2 minute read
Faldarar
Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, eru tað nógv, ið enn spyrja eftir faldarum.
Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar at senda til síni viðskiftafólk og at hava við á messur. Faldararnir verða eisini brúktir av kunningarstovunum kring landið, gistingarhúsunum og ferðavinnufyritøkum í Føroyum. Harumframt verða faldararnir eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við.
TOURIST GUIDE OG KORT
Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu 55.000
Tourist Guides prentaðar í 2022. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað. Í 2022 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað.
Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.
KIRKJUR
Í 2021 var ein serstakur kirkjufaldari við yvirliti yvir 11 ymiskar kirkjur kring landið. Faldarin greiðir frá kristnu siðvenjuni í Føroyum og teirri serstøðu kirkjurnar hava í nærum øllum bygdum í landinum. Kirkjurnar eru nógv avmyndaðar og hava eisini eina serstøðu í ferðavinnuni. Tó er vitanin kanska ikki so lætt atkomilig og tíverri eru flestu kirkjurnar stongdar, so vitjandi ikki kunnu vitja kirkjurnar. Faldarin vísir á tær kirkjurnar í Føroyum sum hava fastar vitjanartíðir. Umframt at seta sjóneykuna á føroysku kirkjuna í ferðavinnuhøpi er endamálið við faldaranum eisini at fjøltátta úrvalið av vitjunarverdum støðum, ikki minst uttanfyri háárstíðina.
Fuglafaldari
Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí var fuglafaldarin gjørdur, ið fortelur um teir ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Faldarin hevur stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Faldarin hevur eisini kunning um, hvussu man ber seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin er tøkur sum pdf at taka niður av heimasíðuni, í eini roynd at hugsa burðardyggari loysnir og at prenta minni.
Hiking in the Faroe Islands
Ambo Skassi Til Allar F Royingar
Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar at taka lut í at marknaðar føra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum landi, ger, at vit føroyingar –enn í øðrum londum – øll eru ambassadørar fyri okkara land –óansæð um vit vilja tað ella ikki.
Birds of the Faroe Islands
Gongufaldari
Gongufaldarin, sum upprunaliga varð framleiddur í 2015 á enskum og donskum, og kom á týskum í 2017, varð dagførdur í 2020. Tær gøtur, har gjald verður kravt, eru tiknar úr faldaranum, og fyrstu síðurnar við kunning til ferðafólkini eru dagførdar. Endamálið við faldaranum var at kunna um trygd, tá talan er um gongd í haga. Eftirspurningurin eftir gongufaldaranum hevur verið sera stórur. Ein nýggjur faldari verður tøkur í 2023.
Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi, at kunningin er reglubundin, soleiðis at argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, um tey hava ætlanir um at halda framløgu um Føroyar, óansæð um ein er skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektivur háttur at marknaðar føra Føroyar.
Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri. Amboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni