3 minute read
Altjóða samstørv
VFI hevur knýtt samstørv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar.
Travel Pr
VFI hevur avtalu við enskt PRbureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi, fyri at skapa umrøðu um Føroyar á tann hátt eisini.
Visit Denmark Italia
Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferðasmiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark, luttøku á verkstovum, o.s.fr. Visit Denmark í Italia hevur eisini ábyrgd av franska marknaðinum, so samstarvið fevnir eisini um miðlavitjanir úr Fraklandi.
Visitdenmark St Ra Bretlandi
Samstarvið við VisitDenmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um luttøku á teirra søluverkstovum innan vinnuferðavinnu.
MICE
Innan MICEøkið samstarva vit eisini við fleiri altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar.
Visit Iceland Og Visit Greenland
Samstarvið millum NATAlondini er ment munandi seinastu árini. NATA hevur m.a. sett ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Visit Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum arbeiða við felags marknaðarføringsátøkum fyri londini. Hetta samstarvið hevur givið okkum atgongd til tiltøk á marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á.
Onnur samstørv
UN ÉCLAT DE SOLEIL, PARÍS, JANUAR TIL MARS
Í januar lat stór føroysk myndlistaframsýning upp í
Paris við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálv av Reyni í hølunum Le Bicolore í La Maison du Danemark á Champs Élysées.
Framsýningin bar heitið ”Un éclat de soleil”, ið er bygt á sálmin hjá Kingo "Sum ígjøgnum sortar skíggja, kemur fram hin gylta sól". Kinna Poulsen var kurator fyri framsýningina.
Listaframsýningin var partur av føroyskum mentanar átaki í Paris, ið varð fyriskipað av Uttanríkis og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark og Visit Faroe Islands.
Umframt listaframsýningina fevndi átakið um eina røð av føroyskum tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið vóru í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022. Tiltøkini vóru fyriskipað í samstarvi við ávikavist FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum var at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanar samstarv millum Føroyar og Frakland.
Tað var upplagt at nýta hetta høvi, har Føroyar vóru í fokus í París, at gera vart við Føroyar sum ferðamál, nú
Atlantic Airways hevur beinleiðis flog til París fleiri ferðir um vikuna. Skipað var fyri døgurða við føroyskum rávørum fyri ferðasmiðir saman við Atlantic Airways og fyri miðlum. Miðlarnir vóru eisini boðnir til konsert hjá Eivør, sum var í donsku kirkjuni beint við. Døgurðarnir vóru sera væl eynaðir og hittu vit eina røð av viðkomandi ferðasmiðjum og miðlum.
Í samband við mentunarátakið í París var avtala gjørd við PR fyritøku um at finna instagrammarar, sum kundu vísa á tiltøkini í La Maison du Danemark fyri at royna at marknaðar føra framsýningina á tann hátt.
Instagrammarnir vóru eisini boðin til Føroyar á vitjan fyri at knýta Føroyar sum ferðamál í samstarvið.
G! FESTIVALURIN, GØTA
14. – 16. JULI
Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa útlenskar miðlar til G! og harvið umrøðu í útlendskum miðlum. Endamálið er at fáa eitt ávíst tal av útlendskum gestum til festivalin. G! Festivalurin og Visit Faroe Islands samstarva um fjølmiðlavitjanirnar og um vitjanir av myndafólkum, sum umframt at taka myndir, eisini gera filmar, alt fyri at fáa boðskapin um G! Festivalin út í heim.
FIMFF
4. – 5. SEPTEMBER
Visit Faroe Islands hevur í nøkur ár samstarvað við filmsfestivalini FIMFF Faroe Islands Int’l Minority Film Festival um at fáa útlendskar miðlar til festivalin. Í 2022 tók umboð fyri danska blaðið og heimasíðuna Out & About lut.
Tjan Oyggjar Adventure Festival
7. – 11. SEPTEMBER
Visit Faroe Islands hevur samstarvað við Átjan Oyggjar Adventure Festival, sum varð hildin á fyrsta sinni í september 2018 undir navninum Útilív Adventure Festival. Talan er um ein festival, har luttakararnir kunnu velja ímillum fýra ymiskar rennirutur í fjøllunum í Føroyum. Umleið 350 fólk tóku lut í 2022, samanborið við 230 fólk í 2018. Ein stórur meiriluti av luttakarunum vóru útlendingar, sum steðgaðu í miðal 6 dagar. Í gestanætum gevur hetta knapt 3000 nætur, tá fyrireikarar og onnur fólk, sum vóru knýtt at festivalinum, eru tald við. Festivalurin verður hildin aftur í september 2023.