8 minute read

Talgildir miðlar

Next Article
Vinnuferðavinna

Vinnuferðavinna

Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum, sum til dømis Google.

Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum.

Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com í 2021 var á 900.000 sambært skrásetingar gjørdar av Google Analytics Universal. Hetta talið var fallið til 297.000 í 2022. Fleiri orsøkir eru til hetta.

Ein stór orsøk er minkandi møguleikin fyri at sleppa at skráseta brúkarar og savna dáta. Hetta kemur av herdum GDPR krøvum, saman við at fleiri brúkarar velja møguleikan at nokta at lata sína vitjan kunna verða skrásetta

(cookies), sum so ávirkar møguleika hjá Analytics at heinta nágreinilig dáta til okkum.

Tøl frá øðrum amboðum, so sum Google Search Console vísur á, at sjálv vitjunartølini ikki eru minkað, men skrásetingarmøguleikarnir við verandi Analytics Universal er skerdir.

Visit Faroe Islands arbeiðir við at tillaga okkum til hesar broytingar, eitt nú við at skifta frá gamla Google Analytics Universal til nýggja GA4. Skiftið ger, at vit ikki eins væl kunnu samanbera tøl frá tí nýggju analytics skipanini við ta gomlu, men tryggjar okkum, at framtíðar dátur fylgja nýggju mannagongdinum fyri, hvussu dáta framyvir kann skrásetast og samanberast.

UM WHAT’S ON

Vilt tú vita hvat, hvør og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo

What’s On pallurin samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingin og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug heimasíða, umframt at hon er partur av heimasíðunum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands.

Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið er, hvar í landinum tað er ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.

Kunningin finst á føroyskum og enskum. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On fyri at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.

Tað er lætt og ókeypis at brúka og skráseta tiltøk á www.whatson.fo. Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak.

Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.

Tankin er ikki at noyða fólk at vitja www.whatson.fo fyri at fáa kunning um tiltøk. Heldur vilja vit, at fólk fáa kunningina á heimasíðum ella tíðindaportalum, sum tey brúka í for vegin. Tí samstarvar What´s On við Portal.fo og onnur.

Síðani What´s On pallurin lat upp í 2019 hava fleiri túsund tiltøk (events) og fleiri enn 500 støð (places) verið skrásett á What’s On. Vanliga eru 2/3 av brúkarunum av What´s On útlendsk ferðafólk og 1/3 føroyingar.

Í 2022 varð dentur lagdur á at víðarimenna What´s On, so skipanin handan What´s On, umframt brúkarin av skipanini í frontend, fáa fleiri hentleikar og førleikar. Henda verkætlan er ætlað liðug og klár til brúkaran á sumri 2023.

Kunningarskermar

Málið er at hava kunningarskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðandi har tey eru, og sum fortelja um støð nærhendis. Royndarverkætlanin við trimum skermum kring landið, millum annað á flogvøllinum, endaði í 2020. Vit lærdu nógv av hesum og hava síðani arbeitt við einari endaligari

Kunningaskermaloysn, har sniðuppgávan bleiv liðug í 2022, og forritanin skal verða liðug 2023.

Kunningarskermarnir vera at finna á øllum kunningarstovum, bensinstøðum, farstøðum og líknandi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og lætta um hjá starvsfólkum á støðum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku uppá at endurtaka kunning, sum ein kunningarskermur megnar.

SOSIALIR MIÐLAR

Tølini fyri okkara sosialu miðlar vísa, at vit í dag megna at røkka út betri enn tey flestu. Eitt nú fleirifalda betri enn miðal tølini fyri aðrar sosialar vangar. Til dømis liggur miðaltalið fyri sokallaða Engagement Rate (tal fyri hvussu nógv fólk viðmerkja, dáma og deila tilfar vit deila) fyri Instagram á 0,67% í miðal. Visit Faroe Islands Instagram konto megnar eitt Engagement Rate tal á heili 5,86. Hetta eru vit sera errin av.

Arbeiðið við sosialu miðlunum fór av álvara í gongd í 2013.

Hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá.

Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú

Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa.

Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli, fyri at skapa áhuga. Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunning um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum møguligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið viðkomandi leitar eftir.

Hetta arbeiðið, ið verður gjørt áhaldandi, inniber at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar, um at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og um at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta.

Alt hetta er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum.

Facebook

Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin. Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin.

Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, hevði í 2020 260.000 fylgjarar, 270.000 í 2021 og náddi upp á 280.000 fylgjarar í 2022. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan er um veruligt “reach ­ out”.

Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 0.06%. Hetta merkir, at minni enn 0.06% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt dáma ella deila tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta hevur eydnast væl, og royndirnar á Facebook hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni.

Instagram

Samstundis sum Instagram við fleiri enn 1.2 milliard myndaelskandi brúkarum, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Instagram vangi størri og størri týdning fyri okkum og okkara kunning úteftir.

Instagram kontan, hevði við ársbyrjan í 2020 242.000 fylgjarar, 260.000 við ársbyrjan í 2021 og 269.000 fylgjarar við ársendan av 2022. Tølini vaksa sostatt spakuliga, men støðugt hvørt ár.

Instagram er í 2022 farin frá at vera ein myndaplatformur, til í størri mun at umfata filmstilfar. Eitt nú eru smá flimsbrot ­ nevnd “reels” ­ vorðin ein alsamt størri partur av tilfarinum. Visit Faroe Islands hevur ­ í samstarvi við altjóða myndafólk/ content creators ­ skapt fleiri ymisk reels, um alt frá Grotto konsertum til gongutúrar og havsvimjing. Arbeitt verður framhaldandi við at menna hetta tilfarið.

Við flottari náttúru og serstakari mentan hevur Føroyar ein serstakliga sjónligan boðskap at fortelja. Á Instagram eru tað serliga myndir og filmur og tað sjónliga, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin sera væl til okkum, og til tann boðskapin, sum vit vilja fortelja um.

Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja ávísum tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit nágreiniliga raka fólk um við serligum áhuga fyri ymsum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum og líknandi.

Samst Rv Vi Altj A Myndaf Lk

Visit Faroe Islands fær árliga hundraðtals fyrispurningar frá myndafólki og ”content creators” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir og gera filmar, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram, Youtube, Facebook og a ðrastaðni). Í 2022 fingu vit 220 fyrispurningar frá bólkum og einstaklingum, harav fingu 47 játtandi svar. Tey sum fáa játtandi svar um samstarv við okkum, eru fólk vit meta hava eina dygd og ein stíl sum passar til okkara málbólk. Í samstarvi við hesi hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara sosialu miðlum, sum í dag tilsamans telja 566.000 fylgjarar.

Collaboration Hagt L

Tal av fyrispurningum

220

Samstørvini verða gjørd í tøttum samstarvi við veitarar í ferðavinnuni, sum eiga sín lut í at gongdin hevur verið so góð. Arbeitt verður miðvíst við at spjaða myndafólkini kring landið, og við at framleiða tilfar í trá við teir fýra hornasteinarnar í menningarætlanini fram ímóti 2025. Í 2022 er hetta komið til sjóndar í ymiskum temaum, eitt nú “Faces of the Faroe Islands”, uppsløg um mat og matmentan, Ólavsøkuna, “Faroe Islands with kids”, bygdagøtur, páskir, jólini, ull, Trom, o.s.fr. Landslagsmyndir fylla framvegis nógv, og samstundis verður arbeitt miðvíst við at vísa meiri fjølbroytt tilfar um Føroyar á sosialu miðlunum.

Pinterest

Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá.

Framyvir verður meira arbeiði lagt í at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhugaverdar myndir út, og at skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkarunum meira virði.

Tal av vitjanum 47

Twitter Og Linkedin

Aðrir pallar vit eru virkin á, tó í øðrvísi máta enn teir størru og meira sosialu miðlarnar eru Twitter og LinkedIn.

LinkedIn gevur okkum møguleika at røkka út til tey meira professionellu innanfyri ferðavinnu, menning, politikk, lýsingum og øðrum ser­áhugamálum.

Pallarnir hava báðir sínar fyrimunir tá tað kemur til røkka ein smalri málbólk, men eisini sínar teknisku avbjóðingar, har Twitter einans letur ein skriva við maks 280 teknum, og LinkedIn avmarkar mynda ­røð brúk.

Ágangurin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi møta vit á øllum pallum, men serliga á Twitter gevur hetta okkum avbjóðingar.

Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter og LinkedIn, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum – tilfar, sum verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skraddaraseymað til júst Twitter ella bara til LinkedIn.

Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólkum. VFI hevur síðani havt møguleikan at sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til tilfarið, sum VFI so kann nýta á egnum, sosialum pallum.

Hóast VFI hevur megnað at fleirfalda talið av fylgjarum á Twitter, er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, sum brúka okkara pall til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri.

Hóast tølini á LinkedIn (fylgjarar og likes) er lægri enn á øllum øðrum pallum, so taka vit tó har ein týdningarmiklan mál bólk og týdningurin av hesum veksur hvørt ár.

Snapchat Og Tiktok

Snapchat er seinastu árini vorðin ein tíðandi miðil. TikTok er síðani komið afturat og er nú millum skjótast veksandi sosialu miðlarnar. Tað eru serliga tey heilt ungu, ið hava tikið hesar miðlarnar til sín. Hesin málbólkurin er ikki tann, ið VFI nýtir nógva orku uppá, og tí eru okkara Snapchat og

TikTok vangar minni virknir enn okkara Facebook og Instagram vangar. Í skrivandi løtu verður mett, at okkara boðskapir raka rætta málbólkin á øðrum miðlum enn

Snapchat og TikTok, hóast vit halda gott eyga serliga við TikTok.

Samanumt Ka

Okkara arbeiði á teimum ymsu sosialu miðlunum hevur meir enn nakað annað gjørt sítt til, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum flestu lyklatøl, harundir talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi peika rætta vegin.

This article is from: