5 minute read
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi eru vaksnar skjótast seinastu nógvu árini. Sambært WTO hevur vøksturin verið 4-5% árliga. Korona hevur havt eina sera skakandi ávirkan á vinnuna í 2020 og kemur at hava eftirárin í fleiri ár fram, kanska heilt fram til 2025. Væntanin er kortini, at ferðavinnan í Føroyum kann fóta sær skjótari enn tað.
Hóast Føroyum væntar neyv hagtøl frá 2003-2012, kann staðfestast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv lægri enn í hinum londunum rundanum okkum, og tað sama við gistitalinum.
Tað lága ferðafólkatalið samanborið við onnur lond, var útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2012, í tøttum samstarvi við vinnuna. Vinnan hevði tørv á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina, og tí varð lagt út við, at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning framum vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Seinnu árini hava vit hómað ein vøkstur, og tí varð ein nýggj menningardeild sett á stovn í 2018. Tað er týdningarmikið at vøkstur og innlendis menning hanga saman.
Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum ein ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og framhaldandi effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey mongu ferðatilboðini, ið eru at finna. Fyri at vinnan skal gerast fíggjarliga burðardygg, krevst framhaldandi vøkstur. Hetta verður ikki minst galdandi eftir koronu, nú vinnan hevur fingið stór fíggjarlig bakkøst, samstundis sum kapasiteturin er nógv vaksin. Núverandi strategi stavar frá 2012 og gongur fram til 2020. Ætlanin var at menna eina nýggja langtíðarstrategi frá 2021 og fram á heystið 2020, men vegna serstøku støðuna, ið heimurin er í í skrivandi løtu, og ikki minst føroyska ferðavinnan, er avgjørt at bíða við hesum arbeiðinum til 2021, tá “ljósið í endanum av koronu-tunlinum” vónandi hómast.
STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI:
1. At samskipa marknaðarføringina út frá einum felags
brandi: Øll marknaðarføring skal samskipast við útgangsstøði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar, fyri at fáa best møguligu effekt.
2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar.
3. Menning: Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum heild í tøttum samstarvi við lokaløkini. Vera ráðgevandi í vørumenning, íløgumenning og útbúgvingarmenning, eins og at veita fíggjarligan stuðul til økir og vinnu.
VISJÓN
Ferðavinnan skal verða ein nýggj grundvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum. Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020.
LANGTÍÐARMÁL FRAM TIL 2020
Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð.
2020:
· 200.000 gistingar · +450 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 1 mia. kr. í umsetningi Alt týðir uppá, at málið hevði verið rokkið, um korona farsóttin ikki rakti heimin. Í 2021 og 2022 verður sjóneykan sett á at vinna tað mista inn aftur, og at náa 2020 málinum. Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutningsfeløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum.
MARKNAÐARFØRING OG MENNING
Frá 2013 til 2017 hevur alt fokus hjá Visit Faroe Islands verið á altjóða marknaðarføringina, til tess at fáa neyðuga vøksturin fyri at fáa betri fíggjarliga burðardygd í vinnuna. Størst møguligur partur av játtanini hevur hesi árini tískil verið nýttur til marknaðarmenning framum vørumenning. Arbeitt hevur verið - og kemur eisini framhaldandi at vera - við at leingja ta stuttu árstíðina, og sostatt selja Føroyar sum ferðamál alt árið. Hetta verður gjørt við at royna at fáa fleiri ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta ger tað eisini lættari at fáa fleiri av teimum “røttu“ ferðafólkunum, ið leggja mest møguligan pening eftir seg. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum.
Frá 2018 fekk Visit Faroe Islands eisini ábyrgd fyri innlendismenning. Í 2018 varð menningardeildin stovnað, fleiri átøk vórðu sett í verk og arbeitt varð við eini menningarstrategi, ið varð sett í sjógvin á vári 2019, ið leggur stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál.
VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM:
Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting:
· A-marknaðir: Norðurlond, Týskland,
Stóra Bretland · B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania,
Frakland · C-marknaðir: USA, Kina, Japan,
Russland, onnur europeisk lond
Í fyrsta umfari var farið eftir teimum marknaðum, sum hava ”low hanging fruits,” tvs. har kunnleikin um Føroyar var lutfalsliga størstur, og har tað harvið var lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevði við sær, at tað í størri mun enn áður hevur verið satsað upp á Norðurlond. Sum frá er liðið, eru aðrir marknaðir eisini raðfestir.
Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segmentum, tvs. Brúkara (B2C), Fjølmiðlum (Media) og Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknaðum verður eisini arbeitt við fundar- og ráðstevnufyrireikarum. Á B-marknaðunum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og søluliði.
Á C-marknaðunum, verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd í serligum førum. Øll marknaðarføring tekur útgangsstøði í ferðavinnubrandinum, og alt arbeiðið skal hanga saman fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjølmiðlar skriva um, til heimasíðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum o.s.fr.
Hugsast kann, at korona kemur at gera, at fleiri upp- og niðurraðfestingar verða gjørdar í vali av marknaðum framyvir. Ætlanin er at gera eina nýggja langtíðarstrategi frá 2021 og fram. Meira útgreinað kunning fast um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.