Marknaðarføringsvirksemi 2020
Frítíðarferðavinna REISELIVSMESSEN, OSLO
MIDATLANTIC, REYKJAVÍK
5 COUNTRY WORKSHOP, LONDON
3. – 4. januar
30. januar – 2. februar
4. februar
Greengate Incoming hevur í nøkur ár tikið lut á messu í Oslo fyri at selja Føroyar sum ferðamál móti norskum ferðandi. Áhugin fyri Føroyum á messuni var fínur. Tað eru serliga fólk eldri enn 50 ár, sum vísa áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli, tó at onkrar barna familjur eisini vitjaðu básin. Yvirhøvur virkar tað sum, at norðmenn fegin vilja ferðast til Føroyar. Talið av vitjandi var tó lægri enn undanfarin ár. Eini 23.000 fólk vóru á messuni. Visit Faroe Islands rindar ein part av básinum.
Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á MidAtlantic, sum upprunaliga var átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Tiltakið er tó víðkað síðstu árini til eisini at fevna um ferðasmiðir úr øðrum londum, t.d. Norðurlondum og Evropa. Endamálið er framvegis at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikonskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk. Samstundis er nú eisini høvi at hitta áhuga verdar ferðasmiðir úr øðrum londum. Eins og undanfarin ár var afturmeldingin, at tað var eitt gott tiltak við viðkomandi og nýggjum ferðasmiðjum, sum vóru áhugaði at selja Føroyar.
Finnland, Ísland, Estland, Grønland og Føroyar hava í nøkur ár skipað fyri verkstovu fyri enskum ferðasmiðum í London. Í 2020 var fjórðu ferð at Føroyar tóku lut. Umframt Visit Faroe Islands, tóku Atlantic Airways, Smyril Line, Greengate, 62N og Hilton Garden Inn lut. Verkstovan var væl fyriskipað, og vit hittu eina røð av spennandi ferðasmiðjum, sum vit ikki kendu frammanundan. Stóra Bretland er ein týdningarmikil marknaður fyri Føroyar, og tí er neyðugt at skapa sambond við enskar ferðasmiðir. Verkstovan var liður í átaki hjá NATA at skipa fyri felags marknaðaførings átøkum fyri NATA londini, og varð tískil fíggjað av NATA.
Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways, Visit Faroe Islands, Greengate, 62N, Hilton, Hotel Hafnia, Smyril Line og HK Bussar. Við básum við flottum myndum við brandinum vórðu Føroyar rættiliga sjónligar á tiltakinum.
Midatlantic, Reykjavik
48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
5 Country Workshop, London