5 minute read
Altjóða marknaðarføringsátøk
Átakið varð skipað soleiðis, at fólk kring heimin kundu fjarstýra einum ferðaleiðara í Føroyum, sum tóku tey lut í einum telduspæli
Tá heimurin lat aftur í mars 2021 orsakað av koronu, máttu ein rúgva av ferðafólkum, sum høvdu keypt ferð til Føroyar ella ætlaðu at gera tað, avlýsa teirra ætlanir. Visit Faroe Islands valdi at nýta hetta høvi at røkka út til øll tey, sum høvdu avlýst ferðir til Føroyar, og øll onnur, sum møguliga kundu verið áhugaði at vitja Føroyar.
Umleið ein mánað eftir, at fólk í flestu londum í heiminum vórðu send heim, var klárt at byrja við talgildum Remote Tourism túrum. Átakið varð skipað soleiðis, at fólk kring heimin kundu fjarstýra einum ferðaleiðara, sum var eitt starvsfólk hjá Visit Faroe Islands, runt í Føroyum, sum tóku tey lut í einum telduspæli. Við boðunum ‘fram’, ‘aftur’, ‘høgra’, ‘vinstra’, ‘hoppa’ og ‘renn’ fekk ferðaleiðarin boð umvegis eina teldu ella telefon um, hvar viðkomandi skuldi fara. Harumframt var eisini møguligt at samskifta við starvsfólk á Visit Faroe Islands ígjøgnum Facebook síðuna hjá Visit Faroe Islands. Vitjað varð kring alt landið við túrunum, fyri at vísa eina so breiða mynd av Føroyum sum gjørligt. Umframt gongutúrar, vóru eisini túrar við føroyskum báti, á hestbaki og við tyrluni hjá Atlantic Airways.
Eins og við øðrum átøkum hjá Visit Faroe Islands, var úrslitið treytað av, at miðlar kring heimin hildu at hetta var so mikið áhugavert, at tey vildu skriva um tað. Og eins og við hinum átøkunum, fekk Remote Tourism sera nógva umrøðu kring allan heim, og fólk í túsundatali fylgdu við á øllum túrunum.
Hvør túrur vardi ein tíma, og hvør persónur slapp at fjarstýra í ein minutt. Tvs. at 60 fólk sluppu framat at stýra ferðaleiðaranum. So skjótt sum tann einstaki túrurin varð lagdur út, vórðu øll 60 plássini tikin. Tí var gott, at skipanin eisini loyvdi samskifti við starvsfólk frá Visit Faroe Islands umvegis Facebook
Vitjað varð kring alt landið við túrunum, fyri at vísa eina so breiða mynd av Føroyum sum gjørligt
Umleið 700.000 fólk fylgdu við á einum ella fleiri av túrunum Ein serligur Remote Tourism túrur varð gjørdur í Eysturoyartunnlinum 18. desember, dagin fyri at tunnilin lat upp
síðuna. Harumframt fór dúgligt samskifti fram millum fólkini, sum fylgdu við, og mangan vóru tað føroyingar í ymsu bygdunum, sum eisini hjálptu til við kunning til útlendingarnar, sum stóðu í kø við alskyns spurningum.
Fyrsti túrurin var 15. apríl. Fyrstu 10 dagarnir var ein túrur hvønn dag (onkran dag vóru tveir túrar um dagin). Síðan bleiv tað broytt til ein túr um vikuna. Síðstu túrurin var 17. juni. Tá høvdu vit skipað fyri 22 túrum.
Umleið 700.000 fólk fylgdu við á ein ella fleiri av túrunum, antin ígjøgnum Remote Tourism heimasíðuna ella á Facebook. Tað var stuttligt og rørandi at síggja, at nógv fólk, sum fylgdu við á túrunum, vóru tey somu, og nógv av teimum viðmerktu, at tey gleddu seg til túrarnar, sum vóru ein kærkomin skái í teirra ‘lockdown’ døgum.
Ein serligur túrur varð gjørdur 18. desember, dagin fyri at Eysturoyartunnilin lat upp. Eftir at tíðindi um nýggja tunnilin og flotta listaverki hjá Trónda Paturssyni vóru farin kring allan heimin, varð avgerð tikin um at eisini gera ein túr í tunlinum. Hesin túrurin var sera væl móttikin. Tað kann hugsast, at Remote Tourism skipanin verður brúkt, tá okkurt serligt er á skrá.
Føroyingar kring heimin vórðu biðin um at fáa Føroyar aftur á heimskortið, m.a. við at nýta #FærøerneFindesFaktisk
Í juni hevði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, tíðindafund, har hon kunnaði um, at danir kundu sleppa at ferðast til Norra, Ísland og Týskland, men Føroyar vórðu ikki nevndar á tíðindafundinum hjá danska forsætisráðharranum.
Eftir tíðindafundin vóru eisini fleiri danskir miðlar, sum gloymdu at nevna og vísa á Føroyar, og tí varð avgjørt at minna danir á, við einum stuttligum priki, at Føroyar eru til, og at danir vóru vælkomnir til Føroyar. Føroyingar í Føroyum, Danmark og aðrastaðni vórðu biðin um at fáa Føroyar aftur á heimskortið við at deila myndir úr Føroyum á sosialu miðlunum, við at nýta #FærøerneFindesFaktisk og at frámerkja @Mette Frederiksen.
Endamálið var at vísa á tað fantastiska, ið Føroyar kunnu bjóða sum ferðamál, og at fáa danir, sum vóru nøkur av teimum fáu fólkunum, sum vit kundu taka ímóti, at velja Føroyar sum ferðamál.
Átakið fekk sera góða undirtøku í donskum miðlum, og Guðrið Højgaard var beinleiðis í bæði DR og TV2 tíðindasendingum um átakið, eins og donskum útvarpi, umframt at nógv umrøða var í avísunum í Danmark. Afturmeldingar frá vinnuni vóru, at átakið riggaði sera væl og førdi til økta sølu.
Føroyar eitt av fremstu ferðamálum í 2021, sambært Lonely Planet
Í november 2020 valdi kendi ferðamiðilin Lonely Planet Føroyar sum eitt av fremstu ferðamálum í 2021. Í grundgevingini segði dómsnevndin, at Føroyar bjóða autentiskar og ógloymandi upplivingar, ið geva nakað aftur til samfelagið.
Best in Travel heiðurslønin er latin á hvørjum ári, og dómsnevndin telur fremstu serfrøðingar hjá Lonely Planet innan ferðavinnu. Heiðurslønin inniheldur tríggjar bólkar, og Føroyar fingu pláss í ‘Community Connection’ bólkinum.
Í grundgevingini segði dómsnevndin, at tey vóru hugtikin av, hvussu Føroyar áhaldandi velja at halda seg frá hópferðavinnu, og ístaðin raðfesta eina meira autentiska og persónliga ferðavinnu, har ferðafólk fáa høvi at koma tættari uppá føroyingar og føroysku mentanina. Tey vísa millum annað á heimablídni, Hoyma konsertir og Closed for Maintenance átakið sum dømi.
Hvørt ár verður bíðað í spenningi eftir listanum hjá Lonely Planet, National Geographic og øðrum, og listarnir fáa altíð nógva umrøðu í miðlum kring allan heimin. Tað er tí av stórum týdningi fyri lond og býir at koma á hesar listar, og enn meira í eini tíð, har korona hevur lagt ferðavinnuna púra lamna. Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar sum ferðamál at fáa viðurkenning frá einum av fremstu miðlunum innan ferðavinnu í heiminum, og grundgevingarnar um, at Føroyar raðfesta eina autentiska ferðavinnu, koma serliga væl við og passa væl til tað slag av ferðavinnu, sum Visit Faroe Islands leggur dent á í menningarætlanini fyri ferðavinnu.