Landbúnaðarferðavinna í Føroyum
– Ein størri føroyskur matmarknaður og upplivingar, ið knýta okkum og ferðandi at staðbundnu matmentanini
Landbúnaðurin fær gestir
3
Landbúnaðarferðavinna í Føroyum Ráðgeving og netverk
14
Marknaðarføring og søla Fígging og stuðul Lutmál
Hetta er faldari, ið tekur saman um eina drúgva forkanning um landbúnaðar ferðavinnu í Føroyum. Longra frágreiðingin er tøk í talgildum sniði á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands ella á www.menning.fo.
16
19
Vitan, samstarv og nýhugsan
6
21
24 BÚNAÐARGRUNNURIN
2
Landbúnaðurin fær gestir Ferðafólk hava fingið eyga á upplivingarnar, sum kunnu fáast saman við teimum, ið røkja jørð og kríatúr. Tað merkir, at bøndur hava møguleika at økja um inntøkukeldurnar við at bjóða eitt nú túrar og máltíðir fram, og sostatt verða ferðavinnuveitarar afturat yrkinum sum matframleiðarar. Spurnarkanningin, ið er gjørd í sambandi við hesa frágreiðing, vísir, at føroyskir bøndur eru áhugaðir í, hvat landbúnaðarferðavinna kann kasta av sær, og nakrir eru longu farnir í hesa vinnu. Men stórur partur av búnaðarfólkinum spyr eftir vegleiðing, netverkan og fíggjarligum stuðli, so tey eru betur fyri at fara undir at velta hetta lendið upp úr nýggjum. 3
Hvat er landbúnaðarferðavinna? Landbúnaðarferðavinna kann vera at bjóða fólki inn at síggja mjólkineytini, í veltuna at taka síni egnu epli upp, við í hagan at hyggja at seyði – men tað kann eisini vera at bjóða heimablídni við døgurða frá egnari framleiðslu, ella at selja góðskaðar vørur úr garðs handli. Eitt, sum vit vita, er, at serliga siðbundni landbún aðurin fær gagn av, at ferðavinnan kemur til garðs. Landbúnaðarferðavinna er við til at, varðveita siðir og matmentan og hevur tí eisini leiklut sum mentunarberi. Hetta gagnar bæði ferðandi og heimafólkinum. Mett verður, at eftirspurningurin eftir staðbundnum matvørum og upplivingum úr staðbundnu mentanini fer at vaksa komandi árini. Hetta er galdandi bæði fyri mattúrar, vitjan á gørðum, matarskeið og mat marknaðir. At verða boðin til borðs heima hjá fólki á staðnum upplivist forkunnugt og spennandi millum ferðafólk og er í fleiri førum ein uppliving á hædd við tær, ið ferð andi fáa á nýhugsandi úrvalsmatstovum. 4
22,1% av búnaðarveitarum kenna øktan áhuga millum ferðafólk.
18,6% av búnaðarveitarum hava upplivað øktan áhuga frá matstovum og fyritøkum.
Stuttflutt til ferðandi og føroyingar Óvissa heimsstøðan við veðurlagskreppu, alheims farsótt og kríggi hevur gjørt matsjálvbjargni til eitt hugtak, sum nógv lond taka í álvara. Eisini í Føroyum merkja bøndur øktan áhuga fyri stuttfluttum vørum. Vit eiga at gagnnýta hendan áhugan og leggja okkum eftir at framleiða og vísa fram fleiri dygdargóðar stað bundnar matvørur til føroyska marknaðin og sam stundis bjóða vørurnar fram í ferðavinnugeiranum. Tá vit keypa staðbundnan mat beinleiðis frá før oysku framleiðarunum, gagnar hetta bæði framleiðara num, nærsamfelagnum og felagskensluni millum fólk. Somuleiðis gagnar tað føroyska búskapinum, at vit bæði framleiða, selja og nýta staðbundna matin í Føroyum.
69,9% av búnaðarveitarum hava upplivað øktan áhuga fyri landbúnaðarvørum og tænastum frá føroyingum.
// Vælskipað landbúnaðarferðavinna kann gera, at tað verða fleiri, sum gerast sjálvstøðug vinnurekandi, og fara at virða seg og sína jørð. (dulnevndur búnaðarveitari, spurnarkanning)
5
Landbúnaðarferðavinna í Føroyum Hóast landbúnaðarferðavinnan enn er nýggj í Før oyum, eru longu fleiri veitarar, ið bjóða fjølbroyttar tænastur. Hesi undangongufólk geva íblástur og vísa á, hvussu vinnan kann hepnast og mennast. Royndir teirra eru eitt nú, at tað ræður um at síggja teir møguleikar, vit hava. At geva seyði, at hoyggja ella at taka upp eplir kann fyri fleiri okkara tykjast sum ger andiskostur. Fyri vitjandi kann upplivingin tó vera rík, har tey kenna seg knýtt at staðbundnu mentanini og sleppa at royna nakað, tey ikki kunnu aðrastaðni.
6
// Mann kann gott taka pengar fyri at velta. Mann skal venda myndini. Tú lærir tey til dømis at hoyggja upp á ein gamlan føroyskan máta. Tú lærir tey um føroyska siðvenju og inkluderar tey í ein felagsskap. Tey gjalda fyri at hjálpa tær, og tað er er eitt upplivilsi fyri tey. (bóndi 30-40 ár)
// Ferðavinnan er tað, sum ger, at eg kann liva sum bóndi. (bóndi 30-40 ár)
7
SPURNARKANNING
Fæst tú við ferðavinnutænastu aftur at landbúnaðarvirkseminum?
53% 32%
34%
34%
32% 15%
Landsbøndur 8
Ja
Nei
Nei, men eg umhugsi tað
Óðalsbøndur
Spurnarkanningin vísir, at fleiri hava áhuga fyri at taka ferðavinnu upp sum inntøkukeldu. Størsti áhugin er fyri at bjóða túrar fram, men eisini heimablídni fær nógvan ans.
46,9%
23,9% av búnaðarveitarum bjóða eina ferðavinnutænastu afturat búnaðarvirkseminum.
Um rætt verður borið at, kann samlaða talið av heimablídni – veitarum tvífaldast.
av luttakarunum í spurnarkanningini umhugsa at víðka um virksemið við at bjóða túrar.
31,9% av búnaðarveitarum umhugsa at bjóða eina ferðavinnutænastu afturat búnaðarvirkseminum.
24,8% av luttakarunum umhugsa at víðka sítt virksemið við heimablídni.
// Tað var tað, at tað var møguleiki fyri heimablídni, at vit fóru í holt við hetta. Tað var eitt ískoyti, og tað merktist. Tað gjørdi so stóran mun. (bóndi 40-50 ár)
9
Víðka eisini um landbúnaðin Afturat hesum at fara undir beinleiðis ferðavinnu, eru búnaðarfólk áhugaði í at víðka um sítt virksemi innan tað, vit vanliga rokna upp í landbúnað. Áhugi er fyri at royna seg við meira og øðrvísi djórahaldi, við velt ing og við matvørumenning. Ikki minst hetta seinasta økir møguleikan hjá veitarunum at forvinna pengar frá ferðafólki, tí eitt nú pylsur, ostar, súltutoy og annað kann nýtast til máltíðir seldar á garðinum, sum veiting til hotell og matstovur, og eisini sum tinganest at taka heim við sær.
47,8%
kundu hugsa sær at víðka um virksemi við djórahaldi.
34,5%
kundu hugsa sær at víðka um virksemi við matvørumenning.
24,8%
kundu hugsa sær at at víðka um virksemi við grønmetisvelting.
10
Kom og menn hesa vinnuna á fýra økjum! Kanningin bendir á, at munandi áhugi og møgu leikar eru fyri at menna eina fjøltáttaða landbúnaðar ferðavinnu, sum aftur hevur við sær, at primera landbúnaðarvinnan mennist og fær fastari undir føtur. Menning kemur tó ikki av sær sjálvum, men krevur politisk átøk fyri at skapa burðardyggar karmar og samstarv millum allar viðkomandi partar og myndug leikar á økinum. Frágreiðingin setir sjóneykuna á fýra ymisk fokusøki, hvørt við fleiri tilmælum. Ein stórur partur av tilmælu num eru ódýr at seta í verk, og við lutfalsliga lítið av tilfeingi hevði borið til at komið langt fram á leið. 1.
Ráðgeving & netverk
2.
Marknaðarføring & søla
3.
Fígging & stuðul
4.
Vitan, samstarv & nýhugsan
11
Mælt verður til, at verkætlanin, sum lunnar eru lagdir undir við hesi frágreiðing, heldur fram og at fólk verður sett í starv til at seta í verk tilmælini. Fyrsta uppgávan hjá starvsfólkinum er at gera eina ítøkiliga ætlan, ið tryggjar, at tilmælini verða sett í verk eftir einum skipaðum leisti. Starvs fólkið kemur serliga at arbeiða innan fokusøkini „Ráðgeving og netverk“ og „Marknaðarføring og søla“, sum í stóran mun eru ítøkiligar verkætlanir, sum starvsfólkið sjálvt kann menna og stýra. Í teimum báðum seinnu fokusøkjunum, „Fígg ing og stuðul“ og „Vitan, samstarv og nýhugsan“, eru tað politiskar og strukturellar avgerðir, sum skulu takast til frama fyri menningini av landbún aðinum sum heild. Í hesum málum eru í flestu førum avgerðir, ið skulu takast av stovnum og felagsskapum, sum hendan verkætlanini ikki hevur beinleiðis ávirkan á.
12
Samskipan Skal verkætlanin eydnast, er neyðugt at stovnar, felagsskapir og fyritøkur innan bæði ferðavinnuna og landbúnaðin eru við í tilgongdini frá byrjan. Til tess at tryggja samstarv, samskipan og felags ognarskap fyri verkætlanini, verður tí mælt til, at ein ráðgevandi nevnd verður sett við umboðum úr landbúnaðinum og ferðavinnuni. Uppgávan hjá bólkinum er at tryggja, at verkætlanin fær neyðuga flogið, tað veri seg við at stuðla útvaldum menningarátøkum, aktivera egið net verk ella stuðla verkætlanini við síni vitan og førleikum. Uppgávan hjá nevndini er yvirskipað at tryggja, at tilmæli og ætlanir sum verða stungnar út í kortið eisini verða sett í verk. Nevndarlimirnir luttaka í nevndini sum partur av sínum starvi/umboðan. Mælt verður til, at ein árlig játtan á 1,5 míó. kr. í verður sett av á fíggjarlógini til verkætlanina. Ein leistur er at skipa hetta sum tíðaravmarkaða setan á t.d. 2 ár og hareftir eftirmeta verkætlanina og taka avgerð, um starvið eigur at halda fram. 13
Ráðgeving og netverk Sum vinnuøki er landbúnaðarferða vinnan í Føroyum óskipað. Fleiri stovnar og felagsskapir, sum starvast við ávikavist ferðavinnu og landbúnaði, hava áhuga fyri samanrenningini, men ongar formligar avgerðir ella samstørv fyriliggja, ið tilskila, hvør stovnur hevur ábyrgd av at menna og skipa land búnaðarferðavinnuna í Føroyum. Fyrsta stig er tó tikið við matkovin.fo og hiking.fo
Ráðgevandi deild Mælt verður til at seta á stovn eina ráðgevandi deild við samskipara at 14
taka sær av at menna og skipa karmar fyri landbúnaðarferðavinnu í Føroyum. Skotið verður upp, at deildin verður skipað og málsetningur gjørdur í sam starvi millum Búnaðarstovuna, Búnaðar grunnin, Veltuna og Visit Faroe Islands. Høvuðsendamál hjá ráðgevingini verður at fremja strategisku málini, sum verða sett fyri komandi árini. Ráðgevingin skal vera eitt natúrligt savningarstað fyri veitarar í vinnuni, har tey kunnu fáa vegleiðing um, hvussu tey byrja ella menna virksemi sítt. Umframt at veita dagliga vegleiðing og menna kunningartilfar, skal ráðgevingin skipa fyri verkstovum og skeiðum fyri
// Tað er akkurát tað, sum manglar. Ein ráðgeving til bøndur, sum sigur, hvat man kann og hvat krevst. (bóndi 40-50 ár)
at styrkja førleikamenningina og sam starvið í vinnuni.
Netverk Eitt av høvuðsmálunum hjá ráðgevingini verður at stovna eitt netverk av veit arum innan landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum. Búnaðarnetverkið skapar ein felagsskap við vitanardeiling og menn ing. Nevndu verkstovur og skeið verða høvi hjá búnaðarnetverkinum at hittast.
46% ynskja at gerast partur av einum netverki innan landbúnað og landbúnaðarferðavinnu, hvørs endamál er menning og vitanardeiling innan vinnuna.
15
Marknaðarføring og søla Virkandi í vinnuni gera vart við tørvin á skipaðari marknaðarføring av búnaðar vørum og landbúnaðarferðavinnuni í Føroyum.
vegleiðing til at marknaðarføra sítt egna virksemi.
Felags búmerki Marknaðarføra vinnuna og hvønn veitara sær Tí verður mælt til at gera eina markn aðarføringarætlan fyri landbúnaðar ferðavinnuna í Føroyum. Ætlanin verður tvíbýtt, har dentur verður lagdur á yvirskipaða marknaðarføring av saml aðu vinnuni í Føroyum, samstundis sum einstøku veitararnir eisini fáa stuðul og 16
Upplagt er at skapa eitt felags búmerki. Tilgongdin at gera serstakt merki fyri føroysku landbúnaðarvinnuna eigur at hava uppruna í búnaðarnetverkinum. Við felags samleika er lætt hjá land búnaðarvinnuni at marknaðarføra seg við egnum talgildum palli og á sosialum miðlum, samstundis sum samleikin við tíðini kann vinna sær pláss sum góðskumerki.
Sosialir miðlar sum amboð Við verkstovum og ráðgeving menna veitarar førleikar sínar innan marknaðar føring og sølu. Dentur verður lagdur á sosialar miðlar sum amboð innan marknaðarføring. Hetta er bíligasti og munabesti pallurin hjá veitarum at samskifta við kundar sínar. Í sam bandi við sølu eigur ein talgildur pallur við savnaðari kunning og sølu yvir búnaðarvørur og tænastur at mennast.
46% ynskja at gerast partur av einum átaki, ið savnar landbúnaðarvørur og tænastur í sambandi við sølu og marknaðarføring.
// ...eg haldi tað hevði verið gott, um mann kundi fingið eitt yvirlit yvir t.d. Suðuroynna, har selja tey hetta og hatta. Hvat selja tey so í Sandoynni – fáa eitt yvirlit yvir matvørurnar. (bóndi 60-70 ár)
Søla úr hond í hond Umframt hetta skal sølan á staðbund num matmarknaðum áhaldandi mennast. Marknaðir stimbra sølu og menning og virka fyri at knýta bond millum framleiðara og kunda – bæði vinnuligt og privat. Her fáa føroyingar og ferðandi møguleika at sansa, smakka, síggja og lukta matvørur nar. Samstundis sum virkandi í vinnuni fáa høvi at víðka um sín kundaskara, skapa marknaðirnir samanhald millum framleiðarar og stimbra menning av staðbundum mat vørum.
17
50,4% uppliva fígging og stuðul sum eina avbjóðing í sambandi við at økja og menna sína matframleiðslu.
18
Fígging og stuðul Í fíggjarliðinum skulu mannagongdir fyri lán og stuðul gerast greiðari. Virkast skal eisini fyri, at bøndur leita sær neyðuga ráðgeving.
Endurskoða fíggingarmøguleikarnar Heimildirnar hjá Búnaðargrunninum eru ásettar við lóg, og tær avmarka, hvat virksemi grunnurin kann lata stuðul og lán til. Havandi í huga, at stórur partur av búnaðarveitarum hava ynski um at menna og víðka virksemið við
djórahaldi, velting, vørumenning ella ferðavinnu, eiga fíggingar- og stuðulsmøguleikarnir í búnaðargeira num at verða endurskoðaðir fyri, at tryggja, at teir hóska til ætlaninar hjá vinnuni og landbúnaðarpolitisku kósina.
Serstakur stuðul til íverksetan av landbúnaðarferðavinnu Ein stuðulsskipan til íverksetan av landbúnaðarferðavinnu hevði sett ferð á landbúnaðarferðavinnuna. Hvar ein slík skipan eigur at verða staðsett er ein
politisk avgerð. Nakrir aðrir stovnar, ið kundu komið upp á tal eru: •
Vinnuframi er stovnur, ið hevur sum endamál at veita fíggjarligan stuðul til nýskapandi vinnuligar verkætl anir.
•
Hugskotið og Íverksetarahúsið veita ráðgeving um íverksetan og vørumenning. Her er tó ikki talan um beinleiðis fíggjarligan stuðul, men heldur ókeypis vinnuráðgev ing innan ymisk vinnuøki.
19
// …um bøndur sóu, at teir kundu fingið fígging frá grunninum til at gera nøkur ting, so høvdu nógvir brúkt tann møguleikan og tú hevði sæð nøkur heilt onnur ting. (bóndi 30-40 á)
// …vit kundu heldur ikki fáa fígging til fjósið – jú, til køst, rættir, seyðahús og velting, men har stendur einki til menning. (bóndi 60-70 ár)
// Skipanirnar eru har, vit skulu kanska verða betur at brúka tær. (bóndi 40-50 ár)
20
Vitan, samstarv og nýhugsan Búnaðarstovan eigur sum avvarðandi myndugleiki at vera drívmegin í at menna landbúnaðin í Føroyum. Verandi játtan er tó munalítil, og tí verður ov lítil orka eftir til menning av landbúnaðinum. Búnaðarfólk síggja Búnaðarstovuna fyrst og fremst sum ein fyrisitingarstovn heldur enn eina kveikjandi royndarstøð við ráðgeving fyri búnaðarvinnuna. Fyri aftur at kunna virka fyri aðalmáli sínum, má Búnaðarstovan tí fáa politiska raðfesting.
21
50% av luttakarunum høvdu vilja starvast fulla tíð innan landbúnað, um umstøðurnar loyvdu tað.
búnaðarveitarar vilja knýta ferðavinnu afturat framleiðsluni. Eisini skal útbúgv ingin vera grundarlag fyri at fara víðari á búnaðarútbúgvingar uttanlands.
Nýggj búnaðarútbúgving
Samskifti millum matstovur og framleiðarar
Mælt verður til at endurskoða og útbyg gja verandi festaraútbúgving. Útbúgv ingin eigur at geva hollar førleikar til nútíðar búnaðarframleiðslu og menning av búnaðarvørum, umframt at taka hædd fyri nærliggjandi tankanum, at
Eggjast skal til samstørv millum búnaðarveitarar og matstovuvinnu. Úrvalið av nærframleiddum matvørum er ikki stórt, og eitt støðugari og opnari samskifti millum matstovurnar og búnaðarfólk hevði kunnað elvt til
22
eina meiri málrættaða og nýhugsandi framleiðslu. Ein árlig matarstevna fyri búnað arveitarar og matstovuvinnu eigur at verða skipað. Málið við hesi stevnu er, at búnaðarvinnan, matstovuvinnan og stovnar fáa høvi at finna saman í nýggj samstørv, ið víðka um verandi fram leiðslu – bæði við nýggjum rávørum, og við víðari góðsking av matvørunum. Hartil kann møguleikin fyri at virka í einum kveikjandi „food lab“ umhvørvi millum kokkar og serkøn føra við sær nýhugsandi tilvirkan og gagnnýtslu av føroysku búnaðarvørunum.
Matframleiðsla fyri øll Tað er umráðandi, at eisini einstakir per sónar, leikfólk, hava møguleikan at læra seg hvussu ein kann gerast meira sjálvbjargin við mati. Frálæra um bæði siðbundna og nýhugsandi matframleiðslu og matgerð, frá jørð til borð, eigur at verða atkomulig hjá almenninginum. Umframt at gera einstaka húskið meira sjálvsveitandi byggir hetta sambond millum vinnurekandi búnaðarveit arar og frítíðarframleiðarar. Saman skulu vit virka fyri einum matframleiðandi Føroyum, til gagn fyri vinnu, mentan og gerandisdagin hjá íbúgvum landsins.
23
Lutmál
Átak 1.
Ráðgeving og netverk 2.
3.
4.
24
Nær
Ráðgeving við samskipara innan landbúnaðarferðavinnu verður sett á stovn at taka sær av at menna og skipa karmar fyri vinnuna í Føroyum.
2023
Íverksetanarskeiðið „Nýskapan í ferðavinnuni: við serligum denti á landbúnað, matvøru- menning og ferðavinnutænastu“ verður boðið út.
2024
Stovnað verður eitt netverk av veitarum innan landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum við vitanardeiling og menning sum endamáli. Mentorar verða knýttir at netverkinum.
2024
Hugtakið heimablídni skal styrkjast. Endamálið er at tvífalda talið av heimablídni – veitarum innan 2028.
2025
Marknaðarføring og søla
Átak
Nær
1.
Søla av staðbundnum matvørum skal mennast og samskipast, m.a. matmarknaðir og núverandi talgildu sølutorg.
2024
2.
Sett verður í verk umboðsfólkaskipan fyri landbúnaðar- og matferðavinnu.
2025
3.
Marknaðarføringarætlan verður gjørd við tí endamáli at skapa felags búmerki fyri føroyskar landbúnaðarvørur. Búmerki skal samstundis virka sum góðskumerki.
2026
4.
Marknaðarføringarætlan verður gjørd við tí endamáli at skapa felags búmerki fyri føroyskar landbúnaðarferðavinnuveitarar
2028
25
Fígging
26
Átak
Nær
1.
Búnaðargrunnurin skal hava greiðari mannagongdir í sambandi við fígging og stuðul.
2024
2.
Kannast skal hvørt Búnaðargrunnurin kann fáa víðari heimild at lata lán og stuðul til nútímans landbúnaðarvirksemi.
2024
Vitan, samstarv og nýhugsan
Átak
Nær
1.
Samstarv skal skipast millum Búnaðarstovuna og Veltuna við ráðgeving til búnaðarveitarar innan velting.
2.
Opnar verkstovur og skeiðsvirksemi innan siðbundna og nýhugsandi matgerð o.a. til vinnuliga og privata framleiðslu við tí endamáli at varðveita og menna føroyska matmentan.
2024
3.
Tættari norðurlendskt samstarv
2024
4.
Gransking, vitanardeiling og tilfar skal mennast eftir føroyskum viðurskiftum.
2025
5.
Skipast skal fyri samstarvi og matarstevnu millum búnaðarveitarar, matstovuvinnu o.o
2025
6.
Búnaðarstovan skal hava heimild til at tryggja menning og støðuga tænastu til landbúnaðin í Føroyum og m.a. virka sum royndarstøð.
2023
2026 27
BÚNAÐARGRUNNURIN