2 minute read

Ferðavinnan 2022 í tølum

Í samstarvi við Visit Faroe Islands (VFI), savnar Hagstova Føroya inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri

Gistingar

Í 2022 vóru 228.757 gistingar skrásettar á gistingar húsunum í Føroyum tilsamans, samanborið við 173.913 gistingar í 2021, sum var eitt koronaár. Til samanberingar vóru 166.452 gistingar í 2019. Hetta var áðrenn gistingarhúskapasiteturin varð tvífaldaður í 2020.

Eisini 2022 varð merkt av koronu fram til apríl mánaða, tá aftur varð loyvt at ferðast frítt og útlendsk ferðafólk aftur vitjaðu Føroyar. Koronaárini hava givið eina stóra broyting í lutfallinum av gistingum. Hetta sæst í vissan mun eisini aftur í 2022, har nærmarknaðirnir enn stóðu fyri einum størri parti av gistingunum enn áðrenn korona. 39% av teimum útlendsku gistingunum í 2022 vórðu keyptar av dønum, samanborið við 60% í 2021 og 35% í 2019, áðrenn korona.

Føroyingar stóðu fyri 49.399 gistingum í 2022, svarandi til 22% av teimum samlaðu gistingunum. Hetta kann samanberast við 57.454 (33%) í 2021, 33.496 (35%) í 2020 og 30.628 (18%) í 2019.

Flestu marknaðir høvdu framgongd í 2022 samanborið við 2021, sum tó sum kunnugt var eitt koronaár. Einasti marknaður sum gekk aftur var tann føroyski.

89% av øllum gistingum vóru í Suðurstreymi. Flestu ferðafólk koma til Føroya sum einstaklingar ella í minni bólkum á eini frítíðarferð, men talið av vinnuferðum hevur seinastu árini verið støðugt vaksandi. Korona hevur tó eisini ávirkað talið av vinnuferðum negativt.

Ein stór og nýggj broyting í gistingarhagtølunum, sum

Hagstova Føroya savnar inn er, at tey síðani 2021 bert hava gistingarhagtøl frá gistingarhúsunum og ikki øðrum gistingarhættum, so sum frítíðarhúsum og kamping. Hetta tí at tað hevur verið trupult at fáa savnað onnur gistingarhagtøl inn og fáa nóg høga góðsku í tølini. Tað gevur sjálvandi eitt lægri samlað tal enn áður og gevur eisini eina verri mynd av hvussu nógv ferðafólk í roynd og veru gista kring landið, av tí at flestu størru gistingarhús

Komur/Check-ins 2022

Gistingarnætur 2022

Mánaðarliga, flokkaðar eftir øki og tíð

Suðurstreymur

Uttan fyri Suðurstreym

Umleið 100.000 ferðafólk

Føroyar í 2022. Av

komu 70.000 flogvegis 30.000 sjóvegis

Gistingarnætur 2022

Gistingar

sum kunnugt liggja í miðstaðarøkinum, meðan størri parturin av frítíðarhúsunum liggja aðrastaðni enn í miðstaðarøkinum.

Hagtølini hava heldur ikki tøl við frá Airbnb og líknandi bókingarskipanum. Tað er tí at amerikanska fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl. Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini, ikki minst, tí at alt bendir á, at hetta er ein av teimum gistingarhættunum, ið er mest vaksin seinastu árini. Samlaða talið av gistingum er sostatt størri enn nevnt omanfyri. Fleiri enn 400 føroyskir brúkarar hava seinastu árini leigað sín bústað út á Airbnb. EU arbeiðir við at noyða Airbnb til at lata hagtøl og vit fylgja tí gongdini.

Samlaða gistitalið á gistingarhúsunum fyri alt landið var 51% í 2022. Hetta kann samanberast við 42% í 2021, 31% í 2020 og 59% í 2019, áðrenn korona. Havast skal í huga, at gistingarhúskapasiteturin er tvífaldaður hetta tíðarskeiðið. Gistitalið í Suðurstreymi øktist frá 49% í 2013 til 67% í 2019, og niður á 35% í 2020, 45% í 2021, og 53% í 2022.

FERÐASKIP

Talið av ferðaskipum øktist munandi í 2022, samanborið við koronaárini 2021 og 2020. Í 2022 vitjaðu 43 skip við

15.663 gestum, samanborið við bert 1 skip í 2021 við 49 gestum. Í 2019, árið fyri korona, vitjaðu 51 skip við 35.524 gestum.

This article is from: