Summardvølja 2012

Page 1

Dvølja

Summar 2012

Abba’sa skegg

4 uglur

Ís til summardagarnar

anno 2012



Innihald 4-5

Abba’sa skegg 6-7

Fondant 8-9

Uglur 10-11

Tea cup candle 12-13

Ísakalt 14

Babyteppi



Abba’sa skegg

anno 2012 Vaniljumuffins Uppskrift í Dvølju nr 1

Jarðber súltutoy uttan ber

Blenda súltutoy, ella brúka súltutoy frá “Den Gamle Fabrik” í dunki. Ger tvey hol í teir køldu muffinsarnar við einum stokki og sproyta súltitoy í holini.

Guff-krem

330 gr sukur 1 dl vatn 150 gr past. eggjahvítar Møguliga lit og smakk Koyr 300 gr sukur og vatnið í eina grýtu og kóka tað, til tað er 115 hitastig. Ikki røra í grýtuni. Píska hvítarnar og 30 gr sukur væl saman. Tá sukurvatnið er komið uppá 115 hitastig, verður tað stoytt í eggjahvítan í einari tunnari strálu. Píska samstundis. Píska til guffið er kalt og tilber at gera fastar toppar. Koyr smakk og lit í. Nú er guffið klárt at sproyta oman á køkurnar. Um tú eigur ein gassbrennari, kanst tú brenna guffið eitt sindur.




Ein ugla til iPad’in Ugla, broderað úr tógvrestum Hvítt kunstleður Ein stórur knappur Eitt bregda band Tak mát av tínum iPad ella farteldu. Klipp kunstleðri og ta broderaðu ugluna út í hóskandi stødd. Legg hetta rættu móti rættu og seyma saman. Set ein stóran knapp í framman og fest eitt bregda band aftan. Bandið verður smoygt uppum knappin, tá taskan skal latast aftur. Nú hevur tú eina smarta tasku til tín iPad ella farteldu.

Trýst her fyri at fáa mynstri til ugluna


Uglutroyggja

Tað siðbundna mynstri er her skift út við eina fitta uglu. Troyggjan er bundin úr ­grøn­um og gulum sirritógvi. Uglan sæst her omanfyri og bordin niðast á ermuni og bulinum er úr bók­ini “Føroysk bindingar­mynstur”. Fleiri ókeypis mynst­ur av uglum eru at finna á netinum. Eisini ber til at brúka mynst­ur av uglum til hama perlur at binda eftir.

Uglur úr perlum Uglan til vinstru er perlað á fimmkantaða plátu og uglan høgrumegin er perlað á runda plátu. Brúka uglurnar í hálsbandi, til lyklaring, fleiri uglur saman til uro, líma tær á ein hárboyla ella okkurt heilt annað.



Tveir gamlir te koppar Eitt gamalt stearinljós Møguliga ein veik Nakrar blómur

Tea cup candle

Sker stearinljósið í smærri bit­ ar. Um veikurin er nóg langur, verður hann eisini endur­n­ýttur. Koyr stearinljósbitarnar í eitt ílat, sum tolir nógvan hita og smelta stearinið yvir kókandi vatni. Bint veikin í ein pinn og legg hann oman á koppin. Stoyt tað smeltaða stearinið í koppin og læt stadna. Set nakrar blómur ein hin kopp­ in og dekka upp til ein góðan temunn við ljós og blómum á borðinum.



Ísakalt til teir heitu summardagarnar

Fríska frukt Fryst ber Plastik snapsagløs Íspinnar

Blenda fruktina, stoyt hana í snapsagløs. Set í frystaran í 2 tímar. Set ein íspinn í hvørt glas. Lat standa í frystara­ num eini 3 tímar.

Berini skulu vera tin­ aði, áðrenn tey verða blendað. Appelsinpuntarnir verða skornir sundur, og steinarnir tiknir úr, áðrenn hon verður blendað. Appelsinin kann eisini press­ast, so man bara hevur saftina.


Babyteppi

2 noða av pompon Rundstokk nr 3,5 Kasta 52 eygu uppá. Tvey eygu millum hvønn pompon. Bint aftur og fram til alt tógvið er uppi.

Teppi er umleið 60x80cm


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.