1 minute read
Safe to Visit
Alt bendir á, at ferðafólk fara at seta serlig krøv til ferðamál eftir koronu. Tað er tí týdningarmikið, at tær fyritøkur og einstaklingar, sum hava við ferðafólk at gera, eru til reiðar at taka ímóti ferðafólkum, tá landamørkini kring okkum lata upp aftur, soleiðis at ferðafólkini kunnu kenna seg trygg.
Tí skipaði Visit Faroe Islands í november, saman við Bjarna á Steig og Pál Weihe, yvirlæknum, fyri skeiðnum ’Corona Virus – Protection and Preventive Measures in the Tourism Industry’ fyri føroysku ferðavinnuni. Endamálið við skeiðnum var at tryggja, at ferðavinnan er klár at taka ímóti ferðafólkum, og livir upp til krøvini og vegleiðingarnar hjá føroysku heilsumyndugleikum, tá talan er um handfaring av gestum, reinføri og líknandi.
Leiðandi serfrøðingar innan koronu vóru fyrilestrahaldarar á skeiðinum. Hesi vóru Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, Shahin Gaini, serlækni í intern medisin, infektiónsmedisin og tropusjúkum, Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Lena Lambaa, smittuverjufrøðingur. Umframt framløgur fyrrapart, var seinnaparturin skipaður sum verkstovur, har luttakararnir vórðu deildir upp eftir økjum, og har uppgávan var at gjøgnumganga manna gongdir innan teirra ávísa øki, væl stuðlaði av Pál Weihe og Bjarna á Steig. Endamálið var at eyðmerkja arbeiðsuppgávur og mannagongdir fyri at tryggja, at arbeiðsgongdirnar eru gjøgnumhugsaðar. Visit Faroe Islands samlaði niðurstøðurnar frá verkstovunum í eina hondbók, sum luttakarnir síðani fingu.
Skeiðsluttakararnir fingu diplom og skelti við ’Safe to Visit’ búmerkinum, sum tey kunnu brúka og harvið vísa ferðafólkum, at teirra fyritøka hevur tikið lut á skeiðnum, og livir tí upp til krøvini og vegleiðingarnar hjá føroysku heilsumyndugleikum um koronu handfaring.
We follow Covid-19 public health guidelines
Endamálið við skeiðnum var at tryggja, at ferðavinnan er klár at taka ímóti ferðafólkum