4 minute read

Ein ábyrgdarfull ferðavinna

Vit ásanna, at ferðavinnan hevur ávirkan á samfelagið, menniskjuni og náttúruna vit virka í. Stór mál kunnu bert náast um vinna og mynduleikar samstarva. Og tískil ynskja vit gjøgnumskygni í okkara virksemi.

Vit vilja eggja til burðardygga menning og vøkstur tó uttan, at tað natúrliga tilfeingið versnar fyri komandi ættarlið. Vit miðja ímóti, at skapa eitt burðardygt og mennandi umhvørvi í okkara fyritøku, har vit miðvíst arbeiða fram ímóti eini enn meiri burðardyggari ferðavinnu.

Hetta er ikki nøkur løtt og einføld uppgáva sum vit kunnu loysa sjálvi, men við smáum burðardyggum loysnum í okkara arbeiði, koma vit hvørt ár tættari at hesum máli.

Tiltøk og tað dagliga virksemi, sum Visit Faroe Islands stendur fyri ígjøgnum árið, skal bera skilagóðar og burðardyggar loysnir. Í 2022 varð sjøtil settur á arbeiðið við at seta okkara burðardyggu langtíðarætlan fyri ferðavinnuna í reglubundnar karmar. Talan er um eina nýggja ferðavinnuætlan fram til 2030, sum skal kjølfestast í føroyska samfelaginum og røkka málinum um eina vælskipaða og burðardygga ferðavinnu.

Arbeiðið við at veita burðardygga kunning til vinnuna, tey ferðandi og ferðavinnuveitarar, hevur verið støðugt í 2022, vit hava eitt nú lagt til rættis ein burðardyggan politikk, ein innkeyps politikk og eina burðardygga vegleiðing (toolbox) í samband við tiltøk, umframt nøkur hent ráð til ferðandi, um at taka burðardyggari avgerðir tá tey ferðast í Føroyum.

Eisini er Visit Faroe Islands í eini tilgongd at fáa eina “Green Key” umhvørvisgóðkenning.

VARÐVEIT FØROYAR

Í 2022 byrjaði arbeiðið við at orða eina burðardygga stevnuskrá. Í Visit Faroe Islands ásanna vit, at einhvør áhugabólkur er sjálvstøðugur í málinum um, at varðveita Føroyar og tess vegna hava vit øll hvør sín leiklut í at varðveita aðalmálini í komandi stevnuskrá.

Stevnuskráin hevur til endamáls at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku ferðavinnuni og stuðla undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning.

Vit hava sett okkum fyri at røkka hesum trimum burðardygds málum í 2030

Frá arbeiðinum viðvíkjandi at røkka ST málunum koma inn nýhugsanir og onnur ítøkilig aðalmál, sum vit hava sett okkum at røkka tey komandi árini.

Visit Faroe Islands eru væl ávegis at røkka hesum aðalmálum. Sambært eini fólkakanning gjørd av Spyr.fo í 2022, um ferðavinnuna í Føroyum vísti hetta, at nøgdsemi millum føroyingar er á 71%. Fyri veitarar er støðan eisini í framgongd, við tað at 33% av okkara hotellkømrum hava eina umhvørvisgóðkenning. Fyri aðrar veitararnar er støðan eisini í framgongd, her kann nevnast, at bæði Greengate Incoming og 62n hava fingið burðardyggan politik og væntandi fáa vit neyvari tøl í 2023 fyri aðrar veitarar.

Í 2030 hava 80% av Føroya fólki ein jaligan hugburð mótvegis ferðavinnuni og vinnuferðavinnu. Málið er at røkka 70% í 2025.

Í 2022 hava vit rokkið einum jaligum hugburði á

71% (Mál í 2030: 80%)

Í 2030 hava 80% av okkara hotelkømr um eina umhvørvisgóðkenning. Málið er at røkka 50% í 2025.

Umhvørvisgóðkenning 2022

33% (Mál í 2030: 80%)

Í 2030 hava 90% av okkara ferðavinnu veitarum ein burðardyggan politikk. Málið er at røkka 70% í 2025.

Tølini verða tøk í 2023

..% (Mál í 2030: 90%)

Menniskju og Margfeldi Dygdargóð útbúgving

VIT YNSKJA:

• at arbeiða fyri dygdargóðum útbúgv ingum og hava eina vinnu, sum bjóðar lívslanga læring

• at hækka førleikastøðið hjá okkara vinnu, bæði hjá ungum og eldri, so tey hava dagførdar og relevantar førleikar og útbúgvingar. Eisini ynskja vit, at øll skulu hava møguleika fyri at vera við í føreikamenningini, soleiðis at munurin verður minni millum menn, kvinnur, aldur, fólk við serligum tørvi, etniska bakgrund, osfr.

• at fara inn í samstarv við Ferðavinnufelag og útbúgvingarstovnar um heiðursmerkir, praktikkpláss og annað, sum kann stuðla uppundir áhugan fyri dygdar góðari útbúgving.

Vit fara áhaldandi at hava skeiðir innan burðardygd.

Náttúra og Umhvørvið Reint vatn og reinføri

VIT YNSKJA:

• at skapa virðing um reint vatn í Føroyum. Vit ynskja at stuðla uppundir eina virðiliga nýtslu av vatni og arbeiða fyri, at ferðavinnan ikki verður ein bági fyri vatnnýtsluna

• at ferðavinnan er við til at tálma vatnnýtsluna og at spillvatn verður rætt viðfarið og so vítt gjørligt fer í sirkulerar rakstrarskipanir. Hetta verður ma. gjørt við so vítt gjørligt at kranar, brúsur og ves nýta so lítið vatn sum gjørligt.

• at øll ferðafólk ókeypis kunnu fylla teirra egnu vatnfløsku á frámerktum støðum.

Vit nýta kranavatn til øll okkara tiltøk og fundir.

Náttúra og Umhvørvið

Veðurlagsátøk

VIT YNSKJA:

• at stuðla uppundir tann veðurlagspolitkk, sum Føroyar og alheims samfelagið hava sett sær fyri.

Nat Rliga Tilfeingi Versnar Fyri Komandi Ttarli

Náttúra og Umhvørvið Lívið á landi

VIT YNSKJA:

• at varðveita vátlendi og verja lívfrøðiliga margfeldi.

• at steðga avmerging av náttúrini og oyðimarkarlendi. Hetta vilja vit gera við virkið at fara inn í verkætlanina hjá Tjóðsavninum, stuðla henni og bjóða hana fram Bjóða hana fram sum ein møguleika hjá ferðafólkum at gera okkurt gott fyri samfelagið. Eisini ynskja vit at bjóða vátlendisøkir fram til Closed For Maintenance átakið.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Sømiligt arbeiði og búskaparligur vøkstur

VIT YNSKJA:

• at ferðavinnan hevur ein árligan búskapar vøkstur, at ferðavinnan hevur eina góða virðisøking og stuðlar undir íverksetan. Við hesum fer ferðavinnan at breiðka um virksemi í Føroyum og at skapa fleiri áhugaverd størv.

• at ferðavinnufyritøkur i Føroyum hava føroyskan ognarskap.

• líka løn fyri sama arbeiði óansæð kyn, etniskan uppruna og serligan tørv og at ein størri partur av arbeiðsstyrkini eru ung millum 15 ­24 ár, soleiðis at ferðavinnan verður dragandi fyri hendan aldursbólk.

• sjálvi at fáa eina umhvørvisgóðkenning og krevja av partnarum og veitarum innanfyri eina freist, at tey eisini hava tað og /ella ein burðardyggan politikk.

Vit keypa lokalar vørur fyrst. Vit ráðgeva gestum um upplivingar eisini uttanfyri tær vanliga eftirspurdu upplivingarnar.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Burðardyggir býir og bygdir

VIT YNSKJA:

• at styrkja nýtsluna av almennum flutngini og burðardyggari ferðslu við at gera tað lættari at brúka almenna samferðslukervi runt í

Føroyum

• at øll skulu hava atgongd til náttúruna og at býir, bygdir og náttúra fevnir um øll, eisini fólk við rørslutarni.

• at gestir skulu hava atgongd til súkklur og annan burðardyggan flutning, eins og atgongd til løðistøðir til el­ bilar.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Ábyrgdarfull

N Tsla Og

Framlei Sla

VIT YNSKJA:

• eina burðardygga og effektiva nýtslu av okkara náttúruríkidømi.

• at minka um matspill.

• at minka um nýtsluna av evnafrøðiligum evnum í okkara burturkasti.

• at skilja burturkast eftir leiðbeining, soleiðis at so lítið sum gjørligt verður brent og mest møguligt verður endurnýtt.

Vit hava ein innkeypspolitikk. Vit hava ein burðardyggan politikk.

This article is from: