'Unordinary Meetings' hondbók

Page 1


Unordinary Meetings

Hugskot til fundir og tiltøk, sum skapa varandi minnir og virðir.

Virknir luttakarar │ Kreativt set-up │ Lokalur íblástur │ Ábyrgarfult

Innihaldsyvirlit

Útgevari

Visit Faroe Islands, í Gongini 9 P.O. Box 118, FO-110 Tórshavn Tel. +298 666 555 www.visitfaroeislands.com info@visitfaroeislands.com

Snið Sansir

© Visit Faroe Islands

Unordinary Connections – ’Icebreakers‘

Hvør setningur ella orðatak hóskar til tín?

Ein „icebreaker“ hjálpir luttakarum at greiða frá sær sjálvum á ein øðrvísi hátt, samstundis sum tey fáa eina fatan av, hvat Føroyar er. Hetta er ein stuttlig og orkurík venjing, sum hjálpir luttakarunum skjótt at heilsa uppá nógv fólk, sum tey eru saman við. Venjingin virkar serliga væl í byrjanini av einum fundi ella tiltaki.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• 3 til 500 luttakarar í 10-15 minuttir

ENDAMÁL:

• At heilsa uppá hvønn annan

• At skapa sambond

• At skapa tilknýti til føroyska mentan

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Kort við 20-30 ymiskum føroyskum sitatum. Hesi sitat kunnu vera stuttlig, hugvekjandi, ella siga nakað um, hvussu føroyingar hugsa.

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Hong sitatini upp á veggin, ella spjað tey á borð ella á gólvið

• Bið luttakararnar um at taka eitt sitat, sum talar til teirra

• Far eina rundu runt borðini, har luttakararnir stutt siga frá sær sjálvum, lesa teirra sitat upp, og siga frá, hví teir valdu akkurát hetta sitatið.

DØMI UM ORÐATØK:

• „Betri er lítið gjørt enn einki at hava“

• „Tann, ið bíðar eftir øllum góðum, bíðar ofta longi“

• „Hvar tú fert, fylgir tín skuggi“

• „Betri er at spyrja tveir ferðir enn at fara skeivur eina ferð“

• „Eitt gott orð finnur altíð ein góðan stað“

• „Ofta er hart í bakkanum, men flatt á toppinum“

• „Tann, sum gevur til sín sjálvs, gevur til ongan“

• „Ein skal ikki rokna við somu fiskum, áðrenn teir eru fangaðir“

Um har eru nógvir luttakarar (meira enn 8-10), deil tey upp í minni bólkar við til dømis 6-8 luttakarum, soleiðis at tíðin verður hildin.

Netverksbingo

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• 10 til 500 - 15-20 minuttir

ENDAMÁL:

• At heilsa uppá hvønn annan

• At fáa orku

• At skapa sambond

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Eina bingoplátu og ein penn til hvønn luttakara. Brúka møguliga bingoplátuna á næstu síðu sum íblástur.

• Nóg mikið av gólvplássi.

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Luttakararnir skulu standa í einum bólki á gólvinum

• Allir luttakarar fáa eina bingoplátu og ein penn í part

• Gev luttakarunum boð um at finna persónar, sum hóska til lýsingarnar á bingoplátuni

• Fyri at fremja netverkan er bara loyvt at skriva eitt navn í hvønn punt á plátuni. Um tað eru fá fólk við, kanst tú loyva, at ein persónur verður brúktur til tveir ella trýggjar puntar

• Bið luttakararnar skriva navnið á persóninum, sum svarar til útsøgnina á plátuni, so tú kanst kanna, at vinnarin ikki hevur lumpað

• Sig hart, at tann, sum fyrst hevur fulla plátu, hevur vunnið. Hav møguliga ein lítlan vinning við, t.d. sjokolátu ella eitt føroyskt tinganest

• Vinnarin rópar sjálvandi „BINGO“, tá plátan er full

• Kanna møguliga eftir við at spyrja, um tað er rætt, at td. ’Jytte’ hevur verið í Føroyum fyrr, og at John dámar væl at ganga. Ikki er neyðugt at kanna ov gjøllað, hetta er bara fyri stuttleika

Prei

Ver kreativ/ur og tillaga bingopláturnar, so tær hóska enn betri til tín bólk. Tá plátan er fylt út, kanst tú møguliga spyrja luttakararnar, hvat tey ynskja at vita um hvønn annan, sum ikki stóð á plátuni.

Unordinary samrøður

Disconnect to connect

Í nútímans arbeiðslívinum verða vit støðugt órógvað av skíggjum, telefonum og einum ósteðgandi orðastreymi. Hetta kann gera tað trupult at fokusera og at skapa sambond við aðrar fundarluttakarar. Hetta hugskot snýr seg um at kopla úr larminum og geva rúmd fyri nærleika og at hittast á ein annan hátt.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 10-100 persónar 30-60 minuttir

ENDAMÁL:

• At skapa orku og rørslu

• At uppliva nærumhvørvi

• At hugleiða uttan órógv

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Deil spurnarkort út við hugleiðandi spurningum til luttakararnar. Gev teimum møguliga ein blokk, har tey skriva teirra tankar niður. Skapa nøkur støð uttandura við kaffi og bollum/smákøkum. Støðini kunnu vera mannað, men tað er ikki neyðugt. Ger nýggjar uppgávur á hvørjum staði, ið skulu loysast fyri at fáa næsta spurnarkortið. Hav venjingina uttandura í náttúruni ella í nærumhvørvinum.

Vel støð, har luttakararnir kunnu fokusera, t.d. ikki beint við ein stóran veg, mitt í býnum ella í handilsstøð.

• Bið luttakararnar fara í hóskandi skógvar og klæðir. Sig tað við tey, áðrenn fundurin byrjar.

• Syrg møguliga fyri regnskjólum og regnsløgum, um tað skuldi verið neyðugt.

Prei

Hugsa møguliga um at fáa lokal fólk at hjálpa við postunum. Brúka møguliga hesa venjingina sum part av kaffisteðginum og bjóða kaffi úti í náttúruni ístaðin fyri inni á fundarstaðnum

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Deil luttakararnar upp í bólkar við 2-5 fólkum í hvørjum bólki

• Gev teimum eitt kort, sum vísir rutuna, tey skulu ganga. Rutan kann vera vøkur, søgulig ella mentanarliga áhugaverd

• Gev teimum eitt kort við einum spurningi, sum tey hugleiða um, meðan tey ganga til fyrsta postin

• Send tey avstað soleiðis, at tey ikki ganga beint aftan á hvønn annan

• Á fyrsta posti fáa tey ein nýggjan spurning og kunnu verða biðin um at loysa eina uppgávu, t.d. at finna, smakka, nema við, ella lurta eftir onkrum

• Lat tey halda fram til einar 3-5 postar

• Tá tey koma aftur, kann fundarstjórin møguliga spyrja nakrar av bólkunum, hvat tey í stuttum komu fram til

Geyla tín trupulleika í vindin

Hesin aktivitetur er serliga góður, tá nógvur vindur. Jú meiri vindur, jú betri.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• 1 til 500 - 10-15 minuttir

ENDAMÁL:

• At sleppa av við ørkymlan

• At fara uttandura, sjálvt tá vindur er

• At fáa orku saman

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Virksemið krevur einki tilfar

• Tað kann útinnast hvar sum helst uttandura, treytað av at ongin verður órógvaður av tykkara geyli

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Farið út

• Stillið tykkum í eina ella fleiri røðir og hyggið út yvir náttúruna, fjøllini ella havið

• Bið luttakararnar hugsa um nakað, sum tey eru ørkymlað um, og sum tey kunnu orðað í einum orði

• Boyggja tykkum fram og teljið til trý

• Tá tit telja til trý, reisa øll seg upp, breiða armarnar út til síðuna og geyla teirra trupulleika út í vindin

• Takka luttakarunum og sig nakað soleiðis sum: „Nú eru tit vónandi sloppin av við eitt sindur av tykkara trupulleikum og eru klár til at hava tað stuttligt saman.“

