15 minute read

Vinnuferðavinna

Vinnuferðavinnan í fríum falli...

Einans tveir mánaðir av 2020 vóru, sum teir plaga at vera í vinnuferðavinnuni í Føroyum. Longu við endan av februar og í byrjanini av mars mánaði hoyrdist, at korona kundi fara at ávirka okkara vinnu. Tvær vikur seinni vórðu Føroyar alment latnar aftur.

Vinnuferðavinnan arbeiðir langsiktað, og tí kann væntast, at kreppan, ið rakti vinnuferðavinnu fyrst, eisini fer at raka vinnuferðavinnu longst. Røddir eru frammi um, at vinnan ongantíð verður tann sama aftur. Langtíðarárin, sum at fólk fara at fundast meiri á talgildum pallum, at fundast verður í smærri forum enn áður, og at fólk fara at ferðast styttri til fundir, eru t.d. rák, sum eru væntandi.

Flestu tiltøk á útlendskum marknaðum í 2020 vórðu avlýst. Eisini vórðu flestu ráðstevnur og tiltøk í Føroyum vorðin talgild, útsett ella avlýst. 2020 var tí árið, har stundir var til ymiskt, sum hevði ligið á láni. So sum at gerast partur av Global Destination Sustainability Indexinum, at gera eina nýggja telduskipan við heitinum ‘Unordinary Meetings’, at gera átakið Fundist í egnum landi og at gera ‘Remote Site Inspections’.

Onnur tiltøk enn ætlað blivu tí ment, so sum Fundist í egnum landi tiltakið og Remote Meetings. Lesast kann meiri um hesi tiltøk aðrastaðni í hesi frágreiðing.

Flestu ráðstevnur og tiltøk í Føroyum vórðu vorðin talgild, útsett ella avlýst í 2020

YVIRLIT YVIR STØRRI FUNDIR

Her er eitt yvirlit yvir, hvat hendi við ymisku ráðstevnunum og tiltøkunum, sum skuldu verða hildin í Føroyum í 2020.

Ráðstevna Dato

Football is Medicine

Nordic Biobank Forum 25-jan 26-jan  03-mar 04-mar 

Tórshavn Bridgefestival

Visit Faroe Islands Workshop

16th Nordiske Læreruddannelses Konference

ENGSO General Assembly 06-mar 07-mar  30-apr 03-maj Avlýst 12-maj 14-maj Útsett 2022

05-jun 07-jun Avlýst

17th Scandinavian Symposium and Workshop on Algorithm Theory 22-jun 24-jun Online

Ráðharraráðsfundur innan fiski- og havídnað, landídnað, matídnað og skógrøkt Formansskapurin

Stór kongress (ikki almenn) 24-jun Online 04-aug 08-aug Útsett 2022

Blue Fashion Challenge (LON 2) Formansskapurin 23-aug 30-aug Útsett 2021

Large Ocean Nation Forum (LON 2) Formansskapurin 24-aug 30-aug Útsett 2021

Nordiske Kvinder mod Vold 04-sep 06-sep Útsett 2021

Sea Lice Conference 08-sep 11-sep Útsett 2022

International Fisheries Law Confernece 10-sep 12-sep Útsett 2022

Nordic Music Days 24-sep 27-sep Útsett 2021

Nordic Open Master 2020 - Swimming

Fiskimálaráðharrastevna Formansskapurin 02-okt 04-okt Avlýst

20-okt Avlýst

Eins og sæst á talvuni omanfyri, vórðu einans trý størri vinnuferðavinnutiltøk hildin í 2020. Eisini sæst, at flestu tiltøk vórðu ikki bara úsett í eitt ár, men í heili tvey ár. Hetta merkir, at árið 2021 eisini fer at verða merkt av koronu.

Út frá talvuni sæst harafturat, at tveir størri fundir vóru talgildir. Hetta er vorðið eitt rák eftir koronu, at fundir flyta seg frá at vera á staðnum til at fara fram á netinum. Talan er tí um eitt nýtt slag av fundum, sum kallast ‘hybrid-fundir’. Hetta merkir, at fundir verða hildnir í ymiskum ’hubbum’ í ymiskum londum ella heimspørtum. Fólk kunnu velja at savnast á støðum, sum liggja landafrøðiliga tættari enn har upprunin til ráðstevnuna er. Eisini kunnu tey vera heima.

Visit Faroe Islands arbeiðir við eini góðari loysn til at halda hybridfundir, sum kunnu hava jaliga ávirkan á føroysku vinnuferðavinnuna í longdini. Orsøkin er, at vit kunnu bjóða møguleikan at halda nógv størri ráðstevnur, har partar av henni verða hildnir talgilt í hubbum kring heimin. Spennandi verður hvat hetta nýggja slagið av altjóða fundum fer at føra við sær fyri Føroyar.

Yvirlit yvir marknaðartiltøk í 2020

Fyri at vísa, hvussu nógv er broytt í 2020 við marknaðartiltøkum á útlendskum marknaðum, hava vit sett broytingarnar upp í hesi talvu.

Nær

Januar

Mars

Mars

Apríl

Mai

Juni Hvat

TravelMatch í Oslo

ICCA AEF og ICCA Scan fundur í Gøteborg

Famtúrur

Association World Congress í Portugal

IMEX Frankfurt Upprunatiltak

B2B Workshop

Ráðstevnur og B2B tiltak

12 evropeiskir keyparar vórðu tilmeldaðir

Framsýning og ráðstevna

B2B messa

The Meetings Show í London B2B messa

Juli M&IT Challenge í London B2B Workshop

August Kundatiltak í Keypmannahavn B2B Workshop

September Nordic Expo í Keypmannahavn B2B messa

September IMEX Las Vegas

Desember IBTM í Barcelona B2B messa

B2B messa Endaligt tiltak

Ongin broyting var við hesum tiltaki, sum varð avgreitt áðrenn koronu

Tiltøkini vórðu avgreidd

Tiltakið varð fyrst útsett til heystið, síðani útsett til 2021 – onki nýtt dato er sett enn

Tiltakið varð fyrst útsett til í desember 2020, men er nú sett til at vera 13-15. juni 2021

Tiltakið varð avlýst. Vit valdu at nýta dagarnar sum ein ‘showcase’ fyri okkara Remote Site Inspections

Live parturin var avlýstur, og ein serlig talgild útgáva varð hildin, sum vit ikki valdu at luttaka í

Hendan var fyrst útsett til heystið, men seinni løgd talgilt. Vit vóru heppin at fáa eina roynda sølukvinnu í London at luttaka vegna okkum, og taka sær av bretska marknaðinum undir koronu

Avlýst

Vit luttóku á tiltakinum sum eina roynd, men sera fáir gestir vóru orsakað av koronu

Avlýst

Talgilt við fáum keyparum

GDS index’ið

2020 gjørdist árið, har vit endiliga gjørdust partur av GDS-Indexinum. Eins og væntað, gjørdist plaseringin heldur lág.

Global Destination Sustainability (GDS) Index’ið er eitt yvirlit yvir burðardygg ferðamál. Tað er býtt upp í fýra økir, sum á enskum eita: Environmental performance, Social performance, Supplier performance og Destination Management performance. Eitt slíkt yvirlit setir nógv krøv til eitt ferðamál og innlendis ferðavinnuveitarar, og eggjar tískil til framburð og menning av einari burðardyggari ferðavinnu í Føroyum. Við tíðini kunnu vit eisini brúka okkara luttøku í GDS indexinum til marknaðarføring og branding av Føroyum sum burðardygt ferðamál. Føroyar samanborðið við onnur øki

43.0 45.0 47.1 59.0 61.0 64.0

Asia Eystur Europa Føroyar Vestur Europa Norðurlond Norður Amerika

Her eru nøkur av tilmælunum frá GDS-indexinum til víðari arbeiði hjá Visit Faroe Islands

STRATEGI

· Dagføra okkara strategi við KPI (Key Performance Indicators) fyri umhvørvið · Fáa ein stuttorðaðan, málbaran politikk fyri burðardygd · Fokus á vinnuferðavinnu

ALMANNAKUNNGERÐ

· Almannakunngerða burðardyggu strategiina · Nýta lyklatøl at vísa, at ferðavinnan er góð · Gera eitt ”Dashbord” við einkultum úrslitum

FØRLEIKAMENNING

· Upplæring fyri starvsfólk í burðardyggu strategiini · Stuðla vinnuni við til dømis at hava ein lista við burðardyggum veitarum

SØGUR

· Deila søgur um átøk innan burðardygd · Siga søgur við fólkum og hørðum data, sum geva íblástur

MATSTOVUR OG KAFÉIR

· Hava skeið fyri matstovur og kaféir um burðardygd · Geva matstovum og kafé’um eina gularót fyri at vera við í burðardyggum góðkenningum

ANNAÐ

· Fleirið SMART*) mál og fleiri KPI í strategiina · Fáa Green Key góðkenning til Visit

Faroe Islands

BEST PRACTICE

· Fagna hetjum innan burðardygd · Fagna verandi átøkum, sum hava riggað væl

KUNDAR OG VITJANDI

· Geva kundum hugskot til, hvussu teir kunnu stuðla lokalum-, sosialum-, umhvørvis– og fíggjarverkæltnum · Stimbra fyriskiparum av tiltøkum og fundum til at skapa egnar burðardyggar politikkir, almannakunngerð politikkin undirskrivaðan av leiðslu.

HEIMASÍÐA

· Gera eina síðu fyri burðardygga ferðavinnu og burðardygga vinnuferðavinnu · Deila góðar søgur um burðardygd · Leggja dent á avrik í mun til málsetningar

VEITARAR

· Arbeiða fyri at fáa ráðstevnustøð umhvørvisgóðkend av triðjaparti · Arbeiða fyri at fáa gistingarhús umhvørvisgóðkend – møguliga við at gjalda ein part av kostnaðinum · Fortelja søgur um burðardygg átøk í vinnuni

ANNAÐ

· Skipa fyri skeiðum í burðardygd fyri lyklaveitarar, so sum gistingarhús, matstovur, fyriskiparar, ráðstevnuhøli, osv. · Gerast betri til at savna tøl inn

Hilton Garden Inn Faroe Islands Remote Site Inspection túrur við NAX

ICCA FORMANSSKAPUR

Áðrenn korona legði heimin lamnan um miðjan mars í 2020, náddu vit at luttaka á árliga norðurlendska ICCA fundinum í byrjanini av mars í Gøteborg í Svøríki. Hetta var eitt høvið at hitta okkara samstarvsfelagar í Norðurlondum, og at deila vitan um okkara øki. Eisini var ein nýggj verkætlan sett í gongd, sum vit luttaka í. Verkætlanin snýr seg um at greina, hvar vitan um Business Events væntar, og at finna fram til Smart Data, har vit fáa grundgivið fyri týdninginum at hava Business Events, sum verða løgd afturat vanligu fíggjarligu fyrimununum av vinnuferðavinnugestum.

Vinnuferðavinnudeildin hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fingu formansskapin í norðurlendska partinum av ICCA (International Congress and Convention Association) í 2020. Fyri okkum merkir hetta, at vit verða vertir fyri tveimum norðurlendskum ICCA fundum í 2021.

Alheimsráðstevnan hjá ICCA varð hildin partvíst í Kaohsiung í Taiwan. Orsakað av koronustøðuni, vórðu nakrir hubbar stovnaðir, millum annað ein í Luxembourg, sum vit vónaðu at kunna taka lut í. Kortini gjørdist hetta ei heldur møguligt, so Vinnuferðavinnutoymið var á ICCA ráðstevnu á Hotel Føroyum ístaðin. Til bar at fylgja høvuðsráðstevnuni í Kaohsiung um náttina og morgunin og síðani halda áfram nærum alt døgnið við øðrum hubbum runt heimin. Hetta var ein jalig uppliving, men kortini manglaði sosiala sambandið og netverkið, sum oftast er tað mest týdningarmikla, tá tú luttekur á eini slíkari ráðstevnu.

REMOTE SITE INSPECTIONS

Undir fyrstu afturlatingini við koronu, byrjaði Visit Faroe Islands eitt marknaðarátak, ið nevndist Remote Tourism, har starvsfólk í felagnum nýttu pallar sum heimasíðu, YouTube og Facebook til at vísa støð í Føroyum fram beinleiðis. Vinnuferðavinnudeildin tók hendan táttin upp og bjóðaði pallin fram fyri partnarunum í Vinnuferðavinnu, samstundis sum vit áttu at havt verið á IMEX messuni í Frankfurt. Vit kallaðu hetta fyri “Remote Site Inspections”. Vit nýttu tíðindabræv og okkara LinkedIn showcase síðu til at siga frá um túrarnar, og úrslitið gjørdist sera gott. Tilsamans vóru fýra túrar gjørdir á gistingarhúsunum, ein í Norðurlandahúsinum og fýra ymiskir túrar í náttúruni saman við GreenGate, Faroe Incoming, Connect Faroe Islands og NAX. Tilsamans vóru 1.296 fólk við á túrunum, sum fingu sera góð skoðsmál frá kundunum. Átakið fekk eisini umrøðu í altjóða, viðkomandi miðlum.

Hotel Hafnia

Norðurlandahúsið Túrar vórðu millum annað gjørdir í føroysku náttúruni

UPPLATING AV GISTINGARHÚSUM

2020 gjørdist árið, har vit endiliga gjørdust til reiðar sum ferðamál fyri størri ráðstevnur. Vit fingu tvey nýggj 4-stjørnaði gistingarhús í okkara netverk, og Hotel Føroyar vaks upp í 200 kømur. Hetta hevur sera nógv at siga fyri okkara framtíðararbeiði og møguleika fyri at leggja boð inn til størri ráðstevnur, sum eitt nú kunnu fylla Norðurlandahúsið.

Tíverri gjørdist hetta árið serligt, og tíverri sær út til at 2021 eisini verður heldur tómligt í mun til vinnuferðavinnuna, men so vóna vit at síggja úrslitið av hesum í komandi árum.

Spreiða vinnuferðavinnuna

Í 2020 blivu Føroyar bundnar enn meira saman, takkað veri Eysturoyartunnlinum. Hetta merkir, at til ber at spreiða ferðavinnuna og vinnuferðavinnuna longur út. Stóru gistingarhúsini og mongu matstovurnar eru oftast í høvuðsstaðnum, men øðrvísi og áhugaverd fundarhøli, vitjunarverdar fyritøkur og alskyns upplivingar eru ofta uttanfyri Havnina. Ríkiligur møguleiki er fyri at gera sær dælt av hesum framyvir, og árið hjá Vinnuferðavinnudeildini hevur eisini verið merkt av, at vit hava vitjað runt Føroyar fyri at síggja nýggj áhugaverd støð.

UNORDINARY MEETINGS

Skráin er ofta sera tøtt og tíðin knøpp hjá vinnuferðandi. Tey koma ofta knapt útum fundarhøli ella gistingarhús, og tey fara tí avstað aftur uttan nakað tilknýti til ferðamálið. Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í altjóða vinnuferðavinnuhøpi.

Við okkara høvuðsbrandi, ‘Unordinary Meetings’, ynskja vit, at fyritøkur og fundar- og ráðstevnugestir, sum koma til Føroyar, skulu uppliva føroysku náttúruna, mentanina og siðvenjuna ímeðan tey eru her.

Í samstarvi við Bo Kruger úr Moving Minds og Ann Berendtsen, hava vit ment eitt serligt

Unordinary Meetings skeið við Bo Kruger frá Moving Minds

skeið í Unordinary Meetings til føroyskar vinnuferðavinnuveitarar og fyriskiparar, sum snýr seg um fundarsnið, har okkara náttúra, mentan og siðvenja er ein av snúningsdeplunum.

Vit meta, at hetta økir um teirra fundaruppliving í Føroyum og samstundis eisini um okkara umdømi sum ferðamál. Við hesum vænta vit, at tey í størri mun venda aftur til Føroyar ella viðmæla Føroyar sum fundar- og ferðavinnumál. Í januar 2020 høvdu vit eitt skeið í Unordinary Meetings fyri vinnuferðavinnuveitarum í júst hesum.

Eisini hava vit ment eina telduskipan, har allar vørurnar í okkara Unordinary Meetings brandi eru í, og til ber hjá agentum/kundum sjálvum at samanseta teirra Unordinary Meeting í Føroyum. Hendan skipanin fer framyvir at vera til dømis á messum, har hvør partnari hevur sítt pláss í skipanini, og eisini ber til hjá okkara partnarum at senda leinkju til kundan, sum síðani setur sína skrá saman.

LINKEDIN: VISIT FAROE ISLANDS MEETINGS

Í 2019 varð greitt, at Vinnuferðavinnudeildin á Visit Faroe Islands hevði tørv á sínum egna miðli, har til ber at samskifta við vitanartyssir, altjóða felagsskapir og event fyriskiparar, og at marknaðarføra okkara ambassadørar.

Tá valdu vit at hetta skuldi ganga fyri seg á LinkedIn, sum er ein sosialur miðil, har fólk eru, tá tey eru til arbeiðis og í einum arbeiðis huglagi.

Vit stovnaðu eina undirsíðu undir Visit Faroe Islands, har vit hava verið virkin í 2020. Síðan hevur ment seg væl við fylgjarum, sum í stóran mun eru teir røttu fyri okkum. Á myndini niðanfyri sæst talið av fylgjarum og hvussu langt út vit hava rokkið farna árið.

SAMANDRÁTTUR

Í 2020 vórðu í alt 92 uppsløg løgd út á LinkedIn síðuna hjá Visit Faroe Islands Meetings.

Fylgjaraskarðin fór frá 278 fylgjarum 1. januar 2020 til 1110 fylgjarar 31. desember 2020 – ein vøkstur á 299%.

Í alt náddu uppsløgini hjá Visit Faroe Islands Meetings út til 51.518 einstakar brúkarar á LinkedIn.

Uppsløg í alt 92

Fylgjarir í alt 1110

Vøkstur frá 2019: +299%

Náddir brúkarir

94,994

Einstakir brúkarir: 51,518

Ambassadørdagurin 2020 varð hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum

Ambassadørdagur

Á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum 27. februar vórðu heiðrar latnir innan vinnuferðavinnu.

Ársins Ambassadørur 2020 gjørdist Birgit Andersen frá felagnum Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Heiðurin Ársins Ambassadørátak 2020 fingu Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri ráðstevnuna Football is Medicine. Eisini lat dómsnevndin ein serligan heiður til Jens Meinhard Rasmussen frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Visit Faroe Islands stovnaði ambassadørnetverkið í mars 2016, og nú eru umleið 120 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar.

Ambassadørdagurin varð hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum við fyrilestri frá Jane Cunningham, sum hevur egna ráðgevarafyritøku í Stockholm, og sum er partur av BestCities Global Alliance. Hon tosaði um týdningin av, at ráðstevnur, fundir og tiltøk leggja vitan og samstørv eftir seg, soleiðis at tey hava eina jaliga ávirkan á samfelagið. Um kvøldið varð veitsla hildin í Norðurlandahúsinum, har Ársins Ambassadørur, Ársins Ambassadørátak og serligi heiðurin vórðu latin. Í dómsnevndini vóru Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, Barbara Samuelsen, stjóri í Visit Tórshavn og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Visit Faroe Islands stovnaði ambassadørnetverkið í mars 2016 Umleið 120 ambassadørar er í netverkinum

Jane Cunningham, sum hevur egna ráðgevarafyritøku í Stockholm, helt fyrilestur

Frá vinstru: Birgit Andersen, Jens Meinhard Rasmussen og May-Britt Skoradal

ÁRSINS AMBASSADØRUR 2020 Birgit Andersen

Birgit hevur fyriskipað nógvar ráðstevnur og fundir seinastu árini. Í 2018 skipaði hon fyri evropeisku ráðstevnuni Safe Settings og í 2019 norðurlendsku ráðstevnuni Developing Dialogue.

Birgit er ágrýtin og setur ein stóran heiður í at fáa ráðstevnur til Føroya. Hon hevur havt fleiri afturvendandi ráðstevnur og hevur longu kunnað um komandi ráðstevnur. Birgit er seriøs, professionel og ein sera góður samstarvsfelagi sum ambassadørur. Tað er altíð sera umráðandi at fáa eitt tiltak/ráðstevnu at rigga hundrað prosent, og júst tað er Birgit framúr dugnalig til.

ÁRSINS AMBASSADØRÁTAK 2020 Magni Mohr og May-Britt Skoradal

Øll hava hoyrt um Football is Medicine. Við filmstilfari, útvarpssendingum og fløggum í býnum vistu Havnarfólk, at okkurt serligt gekk fyri seg hesar dagar í januar 2020.

Ráðstevnan legði eftir seg ein greiðan boðskap um, at tað er stuttligt at spæla fótbólt, og at tað heilsuliga kann loysa seg, eisini tá tú ert komin upp í árini. Við venjaraskeiðum og møguleika fyri at spæla fótbólt runt í býnum, fingu tey borgararnar at vera ein part av altjóða ráðstevnuni, og er hetta eitt greitt boð um, hvussu ein ráðstevna kann seta síni fótaspor í lokala samfelagnum.

SERLIGUR HEIÐUR Jens Meinhard Rasmussen

Føroyar bjóðaðu stórum ráðstevnubýum sum Hong Kong og Istanbul av, tá Reiðarafelagið fyri Handilsskip bjóðaði altjóða reiðarafelagnum International Chamber of Shipping til Føroya at halda teirra árliga fund.

Felagsskapurin, sum vanliga heldur teirra fund á fimm-stjørnaðum gistingarhúsum, hildu hesaferð fundin í fimm-stjørnaðari náttúru, fimm-stjørnaðari frískari luft og við fimm-stjørnaðum føroyskum laksi. Eftirmetingarnar vísa, at hetta eydnaðist framúr, og at luttakararnir vóru betri nøgdir enn nakrantíð.

This article is from: