Visit Faroe Islands
ÁRSFRÁGREIÐING 2018
2 - Visit Faroe Islands / ร rsfrรกgreiรฐing 2018
Innihald Inngangur
4
Ferðavinnan 2018 í tølum
6
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni
12
Tey flestu taka undir við “unspoiled, unexplored, unbelievable”
14
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
16
Visit Faroe Islands
20
Brandið fyri ferðavinnuna í Føroyum
22
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri meira enn 30 mió. kr. 26 Faroe Islands Translate vann heiðursløn á Cannes festivalinum
32
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2018
34
Frítíðarferðavinna 36 Vinnuferðavinna 46 Talgildir miðlar
52
Onnur tiltøk
58
Nýggj menningardeild
60
Starvsfólk og nevnd
62
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 3
Inngangur 2018 gjørdist enn eitt ár fram ímóti 2020-málinum um at tvífalda umsetningin av ferðavinnuni. Vit upplivdu vøkstur sjóvegis og loftvegis, eins og í tali av gistingum. Nýggjastu tjóðarlyklatølini, ið eru frá 2017, vísa ein umsetning frá útlendskum vitjandi á kr. 731 mió. og 643 ársverk
Hóast vit ikki hava nágreinilig hagtøl um tal av gistingum gjøgnum Airbnb (tí Airbnb ikki vil lata hagtøl viðvíkjandi gisting í Føroyum), vita vit kortini, at nógv ferðafólk velja at gista á hendan hátt. Hetta merkir, at tørvurin á, at eisini fáa skrásett tjóðskap á teimum ferðandi umvegis flogvøllin, er øktur. Tí fegnist eg um, at Vága Floghavn fer at skráseta tjóðskap hjá øllum ferðandi um flogvøllin frá 1. januar 2019.
ger stórar íløgur í nýggjan kapasitet komandi árini, skal tryggjast. Umframt hetta, síggja nógv nýggj upplivingartilboð dagsins ljós kring landið. Tað er tí sera týdningarmikið, at tað framhaldandi verður stórur dentur lagdur á at marknaðarføra Føroyar. Marknaðarføringin av okkara ferðamáli gagnar eins nógv tí samlaðu tjóðarbyggingini av okkara landi, sum tað ger okkara ferðavinnu.
Ferðavinnan í Føroyum veksur, men als ikki í eins stóran mun sum almenna myndin til tíðir hevur víst. Vit hava tvørturímóti tørv á fleiri ferðafólkum. Ferðafólkaárstíðin má halda fram at breiðkast, um framtíðar fíggjarliga burðardygdin hjá vinnuni, ið
Ein nýggj menningardeild varð sett á stovn 1. apríl 2018 við tveimum starvsfólkum. Sostatt varð ábyrgdin hjá Visit Faroe Islands breiðkað frá marknaðarføring til at eisini umsita menning av Føroyum sum ferðamáli.
4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Talan er um eina nýggja funktión og virksemi, ið skal byggjast upp frá grundini. Virksemið í 2018 hevur verið eyðkent av hesum, og stórsti parturin av orkuni er farin til at skipa virksemið hjá nýggju menningardeildini. Sjøtul varð beinanvegin settur á arbeiðið at orða eina menningarætlan fyri føroysku ferðavinnuna, við støði í kanning um, fokusbólkum og samrøðum við meiri enn 200 fólk í ferðavinnuni kring landið. Somuleiðis eru nýggju stuðulsskipanirnar skipaðar og royndarkoyrdar í 2018, og stuðul er latin til alskyns menningarátøk kring landið. Menningardeildin hevur ment nýggjar skeltingarleistir og nýtt kunnandi tilfar, og lagt seg eftir at byggja eitt gott samstarv upp
við kunningarstovur og kommunur, m.a. við afturvendandi felags fundum, førleikamennandi skeiðum og verkstovum. Ein nýggj menningarætlan verður løgd fram á vári 2019. Hendan nýskipanin hevur tikið tíð frá marknaðarføringini. Tískil gjørdu vit ikki nakað stórt lýsingarátak í ár, eins og vit hava gjørt seinnu árini, so sum Google Sheep View í 2016 og Faroe Islands Translate í 2017. Hetta merkir, at PR-umrøðan av Føroyum í altjóða miðlum er minkað frá uml. 400 mió. kr. í 2017 til 30 mió. kr. í pr-virði í 2018. Men áhugin frá fjølmiðlum og bloggarum fyri at vitja okkum og skriva um Føroyar er enn stórur, og høvdu vit 255 fjølmiðlavitjanir í 2018, sum er á leið tað sama sum í 2017. Talið av fylgjarum á okkara egnu sosialu miðlum heldur fram at vaksa og er nú yvir 400.000, sum er høgt í norðurlendskum høpi. Til saman bering var talið umleið 100.000 í 2015. Arbeiðið við at økja um talið av ráðstevnum og fundum í Føroyum hevur hildið fram, og eg fegnist um, at tað hevur eydnast at fáa eina avtalu í lag við Tórshavnar Kommunu innan økið, sum fevnir yvir trý ár. Hetta kemur at hjálpa til við at breiðka ferðavinnuárstíðina og er ikki minst av stórum týdningi, nú gistingarkapasiteturin í Tórshavn tvífaldast næstu árini. Ein ferðafólkakanning frá í summar vísur eisini, at ferðafólkini eru sum heild sera væl nøgd við teirra ferð í Føroyum, og tey allarflestu siga, at vit liva upp til okkara slagorð “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable”. Í hesi ársfrágreiðing fáa tit eina nærri mynd av okkara virksemið í 2018. Takk fyri gott samstarv og góðan lesihug! Guðrið Højgaard Stjóri, Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 5
Ferðavinnan 2018 í tølum
Ferðavinnan 2018 í tølum Hagstova Føroya savnar í samstarvi við Visit Faroe Islands inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum. Eisini eru neyvari ferðafólkalýsingar gjørdar saman við Gallup GISTINGAR
182.279 í 2018. Hetta svarar til ein vøkstur
skipum, hevur verið í støðugum vøkstri í
Í 2018 vóru 182.279 gistingar skrásettar í
á 38% fyri alt tíðarskeiðið. Tá eru Airbnb tøl
nógv ár, men í 2016 varð hetta talið
Føroyum tilsamans, samanborið við
ikki tald við.
hálverað, vegna tí nógv umrøddu grinda lógina, frá 61.227 gestum í 2015 til 29.082 í
174.809 í 2017. Tað svarar til ein vøkstur á góð 3%. Tá eru Airbnb tøl ikki tald við.
Gistingarhagtølini frá Hagstovuni innihalda
2016.
ikki tølini fyri Airbnb, av tí at amerikanska Danmark er, sum áður, enn tann størsti
fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl.
Í 2018 øktist talið av gestum við ferða
marknaðurin, við nærum 29% av teimum
Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini,
skipum nakað aftur, til 39.514, men langt er
útlendsku gistingunum, men aðrir marknaðir
ikki minst tí, at alt bendir á, at hetta er ein
enn á mál til metárið 2015.
vaksa nú skjótari. Sum tað framgongur, koma
av teimum gistingarhættunum, ið er mest
tey vitjandi í størstan mun frá nærmarknað
vaksin seinastu trý árini. Samlaða talið av
Talið av skipum í 2018 var 44 samanborið
unum, men talið av vitjandi úr meira fjar-
gistingum er sostatt størri enn nevnt oman-
við 42 í 2015. Harafturat vóru 18.954
skotnum londum økist eisini. Flestu gistingar
fyri. Fleiri enn 300 føroyskir brúkarar leiga
starvsfólk umborð í 2018, samanborið við
hjá útlendingum verða gjørdar á gistingar
nú sín bústað út á Airbnb.
19.927 í 2017. Nógv av starvsfólkunum velja eisini at fara í land, tá skipini leggja at.
húsum, heili 83% av teimum samlaðu gistingunum. 67% av øllum gistingum verða
Samlaða gistitalið fyri landið á gistingar
Hetta gevur eitt samlað gestatal upp á
gjørdar í Suðurstreymi. Mest vanligt er at koma
húsunum øktist frá 55% til 59% í 2018,
58.465 í 2018, samanborið við 58.927 í
til Føroyar sum einstaklingur ella í minni bólki á
samanborið við 2017.
2017. Í 2015 var samlaða gestatalið 89.978. Størsti parturin av skipunum í 2018 løgdu at
eini frítíðarferð, men talið av vinnuferðum er støðugt vaksandi.
Gistitalið í Suðurstreymi øktist frá 60% til
í Tórshavn.
63% sama tíðarskeið. Flestu gestir, ið komu við ferðaskipum í
Síðani 2013, tá gistingartølini aftur vórðu savnaði inn, kann staðfestast, at vit eru
FERÐASKIP
2018, komu úr Stóra Bretlandi, Týsklandi,
farin frá 132.265 gistingum í 2013 til
Talið av gestum, sum koma við ferða
USA, Avstralia og Kanada.
6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2018 1. Danmørk 2. Noreg 3. Týskland 4. Svøríki 5. Ísland 6. Bretland 7. USA 8. Asia 9. Niðurlond 10. Italia
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 7
Ferðavinnan 2018 í tølum
Gistingarnætur 2018, flokkaðar eftir bústaðarlandi og slag av gisting Land
Gistingarhús Ból og Biti Íbúð/Hús Kamping
Tilsamans Broyting 17/18
%
Danmørk
47.219
400
4.140
1.125
52.884
-3.456
-6%
Føroyar
32.206
79
7.455
4.588
44.328
3.579
9%
Noreg
10.934
85
461
230
11.710
-1.517 -11%
Europa annars
8.562
199
403
1.507
10.671
-2.107 -16%
Týskland
6.594
540
1.012
1.995
10.141
-822
-7%
Svøríki
8.930
96
210
182
9.418
1.454
18%
Ísland
8.370
27
652
180
9.229
3.284
55%
Bretland
6.905
141
213
385
7.644
-343
-4%
USA
5383
47
242
137
5.809
1.738
43%
Asia
3.545
43
3.605
1.851 106%
Niðurlond
2.250
205
341
523
3.319
274
Italia
2.395
139
292
223
3.049
227
8%
Frakland
1.772
153
127
726
2.778
437
19%
Spania
1.606
34
191
98
1.929
-77
-4%
Finnland
1.674
32
45
40
1.791
371
26%
Avstralia og NýSæland
970
46
111
75
1.202
234
24%
Norðuramerika annars
653
20
3
66
742
189
34%
Nær og miðeystur
532
2
20
554
253
84%
Grønland
285
64
373
Ikki upplýst
319
319
316
Afrika annars
128
49
94
281
130
86%
Suðuramerika
169
8
177
1
1%
Miðamerika og Karibia
144
4
154
123 397%
Áland
83
83
-119 -59%
Oceania og póløkið
80
80
69 627%
9
9
-24 -73%
Norðurafrika Tilsamans
151.717
17
24 10
2.296
6
16.017
12.249
182.279
9%
-432 -54%
5.633
3%
Gistingarnætur 2018, flokkaðar eftir slag av gisting og mánaði
Broyting
Gistingarslag 2018/01 Gistingarhús Ból og Biti
4.765
2018/02 2018/03 2018/04 2018/05 2018/06 2018/07 2018/08 2018/09 2018/10 2018/11 2018/12 11.671 16.682 19.940 23.144 21.736 14.966 10.369
8.494
Tils.
4.172 151.717
2017 - 18
5.694
10.084
4
25
38
318
605
623
542
129
5
1
6
2.296
-10%
5%
Íbúð/Hús
310
571
909
997
1.570
2.656
4.799
2.507
791
463
265
179
16.017
-9%
Kamping
274
221
370
294
950
2.201
4.273
2.563
625
236
136
106
12.249
2%
5.353
6.486
11.388
13.000 19.520 25.402 32.839 27.348 16.511 11.073
8.896
4.463 182.279
3%
Tilsamans
8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Gistingarnætur 2018, mánaðarliga, flokkaðar eftir øki Broyting
Øki
2018/01 2018/02 2018/03 2018/04 2018/05 2018/06 2018/07 2018/08 2018/09 2018/10 2018/11 2018/12
Suðurstreymur
3.247
4.087
8.117
9.644 13.032 16.815 20.503 17.323
Uttan fyri Suðurstreym 2.106
2.399
3.271
3.356
Tilsamans
5.353
Tils.
2017-18
11.538 7.194
6.580
3.208 121.288
3%
4.973 3.879
2.316
1.255
3%
6.486 11.388 13.000 19.520 25.402 32.839 27.348 16.511 11.073
8.896
4.463 182.279
6.488
8.587 12.336 10.025
60.991
3%
Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) 120%
Gistital - kamarsnætur/kømur
2013 Alt landið 2014 Alt landið
100%
2015 Alt landið
90%
2016 Alt landið
80%
2017 Alt landið 2018 Alt landið
70% 60%
2013 Suðurstreymoy 2014 Suðurstreymoy
50%
2015 Suðurstreymoy
40%
2016 Suðurstreymoy 2017 Suðurstreymoy
30%
2018 Suðurstreymoy
20% 10% 0%
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) Kamarsnætur í mun til kømur Øki Alt landið
Árstal
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Miðal
2013
19% 31% 31% 39% 56% 71% 70% 63% 58% 37% 31% 17% 44%
2014
20% 30% 37% 33% 57% 69% 75% 64% 62% 35% 30% 18% 45%
2015
24% 29% 38% 34% 55% 71% 75% 75% 57% 41% 34% 16% 47%
2016
19% 29% 36% 50% 62% 78% 77% 75% 57% 40% 35% 19% 48%
2017
31% 31% 39% 51% 70% 78% 82% 79% 68% 51% 43% 19% 54%
2018
27% 34% 50% 59% 78% 88% 88% 90% 73% 47% 43% 22% 59%
Suðurstreymoy 2013
20% 33% 36% 42% 62% 78% 77% 70% 68% 43% 35% 20% 49%
2014
21% 33% 45% 38% 67% 76% 86% 73% 71% 40% 34% 19% 51%
2015
26% 34% 46% 41% 63% 74% 80% 81% 63% 47% 36% 17% 52%
2016
18% 27% 39% 53% 66% 85% 85% 81% 66% 44% 37% 19% 52%
2017
27% 29% 42% 59% 81% 86% 88% 85% 80% 63% 49% 20% 60%
2018
26% 35% 57% 67% 82% 93% 91% 95% 81% 50% 47% 22% 63%
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 9
Ferðavinnan 2018 í tølum
Gistingarnar í alt, 2013 - 2018 2013
2014
2015
2016
2017
2018
132.265
139.250
159.751
161.224
176.646
182.279
Gistingarkapacitetur 2013 - 2018, sengur og kømur Sengur og kømur á gistingarhúsunum, mánaðarligur kapacitetur ( sengur ella kømur * dagar í mánaði ) Kapasitetur Sengur
Árstal 2013
jan
feb
26.505 23.604
mar
apr
mai
jun
jul
26.133 25.290 26.133 25.590 28.117
aug
sep
okt
nov
28.241 27.060 27.931 27.150
des 28.055
Tils. Broyt. 319.809
2014
28.768 25.984
28.768 27.840 29.946 29.970 30.969
30.969 29.970 30.845 29.850
30.845
354.724 10,9%
2015
26.567 23.996
32.054 31.020 32.240 31.200 29.915
29.915 28.950 30.163 29.190
30.163
355.373 0,2%
2016
30.628 27.664
30.628 29.640 31.093 30.450 32.457
31.465 30.450 31.589 29.730
29.295
358.601 0,9%
2017
29.295 27.244
31.589 30.570 31.589 30.930 31.961
31.961 30.930 29.016 27.240
28.148
353.173 -1,5%
2018
25.792 24.416
27.032 28.380 30.349 29.370 30.659
30.659 29.670 30.659 29.670
29.016
345.672 -2,1%
Kømur
2013
12.586 11.368
12.586 12.180 12.586 12.330 13.299
13.392 12.780 13.206 12.780
13.206
152.299
2014
13.175 11.900
13.175 12.750 13.640 13.770 14.229
14.229 13.770 14.167 13.710
14.167
162.682 6,8%
2015
11.656 10.528
15.004 14.430 15.035 14.550 14.105
14.105 13.650 14.198 13.740
14.198
165.199 1,5%
2016
14.477 13.543
14.477 14.010 14.694 14.430 15.500
14.911 14.430 14.911 14.130
13.888
173.401 5,0%
2017
13.888 12.824
14.911 14.430 14.911 14.610 15.097
15.097 14.610 14.229 13.470
13.919
171.996 -0,8%
2018
12.927 12.068
13.361 13.950 14.849 14.370 14.973
14.973 14.490 14.973 14.490
14.074
169.498 -1,5%
Gistingarkapasitetur 2013 - 2018, sengur og kømur í tali Sengur 2013
35.000
Sengur 2014 Sengur 2015
30.000
Sengur 2016 Sengur 2017
25.000
Sengur 2018
20.000 Kømur 2013
15.000
Kømur 2014 Kømur 2015
10.000
Kømur 2016 Kømur 2017 Kømur 2018
5.000
jan
feb
mar
apr
10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Talið av ferðaskipum, starvsfólkum og komum 1999-2018 70.000
80
Ferðafólk
Mannskap
Skip
70
60.000
60
50.000
50 40.000 40 30.000
30
20.000
20
10.000
10 0
0 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 Kelda: TAKS / Hagstova Føroya
Fleiri hagtøl kunnu síggjast á www.visitfaroeislands.com/vinna
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 11
Ferðavinnan 2018 í tølum
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendskum ferðafólkunum, ið koma til landið. Av tí at tað tekur langa tíð at gera hesar útrokningar, eru tølini fyri 2018 ikki heilt fullfíggjaði enn, av tí at samlaðu útflutningstølini fyri 2018 ikki eru tøk fyrr enn síðst í 2019. Afturrokningar eru gjørdar til 2011
12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
UMSETNINGUR Útlendsk ferðafólk keyptu í 2018 tænastur og vørur fyri 731 mió. kr. Hetta er ein vøkstur á 20,6% í mun til umsetningin í 2016, tá kanningin seinast varð gjørd. Tá var umsetning urin 606 mió. kr. Vøksturin frá 2016-2017 var 15% og vøksturin frá 2017-2018 var 5%. Til samanberingar var umsetningurin í 2011 á kr. 384 mió.
tølini ikki eru roknaði við í gistingarumsetning inum. Írestandi er býtt millum flutning innan lands, klædnasølu, upplivingar og annað virksemi.
umleið 1000 ársverk knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini tann útgangandi parturin.
Bruttovirðisøkingin innan ferðavinnuna er vaksin úr kr. 165 mió. í 2011 til kr. 379 mió. í 2018. Hetta er ein vøkstur uppá 230% í samlaða tíðarskeiðinum.
Sundurgreiningin vísir, at 45% av umsetning inum í 2018 stavar frá flutningsfeløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum. Umleið 26% frá sølu av mati- og drykkjuvørum, eins og matvøruhandlum, og umleið 11% frá gistingarstøðunum. Nevnast skal, at Airbnb
ÁRSVERK 643 ársverk í 2018, samanborið við 625 í 2017, við 607 í 2016 og við 385 í 2011, tá kanningin byrjaði. Gott 40% av ársverkunum eru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur. Mett verður, at tað eru
ÚTFLUTNINGSVIRÐI Ferðavinnan stóð í 2015 fyri 6,5% av útflutningsvirðinum. Tíverri eru ikki nýggjari tøl fyri samlaða føroyska útflutningin. Samlaða útflutningsvirðið fyri Føroyar fyri 2016 og 2017 kemur ikki fyrr enn seint í 2019.
Umsetningur frá vitjandi ferðafólki/innkomandi ferðavinnu Estimerað fyri árini 2011 – 2018 og lýst í mun til samlaða útflutningsvirðið
Ár
2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018
Umsetningur frá innkomandi ferðavinnu í alt
384
Flutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur
285 309 330 351 369 398 310 332
421
460
523
568
606
697
731
Gistingar og annað hotelvirksemi
34 37 43 67 74 75 76 84
Matstovur, matvøruhandlar og drykkjuvørur
38 41 48 49 53 60 175 188
Flutningur innanlands og leiga av bili
13
15
19
26
37
40
66
72
Upplivingar og aðrir aktivitetir
8 13 14 17 20 18 29 29
Klæðir og fótbúnaður
3 4 6 9 9 10 12 12
Onnur søla
1 2 2 4 6 6 29 15
Útflutningur av vørum og tænastum*
6.766 7.176 7.898 8.217 8.676
-
-
-
Umsetningur frá ferðafólki ímt útflutning íalt**
5,7%
-
-
-
5,9%
5,8%
6,4%
6,5%
Viðm.: *Útflutningurin av vørum og tænastum er gjørdur upp av Hagstovuni sum partur av gjaldsjavnanum til og við 2015. **Umsetningurin (søluvirðið) við sølu av vørum og tænastum til vitjandi ferðafólk er ein deilmongd av ferðajavnanum í gjaldsjavnanum og kann tískil berast saman við samlaða útflutningsvirðið av vørum og tænastum. Kelda: Hagstova Føroya, Búskaparískoytið stavandi frá vitjandi ferðafólki 2011 til 2018
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 13
Ferðavinnan 2018 í tølum
FERÐAFÓLKAKANNING:
Tey flestu taka undir við “unspoiled, unexplored, unbelievable” Ferðafólk í Føroyum eru sera væl nøgd við ferðaupplivingar í Føroyum sum heild, og ein stórur meiriluti tekur undir við, at Føroyar eru “Unspoiled, Unexplored og Unbelievable”. Hetta vísur ein ferðafólkakanning, sum Gallup gjørdi fyri Visit Faroe Islands Kanningin vísur eisini, at flest ferðafólk leiga hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, og at ein stórur meiriluti (85,3%) heldur ikki, at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum
14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
NØGDSEMI OG VFI-BRANDIÐ Á einum stiga frá 1 til 5, har 1 var “sera ónøgd/ur” og 5 var “sera væl nøgd/ur”, svaraðu meira enn tveir triðingar av ferðafólkunum, at tey vóru sera væl nøgd við upplivingarnar í Føroyum. Miðaltalið var 4,8%. Ferðafólkini vóru eisini biðin um at siga, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable.” Meira enn helvtin (52,5%) vóru púra samd við VFI-brandinum, 34,4% vóru samd, meðan 11,8% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Nøkur fá ferðandi (1,2%) vóru ikki samd við slagorðinum, og 0,4% vóru als ikki samd. Miðaltalið var 4,4%. HVAR FERÐAFÓLK GISTA OG TAL AV FERÐAFÓLKUM Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum (38,9%) leigaðu hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, meðan 32,5% gistu á gistingarhúsi. Her skal tó viðmerkjast, at fleiri søgdu seg ikki hava møguleika at gista á gistingarhúsum vegna vantandi pláss, og tí máttu tey velja Airbnb. Spurd um ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, svaraðu tey flestu (85,3%) “nei”, meðan 14,1% svaraðu “ja”. Serliga hildu fleiri, at tað veruliga merktist í Tórshavn, tá ið ferðafólkaskipini lógu við kei, tí ov nógv ferðafólk vóru í býnum. Nøkur hildu, at ov nógv ferðafólk vóru í Mykinesi og at vandi kundi vera á ferð, í mun til náttúruna í Mýkines hólmi.
Síðani nýttu 43,3% pengar í ávikavist Klaksvík, Runavík og Tvøroyri. 42,2% nýttu pengar í størri bygdum, sum t.d. í Sandavági, Miðvági, Fuglafirði og Vági. 41,8% keyptu eitthvørt í smáu bygdunum, sum t.d. í Saksun, Tjørnuvík og Gjógv. 26,5% nýttu pengar á smáu oyggjunum, sum t.d. í Fugloy, Svínoy, Mykinesi ella Nólsoy. ANNAÐ Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var “náttúran” (66,5%), og 54,4% søgdu, at besta upplivingin var føroyska náttúran, meðan 19,5% søgdu, at gongutúrar vóru besta upplivingin. Umleið tveir triðingar høvdu gingið túr í náttúruni. Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 11,6% nevndu vantandi matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, 11% søgdu, at príslegan var ov høg, meðan 8,1% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 4,6% søgdu, at ov fáir møguleikar vóru at vera virkin sunnudagar, tí alt var stongt. FERÐAFÓLKAKANNINGIN Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. Havast skal í huga, at kanningin er ein stikkprøvi í eitt avmarkað tíðarskeið og gevur tí ikki eina heildarmynd yvir alt árið.
HVAÐANI FERÐAFÓLKINI KOMA FRÁ OG HVAR TEY VITJA Flestu ferðafólkini í kanningini vóru úr Danmark (17,4%), meðan 14,1% vóru úr Týsklandi. Síðani komu ferðafólk úr USA/Kanada (7,7%), Italia (7,5%), Stóra Bretlandi (7,2%) og Fraklandi (7%). Næstan øll (95,4%) vitjaðu í Tórshavn. Síðani vitjaðu 62,1% í Klaksvík, 61,5% í Gjógv, 58% í Vestmanna, 57,8% í Saksun og 50% á Eiði. 31% vitjaðu í Mykinesi.
483 ferðavólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71,4%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28,4% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn.
PENGAR VERÐA BRÚKTIR UM ALT LANDIÐ Ein stórur meiriluti av ferðafólkum (93%) nýttu pengar í Tórshavn.
Øll kanningin hjá Gallup kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.
Ætlanin er at seta fleiri slíkar ferðafólkakanningar í gongd komandi árini.
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 15
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi vaksa skjótast. Sambært WTO er altjóða ferðavinnan sum heild vaksin við 4-5% árliga seinastu nógvu árini, og væntast sami vøkstur fram til 2020. Flest lond kring okkum hava havt stóran vøkstur í nevnda tíðarskeiði
Hóast Føroyum væntar neyv hagtøl frá 2003-2012, kann staðfestast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv lægri, enn í hinum londunum rundanum okkum, og tað sama við gistitalinum.
mongu ferðatilboðini, ið eru at finna. Fyri at vinnan skal gerast fíggjarliga burðardygg, krevst framhaldandi vøkstur.
Tað lága ferðafólkatalið samanborið við onnur lond, var útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2013, í tøttum samstarvi við vinnuna. Vinnan hevði tørv á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina, og tí varð lagt út við, at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning framum vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Nú byrja vit at hóma ein vøkstur, og tí er tíðin eisini komin til at uppraðfesta menningarpartin. Hetta er gjørt í 2018, har nýggj menningardeild er sett á stovn og farin til verka.
1. At samskipa marknaðarføringina út frá einum felags brandi: Øll marknaðarføring skal samskipast við útgangs støði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar - fyri best møguligu effekt.
Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum ein ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og framhaldandi effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey
STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI:
2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar. 3. Menning: Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum heild í tøttum samstarvi við lokaløkini. Vera ráðgevandi í vørumenning, íløgumenning og útbúgvingarmenning, eins og at veita fíggjarligan stuðul til økir og vinnu.
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 17
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
VISJÓN Ferðavinnan skal verða ein nýggj grundvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum. Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020. LANGTÍÐARMÁL FRAM TIL 2020 Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð. 2020: · 200.000 gistingar · +450 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 1 mia. kr. í umsetningi Ein mia. í umsetningi fram til 2020 inniber, at 18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
vinnan skal hava ein árligan vøkstur á í miðal 10-11% árliga fyri at røkka málið. Málini eru realistisk at náa við verandi fortreytum. Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutningsfeløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum. MARKNAÐARFØRING OG MENNING Frá 2013 til 2017 hevur alt fokus hjá Visit Faroe Islands verið á altjóða marknaðar føringina, til tess at fáa neyðuga vøksturin fyri at fáa betri fíggjarliga burðardygd í vinnuna. Størst møguligur partur av játtanini hevur hesi árini tískil verið nýttur til marknaðar
menning framum vørumenning. Arbeitt hevur verið - og kemur eisini framhaldandi at vera - við at leingja ta stuttu árstíðina, og sostatt selja Føroyar sum ferðamál alt árið. Hetta verður gjørt við at royna at fáa fleiri ráð stevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta ger tað eisini lættari at fáa fleiri av teimum “røttu“ ferðafólkunum, ið leggja mest møguligan pening eftir seg. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum. Frá 2018 hevur Visit Faroe Islands eisini fingið ábyrgd fyri innlendis menning. Í 2018 varð menningardeildin stovnað, fleiri átøk vórðu sett í verk og arbeitt hevur verið við eini menningarstrategi, ið verður sett í sjógvin á vári 2019, ið kemur at leggja stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál.
VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM: Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting:
Meira útgreinað kunning fast um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.
rá ða
Í fyrsta umfari verður farið eftir teimum marknaðum, sum hava ”low hanging fruits,” tvs. har kunnleikin um Føroyar er lutfalsliga størstur, og har tað harvið er lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun enn áður verður satsað upp á Norðurlond. Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segmentum, tvs. Brúkara (B2C), Fjølmiðlum (Media) og Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknaðum verður eisini arbeitt við fundar- og ráðstevnufyrireikarum. Á B-marknaðunum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og søluliði. Á C-marknaðunum, verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd í serligum førum.
a rkn Ma
· A-marknaðir: Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland · B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania, Frakland · C-marknaðir: USA, Kina, Japan, Russland, onnur europeisk lond
Øll marknaðarføring tekur útgangsstøði í ferðavinnubrandinum, og alt arbeiðið skal hanga saman fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjølmiðlar skriva um, til heimasíðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum o.s.fr.
tøk
B2C Átøk
A
B2B
B2C
Tiltøk Messur Verkstovur
Tiltøk Messur
B
B2B
Faldarar Tíðindabrøv Sølutilfar Kunningarferðir Heimasíða C
MEDIA Fjølmiðlatúrar Tíðindaskriv Tíðindabrøv Heimasíða
B2C
Faldarar Sosialir miðlar Heimasíða
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 19
Visit Faroe Islands
Visit Faroe Islands P/f Visit Faroe Islands (VFI) hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu
MISSIÓN Visit Faroe Islands arbeiðir við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál. VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland, mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum. VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring, menning og know how, sum skal savna og samskipa alla vinnuna bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum. STARVSFÓLK Visit Faroe Islands hevur í dag 8,5 føst ársverk.
20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
JÁTTAN Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2018 á kr. 17,9 mió. varð nýtt soleiðis: · kr. 8,6 mió. til marknaðarføringsátøk ·kr. 3,1 mió. til menningarátøk · kr. 6,2 mió. til umsiting/rakstur/lønir/ Eisini umsat VFI tær 2 mió. kr. sum eru lógarsettar til stuðulsjáttanir: · kr. 1,5 mió. til stuðul til Økisfeløg/ Kunningarstovur · kr. 0,5 mió. til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar
MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2018 Stovna nýggja menningardeild – avgreitt Útgreina nýggja menningarætlan – í gerð Menna stuðulsskipan – avgreitt Menna nýggja skeltaverkætlan – avgreitt Menna nýggjan What’s On portal – í gerð Ókeypis myndabankaloysn til vinnuna – avgreitt Menna nýtt tíðindabræv til útlendskar miðlar og ferðasmiðir – avgreitt Uppraðfesting av amerikanska marknaðinum – avgreitt Víðari vøkstur í fylgjarum á sosialu miðlunum (til 425.000) – avgreitt Víðarimenning av heimasíðuni – í gerð Fáa kunningarstovurnar fult integreraðar í okkara heimasíðuloysn – í gerð Fáa Convention Bureau líknandi avtalu við Tórshavnar kommunu (MICE) – avgreitt
Stjóri
Skrivstovuhald Bókhald Content & Samskifti
BYGNAÐUR á Visit Faroe Islands
Marknaðarføring Privat & PR
Marknaðarføring Vinna
Marknaðarføring Talgilt
Menning
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 21
Ferðavinnubrandið Føroyar
22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Ferðavinnubrandið Føroyar Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til framgongd. Eitt felags brand, sum øll marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland skal taka byrjanarstøði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.
frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at brandið hevur verið sera væl móttikið. Filmarnir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir. Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at ferðavinnu brandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.
Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norður landahúsinum í 2013, har eisini fyrsti brandingfilmurin varð
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 23
Ferðavinnubrandið Føroyar Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferðafólk, sum árliga vitja Galapagos oyggjarnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað. Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur. Brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast í øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir. BRÚK AV BRANDINUM Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brand inum, meðan øll í vinnuni eru boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi. Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.
Brandbókin kann takast niður á www.visitfaroeislands.com/vinna
24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
unlike
any other part of the Atlantic Ocean
Unstoppable
welcome to our 60 million year old theme park, called Mother Nature
ร rsfrรกgreiรฐing 2018 / Visit Faroe Islands - 25
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri meira enn 30 mió. kr. Aftur í 2018 fingu Føroyar nógva umrøðu í altjóða miðlum Visit Faroe Islands hevur gjørt virðið av greinum og sendingum, sum standast av fjølmiðla vitjanum, sum VFI hevur samskipað, upp. Í 2016 og 2017 fingu Føroyar serstakliga nógva umrøðu, orsakað av Sheep View og Faroe Islands Translate átøkunum. Eins og undanfarin ár, tók VFI í 2018 ímóti sera nógvum útlendskum fjølmiðlum, har VFI stóð aftanfyri greinar um Føroyar í hundraðtals bløðum og tíðarritum, sum beinleiðis úrslit av fjølmiðlavitjanum og samstarvi við miðlar uttanlands. Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í 2018 varð 30 mió. kr. Heili 255 altjóða fjølmiðlafólk vitjaðu í Føroyum í 2018. Til samanbering vóru 100 í 2013. Av teimum 255 í 2018 vóru 82 Instagrammarar.
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 27
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Nakrir av miðlunum, ið hava skrivað um Føroyar í 2018 í samstarvi við VFI
ร rsfrรกgreiรฐing 2018 / Visit Faroe Islands - 29
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2018, eru úr londum sum Danmark, Noreg, Svøríki, Íslandi, Onglandi, Eysturríki, Írlandi, Italia, Hollandi, Fraklandi, Japan, New Zealandi, Avstalia, Kanada, Skotlandi, Týsklandi, Spania, Póllandi, Sveis, Hong Kong og USA. Umframt miðlafólk, varð eisini stórur dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “Instagramm’ararum” – myndafólk, ið leggja sínar myndir 30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
út á talgilda pallin Instagram. Í 2018 komu 82 ymiskir Instagrammarar til Føroyar, og nøkur av hesum komu fleiri ferðir. Í nógvum førum er talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram. Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr Onglandi, Japan og Týsklandi vitjað. Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum
ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.
Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um, at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar. Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál, Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin hendavegin. Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingar stødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing.
Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovur í Bretlandi og Týsklandi. Í báðum førunum er talan um PR-skrivstovur, sum hava hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir, og hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt samstarva vit eisini við Visit Denmark skrivstovur í Svøríki, Italia, Fraklandi, Noreg og USA um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkom andi miðlar til vitjanir í Føroyum. Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigu og útferðir. Serliga eru tað Atlantic Airways og Gist & Vist, ið veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri marknaðar føringina av Føroyum sum ferðamáli. Víst verður til heimasíðuna hjá VFI, www. visitfaroeislands.com/press, har tað er eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendskum miðlum.
FAROE ISLANDS PODCAST Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu tíggju árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sending arnar, ið verða sendar alt árið. Í 2018 hevði Faroe Islands Podcast góðar 104.000 niðurtøkur. Tað eru serliga enskt talandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. 30% av teimum, ið tóku sending arnar niður í 2018, vóru úr Írlandi, 18% úr USA, og síðani úr ávikavist Føroyum, Danmark og Stóra Bretlandi. Tey írestandi prosentini koma úr 128 øðrum londum. Sum við øðrum fjølmiðlavitjanum, stóð VFI fyri einum parti av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann var í Føroyum um summarið í 2018 fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar.
FILMAR Í FØROYUM Gjøgnum seinastu nógvu árini hevur Visit Faroe Islands fingið fyrispurningar frá útlendskum bløðum og lýsingafyritøkum um, at koma til Føroyar at gera upptøkur til lýsingafilmar ella myndatøkur til bløð. Í 2018 vóru upptøkurnar til svenska filmin Fågel fångarens Son gjørdar í Føroyum, ið VFI var við til at veita stuðul til av fyrstan tíð. Filmurin verður frumframsýndur á várið 2019.
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 31
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
Faroe Islands Translate vann heiðursløn á Cannes festivalinum Annað árið á rað vann eitt marknaðarførings átak hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands eina heiðursløn á Cannes Festival of Creativity. Í 2017 vann Sheep View átakið gull, silvur og bronsu leyvur á Cannes, og í 2018 vann átakið Faroe Islands Translate eina bronsu leyvu innan PR. “Vit gleðast um, at tað aftur í ár hevur eydnast at spreiða kunnleika um okkara lítla land og um serstaka føroyska málið til umheimin við einum marknaðarføringsátaki. Ein serstøk tøkk til allar føroyingar, sum hjálptu við at týða til føroyskt. Tit eiga øll ein leiklut í hesum heiðrinum,” segði Levi Hanssen, content & communications manager á Visit Faroe Islands.
sum tað gjørdi,” sigur Árni G. Olsen, sølu- og marknaðarstjóri á Atlantic Airways. Umframt Cannes Lions heiðurlønina, hevur Faroe Islands Translate átakið frammanundan vunnið ymiskar heiðurslønir á World Media Awards, Danish Digital Awards og Creative Circle.
Fleiri enn 1.4 mió ferðir bóðu fólk úr 181 ymiskum londum um, at fáa orð og setningar umsett til føroyskt. Mett verður, at Faroe Islands átakið hevði eitt PR-virði á umleið 200 mió. krónur. Faroe Islands Translate átakið varð ment saman við lýsingafyritøkunum Sansir úr Føroyum og Mensch úr Danmark.
At vinna leyvur í Cannes er tað størsta, ein kann vinna innan marknaðarføring í heiminum. “At vinna eina Cannes Lions heiðurløn einaferð er nakað heilt serligt, men at vinna annað árið á rað er óveruligt. Hetta er ein stórur heiður og vit fegnast saman við øllum føroyingum um, at átakið eydnaðist so væl, 32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Umboð frá Visit Faroe Islands og Travel PR til heiðurlønahandan á WTM í 2018
Visit Faroe Islands vann silvur í bólkinum Best National Tourism Board/DMO Campaign á WTM í London
HEIÐURSLØNIR FYRI FAROE ISLANDS TRANSLATE - Felagið Føroysk Markaðarfólk, Føroyar
- World Travel Market, UK
- Creative Circle, Danmark
Besta marknaðarføringsátak 2018
Best of Social Media
Trý silvur: PR-driven campaigns, Digitaldriven campaigns og Activation
- Cannes Lions, Frakland
- International Travel & Tourism Awards,
Bronsu: PR
UK
- Danish Digital Awards, Danmark
Eitt silvur: Best National Tourist Board/DMO
Fýra gull: PR, Websites, Effectiveness og
- World Media Awards, UK
campaign
Brand Activation
Eitt gull: Travel & Tourism 2018
Tvey highly commended: Best Digital
Digital Company of the Year (Visit Faroe
Campaign in Tourism og Best PR Campaign
Islands og Atlantic Airways) Digital Profile of the Year (Guðrið Højgaard
- Epica Awards, Holland/USA
og Árni G. Olsen)
Eitt silvur: Travel & Tourism - The Golden City Gate, Berlin - Rambuk, Danmark
Eitt silvur: Best Web Clip International
Eitt gull: Effectiveness Award (Fíggjarætlan undir DKK 1 mió.) - Clio Awards, USA Eitt gull: Medium Innovation
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 33
Marknaðarføringsvirksemi 2018
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2018
34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
ร rsfrรกgreiรฐing 2018 / Visit Faroe Islands - 35
Marknaðarføringsvirksemi 2018
Frítíðarferðavinna MIDATLANTIC, REYKJAVÍK,
5 COUNTRY WORKSHOP, LONDON,
DESTINATIONS TRAVEL SHOW, LONDON,
25. – 28. januar
31. januar
1. – 4. februar
Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á MidAtlantic, sum hevur verið átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Tiltakið er tó víðkað síðstu árini til eisini at fevna um ferðasmiðir úr øðrum londum, t.d. Norðurlondum og Evropa. Við broytingini er tiltakið vorðið enn meira áhugavert. Endamálið er framvegis at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikonskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar, sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk. Samstundis er nú eisini høvi at hitta áhugaverdar ferðasmiðir úr øðrum londum. Eins og undanfarin ár var aftur meldingin, at tað var eitt sera gott tiltak við nógvum viðkomandi og nýggjum ferða smiðjum, sum vóru áhugaði at selja Føroyar.
Finnland, Ísland, Estland og Grønland hava í nøkur ár skipað fyri workshop fyri enskum ferðasmiðum. Workshoppin hevur verið sera væl vitjað og Føroyar gjørdu tí av at taka lut í 2017. Workshoppin, sum fyrr hevði itið 4 Country Workshop, fekk nú heitið 5 Country Workshop og Føroyar vóru aftur við í 2018. Umframt Visit Faroe Islands, tóku Atlantic Airways, Greengate, Make Travel og 62N lut.
Atlantic Airways, Geengate, Make Travel og Visit Faroe Islands tóku lut á stóru ferðvinnu messuni Destinations Travel Show í London. Hetta var fimta árið á rað, at Føroyar hava landabás á messuni.
Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways, Visit Faroe Islands, Greengate, 62N og HK Bussar og við básum við flottum myndum av brandinum, vóru Føroyar rættiliga sjónligar á tiltakinum.
Workshoppin var liður í átaki hjá NATA at skipa fyri felags marknaðaføringsátøkum fyri NATA londini, og var tískil fíggjað av NATA.
Workshoppin var væl fyriskipað og vit hittu eina røð av spennandi ferðasmiðjum, sum vit ikki kendu frammanundan, og tað er ongin ivi um, at Føroyar eiga at taka lut aftur næsta ár. Stórabretland er ein týdningarmikil marknaður fyri Føroyar, og tí er neyðugt at skapa sambond við enskar ferðasmiðir.
Midatlantic, Reykjavík 36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Aftur hesaferð var sera stórur áhugi fyri Føroyum á messuni, og allar dagarnar var nógv at gera við at svara fyrispurningum frá bretum, sum vóru áhugaði at ferðast til Føroyar. Nógv av teimum, sum vitjaðu básin, vóru pør, ið høvdu ferðast í Íslandi, Hetlandi og Orkney oyggjunum og nú vóru áhugaði at
Destinations Travel Show, London
ร rsfrรกgreiรฐing 2018 / Visit Faroe Islands - 37
Marknaðarføringsvirksemi 2018
vitja Føroyar. Harumframt vóru tað eisini fleiri yngri fólk, sum ynsktu at vitja Føroyar. Eins og árini frammanundan, vóru fleiri ítøkiligir fyrispurningar um ferðir, sum førdu til beinleiðis bíleggingar eftir messuna. Sambært fyrireikarunum av Destinations, vóru beint yvir 50.000 fólk á messuni teir fýra dagarnar. Samanumtikið var luttøkan á messuni sera væleydnað, og mælt verður til at bíleggja bás á Destinations Travel Show aftur í 2019. FERIE FOR ALLE, MESSA Í HERNING, 23. – 25. februar
Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for alle, sum verður hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum. Úrslitini av messuni í 2018 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, fleiri ferðir vórðu seldar á sjálvari messuni, og nógvir fyri spurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við. Føroyar hava felagsbás á messuni og fyritøkurnar, sum vóru við í 2018, vóru Atlantic Airways, Smyril Line, Greengate og Make Travel. Visit Faroe Islands tekur ikki lut á messuni, men er við at gjalda fyri básin. Beint yvir 60.000 fólk vitjaðu messuna.
38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Skandinavisk Workshop, Milano
bygt upp eitt net av ferðasmiðum, sum senda fólk til Føroya við Norrønu, so endamálið var at hitta ferðasmiðir, sum eisini vilja senda fólk flogvegis til Føroya úr Týsklandi. Harumframt verður messan eisini brúkt til at skapa sambond við fjølmiðlar, sum kunnu verða áhugað í at ferðast til Føroya at gera frágreiðingar um Føroyar til týskar miðlar. Í 2018 vitjaðu yvir 160.000 fólk messuna. Nýggi gongufaldarin á týskum lagdur fram á ITB, Berlin
Avtala er gjørd við Smyril Line um, at bíleggja bás til ITB í Berlin 2019. SKANDINAVISK WORKSHOP, MILANO,
ITB, MESSA Í BERLIN,
22. mars
VFI 2018, ÁTAK Í FØROYUM, 26. – 29. apríl
Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni. Endamálið við tiltakinum er at bjóða útlendskum ferðasmiðum til Føroya, soleiðis at teir sjálvir kunnu uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um fleiri ymisk tiltøk, so sum fram løgur, verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentanarligum upplivingum og útferð. Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni.
7. 11. mars
ITB ferðavinnumessan í Berlin er størsta ferðavinnumessan í heiminum. Messan varir í fimm dagar, har tríggir teir fyrstu dagarnir eru fyri fólki, sum starvast í ferðavinnuni, meðan teir síðstu tveir dagarnir eru fyri privat fólki, sum leita sær eftir ferðamálum. Smyril Line hevur í fleiri ár havt bás á messuni, ofta í samstarvi við Visit Faroe Islands. Í 2018 var Visit Faroe Islands aftur á ITB saman við Smyril Line, og var við á vinnudøgunum. Endamálið við luttøkuni er at skapa samband við fleiri ferðasmiðir, sum kunnu hugsast at verða áhugaðir í at selja Føroyar. Smyril Line hevur ígjøgnum fleiri ár
Atlantic Airways, 62N, Greengate og Visit Faroe Islands tóku lut á skandinaviskari verkstovu, sum Visit Denmark skipar fyri saman við hinum skandinavisku ferðaráð nunum á hvørjum ári. Endamálið við luttøkuni er at skapa sambond við italienskar ferða smiðir og, eins og undanfarin ár, var hetta ein sera góð verkstova, har føroysku luttak ararnir hittu fleiri ferðasmiðir, sum ikki seldu Føroyar frammanundan, men vóru áhugaðir at frætta nærri um møguleikar fyri at senda ferðafólk til Føroya.
Bæði incoming, gistingarhús, útferðaveitarar og bussfeløg eru partur av tiltakinum og eru sostatt við til at gera tiltakið møguligt. 38 føroyskar fyritøkur tóku lut í Visit Faroe Islands, sum er tað hægsta talið nakrantíð. Tað var stuttligt at síggja, at eisini nýggir aktørar eru áhugaðir í tiltakinum. Í 2018 varð sjálv verkstovan hildin í Høllini í Norðurlandahúsinum og døgurðin í Sjón leikahúsinum. Til døgurðan var ein røð av mentunarligum innsløgum, sum føroyskur dansur og ymiskir tónleikarar, sum høvdu til endamáls at vísa eina breidd í føroyskum tónleiki.
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 39
Marknaðarføringsvirksemi 2018
MIÐLADØGURÐI, LONDON, 14. mai
Visit Faroe Islands skipaði í 2016 fyri miðladøgurða í London saman við okkara PR fyritøku í London, døgurðin eydnaðist sera væl og tí var avgjørt at skipa fyri døgurða fyri miðlum í London aftur í 2018. Endamálið við døgurðanum er at skapa áhuga fyri Føroyum millum miðlafólk í London og at fáa tey á fjølmiðlavitjan til Føroyar. Vit høvdu leigað matstovu mitt í London, sum vit prýddu við stórum myndum úr Føroyum, Gutti Winther gjørdi mat úr føroyskum rávørum og Marius Ziska og Allan Tausen framførdu nakrar sangir. Miðladøgurði í London
Áhugin hjá útlendskum ferðasmiðum at taka lut var sera stórur, og av tí at royndir vísa, at einir 50 luttakarar er eitt hóskandi tal, vóru vit noydd at siga nei við fleiri, sum høvdu áhuga at taka lut. Ferðasmiðirnir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Hollandi, Eystur ríki, Sveis, Italia, Spania, Fraklandi, Belgia, Avstralia, USA, Kanada, Estlandi og Russ landi. Útlendsku keypararnir fingu viðkom andi vitan um Føroyar sum ferðamál heim við sær, og fingu knýtt nýggj sambond við 40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
føroyskar veitarar, sum skulu brúkast í framtíðar samstarvinum teirra millum. Eins og undanfarin ár, vóru eftirmetingarnar av átakinum sera góðar.
Eins og í 2016 hevði Travel PR bjóðað eini 20 fólkum til døgurðan, sum er mett at vera sera gott. Áhugin var stórur og eydnaðist tað kokki og tónleikarum at flyta gestirnar úr London til Føroyar nakrar tímar hetta kvøldið. LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE Í DANMARK, Várið
Avgerð er tikin um, nú, tá ið so stórur áhugi er fyri átakinum, at raðfesta nýggjar ferðasmiðir, samstundis sum pláss altíð má vera til fyritøkum, sum longu selja Føroyar og hava tørv á at hitta samstarvspartar og at verða dagførd um Føroyar sum ferðamál.
Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu aftur í 2018 fyri lýsingarherferðum í Danmark. Herferðin fevndi um lýsingar í bløðum, m.a. Samvirke og Ældresagen, sum rakar beint í málbólkin hjá Smyril Line í Danmark. Lýsing arnar vóru ein samanrenning av brandinum
Vestnorden í Íslandi
hjá Smyril Line og brandinum hjá VFI og hava til endamáls at marknaðarføra Føroyar uttanfyri háárstíð. Smyril Line Danmark eru væl nøgd við úrslitið av lýsingarherferðini. LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE Í TÝSKLANDI, Várið
Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu í 2018 fyri lýsingarátaki í ymiskum útvarps støðum í Norðurtýsklandi, í m.a. Hamburg, Hanover og Berlin. Afturmeldingin hjá Smyril Line var, at tíanverri eydnaðist átakið ikki so væl sum væntað. MESSUR Í SAMSTARV VIÐ GRØNLANDS RESOR, Várið
Grønlandsresor í Svøríki er ein av teimum útlendsku agentunum, sum selja nógvar ferðir til Føroyar. Tey hava merkt stóran vøkstur í áhuganum fyri Føroyum og Visit Faroe Islands hevur tí gjørt av at samstarva við Grønlands resor um tvær messur í 2018, Explore Outdoor messan (fyrr:Vildmarksmässan) í Stockholm 9. - 11. mars og Seniormässan í Malmø 24. – 26. apríl.
Visit Faroe Islands hevði helvtina av básinum hjá Grønlandsresor við stórari mynd av Kallinum yvir tveir veggir, umframt tilfar úr Føroyum. Á messuni í Stockholm var Visit Faroe Islands umboðað av føroyingi, sum býr í Stockholm, og sum hevur starvast innan ferðavinnu í fleiri ár, og í Malmø var tað umboð frá Atlantic Airways í Keypmannahavn, sum tók lut á messuni vegna okkum. Afturmeldingarnar frá messunum, vóru at nógv fleiri fólk vitjaðu messurnar og at áhugin fyri og eftirspurningur eftir kunning um Føroyar millum svenskarar var sera stórur.
Fyritøkurnar, sum vóru við, vóru: 62N, Atlantic Airways, Greengate Incoming, HK Bussar, Make Travel, Smyril Line, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, Kunningarstovurnar og Visit Faroe Islands. Vestnorden er eitt sera gott høvi hjá ferðavinnuni at hitta umboð fyri ferðasmiðir, sum eru áhugaði í at selja Norðurlond og kanska serliga Ísland. Vestnorden í 2017 var vælfyriskipað og afturmeldingar frá vinnuni vóru, at áhugin fyri Føroyum var stórur og at tey høvdu havt nógvar spennandi avtalur. VNTM í 2019 verður í Føroyum 23. til 26. september.
VESTNORDEN, AKUREYRI 2. til 4. oktober
VEMEX, MIÐLATILTAK NEW YORK 9. oktober
10 fyritøkur úr Føroyum tóku lut á Vestnorden, sum varð hildin í Akureyri í ár.
Evropeisku ferðaráðini í USA skipa á hvørjum árið fyri tiltaki, har umboð fyri Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 41
Marknaðarføringsvirksemi 2018
ferðaráðini kunnu hitta amerikanskar fjølmiðlar. Føroyar tóku lut fyri aðru ferð í 2018, seinast var í 2016. Átakið er eitt gott høvi at koma í samband við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðlavitjanum til Føroya, ið er liður í arbeiðinum at styrkja marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamál í USA.
Átakið Faroe Islands Translate varð tilnevnt í trimum bólkum til WTM Travel & Tourism Awards 2018. Visit Faroe Islands vann silvur í bólkinum Best National Tourism Board/DMO Campaign. Umboð frá Visit Faroe Islands og Travel PR, PR fyritøkan hjá okkum í London, tóku ímóti heiðurslønini. SKANDINAVISK VERKSTOVA, PARÍS, 22. november
Dagurin er skipaður sum fundir við miðlafólk og bloggarar, og høvdu umboðini hjá VFI fullan avtalulista, har fleiri vóru sera við komandi og áhugaverd. Høvið var eisini at tosa við umboð fyri onnur ferðaráð um samstarv, m.a. Visit Denmark. Arbeiðið at bjóða nøkrum útvaldum miðlum til Føroyar í 2019 er farið í gongd. WTM, LONDON, 4.– 8 november
WTM er stór ferðavinnumessa, har umboð frá ferðaráðum úr øllum heiminum nýta høvi at hitta ferðasmiðir og privat fólk. Umframt sjálva messuna, eru eisini fyrilestrar og høvi hjá ferðaráðum at hitta sokallaðar ‘social media influencers’ – antin Instagramm’arar ella bloggarar, ið ferðast til ferðamál fyri at taka myndir ella skriva tekstir. VFI tók lut á WTM fyri at hitta bloggarar, og gjørdu fleiri avtalur um vitjanir í 2019.
42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Atlantic Airways, 62N, Greengate og Visit Faroe Islands tóku lut á skandinaviskari verkstovu í París. Hetta var fjórða árið, at Føroyar var við á verkstovuni. Eins og í 2017 var tiltakið ikki eins væl skipað og undanfarin ár, men tað var betur enn árið fyri og tá samanum kom, høvdu vit havt fleiri góðar fundir, millum annað við ferðasmiðir, sum serliga vóru áhugaðir í gonguferðum og øðrum náttúruupplivingum. Luttøkan staðfesti at tað er áhugi fyri Føroyum sum ferðamáli í Fraklandi og við nýggju beinleiðis rutuni hjá Atlantic Airways til París frá sumri 2019, eiga vit at taka lut á hesi verkstovu aftur í 2019. FØROYAR SUM FISKILAND Sum ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri serligar áhugabólkar hevur Visit Faroe Islands, sum eina roynd, marknaðarført Føroyar sum fiskiferðamál.
Avtala er gjørd við Fishing with Blástein, sum bjóðar fiskiferðir við báti úr Vestmanna. Samstarvið hevur í 2018 fevnt um vitjanir av útlendskum miðlafólkum, sum hava verið í Føroyum og fiskað, og luttøku á fiskimessu í Magdeburg í Týsklandi um heystið, har Blástein hevði bás í samstarvi við Smyril Line og Visit Faroe Islands. Eini 7000 fólk vitjaðu messuna, sum hevði bás við fiskimynd við brandinum og sjónvarpsskermi, sum vísti film um at fiska í Føroyum. Áhugin fyri Føroyum var stórur bæði frá fólkum, sum kendu til Føroyar frammanundan, og frá fólkum, sum onga vitan høvdu um Føroyar sum ferðamál, og stutt eftir messuna vóru bókingar gjørdar at koma at fiska í Føroyum.
Visit Faroe Islands van silvur í bólkinum Best National Tourism Board/DMO Campaign á WTM í London
Nordic Feast í London, har Anna og Óli Rubeksen frá Heimablídni á Velbastað borðreiddu við mati úr Føroyum
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 43
Marknaðarføringsvirksemi 2018 2015
Onnur átøk KUNNINGARFERÐIR FYRI FRÍTÍÐARFERÐAVINNU FERÐASMIÐIR Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunningarferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarisation tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og gistingarhús. Hetta vísir seg at vera ein sera góður háttur at vísa viðkomandi ferðaskrivstovum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál. Í 2018 hevur Visit Faroe Islands havt vitjan av útvið 50 ferðasmiðum og sølufólkum úr 6 ymiskum londum, ið arbeiða við frítíðarferðavinnu.
44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
ร rsfrรกgreiรฐing 2018 / Visit Faroe Islands - 45
Vinnuferðavinna
Fundir, ráðstevnur og ítróttartiltøk hava týdning fyri menningina av føroysku ferðavinnuni 2018 gjørdist árið, har Visit Faroe Islands, Tórshavnar Kommuna og Visit Tórshavn gjørdu eitt formligt samstarv á jøvnum føti um vinnuferðavinnu 2018 gjørdist eisini árið, har vinnuferðavinna endiliga sæst aftur í hagtølunum. Hagstovan boðar frá nógv fleiri gistingum og í ICCA hagtølum fyri altjóða ráðstevnur hava Føroyar heilar átta altjóða ráðstevnur góðkendar í 2018. Fyrst og fremst er hetta ein sigur hjá okkara ambassadørnetverkið, har limirnir eru lykilin til eina vælvirkandi vinnuferðavinnu, sum við hesum flottu tølum seta Føroyar á heimskortið sum vinnuferðaland. STARVSFÓLK Miðskeiðis í 2018 fór starvsfólkið hjá Visit Tórshavn úr starvi. Tí hevur bert ein persónur arbeitt við vinnuferðavinnu restina av 2018. Avgjørt var at bíða við at seta fólk inntil 46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Tórshavnar Kommuna hevði lagt seg eftir einum leisti og ambitiónsstøði við vinnuferða vinnu. Á ICCA RÁÐSTEVNU Í DUBAI ICCA er ein altjóða felagsskapur, sum savnar flestu ráðstevnur í heiminum í einum dátu grunni. Visit Faroe Islands er limur í felags skapinum, sum umframt atgongd til dátu grunnin, eisini gevur okkum atgongd til eitt sera gott netverk, sum serliga er førleika mennandi. Umframt at luttaka á norðurlendska fund inum hjá netverkinum, sum var í Vejle í mars mánaða, valdu Visit Faroe Islands, Tórshavn ar Kommuna, Visit Tórshavn og fólk úr vinnuni at luttaka á heimsráðstevnuni, sum
var í Dubai í november 2018. Frá Tórshavnar Kommunu luttóku borgar stjórin, formaðurin í vinnunevndini og politiskt umboð fyri andstøðuna, umframt fólk úr umsitingini. Sendinevndin luttók aktivt á ráðstevnuni og hevði harafturat fleiri fundir við býir og lond, sum greiddu frá teirra vinnuferðavinnu. Hesi hevði sendinevndin fund við: · Gøteborg · Noreg · Ísland / Reykjavik · Geneve · Wien · Istanbul
Tórshavnar Kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands skriva undir 3 ára avtalu fyri Vinnu ferðavinnu
Eisini megna ambassadørarnir at fáa aðrar ráðstevnir, fundir og ítróttartiltøk til Føroya, sum ikki telja við í aljtóða hagtølunum, men sum kortini hava nógv at siga fyri Føroyar og Havnina sum ráðstevnubý. Her eru góðkendu ICCA ráðstevnurnar fyri 2018: 11 Nordic Marte Meo Congress 2018 109 fólk – Jógvan Philbrow 10 Nordic Congress on Child Abuse and Neglect, NFBO 309 fólk – Djóni Ejdesgaard All-Scandinavian Convention of Young People in Alcoholics Anonymous - 2018
· Dubai · Melbourne · Umboð fyri ICCA · Onnur umboð í vinnuni Eftir ráðstevnuna var Tórshavnar Kommuna til reiðar at skriva undir trý ára avtalu við Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn um Vinnu ferðavinnu. Avtalan ber í sær, at eitt fulltíðar starvsfólk verður sett á Visit Tórshavn við starvsstaði á Visit Faroe Islands. Eisini setur Tórshavnar Kommuna kr. 400.000 krónur um árið av til altjóða marknaðarføring, og harumframt verður peningur settur av til sponsorering og til móttøkur við borgarstjóra.