Prei

Hetta kann møguliga brúkast á ein longum busstúri. Koyr út til síðuna á einum vøkrum staði, fá luttakararnar út. Stilla teg framman fyri luttakarunum, tá ið tú gevur boðini. Vís luttakarunum, hvussu tey skulu gera, áðrenn tú setur tey í gongd. Bukka teg niður, tel til trý, reis teg upp, og róp trupulleikan út í vindin. Um tað er nógvur vindur, kann tað vera neyðugt at brúka eina megafon ella at geva boðini, áðrenn tit fara út. Hugsa møguliga um eitt sindur av ræddarvenjing áðrenn, so ongin fer ov illa við røddini.

Unordinary spurnarkort

Við spurnarkortum spyrja lutakararnir hvønn annan. Hetta er ein einkul máti at fáa luttakararnar at deila vitan og skapa sambond.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 10 til 500 15-20 minuttir

ENDAMÁL:

• At deila vitan

• At byggja relatiónir

• At fáa nýggja vitan um hvønn annan

• At geva rørsli og orku

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Eitt spurnarkort til hvønn luttakara. Minst 16 ymiskir spurningar, so ongin fær sama spurning

• Á hvørjum korti stendur ein spurningur

• Nóg mikið av gólvplássi

HENDINGIN HÓSKAR VÆL:

• Í byrjanini av einum fundi fyri at fáa luttakararnar at tosa saman og kenna hvønn annan

• Sum upphiting til eitt evni á fundinum, fyri at fáa íblástur

• Í endanum av fundinum, sum ein háttur at hugleiða um tað, tit hava verið ígjøgnum

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Bið luttakararnar um at fara saman í pør á gólvinum, helst við onkrum, tey ikki kenna frammanundan.

• A spyr B spurningin, og B svarar. Síðani spyr B, og A svarar.

• Tá tey hava spurt og svarað, skifta tey kort við hvørt annað og finna ein nýggjan makkara

• Virksemið heldur fram í 8-12 minuttir

• Enda við at spyrja, um onkur hevur lært okkurt nýtt, sum tey vilja deila

Prei

Luttakararnir skifta sjálvir, tá ið teir eru klárir. Bið tey møguliga um at rætta ein arm upp, hvørja ferð tey leita eftir einum nýggjum makkara, so tey skjótt kunnu finna hvønn annan. Syrg fyri, at luttakararnir fáa tosað við nógv fólk. Nakrir bólkar kunnu steðga upp, um tú ikki heldur teir í gongd. Tú kanst møguliga stýra skiftunum við eini klokku fyri at halda skiftingarnar í gongd.

Unordinary orka og stuttleiki – energizers

Fanga fríska luft

Ein stuttlig og orkugevandi venjing, sum gevur høvi til at fara út og fáa eitt sindur av frískari luft.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 2-500 persónar 10-20 minuttir

ENDAMÁL:

• At fáa fríska luft

• At skapa kropsliga virksemi

• At skapa samband millum luttakararnar

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Nógv av súltutoyskrukkum ella líknandi

• Møguleiki at fara út

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Farið saman í pør

• Gevið hvørjum pari eitt súltutoysglas

• Fortel, at tey skulu fara út at fanga fríska føroyska luft í glasið. Jú meira av vindi, jú betri. Enn betri, um tað er havluft ella angin av grasi ella seyði

• Tá tey eru komin aftur, skulu tey seta seg klár við gløsunum

• Teljið til trý, og latið luftina út í fundarhølið samstundis

• Fortel, at endamálið er, at reina luftin í Føroyum økir fokus

Prei

Ger møguliga hesa venjing sum ein part av kaffisteðginum. Kombinera virksemið við einum „walk and talk“, har luttakararnir skulu út at tosa um okkurt fakliga viðkomandi.

Føroyskur dansur

Ein stuttligur máti at lyfta orkuna og siga nakað um føroyska mentan og siðvenjur. Dansurin kann brúkast á øllum tíðum á degnum, men er serliga effektivur við komu, eftir frokost ella móti endanum av degnum. Ein stuttlig orkugevandi venjing, sum lyftir orkustøðið skjótt.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 8-100 persónar 10-15 minuttir

ENDAMÁL:

• At hava tað stuttligt saman

• At fáa kroppin virknan

• At knýta føroyska mentan í fundin

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Einki tilfar er neyðugt

• Krevur nóg mikið av gólvplássi

• Kann eisini gerast uttanfyri

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Øll fara út á gólvið

• Greiðið frá, at tit nú vilja vísa teimum, hvussu føroyskur dansur fer fram.

• Stillið tykkum arm í arm á siðbundnan hátt

• Vísið teimum, hvussu tey skulu dansa, meðan fundarstjórin og møguliga onnur lokal hjálpa við at kvøða og dansa

• Hetta er bara ein orkugevandi venjing, so haldið ikki á ov leingi, í mesta lagi 5-10 minuttir

Prei

Bjóðið øllum við, men virðið, um onkur av eini ella aðrari orsøk ikki kann ella vil vera við. Far møguliga í føroysk klæðir. Brúka ein siðbundnan sangtekst, men um tú ert kreativ/ur, kanst tú yrkja ein, sum hóskar til høvið.

Tel til trý

Ein stuttlig orkugevandi venjing, sum skjótt lyftir orkustøðið. Venjingin kann brúkast allar tíðir á degnum, men er serliga effektiv eftir frokost ella móti endanum av degnum.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 2-500 5-10 minuttir

ENDAMÁL:

• At hava tað stuttligt saman

• At skapa kropsliga venjing

• At skapa fokus

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Einki tilfar er neyðugt

• Krevur, at luttakararnir standa uppi. Kann gerast millum borðini ella í stólarøðum, so tað krevur ikki nógv pláss

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Bið luttakararnar um at stilla seg í pør yvir fyri hvørt annað

RUNDA 1:

• Bið luttakararnar um at telja til 3 saman

• A sigur 1, B sigur 2, A sigur 3, B sigur 1, A sigur 2, og so framvegis. Tað ljóðar einfalt, men tað er torførari enn man skuldi trúð

RUNDA 2:

• Tá luttakararnir hava fingið skil á at telja, gerst tú tað truplari

• Fortel teimum, at tey nú skulu skifta „1“ við eitt „Mæææh!“ (sum eitt lamb)

RUNDA 3:

• Tá tey hava skil á tí, skulu tey eisini skifta „2“ út við eina fugl, sum sigur „Kraaa“, meðan tey lyfta armarnar upp sum veingir.

RUNDA 4:

• At enda skifta tit eisini „3“-talið út við eitt føroyskt „Góðan morgun“ og eina vinkandi hond.

Prei

Besti mátin at greiða frá venjingini er við at finna ein sjálvbodnan at vísa, hvussu tað skal gerast. Hugsa møguliga um at skifta ljóðini og rørslurnar út við okkurt annað.

Unordinary innrætting, tilfar og tilhoyr

Hvør fuglur ert tú?

Brúka føroyskar fuglar til at deila í bólkar og seta eina øðrvísi samrøðu í gongd

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 6 til 500 persónar 5 minuttir

ENDAMÁL:

• At skapa eitt stuttligari og meira óformelt fundarprát

• At fáa føroyska náttúru inn í fundin

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Eitt borð við klistrimerkjum av ymiskum føroyskum fuglum (4-6 sløg), sum kunnu setast á klæðini ella á eitt navnskelti

• Syrg fyri at hava líka nógv klistrimerki av hvørjum fugli, um tú ikki vilt, at øll verða lundar, sum altíð eru sera vælumtóktir

• Plakatir, sum lýsa eginleikarnar og „persónleikan“ hjá fuglunum

• Myndir av fuglunum ella møguliga ústoppaðir fuglar, sum kunnu setast á borðini

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Tá luttakararnir koma, bið tey lesa um ’persónleikan’ hjá teimum ymisku fuglunum

• Bið tey velja eitt klistrimerki av einum fugli, sum hóskar til tey, og set tað á teirra navnskelti

• Tá ið tey koma inn í fundarhølið, skulu tey seta seg við eitt borð (eitt reiður), sum hóskar til teirra valda fugl. Syrg fyri, at tað er týðiliga merkt við myndum ella útstoppaðum fuglum, hvat borð er til hvønn fugl

Prei

• Bið møguliga luttakararnar hava eina rundu við borðini, har tey siga frá, hví tey hava valt júst hendan fuglin

• Lat møguliga borðini gera eitt herðróp, sum skal eftirlíkna teirra fugli

• Lat tey sita við somu fuglaborð fyrsta dagin og møguliga blanda fuglarnar dagin eftir

• Visit Faroe Islands hevur fuglar, plakatir, postkort og klistrimerki av fuglum, sum tú kanst lána.

Føroyskar myndir

’Ein mynd sigur meiri enn túsun orð’ sigur eitt gamalt orðatak. Myndakort kunnu brúkast á nógvar mátar at seta í gongd eina øðrvísi samrøðu.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 2 til 500 luttakarar 10-20 minuttir

ENDAMÁL:

• At skapa djúpari og meira kreativar samtalur

• At skapa sambond millum luttakararnar

• At skapa samband við føroyska mentan og náttúru

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Kort við 30-40 ymiskum myndum av føroysku náttúruni og mentan. Stórt fjølbroytni skal vera í motivunum. Myndirnar kunnu eisini vera samansettar og hava fleiri merkingar, so tað ikki bert eru myndir av klettum og fossum

• Klistur at hanga myndirnar upp á veggin

• Myndirnar kunnu brúkast á fleiri ymiskar mátar. Her eru trý dømi:

MYNDIR SUM ’ICEBREAKERS’:

• Set myndirnar á veggin, ella breið tær út á eitt borð ella á gólvið

• Bið luttakararnar velja eina mynd, sum talar til teirra

• Far runt borðini, har luttakararnir stutt fortelja um seg sjálvar, vísa teirra mynd, og siga, hví tey hava valt júst hana.

’MOODBOARD’:

• Ger eitt ’moodboard’ av myndum á vegginum, sum sigur nakað um uppgávuna, tit skulu loysa. Til dømis, hvussu skulu kundaupplivingarnar síggja út? Hvat skal okkara ’brand’ samskifta? Osfr.

MYNDIR TIL HUGAROK:

• Legg myndirnar í eina bunka við baksíðuni upp

• Tak ovastu myndina upp. Hygg á myndina og brúka hana til at hugaroka um ta nýskapandi avbjóðingina, tit arbeiða við. Hvørji hugasambond gevur myndin, sum kunnu geva íblástur til hugskot, ið loysa avbjóðingina?

• Tak eina nýggja mynd og endurtak

• Haldið fram, inntil tit ikki tíma meiri

Í staðin fyri myndir kunnu tit eisini hava eina posa við 15-20 føroyskum tilfari, so sum eina hosu, eitt fiskinet, eitt seyðaskin, osfr.

ISock – Disconnect to Connect

Tað er torført at halda fokus á einum fundi, um telefonin liggur og freistar í lummanum. Við ISock fáa luttakararnir eitt tilboð um at goyma fartelefonina burtur.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 1 til 500 persónar 1 minutt

ENDAMÁL:

• At skapa fokus

• At motivera luttakararnar til at goyma fartelefonina burtur

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Eina hosu til hvønn luttakara

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Lat eina hosu til hvønn luttakara. Tey kunnu møguliga fáa hana, tá tey innskriva seg, ella hon liggur á teirra stóli

• Bið tey seta fartelefonina í flogfarstøðu og leggja hana í hosina. Tey kunnu síðani goyma hosina burtur

• Greið frá, at so leingi fartelefonin er í hosini, er tað meiningin, at hon skal hava frið

Prei

Gev teimum møguliga hosina við heim sum eitt fundarminni. Um hosurnar eru lokalt framleiddar ella hondbundnar, fortel eina góða søgu um, hvussu tær blivu til. Lat luttakararnar sjálvar velja, um tey vilja vera við ella ikki. Nógv kunnu av ymiskum orsøkum als ikki vera uttan teirra fartelefon.

Skógleistar – Ver saman sum ein føroyingur

Skógleistar kunnu vera við til at gera ein fund stuttligari og meiri óformligan. Tá luttakararnir lata seg úr skógnum og lata seg í hesar siðbundnu føroysku skógleistar, hendir nevniliga okkurt serligt.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 1 til 500 persónar 1 minutt

ENDAMÁL:

• At skapa eitt stuttligari og meira óformellt fundarprát.

• At føra føroyska mentan inn í fundin.

TILFAR OG RÚMKRØV:

• Eitt par av skógleistum til hvønn luttakara

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Tá luttakararnir koma, greið teimum frá um Skógleistar. Tú kanst t.d. siga: ’Í føroyskum heimum er tað siðvenja at lata seg í skógleistar innandura fyri at halda føturnar heitar og at kenna seg væl. Bundnu skógleistarnir spegla føroyska gestablídni og hugna, og teir vísa ríku binditraditiónina í Føroyum

• Bið tey lata seg úr skógnum og fara í skógleistarnar

Prei

• Lat teg sjálva/n í skógleistarnar; tað ger tað lættari at fáa luttakararnar við

• Um onkur ikki ynskir at lata seg i skógleistarnar, so er tað heilt í lagi

• Hav eina ætlan um, hvat luttakararnir skulu gera við sínar egnu skógvar

• Gev teimum møguliga skógleistarnar heim við sum eitt minni

• Um skógleistarnir eru lokalt framleiddir ella hondgjørdir, fortel søguna um, hvussu teir blivu til.

Kavakríggj

Á Føroyum er sjáldan kavi, men tá kavi er, dámar okkum eitt gott kavakríggj. Henda venjing er orkufull, stuttlig og eitt sindur ør, og hon fær luttakararnar at samskifta á ein øðrvísi hátt. Hon er eitt sindur fløkjaslig, men vøkur sum føroyska náttúran.

BÓLKASTØDD OG TÍÐARÆTLAN:

• Frá 1 til 500 persónar 15-30 minuttir

ENDAMÁL:

• Fáa luttakararnar at kanna eitt viðkomandi evni

• Skapa kropsliga orku og spælihýr

TILFAR OG RÚMKRØV:

• 3-5 hvít A4-ark og ein penn í part

• Virksemið riggar best úti á gólvinum, men kann eisini vera millum borð og stólarekkjur

SOLEIÐIS GERA TIT:

• Fortel luttakarunum, at tey nú skulu í gongd við eitt intelligent kavakrýggj.

• Øll taka 3-5 pappír

• Øll brúka 2-3 minuttir til at skriva ein spurning á hvørt ark um eitt aktuelt evni, sum hini skulu svara. Um evnið t.d. er „góðir fundir“, kunnu luttakararnir skriva spurningar sum

„Hvat er besti fundur, tú hevur upplivað?“ ella „Hvat er eitt gott fundarprei?“

• Bið luttakararnar um at krúlla teirra spurningar saman til pappírkúlur (kavabóltar)

• Tak kavabóltin við út á gólvið

• Teljið til trý og byrjið kavakríggið. Tað kann til dømis vera „dreingir móti gentum“ ella „øll móti øllum“.

• Brúkið 1-2 minuttir til at kasta kavabóltar eftir hvørjum øðrum

• Finnið saman í pør

• Pørini taka ein kavabólt í part og svara spurninginum á kavabóltinum

• Tá ið tey hava svarað, finna tey ein nýggjan makkara og svara einum nýggjum spurningi

• Minnist til at minna luttakararnar á at skifta kavabóltar og makkarar støðugt, tí annars hava tey lyndi til at steðga

• Lat virksemið halda fram í 8-10 minuttir

• Enda møguliga við at taka nakrar spurningar og svar frá luttakarunum

Prei

• Hav møguliga ymiskar litir av pappíri, har summi eru verri enn onnur. Td. gul pappír millum tey hvítu

• Nógv vita ikki, hvat tey skulu skriva, so tú kanst møguliga nakrar kavabóltar við tínum egnu spurningum fyri at nóg mikið av relevantum spurningum eru

Prei

Royn okkara „Unordinary Meetings Chatbot“, sum vit hava ment sum ein sparringspartnara til skipa fyri óvanliga góðu og gevandi fundunum og tiltøkunum í Føroyum.

*Neyðugt er hava at chatgbt+ fyri at kunnu brúka amboðið.

Takksemisbók, varði av stressbóltum, lambaskinn og annað føroyskt tilhoyr

Fundarluttakarar dáma vanliga væl at hitta lokal fólk og lokala mentan. Tí kann tað geva eyka fundinum meiri orku, um føroysk kreativ íkast eru. Tað kundi verið hetta:

Takksemisbók: Gev luttakarunum eina takksemisbók, har teir kunnu skriva, hvat teir eru takksamir fyri í teirra lívi og við at vitja Føroyar. Gransking hevur víst, at um ein dagliga skrivar trý ting niður, sum ein er takksamur fyri, so er hetta gott fyri viðkomandi. Tað kann vera stór ting, so sum „Eg eri takksamur fyri mína familju, og at heilsan er góð“ ella smá ting sum „Eg eri takksamur fyri vakra útsýni ella góða miðmálan“

Varði við stressbóltum: Visit Faroe Islands Meetings hevur gjørt nakrar smáar bundnar bóltar, sum líkjast steinum. Nógvir fundarluttakarar dáma væl at hava okkurt at putlast við, meðan teir lurta eftir framløgum og kjaki. Tað kann virka sissandi og forða fólkum frá at putlast við fartelefonina. Onkuntíð verða hesar bóltar nevndir stressbóltar.

Bóltarnir kunnu setast saman sum ein varði á borðini. Fortel møguliga um, hvussu varðar verða brúktir til at finna veg í landslagnum, og um, hvussu man í gomlum døgum gekk frá bygd til bygd eftir bygdagøtum, sum vóru merktar við varðum.

Seyðaskinn: Eitt av tí fyrsta, sum man leggur til merkis sum gestur í Føroyum, eru allir teir mongu seyðirnir. Føroyingar eru vanir við teir, men fyri fólk uttanífrá er tað stuttligt, óvanligt og øðrvísi. Eitt einfalt hugskot til innrætting er tí at brúka seyðaskinn sum part av pyntinum í fundarhølinum ella við kaffiborðið. Legg t.d. skinn á gólvið, á stólarnar ella á kaffiborðið. Tað er dekorativt og skapar hugna, og tað sigur eisini nakað um, at fundurin verður hildin á Føroyum.

Reint vatn: Føroyar hava kanska heimsins reinasta vatn. Ger nógv hóvasták burturúr tí. Servera vatnið, sum um tað var tað fínasta víni. Ger møguliga eina vatnsmakking, har reint føroyskt vatn skal roynast (vatn úr einum fossi, vatn úr einum krana, vatn úr eini fløsku, osfr.). Visit Faroe Islands Meetings hevur prentað ein skilavegg, har tað vakurt verður greitt frá, hvat føroyskt vatn kann. Fortel møguliga, at vatnið sigur nakað um føroyska lívstílin tætt við náttúruna. Sambært søgn finnast ongi støð, har har tú ikki kanst síggja vatn og fjøll í senn. Fortel eisini, at reint vatn er ein mynd av, at Føroyar venur seg við at hava eina burðardygga og endurskapandi fundarferðavinnu.

Bindiøki

Hav eitt hugnaligt pláss inni í fundarhølinum ella í kaffiøkinum, har til ber at seta seg at binda. Hetta er eisini eitt øki fyri tey, sum kanska ikki hava hug til at vera við til allar tær ymisku venjingarnar. Tey hava kanska sólblómuna um hálsin, og hava meiri tørv á at sita í friði.

Hesar venjingar eru mentar í samstarvi við LoopNordic, Anja Hartung Sfyrla, og MovingMinds, Bo Krüger í 2024

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.