Yvirlit
Í 2022 byrjaði føroyska ferðavinnan at koma aftur á beint eftir tvey koronaár
Umsetningurin lendi á júst 900 mió. kr í 2022, samanborið við 582 mió. kr. í 2021. Umsetningurin í 2019, áðrenn korona, var 784 mió. kr, og sostatt er 2022 metár higartil. Havast skal tó í huga, at størsti parturin av umsetningsvøkstrinum í 2022 stavar frá øktu inflasjónini, har serliga hægri oljuprísir hava gjørt, at ferðaseðlaprísirnir eru hækkaðir. Sostatt sæst umsetningsvøksturin í 2022 ikki væl aftur á botnlinjunum hjá fyritøkunum, ið sum heild hava havt nøkur tung ár, fyrst í sambandi við korona og síðani høga inflasjón og rentuhækkingar. Tí verður tað av stórum týdningi fyri búskaparligu burðardygdina hjá føroysku ferðavinnuni, at 2023 gerst eitt gott ferðavinnuár.
Hækkaða útreiðslustøðið sæst eisini aftur á bruttovirðisøkingini fyri ferðavinnuna í Føroyum, sum vísti 347 mió. kr. í 2022, samanborið við 421 mió. kr. í 2019.
Tað yvirskipaða málið, ið arbeitt hevur verið ímóti síðani 2012, um at føroyska ferðavinnan skal røkka 1 milliard krónur í umsetningi, er sostatt í eygsjón. Korona hevur sum kunnugt seinkað tiltongdini, men vónirnar eru at røkka 1 mia. kr í 2023, um ikki aðrar ókendar avbjóðingar vísa seg.
Talið av gistingum á gistingarhúsunum øktist frá 173.913 í 2021 til 228.757 í 2022, hóast Føroyar fyrst lat upp í apríl eftir korona. Til samanberingar vóru 166.452 gistingar í 2019. Av tí at gistingarhúskapasiteturin sum kunnugt tvífaldaðist í 2020, er enn nakað á mál at røkka upp aftur til sama gistital (belegning) sum áðrenn 2020. Gistitalið í 2022 var á 51% fyri alt landið samanborið við 53% í 2019, meðan gistitalið fyri Suðurstreymoy var 53% í 2022 samanborið við 67% í 2019.
Umleið 100.000 útlendsk ferðafólk vitjaðu í Føroyum í 2022, samanborið við umleið 140.000 í 2019. Av teimum komu umleið 70.000 flogvegis og 30.000 sjóvegis.
Nógv marknaðartiltøk vórðu aftur greidd úr hondum í 2022, bæði innan frítíðarferðavinnu og vinnuferðavinnu. Messur, verkstovur og onnur søluátøk úti á marknaðunum, eins og Visit verkstovan, ið varð hildin í Løkshøll í apríl, har 50 útlendskir ferðasmiðir vitjaðu Føroyar.
Vit tóku ímóti 150 útlendskum fjølmiðlafólkum, harav 47 sokallaðum Instagrammarum. Hetta er nógv minni enn
eitt vanligt ár, men tó fleiri enn í 2021, tá bert 100 vitjaðu, harav 36 Instagrammarar. Eisini framleiddu vit egið tilfar eins og vit samstarvaðu við fleiri føroyskar sokallaðar influensarar enn vanlig ár. Nýggj útgáva av heimasíðuni www.visitfaroeislands.com kom eisini út, sum arbeitt hevur verið nógv við seinasta árið.
Eisini gjørdu vit eitt lýsingarátak saman við Listasavni Føroya, kallað /Imagine Faroe Islands, í samband við at nýggja AI tøknin Midjourney kom á marknaðin. Vit spurdu AImaskinuna hvussu kend listafólk, ið ongantíð fingu høvi at vitja Føroyar, mundu havt málað okkara oyggjar. Listasavnið hýsti hervið fyrstu framsýning í heiminum á einum tjóðsavni, sum bert rúmaði AI myndir. Samstundis fingu tey vitjandi á Listasavninum høvi at gera teirra egnu myndir, eins og eitt instagram átak varð koyrt samstundis, har øll kundu biðja um at fáa sína mynd gjørda úr Føroyum. Góð PR úrslit stóðust av tiltakinum í altjóða miðlum.
Innlendis menningararbeiðið hevur havt framhaldandi høga raðfesting í 2022. Heimasíðan Bygdagøtur.fo varð ment víðari og er nú heilt liðug. Átakið Closed for Maintenance varð aftur hildið í apríl, á 11 støðum, og eydnaðist enn einaferð væl. Farið varð undir samstarv við Búnaðargrunnin, um felags samskipara í fyribils 6 mánaðir, við endamálinum at menna og samantvinna landbúnað og ferðavinnu betri. Spennandi royndarskipanir innan samferðslu vórðu eisini settar í gongd, herundir í Tjørnuvík og Kalsoy. Førleikamennandi skeið innan burðardygga matgerð vórðu eisini hildin fyri vinnuni.
Eg fegnist um, at størri og størri dentur verður lagdur á burðardygd í vinnuni og Føroyar eisini hevur fingið eina hægri listing á GDS index’inum í 2022. Vit eru uppá fá ár farin frá at vera á støði við Eystureuropa, víðari til Vestureuropa støði og nú til norðurlendskt støði, um enn í niðara endanum enn. Arbeitt verður víðari við hesum framyvir.
Burðardygdsarbeiðið verður eisini eitt av aðalmálunum í strategi 2030, sum vit endiliga kundu fara í gongd við á heysti 2022, tvey ár seinkað vegna korona. Arbeiðið verður væntandi liðugt á vári 2023. Vit valdu at gera eina bottomup tilgongd, sum okkum vitandi er fyrsta dømi í heiminum fyri eitt heilt land. Spennandi verður at arbeiða víðari við hesum og leggja tær stóru linjurnar fyri ferðavinnuna frameftir. Møguleikarnir eru nógvir og teir ætla vit at troyta best møguligt, Føroyum at frama.
Í hesi ársfrágreiðing ber til at fáa eina nærri mynd av okkara virksemi í 2022.
Góðan lesihug!
Guðrið Højgaard
Stjóri, Visit Faroe Islands
Lyklatøl 2022
Gistingar á gistingarstøðum
228.757
+32% samanborið við 2019
Prosent av samlaða føroyska útflutningsvirðinum
6% samanborið við 6,4% í 2019
Hotelkømur við umhvørvisgóðkenning
33% +100% samanborið við 2019
GDS Index 2022
29 PLÁSS
Føroyar er á TOPP 30 lista yvir burðardygg ferðamál
Stig á 5-skala vísur ferðafólka nøgdsemi við upplivingar í Føroyum Fjølmiðla- og samstarvsvitjanir
150 samanborið við 226 í 2019
4.7 stig -0.1 stig samanborið við kanning frá 2018
Ferðavinnan 2022 í tølum
Í samstarvi við Visit Faroe Islands (VFI), savnar Hagstova Føroya inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri
GISTINGAR
Í 2022 vóru 228.757 gistingar skrásettar á gistingar húsunum í Føroyum tilsamans, samanborið við 173.913 gistingar í 2021, sum var eitt koronaár. Til samanberingar vóru 166.452 gistingar í 2019. Hetta var áðrenn gistingarhúskapasiteturin varð tvífaldaður í 2020.
Eisini 2022 varð merkt av koronu fram til apríl mánaða, tá aftur varð loyvt at ferðast frítt og útlendsk ferðafólk aftur vitjaðu Føroyar. Koronaárini hava givið eina stóra broyting í lutfallinum av gistingum. Hetta sæst í vissan mun eisini aftur í 2022, har nærmarknaðirnir enn stóðu fyri einum størri parti av gistingunum enn áðrenn korona. 39% av teimum útlendsku gistingunum í 2022 vórðu keyptar av dønum, samanborið við 60% í 2021 og 35% í 2019, áðrenn korona.
tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum. Eisini eru neyvari ferðafólkalýsingar gjørdar saman við Gallup.
Føroyingar stóðu fyri 49.399 gistingum í 2022, svarandi til 22% av teimum samlaðu gistingunum. Hetta kann samanberast við 57.454 (33%) í 2021, 33.496 (35%) í 2020 og 30.628 (18%) í 2019.
Flestu marknaðir høvdu framgongd í 2022 samanborið við 2021, sum tó sum kunnugt var eitt koronaár. Einasti marknaður sum gekk aftur var tann føroyski.
89% av øllum gistingum vóru í Suðurstreymi. Flestu ferðafólk koma til Føroya sum einstaklingar ella í minni bólkum á eini frítíðarferð, men talið av vinnuferðum hevur
seinastu árini verið støðugt vaksandi. Korona hevur tó eisini ávirkað talið av vinnuferðum negativt.
Ein stór og nýggj broyting í gistingarhagtølunum, sum
Hagstova Føroya savnar inn er, at tey síðani 2021 bert hava gistingarhagtøl frá gistingarhúsunum og ikki øðrum gistingarhættum, so sum frítíðarhúsum og kamping. Hetta tí at tað hevur verið trupult at fáa savnað onnur
gistingarhagtøl inn og fáa nóg høga góðsku í tølini. Tað gevur sjálvandi eitt lægri samlað tal enn áður og gevur
eisini eina verri mynd av hvussu nógv ferðafólk í roynd og veru gista kring landið, av tí at flestu størru gistingarhús
Komur/Check-ins 2022
Gistingarnætur 2022
Mánaðarliga, flokkaðar eftir øki og tíð
Suðurstreymur
Uttan fyri Suðurstreym
Umleið 100.000 ferðafólk
Føroyar í 2022. Av
komu 70.000 flogvegis 30.000 sjóvegis
Gistingarnætur 2022
Gistingar
sum kunnugt liggja í miðstaðarøkinum, meðan størri parturin av frítíðarhúsunum liggja aðrastaðni enn í miðstaðarøkinum.
Hagtølini hava heldur ikki tøl við frá Airbnb og líknandi bókingarskipanum. Tað er tí at amerikanska fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl. Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini, ikki minst, tí at alt bendir á, at hetta er ein av teimum gistingarhættunum, ið er mest vaksin seinastu árini. Samlaða talið av gistingum er sostatt størri enn nevnt omanfyri. Fleiri enn 400 føroyskir brúkarar hava seinastu árini leigað sín bústað út á Airbnb. EU arbeiðir við at noyða Airbnb til at lata hagtøl og vit fylgja tí gongdini.
Samlaða gistitalið á gistingarhúsunum fyri alt landið var 51% í 2022. Hetta kann samanberast við 42% í 2021, 31% í 2020 og 59% í 2019, áðrenn korona. Havast skal í huga, at gistingarhúskapasiteturin er tvífaldaður hetta tíðarskeiðið. Gistitalið í Suðurstreymi øktist frá 49% í 2013 til 67% í 2019, og niður á 35% í 2020, 45% í 2021, og 53% í 2022.
FERÐASKIP
Talið av ferðaskipum øktist munandi í 2022, samanborið við koronaárini 2021 og 2020. Í 2022 vitjaðu 43 skip við
15.663 gestum, samanborið við bert 1 skip í 2021 við 49 gestum. Í 2019, árið fyri korona, vitjaðu 51 skip við 35.524 gestum.
Gistital (%) - Alt landið
Gistital (%) - Suðurstreymoy
Talið av ferðaskipum, ferðafólkum og
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni
Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu ávirkanina av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar eru sostatt ikki taldir við. Afturrokningar eru gjørdar til 2011.
UMSETNINGUR
Útlendsk ferðafólk keyptu í 2022 tænastur og vørur fyri 900 mió. kr., sum er nýtt met. Hetta svarar til ein vøkstur á 55% samanborið við 2021, tá umsetningurin bert var 582 mió. kr. vegna korona. Umsetningurin í 2019, áðrenn korona, var til samanberingar 784 mió. kr. Hækkingin frá 2019 til 2022 er sostatt 15%. Í 2011 var umsetningurin á 384 mió. kr. Sostatt er umsetningurin vaksin við útvið 235% frá 2011 til 2022.
Sundurgreiningin vísir, at 441 mió. kr, svarandi til 49% av umsetninginum í 2022, stavar frá føroyskum flutningsfeløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum (SAS og Widerøe eru ikki tald við, tí at tær inntøkurnar enda uttanlands).
900 mió. kr. í umsetningi
900 mió. kr í útflutningsvirði
6% av útflutninginum í 2022
347 mió. kr í bruttovirðisøking
646 ársverk í 2022
172 mió. kr, svarandi til umleið 19% eru frá matstovum, matvøruhandlum og drykkjuvørum. 136 mió. kr, svarandi til 15% er frá gistingarstøðunum og 78 mió. kr, svarandi til 9% er frá flutningi innanlands og bilaleigu. Írestandi prosentini eru býtt millum upplivingar, klædnasølu, og aðra sølu.
Flestu bólkar eru komnir væl fyri seg eftir stóru afturgongdina undir korona, uttan bólkurin “Matstovur, mat vøruhandlar og drykkjuvørur”, har umsetningurin er á 80% av støðinum í 2019. Bólkurin “Flutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur” hevur eina hækking á 33% frá 332 mió. kr í 2019 til 441 mió. kr í 2022.
Umsetningstølini fyri Airbnb eru ikki tald við. Eingi nýggj tøl fyriliggja fyri Airbnb. Sambært TAKS vóru tey í 2018 á 22 mió.
Einki avleitt virksemi er talt við í umsetningin fyri innkomandi ferðavinnuna, sum til dømis, at stórar íløgur seinastu árini eru gjørdar í m.a. gistingarhús. T.d. vóru íløgur gjørdar í gistingarhús fyri nærum eina hálva milliard í 2019/2020 pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum.
BRUTTOVIRÐISØKING
Bruttovirðisøkingin endaði á 347 mió. kr í 2022, samanborið við 214 mió. kr. í 2021. Til samanberingar var bruttovirðisøkingin 421 mió. kr. í 2019, áðrenn korona.
ÁRSVERK
Tann innkomandi ferðavinnan skapti 646 ársverk í 2022, samanborið við 495 ársverk í 2021, svarandi til ein vøkstur
á 31%. Talið av ársverkum í 2022 er 91% av tí tað var í 2019, tá vóru 714 ársverk. Í 2011, tá kanningin byrjaði, vóru 385 ársverk. 34% av ársverkunum vóru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur. 21% eru innan gistingar og 24% eru innan matstovur.
Í 2019 varð mett, at minst 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini útgangandi parturin. Í 2022 eru hesi tøl enn væntandi eitt sindur lægri.
Mett verður, at umleið 70% av starvsfólkunum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.
ÚTFLUTNINGSVIRÐI
Innkomandi ferðavinnan, tvs. útlendsk ferðafólk ið vitjaðu Føroyar í 2022, stóð fyri 6% av samlaða føroyska
útflutningsvirðinum. Hetta kann samanberast við 4,8% í 2021 og 3,1% í 2020 tey bæði korona árini og við 6,4% í 2019, áðrenn korona.
Umsetningurin í 2019, áðrenn korona, var 784 mió kr, sostatt er hækkingin frá 2019 til 2022 15%
Umsetningur frá vitjandi
ferðafólki/innkomandi ferðavinnu
Mett fyri árini 2013 til 2022 og lýst í mun til samlaða útflutningsvirðið
vitjandi ferðafólk
* Úflutningurin av vørum og tænastum er gjørdur upp av Hagstovuni sum partur av gjaldsjavnanum til og við 2021. Hagstovan hevur mett um tænastuútflutningin 2022.
** Umsetningurin (søluvirði) við sølu av vørum og tænastum til vitjandi ferðafólk er ein deilmongd av ferðajavnanum í gjaldsjavnanum og kann tískil berast saman við samlaða útflutningsvirðið av vørum og tænastum
Kelda: Hagstova Føroya
FERÐAFÓLKAKANNING 2022
Føroyar fáa góð skotsmál frá okkara ferðafólkum
Ferðafólk eru væl nøgd við ferðaupplivingar í Føroyum sum heild, og ein stórur meiriluti tekur undir við, at Føroyar eru eitt spennandi ferðamál og ætla sær at venda aftur. Eisini er áhugavert at nevna, at nøkur av teimum sum hava vitjað Ísland, Noreg og Føroyar, siga, at av hesum trimum londunum, eru Føroyar besta staðið í løtuni, tí tey uppliva føroyingar sum fyrikomandi og hjálpsom og náttúran er serstakliga stórsligin.
Hetta vísur ferðafólkakanning, sum Gallup gjørdi fyri Visit Faroe Islands í 2022. Seinasta stóra kanningin er frá 2018 og tískil kunnu vit nú samanbera nøkur lyklatøl frá báðum kanningunum. Samanumtikið er ikki stórur munur og tølini eru enn høg og nøktandi.
Á einum stiga frá 1 til 5 vóru ferðafólkini biðin um at meta um hesi høvuðsviður skifti:
Virði fyri pengarnar
4.3
2018: 3.9
Nøgdsemi við upplivingarnar
4.7
2018: 4.8
Unbelievable, unspoiled and unexploited
4.2
2018: 4.4
Viðmæla øðrum at vitja Føroyar
4.7
2018: 4.8
HVÍ FERÐAFÓLK VELJA AT FERÐAST TIL FØROYA
Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var náttúran, djóralív og umhvørvið sum heild (62,7%), meðan 15,3% komu at vitja familju og kenningar, 6,2% søgdu Føroyar verða sítt dreyma ferðamál. Onnur svar vóru eitt nú til mentanartiltøk, í arbeiðsørindum ella vegna søgu og fornfrøði. Spurd um ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, svaraðu tey flestu (87,7%, í mun til 85,3% í 2018) “nei”, meðan 12,3% svaraðu “ja”. Av hesum sum svaraðu “ja” søgdu 20,5% at ov nógv ferðafólk vóru í Mykinesi. Onnur støð sum eisini vóru nevnd í hesum sambandi vóru; Tórshavn (19,2%), Gjógv (19,2%), Saksun (12,3%) og Tjørnuvík (9,6%).
HVAÐANI KOMA FERÐAFÓLKINI
Flestu ferðafólkini í kanningini vóru úr Danmark (23,2%), meðan 10,4% vóru úr Fraklandi. Síðani komu ferðafólk úr USA/Kanada (10,4%), Tysklandi (6,1%), Italia (5,9%), Hollandi (4,9%) og Stóra Bretlandi (4%).
VIRÐI FYRI PENGANAR
Ein stórur meiriluti av ferðafólkunum (79%) hildu, at tey fingu virði fyri pengarnar. Kortini var minnilutin av ferðafólkunum sera greið um, hvussu tey kendu at hetta ikki var galdandi fyri tey. Ser stakliga nevndu tey at prísstøðið í Føroyum er alt ov høgt. Fleiri siga eisini, at gjald fyri gongd í haganum er ov misjavnt, tí tey rinda ymiskar prísir fyri nøkulunda sama slag av gongutúrum, uttan at fáa nakra veruliga tænastu fyri pengarnar, tí eingin ferðaleiðari ella onnur tænasta er við í prísinum. Nøkur av ferðafólkunum skjóta upp eitt eingangsgjald ella ein sámiligari prís, sum tey rinda, tá tey koma til landið. Onnur skjóta upp møguleikan at velja at rinda fyri ein, tveir ella fleiri túrar við til dømis komu til landið.
Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum søgdu at besta upplivingin var føroyska náttúran (56,5%)
ANNAÐ
Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum søgdu at besta upplivingin var føroyska náttúran (56,5%), meðan 18,3% søgdu gongutúrar og eisini 7,7% søgdu at føroyska fólkið var besta upplivingin.
Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini (51,6%) og 76% ynskja at viðmæla eina ferð til Føroyar. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 13,4% søgdu, at príslegan var ov høg, 11,4% nevndu ov fáar matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, meðan 7,2% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 6,6% nevndu vantandi kunning og skelti til ferðafólk sum heild. Serstakliga nevndu tey skelting í samband við vegakervi, eisini skelti sum vísa til gongutúrar, caféir, matstovur, handlar, listasøvn og onnur søvn osv.
FERÐAFÓLKAKANNINGIN
Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2022. 595 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (80,2%) fóru fram á Tax Free økinum á flog vøllinum í Vágunum, meðan 19,8% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn. Øll kanningin hjá Gallup kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.
Ferðavinnuætlan og samleiki
Strategi fyri ferðavinnuna
í Føroyum
Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi eru vaksnar skjótast seinastu nógvu árini. Sambært WTO hevur vøksturin verið 4-5% árliga. Korona hevur havt eina sera skakandi
ávirkan á vinnuna í 2020, 2021, eisini í vissan mun 2022 og kemur at hava avleiðingar í fleiri ár aftrat á heimsmarknaðinum, kanska heilt fram til 2025. Væntanin er kortini, at ferðavinnan í Føroyum kann fóta sær skjótari enn tað, sum eisini sæst í hagtølunum fyri 2022.
Hóast Føroyum vantar neyv hagtøl frá 2003 2012, kann staðfestast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv lægri enn í hinum londunum rundanum okkum, og tað sama er galdandi við gistitalinum.
Tað lága ferðafólkatalið samanborið við onnur lond, var útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2012, í tøttum samstarvi við vinnuna. Vinnan hevði tørv á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina, og tí varð lagt út við, at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning framum vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Seinnu árini hava vit hómað ein vøkstur, og tí varð ein nýggj menningardeild sett á stovn í 2018. Tað er týdningarmikið at vøkstur og innlendis menning hanga saman.
Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika til Føroyar og framhaldandi effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey mongu ferðatilboðini í heiminum. Fyri at vinnan skal gerast fíggjarliga burðardygg, krevst framhaldandi vøkstur. Hetta er ikki minst galdandi eftir koronu, nú vinnan hevur fingið stór fíggjarlig bakkøst, samstundis sum gistingarkapasiteturin er tvífaldaður og altjóða kappingin munandi herd.
Strategiin sum arbeitt hevur verið eftir fram til 2020 varð sett út í kortið í 2012. Neyðugt hevur verið at bíða eftir at gera 2030 strategiina til bæði heimsferðavinnan og føroyska ferðavinnan vóru komnar aftur í gongd.
STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI
AT SAMSKIPA MARKNAÐARFØRINGINA ÚT FRÁ EINUM
FELAGS BRANDI
Øll marknaðarføring skal
samskipast við útgangsstøði í einum felags ferðavinnubrandi
fyri Føroyar, fyri at fáa best møguligu effekt.
KARMAR
Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna.
Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar.
MENNING
Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum heild í tøttum samstarvi um alt landið.
Ráðgeva í vørumenning, íløgumenning og útbúgvingar
menning, eins og veita fíggjarligan stuðul til økir og vinnu.
NÝGGJ FERÐAVINNUÆTLAN FRAM ÍMÓTI 2030
Visit Faroe Islands er farið undir arbeiðið at orða nýggja langtíðarætlan fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030 – og bjóðar øllum føroyingum at taka lut í tilgongdini við fyrstu ‘bottum up’ strategi av sínum slag í heiminum.
Málið við hesum arbeiði er, at nýggja ferðavinnuætlanin skal vera ein ætlan, sum er so væl kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber, og at so nógv sum gjørligt kunnu hava eina ávirkan á, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum. Tí er alneyðugt, at so nógvir føroyingar sum gjørligt taka lut í kjakinum um ferðavinnuna í Føroyum.
Ein burðardygg ferðavinna snýr seg m.a. um at finna eina javnvág millum trivnaðin hjá teimum, sum búgva á staðnum, at okkara náttúra verður vard, at ferðavinnan er búskaparliga haldfør og at ferðafólkini fáa eina góða uppliving í Føroyum. Slík javnvág verður bara funnin við eini opnari og almennari samrøðu um, hvat tað er, vit vilja við ferðavinnuni í Føroyum.
Umframt fundir og verkstovur við eitt breitt úrval av føroyingum frá øllum heraðshornum, hevur Visit Faroe Islands savnað afturmeldingar frá áleið 500 føroyingum, sum siga sína hugsan um ferðavinnuna. Arbeiðið verður væntandi liðugt í fyrru helvt av 2023.
VISJÓN
Ferðavinnan skal verða ein nýggj grundvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum. Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020.
Nýggj langtíðarmál verða sett í 2030 strategiini, sum kemur í fyrru helvt av 2023.
MÁL FYRI 2023
Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð. Nýggj langartíðarmál verða sett í 2030 strategiini.
Alt týðir uppá, at málið hevði verið rokkið, um korona farsóttin ikki rakti heimin. Ferðavinnan í Føroyum hevur so at siga ligið lamin í 2020 og 2021. Í 2023 verður sjóneykan sett á at vinna tað mista inn aftur, og at røkka 2020 málinum. Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna
Nýggj langtíðarmál verða sett í 2030 strategiini, sum kemur
í fyrru helvt av 2023
allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutningsfeløgum, gistingarhúsum og matstovum til søluog marknaðar funktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum.
MARKNAÐARFØRING OG MENNING
Uppgávan hjá Visit Faroe Islands er at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál á altjóða marknaðum og at menna Føroyar sum ferðamál. Marknaðarføringin hevur síðstu árini havt fokus á at leingja árstíðina, og selja Føroyar sum ferðamál alt árið. Endamálið er at tryggja, at allir partar av ferðavinnuni kunnu vera virknir alt árið og harvið tryggja støðug arbeiðspláss til starvsfólk. Hetta verður m.a. gjørt við at menna vinnuferðavinnu, sum eisini var partur av verkætlanini Vakstrarforum hjá landsstýrinum.
Menningararbeiðið leggur stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál, við endamálinum at menna og varðveita um somu leið.
VAL AV MARKNAÐUM
Visit Faroe Islands hevur síðstu nógvu árini arbeitt við at marknaðarføra Føroyar á útvaldum marknaðum. Hesir eru valdir út frá nærleika til Føroyar, har vit ganga út frá at kunnleikin til Føroyar er lutfalsliga størstur, og harvið lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Tey síðstu árini hevur burðardygd eisini verið ein grundgeving fyri at raðfesta marknaðir, sum eru tætt uppá Føroyar, soleiðis at ferðafólk ikki skulu ferðast alt ov langt fyri at koma til Føroyar. Teir marknaðir, sum hava verið raðfestir eru
Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland, Holland, Italia, Frakland og síðstu árini eisini USA, við serligum denti á eysturstrondina, har tað er stórur kunnleiki um Ísland, sum vit kunnu brúka í okkara arbeiði.
Arbeiðið at gera eina nýggja langtíðarstrategi fyri marknaðar føring og menning frá 2023 og fram er farið í gongd.
Meira útgreinað kunning fæst um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.
Mál 2023
1. mia í umsetningi
Mál 2023
700 arbeiðspláss
Mál 2023
250.000 gistingar
Visit Faroe Islands
P/f Visit Faroe Islands hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.
MISSIÓN
Visit Faroe Islands arbeiðir við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál.
VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland, mótvegis útvaldum marknaðum og málbólkum. VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring, menning og ”knowhow”, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.
JÁTTAN
Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2022 á kr. 18,4 mió. varð nýtt soleiðis:
· kr. 8,0 mió. til marknaðarføringsátøk
· kr. 3,1 mió. til menningarátøk
· kr. 7,3 mió. til umsiting/rakstur/lønir
Eisini umsat VFI tær 0,5 mió. kr., sum eru lógarsettar til stuðulsjáttan til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar.
STARVSFÓLK
Visit Faroe Islands hevur í dag 9,5 ársverk.
Mál hjá Visit Faroe Islands fyri 2022
AVGREITT Í GERÐ
Lansera dagførda útgávu av visitfaroeislands.com
Gera bygdagøtur.fo síðuna lidna
Byrja verkætlan innan landbúnaðarferðavinnu
Gera royndarskipanir innan samferðslu í Kalsoynni og Tjørnuvík
Fyriskipa altjóða føroyskt Closed for Maintenance
Førleikamenning til vinnu og áhugaði í burðardyggari matferðavinnu
Víðari vøkstur í fylgjarum á sosialu miðlunum (til 545.000)
Fáa kunningarstovurnar fult samantvinnaðar í okkara heimasíðuloysn
Menning av MICE 2030 strategi í Vakstrarforum
Burðardyggan politikk og innkeypspolitikk
Innliman í Green Key
Norðurlendskt miðal í GDS index fyri 2025
Víðarimenning av Unordinary Meetings
Virkisætlan fyri Vinnuferðavinnu, Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Tórshavnar Kommuna
Bygnaður á Visit Faroe Islands
Marknaðarføring
Privat & PR
Stjóri
Skrivstovuhald
Bókhald
Content & Samskifti
Marknaðarføring
Marknaðarføring
Talgilt
Menning
VinnaFerðavinnubrandið Føroyar
Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar.
Felags brandið var eitt av týdningarmiklastu lyklaorðinum til framgongd, tá avgerð var tikin um at Føroyar skuldu hava eitt felags ferðavinnubrand, sum øll marknaðarføring av Føroyum skuldi taka útgangsstøði í. Føroyar skuldu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki høvdu ein greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.
Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum í 2013, har eisini fyrsti branding filmurin varð frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at brandið var sera væl móttikið. Filmarnir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir.
FERÐAVINNUBRANDIÐ FØROYAR
Tað er ein sannroynd, at fleiri ferðafólk árliga vitja Galapagos oyggjarnar enn Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál.
Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur.
Brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast í øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir. Afturmeldingar frá ferðafólkum vísa, at brandið enn er sterkt og viðkomandi eftir skjótt 10 ár. Við hesum í huga, er avgerð tikin um at eftirmeta og nútímansgera brandið, tískil er hol sett á hetta arbeiðið, sum væntandi verður liðugt í seinnu helvt av 2023.
FERÐAFÓLKAKANNING 2022 UM BRANDIÐ “UNSPOILED, UNEXPLORED, UNBELIEVABLE”
Ferðafólk vóru biðin í Gallup kanning frá 2022 um at siga, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable". 82,7% vóru samd ella púra samd við VFI brandinum, meðan einans 3,2% vóru ósamd. 14,1% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Miðaltalið var 4,2 (15 stig), sum er ein lítil lækkan í mun til somu kanning frá 2018 á 4,4 stig.
Ferðafólkakanning 2022
BRÚK AV BRANDINUM
Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brandinum, meðan øll í vinnuni eru boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.
Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Visit Faroe Islands.
Nýggj heimasíða og heimasíðuskipan
Visit Faroe Islands fekk heilt nýggja heimasíðu í mei 2022.
Nýggja heimasíðan er frískari og skjótari og hevur fleiri nýggjar hentleikar. Størsta broytingin er tó sjálv skipanin handan heimasíðuna.
Avgjørt var at fáa sniðgivið og forritað eina heilt nýggja heimasíðustýrings skipan, bygd upp frá grundini av føroyskum veitarum, við hentleikum sum eru meira skraddaraseymaðir eftir okkara tørvi.
Visit Faroe Islands er hervið farið frá Wordpress skipanini, og til eina lærunemmari skipan, bygd á React JS, sum bleiv gjørd til okkum og er væl einfaldari, skjótari, snøggari og stuttligari at arbeiða við.
Nýggja skipanin broytir ikki bara hvussu vit kunnu samskipa okkara mongu heimasíður á einum stað. Hon letur eisini upp fyri, at vit lætt kunnu útbyggja til trin 2, har vit í 2023 fara at kunna stýra komandi infoskerminum kring alt landið á einum stað. Harafturat kann stýring av komandi app vm. knýtast í skipanina. Hetta verður eitt tekniskt nýbrot frameftir.
Menningarátøk 2022
FERÐAVINNUMENNING - YVIRSKIPAÐ
Menningarætlanin fram móti 2025, “at menna og varðveita um somu leið”, hevur verið útgangsstøði fyri teimum menningarátøkum, sum higartil eru sett í verk. Ein stórur partur av málunum, sum vóru at finna í ætlanini, eru heilt ella partvíst rokkin (sí ársfrásøgn frá 2021) og í 2023 verður nýggj ferðavinnuætlan gjørd, ið setir nýggj mál fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030.
Eftir at grundleggjandi virksemið innan menningararbeiðið eru komið í eina trygga, fasta legu, hava vit í 2022 sett sjøtul á nýggj samstørv og royndarverkætlanir saman við øðrum pørtum; royndarverkætlanir, ið hava til endamáls at finna fram til ítøkiligar loysnir á útvaldar avbjóðingar í ferðavinnuni.
LANDBÚNAÐARFERÐAVINNA
Visit Faroe Islands tók í 2022 stig til at skipa eina verkætlan innan landbúnaðarferðavinnu saman við Búnaðargrunninum, ið hevur játtað at stuðlað verkætlanini við helvtini av kostnaðinum.
Verkætlanin er skipað soleiðis, at eitt verkætlanarfólk í fyrstu syftu skal lýsa menningarmøguleikarnar á økinum og orða nøkur ítøkilig tilmæli til átøk, ið kunnu styrkja landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum. Á sumri 2023 hava vit fyrsta úrslitið av verkætlanini og síðani verður støða tikin til, hvussu arbeiði við landbúnaðarferðavinnu skal skipast í framtíðini.
ROYNDARSKIPANIR INNAN SAMFERÐSLU
Eitt av fokusøkjunum í 2022 var at finna fram til skilagóðar loysnir innan bila og samferðsluøkið. Tað er ein sannroynd, at nøkur av væl umtóktu smáplássunum í Føroyum hava serstakar avbjóðingar, ið knýta seg at ferðsluviðurskiftum, t.d. tá nógv akfør vitja samstundis. Tað kann vera avmarkað parkeringspláss, smalir tunlar ella einsporaðir vegir ið gera, at vit á hesum støðum fáa ferðsluavbjóðingar. Støðini og umstøðurnar eru ymiskar og tí er tað eisini ymiskar staðbundnar loysnir, ið eru neyðugar at royna. Frammanundan er torført at siga neyvt, hvør skipan riggar til umstøðurnar og tí er neyðugt at seta í verk royndarskipanir, ið síðani kunnu eftirmetast, áðrenn okkurt meiri varandi kann setast í verk. Tað hava vit í 2022 gjørt í Tjørnuvík og Kalsoy.
TJØRNUVÍK
Í longri tíð hava vit samskift við Sunda Kommunu um eina pilotverkætlan á hesum økinum, ið snýr seg um at skipa parkeringina og ferðsluna til Tjørnuvíkar betri. Kommunan bílegði eitt upplegg frá Gunn ráðgeving og fekk Landsverk og løgregluna við, og síðani varð ein royndarskipan sett í verk í summar, ið royndist sera væl. Ein shuttle bussur varð settur inn millum Haldórsvík og Tjørnuvík, parkeringssensorar vóru settir á parkeringsplássini í Tjørnuvík og eitt ferðsluljós var sett upp, sum stýrdi ferðsluni til og úr bygdini. Sunda Kommuna og VFI rindaðu hvør sína helvt av verkætlanini.
Eftirmetingin vísti, at tørvur er á tillagingum, serliga viðvíkjandi shuttle tænastuni, eftirsum royndirnar vóru, at tað ikki er tørvur á at hava tænastuna koyrandi alt summarið. Tað vóru bara einstakir dagar, har tørvur var á eini so “umfevnandi” tænastu.
Samanumtikið royndist verkætlanin væl. Vit fingu virðismiklar royndir og skjótt verður støða tikin til, hvussu skipanin í 2023 kann síggja út. Við ávísum tillagingum er hetta somuleiðis ein skipan sum vit meta kann nýtast aðrastaðni í Føroyum, t.d. í Kirkjubø ella Saksun. Tjørnuvíkarleiðin hjá Sunda Kommunu fekk eisini heiðursbrævið "Ársins Nýbrot á Ferðavinnustevnuni 2022", og grundgevingin ljóðaði soleiðis:
Tey hava á nýhugsandi hátt havt dirvi og viljan til at verið ein ’gamechanger’ í føroysku ferðavinnuni
KALSOY
Somuleiðis í Kalsoy hevur VFI í longri tíð verið í einum samskifti við Klaksvíkar Kommunu, Landsverk, Visit Kalsoy, SSL og fólk í oynni um at finna fram til skynsamar loysnir, ið kunnu skipa ferðavinnuna í oynni betri.
Í fjør bílegði VFI eina uttanveltaða frágreiðing, ið vísti á ymiskar tillagingar og ábøtur, sum kundu gerast innan samferðsluøkið. Í hesum sambandi skipaðu vit fyri væl eydnaðum borgarafundi í Kalsoynni at umrøða ferðavinnuna, har stórur partur av íbúgvunum luttóku.
Tað hevur longi verið greitt, at ein lykil til eina betri skipaða ferðavinnu í Kalsoynni er at økja um busskapasitetin í oynni, so ferðafólk sleppa undan at taka bilin við út í oynna. Við góðari vælvild frá Klaksvíkar kommunu og SSL hevur borið til at framt hetta í verki. SSL broytti ferðaætlanina hjá Sam eitt vet, setti fleiri túrar inn har tørvur var á tí og til hvørja komu/fráferð hava verið bussar í oynni, sum hava gjørt tað møguligt at gera dagstúrar til Kalsoynna við samferðsluni.
Royndarskipanirnar í Kalsoynni hava roynst sera væl og flest øll eru samd um, at skipanin skal halda áfram og mennast við støði í tí sum er gjørt í 2021 og 2022.
TSA-UPPRIT
Føroyar hava tørv á betri hagtølum innan ferðavinnuna. Mest sum øll onnur lond hava eina sonevnda “Tourism Sattelite Account”, ið eru árlig ferðavinnuhagtøl, uppgjørd eftir OECD standardum. Hetta er ískoyti frá ferðavinnuni til tjóðarhagtølini og tað er bara Hagstova Føroya, ið hevur førleikar og myndugleika at framleiða hesi hagtøl í Føroyum. Í 2022 heitti VFI á Hagstovu Føroya um at gera eina undankanning, ið lýsir hvat skal til, fyri at Hagstovan framyvir kann framleiða eina føroyska TSA.
Hetta upprit varð framleitt í 2022 og lagt fram fyri landsstýrinum og kommununum, ið dugdu at síggja tørvin og ágóðan av at fáa til vega hesi útbygdu hagtøl, ið gevur munandi betri vitan og stýriamboð í mun til ferðavinnuna. Tað er neyðugt við eini øktari játtan til Hagstovuna, skal arbeiði setast í gongd og bíðað verður nú eftir tí.
FERÐIST Í EGNUM LANDI 2022
Innlendis summarátakið “ferðist í egnum landi”, ið vendir sær móti føroyingum, er eftirhondini vorðið fastur táttur. Endamálið við átakinum er at styrkja og menna innlendis ferðavinnuna í Føroyum, at kasta ljóð á tey mongu nýggju tilboðini og møguleikarnar, sum ferðavinnan hevur skapt og at fáa føroyingar at ferðast meiri í egnum landi. Í 2022 var átakið einamest á sosialu miðlunum og vit royndu ein nýggjan leist við eini røð av føroyskum “ávirkarum”, ið yvirtóku síðurnar, gingu ymiskar túrar ella royndu okkurt tilboð. Átakið riggaði væl og samanumtikið kann sigast, at fyri hvørt ár átakið verður framt, legst afturat við fylgjarum og føroyingum sum fáa eyguni upp fyri frítíðarmøguleik
unum í Føroyum og gerst hetta sostatt ein alsamt vaksandi ágóði fyri bæði ferðavinnuna og føroyingar um alt landið.
BYGDAGØTUR.FO
Í 2022 komu vit á mál við enn einum varða í stóru verkætlanini, at menna pallin bygdagøtur.fo. Nú eru allar bygdagøtur í Føroyum at finna á heimasíðuni, ið nú telur 89 ymiskar gongutúrar kring alt landið.
Pallurin er vorðin eitt týðandi amboð í arbeiðinum at menna ferðavinnuna í Føroyum. Vit vita at kunningarstovur og onnur, ið veita ferðafólki í Føroyum kunning, brúka pallin nógv, tí her eru allir gongutúrarnir, har fólk hava eina lætta og rímiliga atgongd til okkara náttúru, ið er nógv hin størsta orsøkin til at ferðafólk koma til Føroya.
Pallurin hevur nú 2 ár á baki og verður hann stigvíst mentur við fleiri túrum, betri tekstum, myndum og øðrum tilfari, soleiðis at kunningin um gongumøguleikarnar í Føroyum er so góð sum til ber.
Skjótt eru vit eisini komin á mál við at skelta og uppmerkja bygdagøtur, har tørvur er á tí, soleiðis at samlaða kunningin og leiðbeiningin um gongutúrar í Føroyum er komin á eitt munandi hægri stig enn fyri fáum árum síðani.
CLOSED FOR MAINTENANCE
Átakið ”Closed for Maintenance – open for voluntourism” er flaggskipið innan ferðavinnumenning í Føroyum. Altjóða áhugin og undirtøkan fyri verkætlanini er eisini støðug, hóast 4 ár síðan CFM var á fyrsta sinni. Framvegis eru nógvir altjóða miðlar, ið vilja til Føroya at bera tíðindi um CFM, og framvegis fáa vit uml. 4000 umsóknir frá einstaklingum kring allan heimin, ið vilja virka sum sjálvboðin á CFM.
Visit Faroe Islands fær javnan fyrispurningar frá ferðaráðum og øðrum uttan úr heimi, um átakið, og sum hava ætlanir um at skipa líknandi verkætlanir. Millum annað í Noregi, Kanada og í Grønlandi eru tey farin undir at skipa fyri egnum ”voluntourism”átøkum við íblástri frá føroysku verkætlanini. Tá nýggja rákið innan altjóða ferðavinnu, Regenerative Tourism, verður viðgjørt, verður CFM ofta tikið fram sum fordømi um, hvussu endurskapandi ferðavinna kann fremjast í verki.
Afturvendandi átakið hevur eisini fingið eina sterka støðu í Føroyum sum menningarátak, ið kommunur og kunningarstovur vilja vera partur av. Flestu fyriskiparnir kring landið hava nú góðar royndir at skipa fyri átakinum, sum er vorðið ein góð savningarmegi, tá verkætlanir skulu fyriskipast.
Hesar vóru verkætlanirnar í 2022:
1 – SKARÐ Bøtt var um farleiðina til avtoftaðu Skarðs bygd á Kunoynni, so hesin frálíki túrur er tryggari.
2 – GØTA Aldargamla farleiðin um Leirvíksfjall er vøkur og væl gjørd við steintrappum og rekkverki. Ein gomul trappa, ið var illa farin, varð bygd uppaftur eins og onnur strekki á farleiðini vóru umvæld.
3 – KAMBSDALUR Á gomlu varðagøtuni millum Fuglafjørð og Skálafjørð vóru fleiri nýggir varðar lagaðir á teimum støðum har teir upprunaliga stóðu, so farleiðin nú er betri uppmerkt.
4 – ELDUVÍK Elligamla bygdagøtan millum Elduvík og Oyndafjørð hevur áður verið við í Closed for Maintenance. Síðsta strekki móti Oyndarfirði varð umvælt og uppmerkt.
5 – RITUVÍK & LAMBA Vakra og søguríka farleiðin millum Rituvík og Lamba er ikki so løtt at finna í dag, og gongur beint framvið grótbrotinum á Hústoft. Tí vóru steyrar settir upp eftir 4,4 km longu leiðini, eins og skeltað varð soleiðis at túrurin verður tryggari og lættari at finna.
6 – FOSSÁ Fossá er størsti og kendasti fossurin í landinum. Gjørd var ein góð rás frá landsvegnum niðan móti fossinum, sum bæði ger tað tryggari og meira ómakaleyst at sleppa nær at fossinum. Harafturat var eitt útssýnisstað gjørt uppi undir fossinum.
7 – NÓLSOY Túrurin út á Borðuna og heim aftur til bygdina tekur umleið 4 5 tímar. Síðani 2019 eru skeltir og steyrar sett upp og træbrýr eru gjørdar tvørturum váta mýrilendið. Í 2022 helt verkætlanin fram og farleiðin varð umvæld frá bygdini og niðaneftir.
8 – NORÐRADALUR Norðradalur er 3 kilometrar norðanfyri Syðradal. Byrjanin til leiðina móti Syðradali, sum eisini knýtur Norðradal við vegin á Sundshálsi, varð skeltaður og ábøtur vóru gjørdar á leiðini, t.d. at laða varðar, drena og seta vegvísandi steyrar niður.
9 – VÁGAR Bygdagøtan millum Vatnsoyrar og Miðvág, ið er sera nógv vitjað, serliga av føroyingum (eisini á rossabaki). Partar av farleiðini vórðu umvældir.
10 – SANDOY Á Sandoynni vóru fleiri smærri verkætlanir (á Sandi, Skálavík og Skarvanesi) har farleiðir vóru merktar upp, gøtur vórðu umvældar v.m.
11 – SUÐUROY Í Suðuroy varð fyrst og fremst arbeitt í Vági, har nýtt útsýnisstað var gjørt vesturi á Eiðinum, umframt at ábøtur vórðu gjørdar eftir gongugøtuskipanini í bygdini. Eisini var gøtan til væl umtókta dyppistaðið í Tjaldavík umvæld.
Eisini gjørdu vit ein faldara um at laða varðar, ið var eitt ískoyti til faldaran um gøtubygging.
FØRLEIKAMENNING
Eins og undanfarin ár, skipað VFI í 2022 fyri førleika mennandi átøkum. Á vetri 2021/2022 hava vit í samstarvi við
Visit Tórshavn sett sjóneykuna á burðardygga matgerð í ferðavinnuni í eini fyrilestrarrøð sum var um veturin. Endamálið er at stimbra og kveikja vinnuna og nýggjar veitarar til ein burðardyggan hugburð til matgerð við føroyskum dygdarvørum.
Á vári 2022 var skipað fyri eini kanningarferð til Skotlands saman við øllum kunningarstovunum í Føroyum. Tjóðgarðar, søvn, og gøtuverkætlanir vóru vitjaðar og skipað var fyri fundum við lyklaleikarar úr skotsku ferðavinnuni, ið á fleiri økjum er framkomin og sera væl skipað.
BYGNAÐURIN Í FERÐAVINNUNI
OG KOMMUNALI LEIKLUTURIN
Bygnaðurin í ferðavinnuni og spurningurin um kommunala leiklutin í ferðavinnuni er eitt afturvendandi evni, sum er til umrøðu. Seinastu árini er vorðið alsamt sjónligari, at tað er tørvur á at endurskoða bygnaðin í ferðavinnuni, soleiðis at vit fáa meiri støðugar karmar fyri m.a. virksemið hjá kunningarstovunum og fyri kommunalu ferðavinnumenningina. 10. november 2022 skipaði Visit Faroe Islands fyri einum tiltaki fyri kommununum, har sjóneykan varð sett á hetta evnið. Ymsar framløgur lýstu avbjóðingina frá ymiskum sjónarhornum og gott orðaskifti var um evnið. Ein niðurstøða var, at hetta er eitt evni, ið vit eiga at kanna nærri og VFI hevur síðani boðað kommununum frá, at vit í 2023 fara at seta arbeiði í gongd at gera upplegg til endurskoðan av bygnaðinum, ið verður lagt fyri partarnar til umrøðu og støðutakan í 2023.
SKELTING
Arbeiði at framleiða ferðafólkaskeltir heldur áfram og sum yvirlitið vísir, hava flestu bygdir í Føroyum nú fingið nýggj ferðafólkaskeltir. Somuleiðis er ein stórur partur av bygdagøtunum skeltaðar. Sostatt ber skjótt til, kanska longu í 2023, at staðfesta at allar bygdir og allar bygdagøtur í Føroyum eru skeltaðar. Í 2022 vóru 9 bygdaskelti og 15 gongutúraskelti framleidd. Harumframt vóru 5 serstøk kunningarskelti sett upp kring landið.
Umframt støðugu skeltaframleiðslu, verða nýggir skeltaleistir støðugt mentir. Í 2022 hava vit gjørt nýtt slag av kunningarskeltum, ið vísa yvirlit yvir eitt stað (t.d. Fossá), ið hevur kunnning um gonguleiðir og upplýsingar um staðið. Somuleiðis er samlaði sniðleisturin tillagaður.
NÝTT ØKISKORT – SANDOY, SKÚVOY OG STÓRA DÍMUN
Í 2021 vóru tvey nýggj økiskort til ferðavinnuna framleidd, eitt av Suðuroynni og eitt av Vágum og í 2022 kom økiskortið av Sandoy, Skúvoy og St. Dímun. Endamálið við kortunum er at geva vitjandi eitt gott yvirlit yvir tað sum ymsu økini hava at bjóða uppá.
Kortini eyðmerkja 7 útvald støð, ið eru nærri lýst við mynd og teksti á baksíðuni, umframt hentleikar og onnur áhugaverd støð, ið eru verd at vitja í økinum. Yvirskipaða endamálið við økiskortunum er at tryggja eina samanhangandi og greiða kunning til øll ferðandi, ið koma til landið og at geva teimum, ið arbeiða við ferðafólkakunning góð amboð í arbeiðinum at leiðbeina ferðafólki.
Í 2023 verða eftir ætlan seinastu kortini framleidd, soleiðis at øll øki í Føroyum eru umboðað við hvør sínum økiskorti.
FRAMLØGUR OG TILTØK
Við jøvnum millumbilum er Visit Faroe Islands boðið við til altjóða tiltøk at greiða frá okkara arbeiði, ið ofta verður brúkt sum fordømi aðrastaðni. Closed For Maintenance verkætlanin verður til dømis oftani brúkt sum fyrimynd ella dømi, tá fólk skulu lýsa nýggja rákið “Regenerative Tourism” innan ferðavinnuna, t.e. hvussu ferðavinnan kann vera brúkt sum amboð til at bøta um ella menna støð.
Í 2022 luttók VFI á ráðstevnu í Malmø um hetta evnið, VFI hevur eisini havt framløgu í Grønlandi í samband við grønlendska vinnudagin “Future Greenland”, eins og fleiri talgildar framløgur hava verið, m.a. til tiltøk hjá altjóða stovnum/fyritøkum innan ferðavinnuna.
Visit Faroe Islands var eisini umboðað til tiltakið hjá Fróðskaparfelagnum um náttúrufatanir, har víst var á, hvussu erðavinnan hevur verið við til at broyta okkara náttúrufatan.
STUÐULSSKIPANIN
Í 2021 avgjørdi løgtingið at skerja játtanina hjá Visit Faroe Islands við 500.000 kr. Ein avleiðing av hesum var, at stuðulsskipanin til vinnuligar verkætlanir varð avtikin í 2022. Sostatt var bara stuðul latin til almennar verkætlanir í 2022.
Í 2021 fingu vit 14 umsóknir um stuðul frá kommunum og kunningarstovum. 10 teirra fingu stuðul játtaðan á eina samlaða upphædd á 708.000 kr.
Nú skipanin um vinnuligan stuðul varð niðurløgd, kunnu vit gera status yvir stuðulsskipanina, sum var í gildi í 4 ár. Hvørt ár síðani 2018 fingu vit 20 25 umsóknir um vinnuligan stuðul. Til samans hevur Visit Faroe Islands fingið 88 umsóknir um stuðul til vinnuligar ferðavinnuverkætlanir síðani 2018. Ein stórur partur av hesum umsóknum hava fingið vælvild.
Í alt er játtaður stuðul á 1,77 mió. kr. til at seta í verk 55 ymiskar vinnuligar verkætlanir innan ferðavinnuna. Ikki allar hesar 55 verkætlanirnar vóru førdar út í lívið og tí er endaligi stuðulin sum varð latin lægri enn hendan upphæddin.
Guide to Faroe Islands
Visitor Centre á Føroya Bjór
Boat.fo (tilboð við føroyskum árabáti)
Matkovin (veitarar innan landbúnað)
Víkingaskipið í Hovi
Go local (ferðavinnutilboð í Mykinesi)
Eat Local (portalur fyri Heimablídni)
Bindifestivalurin í Fuglafirði
Bátasavnið í Leirvík
Travel Mindful v. Kitty May
Víkingatiltakið, Festivalhøll
Connect – vinnuferðavinnuveitari
MARKA (á ferð við eini bóndadóttir)
Experience Tórshavn
Remót Travel
#Islandroads
Sumbiar Bygdasavn
Knit Faroe
Rentaboat.fo
Heima í Stovu, Hvalba
Audioguide Faroe Islands
Heimablídni hjá Maud
Føroyar og binding
Royndin Fríða Adventure
Suðuroyar Kajakk
Paint the Faroe Islands
Sigling á Sandoynni
Heimablídni og túrar (Sandoy)
HYMIR – matmentanarfestivalur í Suðuroy
Tann grøni Hjallurin
Nøkur dømi um vinnuligar verkætlanir, ið hava fingið stuðul 2018-2021
Burðardygd
Ein ábyrgdarfull ferðavinna
Vit ásanna, at ferðavinnan hevur ávirkan á samfelagið, menniskjuni og náttúruna vit virka í. Stór mál kunnu bert náast um vinna og mynduleikar samstarva. Og tískil ynskja vit gjøgnumskygni í okkara virksemi.
Vit vilja eggja til burðardygga menning og vøkstur tó uttan, at tað natúrliga tilfeingið versnar fyri komandi ættarlið. Vit miðja ímóti, at skapa eitt burðardygt og mennandi umhvørvi í okkara fyritøku, har vit miðvíst arbeiða fram ímóti eini enn meiri burðardyggari ferðavinnu.
Hetta er ikki nøkur løtt og einføld uppgáva sum vit kunnu loysa sjálvi, men við smáum burðardyggum loysnum í okkara arbeiði, koma vit hvørt ár tættari at hesum máli.
Tiltøk og tað dagliga virksemi, sum Visit Faroe Islands stendur fyri ígjøgnum árið, skal bera skilagóðar og burðardyggar loysnir. Í 2022 varð sjøtil settur á arbeiðið við at seta okkara burðardyggu langtíðarætlan fyri ferðavinnuna í reglubundnar karmar. Talan er um eina nýggja ferðavinnuætlan fram til 2030, sum skal kjølfestast í føroyska samfelaginum og røkka málinum um eina vælskipaða og burðardygga ferðavinnu.
Arbeiðið við at veita burðardygga kunning til vinnuna, tey
ferðandi og ferðavinnuveitarar, hevur verið støðugt í 2022, vit hava eitt nú lagt til rættis ein burðardyggan politikk, ein innkeyps politikk og eina burðardygga vegleiðing (toolbox)
í samband við tiltøk, umframt nøkur hent ráð til ferðandi, um at taka burðardyggari avgerðir tá tey ferðast í Føroyum.
Eisini er Visit Faroe Islands í eini tilgongd at fáa eina “Green Key” umhvørvisgóðkenning.
VARÐVEIT FØROYAR
Í 2022 byrjaði arbeiðið við at orða eina burðardygga stevnuskrá. Í Visit Faroe Islands ásanna vit, at einhvør áhugabólkur er sjálvstøðugur í málinum um, at varðveita Føroyar og tess vegna hava vit øll hvør sín leiklut í at varðveita aðalmálini í komandi stevnuskrá.
Stevnuskráin hevur til endamáls at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku ferðavinnuni og stuðla undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning.
Vit hava sett okkum fyri at røkka hesum trimum burðardygds málum í 2030
Frá arbeiðinum viðvíkjandi at røkka ST málunum koma inn nýhugsanir og onnur ítøkilig aðalmál, sum vit hava sett okkum at røkka tey komandi árini.
Visit Faroe Islands eru væl ávegis at røkka hesum aðalmálum. Sambært eini fólkakanning gjørd av Spyr.fo í 2022, um ferðavinnuna í Føroyum vísti hetta, at nøgdsemi millum føroyingar er á 71%. Fyri veitarar er støðan eisini í framgongd, við tað at 33% av okkara hotellkømrum hava eina umhvørvisgóðkenning. Fyri aðrar veitararnar er støðan eisini í framgongd, her kann nevnast, at bæði Greengate Incoming og 62n hava fingið burðardyggan politik og
væntandi fáa vit neyvari tøl í 2023
fyri aðrar veitarar.
Í 2030 hava 80% av Føroya fólki ein jaligan hugburð mótvegis ferðavinnuni og vinnuferðavinnu. Málið er at røkka 70% í 2025.
Í 2022 hava vit rokkið einum jaligum hugburði á
71% (Mál í 2030: 80%)
Í 2030 hava 80% av okkara hotelkømr um eina umhvørvisgóðkenning. Málið er at røkka 50% í 2025.
Umhvørvisgóðkenning 2022
33% (Mál í 2030: 80%)
Í 2030 hava 90% av okkara ferðavinnu veitarum ein burðardyggan politikk. Málið er at røkka 70% í 2025.
Tølini verða tøk í 2023
..% (Mál í 2030: 90%)
Menniskju og Margfeldi Dygdargóð útbúgving
VIT YNSKJA:
• at arbeiða fyri dygdargóðum útbúgv ingum og hava eina vinnu, sum bjóðar lívslanga læring
• at hækka førleikastøðið hjá okkara vinnu, bæði hjá ungum og eldri, so tey hava dagførdar og relevantar førleikar og útbúgvingar. Eisini ynskja vit, at øll skulu hava møguleika fyri at vera við í føreikamenningini, soleiðis at munurin verður minni millum menn, kvinnur, aldur, fólk við serligum tørvi, etniska bakgrund, osfr.
• at fara inn í samstarv við Ferðavinnufelag og útbúgvingarstovnar um heiðursmerkir, praktikkpláss og annað, sum kann stuðla uppundir áhugan fyri dygdar góðari útbúgving.
Vit fara áhaldandi at hava skeiðir innan burðardygd.
Náttúra og Umhvørvið Reint vatn og reinføri
VIT YNSKJA:
• at skapa virðing um reint vatn í Føroyum. Vit ynskja at stuðla uppundir eina virðiliga nýtslu av vatni og arbeiða fyri, at ferðavinnan ikki verður ein bági fyri vatnnýtsluna
• at ferðavinnan er við til at tálma vatnnýtsluna og at spillvatn verður rætt viðfarið og so vítt gjørligt fer í sirkulerar rakstrarskipanir. Hetta verður ma. gjørt við so vítt gjørligt at kranar, brúsur og ves nýta so lítið vatn sum gjørligt.
• at øll ferðafólk ókeypis kunnu fylla teirra egnu vatnfløsku á frámerktum støðum.
Vit nýta kranavatn til øll okkara tiltøk og fundir.
Náttúra og Umhvørvið
Veðurlagsátøk
VIT YNSKJA:
• at stuðla uppundir tann veðurlagspolitkk, sum Føroyar og alheims samfelagið hava sett sær fyri.
natúrliga tilfeingið versnar fyri komandi ættarlið
Vit vilja eggja til burðardygga menning og vøkstur tó uttan, at tað
Vit miða eftir at arbeiða í samsvar við hesi sjey ST heimsmál
Náttúra og Umhvørvið Lívið á landi
VIT YNSKJA:
• at varðveita vátlendi og verja lívfrøðiliga margfeldi.
• at steðga avmerging av náttúrini og oyðimarkarlendi. Hetta vilja vit gera við virkið at fara inn í verkætlanina hjá Tjóðsavninum, stuðla henni og bjóða hana fram Bjóða hana fram sum ein møguleika hjá ferðafólkum at gera okkurt gott fyri samfelagið. Eisini ynskja vit at bjóða vátlendisøkir fram til Closed For Maintenance átakið.
Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Sømiligt arbeiði og búskaparligur vøkstur
VIT YNSKJA:
• at ferðavinnan hevur ein árligan búskapar vøkstur, at ferðavinnan hevur eina góða virðisøking og stuðlar undir íverksetan. Við hesum fer ferðavinnan at breiðka um virksemi í Føroyum og at skapa fleiri áhugaverd størv.
• at ferðavinnufyritøkur i Føroyum hava føroyskan ognarskap.
• líka løn fyri sama arbeiði óansæð kyn, etniskan uppruna og serligan tørv og at ein størri partur av arbeiðsstyrkini eru ung millum 15 24 ár, soleiðis at ferðavinnan verður dragandi fyri hendan aldursbólk.
• sjálvi at fáa eina umhvørvisgóðkenning og krevja av partnarum og veitarum innanfyri eina freist, at tey eisini hava tað og /ella ein burðardyggan politikk.
Vit keypa lokalar vørur fyrst. Vit ráðgeva gestum um upplivingar eisini uttanfyri tær vanliga eftirspurdu upplivingarnar.
Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Burðardyggir býir og bygdir
VIT YNSKJA:
• at styrkja nýtsluna av almennum flutngini og burðardyggari ferðslu við at gera tað lættari at brúka almenna samferðslukervi runt í
Føroyum
• at øll skulu hava atgongd til náttúruna og at býir, bygdir og náttúra fevnir um øll, eisini fólk við rørslutarni.
• at gestir skulu hava atgongd til súkklur og annan burðardyggan flutning, eins og atgongd til løðistøðir til el bilar.
Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Ábyrgdarfull
nýtsla og
framleiðsla
VIT YNSKJA:
• eina burðardygga og effektiva nýtslu av okkara náttúruríkidømi.
• at minka um matspill.
• at minka um nýtsluna av evnafrøðiligum evnum í okkara burturkasti.
• at skilja burturkast eftir leiðbeining, soleiðis at so lítið sum gjørligt verður brent og mest møguligt verður endurnýtt.
Vit hava ein innkeypspolitikk. Vit hava ein burðardyggan politikk.
Ein grønari leið við vinnuferðavinnu
Vinnuferðadeildin hjá Visit Faroe Islands og vinnan sum heild hava havt góða framgongd, eitt nú á GDS Indexinum.
Støðan hjá Føroyum sum ferðamál er betra nógv, har vit fyri fyrstu ferð í 2022 komu á topp 30 listan yvir burðardygg ferðamál í GDS Indexinum. Eisini veitarar í vinnuferðavinnu hava eina framgongd á 81%. Fyri Visit Faroe Islands sum ferðaráð, (DMO) er støðan betra tey seinastu árini við heili 80%.
Samanumtikið kann sigast, at síðan Føroyar bleiv innlimað í GDS Indexið í 2020, eru vit klatraði frá 47,2 stigum upp til 73 stig, ein framgongd á heili 55%. Hetta ger, at vit eisini flyta okkum frá Eysturevropa støði til Vesturevropa støði. Enn er ein góður teinur í at náa okkara bestu grannalond, Norðurlondini liggja á ovastu rók á GDS indexinum.
BURÐARDYGD
TILTAKS TOOLBOX
3. Heinta innaftur navnamerki og ráðstevnubond eftir tiltakið 2. Bjóða við kranavatni heldur enn vatnfløskumOkkara framgongd á GDS-Index'inum 2020-2022
Marknaðarføringsvirksemi 2022
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri uml. 82 mió. kr.
Nógvu undanfarnu árini hevur Visit Faroe Islands arbeitt við útlendskum miðlafólkum um at skapa umrøðu um Føroyar í útlendskum miðlum. Síðstu árini hava vit havt út ímóti 250 miðlafólk í Føroyum um árið. Í 2022 var talið um 150, harav 47 vóru sokallaðir Instagrammarar. Talið er fitt
hægri enn í 2020 og 2021, hóast tað er langt frá teimum tølum, vit hava sæð undanfarin ár.
VFI hevur gjørt virðið av greinum og sendingum upp, sum standast av fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað. Talið av miðlafólkum, sum vitjaðu, varð sum nevnt nógv lægri í 2022 samanborið við undanfarnu árini. Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í 2022 var áðrenn korona 82 mió. kr.
Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2022, vóru úr londum sum Danmark, Svøríki, Noreg, Stórabretlandi, Italia, Hollandi, Belgia, Fraklandi, Týsklandi, Spania, Sveis og USA. Um 100 útlendsk fjølmiðlafólk frá fyrst og fremst bløðum og tíðarritum vitjaðu Føroyar sum gestir hjá VFI í 2022. Umframt miðlafólk, varð eisini stórur dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “Instagrammarum” –myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 2022 komu 47 ymiskir Instagrammarar til Føroyar. Í nógvum førum var talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram. Harumframt hava sjónvarps og útvarpslið úr Danmark, Týsklandi og Fraklandi vitjað.
Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar enn eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum eru ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.
Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá
Fjølmiðlafólk 150
til Føroyar í 2022
útlendskum miðlafólkum, sum ynskja at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar.
Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin hendavegin.
Tá PRvirðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett,
at virðið tí eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingarstødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing.
Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PRskrivstovu í Bretlandi, sum hevur hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir. Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt samstarva við eisini við Visit Denmark skrivstovur í Italia, Fraklandi og USA um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar. Í samband við stóru marknaðarføringsátøkini, verða avtalur um samstørv gjørd á ávísum marknaðum fyri at tryggja, at boðskapurin røkkur víða. Hesar avtalur hava serliga verið við PRskrivstovur í USA og Danmark.
Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, mat stovur, bilaleigu og útferðir. Serliga Atlantic Airways og Gist & Vist, veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt.
Harumframt arbeiða vit saman við einari rúgvu av føroyingum innan øll økir frá landbúnaði, til sniðgeving, list, arkitektur osv. fyri at tryggja góðar søgur um fólkið, sum býr í Føroyum.
Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri
fólk at fáa eyguni upp fyri
Føroyum sum ferðamáli
Frítíðarferðavinna
Yvirlit
yvir marknaðarføringsvirksemi í 2022
PR-ÁTAK: IMAGINE THE FAROE ISLANDS
Visit Faroe Islands hevur undanfarin ár gjørt eitt stórt marknaðarføringsátak um árið, tó hevur hetta verið órógvað nakað av korona.
AI tøknin hevur ment seg nógv síðstu árini, og á sumri í 2022 var nógv tosað um nýggja skipan, sum kundi geva eitt boð uppá, hvussu málningar eftir heimsins stóru listafólkum høvdu sæð út út frá stuttum tekstbroti, sum var tøppað inn í skipanina.
Tað var upplagt at nýta hesa tøkni til eitt lýsingarátak. Átakið fekk navnið /Imagine og spurdi hvussu Van Gogh, Matisse, Rembrandt og onnur høvdu málað Føroyar, um tey vistu at Føroyar vóru til og høvdu verið her. Avtala varð gjørd við Listasavnið um at hýsa fyrstu framsýning í heiminum við myndum, sum bara vóru gjørdar av AI. Samstundis fingu tey, sum vitjaðu á Listasavninum høvi at gera teirra egnu myndir. Harumframt gjørdi Visit Faroe Islands eitt átak á instagram, har fólk kundu biðja um at fáa eina mynd gjørda. Myndin var so løgd út á instagram og taggað við navninum hjá tí, sum hevði biðið um
myndina. Tað var sera stórur áhugi fyri hesum, og yvir 10.000 myndir vóru gjørdar teir dagarnar, átakið koyrdi.
Sum við øllum átøkum hjá Visit Faroe Islands var talan um eitt PR átak, tvs at ongar lýsingar vera keyptar, í staðin verða tíðindaskriv send til viðkomandi miðlar á marknaðunum, sum Visit Faroe Islands arbeiðir á. Átakið eydnaðist væl og førdi til umrøðu í 250 greinum í serliga Danmark, Stórabretlandi og USA. Tað var serliga stuttligt, at síggja at Smithsonian, sum er viðurkendur amerikanskur miðil um list fortaldi um /Imagine átakið og listaframsýningina á Listasavninum.
VFI 2022, ÁTAK Í FØROYUM, 28 APRÍL TIL 1 MEI
Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni, har útlendskir ferðasmiðir verða boðin til Føroyar, soleiðis at tey sjálvi uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um framløgur og verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentanarligum upplivingum og útferð.
Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni, har bæði inoming, útferðaveitarar og bussfeløg eisini eru við til gera tað gjørligt.
40 føroyskar fyritøkur tóku lut, og tað var stuttlig at síggja, at eisini nýggir aktørar eru við. Útlendsku ferðasmiðirnir fáa veruliga høvi at hitta allar partar av føroysku ferðavinnuni til átakið.
Í 2022 varð sjálv verkstovan hildin í Løkshøll í Runavík, og miðmálið var í Skótahúsinum, so gestirnir fingu ein gongutúr í vakra økinum millum Skótahúsið og Løkshøll. Um kvøldið var døgurði í Siloini á Vestari Bryggju, har tað vóru ein røð av mentunarligum innsløgum.
Áhugin hjá útlendskum ferðasmiðum at taka lut var sera stórur, og av tí at royndir vísa, at einir 50 60 luttakarar er eitt hóskandi tal, vóru fleiri, sum ikki fingu høvi at vera við.
Ferðasmiðirnir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Belgia, Hollandi, Sveis, Italia, Spania, Fraklandi og USA. Eins og undanfarin ár, vóru eftirmetingarnar av átakinum sera góðar.
TROM
Sjónvarpsrøðin Trom, sum er fyrsta sjónvarpsrøðin, sum er upptikin í Føroyum, varð sýnd á stroymingartænastuni
ViaPlay 13. februar. Visit Faroe Islands stuðlaði røðini fíggjarliga, tí hetta er eitt gott høvi at vísa á Føroyar sum ferðamál. Umframt at vera víst á ViaPlay varð Trom eisini víst á Arte í Týsklandi og Fraklandi og BBC, sum báðar røkka okkara málbólkum. Norðurlendskar krimirøðir eru sera væl umtóktar bæði í Evropa og partvís USA, og tí var tað gleðiligt, at Føroyar fingu sína egnu krimirøð, sum er grundað á bøkur hjá føroyskum rithøvundi og sum er framleidd í Føroyum.
Vinnuferðavinna
Fyri vinnuna hevur 2022 verið eitt ár, har nógv tiltøk og ráðstevnur hava verið í Føroyum. Orsøkin til tað er, at fleiri tiltøk hava verið avlýst vegna koronu í 2020 og i 2021.
Møguleiki skal vera hjá fyritøkum at rinda ‘off-setting’ í sambandi við CO2útlát til verkætlanir í Føroyum
Árið hevur eisini verið merkt av, at deildin hevur verið upptikin av Vakstrarforum, sum undanfarna samgonga setti á stovn.
Eisini hava serligar upplivingar verið, til dømis tá vinnunevndin hjá Tórshavnar Kommunu valdi at luttaka á ICCA ráðstevnuni í Krakow og tá Football is Medicine ráðstevnan varð heiðrað fyri at hava havt ‘incredible impact’ ella eitt "ótrúliga stórt árin" á tað føroyska samfelagið.
SO SKJÓTT RUNNU TEY
Afturat hesum er ein røð av incentivebólkum, corporate tiltøk hjá føroyskum og útlendskum fyritøkum og øðrum føstum tiltøkum, so sum Visit Faroe Islands Famshop, Tórshavn Marathon og Átjan.
19 tiltøk eru skrásett, sum eru komin inn gjøgnum Ambassadørnetverkið í 2022. Sí niðanfyri.
19 TILTØK ERU SKRÁSETT, SUM ERU KOMIN INN GJØGNUM AMBASSADØRNETVERKIÐ Í 2022
Dato frá Dato til Heiti á ráðstevnu Fyriskipari
28. feb 1. mars Havgransking í Norðuratlantshavi Granskingarráðið
Mars Bridgefestivalurin Bridgesambandið
11. april 14. april Lykkeliga (EydnuCup) Eydnudeildin
23. april 24. april Nevza Technical Meeting Flogbóltsambandið
3. mai 5. mai 16th Nordiske Læreruddannelses Konference Lærarafelagið
8. mai 12. mai UEFA ráðstevna FSF
9. mai 13. mai 13th International Sea Lice Conference Fiskaaling
21. mai 23. mai Nordiske kvinder mod vold Kvinnuhúsið
27. mai 29. mai ENGSO General Assembly
2. juni 4.juni International foot and ankle congress
Faroe Islands National Olympic Committee
Norwegian Society for foot and ankle surgery
23. juni 25. juni International Fisheries Law Conference Fróðskaparsetrið
27.juni 29.juni 18th Scandinavian Workshop on Algorithm Theory SWAT Fróðskaparsetrið
12.juli 17. juli Norðurlendsk Dansistevna (Havleikur) Sláið Ring
3. aug 6. aug Jiu Jitsu Globetrotters
30.aug 2. sept SeaMark
14. sept 16. sept Symposium of the Nordic Cancer Registries
5 Oct 6 Oct Marine Mammals a sustainable food resource
5 Oct 7. okt KIMO Conference and AGM 2022
Tórshavn Brazilian Jiu Jitsu
Horizon Europe / Ocean Rainforest
Association of the Nordic Cancer Registries
NAMMCO
Tórshavnar Kommuna
11 Oct 11 Oct Havøkonomi ráðstevna NORA
VAKSTRARFORUM
Undanfarni løgmaður setti á stovn Vakstrarforum og nakrar arbeiðsbólkar undir hesum. Hesir fingu til uppgávu at arbeiða við nøkrum vakstrarøkjum, har Vinnuferðavinna varð valt til vakstrarøki. Ein arbeiðsbólkur varð settur við hesum fólkum: Jóhan Pauli Helgason, Johannes Jensen, Henny á Líknagøtu, Árni Olsen, Petur Mittún og Annleyg
Lamhauge, sum var forkvinna í bólkinum. Gunvør Balle var skrivari í bólkinum. Guðrið Højgaard sat sum limur í stýrisbólkinum fyri Vakstrarforum.
Úrslitið var ein faldari við 15 tilmælum til hvat skal til, fyri at fáa vøkstur í vinnuferðavinnuna. Mett varð, at vinnuferðavinnan kann trífaldast og fylla helmingin av ferðavinnuni í 2030. Eisini varð mett, at við røttum innsatsi, kann ein
Mál fyri 2030
Ferðavinnan er 10% av samlaða útflutninginum
Vinnuferðavinnan skapar 1 mia. kr. í inntøkum
milliard fáast í inntøku gjøgnum vinnuferðavinnuna. Hetta talið er sjálvsagt treytað av neyðugu satsingini, sum varð mett at vera 3 millionir eyka i eina Eventskriv stovu, 2 milliónir í ein stuðulsgrunn um árið og onnur átøk so sum eina stórhøll, at tryggja beinleiðis flog til 5 stórbýir og brúka ferðavinnuna sum eina broytingarmegi til umhvørvis og náttúruvernd.
VIRKISÆTLAN FYRI VINNUFERÐAVINNU
Eftir at Vakstrarforum hevði handað sína frágreiðing til løgmann og ferðavinnupolitikkurin hjá Tórshavnar
Kommunu varð handaður inn, varð avgjørt at tillaga Virkisætlanina, sum Tórshavnar Kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava í felag. Samstundis varð avgjørt, at Virkisætlanin skal endurskoðast 3. hvørt ár.
VIRKISÆTLANIN HEVUR NÚ HESI STEVNUMIÐ
FYRI 2030
1 . Unordinary Meetings skal vera eitt altjóða kent fundarbrand
2 50% av allari ferðavinnu í Føroyum er Vinnuferðavinna (40% í 2025)
3. 100 altjóða fundir og tiltøk við 50 1000 gestum um árið (60 í 2025)
4 300 ambassadørar (200 í 2025)
5 Í 2025 skulu Føroyar / Tórshavn vera á norðurlendskum miðalstøði í GDS indexinum (Global Destination Sustainability Index)
Hesi vitanartyssi skulu mennast:
• Havið
• Heilsa
• Kunningartøkni & samskifti
• Grøn orka
• Ítróttur og mentan
AMBASSADØRDAGURIN 2022
Av tí at árið 2021 var eitt koronaár, so var ambassadørdagurin 2022 merktur av hesum. Sostatt vóru ongar heiðringar á degnum, sum vit vanliga hava.
Dagurin varð nýttur til at arbeiða víðari við okkara ‘brandstory’, sum vit hava gjørt saman við ráðgevunum Bo Kruger frá Moving Minds og Anja Hartung Sfyrla frá LoopNordic.
Endurskapandi átøk líknandi Closed for Maintenance skulu vørumennast til fundir, incentives og mentanarog ítróttartiltøk
Allir ambassadørar luttóku virkið í at snikka okkara nýggja fundarbrand til. Úrslitini av hesum arbeiði fara væntandi at síggjast betur í 2023.
Á ambassadørdegnum møttu um 100 fólk, og dagurin varð hildin á Hilton Garden Inn.
FOOTBALL IS MEDICINE VERÐUR HEIÐRAÐ Á ICCA Í
KRAKOW
Vinnuferðavinnudeildin luttók á sera nógvum
áhugaverdum tiltøkum í 2022, eitt ið er serstakliga
áhugavert at nevna er ICCA ráðstevnan í Krakow. Har vit
fingu ferðalag av Vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu og fólkum frá Football is Medicine ráðstevnuni, sum komu at halda framløgu og at heinta teirra heiðursløn. Samstundis sum ráðstevnan var, legði Visir Faroe Islands eitt síðuprogramm til rættis, soleiðis at Vinnunevndin fekk neyvari upplýsingar um vinnuferðavinnuna.
Hesir fundir vóru við á ICCA:
• GDS Indexið, har vit fingu at hoyra okkara úrslit frá 2022 indexinum. Guy Bigwood, stjóri fyri indexið greiddi frá, og Vinnunevndarlimir vóru sera áhugaðir at spyrja og hoyra, hvussu Tórshavnar Kommuna kann koma longur upp eftir indexinum.
• Ein fundur var við Uppsala Convention Bureau, har tey greiddu frá teirra arbeiði og hvussu tey taka útgangsstøði í fortíðini í rotatiónini av ráðstevnum og á tann hátt finna framtíðar ráðstevnur. Eisini greiddu tey frá, hvussu tey arbeiða saman við kommununi, og hvussu tey verða raðfest av kommununi og hava 5 6 fólk í arbeiði. Harafturat hvussu tey arbeiða við sports eventum.
• Eisini var fundur við Norway Convention Bureau, har vit fingu góð ráð til, hvussu vit kunnu arbeiða við ítróttartiltøkum. Serliga søgdu tey, at tey ikki fara eftir stórum meistaraheitum, men heldur fara eftir smærri og meiri stuttligum tiltøkum.
• At enda høvdu vit ein fund við Ljubljana Convention Bureau, sum greiddi frá, hvussu tey hava havt eydnuna við sær at reinsa býin og at gera hann bilfrían. Hvussu tey arbeiða við einum breiðum árshjóli av tiltøkum, so sum ein heilan mánaða í november, har matstovurnar spíla seg út, og ymisk mentanartiltøk.
100% el-riknir bussar í Havn í 2027 og 100% elriknir leigubilar í 2030
Tiltøk í 2022
Niðanfyri er ein stuttur samandráttur av tiltøkunum í 2022. Byrjanin av árinum var merkt av koronu og síðani av kríggi.
Vinnuferðavinna
Global workshop (digital) Visit Denmark, 26-27 jan. 14-18 Un Eclat de Soleil, Paris, 14-18 februar Travelmatch Oslo, 1-3 mars Fund við Moving Minds og LoopNordic KBH, 21-23 mars MØDE- OG EVENTMESSEN KBH, 23 mars Ferie for alle Herning, 25-27 feb. 5 country London, 8 feb. FrítíðarferðavinnaVinnuferðavinna
Reykjavík 24-29 apríl
IMEX Frankfurt, 29 mai-3 juni
Glasgow, 26-29 juli
Vestnorden Nuuk, 19-22 sept
Association World Congress Lissabon, 4-8 sept. Global Association Forum Lausanne, 4-8 sept. ICCA og Scandinavian Association Expert Forum The Meetings Show London, 26-30 juni C&IT FORUM VFI famshop 28 apríl-1 mai FrítíðarferðavinnaTalgildir miðlar
Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum, sum til dømis Google.
Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum.
Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com í 2021 var á 900.000 sambært skrásetingar gjørdar av Google Analytics Universal. Hetta talið var fallið til 297.000 í 2022. Fleiri orsøkir eru til hetta.
Ein stór orsøk er minkandi møguleikin fyri at sleppa at skráseta brúkarar og savna dáta. Hetta kemur av herdum GDPR krøvum, saman við at fleiri brúkarar velja møguleikan at nokta at lata sína vitjan kunna verða skrásetta
(cookies), sum so ávirkar møguleika hjá Analytics at heinta nágreinilig dáta til okkum.
Tøl frá øðrum amboðum, so sum Google Search Console vísur á, at sjálv vitjunartølini ikki eru minkað, men skrásetingarmøguleikarnir við verandi Analytics Universal er skerdir.
Visit Faroe Islands arbeiðir við at tillaga okkum til hesar broytingar, eitt nú við at skifta frá gamla Google Analytics Universal til nýggja GA4. Skiftið ger, at vit ikki eins væl kunnu samanbera tøl frá tí nýggju analytics skipanini við ta gomlu, men tryggjar okkum, at framtíðar dátur fylgja nýggju mannagongdinum fyri, hvussu dáta framyvir kann skrásetast og samanberast.
UM WHAT’S ON
Vilt tú vita hvat, hvør og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo
What’s On pallurin samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingin og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug heimasíða, umframt at hon er partur av heimasíðunum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands.
Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið er, hvar í landinum tað er ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.
Kunningin finst á føroyskum og enskum. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On fyri at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.
Tað er lætt og ókeypis at brúka og skráseta tiltøk á www.whatson.fo. Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak.
Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.
Tankin er ikki at noyða fólk at vitja www.whatson.fo fyri at fáa kunning um tiltøk. Heldur vilja vit, at fólk fáa kunningina á heimasíðum ella tíðindaportalum, sum tey brúka í for vegin. Tí samstarvar What´s On við Portal.fo og onnur.
Síðani What´s On pallurin lat upp í 2019 hava fleiri túsund tiltøk (events) og fleiri enn 500 støð (places) verið skrásett á What’s On. Vanliga eru 2/3 av brúkarunum av What´s On útlendsk ferðafólk og 1/3 føroyingar.
Í 2022 varð dentur lagdur á at víðarimenna What´s On, so skipanin handan What´s On, umframt brúkarin av skipanini í frontend, fáa fleiri hentleikar og førleikar. Henda verkætlan er ætlað liðug og klár til brúkaran á sumri 2023.
KUNNINGARSKERMAR
Málið er at hava kunningarskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðandi har tey eru, og sum fortelja um støð nærhendis. Royndarverkætlanin við trimum skermum kring landið, millum annað á flogvøllinum, endaði í 2020. Vit lærdu nógv av hesum og hava síðani arbeitt við einari endaligari
Kunningaskermaloysn, har sniðuppgávan bleiv liðug í 2022, og forritanin skal verða liðug 2023.
Kunningarskermarnir vera at finna á øllum kunningarstovum, bensinstøðum, farstøðum og líknandi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og lætta um hjá starvsfólkum á støðum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku uppá at endurtaka kunning, sum ein kunningarskermur megnar.
SOSIALIR MIÐLAR
Tølini fyri okkara sosialu miðlar vísa, at vit í dag megna at røkka út betri enn tey flestu. Eitt nú fleirifalda betri enn miðal tølini fyri aðrar sosialar vangar. Til dømis liggur miðaltalið fyri sokallaða Engagement Rate (tal fyri hvussu nógv fólk viðmerkja, dáma og deila tilfar vit deila) fyri Instagram á 0,67% í miðal. Visit Faroe Islands Instagram
konto megnar eitt Engagement Rate tal á heili 5,86. Hetta eru vit sera errin av.
Arbeiðið við sosialu miðlunum fór av álvara í gongd í 2013.
Hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá.
Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú
Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa.
Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli, fyri at skapa áhuga. Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunning um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum møguligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið viðkomandi leitar eftir.
Hetta arbeiðið, ið verður gjørt áhaldandi, inniber at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar, um at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og um at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta.
Alt hetta er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum.
Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin. Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin.
Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, hevði í 2020 260.000 fylgjarar, 270.000 í 2021 og náddi upp á 280.000 fylgjarar í 2022. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan er um veruligt “reach out”.
Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 0.06%. Hetta merkir, at minni enn 0.06% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt dáma ella deila tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta hevur eydnast væl, og royndirnar á Facebook hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni.
Samstundis sum Instagram við fleiri enn 1.2 milliard myndaelskandi brúkarum, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Instagram vangi størri og størri týdning fyri okkum og okkara kunning úteftir.
Instagram kontan, hevði við ársbyrjan í 2020 242.000 fylgjarar, 260.000 við ársbyrjan í 2021 og 269.000 fylgjarar við ársendan av 2022. Tølini vaksa sostatt spakuliga, men støðugt hvørt ár.
Instagram er í 2022 farin frá at vera ein myndaplatformur, til í størri mun at umfata filmstilfar. Eitt nú eru smá flimsbrot nevnd “reels” vorðin ein alsamt størri partur av tilfarinum. Visit Faroe Islands hevur í samstarvi við altjóða myndafólk/ content creators skapt fleiri ymisk reels, um alt frá Grotto konsertum til gongutúrar og havsvimjing. Arbeitt verður framhaldandi við at menna hetta tilfarið.
Við flottari náttúru og serstakari mentan hevur Føroyar ein serstakliga sjónligan boðskap at fortelja. Á Instagram eru tað serliga myndir og filmur og tað sjónliga, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin sera væl til okkum, og til tann boðskapin, sum vit vilja fortelja um.
Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja ávísum tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit nágreiniliga raka fólk um við serligum áhuga fyri ymsum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum og líknandi.
SAMSTØRV VIÐ ALTJÓÐA MYNDAFÓLK
Visit Faroe Islands fær árliga hundraðtals fyrispurningar frá myndafólki og ”content creators” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir og gera filmar, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram, Youtube, Facebook og a ðrastaðni). Í 2022 fingu vit 220 fyrispurningar frá bólkum og einstaklingum, harav fingu 47 játtandi svar. Tey sum fáa játtandi svar um samstarv við okkum, eru fólk vit meta hava eina dygd og ein stíl sum passar til okkara málbólk. Í samstarvi við hesi hava vit uppbygt eitt fylgjaratal
á okkara sosialu miðlum, sum í dag tilsamans telja 566.000 fylgjarar.
COLLABORATION HAGTØL
Tal av fyrispurningum
220
Samstørvini verða gjørd í tøttum samstarvi við veitarar í ferðavinnuni, sum eiga sín lut í at gongdin hevur verið so góð. Arbeitt verður miðvíst við at spjaða myndafólkini kring landið, og við at framleiða tilfar í trá við teir fýra hornasteinarnar í menningarætlanini fram ímóti 2025. Í 2022 er hetta komið til sjóndar í ymiskum temaum, eitt nú “Faces of the Faroe Islands”, uppsløg um mat og matmentan, Ólavsøkuna, “Faroe Islands with kids”, bygdagøtur, páskir, jólini, ull, Trom, o.s.fr. Landslagsmyndir fylla framvegis nógv, og samstundis verður arbeitt miðvíst við at vísa meiri fjølbroytt tilfar um Føroyar á sosialu miðlunum.
Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá.
Framyvir verður meira arbeiði lagt í at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhugaverdar myndir út, og at skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkarunum meira virði.
Tal av vitjanum 47
TWITTER OG LINKEDIN
Aðrir pallar vit eru virkin á, tó í øðrvísi máta enn teir størru og meira sosialu miðlarnar eru Twitter og LinkedIn.
LinkedIn gevur okkum møguleika at røkka út til tey meira professionellu innanfyri ferðavinnu, menning, politikk, lýsingum og øðrum seráhugamálum.
Pallarnir hava báðir sínar fyrimunir tá tað kemur til røkka ein smalri málbólk, men eisini sínar teknisku avbjóðingar, har Twitter einans letur ein skriva við maks 280 teknum, og LinkedIn avmarkar mynda røð brúk.
Ágangurin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi møta vit
á øllum pallum, men serliga á Twitter gevur hetta okkum avbjóðingar.
Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter og LinkedIn, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum – tilfar,
sum verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skraddaraseymað til júst Twitter ella bara til LinkedIn.
Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólkum. VFI hevur síðani havt møguleikan at sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til tilfarið, sum VFI so kann nýta á egnum, sosialum pallum.
Hóast VFI hevur megnað at fleirfalda talið av fylgjarum á Twitter, er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, sum brúka okkara pall til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri.
Hóast tølini á LinkedIn (fylgjarar og likes) er lægri enn á øllum øðrum pallum, so taka vit tó har ein týdningarmiklan mál bólk og týdningurin av hesum veksur hvørt ár.
SNAPCHAT OG TIKTOK
Snapchat er seinastu árini vorðin ein tíðandi miðil. TikTok er síðani komið afturat og er nú millum skjótast veksandi sosialu miðlarnar. Tað eru serliga tey heilt ungu, ið hava tikið hesar miðlarnar til sín. Hesin málbólkurin er ikki tann, ið VFI nýtir nógva orku uppá, og tí eru okkara Snapchat og
TikTok vangar minni virknir enn okkara Facebook og Instagram vangar. Í skrivandi løtu verður mett, at okkara boðskapir raka rætta málbólkin á øðrum miðlum enn
Snapchat og TikTok, hóast vit halda gott eyga serliga við TikTok.
SAMANUMTØKA
Okkara arbeiði á teimum ymsu sosialu miðlunum hevur meir
enn nakað annað gjørt sítt til, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á
heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í
dag enn áður, samstundis sum
flestu lyklatøl, harundir talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi peika rætta vegin.
Faldarar
Sjálvt um fleiri og fleiri
vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, eru tað nógv, ið enn spyrja eftir faldarum.
Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar at senda til síni viðskiftafólk og at hava við á messur. Faldararnir verða eisini brúktir av kunningarstovunum kring landið, gistingarhúsunum og ferðavinnufyritøkum í Føroyum. Harumframt verða faldararnir eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við.
TOURIST GUIDE OG KORT
Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu 55.000
Tourist Guides prentaðar í 2022. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað. Í 2022 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað.
Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.
KIRKJUR
Í 2021 var ein serstakur kirkjufaldari við yvirliti yvir 11 ymiskar kirkjur kring landið. Faldarin greiðir frá kristnu siðvenjuni í Føroyum og teirri serstøðu kirkjurnar hava í nærum øllum bygdum í landinum. Kirkjurnar eru nógv avmyndaðar og hava eisini eina serstøðu í ferðavinnuni. Tó er vitanin kanska ikki so lætt atkomilig og tíverri eru flestu kirkjurnar stongdar, so vitjandi ikki kunnu vitja kirkjurnar. Faldarin vísir á tær kirkjurnar í Føroyum sum hava fastar vitjanartíðir. Umframt at seta sjóneykuna á føroysku kirkjuna í ferðavinnuhøpi er endamálið við faldaranum eisini at fjøltátta úrvalið av vitjunarverdum støðum, ikki minst uttanfyri háárstíðina.
FUGLAFALDARI
Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí var fuglafaldarin gjørdur, ið fortelur um teir ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Faldarin hevur stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Faldarin hevur eisini kunning um, hvussu man ber seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin er tøkur sum pdf at taka niður av heimasíðuni, í eini roynd at hugsa burðardyggari loysnir og at prenta minni.
Hiking in the Faroe Islands
AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAR
Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar at taka lut í at marknaðar føra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum landi, ger, at vit føroyingar –enn í øðrum londum – øll eru ambassadørar fyri okkara land –óansæð um vit vilja tað ella ikki.
Birds of the Faroe Islands
GONGUFALDARI
Gongufaldarin, sum upprunaliga varð framleiddur í 2015 á enskum og donskum, og kom á týskum í 2017, varð dagførdur í 2020. Tær gøtur, har gjald verður kravt, eru tiknar úr faldaranum, og fyrstu síðurnar við kunning til ferðafólkini eru dagførdar. Endamálið við faldaranum var at kunna um trygd, tá talan er um gongd í haga. Eftirspurningurin eftir gongufaldaranum hevur verið sera stórur. Ein nýggjur faldari verður tøkur í 2023.
Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi, at kunningin er reglubundin, soleiðis at argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, um tey hava ætlanir um at halda framløgu um Føroyar, óansæð um ein er skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektivur háttur at marknaðar føra Føroyar.
Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri. Amboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni
Altjóða samstørv
VFI hevur knýtt samstørv við ymiskar aktørar
úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar.
TRAVEL PR
VFI hevur avtalu við enskt PRbureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi, fyri at skapa umrøðu um Føroyar á tann hátt eisini.
VISIT DENMARK Í ITALIA
Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferðasmiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark, luttøku á verkstovum, o.s.fr. Visit Denmark í Italia hevur eisini ábyrgd av franska marknaðinum, so samstarvið fevnir eisini um miðlavitjanir úr Fraklandi.
VISITDENMARK Í STÓRA BRETLANDI
Samstarvið við VisitDenmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um luttøku á teirra søluverkstovum innan vinnuferðavinnu.
MICE
Innan MICEøkið samstarva vit eisini við fleiri altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar.
VISIT ICELAND OG VISIT GREENLAND
Samstarvið millum NATAlondini er ment munandi seinastu árini. NATA hevur m.a. sett ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Visit Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum arbeiða við felags marknaðarføringsátøkum fyri londini. Hetta samstarvið hevur givið okkum atgongd til tiltøk á marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á.
Onnur samstørv
UN ÉCLAT DE SOLEIL, PARÍS, JANUAR TIL MARS
Í januar lat stór føroysk myndlistaframsýning upp í
Paris við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálv av Reyni í hølunum Le Bicolore í La Maison du Danemark á Champs Élysées.
Framsýningin bar heitið ”Un éclat de soleil”, ið er bygt á sálmin hjá Kingo "Sum ígjøgnum sortar skíggja, kemur fram hin gylta sól". Kinna Poulsen var kurator fyri framsýningina.
Listaframsýningin var partur av føroyskum mentanar
átaki í Paris, ið varð fyriskipað av Uttanríkis og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark og Visit Faroe Islands.
Umframt listaframsýningina fevndi átakið um eina røð av føroyskum tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið vóru í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022. Tiltøkini vóru fyriskipað í samstarvi við ávikavist FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum var at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanar samstarv millum Føroyar og Frakland.
Tað var upplagt at nýta hetta høvi, har Føroyar vóru í fokus í París, at gera vart við Føroyar sum ferðamál, nú
Atlantic Airways hevur beinleiðis flog til París fleiri ferðir um vikuna. Skipað var fyri døgurða við føroyskum rávørum fyri ferðasmiðir saman við Atlantic Airways og fyri miðlum. Miðlarnir vóru eisini boðnir til konsert hjá Eivør, sum var í donsku kirkjuni beint við. Døgurðarnir vóru sera væl
eynaðir og hittu vit eina røð av viðkomandi ferðasmiðjum og miðlum.
Í samband við mentunarátakið í París var avtala gjørd við PR fyritøku um at finna instagrammarar, sum kundu vísa á tiltøkini í La Maison du Danemark fyri at royna at marknaðar føra framsýningina á tann hátt.
Instagrammarnir vóru eisini boðin til Føroyar á vitjan fyri at knýta Føroyar sum ferðamál í samstarvið.
G! FESTIVALURIN, GØTA
14. – 16. JULI
Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa útlenskar miðlar til G! og harvið umrøðu í útlendskum miðlum. Endamálið er at fáa eitt ávíst tal av útlendskum gestum til festivalin. G! Festivalurin og Visit Faroe Islands samstarva um fjølmiðlavitjanirnar og um vitjanir av myndafólkum, sum umframt at taka myndir, eisini gera filmar, alt fyri at fáa boðskapin um G! Festivalin út í heim.
FIMFF
4. – 5. SEPTEMBER
Visit Faroe Islands hevur í nøkur ár samstarvað við filmsfestivalini FIMFF Faroe Islands Int’l Minority Film Festival um at fáa útlendskar miðlar til festivalin. Í 2022 tók umboð fyri danska blaðið og heimasíðuna Out & About lut.
ÁTJAN OYGGJAR ADVENTURE FESTIVAL
7. – 11. SEPTEMBER
Visit Faroe Islands hevur samstarvað við Átjan Oyggjar Adventure Festival, sum varð hildin á fyrsta sinni í september 2018 undir navninum Útilív Adventure Festival. Talan er um ein festival, har luttakararnir kunnu velja ímillum fýra ymiskar rennirutur í fjøllunum í Føroyum. Umleið 350 fólk tóku lut í 2022, samanborið við 230 fólk í 2018. Ein stórur meiriluti av luttakarunum vóru útlendingar, sum steðgaðu í miðal 6 dagar. Í gestanætum gevur hetta knapt 3000 nætur, tá fyrireikarar og onnur fólk, sum vóru knýtt at festivalinum, eru tald við. Festivalurin verður hildin aftur í september 2023.
Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands
Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum.
Guðrið Højgaard Stjóri
Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com
Súsanna Sørensen
Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar
Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com
Jóhan Pauli Helgason
Menningarleiðari
Fartelefon: 55 61 31 johanp@visitfaroeislands.com
Bárður Eklund
Talgildir miðlar
Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com
Annleyg Lamhauge Vinnuferðavinna
Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com
Alda M. Egilstrøð Menningarsamskipari
Fartelefon: 55 61 33 alda@visitfaroeislands.com
Marta Káradóttir
PR & Samskifti
Fartelefon: 25 61 39 marta@visitfaroeislands.com
Olivia Døgg Frífinsdóttir
Sosialir miðlar
Fartelefon: 55 61 32 olivia@visitfaroeislands.com
Vanja Davidsen
Skrivstovufólk
Fartelefon: 55 61 40 vanja@visitfaroeislands.com
Fríðgerð Heinesen
Bókhald
Fartelefon: 55 61 34 fridgerd@visitfaroeislands.com
Rasmus S. Biskupstø
Avloysari
Fartelefon: 55 61 39 rasmus@visitfaroeislands.com
Súsanna Samró
Vinnuferðavinna
Visit Tórshavn
Fartelefon: 25 09 05 samro@visitfaroeislands.com
Nevndin
Johannes Jensen
Gist&Vist, formaður
Bjørgfríð Ludvig
Tórshavnar Kommuna
Jens Meinhard Rasmussen
Smyril Line
Johanna á Bergi
Atlantic Airways
Sakaris Frederiksen
Ferðavinnufelagið
Elin Heðinsdóttir Joensen
ÍSF
Marjun Niclasen
Visit Runavík
Oyvindur av Skarði
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið