2 minute read

Frítíðarferðavinna

Yvirlit

yvir marknaðarføringsvirksemi í 2022

PR-ÁTAK: IMAGINE THE FAROE ISLANDS

Visit Faroe Islands hevur undanfarin ár gjørt eitt stórt marknaðarføringsátak um árið, tó hevur hetta verið órógvað nakað av korona.

AI tøknin hevur ment seg nógv síðstu árini, og á sumri í 2022 var nógv tosað um nýggja skipan, sum kundi geva eitt boð uppá, hvussu málningar eftir heimsins stóru listafólkum høvdu sæð út út frá stuttum tekstbroti, sum var tøppað inn í skipanina.

Tað var upplagt at nýta hesa tøkni til eitt lýsingarátak. Átakið fekk navnið /Imagine og spurdi hvussu Van Gogh, Matisse, Rembrandt og onnur høvdu málað Føroyar, um tey vistu at Føroyar vóru til og høvdu verið her. Avtala varð gjørd við Listasavnið um at hýsa fyrstu framsýning í heiminum við myndum, sum bara vóru gjørdar av AI. Samstundis fingu tey, sum vitjaðu á Listasavninum høvi at gera teirra egnu myndir. Harumframt gjørdi Visit Faroe Islands eitt átak á instagram, har fólk kundu biðja um at fáa eina mynd gjørda. Myndin var so løgd út á instagram og taggað við navninum hjá tí, sum hevði biðið um myndina. Tað var sera stórur áhugi fyri hesum, og yvir 10.000 myndir vóru gjørdar teir dagarnar, átakið koyrdi.

Sum við øllum átøkum hjá Visit Faroe Islands var talan um eitt PR átak, tvs at ongar lýsingar vera keyptar, í staðin verða tíðindaskriv send til viðkomandi miðlar á marknaðunum, sum Visit Faroe Islands arbeiðir á. Átakið eydnaðist væl og førdi til umrøðu í 250 greinum í serliga Danmark, Stórabretlandi og USA. Tað var serliga stuttligt, at síggja at Smithsonian, sum er viðurkendur amerikanskur miðil um list fortaldi um /Imagine átakið og listaframsýningina á Listasavninum.

VFI 2022, ÁTAK Í FØROYUM, 28 APRÍL TIL 1 MEI

Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni, har útlendskir ferðasmiðir verða boðin til Føroyar, soleiðis at tey sjálvi uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um framløgur og verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentanarligum upplivingum og útferð.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni, har bæði inoming, útferðaveitarar og bussfeløg eisini eru við til gera tað gjørligt.

40 føroyskar fyritøkur tóku lut, og tað var stuttlig at síggja, at eisini nýggir aktørar eru við. Útlendsku ferðasmiðirnir fáa veruliga høvi at hitta allar partar av føroysku ferðavinnuni til átakið.

Í 2022 varð sjálv verkstovan hildin í Løkshøll í Runavík, og miðmálið var í Skótahúsinum, so gestirnir fingu ein gongutúr í vakra økinum millum Skótahúsið og Løkshøll. Um kvøldið var døgurði í Siloini á Vestari Bryggju, har tað vóru ein røð av mentunarligum innsløgum.

Áhugin hjá útlendskum ferðasmiðum at taka lut var sera stórur, og av tí at royndir vísa, at einir 50 ­ 60 luttakarar er eitt hóskandi tal, vóru fleiri, sum ikki fingu høvi at vera við.

Ferðasmiðirnir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Belgia, Hollandi, Sveis, Italia, Spania, Fraklandi og USA. Eins og undanfarin ár, vóru eftirmetingarnar av átakinum sera góðar.

Trom

Sjónvarpsrøðin Trom, sum er fyrsta sjónvarpsrøðin, sum er upptikin í Føroyum, varð sýnd á stroymingartænastuni

ViaPlay 13. februar. Visit Faroe Islands stuðlaði røðini fíggjarliga, tí hetta er eitt gott høvi at vísa á Føroyar sum ferðamál. Umframt at vera víst á ViaPlay varð Trom eisini víst á Arte í Týsklandi og Fraklandi og BBC, sum báðar røkka okkara málbólkum. Norðurlendskar krimirøðir eru sera væl umtóktar bæði í Evropa og partvís USA, og tí var tað gleðiligt, at Føroyar fingu sína egnu krimirøð, sum er grundað á bøkur hjá føroyskum rithøvundi og sum er framleidd í Føroyum.

This article is from: