5 minute read
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri yvir 261 mió. kr
Nógvu undanfarnu árini hevur Visit Faroe Islands arbeitt við útlendskum miðlafólkum um at skapa umrøðu um Føroyar í útlendskum miðlum. Í 2020 var hetta arbeiðið, sum so nógv annað, darvað av koronu. Síðstu árini hava vit havt yvir 200 miðlafólk í Føroyum um árið. í 2020 var talið 47, har 13 vóru Instagrammarar.
VFI hevur gjørt virðið av greinum og sendingum, sum standast av fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað, upp. Hóast talið av miðlafólkum, sum vitjaðu, varð nógv lægri í 2020 samanborið við undanfarin ár, gav átakið ”Remote Tourism”, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri á várið 2020, tá heimurin stongdi niður orsakað av koronu, sera nógva umrøðu í útlendskum miðlum. Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í 2020 varð 261 mió. kr.
Tá korona gjørdi, at miðlafólk ikki kundu vitja í Føroyum á sama hátt, sum tey plaga, var sera týdningarmikið at halda sambandið við miðlafólk kring allan heim við líka, fyri at tryggja, at Føroyar eru í teirra tonkum. Bæði tá tað snýr seg um at skriva greinar um
ferðamál, sum tey droyma seg burtur til, og fyri at tryggja, at tey vóru áhugaði at ferðast til Føroyar, tá tað var gjørligt aftur. Áhugin fyri Føroyum var rættiliga stórur, og nógv miðlafólk vendu sær til Visit Faroe Islands fyri at fáa kunning um, hvussu støðan var við koronu og nær tað aftur var gjørligt at ferðast til Føroyar.
Harumframt sendu vit javnan kunning um Føroyar til miðlasambond ígjøgnum okkara PR samstarv í Bretlandi. Endamálið var at tryggja, at áhugin fyri Føroyum varð hildin við líka, og at vit kundu halda fram við miðlaarbeiðinum, so skjótt tað var gjørligt.
Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2020, vóru úr londum sum Danmark, Noreg, Svøríki, Íslandi, Onglandi, Italia, Hollandi, Fraklandi, Avstralia, Skotlandi, Týsklandi, Spania, Portugal, Sveis og USA. Umframt miðlafólk, varð eisini stórur dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “Instagramm’arum” – myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 2020 komu 13 ymiskir Instagrammarar til Føroyar. Í nógvum førum var talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram. Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr Danmark og Italia vitjað.
Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum
ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.
Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar.
Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin hendavegin.
Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingarstødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing.
Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovu í Bretlandi, sum hevur hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir. Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt samstarva við eisini við Visit Denmark skrivstovur í Svøríki, Italia, Fraklandi, Noreg og USA um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar til vitjanir í Føroyum. Í samband við marknaðarføringsátøkini, verða avtalur um samstørv gjørd á ávísum marknaðum fyri at tryggja, at boðskapurin røkkur víða. Hesar avtalur hava serliga verið við PR-skrivstovur í USA og Danmark. Undanfarin ár hava vit eisini samstarva við PR fyritøku í Týsklandi, men mett var ikki, at samstarvið gav neyðuga útslitið, og tí var tann avtalan søgd upp frá januar 2020.
Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigu og útferðir. Serliga eru tað Atlantic Airways og Gist & Vist, ið veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamáli.
Víst verður til heimasíðuna hjá VFI, www. visitfaroeislands.com/press-professionals, har eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendskum miðlum er at finna.
FAROE ISLANDS PODCAST
Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu tíggju árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar alt árið.
Í 2020 hevði Faroe Islands Podcast góðar 88.000 niðurtøkur samanborið við 114.000 í 2019, so eisini podcastar vórðu ávirkaði av koronu. Tað eru serliga enskt talandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. 40% av teimum, ið tóku sendingarnar niður í 2019, vóru úr Írlandi, eini 30% vóru úr USA, og síðani úr ávikavist Føroyum, Danmark og Stóra Bretlandi. Týskland, India, Svøríki, Kanada og Holland eru hini londini á topp 10 listanum. Tilsamans eru fólk úr umleið 100 ymiskum londum, sum lurta eftir Faroe Islands Podcast.
VFI plagar at dekka ein part av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann er í Føroyum fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar. Árliga ferðin varð av ongum í 2020, men enn er tilfar frá undanfarnum vitjanum, sum kann brúkast, inntil tað aftur ber til at ferðast úr USA.