

Burðardygg tiltøk
Amboðskassi

Vit ynskja øll at tryggja, at tiltøk í Føroyum eru so burðardygg sum til ber – sum bæði gagna umhvørvinum, samfelagnum og skapa eina betri uppliving fyri luttakararnar.
Brúka henda amboðskassan sum eina vegleiðing og íblástur at hugsa burðardygd í øllum liðum í tínum tiltaki.
Fyrireiking til eitt tiltak
Set ein persón at hava ábyrgd av burðardygd á tínum tiltaki
Hevur tú eina tilbúgvingarætlan? Til dømis um flogfør ikki kunnu lenda vegna veður ella annað?
Bílegg grønar fundarvørur, so sum skriviblokkir við FSC merki
Brúka skelti, sum kunnu nýtast aftur til komandi tiltøk, um ikki talgild skelti
Veit navnamerkir, sum kunnu brúkast aftur, til dømis tey, sum Visit Faroe Islands kann stuðla tínum tiltaki við (Framleidd á Verkstaðnum Vón)
Slepp undan at hava serligt tiltaksnavn og árstal á skeltum, samskifti og lanyard/navnamerkjum
Savna navnamerkir og lanyard saman, tá tiltakið er liðugt
Minst til Unordinary Meetings í fyrireikingarætlanini
Slepp undan at geva gávur - ella gev gávur, sum eru úr endurnýttum tilfari – ella matur
Gávur skulu vera lokalt framleiddar
Eru fastir dagar fyri tiltakið? Kann tiltakið skipast, soleiðis at tað liggur samstundis sum eitt mentanar- ella ítróttartiltak? Ella kann tað liggja upp at vikuskifti, sum gevur møguleika fyri einum longri steðgi
Bílegg lokalar upplivingar til sosiala partin
Er ein lokalur ambassadørur, sum kann koma við til tiltakið?

Møguleiki
Bleisure/FLEXcation - ger eitt tilboð til luttakararnar, so tey kunnu vera nakrar eyka dagar ella taka makar/familju við
Planlegg Bleisure/FLEXcation í innbjóðingar-/fyrireikingarskeiðnum og hav tað við í innbjóðingini
Planlegg eina maka-/familjuskrá og hav tað við í innbjóðingina
Serligur príspakki til makar/familju, sum bert fevnir um morgunmat og vistarhald
Flutningur
Flutningur er tann tyngsti CO2-posturin á hvørjari ferð. Upplýs gestir um beinleiðis flutningsleiðir og ferjumøguleikar. Atlantic Airways hevur mong burðardygg tiltøk. Upplýs um hesi.
Her kanst tú gera mun
Ferðaløg kunnu fylgjast frá og til flogvøllin við bussi (um størri bólkur) ella samkoyring. Minst til at upplýsa hetta - eisini til einstaklingar
Royn at samla luttakarar á so fáum flogum sum møguligt, so flutningur frá flogvøllinum kann verða samskipaður
Vel eitt sertifiserað hotel. Vel hotell og støð við triðjaparts burðardygdisskjalprógvi
Upplýs um ókeypis býarbussar
Um bilar skulu nýtast, vel elbilar, har tað ber til
Vís eisini til súkklur
Ger eina ætlan, so bólkurin hevur tørv á so lítlum flutningi sum møguligt
Gisting
Gev fyrimun til hotell og støð við triðjaparts burðardyggari góðkenning
Vitja á staðnum (møguliga talgilt) og tryggja tær, at øll umhvørviskrøv verða fylgd
Vel eitt stað/og ella hotell, sum hevur sett burðardygds átøk, politikkir og mannagongdir í verk
Vel eina gisting, sum er í gongufjarstøðu frá fundarstaðnum
Er gisting góðkend til luttakarar, ið bera brek?
Spyr gestir, sum skulu gista í fleiri dagar, hvussu tey ynskja reingerð
ella ger eitt kort við „Eg havi ikki tørv á reingerð“ sum part av skrásetingini við komu

Stað
Hevur staðið eina grøna góðkenning?
Hevur staðið skift til LED ljós?
Er ein el-løðari til bilar á staðnum?
Vitja staðið fyri at tryggja, at tíni umhvørviskrøv verða fylgd
Vel eitt stað, sum ynskir at gera meira fyri at gerast burðardygt
Vel eitt stað í gongufrástøðu frá gistingini
Um sýningarbásar eru partur av tiltakinum, fyriliggur ein ætlan fyri:
Krøv til endurnýtslu av tilfari?
Hvussu verða básarnir endurnýttir, givnir burtur ella sorteraðir?
Kunnu lutir vera leigaðir?
Er staðið atkomuligt fyri luttakarar, ið bera brek?
Kunnu borðprýði verða endurnýtt til annað tiltak ella er tað møguligt at nýta prýði, sum kann nýtast aftur og aftur?
Er tað møguligt at geva borð- og pallprýði burtur aftaná tiltakið?
Er tað møguligt at leiga borð- og pallprýði?
Slepp undan penni og pappíri til hvønn luttakara
Matur
Slepp undan einnýtisvørum
Bjóða kranavatn í staðin fyri fløskuvatn
Bjóða mat frá lokalum framleiðarum, har tað ber til, og greið frá søgum um matvørurnar til luttakararnar
Bjóða lokalar rættir tillagaðir altjóða gestum
Lokalur matur er meira umráðandi enn vistfrøðiligur matur
Bjóða altíð í minsta lagi ein vegetarrætt
Minst til at fáa upplýsingar um ovurviðkvæmi og serlig kostkrøv við skráseting
Bjóða MSC ella ASC prógvaðan fisk - og sjálvandi føroyskan
Ger tað kravt at fólk melda seg til allar máltíðir. Tað minkar um matoyðsl og kostnað
Tá tú tosar við vertin um máltíðir, tosa um møguleikar fyri lægsta CO2-fótaspori. Lokalt fyrst og fremst (fiskur og seyðakjøt). Høsnarungi er betri enn oksakjøt
Vel árstíðarbundnan mat
Royn at minka um matoyðsl
Er ein ætlan fyri avlopsmat? Kann maturin verða givin burtur? Ella ger samstarv við TooGoodToGo ella vælgerandi felagsskapir? Matur kann til dømis verða latin:
Eldrabýlir, gistingarhús ella onnur tiltøk nærhendis
Set teg í samband við lokalan felagsskap frammanundan tiltakinum og skipa fyri avheinting
Fyri at sleppa undan matoyðsli, kanst tú brúka minni tallerkar. Tað er best at kombinera smærri rættir við møguleika fyri eyka tilhoyri eftir tørvi


Samskifti
Samskiftir tú við luttakarar um flutning, og hvussu teir kunnu ferðast til og frá tiltakinum á mest burðardyggan hátt?
Samskiftir tú við luttakarar, um hvussu teir gista á mest burðardyggan hátt?
Sigur tú luttakarunum frá burðardyggu átøkunum, sum tú hevur tikið teirra vegna?
Sigur tú luttakarunum frá um burðardyggu átøkini, tey sjálvi kunnu taka?
Samskiftir tú um stuðul og vælgerandi felagsskap, tú hevur valt til tiltakið?
Er heimasíðan løtt at finna og at lesa, og hevur hon eina „lesi“ funku?
Er samskiftið tøkt á viðkomandi málum?
Er tiltakið og samskiftið „pappírsfrítt“?
Samskiftir tú bert á netinum og umvegis teldupost?
Fyrireikar tú online skráseting og áhaldandi samskifti?
Fyririekar tú online innskriving á sjálvum degnum?
Brúkar tú eina appu ella heimasíðu til skránna?
Eru øll skjøl tøk online og/ella umvegis teldupost?
Eru øll skjøl, framløgur og frágreiðingar online?
Sosial burðardygd
Minst til DEI (fjølbroytni, javnrætt og inklusjón) tá tú velur fyrilestrarhaldarar, og tá tú samskiftir um tiltakið
Tryggja fjølbroytni og javnvág í talaralistanum, so bæði kyn, ymiskar bakgrundir og yrkisbólkar eru umboðað
Royn at finna fyrilestrarhaldarar av báðum kynum og hav eitt javnt býti
Tá tú marknaðarførir tiltakið, minst til, at myndir skulu vera umboðandi fyri tiltakið
Royn at finna lokalar fyrilestrarhaldarar
Gerst tú tað møguligt fyri øll at luttaka?
Er løtt og jøvn atgongd t.d. í samband við brek, skrásetingarprís, osv.?
Kann ein „stuðulsluttakari“ vera ein valmøguleiki - fyri lokal feløg - ella hybridvalmøguleiki fyri tey, sum búgva langt burturi og ikki hava møguleika at luttaka?
Finn lokalar gávur til fyrilestrarhaldarar
Í samband við sýningar - finn lokalar lutir at brúka sum gávur
Fundarstjóri skal hava fokus á DEI
Samskift um atgongd
Skapa møguleikar fyri, at skrivað samskifti verður lisið upp
Kanna, um tiltakstað/hotel er partur av „Sólsikkurblómuskipanini“ ella øðrum líknandi skipanum, og hvussu luttakarar kunnu fáa hetta til vega.
Deil góðar DEI royndir

Burturkast
Er møguligt at skilja burturkast?
Um Ja, vís hetta í verki
Hav rætta talið av ruskíløtum (lætt at eyðmerkja)
Um ikki er møguligt at skilja burturkastið, upplýs hví ikki, og hvat tú gert við burturkastið
Er tað „burturkast“, sum kann endurnýtast, skiljast ella gevast burtur
Hjálp luttakarum at taka burðardyggar avgerðir
Vís hvussu luttakararnir kunnu spara orku (td. sløkkja ljósið og skrúva fyri krananum)
Drekk kranavatn, klisturmerki eru um hetta á flestu hotellum og støðum – Visit Faroe Islands kann veita fleiri klisturmerki
Minka um matoyðsl (bjóða smærri talerkar, men fleiri rættir)
Brúka bussar (deil kort og ferðaætlan fyri nærmastu bussleið), samkoyring frá flogvøllinum, gongugøtur (upplýs um frástøðuna til støð)
Eggja luttakarum at taka egnar drekkidunkar og krúss
Upplýs um lokalar handlar og lokalar vørur
Upplýs um hvar matrestir og aðrar restir fara eftir tiltakið
Skipa fyri kapping og gev prísir til tey, sum hava skotið upp og framt serliga góð burðardygg átøk
Legacy og Impact
Hugsa um, um fyrilestrarhaldarin kann halda ein eyka fyrilestur í einum skúla ella felagi?
Vel lokalt undirhald
Bjóða eina lokala offset-ætlan ella bjóða eina virðisløn, sum gagnar lokalsamfelagnum
Kanst tú bjóða lokalum ambassadørum við í tiltakið?
Kanst tú lata ein part av tiltakinum upp fyri lokalum fólki?
Keyp so nógv sum gjørligt lokalt
Bjóða lokala framleiðslu og máltíðir
Tak lokala gransking og granskarar við, har tað ber til

OFFSET
Upplýs um lokala offsetætlan – Td. ‘Lendisbati’ Restore Nature - Build Back Better
Ger tína egnu stuðulsætlan
Vel eitt átak ella felagskap, sum gangar lokalsamfelagnum
Dømi um lokalar stuðulsverkætlanir kunnu verða
• Lendisbati – Restore Nature. Les meira her: Nature Restoration - Build Back Better
• Rudda Føroyar – Virkar sum ein yvirskipaður felagsskapur fyri eitt ruskleyst umhvørvi. Les meira her: Rudda Føroyar - Latið okkum halda Føroyar reinar saman
• RAMSAR (Tjóðsavnið): Tríggjar oyggjar eru merktar sum RAMSAR - øki í FøroyumMykines, Nólsoy og Skúvoy. Les meira her: Ramsar øki í Føroyum
Allar stuðulsverkætlanir kunnu samskipast gjøgnum Visit Faroe Islands og partnarar.
Eftir tiltakið
Fylg upp uppá málsetningar, sum eru settir fyri tiltakið
Samskift við luttakarar og aðrar áhugapartar um úrslitini
Fá afturmeldingar og uppskot til framtíðar átøk frá luttakarum og samstarvsfeløgum
Kannað gjølla mest umráðandi lærdómarnar og goym hesar til framtíðar tiltøk
Kann nakar partur av framleiðslu, avlopi ella burturkasti verða givið, endurnýtt ella nýnýtt?
Dømi
Blómur kunnu verða givnar til bústovnar ella onnur tiltøk í nærumhvørvinum
Útgerð kann verða givin til skúlur, frítíðarmiðstøðir og dagstovnar
Gev til dømis Dugna og NýNý tilfar, sum kann nýnýtast
Vónandi hjálpir hetta! Hevur tú onnur hugskot, lat okkum vita.