14 minute read
Talgildir miðlar
VISITFAROEISLANDS.COM
Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum, sum til dømis Google.
Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 5.000 og 10.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum.
Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com í 2020 var 780.000. Hetta talið er lægri enn árið frammanundan, har talið var met høgt við 940.000 vitjandi. Vitjunartalið var sostatt 27% lægri í 2020 enn í 2019, og kann uttan iva forklárast sum ein fylgja av koronu. Hóast munurin á vitjunartølum á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands ár fyri ár er týðiligur, ber kortini til at staðfesta, at áhugin er framvegis høgur, og at ”Remote Tourism” og líknandi átøk, harundir mátin sosialu miðlarnar verða brúktir, hava havt stóra ávirkan á, at áhugin á heimasíðuni verður hildin við líka. Hetta hevur stóran týdning, tí mett verður, at tað er størri møguleiki fyri, at ferðafólk velja Føroyar sum ferðamál í framtíðini, um áhugin er støðugur.
Onnur lyklatøl fyri heimasíðuna vísa somu neiligu gongd í 2020 samanborið við 2019, ið var eitt met ár innan ymisk lyklatøl. Kortini eru tølini í 2020 í nógvum førum betri enn onnur ár (t.d. 2018). Eitt dømi er, at talið av síðum, sum verða lisin, datt frá 5,1 síðum í 2019 til 4,2 síður fyri hvønn vitjandi í 2020. Til samanberingar kann nevnast, at talið var 3,1 síður fyri hvønn vitjandi í 2018. Hetta merkir, at vit halda fram við at fanga tey ‘røttu’ vitjandi, ið hava áhuga fyri tí, sum vit fortelja, og at vit framleiða viðkomandi tilfar á heimasíðuni.
Hetta kemur eisini til sjóndar í sokallaða ‘Bounce Rate’ talinum, ið vísur, hvussu nógv av teimum vitjandi velja at fara á eina aðra heimasíðu, beint eftir at tey eru komin á heimasíðuna hjá Visit Faroe Islands. Seinastu árini er Bounce Rate talið fallið úr 54,99% í 2016 til 12,24% í 2019. Hóast samlaða vitjunartalið á heimasíðuni var minni í 2020, er Bounce Rate talið kortini 10,81%. Hetta merkir, at umleið 9 út av 10 velja at finna sær meira kunning, eftir at tey eru komin á høvuðssíðuna. Hetta eru vit sera nøgd við.
UM WHAT’S ON
Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo.
Hetta var partur av orðingini, sum bleiv brúkt, tá Visit Faroe Islands í samstarv við kunningarstovurnar í Føroyum lat upp fyri What´s On pallinum í mai 2019.
What’s On samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingin og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum er at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands.
Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.
What’s On pallurin hjá Visit Faroe Islands samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu
Kunningin finst á føroyskum og enskum. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.
Tað er lætt og ókeypis at brúka og skráseta tiltøk á www.whatson.fo. Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak.
Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.
Fleiri hundrað tiltøk (events) og fleiri enn 400 støð (places) eru longu skrásett á What’s On.
Tankin er ikki at noyða fólk at vitja www. whatson.fo fyri at fáa kunning um tiltøk. Heldur vilja vit, at fólk fáa kunningina á heimasíðum ella tíðindaportalum, sum tey brúka í forvegin. Tí samstarvar What´s On við Sona, Portal.fo og onnur.
WHAT’S ON Í 2020 OG FRAM
Síðani kunningin um What’s On bleiv almenn, hevur síðan havt í miðal 5.000 serstakar brúkarar (vitjandi) hvønn mánað, og umleið ein triðingur av hesum hevur verið vitjandi úr útlondum. Tey, ið vitja What’s On, brúka í miðal 1:24 minuttir á síðuni.
Talið av vitjandi á What´s On hevur tó svingað nógv í 2020, við stórum niðurgangi, tá korona var í hæddini og framgongd, tá korona hevði minni ávirkan á okkara samfelag. Vitjunartalið vaks umleið 20-30% tær vikurnar, tá korona fylti minni.
Í 2020 byrjaði tilgongdin at menna eina What´s On app, umframt ein sokallaðan API við ávísum hentleikum, sum skal gera tað lættari hjá eitt nú Norðurlandahúsinum og líknandi virknum, mentanarligum støðum at skráseta síni tiltøk sjálvvirkandi á What´s On. Korona hevur ávirkað hesa tilgondina, men eftir ætlan verður hetta tøkt í 2021.
KUNNINGASKERMAR
Málið er at hava kunningaskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðandi har tey eru, og sum fortelja um støð nærhendis. Royndarverkætlanin við trimum skermum kring landið, millum annað á flogvøllinum, endaði í 2020. Vit lærdu nógv av hesum og fara at arbeiða við einari endaligari loysn kring alt landið í 2021. Kunningarskermarnir vera at finna á øllum kunningarstovum, bensinstøðum, farstøðum og líknandi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og lætta um hjá starvsfólkum á støðum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku uppá at endurtaka kunning, sum ein kunningarskermur megnar.
SOSIALIR MIÐLAR
Arbeiðið við sosialu miðlunum fór av álvara í gongd í 2013. Hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá.
Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa.
Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga.
Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunning um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum møguligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið viðkomandi leitar eftir.
Hetta arbeiðið, ið verður gjørt leypandi, inniber at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar, um at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og um at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta. Alt hetta er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum.
TAGS
Ein av fleiri faktorum, sum eru avgerandi fyri at tilfar um Føroyar kemur rætt út, er, at tilfarið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar, ferðafólk og onnur verið í iva, um tann greinin og myndin, ið tey leggja út á sosialu miðlarnar, skal taggast antin sum #Faroe, #Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands ella #TheFaroeIslands, umframt onnur dømi.
Henda manglandi sameining av øllum tilfari um Føroyar undir einum felags tag, hevur leingi havt neiliga ávirkan á effekt og út- breiðsluna av kunningini um Føroyar á sosialu miðlunum. Serliga, tá tað leingi hava verið anti-whaling fólk, sum hava dugað best at taggað Føroyar einsljóðandi, og harvið hava yvirdoyvt allan annað boðskap og myndir frá og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu, einsljóðandi tags.
Tí hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri, at undirvísa føroyingin og føroyskar fyritøkur í at tagga sítt føroyska tilfar einsljóðandi undir #FaroeIslands. Hetta er gjørt við lýsingarátøkum og beinleiðis samband við ávísar áhugabólkar, eitt nú Føroysk Fotolist á Facebook, og ígjøgnum ávís Instagram tiltøk, sum Visit Faroe Islands hevur staðið fyri.
Visit Faroe Islands heimasíðan
Samanumtikið hevur hetta eydnast sera væl, og vit síggja longu nú, at hetta hevur havt stóra jaliga ávirkan. Næsta lið í verkætlanini verður at fáa ferðafólkini at tagga eins væl, umframt at fáa miðlar og lyklafólk á sosialu miðlunum í Føroyum, at minnast til at nevna Føroyar á rættan hátt, á eitt nú enskum.
Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin. Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin. Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, náddi við ársenda 2020 yvir 260.000 fylgjarar. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan er um veruligt “reach-out”. Sostatt gjørdist síðan tann skjótast vaksandi Facebooksíðan í 2020, og er nú tann Facebooksíðan í Føroyum, ið hevur flest fylgjarar.
Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 1%. Hetta merkir, at minni enn 1% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt dáma ella deila tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta hevur eydnast væl, og royndirnar á Facebook hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni.
LÝSINGAR TIL DANIR Á FACEBOOK
Visit Faroe Islands valdi at gera eitt lítið lýsingarátak, rættað móti dønum á Facebook um heystið. Lýsingarnar vendu sær til fólk, sum vóru troytt av koronu-stongsli og maskum, og sum longdust eftir at sleppa at ferðast. Boðskapurin var, at danir altíð kunnu ferðast til Føroyar, at her er frísk luft og ein møguleiki at uppliva serligu Føroyar. Lýsingarnar koyrdu í teimum tíðarskeiðum, har møguleiki var hjá dønum at ferðast til Føroyar uttan at fara í sóttarhald.
Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Framyvir verður meira arbeiði lagt í at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhugaverdar myndir út, og at skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkarunum meira virði.
Ein annar pallur, ið vit eru virkin á, er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu avmarkingar, ið Twitter hevur, við maks 280 teknum, men eisini tí, at VFI merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi á hesum pallinum. Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum – tilfar, sum verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skræddaraseymað til júst Twitter. Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólkum. VFI hevur síðani havt møguleikan at sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til tilfarið, sum VFI so kann nýta á egnum, sosialum pallum.
Hóast VFI hevur megnað at fleirfaldað talið av fylgjarum á Twitter, er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, sum brúka okkara pall til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri.
SNAPCHAT OG TIKTOK
Snapchat og TikTok eru millum skjótast veksandi sosialu miðlar, og serliga eru tað tey heilt ungu, ið hava tikið hesar miðlarnar til sín.
Hesin málbólkurin er ikki tann, ið VFI nýtir nógva orku uppá, og tí eru okkara Snapchat og TikTok vangar minni virknir enn okkara Facebook og Instagram vangar. Í skrivandi stund verður mett, at okkara boðskapir raka rætta málbólkin á øðrum miðlum enn Snap chat og TikTok.
Samstundis sum Instagram, við fleiri enn 900 milliónum myndaelskandi brúkarum, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Instagram vangi størri og størri týdning fyri okkum og okkara kunning úteftir. Við flottari náttúru, hevur Føroyar ein serstakliga sjónligan boðskap at fortelja. Á Instagram eru tað serliga myndir og tað sjónliga, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin sera væl til okkum, og til tann boðskapin, sum vit vilja fortelja um.
Ígjøgnum Instagram, raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja ávísum tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit nágreiniliga raka fólk við serligum áhuga fyri ymsum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum og líknandi.
Í samstarvi við Instagram serfrøðingum og professionellum myndafólkum, hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara Instagram konto, sum við ársbyrjan í 2020 hevði 242.000 fylgjarar og við ársendan hevði 260.000 fylgjarar. Tølini veksa sostatt spakuliga, men støðugt hvørt ár.
Vit plaga at fáa sera nógvar fyrispurningar frá Instagrammarum ella ymiskum ”content creators” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir og gera filmar, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram, Youtube, Facebook og aðrastaðni). Nøkur av heimsins størstu Instagrammarum, ella content creators, hava vitjað í Føroyum ígjøgnum Visit Faroe Islands seinastu árini, men í 2020 vóru einans 13 vitjandi, orsakað av koronu.
Visit Faroe Islands hevur lagt stóran dent á at fylgja øllum heilsu- og ferðatilmælum í sambandi við koronu. Vit avlýstu allar túrar,
ið vóru lagdir til rættis frammanundan, og bjóðaðu ongum til Føroya ímeðan korona herjaði á. Vit vóna, at støðan broytist í 2021, soleiðis at vit aftur kunnu bjóða Instagrammarum og øðrum content creators til Føroyar.
Í fleiri førum skipa vit fyri sokallaðum “take-overs”, har content creators fáa avmarkaða atgongd til okkara sosialu miðlar at leggja myndir og tekstir út. Hetta hevur riggað sera væl. Korona hevur eisini havt ávirkan á, hvussu vit hava arbeitt á millum annað Instagram. Færri vitjanir av myndafólkum merkti, at vit høvdu minni myndatilfar at brúka í 2020. Ístaðin fyri at finna fram tilfar, ið vit ikki mettu var gott nokk at brúka á okkara sosialu miðlum, valdu vit heldur at minka um, hvussu ofta vit løgdu út, soleiðis at vit kundu halda fram at hava eitt gott góðskustøði á okkara sosialu miðlum. Vit hava roynt at nýtt Instagram og Facebook stories meira og eru væl nøgd við afturmeldingarnar. Ætlanin er at vaksa um nýtslu av stories.
SAMANUMTØKA
Vit meta, at okkara arbeiðið á teimum ymisku sosialu miðlunum hevur gjørt sítt til, at vit uppliva, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum flest lyklatøl, herundir talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi peika rætta vegin. Talið av vitjandi á okkara heimasíðu er fallið í 2020, men tølini vísa samstundis, at áhugin fyri Føroyum er enn til staðar, og fleiri velja enn at leita sær kunning á okkara heimasíðu. Hóast korona hevur ávirkað, hevur arbeiðið á teimum sosialu miðlunum hildið fram sum áður, og vit røkka fleiri fylgjarum enn nakrantíð.
Snæbjørn
Myths & Legends
Tað er týdningarmikið at skapa áhugavert og spennandi tilfar til okkara fylgjarar á sosialu miðlunum og til tey, ið vitja okkara heimasíðu. Meira áhugavert tilfarið er, størri áhuga fáa tey fyri Føroyum, og størri møguleiki er tí fyri, at tey ferðast til Føroyar.
Sum liður í arbeiðinum at skapa gott og viðkomandi tilfar undir koronu, framleiddu vit ljóðupptøkur av fýra føroyskum søgnum: Kópakonan, Snæbjørn, Nykurin og Risin & Kellingin.
Sagnirnar vórðu almannakunngjørdar á heimasíðuni og á Instagram og Facebook síðunum hjá VFI. Ein søgn bleiv løgd út hvønn sunnudag í advent.
Afturmeldingarnar á sosialu miðlunum vóru sera góðar, og nógv lurtaðu eftir søgu num. Seks vikur eftir, at seinasta søgnin bleiv løgd út, høvdu sagnirnar fleiri enn 6.500 niðurtøkur tilsamans.
Stórur dentur varð lagdur á, at góðskan skuldi vera á høgum stigi. Sjónleikarin Ria Tórgarð skrivaði sagnirnar á enskum og læs tvær av søgunum upp. Tónleikarin Finnur Hansen stóð fyri ljóðmyndunum, og Petur Meinhard Ellebye Andersen og Súsanna Tórgarð lósu hvør sína søgn upp. Allan Korsager Davidsen stóð fyri myndunum.
Visit Faroe Islands from home
Støðan við koronu í 2020 hevði við sær, at fólk í nógvum londum ikki sluppu at ferðast – heldur ikki til Føroyar. Tí gjørdu vit eina síðu, sum inniheldur ymiskt um Føroyar, ið fólk kundu uppliva heimanifrá, og løgdu hana út á okkara heimasíðu.
Síðan gevur ráð um, hvønn føroyskan tónleik, ein skal lurta eftir, hvørjar føroyskar bøkur, ein skal lesa, og hvørja føroyska list, ein skal uppliva. Eisini vísa vit á, at ein kann læra føroyska málið við at nýta Faroe Islands Translate, og at møguleiki er at lurta eftir føroyskum søgnum. Vit fortelja um føroyskar fiskauppskriftir, sum vit viðmæla, at tey royna, og vísa á bindimynstur, sum tey kunnu binda eftir. Remote Tourism túrarnir, sum vit gjørdu um várið 2020, tá eingi ferðafólk kundu koma til landið, eru eisini at finna á síðuni.
Síðan hevur verið væl vitjað og vit hava fingið fleiri afturmeldingar um, at fólk hava roynt onkur av ráðunum, sum vit hava givið.
Faroe Islands Translate
Tónleikarin Lea Kampmann