3 minute read
Í 2022 byrjaði føroyska ferðavinnan at koma aftur á beint eftir tvey koronaár
Umsetningurin lendi á júst 900 mió. kr í 2022, samanborið við 582 mió. kr. í 2021. Umsetningurin í 2019, áðrenn korona, var 784 mió. kr, og sostatt er 2022 metár higartil. Havast skal tó í huga, at størsti parturin av umsetningsvøkstrinum í 2022 stavar frá øktu inflasjónini, har serliga hægri oljuprísir hava gjørt, at ferðaseðlaprísirnir eru hækkaðir. Sostatt sæst umsetningsvøksturin í 2022 ikki væl aftur á botnlinjunum hjá fyritøkunum, ið sum heild hava havt nøkur tung ár, fyrst í sambandi við korona og síðani høga inflasjón og rentuhækkingar. Tí verður tað av stórum týdningi fyri búskaparligu burðardygdina hjá føroysku ferðavinnuni, at 2023 gerst eitt gott ferðavinnuár.
Hækkaða útreiðslustøðið sæst eisini aftur á bruttovirðisøkingini fyri ferðavinnuna í Føroyum, sum vísti 347 mió. kr. í 2022, samanborið við 421 mió. kr. í 2019.
Tað yvirskipaða málið, ið arbeitt hevur verið ímóti síðani 2012, um at føroyska ferðavinnan skal røkka 1 milliard krónur í umsetningi, er sostatt í eygsjón. Korona hevur sum kunnugt seinkað tiltongdini, men vónirnar eru at røkka 1 mia. kr í 2023, um ikki aðrar ókendar avbjóðingar vísa seg.
Talið av gistingum á gistingarhúsunum øktist frá 173.913 í 2021 til 228.757 í 2022, hóast Føroyar fyrst lat upp í apríl eftir korona. Til samanberingar vóru 166.452 gistingar í 2019. Av tí at gistingarhúskapasiteturin sum kunnugt tvífaldaðist í 2020, er enn nakað á mál at røkka upp aftur til sama gistital (belegning) sum áðrenn 2020. Gistitalið í 2022 var á 51% fyri alt landið samanborið við 53% í 2019, meðan gistitalið fyri Suðurstreymoy var 53% í 2022 samanborið við 67% í 2019.
Umleið 100.000 útlendsk ferðafólk vitjaðu í Føroyum í 2022, samanborið við umleið 140.000 í 2019. Av teimum komu umleið 70.000 flogvegis og 30.000 sjóvegis.
Nógv marknaðartiltøk vórðu aftur greidd úr hondum í 2022, bæði innan frítíðarferðavinnu og vinnuferðavinnu. Messur, verkstovur og onnur søluátøk úti á marknaðunum, eins og Visit verkstovan, ið varð hildin í Løkshøll í apríl, har 50 útlendskir ferðasmiðir vitjaðu Føroyar.
Vit tóku ímóti 150 útlendskum fjølmiðlafólkum, harav 47 sokallaðum Instagrammarum. Hetta er nógv minni enn eitt vanligt ár, men tó fleiri enn í 2021, tá bert 100 vitjaðu, harav 36 Instagrammarar. Eisini framleiddu vit egið tilfar eins og vit samstarvaðu við fleiri føroyskar sokallaðar influensarar enn vanlig ár. Nýggj útgáva av heimasíðuni www.visitfaroeislands.com kom eisini út, sum arbeitt hevur verið nógv við seinasta árið.
Eisini gjørdu vit eitt lýsingarátak saman við Listasavni Føroya, kallað /Imagine Faroe Islands, í samband við at nýggja AI tøknin Midjourney kom á marknaðin. Vit spurdu AImaskinuna hvussu kend listafólk, ið ongantíð fingu høvi at vitja Føroyar, mundu havt málað okkara oyggjar. Listasavnið hýsti hervið fyrstu framsýning í heiminum á einum tjóðsavni, sum bert rúmaði AI myndir. Samstundis fingu tey vitjandi á Listasavninum høvi at gera teirra egnu myndir, eins og eitt instagram átak varð koyrt samstundis, har øll kundu biðja um at fáa sína mynd gjørda úr Føroyum. Góð PR úrslit stóðust av tiltakinum í altjóða miðlum.
Innlendis menningararbeiðið hevur havt framhaldandi høga raðfesting í 2022. Heimasíðan Bygdagøtur.fo varð ment víðari og er nú heilt liðug. Átakið Closed for Maintenance varð aftur hildið í apríl, á 11 støðum, og eydnaðist enn einaferð væl. Farið varð undir samstarv við Búnaðargrunnin, um felags samskipara í fyribils 6 mánaðir, við endamálinum at menna og samantvinna landbúnað og ferðavinnu betri. Spennandi royndarskipanir innan samferðslu vórðu eisini settar í gongd, herundir í Tjørnuvík og Kalsoy. Førleikamennandi skeið innan burðardygga matgerð vórðu eisini hildin fyri vinnuni.
Eg fegnist um, at størri og størri dentur verður lagdur á burðardygd í vinnuni og Føroyar eisini hevur fingið eina hægri listing á GDS index’inum í 2022. Vit eru uppá fá ár farin frá at vera á støði við Eystureuropa, víðari til Vestureuropa støði og nú til norðurlendskt støði, um enn í niðara endanum enn. Arbeitt verður víðari við hesum framyvir.
Burðardygdsarbeiðið verður eisini eitt av aðalmálunum í strategi 2030, sum vit endiliga kundu fara í gongd við á heysti 2022, tvey ár seinkað vegna korona. Arbeiðið verður væntandi liðugt á vári 2023. Vit valdu at gera eina bottomup tilgongd, sum okkum vitandi er fyrsta dømi í heiminum fyri eitt heilt land. Spennandi verður at arbeiða víðari við hesum og leggja tær stóru linjurnar fyri ferðavinnuna frameftir. Møguleikarnir eru nógvir og teir ætla vit at troyta best møguligt, Føroyum at frama.
Í hesi ársfrágreiðing ber til at fáa eina nærri mynd av okkara virksemi í 2022.
Góðan lesihug!
Guðrið Højgaard
Stjóri, Visit Faroe Islands