgur frá okkara ambassadørum, teirra ráðstevnum, teirra serligu vitan og annars kunning um okkara netverk í vinnuferðavinnuni og tað, sum tey takast við.
Um heystið var enn eitt tiltak, har Atlantic Airways og Visit Faroe Islands luttóku saman við franska samstarvsfelaganum hjá Atlantic Airways. Hetta var ein workshop skipað sum skundfundir, og høvdu vit nógv fólk á fundi og ein ferð var eisini lutað til Føroya. USA Fyri fyrstu ferð luttóku vit á IMEX America í Las Vegas í september mánaða. Hetta er fyrstu ferð, at vit eru við á amerikanska marknaðinum, og hetta var ein messa við sera seriøsum keyparum. Tað var áhugavert at síggja, at hóast vit vóru við fyri fyrstu ferð, so vóru allir keyparar væl og virðiliga kunnaðir um Føroyar og tosaðu um konkretar bólkar, sum tey høvdu hugsað um til Føroya. Hóast vit ikki høvdu nógvar fundir, so var hetta eitt týðuligt tekin um, at vit eiga at halda áfram á hesum marknaði.
Hóast fundurin er til dømis á Hotel Føroyum, so ber til at seta fundarhølið upp á óvanligar mátar eins og víst á myndini
SITE INSPECTIONS Vanliga skipa vit fyri famtúrum, har vit fáa nógvar keyparar á vitjan. Hetta hava vit ikki gjørt í 2019. Orsøkin er, at tað er ringt at rokna úrtøkuna eftir ein vanligan famtúr. Tí hava vit heldur valt einans at hava Site Inspections í 2019.
leggja í Føroyum. Í 2019 hava vit havt um 12 fólk á site inspection.
Tá vit hava eina site-inspection kunnu vit lættari skina á, um hetta er ein seriøsur kundi, sum leggur bólkar eftir seg, tí kundin ofta kemur at kunna seg um ferðamálið, tí hann hevur ein ávísan bólk, sum hann ynskir at
IBTM Okkara flaggskip er okkara luttøka á bási á stóru vinnuferðavinnustevnuni í Barcelona IBTM. Hetta gjørdu vit aftur í november í 2019, tá alt netverkið luttók. Vit høvdu ein hampuliga
58 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
stóran bás, soleiðis at gott rúm var fyri bæði fundum, framløgum og eykatiltaki. Vit høvdu 308 forbókaðar fundir á básinum, og er hetta tað mesta nakrantíð. Samanborið við 2018, tá vit høvdu 200 forbókaðar fundir. 64 fólk vóru til okkara framløgur umframt onnur, sum stukku inn á gólvið.
SUSTAINABLE TOURISM DEVELOPMENT IN THE NORDIC ARCTIC Afturat vanliga vinnuferðavinnuvirkseminum luttekur Annleyg Lamhauge í eini verkætlan, sum snýr seg um burðardygga ferðavinnumenning í norðurarktis. Hetta er eitt granskingarnetverk, sum NordRegio, UArctic og International Network Program of the Danish Agency for Science and Higher Education fíggja. Netverkið hevur sum mál at kanna eftir, hvussu verandi fólkatilfeingið, nátturu og serliga havtilfeingi eins og infrastrukturur kunnu menna eina nýskapandi, burðardygga og haldføra ferðavinnu. Í 2019 gekk leiðin til Norður Íslands, har vit vitjaðu fleiri ferðavinnumál har og fingu lýstar teirra avbjóðingar við at reka serliga maritima ferðavinnu í arktis.
Føroysk orðatøk geva íblástur til fundir í Føroyum
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 59
Marknaðarføringsvirksemi 2019
Talgildir miðlar VISITFAROEISLANDS.COM Heimasíðan visitfaroeislands.com, er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum. Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 5.000 og 10.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum. Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com endaði á 940.000 í
60 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
2019. Hetta svarar til ein vøkstur á 51% í mun til árið frammanundan. Hóast okkara heimasíða regluliga upplivir sokallaði “Ddos álop” á síðuna, sum kann ávirka ávís hagtøl, meta okkara samstarvsfelagar, sum eru serfrøðingar innan SEO, at okkara vitjanartøl eru eftirfarandi. Onnur lyklatøl eru rímuliga støðuføst í mun til árið frammanundan, tó er talið av lisnum síðum voksið úr 3,1 til heili 5,1 síður í miðal per vitjandi. Hetta er ein stórur vøkstur og kann vera orsakað av, at vit áhaldandi blíva betri til at kunna fólk og hava skapt gott og viðkomandi tilfar á heimasíðuni. Eitt annað tal, sum áhaldandi flytur rætta vegin, er sokallaða “Bouce Rate” talið. Hetta vísur, hvussu nógv av teimum vitjandi velja at fara víðari til eina aðra heimasíðu, beint eftir, at tey eru komin á heimasíðuna hjá VFI. Ynskiligt er, at hetta tal er so lágt sum møguligt. Síðstu árini er hetta talið fallið úr 54,99% í 2016 til 12,24% í 2019. Hetta eru vit sera væl nøgd við.
WHAT’S ON Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo. Hetta var partur av orðingini, sum bleiv brúkt, tá Visit Faroe Islands í samstarv við kunningarstovurnar í Føroyum lat upp fyri What´s On platforminum í mai 2019. What’s On samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingin og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til. Kunningin finst á føroyskum og enskum. Tað er nemt og ókeypis at brúka og skráseta tiltøk á www.whatson.fo. Síðani kunning um What’s On bleiv almenn, hevur What´s On havt fleiri enn 41,000
serstakir brúkarar (vitjandi), og 29% av hesum vitjandi koma frá útlondum. Tey, ið vitja síðuna, brúka í miðal 1,24 minuttir á What´s On. “Vit hava havt tørv á einum sjónligum palli, sum samlar øll tiltøk í Føroyum. What’s On er eitt frálíkt amboð til júst hetta. Síðan er løtt og ókeypis at brúka, bæði hjá borgarum og hjá teimum, sum hava tiltøk at leggja út. Vit vóna, at føroyingar taka What’s On til sín” -
segði Barbara Samuelsen, leiðari á Visit Tórshavn, ein av stigtakaranum til What´s On, tá síðan bleiv almannakunngjørd.
Fleiri hundrað tiltøk (events) og fleiri enn 400 støð (places) eru longu nú skrásett á What’s On.
Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak á What’s On. Skipanin er sera einføld, løtt at brúka.
What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum verður at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.
Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 61
Marknaðarføringsvirksemi 2019
Tankin er ikki at noyða fólk at vitja www. whatson.fo fyri at fáa kunning um tiltøk. Heldur vilja vit, at fólk fáa kunningina á heimasíðum ella tíðindaportalum, sum tey brúka í forvegin. Tí samstarvar What´s On við Sona, Portal.fo og onnur. Ein sokallaður API hentleiki verður klárur í 2020, sum fer at gera tað lættari at integrera What´s On á fleiri heimasíður. KUNNINGASKERMAR Málið er at hava kunningaskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðandi har tey eru, og sum fortelja um støð nærhendis.
Hesir skermar koma at vera á øllum kunningarstovum, bensinstøðum, farstøðum og líknandi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og avlasta starvsfólk á støðunum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku at endurtaka kunning, sum ein kunningarskermur megnar. Í 2019 vórðu skermarnir royndarkoyrdir. Málið í 2020 er at seta næsta stig í gongd, har fleiri skermar skulu setast upp kring landið. SOSIALIR MIÐLAR Arbeiðið við sosialu miðlunum fór av álvara í gongd í 2013. Hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá. Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa. Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga. Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita
62 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
kunning um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum møguligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið viðkomandi leitar eftir. Hetta arbeiðið, ið verður gjørt leypandi, inniber at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar, um at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og um at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta. Alt hetta er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum. TAGS Ein av fleiri faktorum, sum eru avgerandi fyri at tilfar um Føroyar kemur rætt út, er, at tilfarið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar, ferðafólk og onnur verið í iva, um tann greinin og myndin, ið tey leggja út á sosialu miðlarnar, skal taggast antin sum #Faroe, #Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands ella #TheFaroeIslands, umframt onnur dømi. Henda manglandi sameining av øllum tilfari um Føroyar undir einum felags tag, hevur leingi havt neiliga ávirkan á effekt og útbreiðsluna av kunningini um Føroyar á sosialu miðlunum. Serliga, tá tað leingi hava verið anti-whaling fólk, sum hava dugað best
Visit Faroe Islands heimasíðan
at taggað Føroyar einsljóðandi, og harvið hava yvirdoyvt allan annað boðskap og myndir frá og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu, einsljóðandi tags. Tí hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri, at undirvísa føroyingin og føroyskar fyritøkur í at tagga sítt føroyska tilfar einsljóðandi undir #FaroeIslands. Hetta er gjørt bæði ígjøgnum lýsingaátøk, og ígjøgnum beinleiðis samband við ávísar áhugabólkar, eitt nú Føroysk Fotolist á Facebook, og gjøgnum ávís Instagram tiltøk, sum Visit Faroe Islands hevur staðið fyri. Samanumtikið hevur hetta
eydnast sera væl, og vit síggja longu nú, at hetta hevur havt stóra jaliga ávirkan. Næsta lið í verkætlanini verður at fáa ferðafólkini at tagga eins væl, umframt at fáa miðlar og lyklafólk á sosialu miðlunum í Føroyum, at minnast til at nevna Føroyar á rættan hátt, á eitt nú enskum. FACEBOOK Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin. Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin.
Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, náddi við ársenda 2019 yvir 245.000 fylgjarar. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan er um vikuligar “reach-out”. Sostatt gjørdist hendan síðan tann skjótast vaksandi facebooksíðan í 2018, og er framvegis næststørsta facebooksíðan í Føroyum (tann einasta sum er størri, er tónleikabólkurin TÝR, ið gjøgnum fleiri ár hevur fingið sera nógvar útlendskar fjepparar). Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 63
Marknaðarføringsvirksemi 2019
reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 1%. Hetta merkir, at minni enn 1% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt “dáma” ella “deila” tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta er eydnast væl, og royndirnar á Facebook hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni. PINTEREST Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Framyvir verður meira arbeiði lagt í, at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhugaverdar myndir út og skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkaranum meira virði. TWITTER Ein annar pallur, ið vit eru virkin á, er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu avmarkingar, ið Twitter hevur, við maks 280 teknum, men eisini tí, at VFI merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi á hesum pallinum. Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum – tilfar, sum verður lagað til júst henda pall.
64 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skræddaraseymað til júst Twitter. Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólk- um. VFI hevur síðani havt møguleikan at sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til hetta tilfar, sum VFI so kann nýta í egnum, sosialum kanalum. Hóast VFI hevur megnað at fleirfalda talið av fylgjarum á Twitter, so er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, sum brúka okkara kanal til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri. SNAPCHAT Snapchat er millum skjótast veksandi sosialu miðlar, og serliga eru tað tey heilt ungu, ið hava tikið hendan miðilin til sín. Hesin málbólkurin er ikki tann, ið VFI nýtir nógva orku uppá, og tí eri okkara Snapchat profilur minni virkin enn okkara Facebook og Instagram profilar. Vit meta, at okkara boðskapir raka best tann rætta málbólkin á øðrum miðlum enn Snapchat í skrivandi stund. INSTAGRAM Samstundis sum Instagram, við fleiri enn 800 milliónum myndaelskandi brúkarum, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala
pallinum, fær Instagram og okkara Instagram profilur størri og størri týdning fyri okkum og okkara kunning úteftir. Við flottari náttúru hevur Føroyar ein serstakliga sjónligan “boðskap” at fortelja. Á Instagram eru tað serliga myndir og tað sjónliga, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin ótrúliga væl til okkum, og til tann “boðskapin”, sum vit vilja fortelja um.
Í samstarvi við Instagram serfrøðingum og professionellum myndafólkum, hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara Instagram konto, sum við ársbyrjan í 2019 hevði 198.000 fylgjarar og við ársendan hevði 242.000 fylgjarar. VFI fær sera nógvar fyrispurningar frá “Instagrammarum” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram konto). Nøkur av heimsins størstu Instagrammarum hava vitjað í Føroyum ígjøgnum Visit Faroe Islands í 2019. Tilsamans vóru 91 Insta grammarar á vitjan farna árið. VFI sleppur at nýta tær myndirnar, sum hesi taka meðan tey eru í Føroyum, m.a. á okkara egna Instagram. Í fleiri førum skipa vit fyri sokallaðum “takeovers”, har Instagrammarar fáa atgongd til okkara konto og sjálvi leggja sínar myndir út. Hetta hevur víst seg at rigga sera væl. Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og
tey, sum fylgja ávísum tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit rættiliga nágreiniliga raka fólk við serligum áhuga fyri ymsum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum, og líknandi. SAMANUMTØKA Vit meta, at okkara arbeiði á teimum ymisku sosialu miðlunum hevur gjørt sítt til, at vit uppliva, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum flest lyklatøl, herundir talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi vuksu í 2019.
Til stuttleika kann nevnast, at vit í fleiri førum hava fingið afturmeldingar frá ungum føroyingum, ið eru búsitandi uttanlands, ið siga, at okkara marknaðarføringsarbeiði, herundir á sosialu miðlunum, hevur broytt teirra mynd av Føroyum til tað betra, og er við til at økja um hugin hjá teimum at flyta heimaftur til Føroyar. Vit vóna, at talið av vitjandi á okkara heimasíðu - og serliga talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum - heldur áfram at veksa í 2020, men vit vænta kortini ikki, at vøksturin verður líka stórur og skjótur sum undanfarnu árini. Orsøkin er tann, at bæði Facebook og serliga Instagram hava gjørt
nógvar broytingar í 2019, sum ger, at tilfar, ið verður lagt út, ikki verður sæð líka nógv av brúkarum sum fyrr, uttan so, at tann, ið eigur Instagram ella Facebook kontuna, velur at rinda lutfalsliga nógvan pening fyri, at tilfarið verður sæð av fleiri brúkarum. Hóast slíkar avbjóðingar, so metir Visit Faroe Islands, at sosialu miðlarnir framhaldandi fara at vera ein av okkara sterkastu pallum, tá tað snýr seg um, at breiða boðskapin um Føroyar víða um og at raka teir røttu málbólkarnar. Tískil verður ein størri partur av fíggjarligu orkuni raðfestur til talgilda arbeiðið.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 65
Marknaðarføringsvirksemi 2019
Birds of the Faroe Islands
Faldarar Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, so eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum eins og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar til at senda til síni viðskiftafólk og til at hava við á messur. Faldarnir verða eisini brúktir av kunningar stovunum kring landið, gistingarhúsunum og ferðavinnufyritøkum í Føroyum. Harumframt verða faldarnir eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við. TOURIST GUIDE OG KORT Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu prentaðar 55.000 Tourist Guides í 2019, sum allar vóru uppi, tá árið var av. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað, og verða tey somuleiðis uppbrúkt eftir einum ári. Í 2019 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.
66 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
Hiking in the Faroe Islands
TOURIST GUIDE 2019 www.visitfaroeislands.com #faroeislands
longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri. Amboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni www. visitfaroeislands.com/vinna. ALTJÓÐA SAMSTARV VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við at marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar.
Download the free app
FAROE ISLANDS TOURIST GUIDE Hiking in the Faroe Islands | 1
FUGLAFALDARI Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí er stórur tørvur á einum fuglafaldara, ið fortelur um teir um ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Harafturat eisini kunning um, hvussu man ber seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum runt landið, á messum og workshops uttanlands, ið VFI luttekur á. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI, áðrenn tey koma til Føroyar.
GONGUFALDARI Eftirspurningurin eftir gongufaldaranum, ið upprunaliga varð gjørdur til Vestnorden í 2015, hevur víst seg at vera ovurhonds stórur. Gongufaldarin er, eins og alt annað tilfar VFI ger, í tráð við brandið. Faldarin var upprunaliga gjørdur á enskum og donskum, og í 2017 kom faldarin á týskum eisini. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum runt landið, á messum og workshops, ið VFI luttekur á uttanlands. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar. AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAR Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar sjálvar at hjálpa til meira við at marknaðarføra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum
landi, ger, at vit kanska enn meira enn onnur lond øll eru ambassadørar fyri okkara land – óansæð um vit vilja tað ella ikki. Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi at kunningin er konsekvent, soleiðis at argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, um tey hava ætlanir um at halda framløgu um Føroyar, óansæð um ein er skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektivur háttur at marknaðarføra Føroyar. Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum - alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til
Hesir eru: TRAVEL PR VFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi fyri eisini á tann hátt at skapa umrøðu um Føroyar. EHRENBERG KOMMUNIKATION Somuleiðis hevur VFI avtalu við týskt PR-bureau. Endamálið við samstarvinum er at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr Týsklandi. Samstarvið fevnir eisini um at fóðra týskar miðlar við tíðindum úr Føroyum. VISIT DENMARK Í ITALIA Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferðasmiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark, luttøka á workshops, o.s.fr. Visit Denmark í Italia hevur eisini ábyrgd av
franska marknaðinum, so samstarvið fevnir eisini um miðlavitjanir úr Fraklandi. VISIT DENMARK Í SVØRÍKI Samstarvið við Visit Denmark í Svøríki er eisini um fjølmiðlavitjanir. VISITDENMARK Í STÓRA BRETLANDI Samstarvið við VisitDenmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um at vit kunnu luttaka á teirra søluverkstovum, bæði innan frítíðarferðavinnu og vinnuferðavinnu. MICE Innan MICE-økið samstarva vit eisini við fleiri altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar. PROMOTE ICELAND OG VISIT GREENLAND Samstarvið millum NATA-londini er ment munandi seinastu árini. NATA hevur m.a. sett ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Promote Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum skulu gera uppskot til felags marknaðarføringsátøk fyri londini. Í 2019 hava hesi átøkini m.a. fevnt um workshop í London og roadshow í USA. Hetta samstarv hevur givið okkum atgongd til tiltøk á marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á.
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 67
Marknaðarføringsvirksemi 2019
Onnur samstørv FAROESE MUSIC AWARD, FMA, 9. FEBRUAR Norðurlandahúsið og Visit Faroe Islands samstarvaðu um at fáa útlendskar fjølmiðlar innan tónleikaheimin at taka lut á FMA. Umframt sjálvt FMA, varð eisini skipað fyri konsert í Reinsarínum undan tiltakinum, so miðlafólkini høvdu høvið at hoyra eitt breitt úrval av føroyskum tónleikaraum. Eisini varð skipað fyri útferð til Klaksvíkar. SAMSTARV VIÐ BENTLEY OG TOP GEAR, 11-14. FEBRUAR Eitt fjølmiðlafólk og myndafólk komu til Føroyar við einum bili hjá kenda bilmerkinum Bentley. Ein grein við myndum úr Føroyum, millum annað úr Eysturoyartunnlinum, bleiv prentað í blaðnum og á heimasíðuna hjá vælumtókta miðlunum Top Gear. ÁTJAN OYGGJAR ADVENTURE FESTIVAL, 4. – 8. SEPTEMBER Í 2019 samstarvaði Visit Faroe Islands við Átjan Oyggjar Adventure Festival, sum varð hildin á fyrsta sinni í september 2018 undir navninum Útilív Adventure Festival. Talan er um ein festival, har luttakararnir kunnu velja ímillum fýra ymiskar rennirutur í fjøllunum í Føroyum. Umleið 400 fólk tóku lut á tiltakinum, í 2018 var talið 230 fólk. Ein stórur meiriluti av luttakarun um vóru útlendingar, sum steðgaðu í miðal 6 dagar. Í gestanætum gevur hetta knapt 6.000 nætur, tá fyrireikarar og onnur fólk, sum vóru 68 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
knýtt at festivalinum, eru tald við. Festivalurin verður hildin aftur í september 2020. G! FESTIVALURIN, GØTA, 11. – 13. JULI Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa umrøðu í útlendskum miðlum. Í fleiri ár hevur verið arbeitt nógv við at fáa útlendskar fjølmiðlar til tiltakið. G! Festival og Visit Faroe Islands samstarva kring fjølmiðla vitjanirnar. G! Festivalurin kann gerast ein týdningarmikil liður í at marknaðarføra Føroyar og er hetta eitt sera gott “reason to go” fyri at vitja Føroyar. SUMMARFILMURIN VÍSTUR Á MCDONALDS MATSTØÐUM Í TÝSKLANDI Fyri nøkrum árum síðan hittu vit á ITB messuni í Berlin starvsfólk fyri 3Sixty TV í Leipzig, sum framleiga tilfar til sjónvarpsrásina, sum verður víst í øllum McDonalds matstøðum í Týsklandi. Hetta er størsta handils sjónvarpsrásin í Týsklandi við meira enn 860 matstøðum og umleið 35 milliónum hyggjarum um mánaðin. Tey vóru so hugtikin av summarfilminum, at tey bjóðaðu sær at vísa hann ókeypis á McDonalds matstøðum kring alt Týskland. Sjónvarpsrásin sendir ymiskt tilfar, eisini ferðatilfar undir heitinum Travel Magazine. Aftur í 2019 var filmurin vístur á 720 ymiskum McDonalds matstovum kring Týskland og ætlanin er eisini at vísa vetrarfilmin. Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 69
Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum. GUÐRIÐ HØJGAARD Stjóri
SÚSANNA SØRENSEN Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar
ANNLEYG LAMHAUGE Vinnuferðavinna
Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com
BÁRÐUR EKLUND Talgildir miðlar
LEVI HANSSEN Samskifti, content og fjølmiðlar
VANJA DAVIDSEN Skrivstovufólk
Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 50 32 65 levi@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 40 vanja@visitfaroeislands.com
FRÍÐGERÐ HEINESEN Bókhald
JÓHAN PAULI HELGASON Menningarleiðari
ALDA E. MAGNUSSEN Menningarsamskipari
Fartelefon: 55 61 34 fridgerd@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 31 johanp@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 33 alda@visitfaroeislands.com
OLIVIA DØGG FRÍFINSDÓTTIR Sosialir miðlar Fartelefon: 55 61 32 olivia@visitfaroeislands.com
70 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019
NEVNDIN HJÁ P/F VISIT Faroe Islands: Johannes Jensen, Gist&Vist, formaður Bjørgfríð Ludvig, Tórshavnar Kommuna Rúni V. Poulsen, Smyril Line Johanna á Bergi, Atlantic Airways Sakaris Frederiksen, Ferðavinnufelagið
Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF Noomi Rasmussen, Sunda Kommuna Oyvindur av Skarði, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
Ársfrágreiðing 2019 / Visit Faroe Islands - 71
Sniรฐ og uppseting: Sansir
Visit Faroe Islands Gongin 9 100 Tรณrshavn Tlf. 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com