AMBASSADØRNETVERKIÐ Ambassadørnetverkið hjá Visit Faroe Islands er lykilin til framgongdina innan vinnuferða vinnu í Føroyum. 2018 var triðja árið hjá Ambassadørnetverkinum, sum var stovnað 20. mars í 2016. Í netverkinum eru um 100 ambassadørar, sum verða heiðraðir á einum ambassadørdegi. AMBASSADØRDAGURIN Í 2018 Við átta góðkendum altjóða ráðstevnum eru Føroyar á veg móti toppinum fyri altjóða ráðstevnum býtt uppá íbúgvar. Fyri at hava eina ráðstevnu, sum er ICCA góðkend, skal hon haldast í øðrum londum eisini og hava í minsta lagi 50 luttakarar.
HORATIO European Psychiatric Nursing Congress 144 fólk – Birgit Andersen / Æna Reinert Prenatal Programming and Toxicity International Conference 210 fólk – Pál Weihe Congress of the European Council of Practical Nurses 100 fólk – Rakul Í Gerðinum 2018 Nordic Conference on Breast Cancer 170 fólk – Durita Tausen Arctic Circle Forum 2018 Torshavn 280 fólk – Hanna Í Horni
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 47
HESAR VÓRU GRUNDGEVINGAR FRÁ NEVNDINI:
ÁRSINS AMBASSADØRUR 2018 Shahin Gaini, yvirlækni, PhD Í 2017 var Shahin Gaini vertur fyri stóru læknaráðstevnuni NSCMID 2017 í Føroyum, har 400 fólk luttóku. Shahin fór við stórum ágrýtni undir verkætlanina. Hann setti sær fyrst og fremst fyri at seta eina skrá saman á einum fakliga spennandi og sera høgum støði. Samstundis hevði hann alla tíðina í huga, at hetta skuldi vera ein ráðstevna, har ráðstevnuluttakararnir gjørdust tilvitaðir um, at tey vóru í Føroyum. Hann fekk mentan og føroyska huglagið inn í ráðstevnuna við føroyskum dansi og føroyskari veitslu. Hann var eisini tilvitaður um, at ráðstevnugestirnir skuldu royna tann føroyska matin. Eisini megnaði hann at fáa kunning út til vanliga føroyingin, sum fekk gagn av viðkomandi vitanini, sum ráðstevnan dró til Havnina.
Fótbóltssamband Føroya er nógv størsta umboðið í okkara ambassadørnetverki, har tey í 2018 stóðu fyri knøppum 4.000 gistingum. Um mett verður sambært kanningum í Danmark, tvs. at vinnuferðafólk í meðal geva 3.300 krónur um døgnið, so gevur hetta eitt samlað tal uppá 35 mió. krónur. Hetta tal má kortini takast við fyrivarni. 48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
ÁRSINS AMBASSADØRÁTAK 2018 Katrin Abrahamsen, Fimleikasamband Fø. Enn einaferð megnaði Fimleikasamband Føroya at fáa eitt stórt altjóða tiltak til Føroya í 2017. Talan er um North European Championship 2017, NEC, í oktober mánað, sum dró 60 dómarar og 110 íðkarar til sín, eins og fleiri viðhaldsfólk. Sambært luttakarunum í kappingini, so var hetta besta NEC kapping, sum tey nakrantíð høvdu luttikið í. Tiltøkini hjá Fimleikasambandinum hava verið sermerkt av stórari professionalismu og sera høgari dygd, alt frá yvirskipaðu fyriskipanini og niður í allarminstu smálutirnar. Erla Mikkelsen tók móti heiðrinum vegna Katrin Abrahamsen.
Til samanberingar hálaði ambassadørnet verkið í 2017 25 mió. krónur inn og í 2016 12 mió. AMBASSADØRDAGURIN 2018 Einaferð um árið verða ambassadørarnir heiðraðir á einum ambassadørdegi. Hesin dagur var 24. februar og hann varð hildin í Finsen, sum tá var eitt av nýggjaru fundar støðunum í býnum. Poul Michelsen,
HEIÐURSPRÍSURIN Jákup Sørensen, Nora Dómsnevndin hevur valt at geva ein serligan heiðursprís fyri nýhugsandi átakið Blue Fashion Challenge, sum varð hildið í august 2017. Hetta tiltakið hevur á ein heilt serligan hátt varpað ljós á tilfeingið, sum vit eiga í havinum, og hvussu hetta kann nýtast á øðrvísi mátar. Eisini hevur tiltakið varpað ljós á týdningin av endurnýtslu av tilfeingi og hvørjir møguleikar eru fyri hesum í burðardyggari sniðgávu. Heiðursprísurin verður eisini givin, tí altjóða PR er hugsað inn í tiltakið frá byrjan, har kendi mótafotografurin Tommy Ton varð bókaður til tiltakið. Tiltakið ber brá av einum ambassadøri, sum hugsar stórar tankar, og sum torir at føra teir út í veruleikan. Hendan hugburð vil dómsnevndin fegin heiðra við einum heiðursprísi.
landsstýrismaður, byrjaði dagin og síðani helt Roger Kellerman, eigari av blaðnum Meetings International, eina framløgu um týdningin av fundum fyri búskapin og fyri vitanina í samfelagnum. Ambassadørarnir fingu høvi at hitta allar partnararnar í netverkinum fyri vinnuferða vinnu. Hesi høvdu smærri básar, har tey greiddu frá sínum virksemi og hvørjum
Ambassadørdagurin 2018
Í MICE NETVERKINUM ERU HESAR FYRITØKUR: • Visit Faroe Islands • Visit Tórshavn • Atlantic Airways • Hotel Føroyar • Norðurlandahúsið • Hotel Hafnia • Greengate DMC • Make Travel DMC • North Atlantic Xperience • MICE Faroe Islands Hesar hava allar verið við í samstarvinum frá byrjan, og hava allar víst eitt fyrimyndarligt netverkssamstarv.
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 49
Vinnuferðavinna 2. Noreg Í Noregi luttaka vit á hvørjum ári á workshoppini Travelmatch, sum er í Oslo í januar mánað. Hetta er altíð ein sera væleydnað workshop, har avtalukalendarin altíð er fullur, og har áhugin er stórur fyri Føroyum. Sama hendi á hesum sinni, og vit tosaðu við bæði nýggj og gomul sambond. Atlantic Airways er í sera stóran mun við í arbeiðinum at menna og vaksa um norska marknaðin og ger eitt stórt arbeiði í Noregi. Tey skipaðu fyri serligari workshop í Bergen í august mánaði, har ein av teirra samstarvsfeløgum skipaði fyri. Størstu DMC fyritøkurnar Berg-Hansen, Egencia og HRG vóru til staðar á kvøldinum. Eisini var Flesland umboðað við Avinor. Eitt av úrslitunum av hesum túri eru smá livandi spots á øllum skermum í Bergen Flesland floghavnini.
1. Danmark MICE netverkið luttók á stóru fundarmessuni í Bellacentrinum í Keypmannahavn, sum nevnist Mødeog Eventmessen, sum Kursuslex skipar fyri fyrst í mars mánaða. Nógv góð sambond vórðu røktað á hesi messuni, og eisini fingu vit nýggjar kontaktir. Vit nýttu meetovation á básinum, har vit høvdu fuglar við okkum, ullsteinar og polaroid myndatól. Her fingu vit samband við kundar á ein øðrvísi hátt. Ein ferð til Føroya varð burturlutað, har ein góður keypari vann hesa, sum hevði eitt hugnaligt vikuskifti í Føroyum.
Eisini hava vit havt agentar úr Noregi á famtúri.
Reykjavík
Faroe Islands Bergen Edinburgh
Aalborg Billund
Barcelona
Copenhagen
Palma de Mallorca
Vit hava eisini havt aðrar keyparar úr Danmark á vitjan í 2018, so sum MCI Group, sum sendi tíðindabræv út til allar teirra kundar worldwide eftir vitjanina.
3. Svøríki Á svenska marknaðinum hava vit luttikið við lýsingum í tíðarritinum Meetings International, og vit hava havt fleiri svenskar agentar við á famtúri og site inspection. Áhugin úr Svøríki merkist nú meiri og meiri, og okkara partnarar merkja hendan økta áhuga við fundartúrum og við incentives.
50 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
4. Bretland Á bretska marknaðinum hava vit í 2018 samstarva við Cat Publishing, har eitt av teirra starvsfólkum hevur verið á pressutúri. Eisini hava vit luttikið á teirra tiltaki M&IT Agency Challenge. Bretski marknaðurin er enn sera trekur, men smærri tekin eru um, at okkurt byrjar at broytast.
5. Týskland Áhugin úr Týsklandi er áhaldandi stórur, og fleiri bókingar og fyrispurnningar eru frá týska marknaðinum. Í 2018 vóru vit til staðar við bási á stóru vinnuferðavinnumessuni IMEX í Frankfurt, har vit luttóku á danska básinum. Okkara samstarv við TMF Dialogue helt áfram í 2018, og samstarvið var mest grundað á framleiðslu av content. Úrslitið av hesum er afturat fleiri greinum, sum eru deildar í relevantum newsrooms á LinkedIn, eisini eitt online blað við áhugaverdum Best Practice greinum um Føroyar.
tænastum tey kunnu bjóða ambassadørum, so hesir í størri mun kunnu hugsavna seg sum innihaldi á einum fundi. Shahin Gaini greiddi at enda frá, hvussu hann upplivdi at vera vertur fyri stórari læknaráðstevnu í 2017. Til veitsluna um kvøldið vóru ambassadør arnir heiðraðir. Shahin Gaini varð heiðraður sum ársins ambassadørur. Fimleikasamband ið varð heiðrað fyri ársins ambassadørátak, og Jákup Sørensen fekk ein heiðursprís fyri nýskapan. MARKNAÐARARBEIÐI Aftur í 2017 hevur MICE netverkið arbeitt serliga á teimum 5 nærmarknaðunum: í Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi og Bretlandi. FAMTÚRAR Í 2018 skipaðu vit fyri tveimum famtúrum einans við vinnuferðavinnu. Annar bólkurin var við blandaðum tjóðskapi, har fólk komu úr Noregi, Svøríki, Hollandi og Bretlandi. Hin bólkurin kom úr Hollandi. Í báðum førum vóru túrarnir væleydnaðir, og vit nýttu høvið til at okkara partnarar fingu nógv burtur úr fakliga, har tey hittu keypararnar til work shops. Eisini nýttu vit høvi til at hava myndamann við á túrinum, soleiðis at myndir kunnu nýtast í okkara marknaðarføring.
IBTM Okkara flaggskip er okkara luttøka á bási á stóru vinnuferðavinnustevnuni í Barcelona IBTM. Hetta gjørdu vit aftur í november í 2018, tá alt netverkið luttók. Vit høvdu ein størri bás enn vanligt, soleiðis at gott rúm var fyri bæði fundum, framløgum og eykatiltaki. Vit høvdu 313 vitjanir á básinum, og er hetta tað mesta nakrantíð. Okkara partnarar høvdu um 200 forbókaðar fundir. Nógv lív var í, og um 70 fólk vóru forbókaði til framløgurnar og enn fleiri luttóku. Stórur áhugi er fyri Føroyum sum incentive landi á eini slíkari stevnu. Eisini byrjar áhugin fyri Føroyum frá feløgum (associations) nú eisini at síggjast, serliga eftir at vit fáa fleiri hotellir inn í Havnina, og er tað hendan marknað, vit nú skulu troyta til fulnar. SUSTAINABLE TOURISM DEVELOPMENT IN THE NORDIC ARCTIC Afturat vanliga vinnuferðavinnuvirkseminum luttekur Annleyg Lamhauge í eini verkætlan, sum snýr seg um burðardygga ferðavinnu menning í norðurarktis. Hetta er eitt gransk ingarnetverk, sum NordRegio, UArctic og International Network Program of the Danish Agency for Science and Higher Education fíggja. Netverkið hevur sum mál at kanna eftir, hvussu verandi fólkatilfeingið, nátturu og serliga havtilfeingi eins og infrastrukturur kunnu menna eina nýskapandi, burðardygga og haldføra ferðavinnu.
Afturat vanligu famtúrunum, so vóru fleiri keyparar á site inspection. Tilsamans vóru um 30 keyparar á vitjan. Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 51
Marknaðarføringsvirksemi 2018
Talgildir miðlar VISITFAROEISLANDS.COM Heimasíðan visitfaroeislands.com, er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar.
SAGA “CHATBOTTUR” Í 2018 lanseraði Visit Faroe Islands Saga, ið er ein av heimsins mest framkomnu ferða vinnu-chatbottum. Hetta merkir, at vit nú kunnu svara fyrispurningum á okkara heimasíðu allar tímar á degnum.
Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum.
Okkara sokallaði “chatbottur” er ein robottur, sum er forritaður til at kunna halda eina natúrliga samrøðu við fólk umvegis okkara vælvitjaðu Facebook og Messenger síður, og samstundis er Messenger - og harvið Saga chatbotturin - eisini blivin ein natúrligur partur av okkara heimasíðu. Hetta merkir, at vit hava sera góðar møguleikar at veita eina góða tænastu við at svara teimum mongu fyrispurningunum, sum vit fáa, innan sera stutta tíð.
Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 5.000 og 10.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum. Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com endaði á 619.000 í 2018. Hetta svarar til ein vøkstur á 16% í mun til árið frammanundan. Onnur lyklatøl eru rímuliga støðuføst í mun til árið framman undan, tó er talið av lisnum síðum voksið úr 2,5 til heili 3,1 síður í miðal. Hetta er ein stórur vøkstur og kann vera orsakað av, at vit eru blivin betri til at kunna fólk og hava skapt gott og viðkomandi tilfar á heimasíðuni.
52 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Chatbotturin er mentur í tøttum samstarvi við eina framkomna fyritøku í Avstralia og Fraklandi, og byggir á sokallað AI (Artificial Intelligence) og self-learning, ella sjálvlæru. Hetta merkir millum annað, at chatbotturin – umframt at halda eina einfalda samrøðu koyrandi – eisini lærir av sínum feilum og samskiftið, og við tíðini gerst betri til at veita røttu kunningina. Saga Chatbotturin kann taka sær av nógvum av teimum mongu fyrispurningum, sum Visit Faroe Islands fær dagliga, og harvið avlastar botturin starvsfólkini, sum annars høvdu svarað øllum fyrispurningunum. At byrja við
kundi Saga svara fleiri enn 10.000 ymiskum spurningum, og megnaði at taka sær av umleið 60% av øllum fyrispurningunum. Hini 40% vórðu beind til eitt starvsfólk at svara. Síðani tá, hevur Saga lært eina rúgvu, og kann nú svara umleið 80% av øllum fyri spurningum. Málið er, at Saga við tíðini kann taka sær av 90% av øllum fyrispurningum, sum Visit Faroe Islands fær umvegis heima síðuna. SOSIALIR MIÐLAR Arbeiðið við sosialum miðlum fór av álvara í gongd í 2013. Hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá. Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa. Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga. Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunning um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum møguligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið viðkomandi leitar eftir.
Visit Faroe Islands heimasíðan
Hetta arbeiðið, ið verður gjørt leypandi, inniber at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar, um at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og um at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta. Alt hetta er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum. TAGS Ein av fleiri faktorum, sum eru avgerandi fyri at tilfar um Føroyar kemur rætt út, er, at tilfarið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar, ferðafólk og onnur verið í iva, um tann greinin og myndin, ið tey leggja út á sosialu miðlarnar, skal taggast antin sum
Hendan manglandi sameining av øllum tilfari um Føroyar undir einum felags tag, hevur leingi havt neiliga ávirkan á effekt og útbreiðsluna av kunningini um Føroyar á sosialu miðlunum. Serliga, tá tað leingi hava verið anti-whaling fólk, sum hava dugað best at taggað Føroyar einsljóðandi, og harvið hava yvirdoyvt allan annað boðskap og myndir frá og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu, einsljóðandi tags.
at tagga sítt føroyska tilfar einsljóðandi undir #FaroeIslands. Hetta er gjørt bæði ígjøgnum lýsingaátøk, og ígjøgnum beinleiðis samband við ávísar áhugabólkar, eitt nú Føroysk Fotolist á Facebook, og gjøgnum ávís Instagram tiltøk, sum Visit Faroe Islands hevur staðið fyri. Samanumtikið hevur hetta eydnast sera væl, og vit síggja longu nú, at hetta hevur havt stóra jaliga ávirkan. Næsta lið í verkætlanini verður at fáa ferðafólkini at tagga eins væl, umframt at fáa miðlar og lyklafólk á sosialu miðlunum í Føroyum, at minnast til at nevna Føroyar á rættan hátt, á eitt nú enskum.
Tí hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri, at undirvísa føroyingin og føroyskar fyritøkur í
FACEBOOK Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit
#Faroe, #Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands ella #TheFaroeIslands, umframt onnur dømi.
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 53
Marknaðarføringsvirksemi 2018
Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin. Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin. Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, náddi við ársenda 2018 yvir 200.000 fylgjarar. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan er um vikuligar “reach-out”. Sostatt gjørdist hendan síðan tann skjótast vaksandi face booksíðan í 2018, og er framvegis næst størsta facebooksíðan í Føroyum (tann einasta sum er størri, er tónleikabólkurin TÝR, ið gjøgnum fleiri ár hevur fingið sera nógvar útlendskar fjepparar). Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 1%. Hetta merkir, at minni enn 1% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at Twitter
skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt “dáma” ella “deila” tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta er eydnast væl, og royndirnar á Facebook hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni. PINTEREST Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Framyvir verður meira arbeiði lagt í, at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhugaverdar myndir út og skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkaranum meira virði. TWITTER Ein annar pallur, ið vit eru virkin á, er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu avmarkingar, ið Twitter hevur, við maks 280 teknum, men eisini tí, at VFI merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi á hesum pallinum. Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum – tilfar, sum verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skræddaraseymað til júst Twitter. Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólkum. VFI hevur síðani havt møguleikan at sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúks
54 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
rættindi til hetta tilfar, sum VFI so kann nýta í egnum, sosialum kanalum. Hóast VFI hevur megnað at fleirfalda talið av fylgjarum á Twitter, so er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, sum brúka okkara kanal til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri. SNAPCHAT Snapchat er millum skjótast veksandi sosialu miðlar, og serliga eru tað tey heilt ungu, ið hava tikið hendan miðilin til sín. Hesin málbólkurin er ikki tann, ið VFI nýtir nógva orku uppá, og tí eri okkara Snapchat profilur minni virkin enn okkara Facebook og Instagram profilar. Vit meta, at okkara boðskapir raka best tann rætta málbólkin á øðrum miðlum enn Snapchat í skrivandi stund. INSTAGRAM Samstundis sum Instagram, við fleiri enn 800 milliónum myndaelskandi brúkarum, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Instagram profilur størri og størri týdning fyri okkum og okkara kunning úteftir. Við flottari náttúru hevur Føroyar ein serstakliga sjónligan “boðskap” at fortelja. Á Insta gram eru tað serliga myndir og tað sjónliga, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin ótrúliga væl til okkum, og til tann “boðskapin”, sum vit vilja fortelja um.
hava fingið afturmeldingar frá ungum føroyingum, ið eru búsitandi uttanlands, ið siga, at okkara marknaðarføringsarbeiði, herundir á sosialu miðlunum, hevur broytt teirra mynd av Føroyum til tað betra, og er við til at økja um hugin hjá teimum at flyta heimaftur til Føroyar.
Í samstarvi við Instagram serfrøðingum og professionellum myndafólkum, hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara Instagram konto, sum við ársbyrjan í 2018 hevði 150.000 fylgjarar og við ársendan hevði 198.000 fylgjarar. VFI fær sera nógvar fyrispurningar frá “Instagrammarum” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram konto). Nøkur av heimsins størstu Instagrammarum hava vitjað í Føroyum ígjøgnum Visit Faroe Islands í 2018. Tilsamans vóru 82 Insta grammarar á vitjan farna árið. VFI sleppur at nýta tær myndirnar, sum hesi taka meðan tey eru í Føroyum, m.a. á okkara egna Instagram. Í fleiri førum skipa vit fyri sokallað um “take-overs”, har Instagrammarar fáa atgongd til okkara konto og sjálvi leggja sínar
myndir út. Hetta hevur víst seg at riggað sera væl. Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja ávísum tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit rættiliga nágreiniliga raka fólk við serligum áhuga fyri ymsum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum, og líknandi. SAMANUMTØKA Vit meta, at okkara arbeiði á teimum ymisku sosialu miðlunum hevur gjørt sítt til, at vit uppliva, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum flest lyklatøl, herundir talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi vuksu í 2018. Til stuttleika kann nevnast, at vit í fleiri førum
Vit vóna, at talið av vitjandi á okkara heima síðu - og serliga talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum - heldur áfram at veksa í 2019, men vit vænta kortini ikki, at vøksturin verður líka stórur og skjótur sum undanfarnu árini. Orsøkin er tann, at bæði Facebook og serliga Instagram koma at gera nógvar broytingar í 2019, sum ger, at tilfar, ið verður lagt út, ikki verður sæð líka nógv av brúkar um sum fyrr, uttan so, at tann, ið eigur Instagram ella Facebook kontuna, velur at rinda lutfalsliga nógvan pening fyri, at tilfarið verður sæð av fleiri brúkarum. Hóast slíkar avbjóðingar, so metir Visit Faroe Islands, at sosialu miðlarnir framhaldandi fara at vera ein av okkara sterkastu pallum, tá tað snýr seg um, at breiða boðskapin um Føroyar víða um og at raka teir røttu málbólkarnar. Tískil verður ein størri partur av fíggjarligu orkuni raðfestur til talgilda arbeiðið. Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 55
Marknaðarføringsvirksemi 2018
Birds of the Faroe Islands
Faldarar Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, so eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum eins og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar til at senda til síni viðskiftafólk og til at hava við á messur, ið tær taka lut á. Faldarar verða eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við. TOURIST GUIDE OG KORT Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu prentaðar 55.000 Tourist Guides í 2018, sum allar vóru uppi, tá árið var av. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað, og verða tey somuleiðis uppbrúkt eftir einum ári. Í 2018 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis. FUGLAFALDARI Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí er stórur tørvur á einum fuglafaldara, ið fortelur um teir um ymisku
56 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
Hiking in the Faroe Islands
Hiking in the Faroe Islands | 1
fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Harafturat eisini kunning um, hvussu man ber seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum runt landið, á messum og workshops uttanlands, ið VFI luttekur á. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar. GONGUFALDARI Eftirspurningurin eftir gongufaldaranum, ið upprunaliga varð gjørdur til VNTM 2015, hevur víst seg at vera ovurhonds stórur. Gongufaldarin er, eins og alt annað tilfar VFI ger, í tráð við brandið. Faldarin var
upprunaliga gjørdur á enskum og donskum, og í 2017 kom faldarin á týskum eisini, tí vit høvdu fingið fleiri fyrispurningar um tað. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum runt landið, á messum og workshops, ið VFI luttekur á uttanlands. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar. Nýggi faldarin hevur verið sera væl móttikin av okkara útlendsku samstarvspørtum. AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAR Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar sjálvar at hjálpa til meira við at marknaðarføra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum landi, ger, at vit kanska enn meira enn onnur lond øll eru ambassadørar fyri okkara land – óansæð um vit vilja tað ella ikki.
FREE COPY
ALTJÓÐA SAMSTARV VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við at marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar.
TOURIST GUIDE 2018 www.visitfaroeislands.com #faroeislands
Download the free app
FAROE ISLANDS TOURIST GUIDE
TG2018_UK.indd 1
8/15/17 14:47
Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi at kunning in er konsekvent, soleiðis at argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðs kassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, um tey hava ætlanir um at halda framløgu um Føroyar, óansæð um ein er skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektivur háttur at marknaðar føra Føroyar.
Hesir eru: TRAVEL PR VFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi fyri eisini á tann hátt at skapa umrøðu um Føroyar. EHRENBERG KOMMUNIKATION Somuleiðis hevur VFI avtalu við týskt PR-bureau. Endamálið við samstarvinum er at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr Týsklandi. Samstarvið fevnir eisini um at fóðra týskar miðlar við tíðindum úr Føroyum.
Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum - alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri.
VISIT DENMARK Í ITALIA Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferða smiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark, luttøka á workshops, o.s.fr. Visit Denmark í Italia hevur eisini ábyrgd av franska marknað inum, so samstarvið fevnir eisini um miðla vitjanir úr Fraklandi.
Amboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com/vinna.
VISIT DENMARK Í NOREGI Visit Faroe Islands hevur í 2017 samstarvað við Visit Denmark í Noregi um fjølmiðlavitjanir.
VISIT DENMARK Í SVØRÍKI Samstarvið við Visit Denmark í Svøríki er eisini um fjølmiðlavitjanir. VISITDENMARK Í STÓRA BRETLANDI Samstarvið við VisitDenmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um at vit kunnu luttaka á teirra søluverkstovum, bæði innan frítíðar ferðavinnu og vinnuferðavinnu. MICE Innan MICE-økið samstarva vit eisini við fleiri altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar. PROMOTE ICELAND OG VISIT GREENLAND Samstarvið millum NATA-londini er ment munandi seinastu árini, har vit serliga hava valt at luttaka í søluátøkum, sum Ísland ger. Hetta samstarv hevur givið okkum møgu leika at luttaka á tiltøkum og marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á, m.a. USA. NATA hevur gjørt av at seta ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Promote Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum skulu arbeiða við at gera uppskot til felags marknaðarføringsátøk fyri londini. Í 2018 hava hesi átøkini m.a. fevnt um workshop í London, roadshow í USA og átak í Íslandi, har ferðavinnuumboð úr Grønlandi og Føroyum fingu høvi at hitta íslendskar incoming fyritøkur.
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 57
Marknaðarføringsvirksemi 2018
Onnur samstørv FAROESE MUSIC AWARD, FMA Norðurlandahúsið og Visit Faroe Islands samstarvaðu um at fáa útlendskar fjølmiðlar innan tónleikaheimin at taka lut á FMA. Umframt sjálvt FMA, varð eisini skipað fyri konsert í Reinsarínum undan tiltakinum, so miðlafólkini høvdu høvið at hoyra eitt breitt úrval av føroyskum tónleikaraum. Eisini varð skipað fyri útferð til Klaksvíkar. ÚTILÍV ADVENTURE FESTIVAL, 7. – 9. SEPTEMBER Í 2018 samstarvaði Visit Faroe Islands við Útilív Adventure Festival, sum varð hildin á fyrsta sinni í september 2018. Talan er um ein festival, har luttakararnir kunnu velja ímillum fýra ymiskar rennirutur í fjøllunum í Føroyum. Allar ruturnar lógu í høgum í norðara parti av Streymoynni. Umleið 230 fólk luttóku á tiltakinum í 2018, har ein stórur meiriluti vóru útlendingar, sum steðgaðu í miðal 5,6 dagar. 77% av teimum høvdu ongantíð vitjað í Føroyum áður. Festivalurin verður hildin aftur á heysti 2019.
58 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
G! FESTIVALURIN, GØTA, 11. – 14. JULI Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa umrøðu í útlendskum miðlum. Í fleiri ár hevur verið arbeitt nógv við at fáa útlendskar fjølmiðlar til tiltakið. G! Festival og Visit Faroe Islands samstarva kring fjølmiðlavitjanirnar. G! Festivalurin kann er ein týdningarmikil liður í at marknaðarføra Føroyar og er hetta eitt sera gott “reason to go” fyri at vitja Føroyar.
ร rsfrรกgreiรฐing 2018 / Visit Faroe Islands - 59
Visit Faroe Islands
Nýggj menningardeild Í 2018 varð ábyrgdarøkið hjá Visit Faroe Islands breiðkað til eisini at fevna um innlendis menning, umframt marknaðarføring. Nýggj menningardeild varð sett á stovn 1. apríl 2018 við tveimum nýggjum starvsfólkum
Talan er um nýggja funktión og virksemi, ið skal byggjast upp frá grundini. Uppgávan fyrstu mánaðirnar varð tískil eyðkend av at skipa virksemi hjá nýggju menningardeildini. Stór orka varð brúkt til at menna eina nýggja menningarætlan fyri føroyska ferðavinnu. Menningardeildin ferðaðist kring landið og hevði samrøður við stívliga 200 fólk innan ferðavinnuna, gjørdi kvalitativar kanningar, skipaði fyri fokusbólka-samrøðum og annað. Eisini blivu kvantitativar kanningar gjørdar, bæði millum føroyingar og ferðafólk. Alt hetta kanningararbeiðið bleiv síðani grundarlagið undir nýggju menningarætlanini fram ímóti 2025, ið verður løgd fram í februar 2019. Hetta fyrsta árið er somuleiðis sjøtul settur á fleiri nýggj átøk. Nýggjar skeltingarverkætlan ir hava sæð dagsins ljós og skeltaframleiðsl an er sett í skipaðar karmar, soleiðis at tað
60 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2018
verður so ómakaleyst og smidligt hjá m.a. kommununum at bíleggja nýggj skelti sum til ber. Sonevndu boðskeltini eru tøk at bíleggja á heimasíðuni. Samstundis verða nýggj skelti loypandi sniðgivin og gjørd klár at bíleggja hjá avvarðandi pørtum. Nýtt kunnandi tilfar er framleitt, m.a. um trygga ferðslu í haga, eins og faldarar eru gjørdir, ið greiða frá røttum atburði sum ferðafólk í Føroyum. Skelti eru sett upp, m.a. á flogvøllinum, ið eisini innihalda áheitanir um at virða siðir og mannagongdir í Føroyum. Menningardeildin hevur somuleiðis skipað fyri fleiri førleikamennandi skeiðum saman við øðrum aktørum, m.a. innan tænastu í ferðavinnuni og um prísáseting. Skelting, kunnandi tilfar og førleikamenning er nakað av tí, sum kann sigast at vera kjarnu
virksemi hjá menningardeildini, og verða hesi tilboð støðugt ment og útbygd, soleiðis at vit sum frá líður hava eina breiða viftu av ymisk um tilboðum kring alt landið. Tvær nýggjar stuðulsskipanir innan ferða vinnuna eru somuleiðis skipaðar og settar í verk. Fyrra stuðulsskipanin er til almennar verkætlanir í samstarvi við kommunurnar. Stuðulin kann fara til undirstøðukervi innan ferðavinnuna, tað verði seg gøtur, benkur, wc, kunnandi tilfar o.a. Eisini ber til at lata stuðul til verkætlanarsett starvsfólk á kunningarstovum ella í kommununum, t.d. til at menna nýggjar menningarætlanir innan ferðavinnuna fyri avvarðandi øki. Í 2018 lat Menningardeildin stuðul til 14 ymiskar kommunalar verkætlanir kring landið. Hin stuðulsskipanin er til vinnuligar verk
JÓHAN PAULI HELGASON Menningarleiðari
ætlanir og er ætlað til at birta undir og stuðla nýggjum vinnuligum tilboðum innan ferða vinnuna at vera sett í verk. Øll hava møgu leikan at søkja um stuðul, tað verði seg fyritøkur, einstaklingar ella felagsskapir. Tó ber ikki til at fáa stuðul til íløgur ella til rakstur,
ALDA E. MAGNUSSEN Menningarsamskipari
og tað er m.a. eisini ein treyt, at í minsta lagi helmingurin av verkætlanarkostnaðinum verður fingin til vega aðrastaðni frá. 21 umsóknir um stuðul komu inn fyrstu ferð lýst varð við stuðulsmøguleikanum á heysti í
2018. 8 hava higartil fingið endaligt svar um játtaðan stuðul. 9 hava fingið noktandi svar, tí umsóknirnar ikki lúka treytrnar fyri at fáa stuðul og 4 umsóknir hava fingið eitt fyribils svar ella vanta endaliga avgerð, m.a. tí neyðug skjalfesting vantar.
Please help us respect our beautiful nature, wildlife and the locals You will see signs with guidelines like these while travelling in the Faroe Islands. Following these simple yet essential guidelines will help to ensure an enjoyable and unforgettable journey.
RESPECT In Faroese: ‘Virðing’
Please have virðing for the privacy of homeowners in this neighbourhood.
The village of Saksun has only eight inhabitants and is one of the most visited sites in the Faroe Islands. Please be mindful and respect the residents’ privacy.
RESPECT In Faroese: ‘Virðing’
Please have virðing for the forces of nature. Mind the weather and be particularly careful when hiking in areas with loose stones and rocks. Be aware that the surface in this area might be slippery.
RESPECT In Faroese: ‘Virðing’
Please have virðing for the birdlife in this area by walking only on the designated path and by keeping your voice down. Grassy slopes, sea cliffs and the surrounding sea provide breeding and feeding habitat for an estimated 250,000 pairs of seabirds from 15 different species.
RESPECT In Faroese: ‘Virðing’
Please have virðing for the environment. Walk on designated paths and remember to bring your rubbish with you. Traveling on designated paths is intended to minimize the possibility of disturbing sheep, wildlife and nature as much as possible.
For more information about birdlife, please scan code.
Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 61
62 - Visit Faroe Islands / ร rsfrรกgreiรฐing 2018
Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum. GUÐRIÐ HØJGAARD Stjóri
SÚSANNA SØRENSEN Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar
ANNLEYG LAMHAUGE Vinnuferðavinna
Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com
BÁRÐUR EKLUND Talgildir miðlar
LEVI HANSSEN Samskifti, content og fjølmiðlar
VANJA DAVIDSEN Skrivstovufólk
Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 50 32 65 levi@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 40 vanja@visitfaroeislands.com
FRÍÐGERÐ HEINESEN Bókhald
JÓHAN PAULI HELGASON Menningarleiðari
ALDA E. MAGNUSSEN Menningarsamskipari
Fartelefon: 55 61 34 fridgerd@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 31 johanp@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 33 alda@visitfaroeislands.com
NEVNDIN HJÁ P/F VISIT Faroe Islands: Johannes Jensen, Gist&Vist, formaður Bjørgfríð Ludvig, Tórshavnar Kommuna Rúni V. Poulsen, Smyril Line Johanna á Bergi, Atlantic Airways
Sakaris Frederiksen, Ferðavinnufelagið Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF Fríði B. Nielsen, Eystur Kommuna Oyvindur av Skarði, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið Ársfrágreiðing 2018 / Visit Faroe Islands - 63
Sniรฐ og uppseting: Sansir
Visit Faroe Islands Gongin 9 100 Tรณrshavn Tlf. 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com