2 minute read
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni
Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu ávirkanina av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar eru sostatt ikki taldir við. Afturrokningar eru gjørdar til 2011.
Umsetningur
Útlendsk ferðafólk keyptu í 2022 tænastur og vørur fyri 900 mió. kr., sum er nýtt met. Hetta svarar til ein vøkstur á 55% samanborið við 2021, tá umsetningurin bert var 582 mió. kr. vegna korona. Umsetningurin í 2019, áðrenn korona, var til samanberingar 784 mió. kr. Hækkingin frá 2019 til 2022 er sostatt 15%. Í 2011 var umsetningurin á 384 mió. kr. Sostatt er umsetningurin vaksin við útvið 235% frá 2011 til 2022.
Sundurgreiningin vísir, at 441 mió. kr, svarandi til 49% av umsetninginum í 2022, stavar frá føroyskum flutningsfeløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum (SAS og Widerøe eru ikki tald við, tí at tær inntøkurnar enda uttanlands).
900 mió. kr. í umsetningi
900 mió. kr í útflutningsvirði
6% av útflutninginum í 2022
347 mió. kr í bruttovirðisøking
646 ársverk í 2022
172 mió. kr, svarandi til umleið 19% eru frá matstovum, matvøruhandlum og drykkjuvørum. 136 mió. kr, svarandi til 15% er frá gistingarstøðunum og 78 mió. kr, svarandi til 9% er frá flutningi innanlands og bilaleigu. Írestandi prosentini eru býtt millum upplivingar, klædnasølu, og aðra sølu.
Flestu bólkar eru komnir væl fyri seg eftir stóru afturgongdina undir korona, uttan bólkurin “Matstovur, mat vøruhandlar og drykkjuvørur”, har umsetningurin er á 80% av støðinum í 2019. Bólkurin “Flutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur” hevur eina hækking á 33% frá 332 mió. kr í 2019 til 441 mió. kr í 2022.
Umsetningstølini fyri Airbnb eru ikki tald við. Eingi nýggj tøl fyriliggja fyri Airbnb. Sambært TAKS vóru tey í 2018 á 22 mió.
Einki avleitt virksemi er talt við í umsetningin fyri innkomandi ferðavinnuna, sum til dømis, at stórar íløgur seinastu árini eru gjørdar í m.a. gistingarhús. T.d. vóru íløgur gjørdar í gistingarhús fyri nærum eina hálva milliard í 2019/2020 pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum.
Bruttovir Is King
Bruttovirðisøkingin endaði á 347 mió. kr í 2022, samanborið við 214 mió. kr. í 2021. Til samanberingar var bruttovirðisøkingin 421 mió. kr. í 2019, áðrenn korona.
Rsverk
Tann innkomandi ferðavinnan skapti 646 ársverk í 2022, samanborið við 495 ársverk í 2021, svarandi til ein vøkstur á 31%. Talið av ársverkum í 2022 er 91% av tí tað var í 2019, tá vóru 714 ársverk. Í 2011, tá kanningin byrjaði, vóru 385 ársverk. 34% av ársverkunum vóru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur. 21% eru innan gistingar og 24% eru innan matstovur.
Í 2019 varð mett, at minst 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini útgangandi parturin. Í 2022 eru hesi tøl enn væntandi eitt sindur lægri.
Mett verður, at umleið 70% av starvsfólkunum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.
Tflutningsvir I
Innkomandi ferðavinnan, tvs. útlendsk ferðafólk ið vitjaðu Føroyar í 2022, stóð fyri 6% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Hetta kann samanberast við 4,8% í 2021 og 3,1% í 2020 tey bæði korona árini og við 6,4% í 2019, áðrenn korona.