1 minute read
Ferðavinnubrandið Føroyar
Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar.
Felags brandið var eitt av týdningarmiklastu lyklaorðinum til framgongd, tá avgerð var tikin um at Føroyar skuldu hava eitt felags ferðavinnubrand, sum øll marknaðarføring av Føroyum skuldi taka útgangsstøði í. Føroyar skuldu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki høvdu ein greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.
Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum í 2013, har eisini fyrsti branding filmurin varð frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at brandið var sera væl móttikið. Filmarnir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir.
Fer Avinnubrandi F Royar
Tað er ein sannroynd, at fleiri ferðafólk árliga vitja Galapagos oyggjarnar enn Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál.
Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur.
Brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast í øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir. Afturmeldingar frá ferðafólkum vísa, at brandið enn er sterkt og viðkomandi eftir skjótt 10 ár. Við hesum í huga, er avgerð tikin um at eftirmeta og nútímansgera brandið, tískil er hol sett á hetta arbeiðið, sum væntandi verður liðugt í seinnu helvt av 2023.
FERÐAFÓLKAKANNING 2022 UM BRANDIÐ “UNSPOILED, UNEXPLORED, UNBELIEVABLE”
Ferðafólk vóru biðin í Gallup kanning frá 2022 um at siga, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable". 82,7% vóru samd ella púra samd við VFI brandinum, meðan einans 3,2% vóru ósamd. 14,1% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Miðaltalið var 4,2 (15 stig), sum er ein lítil lækkan í mun til somu kanning frá 2018 á 4,4 stig.
Ferðafólkakanning 2022
Br K Av Brandinum
Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brandinum, meðan øll í vinnuni eru boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.
Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Visit Faroe Islands.