Hugskot til barnadóp

Page 1

barnad贸pur



Kakan Tríggir hvítir lagkøkubotnar við sjokuláta- og hindberjakrem og daimkúlum í millum og fondant omaná. Hindberjakrem

400 gr hindber 1 pk róma sukur+vaniljusukur Kóka hindberini í ein minut. Síla vætuna frá. Píska róman og vend berini í róman, smakka til við sukur og vaniljusukur og legg í millum køkuna. Stroy daimkúlur oman á kremið. Sjokulátakrem

1 pk róma 100 gr ljós sjokuláta Hakka sjokulátuna. Koyr róman og sjokulát­una í eina grýtu. Sjokulátan skal smelta og síðani skal hetta rørast væl saman. Set kremið í kuldaskápið til tað er ordiliga kalt. Píska kremið og legg ímillum køkuna. Stroy daimkúlur oman á kremið.


Borðp Bamsur á ferð Set lítlar, fittar bamsur í smáar kurvar, bint eina sloyfu runt um kurvina. Koyr gávuband runt um tveir pinnar og fest teir á kurvina. Blás 5-6 vatnbalónir upp og set tær fastar ovast uppi.


prýði Borðkort Uttan er ein mynd av barninum, sum er tikin til høvið, sett á eina sprøkluta bakgrund, sett upp í photoshop elements. (Onnur forrit kunnu eisini brúkast) Innan er borðvers og matarskráin. Borðkortið er umleið 8x8cm og printað á hvít karton.

Smá fløgg Ymiskar lítlar myndir av høvuðspersóninum límaðar á grillspjót av træ. Set fløggini í kuvertbreyðið ella á køkur.



navnavimplar Um navnið eisini verður avdúka á dópsdegnum, er tað stuttligt at gera eitt sindur burturúr tí, so sum at gera hesar navnavimplarnar. Tann lætta: Keyp papír við ymiskum mynstri á, klipp tað í trýkantar og skriva ein bókstav á hvønn vimpil. Ger tvey hol í og drag eitt band í gjøgnum

Tann eitt sindur meira krevjandi: Set ymisk mynst­ ur saman í photoshop elements ella lík­nandi for­ riti. Halt teg til tveir litir, sum hóska saman. Skriva ein bókstav á hvørja mynstruta bakgrund. Printa út á ráhvítt papír og klipp í trýkantar. Ger eisini tveir vimplar við mynd á. Ger tvey hol í og drag eitt band ígjøgnum.


Smákøkur 150 gr mjøl 100 gr smør 50 gr flormelis 1 eggjablomma Formar til smákøkur. Her eru brúktir fótur og sutta. Blanda mjøl og flormelis saman. Smuldra smørið í. Koyr blommuna í og elt deiggið. Deiggi skal standa í kuldaskápinum í hálv­ an tíma, áðrenn tað verður rulla út. Forma síðani eini 32 smákøkur. Baka køkurnar á 200 hitastigum í 8 minutir mitt í ovninum. Glasur Rør flormelis, eitt lítið sindur av kókaðum vatn­i og fruktlit saman og smyr á køkurnar, tá tær eru kólnaðar.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.