1 minute read
Nýggj heimasíða og heimasíðuskipan
Visit Faroe Islands fekk heilt nýggja heimasíðu í mei 2022.
Nýggja heimasíðan er frískari og skjótari og hevur fleiri nýggjar hentleikar. Størsta broytingin er tó sjálv skipanin handan heimasíðuna.
Avgjørt var at fáa sniðgivið og forritað eina heilt nýggja heimasíðustýrings skipan, bygd upp frá grundini av føroyskum veitarum, við hentleikum sum eru meira skraddaraseymaðir eftir okkara tørvi.
Visit Faroe Islands er hervið farið frá Wordpress skipanini, og til eina lærunemmari skipan, bygd á React JS, sum bleiv gjørd til okkum og er væl einfaldari, skjótari, snøggari og stuttligari at arbeiða við.
Nýggja skipanin broytir ikki bara hvussu vit kunnu samskipa okkara mongu heimasíður á einum stað. Hon letur eisini upp fyri, at vit lætt kunnu útbyggja til trin 2, har vit í 2023 fara at kunna stýra komandi infoskerminum kring alt landið á einum stað. Harafturat kann stýring av komandi app vm. knýtast í skipanina. Hetta verður eitt tekniskt nýbrot frameftir.