3 minute read

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri uml. 82 mió. kr.

Nógvu undanfarnu árini hevur Visit Faroe Islands arbeitt við útlendskum miðlafólkum um at skapa umrøðu um Føroyar í útlendskum miðlum. Síðstu árini hava vit havt út ímóti 250 miðlafólk í Føroyum um árið. Í 2022 var talið um 150, harav 47 vóru sokallaðir Instagrammarar. Talið er fitt hægri enn í 2020 og 2021, hóast tað er langt frá teimum tølum, vit hava sæð undanfarin ár.

VFI hevur gjørt virðið av greinum og sendingum upp, sum standast av fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað. Talið av miðlafólkum, sum vitjaðu, varð sum nevnt nógv lægri í 2022 samanborið við undanfarnu árini. Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í 2022 var áðrenn korona 82 mió. kr.

Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2022, vóru úr londum sum Danmark, Svøríki, Noreg, Stórabretlandi, Italia, Hollandi, Belgia, Fraklandi, Týsklandi, Spania, Sveis og USA. Um 100 útlendsk fjølmiðlafólk frá fyrst og fremst bløðum og tíðarritum vitjaðu Føroyar sum gestir hjá VFI í 2022. Umframt miðlafólk, varð eisini stórur dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “Instagrammarum” –myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 2022 komu 47 ymiskir Instagrammarar til Føroyar. Í nógvum førum var talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram. Harumframt hava sjónvarps­ og útvarpslið úr Danmark, Týsklandi og Fraklandi vitjað.

Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar enn eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum eru ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.

Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá

Fjølmiðlafólk 150 til Føroyar í 2022 útlendskum miðlafólkum, sum ynskja at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar.

Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin hendavegin.

Tá PR­virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingarstødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing.

Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR­skrivstovu í Bretlandi, sum hevur hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir. Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt samstarva við eisini við Visit Denmark skrivstovur í Italia, Fraklandi og USA um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar. Í samband við stóru marknaðarføringsátøkini, verða avtalur um samstørv gjørd á ávísum marknaðum fyri at tryggja, at boðskapurin røkkur víða. Hesar avtalur hava serliga verið við PR­skrivstovur í USA og Danmark.

Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, mat stovur, bilaleigu og útferðir. Serliga Atlantic Airways og Gist & Vist, veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt.

Harumframt arbeiða vit saman við einari rúgvu av føroyingum innan øll økir frá landbúnaði, til sniðgeving, list, arkitektur osv. fyri at tryggja góðar søgur um fólkið, sum býr í Føroyum.

Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri

Føroyum sum ferðamáli

This article is from: