4 minute read
Vinnuferðavinna
Fyri vinnuna hevur 2022 verið eitt ár, har nógv tiltøk og ráðstevnur hava verið í Føroyum. Orsøkin til tað er, at fleiri tiltøk hava verið avlýst vegna koronu í 2020 og i 2021.
Møguleiki skal vera hjá fyritøkum at rinda ‘off-setting’ í sambandi við CO2útlát til verkætlanir í Føroyum
Árið hevur eisini verið merkt av, at deildin hevur verið upptikin av Vakstrarforum, sum undanfarna samgonga setti á stovn.
Eisini hava serligar upplivingar verið, til dømis tá vinnunevndin hjá Tórshavnar Kommunu valdi at luttaka á ICCA ráðstevnuni í Krakow og tá Football is Medicine ráðstevnan varð heiðrað fyri at hava havt ‘incredible impact’ ella eitt "ótrúliga stórt árin" á tað føroyska samfelagið.
So Skj Tt Runnu Tey
Afturat hesum er ein røð av incentivebólkum, corporate tiltøk hjá føroyskum og útlendskum fyritøkum og øðrum føstum tiltøkum, so sum Visit Faroe Islands Famshop, Tórshavn Marathon og Átjan.
19 tiltøk eru skrásett, sum eru komin inn gjøgnum Ambassadørnetverkið í 2022. Sí niðanfyri.
19 TILTØK ERU SKRÁSETT, SUM ERU KOMIN INN GJØGNUM AMBASSADØRNETVERKIÐ Í 2022
Dato frá Dato til Heiti á ráðstevnu Fyriskipari
28. feb 1. mars Havgransking í Norðuratlantshavi Granskingarráðið
Mars Bridgefestivalurin Bridgesambandið
11. april 14. april Lykkeliga (EydnuCup) Eydnudeildin
23. april 24. april Nevza Technical Meeting Flogbóltsambandið
3. mai 5. mai 16th Nordiske Læreruddannelses Konference Lærarafelagið
8. mai 12. mai UEFA ráðstevna FSF
9. mai 13. mai 13th International Sea Lice Conference Fiskaaling
21. mai 23. mai Nordiske kvinder mod vold Kvinnuhúsið
27. mai 29. mai ENGSO General Assembly
2. juni 4.juni International foot and ankle congress
Faroe Islands National Olympic Committee
Norwegian Society for foot and ankle surgery
23. juni 25. juni International Fisheries Law Conference Fróðskaparsetrið
27.juni 29.juni 18th Scandinavian Workshop on Algorithm Theory SWAT Fróðskaparsetrið
12.juli 17. juli Norðurlendsk Dansistevna (Havleikur) Sláið Ring
3. aug 6. aug Jiu Jitsu Globetrotters
30.aug 2. sept SeaMark
14. sept 16. sept Symposium of the Nordic Cancer Registries
5 Oct 6 Oct Marine Mammals a sustainable food resource
5 Oct 7. okt KIMO Conference and AGM 2022
Tórshavn Brazilian Jiu Jitsu
Horizon Europe / Ocean Rainforest
Association of the Nordic Cancer Registries
NAMMCO
Tórshavnar Kommuna
11 Oct 11 Oct Havøkonomi ráðstevna NORA
Vakstrarforum
Undanfarni løgmaður setti á stovn Vakstrarforum og nakrar arbeiðsbólkar undir hesum. Hesir fingu til uppgávu at arbeiða við nøkrum vakstrarøkjum, har Vinnuferðavinna varð valt til vakstrarøki. Ein arbeiðsbólkur varð settur við hesum fólkum: Jóhan Pauli Helgason, Johannes Jensen, Henny á Líknagøtu, Árni Olsen, Petur Mittún og Annleyg
Lamhauge, sum var forkvinna í bólkinum. Gunvør Balle var skrivari í bólkinum. Guðrið Højgaard sat sum limur í stýrisbólkinum fyri Vakstrarforum.
Úrslitið var ein faldari við 15 tilmælum til hvat skal til, fyri at fáa vøkstur í vinnuferðavinnuna. Mett varð, at vinnuferðavinnan kann trífaldast og fylla helmingin av ferðavinnuni í 2030. Eisini varð mett, at við røttum innsatsi, kann ein
Mál fyri 2030
Ferðavinnan er 10% av samlaða útflutninginum
Vinnuferðavinnan skapar 1 mia. kr. í inntøkum milliard fáast í inntøku gjøgnum vinnuferðavinnuna. Hetta talið er sjálvsagt treytað av neyðugu satsingini, sum varð mett at vera 3 millionir eyka i eina Eventskriv stovu, 2 milliónir í ein stuðulsgrunn um árið og onnur átøk so sum eina stórhøll, at tryggja beinleiðis flog til 5 stórbýir og brúka ferðavinnuna sum eina broytingarmegi til umhvørvis og náttúruvernd.
VIRKISÆTLAN FYRI VINNUFERÐAVINNU
Eftir at Vakstrarforum hevði handað sína frágreiðing til løgmann og ferðavinnupolitikkurin hjá Tórshavnar
Kommunu varð handaður inn, varð avgjørt at tillaga Virkisætlanina, sum Tórshavnar Kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava í felag. Samstundis varð avgjørt, at Virkisætlanin skal endurskoðast 3. hvørt ár.
VIRKISÆTLANIN HEVUR NÚ HESI STEVNUMIÐ
FYRI 2030
1 . Unordinary Meetings skal vera eitt altjóða kent fundarbrand
2 50% av allari ferðavinnu í Føroyum er Vinnuferðavinna (40% í 2025)
3. 100 altjóða fundir og tiltøk við 50 1000 gestum um árið (60 í 2025)
4 300 ambassadørar (200 í 2025)
5 Í 2025 skulu Føroyar / Tórshavn vera á norðurlendskum miðalstøði í GDS indexinum (Global Destination Sustainability Index)
Hesi vitanartyssi skulu mennast:
• Havið
• Heilsa
• Kunningartøkni & samskifti
• Grøn orka
• Ítróttur og mentan
AMBASSADØRDAGURIN 2022
Av tí at árið 2021 var eitt koronaár, so var ambassadørdagurin 2022 merktur av hesum. Sostatt vóru ongar heiðringar á degnum, sum vit vanliga hava.
Dagurin varð nýttur til at arbeiða víðari við okkara ‘brandstory’, sum vit hava gjørt saman við ráðgevunum Bo Kruger frá Moving Minds og Anja Hartung Sfyrla frá LoopNordic.
Allir ambassadørar luttóku virkið í at snikka okkara nýggja fundarbrand til. Úrslitini av hesum arbeiði fara væntandi at síggjast betur í 2023.
Á ambassadørdegnum møttu um 100 fólk, og dagurin varð hildin á Hilton Garden Inn.
FOOTBALL IS MEDICINE VERÐUR HEIÐRAÐ Á ICCA Í
KRAKOW
Vinnuferðavinnudeildin luttók á sera nógvum áhugaverdum tiltøkum í 2022, eitt ið er serstakliga áhugavert at nevna er ICCA ráðstevnan í Krakow. Har vit fingu ferðalag av Vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu og fólkum frá Football is Medicine ráðstevnuni, sum komu at halda framløgu og at heinta teirra heiðursløn. Samstundis sum ráðstevnan var, legði Visir Faroe Islands eitt síðuprogramm til rættis, soleiðis at Vinnunevndin fekk neyvari upplýsingar um vinnuferðavinnuna.
Hesir fundir vóru við á ICCA:
• GDS Indexið, har vit fingu at hoyra okkara úrslit frá 2022 indexinum. Guy Bigwood, stjóri fyri indexið greiddi frá, og Vinnunevndarlimir vóru sera áhugaðir at spyrja og hoyra, hvussu Tórshavnar Kommuna kann koma longur upp eftir indexinum.
• Ein fundur var við Uppsala Convention Bureau, har tey greiddu frá teirra arbeiði og hvussu tey taka útgangsstøði í fortíðini í rotatiónini av ráðstevnum og á tann hátt finna framtíðar ráðstevnur. Eisini greiddu tey frá, hvussu tey arbeiða saman við kommununi, og hvussu tey verða raðfest av kommununi og hava 5 6 fólk í arbeiði. Harafturat hvussu tey arbeiða við sports eventum.
• Eisini var fundur við Norway Convention Bureau, har vit fingu góð ráð til, hvussu vit kunnu arbeiða við ítróttartiltøkum. Serliga søgdu tey, at tey ikki fara eftir stórum meistaraheitum, men heldur fara eftir smærri og meiri stuttligum tiltøkum.
• At enda høvdu vit ein fund við Ljubljana Convention Bureau, sum greiddi frá, hvussu tey hava havt eydnuna við sær at reinsa býin og at gera hann bilfrían. Hvussu tey arbeiða við einum breiðum árshjóli av tiltøkum, so sum ein heilan mánaða í november, har matstovurnar spíla seg út, og ymisk mentanartiltøk.
100% el-riknir bussar í Havn í 2027 og 100% elriknir leigubilar í 2030