Dvølja
-vitjar kreativa kvinnu Dvølja vitjar Annu, sum gjørdi dreym til veruleika og læt upp egnan blómuhandil.
Anna fylgdi barnadreyminum
Dvølja var og vitjaði nýggja, hugnaliga blómuhandilin Várperla í Runavík. Tað er Anna Hansen, sum eigur og rekur handilin. Navn: Anna Hansen Starv: Blommstur dekoartør Útbúgving: Dekoratør og Blomstur dekoratør
Hví valdi tú at læta upp egnan handil? Tað er ein dreymur, eg havi havt, síðan eg var barn.
Hví navnið: Várperla? Eg vildi at Yndis blóma: Fresia er vøkur tað skuldi verða Føroyskt, og eg fann blóma og luktar sera væl. tað í tí Føroysku blomsturbókin. Eg helt hetta navnið vera sera vakurt. Yndis litur: Er tað ein fresia so er tað hvítt og lilla, er tað ein onnur Hvat hevur Várperla at bjóða? blóma, so dámar mær væl leim. Vit hava nógv ymiskt at bjóða, so sum plantur, avskorin blomstur,
úti plantur, skjúlarar, vasar, úti krukkur, úti figurar, gávulutir og annað. Nær byrjaði tín áhugi fyri blóm um? Tað man verða tá eg var um 14 ára gomul. Fór í starvsvenjing hjá Tróndi Hansen, tá eg gekk í 10. flokki, og tað dámdi mær sera væl. Gert tú nakað við at fylgja við rákinum? Ja tað er eitt mást! Eg
havi verði á messum, og so haldi eg eisini okkurt blomstur blað. Eisini eru nógv at finna á netinum, og so luttaki eg eisini á skeiðum. Nú nærkast Valantine’s Day, fer Várperla at gera nakað serligt burturúr tí degnum? Vit hava bílagt blómur til dagin og so verður tað pyntað á ymiskan hátt.