2 minute read

Føroyar fáa góð skotsmál frá okkara ferðafólkum

Ferðafólk eru væl nøgd við ferðaupplivingar í Føroyum sum heild, og ein stórur meiriluti tekur undir við, at Føroyar eru eitt spennandi ferðamál og ætla sær at venda aftur. Eisini er áhugavert at nevna, at nøkur av teimum sum hava vitjað Ísland, Noreg og Føroyar, siga, at av hesum trimum londunum, eru Føroyar besta staðið í løtuni, tí tey uppliva føroyingar sum fyrikomandi og hjálpsom og náttúran er serstakliga stórsligin.

Hetta vísur ferðafólkakanning, sum Gallup gjørdi fyri Visit Faroe Islands í 2022. Seinasta stóra kanningin er frá 2018 og tískil kunnu vit nú samanbera nøkur lyklatøl frá báðum kanningunum. Samanumtikið er ikki stórur munur og tølini eru enn høg og nøktandi.

Á einum stiga frá 1 til 5 vóru ferðafólkini biðin um at meta um hesi høvuðsviður skifti:

Virði fyri pengarnar

4.3

2018: 3.9

Nøgdsemi við upplivingarnar

4.7

2018: 4.8

Unbelievable, unspoiled and unexploited

4.2

2018: 4.4

Viðmæla øðrum at vitja Føroyar

4.7

2018: 4.8

Hv Fer Af Lk Velja At Fer Ast Til F Roya

Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var náttúran, djóralív og umhvørvið sum heild (62,7%), meðan 15,3% komu at vitja familju og kenningar, 6,2% søgdu Føroyar verða sítt dreyma ferðamál. Onnur svar vóru eitt nú til mentanartiltøk, í arbeiðsørindum ella vegna søgu og fornfrøði. Spurd um ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, svaraðu tey flestu (87,7%, í mun til 85,3% í 2018) “nei”, meðan 12,3% svaraðu “ja”. Av hesum sum svaraðu “ja” søgdu 20,5% at ov nógv ferðafólk vóru í Mykinesi. Onnur støð sum eisini vóru nevnd í hesum sambandi vóru; Tórshavn (19,2%), Gjógv (19,2%), Saksun (12,3%) og Tjørnuvík (9,6%).

Hva Ani Koma Fer Af Lkini

Flestu ferðafólkini í kanningini vóru úr Danmark (23,2%), meðan 10,4% vóru úr Fraklandi. Síðani komu ferðafólk úr USA/Kanada (10,4%), Tysklandi (6,1%), Italia (5,9%), Hollandi (4,9%) og Stóra Bretlandi (4%).

Vir I Fyri Penganar

Ein stórur meiriluti av ferðafólkunum (79%) hildu, at tey fingu virði fyri pengarnar. Kortini var minnilutin av ferðafólkunum sera greið um, hvussu tey kendu at hetta ikki var galdandi fyri tey. Ser stakliga nevndu tey at prísstøðið í Føroyum er alt ov høgt. Fleiri siga eisini, at gjald fyri gongd í haganum er ov misjavnt, tí tey rinda ymiskar prísir fyri nøkulunda sama slag av gongutúrum, uttan at fáa nakra veruliga tænastu fyri pengarnar, tí eingin ferðaleiðari ella onnur tænasta er við í prísinum. Nøkur av ferðafólkunum skjóta upp eitt eingangsgjald ella ein sámiligari prís, sum tey rinda, tá tey koma til landið. Onnur skjóta upp møguleikan at velja at rinda fyri ein, tveir ella fleiri túrar við til dømis komu til landið.

Anna

Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum søgdu at besta upplivingin var føroyska náttúran (56,5%), meðan 18,3% søgdu gongutúrar og eisini 7,7% søgdu at føroyska fólkið var besta upplivingin.

Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini (51,6%) og 76% ynskja at viðmæla eina ferð til Føroyar. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 13,4% søgdu, at príslegan var ov høg, 11,4% nevndu ov fáar matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, meðan 7,2% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 6,6% nevndu vantandi kunning og skelti til ferðafólk sum heild. Serstakliga nevndu tey skelting í samband við vegakervi, eisini skelti sum vísa til gongutúrar, caféir, matstovur, handlar, listasøvn og onnur søvn osv.

Fer Af Lkakanningin

Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2022. 595 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (80,2%) fóru fram á Tax Free økinum á flog vøllinum í Vágunum, meðan 19,8% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn. Øll kanningin hjá Gallup kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

This article is from: