7 minute read

Frítíðarferðavinna

REISELIVSMESSEN, OSLO

3. – 4. januar

Greengate Incoming hevur í nøkur ár tikið lut á messu í Oslo fyri at selja Føroyar sum ferðamál móti norskum ferðandi. Áhugin fyri Føroyum á messuni var fínur. Tað eru serliga fólk eldri enn 50 ár, sum vísa áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli, tó at onkrar barnafamiljur eisini vitjaðu básin. Yvirhøvur virkar tað sum, at norðmenn fegin vilja ferðast til Føroyar. Talið av vitjandi var tó lægri enn undanfarin ár. Eini 23.000 fólk vóru á messuni. Visit Faroe Islands rindar ein part av básinum.

MIDATLANTIC, REYKJAVÍK

30. januar – 2. februar

Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á MidAtlantic, sum upprunaliga var átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Tiltakið er tó víðkað síðstu árini til eisini at fevna um ferðasmiðir úr øðrum londum, t.d. Norðurlondum og Evropa. Endamálið er framvegis at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikonskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk. Samstundis er nú eisini høvi at hitta áhugaverdar ferðasmiðir úr øðrum londum. Eins og undanfarin ár var afturmeldingin, at tað var eitt gott tiltak við viðkomandi og nýggjum ferðasmiðjum, sum vóru áhugaði at selja Føroyar.

Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways, Visit Faroe Islands, Greengate, 62N, Hilton, Hotel Hafnia, Smyril Line og HK Bussar. Við básum við flottum myndum við brandinum vórðu Føroyar rættiliga sjónligar á tiltakinum.

5 COUNTRY WORKSHOP, LONDON

4. februar

Finnland, Ísland, Estland, Grønland og Føroyar hava í nøkur ár skipað fyri verkstovu fyri enskum ferðasmiðum í London. Í 2020 var fjórðu ferð at Føroyar tóku lut. Umframt Visit Faroe Islands, tóku Atlantic Airways, Smyril Line, Greengate, 62N og Hilton Garden Inn lut. Verkstovan var væl fyriskipað, og vit hittu eina røð av spennandi ferðasmiðjum, sum vit ikki kendu frammanundan. Stóra Bretland er ein týdningarmikil marknaður fyri Føroyar, og tí er neyðugt at skapa sambond við enskar ferðasmiðir. Verkstovan var liður í átaki hjá NATA at skipa fyri felags marknaðaføringsátøkum fyri NATA londini, og varð tískil fíggjað av NATA.

5 Country Workshop, London

Skandinavisk verkstova, París

SKANDINAVISK VERKSTOVA, PARÍS

6. februar

62N, Greengate, Smyril Line og Visit Faroe Islands tóku lut á skandinaviskari verkstovu í París. Føroyar hava tikið lut á ráðstevnuni í nøkur ár. Seinastu árini hevur verið trupult at fáa nokk av luttakarum til átakið, men kortini er verkstovan ein góður møguleiki at hitta franskar ferðasmiðir. Luttøkan staðfesti, at tað er áhugi fyri Føroyum sum ferðamáli í Fraklandi, og við nýggju beinleiðis rutuni hjá Atlantic Airways, sum væntandi heldur fram í 2021, er viðkomandi at taka lut á hesi verkstovu aftur í 2021.

FERIE FOR ALLE, HERNING

21. – 23. februar

Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for Alle, sum verður hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum. Úrslitini av messuni í 2020 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, og fleiri fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við. Føroyar hava felagsbás á messuni og fyritøkurnar, sum tóku lut í 2020, vóru Atlantic Airways, Smyril Line, HK Bussar, Greengate og Make Travel. Visit Faroe Islands tekur ikki lut á messuni, men er við at gjalda fyri básin. Umleið 64.000 fólk vitjaðu messuna, sum er eitt sindur fleiri enn í 2019.

NORDIC MARKETPLACE, KEYPMANNAHAVN,

25. februar

Atlantic Airways og Visit Faroe Islands tóku lut á nýggjari verkstovu, sum hevur til endamáls at bjóða veitarum úr Norðanlondum og baltisku londunum møguleika at hitta ferðasmiður úr øllum heiminum. Verkstovan var væl fyriskipað og nógvir fundir vóru á skránni, men tey flestu vóru fólk og fyritøkur, sum longu selja Føroyar ella longu høvdu samband við Føroyar. Spurningurin er, um tað er pláss fyri eini nýggjari verkstovu av hesum slag, hóast tað fyri føroyingar er ein fyrimunur, at verkstovan er í Keypmannahavn og ikki longur burtur.

VESTNORDEN, TALGILD ÚTGÁVA

7. oktober

Vestnorden, sum skuldi vera í Íslandi, var flutt á netið til talgildar fundir. Vestnorden er størsta ferðavinnutiltakið, sum Ísland, Grønland og Føroyar skipa fyri, og sum londini skiftast um at vera vertur fyri.

62N, Atlantic Airways, Boat.fo, GoLocal, Greengate, Hilton, Hotel Hafnia, Smyril Line og Visit Faroe Islands tóku lut á talgildu Vestnorden. Føroyar eru kendar fyri at brúka flottar myndir við brandinum til Vestnorden, og tí var avgjørt at gera bakgrundsmyndir til telduskermarnar, so luttakarnir kundi kenna Føroyar aftur, hóast tað var á skermum hesaferð.

Fyritøkurnar høvdu nógvar fundir, og niðurstøðan var, at tað var stórur áhugi fyri Føroyum. Kenslan er, at ferðafólk skjótt fara at koma aftur til Føroyar, ið er eitt serstakt ferðamál, sum bjóðar tað, ið nógv ferðafólk leita eftir í hesum tíðum: náttúruupplivingar, fríska luft og eitt ferðamál uttan nógv ferðafólk. Semja var eisini um, at tað var gott at sleppa at heilsa uppá fólk, men at talgildir fundir ikki kunnu koma í staðin fyri fundir, har tú hittir fólk og betur fær tosað saman. Næsta Vestnorden verður í Íslandi 5. – 7. oktober 2021.

SKANDINAVISK VERKSTOVA Í ITALIA, TALGILD ÚTGÁVA

18. – 19. november

Føroyar hava tikið lut á skandinavisku verkstovuni, sum Visit Denmark í Italia skipar fyri, í fleiri ár. Verkstovan, sum vanliga er um várið, varð fyrst flutt til november, og síðan broytt til at vera talgildir fundir. Atlantic Airways, 62N, Greengate og Visit Faroe Islands tóku lut á verkstovuni, og eins og altíð er endamálið at skapa sambond við italienskar ferðasmiðir. Nógvir fundir vórðu avtalaðir til dagin, og tað var sera stórur áhugi fyri Føroyum frá italiensku ferðasmiðunum. Fleiri av teimum vóru nýggj, og selja vanliga ferðamál longur burtur, men leita nú eftir ferðamálum tættari uppá Italia, tí tey vænta, at ferðamál í t.d. Asia, ikki verða tey fyrstu, sum fólk fara at velja, tá tað aftur verður gjørligt at ferðast. Sum við Vestnorden, var tað gott at fáa høvi at heilsa uppá fyritøkur og fólk, sum longu kenna og selja Føroyar, men meira trupult at skapa sambond við fólk, sum als ikki kenna Føroyar frammanundan.

SAMSTARV VIÐ SMYRIL LINE Í TÝSKLANDI,

Veturin 2019/2020

Smyril Line í Týsklandi tekur lut á eini røð av messum hvørt ár, og í 2019 fekk Visit Faroe Islands fyrispurning um, um vit vóru áhugaði í at marknaðarføra Føroyar á hesum messum. Avtalað varð gjørd um samstarv, sum fevnir um, at faldarar hjá Visit Faroe Islands verða vístir á hesum messum. Talan er um seks messur í Bremen, Leipzig, Stuttgart, Hamburg, Hannover og München, sum eru um heystið 2019 og tíðliga í 2020.

USTOA ANNUAL CONFERENCE & MARKETPLACE,

2. – 4. desember

Amerikanski marknaðurin er áhugaverdur fyri Føroyar, og Visit Faroe Islands hevur í nøkur ár marknaðarført Føroyar í USA, serliga við miðlavitjanum og við luttøku á roadshows, sum Promote Iceland hevur staðið fyri. Av tí at góðskan av roadshow’unum hevur verið eitt sindur svingandi, var neyðugt at kanna aðrar møguleikar. Atlantic Airways og Visit Faroe Islands gjørdu tí av at melda seg sum lim í USTOA, sum er felagsskapur fyri amerikanskar ferðasmiðir, í 2019, og at taka lut á teirra árliga tiltaki, sum fevnir um B2B fundir við ferðasmiðum og ráðstevnum. Tað var eitt áhugavert tiltak, serliga tí tað í stóran mun vóru stjórar fyri stórar amerikanskar ferðafyritøkur, sum vit hittu. Kortini var tað eitt sindur trupult at fáa fundir.

Ætlanin var at fara aftur til USA í desember, men tiltakið varð flutt á netið. Visit Faroe Islands tók lut og hevði nógvar sera áhugaverdar fundir. Høvi var at hitta fleiri fyritøkur, sum ikki enn selja Føroyar, men høvdu havt Føroyar á radaranum í nøkur ár.

Føroyar sum fiskiland

FØROYAR SUM FISKILAND

Sum liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri serligar áhugabólkar, hevur Visit Faroe Islands gjørt avtalu við Fishing with Blástein, sum bjóðar fiskiferðir við báti úr Vestmanna, um at marknaðarføra Føroyar sum fiskiferðamál. Samstarvið hevur undanfarin ár fevnt um messuluttøku í Týsklandi og miðlavitjanir. Frá 2020 var avgerð tikin um ikki at fara aftur á messuna, og hóast korona steðgaði flestu miðlavitjanum, var kortini ein vitjan úr Danmark av fiskiblaði.

KUNNINGARFERÐIR FYRI FRÍTÍÐARFERÐAVINNU FERÐASMIÐIR

Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunningarferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a.

Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarisation tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og gistingarhús. Hetta vísir seg at vera ein sera góður háttur at vísa viðkomandi ferðaskrivstovum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál.

Allar vitjanirnar í 2020 vóru avlýstar orsakað av koronu.

TILTØK, IÐ VÓRÐU AVLÝST VEGNA KORONU

• IMM, Meet the Media, Berlin, mars • ITB, Berlin, mars • Seniormessa, Gøteborg, apríl • Visit Faroe Islands Fam-shop, Tórshavn, apríl • Vitjan av útvaldum miðlum ísv. frumframsýning av James Bond filminum ’No Time to Day’ • Átak fyri donskum miðlum ísv.

Copenhagen Cooking, Keypmannahavn, august • Norðurlendsk verkstova fyri ferðasmiðum,

Frankfurt, september • 5 country workshop við Finnlandi,

Grønlandi, Íslandi, Estlandi og Føroyum,

Amsterdam og Brussels, september • Rejselivsmesse for Kvalitetsrejser,

Keypmannahavn, oktober • Meet the Media miðaltiltak, London, oktober • Átjan Wild Oyggjar, Føroyar, september • Closed for Maintenance, Open for

Voluntourism, apríl

This article is from: