10 minute read

Menningarátøk 2022

FERÐAVINNUMENNING - YVIRSKIPAÐ

Menningarætlanin fram móti 2025, “at menna og varðveita um somu leið”, hevur verið útgangsstøði fyri teimum menningarátøkum, sum higartil eru sett í verk. Ein stórur partur av málunum, sum vóru at finna í ætlanini, eru heilt ella partvíst rokkin (sí ársfrásøgn frá 2021) og í 2023 verður nýggj ferðavinnuætlan gjørd, ið setir nýggj mál fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030.

Eftir at grundleggjandi virksemið innan menningararbeiðið eru komið í eina trygga, fasta legu, hava vit í 2022 sett sjøtul á nýggj samstørv og royndarverkætlanir saman við øðrum pørtum; royndarverkætlanir, ið hava til endamáls at finna fram til ítøkiligar loysnir á útvaldar avbjóðingar í ferðavinnuni.

Landb Na Arfer Avinna

Visit Faroe Islands tók í 2022 stig til at skipa eina verkætlan innan landbúnaðarferðavinnu saman við Búnaðargrunninum, ið hevur játtað at stuðlað verkætlanini við helvtini av kostnaðinum.

Verkætlanin er skipað soleiðis, at eitt verkætlanarfólk í fyrstu syftu skal lýsa menningarmøguleikarnar á økinum og orða nøkur ítøkilig tilmæli til átøk, ið kunnu styrkja landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum. Á sumri 2023 hava vit fyrsta úrslitið av verkætlanini og síðani verður støða tikin til, hvussu arbeiði við landbúnaðarferðavinnu skal skipast í framtíðini.

Royndarskipanir Innan Samfer Slu

Eitt av fokusøkjunum í 2022 var at finna fram til skilagóðar loysnir innan bila­ og samferðsluøkið. Tað er ein sannroynd, at nøkur av væl umtóktu smáplássunum í Føroyum hava serstakar avbjóðingar, ið knýta seg at ferðsluviðurskiftum, t.d. tá nógv akfør vitja samstundis. Tað kann vera avmarkað parkeringspláss, smalir tunlar ella einsporaðir vegir ið gera, at vit á hesum støðum fáa ferðsluavbjóðingar. Støðini og umstøðurnar eru ymiskar og tí er tað eisini ymiskar staðbundnar loysnir, ið eru neyðugar at royna. Frammanundan er torført at siga neyvt, hvør skipan riggar til umstøðurnar og tí er neyðugt at seta í verk royndarskipanir, ið síðani kunnu eftirmetast, áðrenn okkurt meiri varandi kann setast í verk. Tað hava vit í 2022 gjørt í Tjørnuvík og Kalsoy.

Tj Rnuv K

Í longri tíð hava vit samskift við Sunda Kommunu um eina pilotverkætlan á hesum økinum, ið snýr seg um at skipa parkeringina og ferðsluna til Tjørnuvíkar betri. Kommunan bílegði eitt upplegg frá Gunn ­ráðgeving og fekk Landsverk og løgregluna við, og síðani varð ein royndarskipan sett í verk í summar, ið royndist sera væl. Ein shuttle ­bussur varð settur inn millum Haldórsvík og Tjørnuvík, parkeringssensorar vóru settir á parkeringsplássini í Tjørnuvík og eitt ferðsluljós var sett upp, sum stýrdi ferðsluni til og úr bygdini. Sunda Kommuna og VFI rindaðu hvør sína helvt av verkætlanini.

Eftirmetingin vísti, at tørvur er á tillagingum, serliga viðvíkjandi shuttle ­tænastuni, eftirsum royndirnar vóru, at tað ikki er tørvur á at hava tænastuna koyrandi alt summarið. Tað vóru bara einstakir dagar, har tørvur var á eini so “umfevnandi” tænastu.

Samanumtikið royndist verkætlanin væl. Vit fingu virðismiklar royndir og skjótt verður støða tikin til, hvussu skipanin í 2023 kann síggja út. Við ávísum tillagingum er hetta somuleiðis ein skipan sum vit meta kann nýtast aðrastaðni í Føroyum, t.d. í Kirkjubø ella Saksun. Tjørnuvíkarleiðin hjá Sunda Kommunu fekk eisini heiðursbrævið "Ársins Nýbrot á Ferðavinnustevnuni 2022", og grundgevingin ljóðaði soleiðis:

KALSOY

Somuleiðis í Kalsoy hevur VFI í longri tíð verið í einum samskifti við Klaksvíkar Kommunu, Landsverk, Visit Kalsoy, SSL og fólk í oynni um at finna fram til skynsamar loysnir, ið kunnu skipa ferðavinnuna í oynni betri.

Í fjør bílegði VFI eina uttanveltaða frágreiðing, ið vísti á ymiskar tillagingar og ábøtur, sum kundu gerast innan samferðsluøkið. Í hesum sambandi skipaðu vit fyri væl eydnaðum borgarafundi í Kalsoynni at umrøða ferðavinnuna, har stórur partur av íbúgvunum luttóku.

Tað hevur longi verið greitt, at ein lykil til eina betri skipaða ferðavinnu í Kalsoynni er at økja um buss­kapasitetin í oynni, so ferðafólk sleppa undan at taka bilin við út í oynna. Við góðari vælvild frá Klaksvíkar kommunu og SSL hevur borið til at framt hetta í verki. SSL broytti ferðaætlanina hjá Sam eitt vet, setti fleiri túrar inn har tørvur var á tí og til hvørja komu/fráferð hava verið bussar í oynni, sum hava gjørt tað møguligt at gera dagstúrar til Kalsoynna við samferðsluni.

Royndarskipanirnar í Kalsoynni hava roynst sera væl og flest øll eru samd um, at skipanin skal halda áfram og mennast við støði í tí sum er gjørt í 2021 og 2022.

TSA-UPPRIT

Føroyar hava tørv á betri hagtølum innan ferðavinnuna. Mest sum øll onnur lond hava eina sonevnda “Tourism Sattelite Account”, ið eru árlig ferðavinnuhagtøl, uppgjørd eftir OECD ­standardum. Hetta er ískoyti frá ferðavinnuni til tjóðarhagtølini og tað er bara Hagstova Føroya, ið hevur førleikar og myndugleika at framleiða hesi hagtøl í Føroyum. Í 2022 heitti VFI á Hagstovu Føroya um at gera eina undankanning, ið lýsir hvat skal til, fyri at Hagstovan framyvir kann framleiða eina føroyska TSA.

Hetta upprit varð framleitt í 2022 og lagt fram fyri landsstýrinum og kommununum, ið dugdu at síggja tørvin og ágóðan av at fáa til vega hesi útbygdu hagtøl, ið gevur munandi betri vitan og stýriamboð í mun til ferðavinnuna. Tað er neyðugt við eini øktari játtan til Hagstovuna, skal arbeiði setast í gongd og bíðað verður nú eftir tí.

Fer Ist Egnum Landi 2022

Innlendis summar­átakið “ferðist í egnum landi”, ið vendir sær móti føroyingum, er eftirhondini vorðið fastur táttur. Endamálið við átakinum er at styrkja og menna innlendis ferðavinnuna í Føroyum, at kasta ljóð á tey mongu nýggju tilboðini og møguleikarnar, sum ferðavinnan hevur skapt og at fáa føroyingar at ferðast meiri í egnum landi. Í 2022 var átakið einamest á sosialu miðlunum og vit royndu ein nýggjan leist við eini røð av føroyskum “ávirkarum”, ið yvirtóku síðurnar, gingu ymiskar túrar ella royndu okkurt tilboð. Átakið riggaði væl og samanumtikið kann sigast, at fyri hvørt ár átakið verður framt, legst afturat við fylgjarum og føroyingum sum fáa eyguni upp fyri frítíðarmøguleik­ unum í Føroyum og gerst hetta sostatt ein alsamt vaksandi ágóði fyri bæði ferðavinnuna og føroyingar um alt landið.

BYGDAGØTUR.FO

Í 2022 komu vit á mál við enn einum varða í stóru verkætlanini, at menna pallin bygdagøtur.fo. Nú eru allar bygdagøtur í Føroyum at finna á heimasíðuni, ið nú telur 89 ymiskar gongutúrar kring alt landið.

Pallurin er vorðin eitt týðandi amboð í arbeiðinum at menna ferðavinnuna í Føroyum. Vit vita at kunningarstovur og onnur, ið veita ferðafólki í Føroyum kunning, brúka pallin nógv, tí her eru allir gongutúrarnir, har fólk hava eina lætta og rímiliga atgongd til okkara náttúru, ið er nógv hin størsta orsøkin til at ferðafólk koma til Føroya.

Pallurin hevur nú 2 ár á baki og verður hann stigvíst mentur við fleiri túrum, betri tekstum, myndum og øðrum tilfari, soleiðis at kunningin um gongumøguleikarnar í Føroyum er so góð sum til ber.

Skjótt eru vit eisini komin á mál við at skelta og uppmerkja bygdagøtur, har tørvur er á tí, soleiðis at samlaða kunningin og leiðbeiningin um gongutúrar í Føroyum er komin á eitt munandi hægri stig enn fyri fáum árum síðani.

Closed For Maintenance

Átakið ”Closed for Maintenance – open for voluntourism” er flaggskipið innan ferðavinnumenning í Føroyum. Altjóða áhugin og undirtøkan fyri verkætlanini er eisini støðug, hóast 4 ár síðan CFM var á fyrsta sinni. Framvegis eru nógvir altjóða miðlar, ið vilja til Føroya at bera tíðindi um CFM, og framvegis fáa vit uml. 4000 umsóknir frá einstaklingum kring allan heimin, ið vilja virka sum sjálvboðin á CFM.

Visit Faroe Islands fær javnan fyrispurningar frá ferðaráðum og øðrum uttan úr heimi, um átakið, og sum hava ætlanir um at skipa líknandi verkætlanir. Millum annað í Noregi, Kanada og í Grønlandi eru tey farin undir at skipa fyri egnum ”voluntourism”­átøkum við íblástri frá føroysku verkætlanini. Tá nýggja rákið innan altjóða ferðavinnu, Regenerative Tourism, verður viðgjørt, verður CFM ofta tikið fram sum fordømi um, hvussu endurskapandi ferðavinna kann fremjast í verki.

Afturvendandi átakið hevur eisini fingið eina sterka støðu í Føroyum sum menningarátak, ið kommunur og kunningarstovur vilja vera partur av. Flestu fyriskiparnir kring landið hava nú góðar royndir at skipa fyri átakinum, sum er vorðið ein góð savningarmegi, tá verkætlanir skulu fyriskipast.

Hesar vóru verkætlanirnar í 2022:

1 – SKARÐ Bøtt var um farleiðina til avtoftaðu Skarðs bygd á Kunoynni, so hesin frálíki túrur er tryggari.

2 – GØTA Aldargamla farleiðin um Leirvíksfjall er vøkur og væl gjørd við steintrappum og rekkverki. Ein gomul trappa, ið var illa farin, varð bygd uppaftur eins og onnur strekki á farleiðini vóru umvæld.

3 – KAMBSDALUR Á gomlu varðagøtuni millum Fuglafjørð og Skálafjørð vóru fleiri nýggir varðar lagaðir á teimum støðum har teir upprunaliga stóðu, so farleiðin nú er betri uppmerkt.

4 – ELDUVÍK Elligamla bygdagøtan millum Elduvík og Oyndafjørð hevur áður verið við í Closed for Maintenance. Síðsta strekki móti Oyndarfirði varð umvælt og uppmerkt.

5 – RITUVÍK & LAMBA Vakra og søguríka farleiðin millum Rituvík og Lamba er ikki so løtt at finna í dag, og gongur beint framvið grótbrotinum á Hústoft. Tí vóru steyrar settir upp eftir 4,4 km longu leiðini, eins og skeltað varð soleiðis at túrurin verður tryggari og lættari at finna.

6 – FOSSÁ Fossá er størsti og kendasti fossurin í landinum. Gjørd var ein góð rás frá landsvegnum niðan móti fossinum, sum bæði ger tað tryggari og meira ómakaleyst at sleppa nær at fossinum. Harafturat var eitt útssýnisstað gjørt uppi undir fossinum.

7 – NÓLSOY Túrurin út á Borðuna og heim aftur til bygdina tekur umleið 4 ­5 tímar. Síðani 2019 eru skeltir og steyrar sett upp og træbrýr eru gjørdar tvørturum váta mýrilendið. Í 2022 helt verkætlanin fram og farleiðin varð umvæld frá bygdini og niðaneftir.

8 – NORÐRADALUR Norðradalur er 3 kilometrar norðanfyri Syðradal. Byrjanin til leiðina móti Syðradali, sum eisini knýtur Norðradal við vegin á Sundshálsi, varð skeltaður og ábøtur vóru gjørdar á leiðini, t.d. at laða varðar, drena og seta vegvísandi steyrar niður.

9 – VÁGAR Bygdagøtan millum Vatnsoyrar og Miðvág, ið er sera nógv vitjað, serliga av føroyingum (eisini á rossabaki). Partar av farleiðini vórðu umvældir.

10 – SANDOY Á Sandoynni vóru fleiri smærri verkætlanir (á Sandi, Skálavík og Skarvanesi) har farleiðir vóru merktar upp, gøtur vórðu umvældar v.m.

11 – SUÐUROY Í Suðuroy varð fyrst og fremst arbeitt í Vági, har nýtt útsýnisstað var gjørt vesturi á Eiðinum, umframt at ábøtur vórðu gjørdar eftir gongugøtuskipanini í bygdini. Eisini var gøtan til væl umtókta dyppi­staðið í Tjaldavík umvæld.

Eisini gjørdu vit ein faldara um at laða varðar, ið var eitt ískoyti til faldaran um gøtubygging.

F Rleikamenning

Eins og undanfarin ár, skipað VFI í 2022 fyri førleika ­mennandi átøkum. Á vetri 2021/2022 hava vit í samstarvi við

Visit Tórshavn sett sjóneykuna á burðardygga matgerð í ferðavinnuni í eini fyrilestrarrøð sum var um veturin. Endamálið er at stimbra og kveikja vinnuna og nýggjar veitarar til ein burðardyggan hugburð til matgerð við føroyskum dygdarvørum.

Á vári 2022 var skipað fyri eini kanningarferð til Skotlands saman við øllum kunningarstovunum í Føroyum. Tjóðgarðar, søvn, og gøtuverkætlanir vóru vitjaðar og skipað var fyri fundum við lyklaleikarar úr skotsku ferðavinnuni, ið á fleiri økjum er framkomin og sera væl skipað.

Bygna Urin Fer Avinnuni

OG KOMMUNALI LEIKLUTURIN

Bygnaðurin í ferðavinnuni og spurningurin um kommunala leiklutin í ferðavinnuni er eitt afturvendandi evni, sum er til umrøðu. Seinastu árini er vorðið alsamt sjónligari, at tað er tørvur á at endurskoða bygnaðin í ferðavinnuni, soleiðis at vit fáa meiri støðugar karmar fyri m.a. virksemið hjá kunningarstovunum og fyri kommunalu ferðavinnumenningina. 10. november 2022 skipaði Visit Faroe Islands fyri einum tiltaki fyri kommununum, har sjóneykan varð sett á hetta evnið. Ymsar framløgur lýstu avbjóðingina frá ymiskum sjónarhornum og gott orðaskifti var um evnið. Ein niðurstøða var, at hetta er eitt evni, ið vit eiga at kanna nærri og VFI hevur síðani boðað kommununum frá, at vit í 2023 fara at seta arbeiði í gongd at gera upplegg til endurskoðan av bygnaðinum, ið verður lagt fyri partarnar til umrøðu og støðutakan í 2023.

Skelting

Arbeiði at framleiða ferðafólkaskeltir heldur áfram og sum yvirlitið vísir, hava flestu bygdir í Føroyum nú fingið nýggj ferðafólkaskeltir. Somuleiðis er ein stórur partur av bygdagøtunum skeltaðar. Sostatt ber skjótt til, kanska longu í 2023, at staðfesta at allar bygdir og allar bygdagøtur í Føroyum eru skeltaðar. Í 2022 vóru 9 bygdaskelti og 15 gongutúraskelti framleidd. Harumframt vóru 5 serstøk kunningarskelti sett upp kring landið.

Umframt støðugu skeltaframleiðslu, verða nýggir skeltaleistir støðugt mentir. Í 2022 hava vit gjørt nýtt slag av kunningarskeltum, ið vísa yvirlit yvir eitt stað (t.d. Fossá), ið hevur kunnning um gonguleiðir og upplýsingar um staðið. Somuleiðis er samlaði sniðleisturin tillagaður.

NÝTT ØKISKORT – SANDOY, SKÚVOY OG STÓRA DÍMUN

Í 2021 vóru tvey nýggj økiskort til ferðavinnuna framleidd, eitt av Suðuroynni og eitt av Vágum og í 2022 kom økiskortið av Sandoy, Skúvoy og St. Dímun. Endamálið við kortunum er at geva vitjandi eitt gott yvirlit yvir tað sum ymsu økini hava at bjóða uppá.

Kortini eyðmerkja 7 útvald støð, ið eru nærri lýst við mynd og teksti á baksíðuni, umframt hentleikar og onnur áhugaverd støð, ið eru verd at vitja í økinum. Yvirskipaða endamálið við økiskortunum er at tryggja eina samanhangandi og greiða kunning til øll ferðandi, ið koma til landið og at geva teimum, ið arbeiða við ferðafólkakunning góð amboð í arbeiðinum at leiðbeina ferðafólki.

Í 2023 verða eftir ætlan seinastu kortini framleidd, soleiðis at øll øki í Føroyum eru umboðað við hvør sínum økiskorti.

Framl Gur Og Tilt K

Við jøvnum millumbilum er Visit Faroe Islands boðið við til altjóða tiltøk at greiða frá okkara arbeiði, ið ofta verður brúkt sum fordømi aðrastaðni. Closed For Maintenance verkætlanin verður til dømis oftani brúkt sum fyrimynd ella dømi, tá fólk skulu lýsa nýggja rákið “Regenerative Tourism” innan ferðavinnuna, t.e. hvussu ferðavinnan kann vera brúkt sum amboð til at bøta um ella menna støð.

Í 2022 luttók VFI á ráðstevnu í Malmø um hetta evnið, VFI hevur eisini havt framløgu í Grønlandi í samband við grønlendska vinnudagin “Future Greenland”, eins og fleiri talgildar framløgur hava verið, m.a. til tiltøk hjá altjóða stovnum/fyritøkum innan ferðavinnuna.

Visit Faroe Islands var eisini umboðað til tiltakið hjá Fróðskaparfelagnum um náttúrufatanir, har víst var á, hvussu erðavinnan hevur verið við til at broyta okkara náttúrufatan.

STUÐULSSKIPANIN

Í 2021 avgjørdi løgtingið at skerja játtanina hjá Visit Faroe Islands við 500.000 kr. Ein avleiðing av hesum var, at stuðulsskipanin til vinnuligar verkætlanir varð avtikin í 2022. Sostatt var bara stuðul latin til almennar verkætlanir í 2022.

Í 2021 fingu vit 14 umsóknir um stuðul frá kommunum og kunningarstovum. 10 teirra fingu stuðul játtaðan á eina samlaða upphædd á 708.000 kr.

Nú skipanin um vinnuligan stuðul varð niðurløgd, kunnu vit gera status yvir stuðulsskipanina, sum var í gildi í 4 ár. Hvørt ár síðani 2018 fingu vit 20 ­25 umsóknir um vinnuligan stuðul. Til samans hevur Visit Faroe Islands fingið 88 umsóknir um stuðul til vinnuligar ferðavinnuverkætlanir síðani 2018. Ein stórur partur av hesum umsóknum hava fingið vælvild.

Í alt er játtaður stuðul á 1,77 mió. kr. til at seta í verk 55 ymiskar vinnuligar verkætlanir innan ferðavinnuna. Ikki allar hesar 55 verkætlanirnar vóru førdar út í lívið og tí er endaligi stuðulin sum varð latin lægri enn hendan upphæddin.

Guide to Faroe Islands

Visitor Centre á Føroya Bjór

Boat.fo (tilboð við føroyskum árabáti)

Matkovin (veitarar innan landbúnað)

Víkingaskipið í Hovi

Go ­local (ferðavinnutilboð í Mykinesi)

Eat Local (portalur fyri Heimablídni)

Bindifestivalurin í Fuglafirði

Bátasavnið í Leirvík

Travel Mindful v. Kitty May

Víkingatiltakið, Festivalhøll

Connect – vinnuferðavinnuveitari

MARKA (á ferð við eini bóndadóttir)

Experience Tórshavn

Remót Travel

#Islandroads

Sumbiar Bygdasavn

Knit Faroe

Rentaboat.fo

Heima í Stovu, Hvalba

Audioguide Faroe Islands

Heimablídni hjá Maud

Føroyar og binding

Royndin Fríða Adventure

Suðuroyar Kajakk

Paint the Faroe Islands

Sigling á Sandoynni

Heimablídni og túrar (Sandoy)

HYMIR – matmentanarfestivalur í Suðuroy

Tann grøni Hjallurin

This article is from: