Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2016

Page 1

Visit Faroe Islands

ÁRSFRÁGREIÐING 2016 2015


Innihald

INNGANGUR FERÐAVINNAN 2016 Í TØLUM

3 4

BÚSKAPARLIGI TÝDNINGURIN AV FERÐAVINNUNI

10

SOLEIÐIS SÍGGJA FERÐAFÓLKINI TIL FØROYAR ÚT

12

STRATEGI FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM

14

VISIT FAROE ISLANDS

18

BRANDIÐ FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM

20

VISIT FAROE ISLANDS SKAPAR FJØLMIÐLAUMRØÐU FYRI YVIR 370 MIÓ. KR.

24

YVIRLIT YVIR MARKNAÐARFØRINGSVIRKSEMI Í 2016

30

FRÍTÍÐARFERÐAVINNA 34 VINNUFERÐAVINNA 50

2 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

TALGILDIR MIÐLAR

54

ONNUR TILTØK

62


Inngangur 2016 fer afturum sum eitt lutfalsliga gott ár fyri føroysku ferða­vinnuna, ikki minst um samanborið verður við 2015, ið var eitt heilt serstakt ár, vegna sólarmyrkingina. Talið av gistingum vaks nakað, hóast Airbnb gistingarnar, ið metast at hava størst vøkstur í løtuni, ikki eru taldar við. Hetta, tí at amerikanska fyritøkan sýtir fyri at lata hagtøl út. Umsetningurin í ferðavinnuni kom uppá 665 mió. kr. í 2015, ið eru nýggjastu tølini, og sostatt eru vit væl á veg at náa visiónina um at umseta fyri 1 mia. kr í 2020. Hóast 2015 eisini var eitt heilt serstakt ár í mun til fjølmiðlaumrøðu, ikki minst takkað verið sólarmyrkingini, so fleirfaldaðist hendan um­røðan í 2016, takkað verið serliga Sheep View átakinum, ið fekk Føroyar á breddan í øllum heimsins miðlum. Átakið bar við sær 2 mia. ekspo­ner­ingar og 300 mió. kr í pr-virði. Harafturat tók Visit Faroe Islands ímóti 262 fjølmiðlavitjanum, samanborið við 231 í 2015. Hetta stóra arbeiði hevði ikki borið til uttan eitt fyrimyndarligt sam­ starv við vinnu­na. Eg loyvi mær her at nevna Atlantic Airways og Gist & Vist samtakið, ið taka tað tyngsta takið fíggjarliga saman við okkum, fyri at tað skal bera til at fáa hetta stóra talið av fjølmiðla­fólk­ um á vitjan. Hetta skulu tit hava stóra takk fyri! Talið av fylgjarum á sosialu miðlunum hjá Visit Faroe Islands er eisini nógv vaksið hetta seinasta árið, frá 100.000 í 2015 til 250.000 í 2016. Innan MICE-økið varð stovnað eitt netverk við 80 føroyskum ferðavinnuambassadørum - fólk, ið hava møguleika at fáa fleiri fundir, ráðstevnur og tiltøk til Føroyar. Hetta arbeiðið er komið væl í gongd. Hugaligt er at síggja, at vinnan mennist víðari og fleiri tilboð leggjast afturat, bæði tá talan er um gisting, upplivingar og matstøð. Stað­ festast kann, at áhugin fyri at gera íløgur í ferðavinnuna er munandi øktur seinastu árini. Atlantic Airways fekk sítt fyrsta Airbus 320 flogfar og eisini tvær nýggjar tyrlur, ið í ein ávísan mun væntandi eisini verða nýttar til at gera túrar fyri útlendsk ferðafólk. Talið av ferðandi um

flogvøllin setti aftur met, eins og talið av ferðafólki sjóvegis við Smyril Line. Tó varð talið av gestum frá ferða­manna­skipum hálverað, vegna nógv umrøddu grindalógina. Nú vit hava fingið meira gongd á ferðavinnuna, er tíðin eisini tann rætta at gera av, hvussu ferðavinnan innlendis í Føroyum skal skip­ast í framtíðini. Eg fegnist tí um, at Uttanríkis- & Vinnumálaráðið í 2016 setti skjøtil á ein nýggjan ferðavinnupolitikk, soleiðis at vit tryggja, at innlendismenningin av Føroyum sum ferðamál verður gjørd á einum burðardyggum grundarlagi. Í hesi ársfrágreiðing fáa tit eina nærri mynd av virkseminum hjá Visit Faroe Islands í 2016, har tey ymsu virkisøkini verða lýst. Takk fyri tykkara stóra innsats í 2016 og takk fyri gott samstarv! Góðan lesihug!

Guðrið Højgaard Stjóri, Visit Faroe Islands

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 3


Ferðavinnan 2016 í tølum

Ferðavinnan 2016 í tølum Umframt gistingarhagtøl, verða nú eisini gjørd meira umfatandi lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum, saman við neyvari ferðafólkalýsingum. GISTINGAR Í 2016 vóru 159.759 gistingar í Føroyum samanborið við 159.167 í 2015. Danmark er, sum áður, enn tann størsti marknaðurin, við 46% av teimum útlendsku gistingunum. Sum tað fram­gongur, koma tey vitjandi í størstan mun frá nærmarknaðunum, men talið av vitjandi úr meira fjarskotnum londum økist eisini. Flestu gistingar hjá ú­t­lend­ ing­um verða gjørdar á gistingar­húsum, heili 86% av teimum samlaðu gistingunum. 64% av øllum gistingum verða gjørdar í Suðurstreymi. Mest vanligt er at koma til Føroyar sum einstaklingur ella í minni bólki á eini frítíðarferð. Gistingarhagtølini frá Hagstovuni innihalda ikki tølini fyri Airbnb, av tí at amerikanska fyritøkan ikki almanna­kunn­

4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

gerð síni hagtøl. Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini, ikki minst av tí, at alt bendir á, at hetta er tann gistingar­ form­urin, ið er mest vaksin í 2016. So alt bendir á, at vøksturin í gistingum er størri enn sum nevnt omanfyri. Aftaná hesi fýra árini, sum Hagstovan hevur heintað tøl inn fyri Visit Faroe Islands, kann staðfestast, at pílarnir peika tann rætta vegin. Hóast 2015 var eitt serstakt ár, vegna m.a. sólar­myrk­ing­ ina, ið gav serliga nógvar gistingar, settu gistingarnar aftur met í 2016. FERÐASKIP Talið av gestum, sum koma við ferðaskipum, hevur verið í støðugum vøkstri í nógv ár, men í 2016 varð hetta talið hálverað, vegna tí nógv umrøddu grindalógina.

Í 2016 vitjaðu einans 29.082 gestir við ferðaskipum í Føroyum, samanborið við 61.227 í 2015. Talið av skipum í 2016 var 42 saman­ borið við 71 í 2015. Harafturat vóru 14.792 starvsfólk umborð í 2016, saman­borið við 28.751 í 2015. Nógv av starvs­fólkunum velja eisini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gevur eitt samlað gestatal upp á 43.874 í 2016, samanborið við 89.978 fólk í 2015. Størsti parturin av skipunum í 2016 løgdu at í Tórshavn. Flestu gestir í 2016 komu úr Stóra Bretlandi, Týsklandi, USA, Hollandi, Canada og Avstralia.


ร rsfrรกgreiรฐing 2016 / Visit Faroe Islands - 5


Ferðavinnan 2016 í tølum

Gistingarnætur 2016, flokkaðar eftir bústaðarlandi og slag av gisting Land

Gistingarhús Ból og Biti Íbúð/Hús Kamping

Tilsamans Broyting 15/16

%

Danmørk

46.690

780

5.003

512

52.985

595

Føroyar

29.168

224

9.210

6.511

45.113

1.463

3%

Noreg

11.704

194

624

49

12.571

-209

-2%

Týskland

5.794

504

900

1.558

8.756

644

8%

Europa annars

6.010

137

396

944

7.487

-411

-5%

Ísland

5.987

223

223

6.433

159

3%

Bretland

4.923

140

189

435

5.687

-940

-14%

Svøríki

4.717

109

151

163

5.140

416

9%

USA

3.025

96

104

114

3.339

148

5%

Italia

1.748

130

179

262

2.319

83

4%

Niðurlond

1.443

91

182

470

2.186

355

19%

Frakland

1.155

70

308

405

1.938

-820

-30%

Spania

1.326

39

88

15

1.468

313

27%

Asia

1.111

5

128

30

1.274

621

95%

Finnland

1.034

18

8

19

1.079

-744

-41%

Avstralia og NýSæland

556

36

4

23

619

-59

-9%

Norðuramerika annars

424

32

47

503

19

4%

Grønland

311

26

373

-195

-34%

Suðuramerika

144

Miðamerika og Karibia

36

4

2

150

39

35%

96

6

149

-92

-38%

20

3

141

5

4%

45

3

48

-9

-16%

1

1

-2

-67%

47

Nær og miðeystur

118

Afrika annars Norðurafrika

Oceania og póløkið Ikki upplýst Tilsamans

1%

127.481

2.633

17.851

11.794

159.759

-47 -100% -740 -100% 592

0%

Gistingarnætur 2016, flokkaðar eftir slag av gisting og mánaði Gistingarslag 2016/01 Gistingarhús

3.529

2016/02 2016/03 2016/04 2016/05 2016/06 2016/07 2016/08 2016/09 2016/10 2016/11 2016/12 5.277

7.722

9.428 13.475 17.535 21.359 18.925 11.911

Ból og Biti

17

181

261

569

917

557

126

8.342

6.444

Tils. B royting 15/16

3.534 127.481

5

8%

2.633

-24%

Íbúð/Hús

244

412

554

729

1.538

2.612

7.372

2.342

870

617

305

256

17.851

-20%

Kamping

1.477

720

385

260

621

1.854

2.759

2.641

607

220

167

83

11.794

-21%

Tilsamans

5.250

6.409

8.678

10.598 15.895 22.570 32.407 24.465 13.514

9.184

6.916

3.873 159.759

0%

6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


Gistingarnætur 2016, mánaðarliga, flokkaðar eftir øki og mánaði Øki

2016/01 2016/02 2016/03 2016/04 2016/05 2016/06 2016/07 2016/08 2016/09 2016/10 2016/11 2016/12

Suðurstreymur

Tils. Broyting 15/16

2.336

3.313

5.645

6.953 10.424 14.683 20.316 15.329

9.350 6.160

4.756

2.723 101.988

Uttan fyri Suðurstreym 2.914

3.096

3.033

3.645

9.136

4.164 3.024

2.160

1.150

57.771

2%

Tilsamans

6.409

8.678 10.598 15.895 22.570 32.407 24.465

13.514 9.184

6.916

3.873 159.759

0%

5.250

5.471

7.887 12.091

-1%

Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) Gistital - kamarsnætur/kømur

90%

2013 Alt landið 2014 Alt landið

80%

2015 Alt landið 2016 Alt landið

70%

2013 Suðurstreymoy

60%

2014 Suðurstreymoy 2015 Suðurstreymoy

50%

2016 Suðurstreymoy

40% 30% 20% 10% 0%

jan

feb

mar

apr

mai

jun

jul

aug

sep

okt

nov

des

Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) Kamarsnætur í mun til kømur Øki Alt landið

Suðurstreymoy

Árstal

jan

feb

mar

apr

mai

jun

jul

aug

sep

okt

nov

des Miðal fyri árið

2013

19% 31% 31% 39% 56% 71% 70% 63% 58% 37% 31% 17% 44%

2014

20% 30% 37% 33% 57% 69% 75% 64% 62% 35% 30% 18% 45%

2015

24% 29% 42% 38% 60% 77% 75% 75% 57% 41% 34% 16% 48%

2016

19% 30% 36% 51% 62% 79% 81% 76% 59% 40% 35% 18% 49%

2013

20% 33% 36% 42% 62% 78% 77% 70% 68% 43% 35% 20% 49%

2014

21% 33% 45% 38% 67% 76% 86% 73% 71% 40% 34% 19% 51%

2015

26% 34% 52% 46% 71% 85% 80% 81% 63% 47% 36% 17% 54%

2016

18% 27% 39% 53% 66% 85% 85% 81% 66% 44% 37% 19% 52%

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 7


Ferðavinnan 2016 í tølum

Gistingar í Føroyum íalt

2013

2014

132.265

139.250

2015

2016

159.167

159.759

Gistingarkapacitetur 2016, sengur og kømur Sengur og kømur á gistingarhúsunum, mánaðarligur kapacitetur ( sengur ella kømur * dagar í mánaði ) Kapasitetur

nov

des

Sengur

Árstal 2013

26.505 23.604

jan

feb

26.133 25.290 26.133 25.590 28.117

mar

apr

mai

jun

jul

28.241 27.060 27.931 27.150

aug

sep

okt

28.055

319.809

Tils. Broyt.

2014

28.768 25.984

28.768 27.840 29.946 29.970 30.969

30.969 29.970 30.845 29.850

30.845

354.724 10,9%

2015

26.567 23.996

29.698 28.920 29.884 28.920 29.729

29.729 28.770 29.977 29.010

29.977

345.177 -2,7%

2016

30.442 28.478

30.442 29.460 30.597 29.850 30.845

30.845 29.850 30.969 29.130

30.101

361.009 4,6%

Kømur

2013

12.586 11.368

12.586 12.180 12.586 12.330 13.299

13.392 12.780 13.206 12.780

13.206

152.299

2014

13.175 11.900

13.175 12.750 13.640 13.770 14.229

14.229 13.770 14.167 13.710

14.167

162.682 6,8%

2015

11.656 10.528

13.640 13.230 13.671 13.230 13.981

13.981 13.530 14.074 13.620

14.074

159.215 -2,1%

2016

14.353 13.427

14.353 13.890 14.353 14.040 14.508

14.508 14.040 14.508 13.740

14.198

169.918 6,7%

Gistingarkapasitetur 2013 - 2015, sengur og kømur í tali 35.000 30.000 Sengur 2013

25.000

Sengur 2014 Sengur 2015

20.000

Sengur 2016 Kømur 2013

15.000

Kømur 2014 Kømur 2015

10.000

Kømur 2016

5.000

jan

feb

mar

8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

apr

mai

jun

jul

aug

sep

okt

nov

des


Talið av ferðaskipum, starvsfólkum og komum 1999-2016 70.000

80

Ferðafólk

Mannskap

Skip

70

60.000

60

50.000

50 40.000 40 30.000

30

20.000

20

10.000

10 0

0 1999

2000

2001

2002

2003

2004

2005

2006

2007

2008

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015 2016

Kelda: TAKS / Hagstova Føroya

Fleiri hagtøl kunnu síggjast á www.visitfaroeislands.com/vinna

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 9


Ferðavinnan 2016 í tølum

Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Av tí, at tað tekur langa tíð at gera hesar útrokningar, drála tølini eitt ár aftur, og eru tað sostatt tølini frá 2015, ið eru tey nýggjastu í løtuni og kunnu lesast her. Eisini eru afturrokningar gjørdar til 2011. Í 2015 gjørdi Hagstovan eina stilling av innsavningarháttinum, sum inniber, at tølini eru minkaði nakað.

10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


UMSETNINGUR Útlendsk ferðafólk keyptu í 2015 vørur og tænastur fyri 665 mió. kr. Hetta er ein ey­ðsýndur vøkstur frá 2011, tá um­setn­ ingurin var 416 mió. kr. Hetta er ein vøkstur á 60% hetta tíðarskeiðið, ið kanningin fevnir um. Tó skal havast í huga, at 2015 var eitt serstakt ár, vegna sólarmyrkingina. Sundurgreiningin vísir, at 60% av um­setn­ ingi­num stavar frá flutningsfeløgum, ferða­skipum og ferðaskrivstovum. Umleið 14% frá gistingarstøðunum og onnur 11% frá sølu av mat- og drykkjuvørum. Írestandi er býtt millum flutning innanlands, klædna­ sølu, upplivingar og annað virksemi. Virðisøkingin innan ferðavinnuna er vaksin úr 165 mió. kr í 2011 til 235 mió. kr. í 2015. Hetta er ein vøkstur uppá 29,8%. Meir­virðis­

gjaldið, ið verður skapt av ferðavinnuni, er umleið 30 mió. kr. og er vaksið úr 19 mió. kr. í 2011. Í 2014 var meirvirðisgjaldið umleið 27 mió. kr. ÁRSVERK Tann innkomandi ferðavinnan skapti 470 ársverk í 2015, samanborið við 412 í 2014 og 386 í 2011. Tá eru einans flutningsfeløg, ferðaskrivstovur, gistingar og hotellvirksemi roknað við. Tað vil siga, at fleiri veitarar, eins og ferðaleiðarar, enn ikki eru roknað uppí. Hetta eru serliga fólk, ið arbeiða í ferða­ vinnuni partar av árinum. Hagstovan metir at umleið 900 ársverk eru knýtt at kjarnu­ økjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferða­vinnan er roknað við.

BTÚ Tann innkomandi ferðavinnan er vaksin í mun til BTÚ, sum er tann samanlagda virðisskapanin í Føroyum – úr 1,2% í 2011 til 1,4% í 2015. Hetta kann tykjast lítið, men havast skal í huga, at BTÚ er vaksið mun­andi meira í sama tíðarskeiði, í mun til innkomandi ferðavinnuna. Av tí sama sæst vøksturin ikki aftur, tá ið roknað verður sum eitt lutfall av BTÚ. ÚTFLUTNINGSVIRÐI Ferðavinnan stóð í 2015 fyri 7,3% av saml­aða føroyska útflutninginum fyri vørur og tænastur. Hetta kann sammetast við 6,1% í 2011. Av tí samlaða føroyska út­flutn­inginum á 9,124 mia. kr. í 2015, stóð ferðavinnan fyri 665 mió. kr.

Søla til útlendsk ferðafólk fyri árini 2011 – 2015 í milliónum krónum. Blk.

Ár 2011

2012 2013 2014 2015

1

Millumlandaflutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur

254

308

333

361

399

2

Gistingar og annað hotelvirksemi

58

61

70

72

90

3

Matstovur, matvøruhandlar og drykkjuvørur

54

58

67

67

73

4

Flutningur innanlands og leiga av bili

21

22

26

28

45

5

Upplivingar og annað virksemi

18

29

30

31

40

6

Klæðir og fótbúnaður

7

8

10

10

11

7

Onnur søla

3

5

5

6

8

Estimeraður umsetningur íalt

416

492 541 576 665

95% Konfidensinterval +

501

576

626

648

768

95% Konfidensinterval -

331

407

457

504

563

Kelda: Hagstova Føroya, Búskaparligi týdningurin av útlendsku ferðafólkunum

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 11


Soleiðis síggja ferðafólkini til Føroyar út Hesi segmentir eru tey, sum í størstan mun vitja Føroyar í dag 22% Globetrotters ferðast nógv til ymisk støð á jørðini

14% Nature Lovers náttúran er fremsta atdráttarmegin

11% Sightseers nýta feriuna til at vitja søgulig støð og taka nógvar myndir

9% Culture Lovers dáma serlig mentunarlig tiltøk, sum t.d. grotto-konsertir

Tað, at vit eru lítil og ókend sum ferðamál, síggja vit á Visit Faroe Islands (VFI) ikki sum nakað neiligt; tvørturímóti síggja vit tað sum eina styrki í dag, har fleiri og fleiri ferðamál verða meira og meira eins. Í dag er tað eitt faktum, at næstan óansæð hvar ein kemur, kann ein nú eta tann sama matin, keypa tey somu merkini ella gera tey somu tingini. Men soleiðis er tað ikki í Føroyum. Okkara land er autentiskt og serstakt og vit vilja, at tað skal blíva við at verða so, hóast vit arbeiða við at fáa fleiri vitjandi, sum skulu geva fleiri inntøkur. Vit hava í dag nógv at bjóða gestum og útboðið mennist støðugt í løtuni. Gallup Føroyar gjørdi eina kvalitativa ferðafólkakanning á sumri 2014 og 2015 fyri VFI, ið byggir á 747 persónligar samrøður, meðan ferðafólkini vitjaðu í Føroyum. Kanningin byggir á samrøður við ferðafólk, ið hava gist í Føroyum

12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

(hetta merkir, at gestir við ferðaskipum og aðrir dagsgestir ikki eru við). Endamálið við kanningini var fyrst og fremst at kanna frítíðarsegmentini. Tí er kanningin gjøgnumførd um summarið. Tað inniber tó, at hendan kanningin ikki gevur eina rættvísa mynd av vinnu­ ferðavinnugestunum, eins og av lut­falli­ num millum frítíðar- og vinnu­ferða­vinnu­ gestir. Niðurstøðan er, at høvuðssegmentini, ið vitja Føroyar, eru upplýst og búgvin ferðafólk, ið ferðast saman við makanum. Tey hava í stóran mun hægri útbúgving, hava hægri inntøku enn miðal og tey vilja velja øðrvísi ferðamál enn onnur. Tey eru, í flestu førum, sera væl nøgd við ferðina í Føroyum. Tey eru opin og halgaði til at uppliva náttúruna. Tey leita eftir ferða­ málum, ið ikki eru yvirfylt við øðrum ferða­fólkum. Tey vilja uppliva nakað serstakt, sum rørir sál og sinnið.


ÁHUGI OG ATFERÐ

YVIRSKIPAÐ

97%

siga seg vera nøgd ella sera nøgd við vitjanina í Føroyum

68%

kunnu hugsa sær, møguliga ella við vissu, at vitja Føroyar aftur

BÓKINGARTILGONGD

FÓLKAFRØÐILIGT

• Flest nýta Ipad/Smartphone til at finna kunning um Føroyar: 67% søgdu ja og 33% nei

Flest eru norðurlendingar:

• Flest høvdu umhugsað leingi at vitja Føroyar: 52% umhugsaðu í meira enn eitt ár. Flestu tóku endaliga avgerð 3-6 mðr. áðrenn fráferð • Onnur dreymaferðamál hjá ferðafólkunum, ið vitja Føroyar eru: Ísland, Grønland, Noreg og Skotland. Øll ferðamál har náttúran er serlig • Flestu siga seg ikki bóka sína ferð gjøgnum ferðasmiðir ella bóka pakkaferðir: Heili 55% siga seg bóka ferðirnar sjálvi, uttan millumlið

48% av ferðafólkunum, ið vitja Føroyar um summarið, eru norðurlendingar

Flest eru fólk, ið búgva í stórbýum:

Flest fólk halda, at náttúran er tað týdningarmesta á vitjanini til Føroyar:

86% halda at náttúran er

týdningarmikil, 72% halda at mentanin er týdningarmikil, 11% halda at persónligar avbjóðingar eru týdningarmiklar Flest ynskja at fáa samband við føroyingar:

54% ynskja samband við tey lokalu, 23% vilja helst eygleiða

Ferðafólkini fortelja um sína ferð fyri øðrum, meðan tey eru her:

50% av gestunum búgva í stórbýum 36% í minni býum 14% á bygd

61% nýttu antin sosialar miðlar ella

Flest eru fólk, ið eru eldri: 54% av gestunum eru 45 ár ella eldri.

75% hava ikki verið í Føroyum fyrr.

21% av gestunum eru 25-34 ár 19% eru 55-64 ár 18% eru >65 ár 16% eru 45-54 ár 14% eru 35-44 ár 10% eru 18-24 ár

samrøður at fortelja og vísa myndir úr Føroyum Flestu vitja Føroyar fyri fyrstu ferð:

25% hava vitjað Føroyar fyrr

Flestu gestir steðga í fleiri nætur, tá tey eru komin til Føroyar:

38% steðga 5-8 nætur 31% 2-4 nætur 15% 9-13 nætur 15% longur enn 14 nætur. Vert er at merkja her, at summargestirnir steðga nógv longri enn gestir, ið vitja restina av árinum. Tí er hetta tal eisini nógv hægri enn miðaltalið fyri árið. Eftir hvat Hagstovan sigur, gista ferðafólk í miðal góðar tvær nætur, tá tey vitja Føroyar

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 13


Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum Stórur altjóða vøkstur Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi vaksa skjótast. Sambært WTO er altjóða ferðavinnan sum heild vaksin við 4-5% árliga seinastu tíggju árini, og væntast sami vøkstur fram til 2020. Flestu lond kring okkum hava havt stóran vøkstur í nevnda tíðarskeiði. Hóast Føroyum væntar neyv hagtøl fyri

14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

ein størri part av nevnda tíðarskeiði, kann staðfestast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv lægri. Tað er ein sannroynd, at kapasiteturin á gistingarhúsum hevur verið so at siga óbroyttur síðan miðskeiðis í 1980unum, og lutfalsliga er gistitalið eitt av teimum lægstu í Europa.


Júst hetta var útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2013, í tøttum samstarvi við vinnuni. Vinnan hevði tørv á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina og tí varð lagt út við, at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning framum vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Føroyar hevur eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum ein ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og framhaldandi effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey mongu ferðatilboðini, ið eru at finna. STRATEGIIN LEGGUR DENT Á TRÝ FOKUSØKI: 1. At samskipa marknaðarføringina út frá einum felags brandi: Øll marknaðarføring skal samskipast við útgangsstøði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar - fyri best møguligu effekt. 2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar. 3. Menning: Verða við til at menna vinnuna burðardygt sum heild. Fyrst og fremst vera ráðgevandi í produktmenning, íløgumenning eins og útbúgvingarmenning.

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 15


Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

VISJÓN Ferðavinnan skal verða ein nýggj basisvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.

2020: · 200.000 gistingar tilsamans · + 450 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 1 mia. kr. í umsetningi

Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020.

Ein mia. í umsetningi fram til 2020 inniber, at vinnan skal hava ein árligan vøkstur á í miðal 10-11% árliga fyri at røkka málið. Málini eru realistisk at náa við verandi fortreytum.

LANGTÍÐARMÁL FRAM TIL 2020 Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð! 2015: · 140.000 gistingar tilsamans · + 200 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 600 mió. kr. í umsetningi 16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutnings­ feløgum, gistingarhúsum og mat­stovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjá­vinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum.

HØG RAÐFESTING AV ALTJÓÐA MARKNAÐARFØRINGINI Til tess at fáa neyðuga vøksturin, skal størst møguligur partur av játtanini komandi árini nýtast til altjóða marknaðarføringina. Hetta merkir, at høvuðsdentur skal leggjast á marknaðarmenning framum vørumenning. Fyri at leingja ta stuttu árstíðina, skal Føroyar í størri mun seljast sum ferðamál alt árið. Hetta verður gjørt við at fara eftir at fáa fleiri ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta fer eisini at gera tað lættari at fáa fleiri av teimum “røttu“ ferðafólkunum, ið leggja meiri pening eftir seg, enn higartil. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum.


VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM: Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting:

rá ða

Í fyrsta umfari verður farið eftir teimum marknaðum, sum hava ”low hanging fruits,” tvs. har kunnleikin um Føroyar er lutfalsliga størstur, og har tað harvið er lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun enn áður verður satsað upp á Norðurlond. Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segmentum, tvs. Brúkara (B2C), Fjølmiðlum (Media) og Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknaðum verður eisini arbeitt við fundar- og ráðstevnufyrireikarum. Á B-marknaðunum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og søluliði. Á C-markn­ að­unum, verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd í serligum førum.

a rkn Ma

· A-marknaðir: Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland · B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania, Frakland · C-marknaðir: USA, Kina, Japan, Russland, onnur europeisk lond

Øll marknaðarføring tekur útgangsstøði í ferðavinnubrandinum, og alt arbeiðið skal hanga saman fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjølmiðlar skriva um, til heimasíðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum o.s.fr. Meira útgreinað kunning fast um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.

tøk

B2C Átøk

A

B2B

B2C

Tiltøk Messur Verkstovur

Tiltøk Messur

B

B2B

Faldarar Tíðindabrøv Sølutilfar Kunningarferðir Heimasíða C

MEDIA Fjølmiðlatúrar Tíðindaskriv Tíðindabrøv Heimasíða

B2C

Faldarar Sosialir miðlar Heimasíða

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 17


Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands P/f Visit Faroe Islands (VFI) hevur til endamáls at samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.

MISSIÓN Visit Faroe Islands skal arbeiða við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál. - VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum. - VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan markn­aðar­ føring og know-how, sum skal savna og samskipa alla vinnuna - bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum. STARVSFÓLK Visit Faroe Islands hevur í dag 6 føst starvsfólk.

18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

JÁTTAN Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2016 á 13,4 mió. kr. varð nýtt soleiðis: -9,3 mió. kr. til altjóða marknaðarføring -4,1 mió. kr. til umsiting/rakstur/lønir/ intern tiltøk í Føroyum Hetta merkir, at útvið 70% av játtanini hjá VFI fór beinleiðis til altjóða marknaðarføring og er hetta meira enn málið, sum er 2/3. Harafturat umsat VFI tær 2,5 mió. kr. sum eru lógarsettar til stuðulsjáttanir: -1,5 mió. kr. til stuðul til Økisfeløg/ Kunningarstovur -0,5 mió. kr til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar -0,5 mió. kr. til krónu fyri krónu stuðulsjáttanini

MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2016  Víðarimenning av 3. beininum í brandinum (Sheep View átakið) – avgreitt  Menning av nýggjari heimasíðu – avgreitt  Víðarimenning av marknaðarføringini til áhugabólkar – avgreitt  Fleiri felags átøk við Promote Iceland og Visit Greenland - avgreitt  Víðarimenning av sosialu miðlunum - avgreitt  Stovnan av ambassadørnetverki – avgreitt - Fundarsnið fyri MICE-netverkið – avgreitt  Førleikamenning av MICE netverkinum – avgreitt  Fáa kunningarstovurnar inn í okkara heimasíðuloysn – í gerð


NÝGGJ JÁTTAN = NÝGGIR MØGULEIKAR Alt hetta hevur størra játtanin gjørt møguligt: - Inngang á fleiri nýggjar marknaðir - Breið átøk saman við vinnuni - Nógv meira altjóða PR - Meira talgilda marknaðarføring - Átøk til áhugabólkar: fisking, mat, mc, vm. - Átøk til ráðstevnu- og fundarmálbólkar - Menning av heimasíðuni - Ment nýtt brand - Fyrsta floks myndatilfar - Nýggj hagtøl = nýggja kumpass

Stjóri

Kundatænasta Content Bókhald

FØRLEIKAR OG VIRKSEMI á Visit Faroe Islands

Marknaðarføring Frítíð & PR

Marknaðarføring Vinna

Marknaðarføring Talgilt

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 19


Ferðavinnubrandið Føroyar

20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


Ferðavinnubrandið Føroyar Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar. Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til framgongd. Eitt felags brand, sum øll marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland skal taka byrjanarstøði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greið­an profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.

varð frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at brandið hevur verið sera væl móttikið. Filmarnir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir. Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at ferða­vinnu­ brandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.

Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum í 2013, har eisini fyrsti brandingfilmurin

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 21


Ferðavinnubrandið Føroyar Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferðafólk, sum árliga vitja Galapagos oyggj­arnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørd­ar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað. Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur. Brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast í øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir. BRÚK AV BRANDINUM Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brandinum, meðan øll í vinnuni eru boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og sam­stund­is rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi. Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.

Brandbókin kann takast niður á www.visitfaroeislands.com/vinna

22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


unlike

any other part of the Atlantic Ocean

Unstoppable

welcome to our 60 million year old theme park, called Mother Nature

ร rsfrรกgreiรฐing 2016 / Visit Faroe Islands - 23


Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri meira enn 370 mió. kr.

24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


Altjóða fjølmiðlaumrøðan av Føroyum sló enn einaferð øll met í 2016. Visit Faroe Islands hevur gjørt virðið av greinum og sendingum, sum standast av fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað, upp. Ongantíð áður hevur VFI tikið ímóti so nógvum útlendskum fjølmiðlum sum í 2016, tá VFI stóð fyri greinum um Føroyar í hundraðtals bløðum og tíðarritum, sum beinleiðis úrslit av fjølmiðlavitjanum og samstarvi

við miðlar uttanlands. Orsøkin til, at virðið av fjølmiðlaumrøðuni í 2016 er serstakliga stór, er av, at Sheep View átakið fekk sera nógva umrøðu í altjóða miðlum. Heili 262 altjóða fjølmiðlar vitjaðu Føroyar ígjøgnum VFI í 2016 saman­ borið við 231 fjølmiðlar í 2015, 162 fjølmiðlar í 2014, 100 miðlar í 2013 og 50 í 2012. Av teimum 262 vóru 55 Instagrammarar.

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 25


Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


ร rsfrรกgreiรฐing 2016 / Visit Faroe Islands - 27


Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2016, eru úr londum sum Danmark, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Avstalia, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Italia, Spania, Belgia, Hollandi, Fraklandi, Sveis, og USA. Eins og í 2015, bleiv stórur dentur lagdur á at bjóða talgildum fjølmiðlum til Føroyar í 2016. Í nógvum førum var talan um so­kall­ aðar “Instagrammarar” – myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 2016 komu 55 ymiskir Insta­ grammarar til Føroyar, og nøkur av hesum komu fleiri ferðir. Í nógvum førum er talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram.

28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr Týsklandi, Fraklandi, Danmark, Svøríki, Nor­eg og Brasilia vitjað í Føroyum. Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum. Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI

eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um, at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar. Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at markn­aðarføra Føroyar sum ferðamál, Har­­umframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og


Hetta eru nakrir av teimum yvir 200 miðlum, sum vitjaðu Føroyar í 2016 gjøgnum VFI

gourmetferðavinnu, verða boðin henda­ vegin. Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – ser­ liga, tá hugsað verður um tað virðið, sum les­arin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsing­ar­ stødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing. Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovur í Bretlandi, Týsk­landi og Svøríki um uppgávuna. Í øllum førunum er talan um PR-skrivstovur, sum hava hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir, og hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjøl­­­­­­­miðla­­vitjanirnar skulu fyriskipast. Har­ umframt samstarva við eisini við Visit Den­mark skrivstovur í Italia og Noreg um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar til vitjanir í Føroyum. Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutn­­­­ings­­feløg, gistingarhús, matstovur, bila­leigu og útferðir. Serliga eru tað Atlantic Airways og Gist & Vist, ið veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru øll við til at fíggja vitjanirnar og at

tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamáli. Víst verður til heimasíðuna hjá VFI, www. visitfaroeislands.com/vinna, har tað er eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendskum miðlum. FAROE ISLANDS PODCAST Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu 8 árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar alt árið. Í 2016 hevði Faroe Islands Podcast góðar 95.000 niðurtøkur. Tað eru serliga enskt talandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. 41% av teimum ið tóku send­ing­ arnar niður, vóru úr Stóra Bretlandi, 26% úr USA, Danmark 9% og Føroyar 8%. Tey írestandi 16% koma úr 155 ymiskum lond­­­um, har Týskland, Canada og Avstralia eru tey fremstu. Sum við øðrum fjølmiðlavitjanum stóð VFI fyri einum parti av ferðakostnaðinum hjá Matt­­hew, tá hann var í Føroyum um summ­­arið í 2016 fyri at fáa tilfar til nýggjar send­ingar. FILMAR Í FØROYUM Gjøgnum seinastu nógvu árini hevur Visit Faroe Islands fingið fyrispurningar frá út­lendsk­um bløðum og lýsingafyritøkum um, at koma til Føroyar at gera upptøkur til

lýsingafilmar ella myndatøkur til bløð. Í 2016 kom ein fyrispurningur úr Hollywood. Í februar 2016 fekk Visit Faroe Islands, umvegis Løgmansskrivstovuna, fyrispurning frá hetlendska rithøvundinum J. M. Ledgard, sum hevur skrivað bókina Submergence, sum kendi týski leikstjórin Wim Wend­­ers skuldi gera til film. Ledgard helt, at part­ar av upptøkunum skuldu gerast í Føroyum. Stutt eftir kom Wenders við fleiri øðrum films­ fólkum til Føroyar fyri at kanna møguleikarnar fyri upptøkum nærri. Tey vóru øll sera hug­tikin av Føroyum, tó var treytin fyri at leggja upptøkur til Føroyar, at vit høvdu eina afturberingarskipan, sum okkara grannalond hava, har partar av útreiðslunum í samband við filmsupptøkur verða bornar aftur til films­felagið. Vit settu okkum í sam­­band við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum vóru áhugaði og síðan við Atlantic Airways, Hotel Hafnia og Hotel Føroyar, og við felags hjálp vórðu pengar fingnir til vega, soleiðis at upptøkurnar kundu fara fram í Føroyum. Visit Faroe Islands hevði ta yvir­skipaðu sam­skip­ anina, men samstarvað var alla tíð við fólk úr filmsumhvørvinum í Føroyum, sum løgdu lag á og sum tóku yvir, tá upptøkurnar fóru fram síðsta summar. Eini 3-5 føroyingar vóru partur av upp­tøk­un­um. Hetta var ein av treyt­unum fyri aftur­beringini: at fólk í før­oysku filmsvinnuni kundu fáa førleikar gjøgnum hesar upp­tøk­urnar. Væntast verður at Sub­merg­ence verður frumframsýndur á films­festivalinum í Cannes í mai 2017.

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 29


Sheep View 360°

30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


Durita Dahl Andreassen, verkætlanaraleiðari fyri Sheep View 360°

Fleiri av heimsins størstu miðlum valdu at fortelja um Sheep View 360°

Hóast Google Street View hevði verið í flestu londum í heiminum, høvdu tey ongantíð verið í Føroyum áðrenn Sheep View 360° átakið byrjaði. Durita Dahl Andreassen, varð sett sum verkætlanarleiðari fyri Visit Faroe Islands í nakrar mánaðar várið/summarið 2016, og fekk høvuðsleiklutin í átakinum. Søgan var, at hon valdi at taka sakina í egnar hendur, fyri at fáa Google til Føroyar, har hon kortlegði partar av Føroyum við seyðum, sum við myndatólum á rygginum gingu í fjøllunum og tóku myndir. Ver­kætlanin, sum var eitt samstarv millum Atlantic Airways og Visit Faroe Islands, fekk heitið Sheep View 360°. Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 31


Ársins Átak á Vinnudegnum 2016

Metingar vísa, at Sheep View átakið skapti meira enn 300 milliónir krónur í lýsingavirði fyri Føroyar sum ferðafólkaland

Google skrivar um Sheep View 360° á Twitter

Sheep View 360° trendaði hjá Financial Times YouTube skrivar um Sheep View 360°

32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

Eftir stutta tíð fór verkætlanin víða um á sosialu miðlunum um allan heim. Fleiri hundrað túsund fólk heittu á Google um at kortleggja Føroyar á Google Street View. Google tók áheitanirnar til sín og komu til Føroyar við einum endamáli: at hjálpa Føroyum við okkara egnu útgávu av Google Street View.

møguleika at ferðast allan vegin til Føroyar. Vit vistu, at hetta kundi gerast gjøgnum Google Street View. Meðan verkætlanin koyrdi, blivu vit so góð við okkara egnu útgávu av Street View, og tí eru vit sera fegin um, at Google vil hjálpa okkum víðari við okkara verkætlan,” segði Durita Andreassen, Sheep View verkætlanarleiðari hjá Visit Faroe Islands.

Google, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways gjørdu av, at gera eina serliga útgávu av Street View. Hugskotið var, at seyðir, føroyingar og ferðafólk fingu høvi at leggja myndir út á Google Street View við einum Google myndatóli. Google stuðlaði verkætlanini við myndatólum, servitan og einum Google Trekker. Trekkarin bleiv settur á ein bil, sum koyrdi á almennum vegum kring landið og kortlegði Føroyar.

Síðani var tað upp til Føroya fólk og ferða­ fólk, sum vitjaðu í Føroyum, at gera eina serliga føroyska útgávu av Street View. Hetta bleiv gjørt við at nýta seyðir, súkklur, ryggsekkir, bilar, kajakkir, bátar, tyrlur og enntá kavaraútgerð. Øll kundu læna eitt Google myndatól frá Visit Faroe Islands skriv­stovuni í Tórshavn ella frá Atlantic Airways á flogvøllinum.

“Tá vit byrjaðu verkætlanina, vildu vit fegin deila okkara flottu og fjarskotnu oyggjar við umheimin, og við øll tey fólk, sum ikki hava

Google Maps Program Manager, David Castro, sum umboðaði Google Street View í Føroyum, segði, at Google legði beinanvegin


HEIÐURSLØNIR FYRI SHEEP VIEW: - Ársins Átak á Vinnudegnum 2016 - PR-tigeren, Danmark – Gull - Stora PR-priset, Svøríki – silvur - Epica Awards, Altjóða heiðursløn. Vunnu tvey silvur í Integrated og Virtual Reality - Vega Awards, USA. Tvey gull: Effectiveness, Innovation. Tvey silvur: Integrated og Branding

Samlað sæð verður mett, at Sheep View fekk yvir 2 mia. eksponeringar, ið er óvanliga stórt fyri eitt átak

merki til Street View átakið gjøgnum umrøðu í altjóða miðlum, og Google ivaðist ikki í at koma til Føroyar við Street View. Umleið 30 fólk hjá Google vóru partur av arbeiðinum at fáa Google Street View til Føroyar og 5 av hesum vórðu send til Føroyar fyri at fáa loyst uppgávuna. “Vit eru sera fegin um royndirnar hjá Visit Faroe Islands, Atlantic Airways og ikki minst djørvu seyðunum at fáa Google Street View til Føroyar. Hetta er eitt frálíkt dømi um, hvussu ein og hvør kann skapa og leggja sína egnu útgávu av Street View út. Vit vóna, at hetta fer at eggja øðrum kring heimin at

leggja sínar egnu myndir út á Street View kortið,” segði David. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, segði soleiðis um átakið: “Sheep View átakið setur sjóneykuna á Føroyar sum ferðamál og hevur longu skapt sera jalig afturljóð uttan­­lands. Vit vænta, at hetta fer at hava eina góða ávirkan á ferðavinnuna.” Metingar vísa, at Sheep View átakið skapti meiri enn 300 milliónir krónur í lýsingarvirði fyri Føroyar sum ferðafólkaland. Átakið spreiddi seg skjótt um allan heim og gav føroysku ferðavinnuni hópin av ókeypis

umrøðu í stórum miðlum. Slíka umrøðu hevði annars verið neyðugt at keypt seg til í dýrum dómum. Hetta merkir, at Sheep View kann roknast sum nógv tað størsta PR átak nakrantíð í Føroyum. Ein fortreyt fyri at markn­aðarføra Føroyar sum ferðafólkland er at Føroyar finnast á heimskortinum, og tað hjálpti hendan verkætlanin við á ein sera príseffektivan hátt. Samlað sæð verður mett, at Sheep View fekk yvir 2 mia. eksponeringar, ið er óvanliga stórt fyri eitt átak.

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 33


Marknaðarføringsvirksemi 2016

Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2016

34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


ร rsfrรกgreiรฐing 2016 / Visit Faroe Islands - 35


Marknaðarføringsvirksemi 2016

Frítíðarferðavinna REISEKLAR, MESSA Í BERGEN, 16. – 18. januar

GLOBAL WORKSHOP OG MEETING DAY, MATKA, HELSINKI 20. – 21. januar

Føroyar hevði landabás á messuni Reiseklar í Bergen, har Atlantic Airways, 62N, Green­gate og Hotel Føroyar tóku lut. Bás­urin riggaði væl við flottari mynd av Kallinum. Flestu vitjandi á básinum vóru 50+ og vóru sera áhugað at vitja Føroyar. Bróð­ur­parturin visti ikki, at tað bert tekur ein góðan tíma at flúgva úr Bergen. Samanumtikið verður mett, at Bergen er ein upplagdur marknaður fyri Føroyar, sum vit kunnu fáa ágóða av at arbeiða meira við, serliga við beinleiðis flogrutunum hjá Atlantic Airways úr Bergen. Hóast hetta er einasta skipaða átak fyri fólkum í Bergen, so er avgerð tikin um, ikki at fara aftur á messuna í 2017, tí at tað ikki er mett, at góðskan er nóg høg. Bergen økið er enn sera áhugavert, m.a. við beinleiðis rutuni úr Bergen, men onnur tiltøk verða raðfest fram um messuna. Beint eftir messuna, soleiðis at føroysku luttakararnir á messuni kundu taka lut, varð skipað fyri átaki fyri leisure and MICE ferða­smiðir í Bergen. Sí nærri um tað tiltakið undir MICE á síðu 52.

36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

Visit Faroe Islands og Atlantic Airways gjørdu av at taka lut á workshop í Helsinki, bæði sum ein uppfylging uppá tiltak í Finnlandi í 2015 og tí vit høvdu sæð ein vaksandi áhuga fyri Føroyum á t.d. Visit Faroe Islands til­takinum og á workshoppum í granna­lond­ un­um. Endamálið við luttøkuni var at koma í sam­band við ferðasmiðir úr Finnlandi, men eisi­ni at hitta ferðasmiðir úr Asia og Russ­ landi, umframt ferðasmiðum úr Evropa. Tiltakið var fyriskipað soleiðis, at tað var rættiliga nógv bíligari at taka lut á meeting day eisini og ikki bara workshoppini. Tó vísti seinni dagurin seg ikki at vera so áhuga­ verdur sum sjálv workshoppin. Umframt samband við fleiri áhugaverdar ferðasmiðir, har næstan ongin seldi Føroyar áðrenn, hittu vit eisini eina røð av spennandi bloggarum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva. Sambært fyriskiparunum var luttøkan tann størsta nakrantíð, við 220 keyparum frá 33 londum og 50 bloggarum. Avgerð er tikin um, at Føroyar ikki taka lut á MATKA í 2017. Workshoppin var áhugaverd og vit hittu eina røð av áhugaverdum

Maria á Lofti frá Atlantic Airways á Global Workshop og Meeting Day í Helsinki

ferðasmiðum og bloggarum, men tá vit mugu raðfesta bæði í mun til fígging og arbeiðsorku, so dettur MATKA burtur. FERIE I FORUM, KEYPMANNAHAVN, 23. – 24. januar

Hetta var annað árið, at Ferie i Forum varð hildin. Messan kom, eftir at gamla messan í Bella Centrinum steðgaði. Avgjørt var at taka lut í 2015, fyri at fáa atgongd til fólk í Keyp­­mannahavnar økinum, og av tí at lu­t­tøkan í 2015 var góð, varð avgerð tikin um, at Føroyar aftur skuldu hava landabás í Forum í 2016. Luttakandi fyritøkur úr Før­oyum vóru Atlantic Airways, 62N, Green­gate og Make Travel. Hóast talið av vitjandi var nakað lægri enn í 2015, varð mett, at tey, sum vóru á messuni, vóru við­komandi og áhugaverd. Fyriskipararnir av Ferie i Forum gjørdu eftir messuna av, at tey ikki fóru at hava messuna aftur í 2017. MIDATLANTIC, REYKJAVÍK, 4. – 6. februar

Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á MidAtlantic, sum er átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada, umframt ferðasmiðum úr øðrum londum, so sum Norðurlondum og øðrum londum í Evropa. Endamálið við luttøkuni er fyrst og fremst at


Ferie i Forum, Keypmannahavn

marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikonskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar, sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk. Harumframt er MidAtlantic eitt sera gott høvi at hitta áhugaverdar ferða­ smiðir úr øðrum londum. Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways, Visit Faroe Islands, Greengate, 62N og HK bussar. Við fullum avtalulistum og básum við flottum brandmyndum vóru Føroyar sera sjónligar á messuni, sum var serstakliga góð fyri luttakararnar. Ongin ivi er um, at hetta er eitt átak, sum føroyska ferðavinnan eigur at vera partur av.

Føroyum á messuni, og allar dagarnar var nógv at gera við at svara fyrispurningum frá bretum, sum vóru áhugaðir í at ferðast til Føroyar. Nógv av teimum, sum vitjaðu básin, vóru pør, ið høvdu ferðast í Íslandi, Hetlandi og Orkney oyggjunum og nú vóru áhugaði at vitja Føroyar. Samanumtikið var luttøkan á messuni sera væleydnað, og mælt verður til at bíleggja bás á Destinations Travel Show aftur í 2017. FERIE FOR ALLE, MESSA Í HERNING, 26. – 28. februar

4. – 8. februar

Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for alle, sum verður hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum.

Atlantic Airways og Geengate tóku lut á stóru ferðvinnumessuni Destinations Travel Show í London. Hetta var triðja árið á rað, at Føroyar hava landabás á messuni. Aftur hesuferð var sera stórur áhugi fyri

Úrslitini av messuni í 2016 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, fleiri ferðir vórðu seldar á sjálvari messuni, og nógvir fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við.

DESTINATIONS TRAVEL SHOW, LONDON,

Føroyar hava felagsbás á messuni og fyritøkurnar, sum vóru við, vóru Atlantic Airways, Smyril Line, 62N, Greengate og Make Travel. Eins og á øðrum konsumentmessum, luttekur VFI ikki við starvsfólki, men stuðlar parti av básinum. DIGITAL TOURISM CONTENT CAMPUS, RÁÐSTEVNA Í FØROYUM, 1.-2. mars

Í 2015 var Nick Hall, ein av leiðandi rødd­ unum innanfyri marknaðarføring av ferða­ málum, boðin til Føroyar at halda røðu til VNTM. Hann var serstakliga bergtikin av Føroyum, og spurdi til endans Visit Faroe Islands, um vit vóru áhugaði í at samstarva um eitt spildurnýtt tiltak, sum bar heitið Digital Tourism Content Campus, sum skuldi haldast fyri fyrstu ferð í 2016. Fyrst í mars, 2016, bleiv fyrsta Digital Tourism Content Campus hildið í Norður­ landa­húsinum. Umleið 70 útlendingar, ser­­liga ferðaráð kring Evropa, komu til Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 37


Marknaðarføringsvirksemi 2016 tiltakið, umframt 15 serfrøðingar úr øllum heiminum, sum hildu fyrilestrar. Umleið 20 umboð frá ymiskum føroyskum fyritøkum og stovnum tóku lut. Talan var fyrst og fremst um fyrilestrar, har fólk fingu kunning um alt møguligt innan talgilda marknaðarføring. Síðani bleiv skipað fyri verkstovum, har smærri bólkar samlað­ ust ymsastaðni fyri at arbeiða víðari við tí, sum tey høvdu lært um á fyrilestrunum. Alt tað, sum varð framleitt, varð samlað og víst fram seinnapartin tann seinna dagin í Norðurlandahúsinum. Tiltakið eydnaðist sera væl. Fyri Visit Faroe Islands var hetta eitt gylt høvi at vísa, hvussu dugnalig føroyska vinnan er at halda slíkar ráðstevnur. LÝSINGARÁTAK, NOREG, 4. mars – 10. juli

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, setir Ferðavinnudagin 2016

um at halda fram í 2016. Evnini í greinunum um Føroyar løgdu dent á náttúru, ment­an og felags søguna við Noreg. Lýs­­ingarnar í vikuskiftisblaðnum hjá Dagens Nær­ingsliv, D2, fingu eisini sera góða og nógva umrøðu. LÝSINGARSAMSTARV VIÐ NORSKAR FERÐASMIÐIR, Várið

Atlantic Airways hevur beinleiðis rutu millum Bergen og Føroyar fleiri ferðir um vikuna og vit vita, at norðmenn hava stóran áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli. Tí er Noreg ein týdningarmikil marknaður fyri Føroyar. Visit Faroe Islands tók, saman við Atlantic Airways, lut í átaki hjá Visit Denmark í Noreg, har endamálið var at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál móti norðmonnum, sum annars vanliga ferðast til Danmarkar. Samstarvið fevndi um tvey ymisk átøk: talgildar lýsingar í m.a. Aftenposten og Bergens Tidende, og lýsingar, sokallaðar “Advertorials”, í viku­ skiftisblaðnum hjá Dagens Næringsliv. Sam­starvið byrjaði í 2013, og av tí, at úrslitini hava verið góð undanfarin ár, varð avgerð tikin 38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

Sum ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar í Noreg varð avtala gjørd við tveir norskar ferðasmiðir um lýsingarátøk fyri Føroyum. Annað var við Active Travel, sum gjørdi lýsingarseðil til norskar miðlar við uppskotum til ferðir til Føroyar, og hitt var við Explore Travel, sum setti lýsingar í bløð hjá ymiskum málbólkum, m.a. Husfliden, við ítøkiligum tilboðum um ferðir til Føroyar. ITB, MESSA Í BERLIN, 9. - 13. mars

ITB ferðavinnumessan í Berlin er størsta ferðavinnumessan í heiminum. Messan varir í

fimm dagar, har tríggir teir fyrstu dagarnir eru fyri fólki, sum starvast í ferðavinnuni, meðan teir síðstu tveir dagarnir eru fyri privatfólki, sum leita sær eftir ferðamálum. Smyril Line hevur í fleiri ár havt bás á messuni, ofta í samstarvi við Visit Faroe Islands. Í 2016 vóru Smyril Line einsamøll á básinum, men Visit Faroe Islands rindaði part av luttøkuni og Føroyar vóru sjónligar gjøgnum vegg við stórari mynd úr Føroyum og gjøgnum faldarar. Ynskið hjá Smyril Line er, at Visit Faroe Islands tekur lut á vinnudøgunum á messuni og avtala er gjørd um at bíleggja bás til ITB í Berlin 2017. SKANDINAVISK VERKSTOVA, MILANO, 17. mars

Atlantic Airways og Greengate tóku lut á skandinaviskari verkstovu, sum Visit Denmark skipar fyri saman við hinum skandi­navisku ferðaráðunum á hvørjum ári. Endamálið við luttøkuni er at skapa sam­ bond við italienskar ferðasmiðir og, eins og undanfarin ár, var hetta ein sera góð


OPLEV USPOLEREDE FÆRØERNE

10%

BILFERIE PAKKEREJSER

Ø HOP M. 2 STOP PÅ FÆRØERNE

Ø HOP MED 3 STOP PÅ FÆRØERNE

MEDLEMSBONUS

HOTELFERIE PÅ FÆRØERNE

BO I DEN SMUKKESTE NATUR

Ø hop er én af de mest optimale måder at opleve det smukke færøske øhav

Denne rejse er blandt vores mest populære rejser til Færøerne

Oplev verdens mindste hovedstad Torshavn og den færøske kultur og natur

Oplev det autentiske Færøerne omgivet af hav, strand og fjelde

Vi har sammensat dette ø hop med udgangspunkt i 2 ø hop undervejs, sejlads t/r med overnatning i 2 pers. kahyt, 4 dage på Færøerne (I har hotel 5 døgn), morgenmad på hele rejsen og I tager jeres egen personbil med ombord.

Vi har sammensat dette ø hop med udgangspunkt i 3 ø hop, sejlads t/r med overnatning i 2 pers. kahyt, 10 hotelovernatninger undervejs, morgenmad på hele rejsen (eksl. mandag) og I tager jeres egen personbil med ombord.

Denne rejse tager udgangspunkt med ophold i Færøernes hovedstad, en charmerende blanding af gammelt og nyt.

Bliv et med naturen på denne rejse. I bor på Sandoy, som er en frodig ø med brede dalstrøg med mange småsøer og lave, afrundede fjelde. Ø’ens vestkyst har stejle klipper og fuglefjelde. Øens højeste fjeld, Tindur, er 476 m.

Dagene på Færøerne er ikke programlagte, så I kan køre hvorhen I vil.

Dagene på Færøerne er ikke programlagte, så I har frie rammer til at opleve den uspolerede natur.

Vi har også mulighed for at tilbyde ø hop med 10 overnatninger hvis I rejser i lavsæsonen eller 7 dage hvis I rejser i højsæsonen.

6.730,-

Vi tilbyder også ø hop med 7 hotelovernatninger på afrejser i lavsæsonen.

6.840,-

Rejsen er sammensat med sejlads t/r i 2 pers. kahyt, vælg mellem 3, 4 eller 7 overnatninger på 3 elller 4 stjernet hotel, morgenmad på hele rejsen (eksl mandag) og I tager jeres egen personbil med ombord. Med udgangspunkt fra hotellet kan I opleve den færøske kultur og den uberørte natur lige udenfor byen.

4.330,-

Rejsen er sammensat med sejlads t/r, overnatning i 2 pers. kahyt, 3 hotelovernatninger på 3-stjernet hotel, morgenmad på hele rejsen (ekskl mandag) og I tager jeres egen personbil med ombord. Der er ca. ½ times færgeforbindelse til og fra ø’en.

4.195,-

FRA PR. PERSON*

FRA PR. PERSON*

FRA PR. PERSON*

FRA PR. PERSON*

* den viste pris er ved afrejse i højsæsonen

* den viste pris er ved afrejse i højsæsonen

* den viste pris er ved afrejse i lavsæsonen med 3 dage på Færøerne

* den viste pris er ved afrejse i lavsæsonen

Læs mere på www.smyrilline.dk hvor du også kan bestille katalog og se gode tilbud. Bestil rejse på tlf. 9655 8500 eller på booking@smyrilline.dk De viste priser er når 2 rejser sammen. Prisen varierer ift. valg af afrejsetidspunkt, antal hotelovernatninger og kahytstype.

Lýsingarátak saman við Smyril Line í Danmark

verkstova, har føroysku luttakararnir hittu fleiri ferðasmiðir, sum ikki seldu Føroyar frammanundan, men vóru sera áhugað at frætta nærri um møguleikar fyri at senda ferðafólk til Føroya.

Annleyg Lamhauge, MICE Marketing Manager á Visit Faroe Islands, tosar á Ferðavinnudegnum 2016

VFI, stóð fyri. Seinnapartin skipaði Ferða­ vinnufelagið eisini fyri einum kick-off tiltaki áðrenn háárstíðin byrjaði. ÁTAK Á KOKS FYRI DONSKUM MIÐLUM, KEYPMANNAHAVN, 30. mars

LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE, DANMARK,

Tá tað frættist, at matstovan KOKS skuldi halda til í Keypmannahavn í tveir mánaðir, avgjørdu Atlantic Airways og Visit Faroe Islands at nýta hetta høvið at bjóða donsk­ um miðlum. Inn í millum er trupult at fáa danskar miðlar á vitjan til Føroyar, so endamálið var at skapa sambond við bløð, avísir og bloggarar, sum passa til Føroyar sum ferðamál. 10 miðlafólk tóku lut á tiltakinum, m.a. frá Politiken og Mad & Bolig, umframt bloggarar, instagrammarar og fríyrkisfólk. Fleiri av miðlunum, sum vórðu boðin, høvdu ikki høvi at taka lut, men vístu áhuga fyri at vitja Føroyar í summar. Guðrið Højgaard bjóðaði vælkomin og unga

Várið

FERÐAVINNUDAGURIN 18. mars

Í samband við at tað vóru 3 ár síðani, at nýggja ferðavinnustrategiin varð sett í verk, varð ferðavinnudagur hildin í Norður­landa­ húsi­num fyri umboð úr politisku skipanini og vinnuni. Umleið 250 fólk møttu til tiltakið. Poul Michelsen, landsstýrismaður á Uttan­ ríkis- og Vinnumálaráðnum, setti dagin. Guð­rið Højgaard, stjóri á VFI, legði fram úrslit fyri hesi 3 árini og Laila Hentze frá Gallup legði fram eina ferðafólkakanning, ið VFI hevði bílagt í samstarvi við NATA. Eisini varð ambassadørnetverk stovnað sama dag, sum Annleyg Lamhauge, MICE-samskipari á

tónleikarakvinnan Konni Kass sang tveir sangir frá nýggju fløguni hjá henni. Kvøldið var sera væleydnað og luttakararnir vóru hugtiknir av høga støðinum av bæði mati og víni.

Visit Faroe Islands og Smyril Line skipaðu fyri lýsingarherferðum í Danmark í tveimum umførum; einari tíðliga í 2016, fyri at skapa sølu til summarið 2016, og einari seint í 2016, sum skuldi skunda undir sølu av ferðum í 2017. Fyrri parturin av herferðini fevndi um lýsingar í bløðum, m.a. Samvirke og Ældresagen, meðan seinni parturin fevndi um lýsingar í tokum og tokstøðum hjá DSB. Lýsingarnar vóru ein samanrenning av brandinum hjá Smyril Line og brandinum hjá VFI. Millum annað varð summarfilmurin brúktur til lýsingarnar umborð á tokunum. Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 39


Marknaðarføringsvirksemi 2016

Smyril Line Danmark eru væl nøgd við úrslitið av lýsingarherferðini. Marknað­ar­før­ ingin koyrir inn í 2017, tá bókingarnar til summ­arið fara fram. SAMSTARV VIÐ GRØNLANDSRESOR, SVØRÍKI, Várið

Grønlandsresor í Svøríki er ein av teimum útlendsku agentunum, sum selja flest ferðir til Føroyar. Tey hava merkt stóran vøkstur í áhuganum fyri Føroyum og Visit Faroe Islands hevur tí gjørt av at samstarva við Grønlandsresor um tvær messur í 2016, Vildmarksmässan i Stockholm 11 - 13 mars og Seniormässan i Malmø 26 - 28 apríl. Visit Faroe Islands hevði helvtina av básinum hjá Grønlandsresor við stórari mynd av Kallinum yvir tveir veggir, umframt tilfar úr Føroyum. Á messuni í Stockholm var Visit Faroe Islands umboðað av føroyingi, sum býr í Stockholm, og sum hevur starvast inn­an ferðavinnu har. Í Malmø var tað um­boð frá Atlantic Airways í Keyp­manna­ havn, sum tók lut á messuni vegna okkum.

PR døgurði, London

dagar og fevnir um fleiri ymisk tiltøk, so sum framløgur, verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við ment­an­ar­ lig­um upplivingum og útferð. Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni. Bæði incoming, gistingarhús, útferðaveitarar og bussfeløg eru við í tiltakinum og eru sostatt við til at gera tiltakið møguligt.

VFI 2016, ÁTAK Í FØROYUM, 28. apríl - 1. mei

Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni. Endamálið við tiltakinum er at bjóða útlendskum ferðasmiðum til Føroya, soleiðis at teir sjálvir kunnu uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar 40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

25 føroyskar fyritøkur tóku lut í Visit Faroe Islands. Í 2016 varð sjálv verkstovan hildin í Norður­ landa­húsinum og døgurðin á Østrøm. Til døgurðan var ein røð av mentunarligum inn­sløgum sum modernaður og føroyskur dansur og ymiskir tónleikarar, sum høvdu til

endamáls at vísa eina breidd í føroyskum tónleiki. Áhugin hjá útlendskum ferðasmiðum at taka lut var sera stórur, og tí royndir vísa, at einir 50 luttakarar er eitt hóskandi tal, vóru vit noydd at siga nei við fleiri, sum høvdu áhuga at taka lut. Ferðasmiðirnir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Eysturríki, Italia, Spania, Hollandi, Fraklandi, Sveis, Poland, Ukraina og USA. Útlendsku keypararnir fingu við­­komandi vitan um Føroyar sum ferðamál heim við sær og fingu knýtt nýggj sambond við føroyskar veitarar, sum skulu brúkast í framtíðar samstarvinum teirra millum. Eins og undanfarin ár, vóru eftirmetingarnar av átakinum sera góðar. Avgerð er tikin um, nú, tá so stórur áhugi er fyri átakinum, at raðfesta nýggjar ferðasmiðir, samstundis


Leif Sørensen gjørdi mat úr føroyskum ráðvørum til PR døgurðan í London

sum pláss altíð má vera fyri fyritøkum, sum longu selja Føroyar og hava tørv á at hitta samstarvspartar, og at verða dagførd um Føroyar sum ferðamál. Væntandi verður talið av FAM-túrum lækkað í 2017, og vit royna tí at vísa á Visit Faroe Islands tiltakið í staðin. MIÐLATILTAK, VERKSTOVA Í OSLO, 21. apríl

Visit Faroe Islands tók lut á verkstovu, sum vendi sær til miðlar í Oslo økinum. Tað vísir seg at vera torførari at skapa sambond við miðlar í Noreg enn í fleiri øðrum londum. Vit arbeiða saman við Visit Denmark í Noreg um miðlavitjanir og tey viðmæltu eisini tiltakið. Endamálið var at koma í samband við við­komandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðlavitjanum til Føroya. Á tiltakinum eru vanliga millum 30 og 40 miðlaumboð frá

dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Eins og á miðlatiltakinum í London, fekk VFI ítøkiligar fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar, og fleiri spennandi sambond vórðu knýtt á degnum. Eftir tiltakið komu tríggir bloggarar á vitjan í Føroyum og samband er við fleiri, sum arbeiða við møguleikanum at koma á miðlavitjan til Føroyar. PR DØGURÐI, LONDON 6. juni

Í samstarvi við Travel PR, sum er okkara PR samstarvsfelagi í Onglandi, var skipað fyri døgurða fyri enskum fjølmiðlum í London. Endamálið við døgurðanum var at skapa sambond við miðlar, sum kunnu verða

áhugaverdir at bjóða til Føroyar á miðlavitjan. Døgurðin var hildin á matstovu mitt í London og 20 miðlar tóku lut. Miðlarnir, sum vóru umboðaðir, vóru kend dagbløð sum The Times og The Sun, og eisini bløð, sum venda sær til serligar málbólkar, t.d. Escapism, Locovore og Sidetracked. Leif Sørensen gjørdi mat úr føroyskum rávørum, sum varð sera væl móttikið av gestunum. Føroyski tónleikarin, Jón Klæmint Hofgaard, sum býr í London, spældi tveir sangir. Døgurðin var sera væl eydnaður og longu til døgurðan kom ítøkiligur fyrispurningur um, at koma á miðalvitjan til Føroyar. Fáar dagar seinni, vóru fleiri fyrispurningar komnir um at koma á vitjan til Føroyar. VESTNORDEN TRAVELMART, REYKJAVÍK, 4. – 6. oktober

12 fyritøkur úr Føroyum tóku lut á Vestnorden Travel Mart, sum varð hildin í Reykjavík í ár. Fyritøkurnar, sum vóru við, vóru: 62N, Alt Tora Turist, Atlantic Airways, Greengate Incoming, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, HK Bussar, Kunningarstovurnar har Visit Norðoy hevði egnan bás, Make Travel, Smyril Line og Visit Faroe Islands. Vestnorden Travel Mart er eitt sera gott høvi hjá ferðavinnuni at hitta umboð fyri ferða­ smið­ir, sum eru áhugaðir í at selja Norður­ Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 41


Marknaðarføringsvirksemi 2016

lond og kanska serliga Ísland. Visit Faroe Islands nýtti høvi at gera avtalur við íslendsk­ ar incoming fyritøkur, sum selja ferðir til Íslands til serliga amerikanarar og asiatar. Yvirhøvur var áhugi millum íslendskar fyri­tøkur at selja Føroyar sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk. VNTM í 2017 verður í Nuuk 19 til 21 september. VEMEX, NEW YORK, 17. oktober

Føroyar, Grønland og Ísland tóku lut á stóra miðlatiltakinum VEMEX (Visit Europe Media Exchange) í New York. Grønland hevur tikið lut í nøkur ár og mælti til, at Ísland og Føroyar eisini tóku lut. Einir 70 miðlar, bæði frá stórum bløðum og magasinum og fríyrkisfólk, tóku lut á tiltakinum og øll trý londini høvdu fullar listar við 21 avtalum hvør. Hetta var fyrstu ferð at Føroyar tóku lut á tiltaki í USA og fingu vit høvi at hitta fleiri áhugaverdar amerikanskar miðlar. Grønland, Ísland og Føroyar kanna nú møguleikan at bjóða onkrum av hesum á eina felags miðlavitjan til tey trý londini, umframt at Føroyar fer at skipa fyri vitjan fyri onkran av teimum eisini. Luttøkan varð fíggjað av NATA. ROADSHOW, KANADA OG USA, 18. – 20. oktober

Promote Iceland hevur í fleiri ár skipað fyri roadshowi til ymiskar býir í USA og seinnu

42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

Roadshow, Kanada og USA

árini eisini Kanada. Grønland og Føroyar valdu at taka lut á roadshow’ið, sum vitjaði Montréal í Kanada og Boston og Wash­ing­ ton D.C. i USA. Roadshowið var sera væl fyriskipað við framløgum frá umboðunum úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum og við stuttum fundum við allar luttakararnar. Uppmøtingin í øllum býunum var sera góð. Fleiri av teimum vóru sera áhugaverdir, serliga í Boston, sum hevur havt beinleiðis flogsamband til Ísland í nógv ár, og tí kendu luttakarnir sera væl Ísland og í ein ávísan mun eisini Føroyar. Hetta var fyrsta roadshow’ið, sum Føroyar hava tikið lut í í USA. Endamálið var at marknaðarføra Føroyar sum eitt eyka ferðamál fyri teir amerikanarar, sum ferðast til Íslands Lut­tak­arar frá øllum trimum býum vóru boðin við til Visit Faroe Islands átakið. NATA fíggjaði átakið.

AITO MEET THE PRESS, TILTAK Í LONDON, 19. oktober

AITO, sum er felagsskapur hjá enskum ferðasmiðum, Association of Independent Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at hitta umboð fyri ferðavinnuna. AITO loyvir eisini útlendskum ferðaráðum at vera limir. VFI metir hetta árliga fjølmiðlaátak vera eitt gott høvi at koma í samband við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðlavitjanum til Føroya, og er VFI tí vorðið limur í AITO. Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO virðislønir fyri ársins grein, ársins bloggu og ársins tíðindafólk.


VNTM 2016

Eins og undanfarin ár fekk VFI ítøkiligar fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar, m.a. frá stórum ferðabløðum. Á tiltakinum vórðu fleiri nýggj sambond knýtt, og høvi var at heilsa upp á fólk, sum hava verið í Føroyum, ella sum VFI hevur hitt fyrr. Umframt hetta tiltakið hevur AITO eisini tiltak fyri fjølmiðlum um summarið. Umboð fyri sendistovuna í London umboðaðu VFI á tiltakinum. Endamálið var at vísa á møgu­leik­ ar fyri miðlavitjanum til Føroya. ÁTAK Í SAMBAND VIÐ LANDSDYST MILLUM FØROYAR OG SVEIS, LUZERN, 13. november

Ein týðandi partur av strategiini hjá VFI er at gera brúk av tí áhuga og teirri umtalu, sum Føroyar fáa í útheiminum. VFI skal gera vart

við Føroyar sum ferðamál, tá høvið býðst, og talan samstundis er um ein marknaðar- og/ ella málbólk, sum ynskt verður at røkka. Dystirnir hjá føroyska landsliðinum hava síðstu árini givið nógv slík spennandi og upp­løgd høvi, m.a. í Italia, Týsklandi, Svøríki, Finnlandi og í 2016 eisini í Sveis. Føroyska ferðavinnan arbeiðir longu við eini røð av sveisiskum ferðasmiðjum og tí var upplagt at hitta tey og aðrar, sum ikki selja Føroyar, í samband við dystin. Avgerð varð tí tikin um, at nýta hetta høvi at gera vart við Føroyar sum ferðamál. 13. november spældu Føroyar landsdyst ímóti Sveis í Luzern og VFI hevði, saman við Atlantic Airways, bjóðað ferðasmiðum og miðlum til eitt tiltak undan dystinum. Eini 40 fólk tóku lut umboðandi eina røð av stórum sveisiskum ferðasmiðum. Fleiri føroyingar búgva í Sveis og fleiri av teimum duttu inn á

Súsanna Sørensen, PR og Leisure Manager á Visit Faroe Islands, fortelur um Sheep View á Roadshow í Kanada og USA

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 43


Marknaðarføringsvirksemi 2016 gólvið til tiltakið, sum var sera hugnaligt. Mett varð, at undirtøkan var góð, tá hugsað verður um, at fleiri av teimum høvdu koyrt millum ein og tveir tímar fyri at taka lut. Føroyski kokkurin Áki Herálvsson gjørdi lekkran mat úr rávørum úr Føroyum, m.a. jákupskel, laksi og lambskjøti, og Føroya Bjór og Dism lótu drykkivørur til tiltakið. Eins og til onnur líknandi tiltøk, høvdu vit valt at biðja ein persón úr landinum, sum hevði verið í Føroyum, halda framløgu. Í hesum førinum var tað Tobias Meier, fotografur, sum hevur verið í Føroyum og tikið myndir og var sera hugtikin av upplivingunum, sum hann hevði havt í Føroyum. Hann vísti eisini fleiri av góðu myndunum frá túrinum. Føroyski tónleikarin Benjamin Petersen hevði eina sera inniliga framførslu á tiltakinum. Síðan fóru øll til dystin. Tiltakið eydnaðist sera væl og gav veruliga luttakarunum ein smakk av Føroyum sum land, mentan og ferðamáli. VFI og sam­starvs­felag­ar fingu skapt áhuga og eisini sambond við nýggjar ferðasmiðir. SKANDINAVISK VERKSTOVA, PARÍS, 17. november

Atlantic Airways, Greengate og Visit Faroe Islands tóku lut á skandinaviskari verkstovu í París. Vit tóku lut fyrstu ferð í 2016 og funnu út av, at tað var stórur áhugi fyri Føroyum, tí varð avgerð tikin um, at taka lut aftur í ár. Tiltakið var eins og í fjør sera væl vitjað, men tað vóru eisini fleiri lond, sum tóku lut, og tí størri “kapping” at tosa við ferðasmiðirnar. 44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


ร rsfrรกgreiรฐing 2016 / Visit Faroe Islands - 45


Marknaðarføringsvirksemi 2016

Levi Hansen, Content Manager á Visit Faroe Islands, fortelur um Sheep View á ráðstevnu í Brussel Ein tekning, sum bleiv gjørd á ráðstevnuna í Brussel út frá tí, sum bleiv sagt um Sheep View

Vit høvdu øll fleiri góðar fundir, millum annað við fleiri spenn­andi ferðasmiðir, sum serliga vóru áhugaðir í gongu­ferðum og øðrum náttúru­upplivingum. Eini 40 fyritøkur og luttakarar vitjaðu workshoppina, sum aftur í ár stað­festi, at tað er ein rættiliga stórur áhugi fyri Føroyum sum ferðamáli í Fraklandi. Fleiri ferðasmiðir vórðu boðin við til Visit Faroe Islands átakið í apríl 2017.

Rúna Erlandsdóttir, søluleiðari á GreenGate Incoming, á skandinavisk verkstovu í París 46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

DIGITAL TOURISM THINK TANK GLOBAL, RÁÐSTEVNA Í BRUSSEL, 1-2. desember

Umboð fyri Visit Faroe Islands vóru boðin til Digital Tourism Think Tank Global ráð­ stevnu­na í Brussel at fortelja um Sheep View 360°. Umleið 250 fólk, sum arbeiða innan ferða­vinnu kring heimin, luttóku á ráðstevuni. Um­boðini fyri VFI fingu nógvar aftur­ meldingar frá fólki um, hvussu væl teimum dámdi Sheep View 360° átakið. Næstan øll kendu til verkætlanina gjøgnum umrøðu í altjóða miðlum.


Føroyar sum fiskiland

Hetta var eitt frálíkt høvi at fortelja um Sheep View 360° og at fáa íblástur frá øðrum fyrilestrarhaldarum um ymisk øki innan altjóða ferðavinnu. FØROYAR SUM FISKILAND Sum ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri serligar áhuga­ bólk­ar hevur Visit Faroe Islands, sum eina roynd, marknaðarført Føroyar sum fiski­ ferðamál. Avtala er gjørd við Fishing with Blástein, sum bjóðar fiskiferðir við báti úr Vestmanna. Samstarvið hevur í 2016 fevnt um vitjanir av

útlendskum miðlafólkum, sum hava verið í Føroyum og fiskað, og luttøku á fiskimessu í Magdeburg í Týsklandi um heystið, har Blástein hevði bás í samstarvi við Smyril Line og Visit Faroe Islands. Eini 7000 fólk vitjaðu messuna, sum hevði bás við fiskimynd við brandinum og sjónvarpsskerm, sum vísti film um at fiska í Føroyum. Áhugin fyri Føroyum var stórur bæði frá fólkum, sum kendu til Føroyar frammanundan, men eisini frá fólkum, sum onga vitan høvdu um Føroyar sum ferðamál.

Týsk­landi sendir út. Tíðindabrævið verður sent út fýra ferðir um árið til 1.500 fólk, ið hava serligan áhuga í at fiska. Umframt eitt blað, sum hevði eina høvuðssøgu um Føroyar, vóru eisini minni tíðindi um Føroyar í hinum tíðindabrøvunum. Fokus í tíðinda­ brævinum hevur verið á havfisking. Mett verður, at tað ikki fæst nóg nógv burturúr hesi íløguni og tí er avgerð tikin um, ikki at halda fram við samstarvinum innan fiskiøkið.

Føroyar hava eisini verið partur av tíðinda­ brævi um fisking, sum Visit Denmark í Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 47


Marknaðarføringsvirksemi 2016 2015

Onnur átøk BÓKAMESSUR Í LONDON, GØTEBORG OG FRANKFURT, APRÍL/SEPTEMBER/ OKTOBER FarLit verkætlanin varð sett í verk fyri at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum. Tað er eitt samstarv millum Bókadeildina, Nám, Sprotan, Fróðskap og MSF. FarLit var á London Book Fair 12. - 16. apríl, Gøteborg Book Fair 22. - 25. september og Frankfurt Book Fair 19. - 23. oktober. VFI hevur valt at taka lut í hesum samstarvi fyri at nýta høvi at gera vart við Føroyar sum ferðafólkaland í einum høpi, har tað ikki er kapping við onnur ferðavinnutilboð, sum tað t.d. er á ferðavinnumessum. VFI hevði ikki egið umboð til messurnar, men básfólk við ferðavinnubakgrund umboðaði VFI. Umleið 100.000 vitjaðu messuna í Gøteborg, og 275.000 vitjaðu í Frankfurt. Básurin varð bygdur við vøkrum myndum úr Føroyum, og tað fekk nógv vitjandi at steðga á og fáa meira at vita um landið. Hetta tiltak varð stuðlað gjøgnum krónu fyri krónu stuðulsjáttanina. 48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

KUNNINGARFERÐIR FYRI LEISURE FERÐASMIÐIR Ein týðandi liður í arbeiðinum at markn­að­ar­ føra Føroyar sum ferðamál er at bjóða ú­tlendskum ferðasmiðum á kunningarferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar FAM-túrar (familiarization tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og gistingarhús. Hetta vísir seg at vera ein sera góður háttur at vísa viðkomandi ferðaskrivstovum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál. Í 2016 HEVUR VISIT FAROE ISLANDS HAVT VITJAN AV 33 FERÐASMIÐUM OG SØLUFÓLKUM ÚR FIMM LONDUM, IÐ ARBEIÐA VIÐ LEISURE FERÐAVINNU. 4. – 6. apríl vitjaðu 2 umboð fyri danska incoming felagið Balder. 6. – 8. apríl skipaðu Atlantic Airways og Visit Faroe Islands fyri vitjan av sølufólkum úr Danmark. 18 fólk vóru við á túrinum.

1. – 5. mai høvdu vit vitjan av umboði fyri hollendska ferðasmiðin Ideal Tours. 28. – 31. august vitjaði umboð úr Asia gjøgnum danska incoming felagið RTS Scandinavia, sum serliga selur til Fjareystur. 5. – 6. september vitjaðu 2 umboð fyri enska ferðasmiðin Untravelled Paths. 9. – 12. september skipaðu Atlantic Airways og Visit Faroe Islands fyri vitjan fyri sølufólkum úr Stórabretlandi. 5 fólk vóru við á túrinum. 12. – 14. september vitjaðu 2 umboð fyri danska incoming felagið Samson Travel. 30. august – 4. september vitjaðu 2 umboð fyri svensku ferðaskrivstovuna Favorit Kultur och Temaresor.


ร rsfrรกgreiรฐing 2016 / Visit Faroe Islands - 49


Vinnuferðavinna

Málrættaður innsatsur gevur vøkstur – men leiðin er tung Fyri vinnuferðavinnu hevur 2016 verið enn eitt ár við málrættaðum og fyrimyndarligum innsatsi frá MICE netverkinum. Bólkar byrja nú at bókast inn og hóast 2016 ikki var merkt av stórum vøkstri, so merkir netverkið longu nú vøkstur fyri 2017, 2018 og 2019. Stórar avbjóðingar eru í vinnuferðavinnu. Hóast hesi ferðafólk spyrja eftir fleiri av somu ferðavinnutilboðum sum vanlig ferðafólk, so eru tey alt meiri krevjandi bæði í sølu­til­gongd­ ini og eisini, tá bólkurin er komin til Føroyar. Samstundis gevur hesin kundabólkur meiri inntøkur per persón, so hóast innleiðandi avbjóðingar hava verið stórar, so hava ymisku fyritøkurnar í netverkinum valt at raðfesta málbólkin. SØLUMENNING Gjøgnum alt árið 2016 hevur málrættað verið arbeitt við sølumenning av sølu­fólk­un­ um í MICE netverkinum. Árið byrjaði við skeiði hjá Meeting Professionals Inter­nati­ onal, EMEC 2016, í Keyp­manna­havn, har 6 fólk luttóku. Hetta var í stóran mun framhald av Meetovation skeiðnum í 2015. Síðani hava bæði Steen Møller, sum hevur drúgvar royndir frá td. Kuoni og Tumlare innan DMC arbeiði, eins og Jo­hanna Fischer frá týska 50 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

samstarvsfelaga okk­ara TMF Dialogue, havt søluskeið við netverkinum. Eisini hildu Meetovation skeiðini áfram soleiðis, at vit í dag kunnu siga, at øll MICE fólkini í Føroyum eru góðkendir meetovators. Hetta verður nú aktivt brúkt í okkara markn­aðarføring, har Visit Faroe Islands saman við Shisa Brand hevur ment eitt koncept, har vit brúka partar úr Føroysku náttúrini til at skapa innihald í fundum. MEETOVATION Á FØROYSKUM Meetovation snýr seg í stuttum um at skapa innihald á fundum við at brúka hesi element: 1. Virknar luttakarar 2. Ábyrgdarfullar fundir í mun til mat og burðardygd 3. Kreativt set-up 4. Lokalan íblástur 5. Return-on-investment Hetta ger, at okkara MICE vinna er heilt frammi í skónum, tá tað kemur til fundarsnið, og eisini ger tað okkum før fyri at veita eitt enn betur “Return on investment” fyri okkara fundarluttakarar. Hetta eigur í longdini at leiða til størri inntøkur til okkara í formi av meirsølu og afturvendandi sølu.

Fundarsniðið er bygt á fiskin, sum svimur í sjónum, við nytrum frá toski, har spælið at Nytra kann brúkast sum “energizer” á fundum, t.d. aftaná frokost. Síðani er tað seyðurin á landjørðini, har ullin verður brúkt til mótarætt snið í form av stjørnutroyggjuni hjá Guðruni og Guðrun, sum er avmyndað á lítlar blokkar, sum fundarluttakarar skriva niður á. Varðin, sum vísir okkum vegin eftir gomlu bygdagøtunum, er eisini fluttur inn í fund­ arhøli, har bundnir steinar fyltir við ull verða lagaðir upp á fundarborðið eins og ein varði. Hetta kann brúkast sum massasju­bóltur ella sum tíðsfordrív til tey, sum hava tørv á tí. Síðani er tað bólkakonseptið við fuglum, har 6 ymiskar fuglapersónsmenskur eru skaptar. Hesar eru: • Lundi • Tjaldur • Fuglakongur • Skarvur • Súla • Ravnur Hesar hava fingið sera vakrar yrkingar knýttar at sær, sum Sjúrður Gullbein hevur


Keyparar á IBTM vóru hugtiknir av Sheep View filmunum

Maria Christiansen, Theresa Turidardóttir Kreutzmann og Nancy Justinussen væl upplagdar á føroyska básinum

skrivað og sum eru frítt umsettar til enskt eftir Kristinu Gry Berg. Fuglakonseptið kann brúkast til at bólka luttakararnar við eftir spurningum og gerast teir síðani ein fuglur. Hetta ger tað fyri tað fyrsta nógv lættari at handfara størri bólkar í einum so lítlum ferða­máli, eftirsum tú hevur ein fugl í hvørjum bussi, í hvørji matstovu, osfr. Men eisini ber til at bólka tey í bólkaarbeiði, har ein av hvørjum fugli er í hvørjum bólki. Hetta fær fund­arluttakararnar í nógvar stuttligar støður, sum virðisøkja upplivingina við fundinum í Føroyum. At enda, kann hvør fundarluttakari skriva eitt postkort til sín sjálvs við sínum egna fugli, og eisini ber til at geva fundar­ luttakaranum gávur við sínum egna fugli skorin í træ.

Í MICE NETVERKINUM ERU HESAR FYRITØKUR: • Visit Faroe Islands • Visit Tórshavn/Tórshavnar Kommuna • Atlantic Airways • Hotel Føroyar • Norðurlandahúsið • Hotel Hafnia • Greengate Incoming • Hadler DMC Faroe Islands • North Atlantic Xperience • MICE Faroe Islands • RIB 62

Tað nýggjasta innan fundarvinnu var at hoyra á messuni Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 51


Vinnuferðavinna 2. Noreg Í Noregi hava vit gjørt eitt drúgt marknaðararbeiði í 2016, har vit hava luttikið á tveimum workshops, sjálvi skipað fyri einari workshop í Bergen, verið á sølutúrum og havt ein FAM-bólk við 15 fólkum á vitjan. Stór og góð úrslit eru komin burtur úr hesum, hóast onkrar bókingar liggja heilt frammi í 2018. Atlantic Airways hevur í sera stóran mun verið við til menningina og vøksturin á norska marknaðinum, saman við teirra GSA Discover the World, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði.

1. Danmark MICE netverkið luttók á stóru fundarmessuni í Forum í Keypmannahavn, sum nevnist Mødeog Eventmessen. Í sambandi við messuna varð eisini skipað fyri stórari workshop á Norðuratlants Bryggjuni, har umleið 40 keyparar luttóku. Eisini hava vit verið á tveimum sølutúrum, sum vórðu samskipaðir av Kursuslex. Afturat FAM-túrinum, sum varð gjørdur í mai mánaða, so hevur arbeiðið á danska marknaðinum verið rættuliga drúgt, og vit merkja eina broyting millum danskar fyritøkur, har tey meiri byrja at síggja Føroyar sum eitt spennandi ferðamál, sum er tað, vit hava arbeitt fram ímóti í fleiri ár. Fleiri bókingar eru at síggja frá danska marknaðinum.

Reykjavík

Faroe Islands Bergen Edinburgh

Aalborg Billund

Barcelona

Copenhagen

Palma de Mallorca

3. Svøríki Á svenska marknaðinum hava vit luttikið á sølutúrum saman við Visit Denmark, sum hava verið sera áhugaverdir. Eisini hava vit luttikið á workshop í Stockholm saman við Atlantic Airways, og á eini workshop í Malmø. Svenski marknaðurin er sera opin fyri Føroyum, tí sviar eru roynd ferðafólk, sum als ikki eru bangin fyri ókendum ferðamálum. Kortini hevur tað víst seg, at bókingarnar hava ligið heldur lágt, og hava vit fingið at vita, at hetta er orsakað av, at sviar vita ov lítið um Føroyar. PR-deildin hjá Visit Faroe Islands hevur tí arbeitt miðvíst við at broyta hetta, og seinasta árið hava Føroyar verið í flestu størstu og mest viðkomandi svensku miðlum. Hetta hevur bøtt almikið um okkara støðu á svenska marknaðinum og fer hetta helst at vísa eitt úrslit skjótt. 52 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


4. Bretland Arbeiðið á bretska marknaðinum helt á fram í 2016, har vit hava verið á sølutúrum, verið við á stóru messuni The Meetings Show og verið við til eina stóra workshop á London Bridge, sum varð fyriskipað av Visit Denmark. Føroyar sum MICE ferðamál er enn nýtt á bretska marknaðinum, og bretar hava siðvenju fyri at fara suðureftir til heitari ferðamál. Hetta merkja vit enn, men hava kortini fingið sambond við event bureau’ir, sum eru áhugað í einum ferðamáli norðanfyri, sum hevur ein høgan kvalitet. At vit megna eftirspurningin eftir kvaliteti mangla vit at prógva, og verður hetta í 2017, tá vit fara at skipa fyri FAM-túrum úr Bretlandi.

5. Týskland Áhugin úr Týsklandi er áhaldandi stórur, og fleiri bókingar eru longu frá týska marknaðinum. Vit hava aftur luttikið á stóru altjóða messuni IMEX, har vit í 2016 hava luttikið saman við Visit Denmark. Eisini hava vit luttikið á sølutúri saman við TMF Dialogue í Munchen, og harafturat høvdu vit ein sera væleydnaðan FAM-túr við 10 týskum keyparum. Á týska marknaðinum hava vit eisini havt nakað av PR umrøðu, serliga á online miðlum, har tað varð bloggað um FAM-túrin í Føroyum, eins og aðra umrøðu í prentaðum miðlum.

MARKNAÐARARBEIÐI Í 2016 hevur MICE netverkið arbeitt serliga á teimum 5 nærmarknaðunum: í Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi og Bretlandi. Árið hevur verið merkt av miðvísum søluarbeiði, har vit millum annað hava móttikið umleið 40 útlendskar keyparar her heima á væl­eydn­ að­um FAM-túrum. Eisini røkkur netverkið al­tjóða MICE marknaðinum á stórari sølu­messu í Barcelona. AMBASSADØRNETVERKIÐ 2016 var eisini árið, har vit stovnaðu okkara ambassadørnetverk. Stóri dagurin var tann 18. mars, har vit høvdu bjóðað 80 am­bassa­ dørum í Norðurlandahúsið til introduktión og stovnan av netverkinum. Knapt 50 am­ bassa­dørar møttu upp til hendan dagin og síðani hava meginparturin av teimum fingið teirra ambassadørprógv. At ambassadørarnir eru til dystin fús merktiskt beinanvegin, og hópin av tiltøkum hava longu verið ella liggja á skrá til komandi árini. Størri og minni fundir, ítróttarkappingar, ráðstevnur, osfr. Av tiltøkum, sum longu hava verið, kunnu nevnast tvær ráðstevnur hjá Starvsmannafelagnum, ein fundur um burðardygd hjá Setrinum, ein ráðstevna um burðadygga orku hjá SEV, endaspæl til VM í endaspæl til VM í hondbólti og flogbólti og altjóða kapping í talvi, bara fyri at nevna nøkur dømi úr stóru rúgvuni.

Til endamálið er gjørd ein ambassa­dør­ heima­síða, har ambassadørurin lættliga kann leita sær kunning, tá hann er í teirri støðu, at hann kann bjóða Føroyar fram sum fundarland. Har eru framløgur og filmar eins og ein kalendari, sum vísur nær ráðstevnur longu eru bókaðar inn. NÝGGJ HEIMASÍÐA Visit Faroe Islands hevur fingið eina nýggja heimasíðu í 2016, og partur av hesum arbeiði var eisini ein nýggj MICE heimasíða. Heimasíðan var klár til stóru messuna í Barcelona, og hevur hópin av kunning til keyparan. Millum annað er ein langur listi av aktivitetum, sum eru væl egnað til fundarella incentivekundan. Eisini gevur heimasíðan nøkur boð uppá ein fundartúr, ráðstevnutúr ella incentivetúr til Føroya, har útgreinað skrá liggur inni saman við tí veitara, sum bjóðar hetta fram. Av øðrum innihaldi kann nevnast kunning um okkara Meetovation produkt.

Av stórum tiltøkum í framtíðini eru fleiri ráðstevnur bókaðar til 2017 og 2018, har tríggjar av teimum eru læknaráðstevnur við okkara ambassadørum. Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 53


Marknaðarføringsvirksemi 2016

Talgildir miðlar VISITFAROEISLANDS.COM Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum. Heima­síðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 2.000 og 4.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr Stóra Bretlandi, USA, Danmark, Týsklandi, Italia og Noregi. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð og onnur markn­aðar­ før­ings­átøk.

View 360° átakið byrjaði, har heimasíðan hevði millum 10 til 20 ferðir fleiri vitjandi enn vanligt. Hóast ávirkanin av Sheep View 360° átakinum, og serligu SheepView360.com undirsíðuni, var stór, hevði heimasíðan kortini eisini fleiri vitjandi áðrenn átakið bleiv sparkað í gongd. Alt hetta hevði við sær, at vitjunartalið á heimasíðuni var – enn einaferð – metstórt.

Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com endaði á 577.000 í 2016 . Hetta svarar til ein vøkstur á yvir 75% samanborið við árið fyri, tá 325.000 vitjaðu heimasíðuna, og næstan ein vøkstur á 500% í mun til 2012, tá samlaða vitjunartalið var á 112.000.

SOSIALIR MIÐLAR Arbeiðið við sosialum miðlum fór av álvara í gongd í 2013, og alt hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá.

Áhugin og vøksturin av nýggjum vitjandi var serliga stórur í tíðarskeiðinum, tá Sheep 54 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

Hyggur man eftir tíðini, sum tann vitjandi brúkar á okkara heimasíðu, og eftir hvussu nógvar síður viðkomandi blaðar ígjøgnum, sær tað út til, at vitjandi veruliga vísa stóran áhuga fyri Føroyum. Tað letur ikki til at vera samband millum hesar vitjanirnar og “twitt­er-stormar”, og onnur “anti-Føroyar” rák annars, sum hava verið á teimum ymisku sosialu miðlunum gjøgnum árið, sum serliga eru orsakað av grindadrápi.

Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veru­­liga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa.

Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga. Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunn­ing um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum møguligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið viðkomandi leitar eftir. Hetta arbeiðið, ið verður gjørt leypandi, inniber at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar, um at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og um at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta. Alt hetta er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum. Grundreglurnar um, hvussu ymiskt skal orðast og taggast á teimum sosialu miðl­ unum, hevði við sær, at okkara Sheep­ View­360 átak kom víða um, og gjørdi tað eisini lættari hjá móttakaranum at finna meira kunning um Føroyar.


Forsíðan á nýggju heimasíðuni

TAGS Ein av fleiri faktorum, sum eru avgerandi fyri at tilfar um Føroyar kemur rætt út er at tilfarið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar, ferðafólk og onnur verið í iva, um tann greinin og myndin ið tey leggja út á sosialu miðlarnar, skal taggast #Faroe, #Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands #TheFaroeIslands og so framvegis. Henda manglandi sameining av øllum tilfari um Føroyar undir einum felags tag, hevur leingi havt neiliga ávirkan á effekt og út­­breiðslu­na av kunningini um Føroyar á sosialu miðlunum. Serliga, tá tað leingi hava verið Anti-Whaling fólk, sum hava dugað

best at tagga Føroyar einsljóðandi, og harvið hava yvirdoyvt allan annað boðskap og myndir frá og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu, einsljóðandi tags. Tí hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri, at undirvísa føroyingin og føroyskar fyritøkur í at tagga sítt føroyska tilfar einsljóðandi undir #FaroeIslands. Hetta er gjørt bæði ígjøgnum lýsingaátøk, og ígjøgnum beinleiðis sam­ band við ávísar áhugabólkar, eitt nú Føroysk Fotolist á Facebook og gjøgnum ávís Insta­­gram tiltøk, sum Visit Faroe Islands hevur staðið fyri. Samanumtikið hevur hetta eydnast sera væl, og vit síggja longu nú, at hetta hevur haft stóra jaliga ávirkan. Næsta

lið í verkætlanini verður at fáa ferðafólkini at tagga eins væl, umframt at fáa miðlar og lyklafólk á sosialu miðlunum í Føroyum, at minnast til at nevna Føroyar á rættan hátt, á eitt nú enskum. FACEBOOK Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin. Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin. Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, náddi við ársenda 2016 yvir 125.000 fylgjarar. Hetta tal kann fleirfaldast, tá talan Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 55


Marknaðarføringsvirksemi 2016

er um vikuligar “reach-out”. Sostatt gjørdist hendan síðan tann skjótast vaksandi face­­book­síðan í 2016, og er nú næststørsta facebooksíðan í Føroyum (tann einasta sum er størri, er tónleikabólkurin TÝR, ið gjøgnum fleiri ár, hevur fingið sera nógvar útlendskar fjepparar. Vit síggja kortini, at “level of engagement” á teirra síðu er væl lægri enn á síðuni hjá Visit Faroe Islands). Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 1 %. Hetta merkir, at minni enn 1% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt “dáma” ella “deila” tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn tey annars Twitter

bert 1%. Hetta er eydnast væl, og royndirnar her frá hjálpa eisini á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni. PINTEREST Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Framyvir verður meira arbeiði lagt í, at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhugaverdar myndir út og skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkaranum meira virði. TWITTER Ein annar pallur er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu avmarkingar, ið Twitter hevur, við 140 teknum, men eisini tí, at VFI her merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi. Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum, sum so verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skræddaraseymað til júst Twitter. Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og mynda­fólk­ um. VFI hevur síðani kunnað sett seg í sam­band við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til hetta tilfar, sum VFI so kann nýta í egnum, sosialum kanalum. Hóast VFI hevur megnað at fleirfalda talið av fylgjarum á Twitter, so er ikki so lætt at meta

56 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

Instagram

um virðið av teimum, av tí at fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, sum brúka okkara kanal til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri. SNAPCHAT Snapchat er millum skjótast veksandi sosialu miðlar, og serliga eru tað tey heilt ungu, ið hava tikið hendan miðilin til sín. Hesin málbólkurin er ikki tann, ið vit royna mest eftir, og tí eri okkara Snapchat profilur minni virkin enn okkara Facebook og Instagram profilar. Vit meta, at okkara boð­skapir raka best og rætta málbólkin á hesum miðlunum. BLOGGAR Umframt omanfyri nevndu sosialu pallar, arbeiðir VFI við at fáa bloggarar til at umhugsa Føroyar, tá tey skriva um eitt nú eksotisk ferðamál ella hava myndarøðir við flottum náttúrumyndum. Hetta verður millum annað gjørt við, at VFI sendir teldupostar beinleiðis til fólkini handan bloggin, eins og myndir, greinar og leinkjur, við tí fyri eyga at læra hesi at tagga Føroyar og tess tilfar rætt. Hetta hevur eydnast sera væl higartil.


Instagram

INSTAGRAM Samstundis sum Instagram, við sínum +400 milliónum myndaelskandi brúkarum, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Insta­ gram profilur størri og størri týdning fyri okk­um og okkara kunning úteftir. Við flottari náttúru hevur Føroyar ein ser­stakliga sjónligan “boðskap” at fortelja. Á Instagram eru tað serliga myndir og tað sjónliga, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin ótrúliga væl til okkum, og til tann “boðskapin”, sum vit vilja fortelja um. Í samstarvi við Instagram serfrøðingum og professionellum myndafólkum, hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara Instagram konto, sum í 2016 fór frá at telja 25.000 til yvir 110.000 Instagram fylgjarar. Vit fáa sera nógvar fyrispurningar frá “Instagrammarum” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram konto). Nøkur av heimsins størstu Instagrammarum hava vitjað í Føroyum í 2016. Tilsamans vóru 55 Instagrammarar á vitjan farna árið. Vit

Bloggur um Føroyar

sleppa at nýta tær myndirnar, sum hesi taka meðan tey eru í Føroyum, m.a. á okkara egna Instagram. Í fleiri førum skipa vit fyri sokallaðum “take-overs”, har Insta­gramm­ar­ ar fáa atgongd til okkara konto og sjálvi leggja sínar myndir út. Hetta hevur víst seg at riggað sera væl. Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja teimum ávísu tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit rættiliga ná­greiniliga raka fólk við serligum áhuga fyri ymsum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum, og líknandi. SAMANUMTØKA Vit meta, at okkara arbeiðið á teimum ymisku sosialu miðlunum hevur gjørt sítt til, at vit uppliva, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum samlaðu vitjanartølini og talið av fylgjarum á okkara ymisku sosialu pallum veksur sera skjótt. Til stuttleika kann nevnast, at vit í fleiri førum hava fingið afturmeldingar frá ungum føroyingum, ið eru búsitandi uttanlands, ið siga, at okkara

marknaðarføringsarbeiði, herundir á sosialu miðlunum, hevur broytt teirra mynd av Før­­oyum til tað betra, og er við til at økja um hugin hjá teimum at flyta heimaftur til Føroyar. Vit vóna, at talið av vitjandi á okkara heimasíðu - og serliga talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum - heldur áfram at veksa í 2017, men vit vænta kortini ikki, at vøksturin verður líka stórur og skjótur sum í 2016. Orsøkin er tann, at bæði Facebook og serliga Instagram hava gjørt nógvar broytingar í 2016, sum ger, at tilfar, ið verður lagt út, ikki verður sæð líka nógv av brúk­ar­ um sum fyrr, uttan so, at tann, ið eigur Instagram kontuna, velur at rinda fyri, at tilfarið verður sæð av fleiri brúkarum. Hóast slíkar avbjóðingar, so metir Visit Faroe Islands, at sosialu miðlarnir framhaldandi fara at vera ein av okkara sterkastu pall­un­ um, tá tað snýr seg um, at breiða boðskapin um Føroyar víða um og at raka teir røttu málbólkarnir. Tískil verður eisini ein størri partur av fíggjarligu orkuni raðfestur til talgilda arbeiðið.

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 57


Marknaðarføringsvirksemi 2016

Faldarar Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, so eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum eins og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar til at senda til síni viðskiftafólk og til at hava við á messur, ið tær taka lut á. Faldarar verða eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við. TOURIST GUIDE OG KORT Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu prentaðar 60.000 Tourist Guides í 2016, sum allar eru uppi, tá árið er av. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað, og verða tey somuleiðis uppbrúkt eftir einum ári. Í 2016 vórðu 40.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis. FUGLAFALDARI Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí er stórur tørvur á einum fuglafaldara, ið fortelur um teir um ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum.

58 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016

Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Harafturat eisini kunning um, hvussu man ber seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum runt landið, á messum og workshops uttanlanda, ið VFI luttekur á. Eisini eru tað nógv ferðafólk ið bíleggja hann frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar. Uml. 10.000 fuglafaldarar eru deildir út í 2016. GONGUFALDARI Eftirspurningurin eftir gongufaldaranum, ið upprunaliga varð gjørdur til VNTM 2015, hevur víst seg at vera ovurhonds stórur. Gongufaldarin er, eins og alt annað tilfar VFI ger, í tráð við brandið. Faldarin er á enskum og donskum. Faldarin verður deildur út á

kunningarstovum runt landið, á messum og workshops, ið VFI luttekur á uttanlands. Eisini eru tað nógv ferðafólk ið bíleggja hann frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar. Nýggi faldarin hevur verið sera væl móttikin av okkara útlendsku samstarvspørtum. Uml. 16.000 gongufaldarar eru deildir út í 2016.

AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAR Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar sjálvar at hjálpa til meira við at marknaðarføra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum landi, ger, at vit kanska enn meira enn onnur lond øll eru ambassadørar fyri okkara land – óansæð um vit vilja tað ella ikki. Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi at kunningin er konsekvent, soleiðis at


FREE COPY

úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við at marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt, er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar.

TOURIST GUIDE 2016 www.visitfaroeislands.com

Hesir eru: TRAVEL PR VFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjøl­miðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi fyri eisini á tann hátt at skapa umrøðu um Føroyar.

Download the free app

FAROE ISLANDS TOURIST GUIDE

TG2016_UK.indd 1

8/21/15 7:24 AM

argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka um tey hava ætlanir um at halda fram­løgu um Føroyar, óansæð um ein er skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektivur háttur at marknaðarføra Føroyar. Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum - alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri Amboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni www. visitfaroeislands.com/vinna ALTJÓÐA SAMSTARV VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar

EHRENBERG KOMMUNIKATION Somuleiðis hevur VFI avtalu við týskt PR-bureau. Endamálið við samstarvinum er at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr Týsklandi. Samstarvið fevnir eisini um at fóðra týskar miðlar við tíðindum úr Føroyum. VISIT DENMARK Í ITALIA Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferðasmiðir, inngongd um Føroyar á italskum og sponskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark, luttøka á verkstovum o.s.fr. Visit Denmark í Italia hevur eisini ábyrgd av spanska marknaðinum, so samstarvið fevnir eisini um miðlavitjanir úr Spania og kunning um Føroyar á sponskum á heimasíðuni. VISIT DENMARK Í TÝSKLANDI Samstarvið við Visit Denmark í Týsklandi er um at senda út tilfar um Føroyar, umframt at hava tilfar so sum faldarar, kort og tílíkt við á messur og tiltøk í Týsklandi. Samstarvið fevnur eisini um kunning um Føroyar sum

áhugavert stað at fiska, gjøgnum tíðinda­ brøv, ið serliga venda sær til fiskiáhugað. VISIT DENMARK Í NOREGI Samstarvið við Visit Denmark í Noregi er um fjølmiðlavitjanir eins og felags innkeyp av lýsingarplássi, sum gevur Føroyum betri prísir, enn um Føroyar keypa tað sjálvi. VISIT DENMARK Í SVØRÍKI Samstarvið við Visit Denmark í Svøríki er eisini um fjølmiðlavitjanir eins og felags inn­keyp av lýsingarplássi, sum gevur Før­oyum betri prísir, enn um Føroyar keypa tað sjálvi. VISITDENMARK Í STÓRA BRETLANDI Samstarvið við VisitDenmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um at vit kunnu luttaka á teirra søluverkstovum, bæði innan frítíðarferðavinnu og vinnuferðavinnu. MICE Innan MICE-økið samstarva vit eisini við fleiri altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar. PROMOTE ICELAND OG VISIT GREENLAND Samstarvið millum NATA-londini er ment munandi seinastu árini, har vit serliga hava valt at luttaka á søluátøkum, ið Ísland ger. Hetta samstarv hevur givið okkum møgu­ leika at luttaka á tiltøkum og mark­naðum ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at luttaka á, m.a. USA.

Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 59


60 - Visit Faroe Islands / ร rsfrรกgreiรฐing 2016


ร rsfrรกgreiรฐing 2016 / Visit Faroe Islands - 61


Onnur tiltøk

Onnur tiltøk TÓRSHAVN MARATHON Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands samstarva við Tórshavn Marathon um at marknaðaraføra átakið við lýsingum í sosialu miðlunum. Í 2016 vóru 195 av teimum 500 luttakarunum útlendingar. Tey komu úr 20 ymiskum londum. Flest danskarar, men eisini heilt úr m.a. Kina og Russlandi.

NORDIC PERFORMING ART DAYS 2016 Norðurlendskir pall-listadagar vóru í Føroyum 24. – 28. mei 2016. Leikarafelag Føroya vóru vertir fyri hesum festivali, sum ferðast runt norðurlendsku londini og verður hildin annaðhvørt ár. Einir 200 leiklistafólk úr útlondum luttóku í festivalinum. Stuðul varð latin frá krónu fyri krónu stuðulsjáttanini.

Visit Faroe Islands metir at Tórshavn Marathon er ein sera góður máti at røkka einum ávísum málbólki, sum ferðast eftir marathon upplivingum.

G! FESTIVALURIN, GØTA, 16. – 18. JULI Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa umrøðu í útlendskum miðlum. Í fleiri ár hevur verið arbeitt nógv við at fáa útlendskar fjølmiðlar til tiltakið. G! Festival og Visit Faroe Islands samstarva kring fjølmiðlavitjanirnar. G! Festivalurin kann gerast ein týdningarmikil liður í, at marknað­ ar­føra Føroyar og er hetta eitt sera gott “reason to go” fyri at vitja Føroyar.

AUDIO GUIDE VFI hevur samstarvað við Johan Jacobsen, ið hevur ment ein audioguide ella audiogongutúr, ið tekur støði í ítøkiligum støðum og spennandi søgum. Sagt verður frá søgum um føroysk viðurskifti - gjarna søgu­ligum, siðsøguligum og mentanarligum tilfari. Hesin fyrsti audiotúruin er í Gamla Kirkju­garði. Hann er gjørdur við Óla Jacobsen sum heimildarmanni; tilfarið er síðan upplisið á enskum, innlisið og framleitt í studio við m.a. tónleiki. Stuðul varð latin frá krónu fyri krónu stuðulsjáttanini.

62 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2016


ร rsfrรกgreiรฐing 2016 / Visit Faroe Islands - 63


Unveil

the story of the islands

visitfaroeislands.com 64 - Visit Faroe Islands / ร rsfrรกgreiรฐing 2016


ร rsfrรกgreiรฐing 2016 / Visit Faroe Islands - 65


66 - Visit Faroe Islands / ร rsfrรกgreiรฐing 2016


Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands GUÐRIÐ HØJGAARD Stjóri

SÚSANNA SØRENSEN Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar

ANNLEYG LAMHAUGE Vinnuferðavinna

Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com

Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com

Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com

BÁRÐUR EKLUND Talgildir miðlar

LEVI HANSSEN Content og fjølmiðlar

Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com

Fartelefon: 50 32 65 levi@visitfaroeislands.com

Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum.

NEVNDIN HJÁ P/F VISIT FAROE ISLANDS: Johannes Jensen, Gist & Vist, formaður Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið Rúni V. Poulsen, Smyril Line Johanna av Bergi, Atlantic Airways Bjørgfríð Ludvig, Tórshavnar Kommuna Fríði B. Nielsen, Eystur Kommuna Oddbjørg Højgaard, Hotel Hafnia Jóhan Pauli Helgason, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið Ársfrágreiðing 2016 / Visit Faroe Islands - 67


Sniรฐ og uppseting: Sansir

Visit Faroe Islands Gongin 9 100 Tรณrshavn Tlf. +298 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.