Visit Faroe Islands
ÁRSFRÁGREIÐING 2020
2 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Innihald Inngangur
4
Ferðavinnan 2020 í tølum
6
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni
12
Tey flestu taka undir við “unspoiled, unexplored, unbelievable”
14
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
16
Visit Faroe Islands
20
Ferðavinnubrandið Føroyar
22
Menningarátøk 2019-2020
26
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri yvir 261 mió. kr.
34
Altjóða marknaðarføringsátøk
40
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2020
46
Frítíðarferðavinna
48
Vinnuferðavinna
52
Talgildir miðlar
68
Safe to Visit
76
Faldarar
78
Starvsfólk og nevnd
82
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 3
Inngangur 2020 var árið, tá føroyska ferðavinnan skuldi náa 1 milliard krónur í umsetningi. Eitt mál, ið arbeitt hevur verið ímóti síðani 2012, tá ið núverandi strategi varð sett í sjógvin. Útlitini fyri at náa málinum vóru sera góð, men korona heimsfarsóttin gjørdi, at ferðavinnan kring heimin steðgaði nærmast heilt upp og hevði sítt ringasta ár í nógv áratíggju.
At korona skuldi raka júst í 2020 var serstakliga óheppið hjá føroysku ferðavinnuni, nú stórur vøkstur var í útboðnum av tilboðum, ið skuldi tryggja at vøksturin helt fram. Tvífaldaður gistingarkapasitetur stóð klárur at takast í brúk, nýggjar flogrutur úr Stóra Bretlandi og USA skuldu byrja, og nýggir vinnuspírar stóðu klárir kring landið at taka ímóti gestum. Úrslitið fyri 2020 gjørdist sostatt ein viðfáningur av, hvat var væntað; kr. 313 mió. í umsetningi, 108.653 gistingar og 438 ársverk, samanborið við kr. 784 mió. í umsetningi, 197.886 gistingar og 715 ársverk í 2019. Einans umleið 30.000 útlendsk ferðafólk vitjaðu í Føroyum í 2020, samanborið við umleið 140.000 í 2019. Av teimum komu tey flestu flogvegis. Broyttu umstøðurnar høvdu við sær, at marknaðarætlanin hjá Visit Faroe Islands (VFI) varð nógv broytt og raðfest varð av nýggjum. Sera fáar messur ella verkstovur vórðu hildnar.
4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Ístaðin royndu vit at reagera uppá teir møguleikar, sum stungu seg upp. Okkara fyrsta korona-átak var Remote Tourism, ið hevði til endamáls at halda áhugan fyri Føroyum livandi. Ferðist í egnum landi og Fundist í egnum landi átøk vórðu sjósett á heimamarknaðinum, og tá Danmark lat upp aftur fyri nøkrum grannalondum, men gloymdi at nevna Føroyar, gjørdu vit eitt PR átak, har vit mintu danir á, at “Færøerne Findes Faktisk!”. Ferðaforboð hevði við sær, at talið av útlendskum fjølmiðla fólkum og Instagrammarum bleiv ein brotpartur av tí, sum vit plaga at hava ígjøgnum eitt ár. Heldur enn at sita hendur í favn, valdu vit sjálvi at framleiða nýtt tilfar, so sum Myths & Legends, ljóðupptøkur av føroyskum søgnum, og Visit Faroe Islands from home, ein síða, sum gevur útlendingum ráð um, hvussu tey kunnu uppliva Føroyar úr sínum heimlandi. Eisini bleiv skjøtul settur á at gera eina nýggja heimasíðu.
Innlendis menningararbeiðið helt fram. Nøkur tiltøk, so sum Closed for Maintenance, máttu avlýsast vegna koronu. Kortini vórðu nógvar spennandi verkætlanir settar í verk, sum til dømis ein nýggj hondbók um gøtubygging, ein heimasíða við kunning um bygdagøtur, sum verður almannakunngjørd í 2021, og førleikamennandi skeið fyri fólk, ið takast við ferðavinnu.
Ein kreppa eigur ongantíð at hava verið til fánýtis. Tí er tað av stórum týdningi at hyggja at yvirskipaðu strategiini við nýggjum brillum, at arbeiða við møguligum niður- og uppraðfestingum í komandi tíðum, og at tillaga okkum uppaftur meira til tey rákini innan ferðavinnu kring heimin, har serliga øktur dentur verður lagdur á burðardygd og víðari talgilding, ið bæði hava tikið uppaftur meira dik á seg í sambandi við koronu. Árið hevur verið serstakliga tungt hjá vinnuni, ið hevur staðið ov einsamøll í sínum harðasta dysti nakrantíð. Fyrstu hjálparpakkarnir frá landinum gjørdu góðan mun, men vardu kortini alt ov stutt. Róðurin í fyrru helvt av 2021 verður uttan iva tungur. Tørvurin á størri almennum viðhaldi er stórur, um ikki fleiri av ferðavinnufyritøkunum skulu fara av knóranum áðrenn umstøðurnar gerast betri. Føroyska ferðavinnan kemur uttan iva sterkt aftur. Spurningurin er bara nær. Eftirspurningurin eftir ferðamálum sum okkara, sum eru fjarskotin, hava smáar fólkamongdir og har ein vistast nær við náttúruna, kemur at økjast við tíðini. Vónandi kann nógv vinnast inn aftur í 2021. Í hesi ársfrágreiðing ber til at fáa eina nærri mynd av okkara virksemi í 2020. Góðan lesihug! Guðrið Højgaard Stjóri, Visit Faroe Islands
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 5
Ferðavinnan 2020 í tølum
Ferðavinnan 2020 í tølum Í samstarvi við Visit Faroe Islands, savnar Hagstova Føroya inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum. Eisini eru neyvari ferðafólkalýsingar gjørdar saman við Gallup GISTINGAR
Flestu gistingar hjá útlendingum vórðu gjørdar
300 føroyskir brúkarar hava seinastu árini
Í 2020 vóru 108.653 gistingar skrásettar í
á gistingarhúsum – heili 88% av teimum
leigað sín bústað út á Airbnb.
Føroyum tilsamans, samanborið við 197.886
samlaðu gistingunum. 79% av øllum gisting
gistingar í 2019. Tað svarar til eina afturgongd
um vórðu gjørdar í Suðurstreymi. Mest vanligt
Samlaða gistitalið á gistingarhúsunum fyri alt
á uml. 55%. Hagtølini, sum Hagstova Føroya
er at koma til Føroyar sum einstaklingur ella í
landið er farið frá 44% í 2013 til 59% í 2019,
savnar inn, innihalda ikki hagtøl frá Airbnb og
minni bólki á eini frítíðarferð, men talið av
og niður aftur á 31% í 2020. Her er vert at
líknandi bókingarskipanum. Tað merkir, at
vinnuferðum hevur seinastu árini verið støðugt
hava í huga, at kapasiteturin er tvífaldaður
samlaða talið fyri Føroyar er nakað hægri.
vaksandi. Talið av vinnuferðum minkaði tó
hetta tíðarskeiðið.
eisini munandi í 2020, orsakað av koronu. Gistitalið í Suðurstreymi øktist frá 49% í 2013
Støðan við koronu hevði við sær, at øll lyklatøl
til 67% í 2019, og niður aftur á 35% í 2020.
vórðu lægri enn áður, og harumframt førdi
Síðani 2013, tá gistingartølini aftur vórðu
hon eisini til eina stóra broyting í lutfallinum av
savnaði inn, kann staðfestast, at vit eru farin
gistingunum. Væntandi møguleikar at ferðast
frá 132.265 gistingum í 2013 til 197.886 í
FERÐASKIP
millum lond gjørdi, at høvuðsparturin av
2019, og heilt niður aftur á 108.653 í 2020. Tá
Vegna farsóttina kom bert eitt ferðaskip til
gestunum í 2020 stavaðu frá okkara nær
eru tøl fyri Airbnb gistingum ikki tald við.
Føroyar í 2020. Skipið hevði 1.154 gestir
marknaðum. Heili 78% av gistingunum vórðu
umborð. Til samanberingar vitjaðu 35.524
keyptar av dønum og føroyingum, saman
Gistingarhagtølini frá Hagstovuni innihalda
gestir við ferðaskipunum í 2019. Í 2019
borið við 48% í 2019.
ikki tølini fyri Airbnb, av tí at amerikanska
vitjaðu 51 skip.
fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl. Allir marknaðir høvdu afturgongd, uttan tann
Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini,
føroyski. Avmarkingar í møguleikum at ferðast
ikki minst tí, at alt bendir á, at hetta er ein av
uttanlands høvdu við sær, at føroyingar í størri
teimum gistingarhættunum, ið er mest vaksin
mun valdu at ferðast í egnum landi.
seinastu árini. Samlaða talið av gistingum er sostatt størri enn nevnt omanfyri. Fleiri enn
6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2020 1. Danmark 2. Týskland 3. Noreg 4. Ísland 5. Bretland 6. Svøríki 7. USA 8. Niðurlond 9. Frakland 10. Italia
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 7
Ferðavinnan 2020 í tølum
Gistingarnætur 2020. flokkaðar eftir bústaðarlandi og slag av gisting Land
Komur ("Check-ins") í 2020, flokkaðar eftir endamáli við ferðini %-býtið Í bólki (10+), business
4,5%
Einstaklingar, business
34,4%
Gistingarhús Ból og Biti Íbúð/Hús Kamping 39.552
164
965
664
41.345
Føroyar
%
-13.907 -25%
33.496
51
6.575
3.549
43.671
Europa annars
5.043
84
103
132
5.362
Týskland
2.782
26
199
738
3.745
-9.323 -71%
Noreg
2.682
24
38
2.744
-10.008 -78%
Ísland
2.491
78
2.569
-6.652 -72%
Bretland
2.051
31
2.082
-7.884 -79%
Svøríki
1.725
4
1.732
-7.137 -80%
USA
1365
2
1367
-8.182 -86%
101
689
-3.916 -85%
6
542
-3.633 -87%
44
569
-2.471 -81%
3
8
503
-2.535 -83%
3 12
2.958
7%
-8.006 -60%
Niðurlond
576
Asia
536
Italia
525
Spania
492
Frakland
483
13
76
572
-3.354 -85%
Finnland
458
6
464
-1.451 -76%
Nær og miðeystur
324
6
330
-454 -58%
Grønland
168
168
-396 -70%
Avstralia og NýSæland
92
1
93
-1.215 -93%
Afrika annars
33
33
-286 -90%
Norðuramerika annars
33
4
37
-693 -95%
Suðuramerika
19
19
-346 -95% -49 -83%
Miðamerika og Karibia
7
3
10
Norðurafrika
6
6
-12 -67%
1
1
-281 -100%
108.653
-89.233 -45%
Í bólki (10+), leisure
5,1%
Einstaklingar, leisure
56,0%
Oceania og póløkið
100.0%
Tils. (bústaðarland)
Tilsamans Broyting 19/20
Danmørk
94.940
365
7.869
5.479
Gistingarnætur 2020, flokkaðar eftir slag av gisting og mánaði
Broyting
Gistingarslag 2020/01 2020/02 2020/03 2020/04 2020/05 2020/06 2020/07 2020/08 2020/09 2020/10 2020/11 2020/12 Gistingarhús
2019-20
4.647
6.541
4.564
1.384
2.892
8.734
8.423
5.887
94.940
-43%
-
12
25
-
-
38
191
56
42
-
1
-
365
-83%
Íbúð/Hús
168
64
6
12
784
1.394
3.149
1.289
403
272
198
130
7.869
-41%
Kamping
128
75
30
34
153
347
2.278
1.274
490
392
196
82
5.479
-66%
4.943
6.692
4.625
1.430
3.829
6.302 26.644 18.324 11.549
9.398
8.818
6.099 108.653
-45%
Ból og Biti
Tilsamans
8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
4.523 21.026 15.705 10.614
Tils.
Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) 100%
Gistital - kamarsnætur/kømur
90% 80% 70% 60% 50% 40% 30% 20% 10% 0%
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy) Kamarsnætur í mun til kømur Øki
Árstal
Alt landið
2013
20% 32% 32% 39% 56% 71% 70% 63% 58% 37% 31% 17% 44%
2014
20% 30% 37% 33% 57% 69% 75% 64% 62% 35% 30% 18% 45%
2015
24% 30% 38% 34% 55% 70% 75% 75% 57% 42% 35% 16% 47%
2016
19% 29% 36% 50% 61% 77% 77% 75% 57% 40% 35% 19% 48%
2017
30% 31% 39% 51% 71% 78% 81% 79% 67% 50% 43% 19% 54%
2018
27% 34% 50% 62% 77% 86% 84% 87% 70% 45% 42% 21% 58%
2019
28% 32% 44% 59% 75% 88% 90% 89% 75% 61% 46% 23% 59%
2020
25% 35% 24% 8% 17% 25% 64% 52% 40% 33% 26% 17% 31%
2013
20% 33% 36% 42% 62% 78% 77% 70% 68% 43% 35% 20% 49%
2014
21% 33% 45% 38% 67% 76% 86% 73% 71% 40% 34% 19% 51%
2015
26% 34% 45% 41% 63% 74% 80% 81% 63% 47% 36% 16% 51%
2016
18% 27% 39% 53% 66% 84% 85% 81% 66% 44% 36% 19% 51%
2017
27% 29% 42% 59% 81% 86% 88% 84% 79% 62% 49% 19% 59%
2018
26% 35% 56% 65% 81% 90% 88% 92% 78% 48% 46% 22% 61%
2019
30% 35% 53% 66% 85% 93% 96% 96% 89% 77% 55% 29% 67%
2020
30% 42% 27% 8% 22% 30% 68% 54% 44% 35% 28% 19% 35%
Suðurstreymoy
jan
feb
mar
apr
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Miðal
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 9
Ferðavinnan 2020 í tølum
Gistingarnar í alt, 2013 - 2020 2013
2014
2015
2016
2017
2018
2019
2020
132.265
139.250
159.751
161.224
176.798
185.360
197.886
108.653
Gistingarkapasitetur 2013 - 2020, sengur og kømur Sengur og kømur á gistingarhúsunum, mánaðarligur kapasitetur ( sengur ella kømur * dagar í mánaði ) Kapasitetur Sengur
Árstal 2013
jan 25.637
feb 22.820
mar 25.265
apr
mai
jun
25.290 26.133 25.590
jul 28.117
aug
sep
okt
nov
28.241 27.060 27.931 27.150
des 28.055
Tils. Broyt. 317.289
2014
27.900
25.984
28.768
27.840 29.946 29.970
30.969
30.969 29.970 30.845 29.850
30.845
353.856 11,5%
2015
26.629
23.268
32.116
31.080 32.302 31.260
29.977
29.977 29.010 29.357 28.410
29.357
352.743 -0,3%
2016
29.822
28.710
30.690
29.700 31.155 30.510
32.519
31.527 30.510 31.651 29.790
29.357
365.941
2017
29.357
27.300
31.651
30.630 31.651 30.990
32.023
32.519 31.470 29.574 27.780
26.908
361.853 -1,1%
3,7%
2018
26.350
25.088
27.776
29.100 31.093 30.510
32.829
32.829 31.770 32.829 31.770
31.186
363.130
0,4%
2019
30.194
28.756
31.837
30.960 31.992 30.960
31.992
31.992 30.960 31.992 30.960
29.326
371.921
2,4%
2020
29.326
27.434
29.326
28.380 25.234 24.420
37.014
39.370 38.100 39.153 45.510
47.027
410.294 10,3%
Kømur
2013
12.276
11.088
12.276
12.180 12.586 12.330
13.299
13.392 12.780 13.206 12.780
13.206
151.399
2014
12.865
11.900
13.175
12.750 13.640 13.770
14.229
14.229 13.770 14.167 13.710
14.167
162.372
7,2%
2015
11.687
10.276
15.035
14.460 15.066 14.580
14.136
14.136 13.680 13.919 13.470
13.919
164.364
1,2% 5,5%
2016
14.198
13.572
14.508
14.040 14.725 14.460
15.531
14.942 14.460 14.942 14.160
13.919
173.457
2017
13.919
12.852
14.942
14.460 14.942 14.640
15.128
15.221 14.730 14.353 13.590
13.330
172.107 -0,8%
2018
13.051
12.208
13.516
14.100 15.004 14.700
15.562
15.562 15.060 15.562 15.060
14.663
174.048
1,1%
2019
14.415
13.832
15.314
14.640 15.128 14.640
15.128
15.128 14.640 15.128 14.640
14.384
177.017
1,7%
2020
14.384
13.456
14.384
13.920 12.276 11.880
18.228
19.220 18.600 19.096 22.290
23.033
200.767 13,4%
Gistingarkapasitetur 2013 - 2020, sengur og kømur í tali 50.000
Sengur 2020
45.000 40.000 35.000 30.000 25.000
Kømur 2020
20.000 15.000 10.000 5.000 jan
feb
mar
apr
10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
mai
jun
jul
aug
sep
okt
nov
des
Sengur 2013 Sengur 2014 Sengur 2015 Sengur 2016 Sengur 2017 Sengur 2018 Sengur 2019 Sengur 2020 Kømur 2013 Kømur 2014 Kømur 2015 Kømur 2016 Kømur 2017 Kømur 2018 Kømur 2019 Kømur 2020
Gistingarnætur 2020, mánaðarliga, flokkaðar eftir øki Broyting
Øki
2020/01 2020/02 2020/03 2020/04 2020/05 2020/06 2020/07 2020/08 2020/09 2020/10 2020/11 2020/12 Tilsamans
Suðurstreymur
4.226,0 5.777,0 3.862,0 1.030,0 2.763,0 4.137,0 19.305,0 13.840,0 9.569,0 7.743,0 7.672,0 5.537,0 85.461,0
2019 - 20 -40%
Uttan fyri Suðurstreym 717,0 915,0 763,0 400,0 1.066,0 2.165 7.339,0 4.484,0 1.980,0 1.655,0 1.146,0 562,0 23.192,0
-58%
Tilsamans
-45%
4.943,0 6.692,0 4.625,0 1.430,0 3.829,0 6.302,0 26.644,0 18.324,0 11.549,0 9.398,0 8.818,0 6.099,0 108.653,0
Talið av ferðaskipum, starvsfólkum og komum 2010-2020 70.000
80
Ferðafólk
Mannskap
Skip
70
60.000
60
50.000
50 40.000 40 30.000
30
20.000
20
10.000
10 0
0 2010
2011
2012
2013
2014
2015
2016
2017
2018
2019
2020
Kelda: TAKS / Hagstova Føroya
Fleiri hagtøl kunnu síggjast á www.visitfaroeislands.com/vinna
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 11
Ferðavinnan 2020 í tølum
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar eru sostatt ikki taldir við. Afturrokningar eru gjørdar til 2011.
2019
UMSETNINGUR Útlendsk ferðafólk keyptu í 2020 tænastur og vørur fyri kr. 313 mió. Hetta er ein minking á 60% í mun til umsetningin í 2019 á samanl agt kr. 784 mió. Til samanberingar var umsetningurin í 2011 á kr. 384 mió.
12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
2020
Sundurgreiningin vísir, at 61% av umsetning inum í 2020 stavar frá føroyskum flutnings feløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum (SAS er ikki talt við, tí at tær inntøkurnar enda uttanlands). Umleið 11% eru frá matstovum,
matvøruhandlum og drykkjuvørum, 12% frá gistingarstøðunum og 9% frá flutningi innanlands og bilaleigu. Írestandi prosentini eru býtt millum upplivingar, klædnasølu, og aðrari sølu.
Umsetningstølini fyri Airbnb eru ikki tald við. Sambært TAKS vóru tey í 2018 á 22 mió. Nýggjari tøl fyriliggja ikki. Einki avleitt virksemi er talt við, sum til dømis tað, at íløgur eru gjørdar í gistingarhús fyri nærum eina hálva milliard í 2019/2020 pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum. BRUTTOVIRÐISØKING Bruttovirðisøkingin innan ferðavinnuna er minkað úr kr. 421 mió. í 2019 til kr. 123 mió. í 2020. Hetta er ein lækking uppá 70%. ÁRSVERK Tann innkomandi ferðavinnan skapti 438
ÚTFLUTNINGSVIRÐI Ferðavinnan stóð í 2019 fyri 6,7% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Hetta kann sammetast við 7,1% í 2018 og 5,7% í 2011, tá kanningin byrjaði.
ársverk í 2020, samanborið við 715 í 2019, 643 í 2018 og 385 í 2011, tá kanningin byrjaði. 56% av ársverkunum eru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskriv stovur. 13% eru innan matstovur, og 16% innan gistingar.
Av tí samlaða føroyska útflutninginum á kr. 11.782 mia. í 2019, stóð ferðavinnan fyri kr. 784 mió.
Í 2019 varð mett, at minst 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferða vinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini útgangandi parturin. Í 2020 er hetta talið uttan iva nógv lægri.
Enn eru eingi tøl fyri útflutning av tænastum í 2020, men um tænastuútflutningurin er á sama støði í 2020 sum í 2019, vil ferðavinnan minka úr 6,7% av útflutninginum í 2019 til 3,5% í 2020.
Mett verður, at umleið 70% av starvsfólk unum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.
Umsetningur frá vitjandi ferðafólki/innkomandi ferðavinnu Mett fyri árini 2012 til 2020, og lýst í mun til samlaða útflutningsvirðið Milliónir krónur
2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020
Umsetningur frá innkomandi ferðavinnu í alt
421
460
523
568
606
697
731
784
313
Flutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur
309
330
351
369
398
310
332
332
191
Gistingar og annað hotelvirksemi
37
43
67
74
75
76
84
104
37
Matstovur, matvøruhandlar og drykkjuvørur
41
48
49
53
60
175
188
216
35 27
Flutningur innanlands og leiga av bili
15
19
26
37
40
66
72
78
Upplivingar og aðrir aktivitetir
13
14
17
20
18
29
29
32
3
4
6
9
9
10
12
12
11
6
Klæðir og fótbúnaður Onnur søla Útflutningur av vørum og tænastum*
2 2 4 6 6 29 15 10 14 7.113 7.874 8.257 8.639 9.909 10.863 10.288 11.782
Bruttovirðisøking vitjandi ferðafólk ímt búskapin í alt** 5,9% 5,8% 6,3% 6,6% 6,1% 6,4% 7,1% 6,7%
.. ..
* Úflutningurin av vørum og tænastum er gjørdur upp av Hagstovuni sum partur av gjaldsjavnanum til og við 2019. ** Umsetningurin (søluvirði) við sølu av vørum og tænastum til vitjandi ferðafólk er ein deilmongd av ferðajavnanum í gjaldsjavnanum og kann tískil berast saman við samlaða útflutningsvirðið av vørum og tænastum Kelda: Hagstova Føroya
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 13
Ferðavinnan 2020 í tølum
FERÐAFÓLKAKANNING:
Tey flestu taka undir við “unspoiled, unexplored, unbelievable” Ferðafólk í Føroyum eru sera væl nøgd við ferðaupplivingar í Føroyum sum heild, og ein stórur meiriluti tekur undir við, at Føroyar eru “Unspoiled, Unexplored og Unbelievable”. Hetta vísur ferðafólkakanning, sum Gallup gjørdi fyri Visit Faroe Islands. Seinasta stóra kanningin er frá 2018. Kanningin vísur eisini, at flest ferðafólk leiga hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, og at ein stórur meiriluti (85,3%) heldur ikki, at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum.
14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
NØGDSEMI OG VFI-BRANDIÐ Á einum stiga frá 1 til 5, har 1 var “sera ónøgd/ur” og 5 var “sera væl nøgd/ur”, svaraðu meira enn tveir triðingar av ferðafólkunum, at tey vóru sera væl nøgd við upplivingarnar í Føroyum. Miðaltalið var 4,8%. Ferðafólkini vóru eisini biðin um at siga, hvussu samd tey vóru við slagorðið hjá Visit Faroe Islands, “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable.” Meira enn helvtin (52,5%) vóru púra samd við VFI-brandinum, 34,4% vóru samd, meðan 11,8% søgdu seg vera hvørki samd ella ósamd. Miðaltalið var 4,4%. HVAR FERÐAFÓLK GISTA OG TAL AV FERÐAFÓLKUM Størsti partur av teimum spurdu ferðafólkunum (38,9%) leigaðu hús ella íbúð gjøgnum Airbnb, meðan 32,5% gistu á gistingarhúsi. Her skal tó viðmerkjast, at fleiri søgdu seg ikki hava møguleika at gista á gistingarhúsum vegna vantandi pláss, og tí máttu tey velja Airbnb. Spurd um ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, svaraðu tey flestu (85,3%) “nei”, meðan 14,1% svaraðu “ja”. Serliga hildu fleiri, at tað var ikki verandi í Tórshavn, tá ið ferðafólkaskipini lógu við kei, tí ov nógv ferðafólk vóru í býnum. Nøkur hildu, at ov nógv ferðafólk vóru í Mykinesi og at vandi kundi vera á ferð, í mun til náttúruna í Mýkineshólmi. HVAÐANI FERÐAFÓLKINI KOMA FRÁ OG HVAR TEY VITJA Flestu ferðafólkini í kanningini vóru úr Danmark (17,4%), meðan 14,1% vóru úr Týsklandi. Síðani komu ferðafólk úr USA/Kanada (7,7%), Italia (7,5%), Stóra Bretlandi (7,2%) og Fraklandi (7%). Næstan øll (95,4%) vitjaðu í Tórshavn. Síðani vitjaðu 62,1% í Klaksvík, 61,5% í Gjógv, 58% í Vestmanna, 57,8% í Saksun og 50% á Eiði. 31% vitjaðu í Mykinesi.
PENGAR VERÐA BRÚKTIR UM ALT LANDIÐ Ein stórur meiriluti av ferðafólkum (93%) nýttu pengar í Tórshavn. Síðani nýttu 43,3% pengar í ávikavist Klaksvík, Runavík og Tvøroyri. 42,2% nýttu pengar í størri bygdum, sum t.d. í Sandavági, Miðvági, Fuglafirði og Vági. 41,8% keyptu eitthvørt í smáu bygdunum, sum t.d. í Saksun, Tjørnuvík og Gjógv. 26,5% nýttu pengar á smáu oyggjunum, sum t.d. í Fugloy, Svínoy, Mykinesi ella Nólsoy. ANNAÐ Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var “náttúran” (66,5%), og 54,4% søgdu, at besta upplivingin var føroyska náttúran, meðan 19,5% søgdu, at gongutúrar vóru besta upplivingin. Umleið tveir triðingar høvdu gingið túr í náttúruni. Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 11,6% nevndu vantandi matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, 11% søgdu, at príslegan var ov høg, meðan 8,1% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 4,6% søgdu, at ov fáir møguleikar vóru at vera virkin sunnudagar, tí alt var stongt. FERÐAFÓLKAKANNINGIN Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 483 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71,4%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28,4% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn. Øll kanningin hjá Gallup kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 15
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi eru vaksnar skjótast seinastu nógvu árini. Sambært WTO hevur vøksturin verið 4-5% árliga. Korona hevur havt eina sera skakandi ávirkan á vinnuna í 2020 og kemur at hava eftirárin í fleiri ár fram, kanska heilt fram til 2025. Væntanin er kortini, at ferðavinnan í Føroyum kann fóta sær skjótari enn tað.
16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2019 2020
Hóast Føroyum væntar neyv hagtøl frá 2003-2012, kann staðfestast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv lægri enn í hinum londunum rundanum okkum, og tað sama við gistitalinum. Tað lága ferðafólkatalið samanborið við onnur lond, var útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2012, í tøttum samstarvi við vinnuna. Vinnan hevði tørv á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina, og tí varð lagt út við, at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning framum vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Seinnu árini hava vit hómað ein vøkstur, og tí varð ein nýggj menningardeild sett á stovn í 2018. Tað er týdningarmikið at vøkstur og innlendis menning hanga saman. Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum ein ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og framhaldandi effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey mongu ferðatilboðini, ið eru at finna. Fyri at vinnan skal gerast fíggjarliga burðardygg, krevst framhaldandi vøkstur. Hetta verður ikki minst galdandi eftir koronu, nú vinnan hevur fingið stór fíggjarlig bakkøst, samstundis sum kapasiteturin er nógv vaksin.
Núverandi strategi stavar frá 2012 og gongur fram til 2020. Ætlanin var at menna eina nýggja langtíðarstrategi frá 2021 og fram á heystið 2020, men vegna serstøku støðuna, ið heimurin er í í skrivandi løtu, og ikki minst føroyska ferðavinnan, er avgjørt at bíða við hesum arbeiðinum til 2021, tá “ljósið í endanum av koronu-tunlinum” vónandi hómast. STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI: 1. At samskipa marknaðarføringina út frá einum felags brandi: Øll marknaðarføring skal samskipast við útgangs støði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar, fyri at fáa best møguligu effekt. 2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar. 3. Menning: Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum heild í tøttum samstarvi við lokaløkini. Vera ráðgevandi í vørumenning, íløgumenning og útbúgvingarmenning, eins og at veita fíggjarligan stuðul til økir og vinnu.
Ársfrágreiðing 2019 2020 / Visit Faroe Islands - 17
Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum
VISJÓN Ferðavinnan skal verða ein nýggj grundvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum. Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020. LANGTÍÐARMÁL FRAM TIL 2020 Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð. 2020: · 200.000 gistingar · +450 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 1 mia. kr. í umsetningi
18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Alt týðir uppá, at málið hevði verið rokkið, um korona farsóttin ikki rakti heimin. Í 2021 og 2022 verður sjóneykan sett á at vinna tað mista inn aftur, og at náa 2020 málinum. Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutnings feløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum. MARKNAÐARFØRING OG MENNING Frá 2013 til 2017 hevur alt fokus hjá Visit Faroe Islands verið á altjóða marknaðar føringina, til tess at fáa neyðuga vøksturin fyri at fáa betri fíggjarliga burðardygd í vinnuna. Størst møguligur partur av játtanini hevur
hesi árini tískil verið nýttur til marknaðar menning framum vørumenning. Arbeitt hevur verið - og kemur eisini framhaldandi at vera - við at leingja ta stuttu árstíðina, og sostatt selja Føroyar sum ferðamál alt árið. Hetta verður gjørt við at royna at fáa fleiri ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta ger tað eisini lættari at fáa fleiri av teimum “røttu“ ferða fólkunum, ið leggja mest møguligan pening eftir seg. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum. Frá 2018 fekk Visit Faroe Islands eisini ábyrgd fyri innlendismenning. Í 2018 varð menningardeildin stovnað, fleiri átøk vórðu sett í verk og arbeitt varð við eini menningar strategi, ið varð sett í sjógvin á vári 2019, ið leggur stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál.
VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM: Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting: · A-marknaðir: Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland · B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania, Frakland · C-marknaðir: USA, Kina, Japan, Russland, onnur europeisk lond
hanga saman fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjølmiðlar skriva um, til heima síðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum o.s.fr.
Meira útgreinað kunning fast um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.
Hugsast kann, at korona kemur at gera, at fleiri upp- og niðurraðfestingar verða gjørdar í vali av marknaðum framyvir. Ætlanin er at gera eina nýggja lang tíðarstrategi frá 2021 og fram.
Í fyrsta umfari var farið eftir teimum marknað um, sum hava ”low hanging fruits,” tvs. har kunnleikin um Føroyar var lutfalsliga størstur, og har tað harvið var lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevði við sær, at tað í størri mun enn áður hevur verið satsað upp á Norðurlond. Sum frá er liðið, eru aðrir marknaðir eisini raðfestir. Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segmentum, tvs. Brúkara (B2C), Fjølmiðlum (Media) og Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknaðum verður eisini arbeitt við fundar- og ráðstevnufyrireikarum. Á B-marknaðunum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og søluliði. Á C-marknaðunum, verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd í serligum førum. Øll marknaðarføring tekur útgangsstøði í ferðavinnu brandinum, og alt arbeiðið skal
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 19
Visit Faroe Islands
Visit Faroe Islands P/f Visit Faroe Islands (VFI) hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.
MISSIÓN Visit Faroe Islands arbeiðir við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál. VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland, mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum. VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðar føring, menning og ”knowhow”, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum. STARVSFÓLK Visit Faroe Islands hevur í dag 9,8 ársverk.
20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
JÁTTAN Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2020 á kr. 18,9 mió. varð nýtt soleiðis: · kr. 7,8 mió. til marknaðarføringsátøk · kr. 4,0 mió. til menningarátøk · kr. 7,1 mió. til umsiting/rakstur/lønir Eisini umsat VFI tær 0,5 mió. kr., sum eru lógarsettar til stuðulsjáttan til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar. MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2020 Gera felags tilmæli fyri Mykines – avgreitt Lansera kunningarskermar – í gerð Talgilda førleikamenning til vinnu og áhugaði – í gerð Menna myndabankan til fleiri støð og upplivingar – avgreitt
Innlendis marknaðarføring til føroyingar – í gerð Menna føroyska partin av heimasíðuni – ferdavinna.fo – í gerð Víðarimenning av amerikanska leisure marknaðinum – í gerð Víðari vøkstur í fylgjarum á sosialu miðlunum (til 520.000) – avgreitt Menning av nýggjari heimasíðu – í gerð Fáa kunningarstovurnar fult integreraðar í okkara heimasíðuloysn – í gerð Halda Unordinary Meetings-skeið fyri vinnuni - avgreitt Menning av MICE 2030 strategi – í gerð Fáa Føroyar inn í GDS-Index fyri burðardygd – í gerð
Stjóri
Skrivstovuhald Bókhald Content & Samskifti
BYGNAÐUR á Visit Faroe Islands
Marknaðarføring Privat & PR
Marknaðarføring Vinna
Marknaðarføring Talgilt
Menning
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 21
Ferðavinnubrandið Føroyar
22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Ferðavinnubrandið Føroyar Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar. Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til framgongd. Eitt felags brand, sum øll marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland skal taka byrjanarstøði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.
frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at brandið hevur verið sera væl móttikið. Filmarnir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir. Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at ferðavinnu brandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.
Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norður landahúsinum í 2013, har eisini fyrsti brandingfilmurin varð
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 23
Ferðavinnubrandið Føroyar Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferðafólk, sum árliga vitja Galapagos oyggjarnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað. Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingar tekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur. Brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast í øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir. BRÚK AV BRANDINUM Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brand inum, meðan øll í vinnuni eru boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi. Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.
Brandbókin kann takast niður á www.visitfaroeislands.com/vinna
24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Unstoppable
welcome to our 60 million year old theme park, called Mother Nature
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 25
Menningarátøk 2019-2020
Menningarátøk 2019-2020 Nú 2020 er farið afturum, ber til at taka samanum menningararbeiðið hjá Visit Faroe Islands (VFI), við støði í menningarætlanini frá 2019 og teimum átøkum, ið VFI stakk út í kortið fyri menningararbeiðið fyrstu tvey árini.
Hægsta raðfestingin hesi fyrstu tvey árini hevur verið at menna nýggjar grundfunktiónir í Visit Faroe Islands, ið ger stovnin betri føran fyri at standa á odda fyri stóru uppgávuni at samskipa og menna ferðavinnuna í Føroyum. Arbeiðið hevur snúð seg millum annað um at menna samstørv og samskipan við kunningar stovur, kommunur og stovnar (sum t.d. Umhvørvisstovuna og Landsverk), at betra um ferðafólkakunningina við skeltum, faldarum, heimasíðum og kunningarskíggjum, at framleiða vegleiðingar, at seta í verk førleikamennandi átøk, at gera menningarætlanir fyri útvald øki og mangt annað. Eisini hevur tað snúð seg um at fáa eina vælvirkandi stuðulsskipan, ið so væl sum til ber stuðlar bæði vinnuligum og almennum verkætlanum, ið kunnu vera við til at menna ferðavinnuna í Føroyum.
26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Í faldaranum “Menningarátøk 2019-2020”, ið varð lagdur fram saman við menningarætlan ini fyrst í 2019, eru 14 ítøkilig átøk, hvørt við fleiri undirliggjandi tiltøkum, sum vit høvdu sett okkum fyri at seta í verk og/ella føra út í lívið fyrstu tvey árini. Summi átøk, sum t.d.
Skeltaverkætlanin og Bygdagøtuverkætlanin, eru umfevnandi verkætlanir, ið strekkja seg yvir fleiri ár, meðan onnur átøk, sum t.d. førleikamennandi skeið og betri kunning, eru tiltøk, ið meiri lættliga kunnu setast í verk, mennast og tillagast sum frá líður.
AVRIK HJÁ MENNINGARDEILDINI Samstarv við kunningarstovur og kommunur Finna fram til samstarv um marknaðar føring av ymsu økjunum Skipa fyri skeiðum, íverksetaratiltøkum, førleikamenning og samansjóðing Borgarafundir Skeltaverkætlan Heildarkonsept fyri skelting og kunning Samskipað framleiðsla av allari skelting Bygdagøtur og varðar Framleiða yvirlit yvir allar bygdagøtur Kunningar- og skeltakonsept fyri bygdagøtur Íverksetan av gøtuverkætlanum Handbók um gøtubygging Handbók um gøtubygging Betri kunning og leiðbeining Kunningarskíggjar settir upp Whats’on Kunning um gongd í haga og trygd Faldari um trygd ísv. gongd í haga – faldarin virkar eisini sum fráboðanaramboð ísv. gongutúrar Kunning um trygd og rættan atburð skal dagførast á øllum miðlum og pallum Førleikamenning Skeið um tænastu, sølu, marknaðarføring og prísáseting
Faktasíða um ferðavinnu Faktasíða um ferðavinnu Hagtøl Hagtøl Menningarætlanir á útvaldum støðum Mykines Stuðlað arbeiðinum at gera ætlanir: Sandoy, Vestmanna, Vágar, Kirkjubø Heildarloysn fyri gongd í haga Uppskot til loysn framleiðast og leggjast fyri politisku skipanina Sjálvboðið arbeiði Closed for Maintenance, Open for Voluntourism átakið Stuðulsskipan Almenn og vinnulig stuðulskipanir við formligum mannagongdum setast í verk, eftirmetast og dagførast
Hóast nøkur átøk strekkja seg yvir fleiri ár, kunnu vit staðfesta, at so at siga øll ætlaði menningarátøk eru sett í verk, og tey flestu eru vit eisini komin á mál við. Eftir at hava verið í eini uppbyggjandi fasu, har nýggjar funktiónir, tænastur og átøk skulu mennast frá grundini, fer menningar arbeiðið nú undir fasu 2 í ætlanini at menna ferðavinnuna í Føroyum. Tað merkir, at fleiri grundfunktiónir, tænastur, samstørv og átøk eru komin í ein meira vanligan rakstur, tó at virkisøkini støðugt verða ment víðari og hildin viðlíka. Tað merkir eisini, at nýggj tiltøk m.a. fara at snúgva seg um at seta í verk royndar skipanir (pilotverkætlanir) í samstarvi við útvaldar partar, ið hava til endamáls at finna fram til ítøkiligar loysnir uppá útvaldar avbjóðingar í ferðavinnuni; ítøkiligar loysnir, ið kunnu geva okkum virðismiklar royndir og vísa leiðina fram, og vónandi verða “proof of concept”, til dømis tá talan er um stóra tørvin á nýggjari lóggávu innan ferðavinnuna.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 27
Menningarátøk 2019-2020
Korona og menningararbeiðið Sum við nógvum øðrum, kom korona eisini óvart á ætlanirnar á menningar økinum.
Serliga hevði korona avleiðingar fyri stóra átakið Closed for Maintenance, ið teknaði til at gerast eitt væl eydnað átak annað árið á rað. Beint sum fyrireikingarnar av álvara vóru farnar í gongd, gjørdi støðan viðv. korona, at vit vórðu noydd at avlýsa átakið. Eisini vórðu førleikamennandi skeið fyri íverksetum og
28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
spírum innan ferðavinnuna avlýst, og kanningarferðir, t.d. innan ‘agrotourism’ saman við samstarvspørtum, máttu útsetast. Støðan hevur gjørt, at vit ístaðin hava brúkt meiri orku uppá at menna nýtt talgilt tilfar (myndir og tekst), at dagføra heimasíðuna,
uppbyggja goymslurúmið við m.a. nýggjum skeltatilfari, v.m. Eisini er sjøtul settur á fleiri nýggjar verkætlanir og/ella framleiðslur, ið koma at síggja dagsins ljós í 2021. Millum annað nýggjur gongufald ari, nýtt tilfar um trygd ísv. gongd í haga, o.a.
BYGDAGØTUR Heimasíða við bygdagøtum Í knapt tvey ár hava vit arbeitt við stóru verkætlanini at merkja upp, skráseta og framleiða kunnandi tilfar um bygdagøturnar. Av tí at heimasíðan við bygdagøtum hevur verið brúkt sum eitt slag av frumsniði ísv. arbeiði at menna eina nýggja heimasíðu hjá VFI, er stór orka løgd í hetta arbeiðið eisini. Nýggja heimasíðan við yvirliti yvir bygda gøturnar verður almannakunngjørd fyrst í 2021, og ætlanin er, at allar tær umleið 60 bygdagøturnar í Føroyum eru at finna á nýggju síðuni, tá 2021 fer at halla. Gøtuhandbók Seinnu árini hava víst, at stórur tørvur er á lætt atkomuligari vitan um, hvussu hagagøtur verða gjørdar á bestan hátt. Fleiri óhepnar loysnir hava verið at sæð í føroysku fjøll
Menningardeildin framleiddi eina praktiska hondbólk, ið vísir, hvussu hagagøtur verða gjørdar og røktar.
unum, og økta uppmerksemi á slit og betri farleiðir í náttúruni hevur gjørt, at menningar deildin hevur tikið stig til at gera eina praktiska handbók, ið vísir, hvussu hagagøtur verða gjørdar og røktar. Vónin er, at handbókin verður eitt hent amboð, ikki minst í arbeiðinum at halda almennu bygdagøturnar. Handbókin er liðug og verður løgd fram alment fyrst í 2021. FØRLEIKAMENNING Í 2020 gjørdu vit av at skipa førleikamennandi átøkini øðrvísi. Frá at hava skeið fyri útvaldum íverksetum innan tænastu, sølu, prísáseting v.m., skipaðu vit í 2020 arbeiðið øðrvísi, so vit 1) góvu fleiri møguleikan at luttaka og 2) komu meiri í dýpdina við útvaldum evnum. Orsakað av støðuni viðv. koronu, valdu vit at savna okkum um talgilda førleikamenning, ið
19 gongutúraskelti vórðu framleidd og sett upp í 2020
nógvir veitarar kundu fáa ágóðan av, tá ferðavinnan at kalla var burtur, og stundir vóru til at menna talgilda partin av teimum vørum og tænastum vit hava, so ferðavinnan gjørdist meira kappingarfør enn áður, tá latið varð uppaftur. Átakið varð skipað sum ein almenn fyrilestrarøð við einum tiltaki/fyrilestri um mánaðin í seks mánaðir alla vetrarhálv una. Evnini fevndu um Instagram, branding og marknaðarføring við talgildum miðlum, SEO v.m. SKELTING Skeltaframleiðslan heldur fram stútt og støðugt. Í 2020 vórðu framleidd 19 gongu túraskelti (37 tilsamans), 15 bygdaskelti (28 tilsamans) og 4 boðskelti (104 tilsamans). Vit hava dagført bíleggingarskjølini og góðkenningarmannagongdina í forritinum Ziflow, so skeltaframleiðslan framyvir verður uppaftur meiri smidlig og effektiv. Tað er uppgávan hjá kommunum og kunningarstov um at tryggja neyðuga skelting og kunning í egnum øki. Uppgávan hjá VFI er at samskipa hetta arbeiði, og at gera tað so lætt sum til ber at útvega skelti, ið framhaldandi eru ókeypis hjá kommunum at fáa, við at venda sær til VFI.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 29
Menningarátøk 2019-2020 Eisini mentu vit samstarvið við kunningar stovurnar innan marknaðarføringina, so økini í størri mun enn áður eru við til at avgera, hvar útlendskir Instagrammarar og miðlar vitja. Hetta er eisini liður í ætlanini at spjaða ferðafólkini, og at stuðla nýggjum vørum og tænastum í ferðavinnuni. Eisini er hetta liður í arbeiðinum at flyta fokus og ímyndina av Føroyum, við í størri mun at vísa annað og meiri enn føroysku náttúruna. Social media with storytelling: førleikamennandi skeið við Hannes Becker
Harafturat hava vit savnað gomlu skelta rammurnar úr eik, og fingið tær inn á goymslu rúmið hjá VFI. Tær eru settar í stand og savnaðar saman til 40 nýggj sett, ið verða sett upp kring landið. Eisini hava vit fylt goymslurúmið við rammum til gongutúra skeltini, so tað verður so skjótt og ómaka leyst at seta upp nýggj skelti kring landið; ein týðandi liður í eini betri ferðafólkakunning. HEIMASÍÐAN Føroyski parturin av heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands verður stigvíst útbygdur. Í 2020 skipaðu og útbygdu vit síðuna betri, til frama fyri øll áhugaði. Á síðuni liggja vegleiðingar, stuðulsskipanin, bíleggingarskjøl til skelting, hagtøl, førleikamennandi tilfar til. t.d. talgildar miðlar, startup, v.m. Framyvir verður alt tilfarið at finna undir navninum www.ferðavinna.fo. MYNDIR OG MARKNAÐARFØRING Í 2020 raðfestu vit arbeiðið at útbyggja myndabankan hjá Visit Faroe Islands við nógvum nýggjum og øðrvísi myndum frá støðum í Føroyum, ið ikki fáa so nógv 30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
ferðafólk, myndum við menniskjum og myndum, ið ímynda ymiskar útvaldar vørur og tænastur í ferðavinnuni. Ein stórur partur av hesum arbeiðinum varð framdur sum liður í átakinum “Ferðist í egnum landi”. Enda málið var í tráð við menningarætlanina; at spjaða ferðafólk um alt landið, og at stuðla menningini av nýggjum góðskuvørum og tænastum, ið kann eggja ferðafólki at leggja meiri eftir seg.
TEY NÝGGJU I’INI Í 2020 settu vit gongd á arbeiðið at menna sonevnt “i-samstarv”. Tað snýr seg um at útgreina ymisku leiklutirnar, t.d. við at skilmarka ymisk sløg av ferðafólkakunning. Vit hava í dag gomlu kunningarstovurnar, ið taka sær av bæði menningaruppgávum, ferðafólka kunning og sølu. Vit hava kunningarstøð við kunningarskíggjum, t.d. á flogvøllinum og á Magn-støðum, og vit hava kunningardiskar, sum t.d. tann á Navia og á flogvøllinum. Vit
Kunningarskíggjar eru at finna á ymiskum kunningarstøðum kring landið, t.d. á flogvøllinum og á Magn-støðum
hvussu ein meiri burðardygg ferðavinna kann skipast í Mykinesi við atlit at náttúru og ríka fuglalívinum í oynni, lagt fram, ið menningar deildin á VFI tók stig til og samskipaði.
”i-samstarvið” skal gera tað lættari at t.d. skilmarka ymisk sløg av ferðafólkakunning
hava tí gjørt trý ymisk “i”-frámerki, ið verða brúkt á kortum, faldarum v.m., og sum t.d. kunnu klistrast á rútar ella skelti, so ferðafólk síggja, hvar til ber at fáa kunning við 1) persónligari kunning, 2) sjálvgreiðslu við kunningarskíggja og 3) við faldarum og øðrum leiðbeinandi tilfari. Arbeiðið er liður í at betra um leiðbeining og kunning til ferðafólk, og at hjálpa føroyskum veitarum, so teir betri kunnu savna seg um sína kjarnutænastu, og t.d. ikki vera órógv aðir av nógvum ferðandi, ið spyrja um ráð. MYKINES Í februar 2020 varð eitt felags tilmæli um,
Tilmælið varð úrslit av eini longri tilgongd, har menningardeildin var virkin partur av arbeið inum at finna fram til loysnir, m.a. sum partur av Ramsar-tilgongdini, ið Umhvørvisstovan hevur staðið fyri. Menningardeildin hevði samstarv við útlendskan serfrøðing innan burðardyggari umsiting av m.a. tjóðarpark um, ið hevur verið og vitjað í Mykinesi og orðað tilmæli um, hvat viðkomandi heldur eigur at verða gjørt í Mykinesi. Vit hava orðað tilmæli, ið vórðu løgd fram fyri pørtunum í Mykinesi, og gjørt nógvar royndir at finna fram til skilabetri loysnir í Mykinesi, so ferðavinnan, fólkið í oynni og ikki minst náttúran/djóralívið kann mennast og varðveitast. Tilmælið varð eitt felags, fakligt útspæl frá øllum avvarðandi myndugleikum á økinum: Sørvágs Kommuna, Umhvørvisstovan, Vísit Vágar, Havstovan og Tjóðsavnið. Endamálið við tilmælinum var at koma við einum
Førleikamennandi skeiðini viðgjørdu evni so sum Instagram, branding og marknaðarføring við talgildum miðlum, SEO v.m.
Seks førleikamennandi skeið vórðu hildin um veturin 2020 og um várið 2021.
konstruktivum íkasti til loysnir, sum vónandi kundi talað jarðareigarunum frá at gera gøtu beint ígjøgnum lundalandið, ið ikki er ein burðardygg loysn. Eisini var endamálið at vísa í verki, at tað ber væl til at hava ferða vinnu og náttúruvernd um somu leið. Tíverri gjørdu jarðareigararnir av at ganga ímóti felags tilmælinum og heldur byggja gøtuna, uttan at taka nakran sakkunnleika við uppá ráð. STUÐULSSKIPANIN Í 2020 komu 12 ymiskar umsóknir um almennar verkætlanir frá kommunum og kunningarstovum. 10 umsóknir vórðu gingnar á møti. Í 2020 komu 22 ymiskar umsóknir inn um vinnuligan stuðul. 14 av hesum verkætlanum vórðu heilt ella lutvíst gingnar á møti. Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 31
Menningarátøk 2019-2020
Ferðist í egnum landi
Ferðist.fo hevði umleið 18.000 vitjandi um summarið 2020
Orsakað av serligu støðuni í summar, avgjørdi Visit Faroe Islands at geva gamla átakinum “Ferðist í egnum landi” nýtt lív.
Áleið 1.000 føroyingar ognaðu sær ein túr umvegis nýggju heimasíðuna ferðist.fo
32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Heili 33 ymisk heildartilboð vóru á skrá
Fundar- og upplivingarpakkar vórðu settir saman fyri at eggja føroyskum fyritøkum at halda starvsfólkadagar, jólaborðhald og fundir úti av húsinum
egnum landi-átakið 2020 var við til at broyta hesa støðu. Áleið 1.000 føroyingar ognaðu sær ein túr umvegis nýggju heimasíðuna ferðist.fo. Heili 33 ymisk heildartilboð vóru á skrá, og síðan hevði umleið 18.000 vitjandi um summarið 2020.
Fólk fingu høvi at keypa ferðatilboð úr øllum landinum
Átakið bleiv ment í samstarvi við kunningar stovur og Ferðavinnufelagið. Endamálið var at vísa á allar teir møguleikar og tey tilboð, sum ferðavinnan hevur skapt seinastu árini og, ikki minst, at eggja føroyingum at brúka hesi tilboð, so føroyski heimamarknaðurin veksur. Endamálið var eisini at geva ferða vinnuni eina hjálpandi hond, og vónandi vera við til at taka broddin av teirri ógvusligu niðurgongd, sum korona elvdi til, við at menna føroyska heimamarknaðin. Áðrenn summarið 2020, vóru so at siga ongir veitarar innan ferðavinnuna, ið vendu sær móti føroyingum. So at siga allar heimasíður, lýsingar av tilboðum og tænastum og marknaðarføring vóru á enskum. Til ber at siga, at føroyingar als ikki vóru varugir við tað eftirhondini stóra úrvalið av tilboðum, sum eru vorðin til í ferðavinnuni seinastu árini. Ferðist í
Um fólk ikki keyptu ein pakka beinleiðis ígjøgnum ferðist.fo heimasíðuna, varð heimasíðan heilt vist brúkt sum íblástur til eitt meiri hendingaríkt føroyskt summar innan ferðavinnu. Átakið menti samstørv millum nýggjar veitarar og millum veitarar og lokalu kunningarstovuna. Nógv nýggj tilboð vórðu sett á stovn, ið kunnu halda fram eftir korona, og átakið var eisini við til at lyfta støðið á fleiri tilboðum við nýggjum vørulýsingum og professionellum myndatilfari. Samanumtikið eydnaðist átakið sera væl. FUNDIST Í EGNUM LANDI Fundist í egnum landi var eitt ‘spin-off’ av Ferðist í egnum landi. Saman við netverkinum í vinnuferðavinnu, settu vit á Visit Faroe Islands fundar- og upplivingarpakkar saman fyri at eggja føroyskum fyritøkum at halda starvsfólka dagar, jólaborðhald og fundir úti av húsinum á professionellum fundarstøðum, hóast støðan við koronu var sum hon var. Við hesum ynsktu vit óbeinleiðis at siga við føroyskar fyritøkur, at tað er týðningarmikið,
Hesar fyritøkurnar vóru við í átakinum: Green Gate, NAX, Faroe Incoming, 62˚N, Connect Faroe Islands, Hotel Brandan, Hotel Hilton Garden Inn, Hotel Føroyar, Hotel Hafnia, Hotel Tórshavn, Norðurlandahúsið
at tær stuðlaðu ferðavinnuni um veturin 2020 og várið 2021, eins og føroyingar gjørdu um summarið 2020. Úrslitið av átakinum í summar var, at føroying ar serliga ferðaðust til útoyggjarnar – við Fundist í egnum landi vildu vit eggja fyritøkum at royna professionellu fundar og upplivingar møguleikarnar.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 33
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri yvir 261 mió. kr. Nógvu undanfarnu árini hevur Visit Faroe Islands arbeitt við útlendskum miðlafólkum um at skapa umrøðu um Føroyar í útlendskum miðlum. Í 2020 var hetta arbeiðið, sum so nógv annað, darvað av koronu. Síðstu árini hava vit havt yvir 200 miðlafólk í Føroyum um árið. í 2020 var talið 47, har 13 vóru Instagrammarar.
VFI hevur gjørt virðið av greinum og sending um, sum standast av fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað, upp. Hóast talið av miðlafólkum, sum vitjaðu, varð nógv lægri í 2020 samanborið við undanfarin ár, gav átakið ”Remote Tourism”, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri á várið 2020, tá heimurin stongdi niður orsakað av koronu, sera nógva umrøðu í útlendskum miðlum. Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í 2020 varð 261 mió. kr. Tá korona gjørdi, at miðlafólk ikki kundu vitja í Føroyum á sama hátt, sum tey plaga, var sera týdningarmikið at halda sambandið við miðlafólk kring allan heim við líka, fyri at tryggja, at Føroyar eru í teirra tonkum. Bæði tá tað snýr seg um at skriva greinar um
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 35
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
ferðamál, sum tey droyma seg burtur til, og fyri at tryggja, at tey vóru áhugaði at ferðast til Føroyar, tá tað var gjørligt aftur. Áhugin fyri Føroyum var rættiliga stórur, og nógv miðlafólk vendu sær til Visit Faroe Islands fyri at fáa kunning um, hvussu støðan var við koronu og nær tað aftur var gjørligt at ferðast til Føroyar. Harumframt sendu vit javnan kunning um Føroyar til miðlasambond ígjøgnum okkara
36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
PR samstarv í Bretlandi. Endamálið var at tryggja, at áhugin fyri Føroyum varð hildin við líka, og at vit kundu halda fram við miðlaarbeiðinum, so skjótt tað var gjørligt. Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2020, vóru úr londum sum Danmark, Noreg, Svøríki, Íslandi, Onglandi, Italia, Hollandi, Fraklandi, Avstralia, Skotlandi, Týsklandi, Spania, Portugal, Sveis og USA. Umframt miðlafólk, varð eisini stórur dentur
lagdur á at bjóða sokallaðum “Instagramm ’arum” – myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 2020 komu 13 ymiskir Instagrammarar til Føroyar. Í nógvum førum var talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram. Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr Danmark og Italia vitjað. Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum
ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum. Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar. Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferða vinnu, verða boðin hendavegin. Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum
lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingar stødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing. Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovu í Bretlandi, sum hevur hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir. Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðla vitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt samstarva við eisini við Visit Denmark skrivstovur í Svøríki, Italia, Fraklandi, Noreg og USA um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar til vitjanir í Føroyum. Í samband við marknaðarførings átøkini, verða avtalur um samstørv gjørd á ávísum marknaðum fyri at tryggja, at boð skapurin røkkur víða. Hesar avtalur hava serliga verið við PR-skrivstovur í USA og Danmark. Undanfarin ár hava vit eisini samstarva við PR fyritøku í Týsklandi, men mett var ikki, at samstarvið gav neyðuga útslitið, og tí var tann avtalan søgd upp frá januar 2020. Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigu og útferðir. Serliga eru tað Atlantic Airways og Gist & Vist, ið veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum
møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamáli. Víst verður til heimasíðuna hjá VFI, www. visitfaroeislands.com/press-professionals, har eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendskum miðlum er at finna. FAROE ISLANDS PODCAST Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu tíggju árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingar nar, ið verða sendar alt árið. Í 2020 hevði Faroe Islands Podcast góðar 88.000 niðurtøkur samanborið við 114.000 í 2019, so eisini podcastar vórðu ávirkaði av koronu. Tað eru serliga enskt talandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. 40% av teimum, ið tóku sendingarnar niður í 2019, vóru úr Írlandi, eini 30% vóru úr USA, og síðani úr ávikavist Føroyum, Danmark og Stóra Bretlandi. Týskland, India, Svøríki, Kanada og Holland eru hini londini á topp 10 listanum. Tilsamans eru fólk úr umleið 100 ymiskum londum, sum lurta eftir Faroe Islands Podcast. VFI plagar at dekka ein part av ferðakostnað inum hjá Matthew, tá hann er í Føroyum fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar. Árliga ferðin varð av ongum í 2020, men enn er tilfar frá undanfarnum vitjanum, sum kann brúkast, inntil tað aftur ber til at ferðast úr USA.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 37
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Nakrir av miðlunum, ið hava skrivað um Føroyar seinastu árini í samstarvi við VFI
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 39
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
Altjóða marknaðar føringsátøk
40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Átakið varð skipað soleiðis, at fólk kring heimin kundu fjarstýra einum ferðaleiðara í Føroyum, sum tóku tey lut í einum telduspæli
Tá heimurin lat aftur í mars 2021 orsakað av koronu, máttu ein rúgva av ferðafólkum, sum høvdu keypt ferð til Føroyar ella ætlaðu at gera tað, avlýsa teirra ætlanir. Visit Faroe Islands valdi at nýta hetta høvi at røkka út til øll tey, sum høvdu avlýst ferðir til Føroyar, og øll onnur, sum møguliga kundu verið áhugaði at vitja Føroyar. Umleið ein mánað eftir, at fólk í flestu londum í heiminum vórðu send heim, var klárt at byrja við talgildum Remote Tourism túrum. Átakið varð skipað soleiðis, at fólk kring heimin kundu fjarstýra einum ferðaleiðara, sum var eitt starvsfólk hjá Visit Faroe Islands, runt í Føroyum, sum tóku tey lut í einum
telduspæli. Við boðunum ‘fram’, ‘aftur’, ‘høgra’, ‘vinstra’, ‘hoppa’ og ‘renn’ fekk ferðaleiðarin boð umvegis eina teldu ella telefon um, hvar viðkomandi skuldi fara. Harumframt var eisini møguligt at samskifta við starvsfólk á Visit Faroe Islands ígjøgnum Facebook síðuna hjá Visit Faroe Islands. Vitjað varð kring alt landið við túrunum, fyri at vísa eina so breiða mynd av Føroyum sum gjørligt. Umframt gongutúrar, vóru eisini túrar við føroyskum báti, á hestbaki og við tyrluni hjá Atlantic Airways. Eins og við øðrum átøkum hjá Visit Faroe Islands, var úrslitið treytað av, at miðlar kring heimin hildu at hetta var so mikið áhugavert,
Vitjað varð kring alt landið við túrunum, fyri at vísa eina so breiða mynd av Føroyum sum gjørligt
at tey vildu skriva um tað. Og eins og við hinum átøkunum, fekk Remote Tourism sera nógva umrøðu kring allan heim, og fólk í túsundatali fylgdu við á øllum túrunum. Hvør túrur vardi ein tíma, og hvør persónur slapp at fjarstýra í ein minutt. Tvs. at 60 fólk sluppu framat at stýra ferðaleiðaranum. So skjótt sum tann einstaki túrurin varð lagdur út, vórðu øll 60 plássini tikin. Tí var gott, at skipanin eisini loyvdi samskifti við starvsfólk frá Visit Faroe Islands umvegis Facebook Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 41
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
Ein serligur Remote Tourism túrur varð gjørdur í Eysturoyartunnlinum 18. desember, dagin fyri at tunnilin lat upp
Umleið 700.000 fólk fylgdu við á einum ella fleiri av túrunum
síðuna. Harumframt fór dúgligt samskifti fram millum fólkini, sum fylgdu við, og mangan vóru tað føroyingar í ymsu bygdunum, sum eisini hjálptu til við kunning til útlendingarnar, sum stóðu í kø við alskyns spurningum.
og rørandi at síggja, at nógv fólk, sum fylgdu við á túrunum, vóru tey somu, og nógv av teimum viðmerktu, at tey gleddu seg til túrarnar, sum vóru ein kærkomin skái í teirra ‘lockdown’ døgum.
Fyrsti túrurin var 15. apríl. Fyrstu 10 dagarnir var ein túrur hvønn dag (onkran dag vóru tveir túrar um dagin). Síðan bleiv tað broytt til ein túr um vikuna. Síðstu túrurin var 17. juni. Tá høvdu vit skipað fyri 22 túrum.
Ein serligur túrur varð gjørdur 18. desember, dagin fyri at Eysturoyartunnilin lat upp. Eftir at tíðindi um nýggja tunnilin og flotta listaverki hjá Trónda Paturssyni vóru farin kring allan heimin, varð avgerð tikin um at eisini gera ein túr í tunlinum. Hesin túrurin var sera væl móttikin. Tað kann hugsast, at Remote Tourism skipanin verður brúkt, tá okkurt serligt er á skrá.
Umleið 700.000 fólk fylgdu við á ein ella fleiri av túrunum, antin ígjøgnum Remote Tourism heimasíðuna ella á Facebook. Tað var stuttligt
42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Føroyingar kring heimin vórðu biðin um at fáa Føroyar aftur á heimskortið, m.a. við at nýta #FærøerneFindesFaktisk
Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, sendi eina heilsan til Danmarkar um, at ”Færøerne Findes Faktisk”
Í juni hevði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, tíðindafund, har hon kunnaði um, at danir kundu sleppa at ferðast til Norra, Ísland og Týskland, men Føroyar vórðu ikki nevndar á tíðindafundinum hjá danska forsætisráðharranum.
Føroyingar í Føroyum, Danmark og aðra staðni vórðu biðin um at fáa Føroyar aftur á heimskortið við at deila myndir úr Føroyum á sosialu miðlunum, við at nýta #FærøerneFindesFaktisk og at frámerkja @Mette Frederiksen.
Eftir tíðindafundin vóru eisini fleiri danskir miðlar, sum gloymdu at nevna og vísa á Føroyar, og tí varð avgjørt at minna danir á, við einum stuttligum priki, at Føroyar eru til, og at danir vóru vælkomnir til Føroyar.
Endamálið var at vísa á tað fantastiska, ið Føroyar kunnu bjóða sum ferðamál, og at fáa danir, sum vóru nøkur av teimum fáu fólkunum, sum vit kundu taka ímóti, at velja Føroyar sum ferðamál. Átakið fekk sera góða undirtøku í donskum miðlum, og Guðrið Højgaard var beinleiðis í bæði DR og TV2 tíðindasendingum um átakið, eins og donskum útvarpi, umframt at nógv umrøða var í avísunum í Danmark. Afturmeldingar frá vinnuni vóru, at átakið riggaði sera væl og førdi til økta sølu. Átakið fekk sera góða undirtøku í donskum miðlum og á sosialu pallunum hjá Visit Faroe Islands
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 43
Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu
44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Føroyar eitt av fremstu ferðamálum í 2021, sambært Lonely Planet Í november 2020 valdi kendi ferðamiðilin Lonely Planet Føroyar sum eitt av fremstu ferðamálum í 2021. Í grundgevingini segði dómsnevndin, at Føroyar bjóða autentiskar og ógloymandi upplivingar, ið geva nakað aftur til samfelagið.
Best in Travel heiðurslønin er latin á hvørjum ári, og dómsnevndin telur fremstu serfrøðing ar hjá Lonely Planet innan ferðavinnu. Heiðurslønin inniheldur tríggjar bólkar, og Føroyar fingu pláss í ‘Community Connection’ bólkinum. Í grundgevingini segði dómsnevndin, at tey vóru hugtikin av, hvussu Føroyar áhaldandi velja at halda seg frá hópferðavinnu, og ístaðin raðfesta eina meira autentiska og persónliga ferðavinnu, har ferðafólk fáa høvi at koma tættari uppá føroyingar og føroysku
mentanina. Tey vísa millum annað á heima blídni, Hoyma konsertir og Closed for Maintenance átakið sum dømi. Hvørt ár verður bíðað í spenningi eftir listanum hjá Lonely Planet, National Geographic og øðrum, og listarnir fáa altíð nógva umrøðu í miðlum kring allan heimin. Tað er tí av stórum týdningi fyri lond og býir at koma á hesar listar, og enn meira í eini tíð, har korona hevur lagt ferðavinnuna púra lamna.
Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar sum ferðamál at fáa viðurkenning frá einum av fremstu miðlunum innan ferðavinnu í heiminum, og grundgevingarnar um, at Føroyar raðfesta eina autentiska ferðavinnu, koma serliga væl við og passa væl til tað slag av ferðavinnu, sum Visit Faroe Islands leggur dent á í menningarætlanini fyri ferðavinnu.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 45
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2020
46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 47
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Frítíðarferðavinna REISELIVSMESSEN, OSLO
MIDATLANTIC, REYKJAVÍK
5 COUNTRY WORKSHOP, LONDON
3. – 4. januar
30. januar – 2. februar
4. februar
Greengate Incoming hevur í nøkur ár tikið lut á messu í Oslo fyri at selja Føroyar sum ferðamál móti norskum ferðandi. Áhugin fyri Føroyum á messuni var fínur. Tað eru serliga fólk eldri enn 50 ár, sum vísa áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli, tó at onkrar barna familjur eisini vitjaðu básin. Yvirhøvur virkar tað sum, at norðmenn fegin vilja ferðast til Føroyar. Talið av vitjandi var tó lægri enn undanfarin ár. Eini 23.000 fólk vóru á messuni. Visit Faroe Islands rindar ein part av básinum.
Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á MidAtlantic, sum upprunaliga var átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Tiltakið er tó víðkað síðstu árini til eisini at fevna um ferðasmiðir úr øðrum londum, t.d. Norðurlondum og Evropa. Endamálið er framvegis at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikonskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk. Samstundis er nú eisini høvi at hitta áhuga verdar ferðasmiðir úr øðrum londum. Eins og undanfarin ár var afturmeldingin, at tað var eitt gott tiltak við viðkomandi og nýggjum ferðasmiðjum, sum vóru áhugaði at selja Føroyar.
Finnland, Ísland, Estland, Grønland og Føroyar hava í nøkur ár skipað fyri verkstovu fyri enskum ferðasmiðum í London. Í 2020 var fjórðu ferð at Føroyar tóku lut. Umframt Visit Faroe Islands, tóku Atlantic Airways, Smyril Line, Greengate, 62N og Hilton Garden Inn lut. Verkstovan var væl fyriskipað, og vit hittu eina røð av spennandi ferðasmiðjum, sum vit ikki kendu frammanundan. Stóra Bretland er ein týdningarmikil marknaður fyri Føroyar, og tí er neyðugt at skapa sambond við enskar ferðasmiðir. Verkstovan var liður í átaki hjá NATA at skipa fyri felags marknaðaførings átøkum fyri NATA londini, og varð tískil fíggjað av NATA.
Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways, Visit Faroe Islands, Greengate, 62N, Hilton, Hotel Hafnia, Smyril Line og HK Bussar. Við básum við flottum myndum við brandinum vórðu Føroyar rættiliga sjónligar á tiltakinum.
Midatlantic, Reykjavik
48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
5 Country Workshop, London
FERIE FOR ALLE, HERNING
VESTNORDEN, TALGILD ÚTGÁVA
21. – 23. februar
7. oktober
Vestnorden, sum skuldi vera í Íslandi, var flutt á netið til talgildar fundir. Vestnorden er størsta ferðavinnutiltakið, sum Ísland, Grønland og Føroyar skipa fyri, og sum londini skiftast um at vera vertur fyri.
Skandinavisk verkstova, París
Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for Alle, sum verður hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum. Úrslitini av messuni í 2020 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, og fleiri fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við. Føroyar hava felagsbás á messuni og fyritøkurnar, sum tóku lut í 2020, vóru Atlantic Airways, Smyril Line, HK Bussar, Greengate og Make Travel. Visit Faroe Islands tekur ikki lut á messuni, men er við at gjalda fyri básin. Umleið 64.000 fólk vitjaðu messuna, sum er eitt sindur fleiri enn í 2019.
SKANDINAVISK VERKSTOVA, PARÍS
NORDIC MARKETPLACE, KEYPMANNAHAVN,
6. februar
25. februar
62N, Greengate, Smyril Line og Visit Faroe Islands tóku lut á skandinaviskari verkstovu í París. Føroyar hava tikið lut á ráðstevnuni í nøkur ár. Seinastu árini hevur verið trupult at fáa nokk av luttakarum til átakið, men kortini er verkstovan ein góður møguleiki at hitta franskar ferðasmiðir. Luttøkan staðfesti, at tað er áhugi fyri Føroyum sum ferðamáli í Fraklandi, og við nýggju beinleiðis rutuni hjá Atlantic Airways, sum væntandi heldur fram í 2021, er viðkomandi at taka lut á hesi verkstovu aftur í 2021.
Atlantic Airways og Visit Faroe Islands tóku lut á nýggjari verkstovu, sum hevur til endamáls at bjóða veitarum úr Norðan londum og baltisku londunum møguleika at hitta ferðasmiður úr øllum heiminum. Verkstovan var væl fyriskipað og nógvir fundir vóru á skránni, men tey flestu vóru fólk og fyritøkur, sum longu selja Føroyar ella longu høvdu samband við Føroyar. Spurningurin er, um tað er pláss fyri eini nýggjari verkstovu av hesum slag, hóast tað fyri føroyingar er ein fyrimunur, at verkstovan er í Keypmannahavn og ikki longur burtur.
62N, Atlantic Airways, Boat.fo, GoLocal, Greengate, Hilton, Hotel Hafnia, Smyril Line og Visit Faroe Islands tóku lut á talgildu Vestnorden. Føroyar eru kendar fyri at brúka flottar myndir við brandinum til Vestnorden, og tí var avgjørt at gera bakgrundsmyndir til telduskermarnar, so luttakarnir kundi kenna Føroyar aftur, hóast tað var á skermum hesaferð. Fyritøkurnar høvdu nógvar fundir, og niðurstøðan var, at tað var stórur áhugi fyri Føroyum. Kenslan er, at ferðafólk skjótt fara at koma aftur til Føroyar, ið er eitt serstakt ferðamál, sum bjóðar tað, ið nógv ferðafólk leita eftir í hesum tíðum: náttúruupplivingar, fríska luft og eitt ferðamál uttan nógv ferða fólk. Semja var eisini um, at tað var gott at sleppa at heilsa uppá fólk, men at talgildir fundir ikki kunnu koma í staðin fyri fundir, har tú hittir fólk og betur fær tosað saman. Næsta Vestnorden verður í Íslandi 5. – 7. oktober 2021.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 49
Marknaðarføringsvirksemi 2020
SKANDINAVISK VERKSTOVA Í ITALIA, TALGILD ÚTGÁVA
SAMSTARV VIÐ SMYRIL LINE Í TÝSKLANDI,
18. – 19. november
Veturin 2019/2020
Føroyar hava tikið lut á skandinavisku verk stovuni, sum Visit Denmark í Italia skipar fyri, í fleiri ár. Verkstovan, sum vanliga er um várið, varð fyrst flutt til november, og síðan broytt til at vera talgildir fundir. Atlantic Airways, 62N, Greengate og Visit Faroe Islands tóku lut á verkstovuni, og eins og altíð er endamálið at skapa sambond við italienskar ferðasmiðir. Nógvir fundir vórðu avtalaðir til dagin, og tað var sera stórur áhugi fyri Føroyum frá italiensku ferðasmiðunum. Fleiri av teimum vóru nýggj, og selja vanliga ferðamál longur burtur, men leita nú eftir ferðamálum tættari uppá Italia, tí tey vænta, at ferðamál í t.d. Asia, ikki verða tey fyrstu, sum fólk fara at velja, tá tað aftur verður gjørligt at ferðast. Sum við Vestnorden, var tað gott at fáa høvi at heilsa uppá fyritøkur og fólk, sum longu kenna og selja Føroyar, men meira trupult at skapa sambond við fólk, sum als ikki kenna Føroyar frammanundan.
Smyril Line í Týsklandi tekur lut á eini røð av messum hvørt ár, og í 2019 fekk Visit Faroe Islands fyrispurning um, um vit vóru áhugaði í at marknaðarføra Føroyar á hesum messum. Avtalað varð gjørd um samstarv, sum fevnir um, at faldarar hjá Visit Faroe Islands verða vístir á hesum messum. Talan er um seks messur í Bremen, Leipzig, Stuttgart, Ham burg, Hannover og München, sum eru um heystið 2019 og tíðliga í 2020.
50 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
USTOA ANNUAL CONFERENCE & MARKETPLACE, 2. – 4. desember
Amerikanski marknaðurin er áhugaverdur fyri Føroyar, og Visit Faroe Islands hevur í nøkur ár marknaðarført Føroyar í USA, serliga við miðlavitjanum og við luttøku á roadshows, sum Promote Iceland hevur staðið fyri. Av tí at góðskan av roadshow’unum hevur verið eitt sindur svingandi, var neyðugt at kanna aðrar møguleikar. Atlantic Airways og Visit Faroe Islands gjørdu tí av at melda seg sum lim í USTOA, sum er felagsskapur fyri amerikanskar ferðasmiðir, í 2019, og at taka lut á teirra árliga tiltaki, sum fevnir um B2B fundir við ferðasmiðum og ráðstevnum. Tað
var eitt áhugavert tiltak, serliga tí tað í stóran mun vóru stjórar fyri stórar amerikanskar ferðafyritøkur, sum vit hittu. Kortini var tað eitt sindur trupult at fáa fundir. Ætlanin var at fara aftur til USA í desember, men tiltakið varð flutt á netið. Visit Faroe Islands tók lut og hevði nógvar sera áhuga verdar fundir. Høvi var at hitta fleiri fyritøkur, sum ikki enn selja Føroyar, men høvdu havt Føroyar á radaranum í nøkur ár.
Føroyar sum fiskiland
FØROYAR SUM FISKILAND Sum liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri serligar áhugabólkar, hevur Visit Faroe Islands gjørt avtalu við Fishing with Blástein, sum bjóðar fiskiferðir við báti úr Vestmanna, um at marknaðarføra Føroyar sum fiskiferðamál. Samstarvið hevur undanfarin ár fevnt um messuluttøku í Týsklandi og miðlavitjanir. Frá 2020 var avgerð tikin um ikki at fara aftur á messuna, og hóast korona steðgaði flestu miðlavitjanum, var kortini ein vitjan úr Danmark av fiskiblaði. KUNNINGARFERÐIR FYRI FRÍTÍÐAR FERÐAVINNU FERÐASMIÐIR Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunningarferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarisation tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og gistingarhús. Hetta vísir seg at vera ein sera góður háttur at vísa viðkomandi ferðaskriv stovum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál.
TILTØK, IÐ VÓRÐU AVLÝST VEGNA KORONU • IMM, Meet the Media, Berlin, mars • ITB, Berlin, mars • Seniormessa, Gøteborg, apríl • Visit Faroe Islands Fam-shop, Tórshavn, apríl • Vitjan av útvaldum miðlum ísv. frumframsýning av James Bond filminum ’No Time to Day’ • Átak fyri donskum miðlum ísv. Copenhagen Cooking, Keypmannahavn, august • Norðurlendsk verkstova fyri ferðasmiðum, Frankfurt, september • 5 country workshop við Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Estlandi og Føroyum, Amsterdam og Brussels, september • Rejselivsmesse for Kvalitetsrejser, Keypmannahavn, oktober • Meet the Media miðaltiltak, London, oktober • Átjan Wild Oyggjar, Føroyar, september • Closed for Maintenance, Open for Voluntourism, apríl
Allar vitjanirnar í 2020 vóru avlýstar orsakað av koronu. Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 51
Vinnuferðavinna
Vinnuferðavinnan í fríum falli... Einans tveir mánaðir av 2020 vóru, sum teir plaga at vera í vinnuferðavinnuni í Føroyum. Longu við endan av februar og í byrjanini av mars mánaði hoyrdist, at korona kundi fara at ávirka okkara vinnu. Tvær vikur seinni vórðu Føroyar alment latnar aftur.
52 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Vinnuferðavinnan arbeiðir langsiktað, og tí kann væntast, at kreppan, ið rakti vinnu ferðavinnu fyrst, eisini fer at raka vinnuferða vinnu longst. Røddir eru frammi um, at vinnan ongantíð verður tann sama aftur. Langtíðar árin, sum at fólk fara at fundast meiri á talgildum pallum, at fundast verður í smærri forum enn áður, og at fólk fara at ferðast styttri til fundir, eru t.d. rák, sum eru vænt andi. Flestu tiltøk á útlendskum marknaðum í 2020 vórðu avlýst. Eisini vórðu flestu ráðstevnur og tiltøk í Føroyum vorðin talgild, útsett ella avlýst.
2020 var tí árið, har stundir var til ymiskt, sum hevði ligið á láni. So sum at gerast partur av Global Destination Sustainability Indexinum, at gera eina nýggja telduskipan við heitinum ‘Unordinary Meetings’, at gera átakið Fundist í egnum landi og at gera ‘Remote Site Inspections’. Onnur tiltøk enn ætlað blivu tí ment, so sum Fundist í egnum landi tiltakið og Remote Meetings. Lesast kann meiri um hesi tiltøk aðrastaðni í hesi frágreiðing.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 53
Vinnuferðavinna Flestu ráðstevnur og tiltøk í Føroyum vórðu vorðin talgild, útsett ella avlýst í 2020
YVIRLIT YVIR STØRRI FUNDIR Her er eitt yvirlit yvir, hvat hendi við ymisku ráðstevnunum og tiltøkunum, sum skuldu verða hildin í Føroyum í 2020.
Ráðstevna
Dato
Football is Medicine
25-jan
26-jan
Nordic Biobank Forum
03-mar
04-mar
Tórshavn Bridgefestival
06-mar
07-mar
Visit Faroe Islands Workshop
30-apr
03-maj
Avlýst
16th Nordiske Læreruddannelses Konference
12-maj
14-maj
Útsett 2022
ENGSO General Assembly
05-jun
07-jun
Avlýst
17th Scandinavian Symposium and Workshop on Algorithm Theory
22-jun
24-jun
Online
24-jun
Online
Ráðharraráðsfundur innan fiski- og havídnað, landídnað, matídnað og skógrøkt
Formansskapurin
Stór kongress (ikki almenn)
04-aug
08-aug
Útsett 2022
Blue Fashion Challenge (LON 2)
Formansskapurin
23-aug
30-aug
Útsett 2021
Large Ocean Nation Forum (LON 2)
Formansskapurin
24-aug
30-aug
Útsett 2021
Nordiske Kvinder mod Vold
04-sep
06-sep
Útsett 2021
Sea Lice Conference
08-sep
11-sep
Útsett 2022
International Fisheries Law Confernece
10-sep
12-sep
Útsett 2022
Nordic Music Days
24-sep
27-sep
Útsett 2021
Nordic Open Master 2020 - Swimming
02-okt
04-okt
Avlýst
Fiskimálaráðharrastevna
54 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Formansskapurin
20-okt Avlýst
Eins og sæst á talvuni omanfyri, vórðu einans trý størri vinnuferðavinnutiltøk hildin í 2020. Eisini sæst, at flestu tiltøk vórðu ikki bara úsett í eitt ár, men í heili tvey ár. Hetta merkir, at árið 2021 eisini fer at verða merkt av koronu. Út frá talvuni sæst harafturat, at tveir størri fundir vóru talgildir. Hetta er vorðið eitt rák eftir koronu, at fundir flyta seg frá at vera á staðnum til at fara fram á netinum. Talan er tí um eitt nýtt slag av fundum, sum kallast ‘hybrid-fundir’. Hetta merkir, at fundir verða hildnir í ymiskum ’hubbum’ í ymiskum londum ella heimspørtum. Fólk kunnu velja at savnast á støðum, sum liggja landafrøðiliga tættari enn har upprunin til ráðstevnuna er. Eisini kunnu tey vera heima. Visit Faroe Islands arbeiðir við eini góðari loysn til at halda hybridfundir, sum kunnu hava jaliga ávirkan á føroysku vinnuferða vinnuna í longdini. Orsøkin er, at vit kunnu bjóða møguleikan at halda nógv størri ráðstevnur, har partar av henni verða hildnir talgilt í hubbum kring heimin. Spennandi verður hvat hetta nýggja slagið av altjóða fundum fer at føra við sær fyri Føroyar.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 55
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Yvirlit yvir marknaðartiltøk í 2020 Fyri at vísa, hvussu nógv er broytt í 2020 við marknaðartiltøkum á útlendskum marknaðum, hava vit sett broytingarnar upp í hesi talvu.
56 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Nær
Hvat
Upprunatiltak
Endaligt tiltak
Januar
TravelMatch í Oslo
B2B Workshop
Ongin broyting var við hesum tiltaki, sum varð avgreitt áðrenn koronu
Mars
ICCA AEF og ICCA Scan fundur í Gøteborg
Ráðstevnur og B2B tiltak
Tiltøkini vórðu avgreidd
Mars
Famtúrur
12 evropeiskir keyparar vórðu tilmeldaðir
Tiltakið varð fyrst útsett til heystið, síðani útsett til 2021 – onki nýtt dato er sett enn
Apríl
Association World Congress í Portugal
Framsýning og ráðstevna
Tiltakið varð fyrst útsett til í desember 2020, men er nú sett til at vera 13-15. juni 2021
Mai
IMEX Frankfurt
B2B messa
Tiltakið varð avlýst. Vit valdu at nýta dagarnar sum ein ‘showcase’ fyri okkara Remote Site Inspections
Juni
The Meetings Show í London
B2B messa
Live parturin var avlýstur, og ein serlig talgild útgáva varð hildin, sum vit ikki valdu at luttaka í
Juli
M&IT Challenge í London
B2B Workshop
Hendan var fyrst útsett til heystið, men seinni løgd talgilt. Vit vóru heppin at fáa eina roynda sølukvinnu í London at luttaka vegna okkum, og taka sær av bretska marknaðinum undir koronu
August
Kundatiltak í Keypmannahavn
B2B Workshop
Avlýst
September
Nordic Expo í Keypmannahavn
B2B messa
Vit luttóku á tiltakinum sum eina roynd, men sera fáir gestir vóru orsakað av koronu
September
IMEX Las Vegas
B2B messa
Avlýst
Desember
IBTM í Barcelona
B2B messa
Talgilt við fáum keyparum
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 57
Marknaðarføringsvirksemi 2020
GDS index’ið 2020 gjørdist árið, har vit endiliga gjørdust partur av GDS-Indexinum. Eins og væntað, gjørdist plaseringin heldur lág.
58 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Eystur Europa
Føroyar
Vestur Europa
Norðurlond
64.0
61.0
47.1
Asia
59.0 45.0
Føroyar samanborðið við onnur øki
43.0
Global Destination Sustainability (GDS) Index’ið er eitt yvirlit yvir burðardygg ferðamál. Tað er býtt upp í fýra økir, sum á enskum eita: Environmental performance, Social performance, Supplier performance og Destination Management performance. Eitt slíkt yvirlit setir nógv krøv til eitt ferðamál og innlendis ferðavinnuveitarar, og eggjar tískil til framburð og menning av einari burðardyggari ferðavinnu í Føroyum. Við tíðini kunnu vit eisini brúka okkara luttøku í GDS indexinum til marknaðar føring og branding av Føroyum sum burðardygt ferðamál.
Norður Amerika
Her eru nøkur av tilmælunum frá GDS-indexinum til víðari arbeiði hjá Visit Faroe Islands
STRATEGI · Dagføra okkara strategi við KPI (Key Performance Indicators) fyri umhvørvið · Fáa ein stuttorðaðan, málbaran politikk fyri burðardygd · Fokus á vinnuferðavinnu
ALMANNAKUNNGERÐ · Almannakunngerða burðardyggu strategiina · Nýta lyklatøl at vísa, at ferðavinnan er góð · Gera eitt ”Dashbord” við einkultum úrslitum
FØRLEIKAMENNING · Upplæring fyri starvsfólk í burðar dyggu strategiini · Stuðla vinnuni við til dømis at hava ein lista við burðardyggum veitarum
SØGUR · Deila søgur um átøk innan burðar dygd · Siga søgur við fólkum og hørðum data, sum geva íblástur
MATSTOVUR OG KAFÉIR · Hava skeið fyri matstovur og kaféir um burðardygd · Geva matstovum og kafé’um eina gularót fyri at vera við í burðar dyggum góðkenningum
ANNAÐ · Fleirið SMART*) mál og fleiri KPI í strategiina · Fáa Green Key góðkenning til Visit Faroe Islands
BEST PRACTICE · Fagna hetjum innan burðardygd · Fagna verandi átøkum, sum hava riggað væl
KUNDAR OG VITJANDI · Geva kundum hugskot til, hvussu teir kunnu stuðla lokalum-, sosialum-, umhvørvis– og fíggjarverkæltnum · Stimbra fyriskiparum av tiltøkum og fundum til at skapa egnar burðar dyggar politikkir, almannakunngerð politikkin undirskrivaðan av leiðslu.
HEIMASÍÐA · Gera eina síðu fyri burðardygga ferðavinnu og burðardygga vinnuferðavinnu · Deila góðar søgur um burðardygd · Leggja dent á avrik í mun til málsetningar
VEITARAR · Arbeiða fyri at fáa ráðstevnustøð umhvørvisgóðkend av triðjaparti · Arbeiða fyri at fáa gistingarhús umhvørvisgóðkend – møguliga við at gjalda ein part av kostnaðinum · Fortelja søgur um burðardygg átøk í vinnuni
ANNAÐ · Skipa fyri skeiðum í burðardygd fyri lyklaveitarar, so sum gistingarhús, matstovur, fyriskiparar, ráðstevnu høli, osv. · Gerast betri til at savna tøl inn
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 59
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Vinnuferðavinnudeildin á Visit Faroe Islands tók Remote Tourism átakið til sín og bjóðaði pallin fram fyri partnarunum í vinnuferðavinnu
Remote Site Inspection túrur við NAX Hilton Garden Inn Faroe Islands
ICCA FORMANSSKAPUR Áðrenn korona legði heimin lamnan um miðjan mars í 2020, náddu vit at luttaka á árliga norðurlendska ICCA fundinum í byrjanini av mars í Gøteborg í Svøríki. Hetta var eitt høvið at hitta okkara samstarvsfelagar í Norðurlondum, og at deila vitan um okkara øki. Eisini var ein nýggj verkætlan sett í gongd, sum vit luttaka í. Verkætlanin snýr seg um at greina, hvar vitan um Business Events væntar, og at finna fram til Smart Data, har vit fáa grundgivið fyri týdninginum at hava Business Events, sum verða løgd afturat vanligu fíggjarligu fyrimununum av vinnuferðavinnugestum. Vinnuferðavinnudeildin hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fingu formansskapin í norðurlendska partinum av ICCA (Inter national Congress and Convention
Association) í 2020. Fyri okkum merkir hetta, at vit verða vertir fyri tveimum norðurlendsk um ICCA fundum í 2021. Alheimsráðstevnan hjá ICCA varð hildin partvíst í Kaohsiung í Taiwan. Orsakað av koronustøðuni, vórðu nakrir hubbar stovnað ir, millum annað ein í Luxembourg, sum vit vónaðu at kunna taka lut í. Kortini gjørdist hetta ei heldur møguligt, so Vinnuferðavinnu toymið var á ICCA ráðstevnu á Hotel Føroyum ístaðin. Til bar at fylgja høvuðsráðstevnuni í Kaohsiung um náttina og morgunin og síðani halda áfram nærum alt døgnið við øðrum hubbum runt heimin. Hetta var ein jalig uppliving, men kortini manglaði sosiala sambandið og netverkið, sum oftast er tað mest týdningarmikla, tá tú luttekur á eini slíkari ráðstevnu.
Hotel Brandan
60 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
REMOTE SITE INSPECTIONS Undir fyrstu afturlatingini við koronu, byrjaði Visit Faroe Islands eitt marknaðarátak, ið nevndist Remote Tourism, har starvsfólk í felagnum nýttu pallar sum heimasíðu, YouTube og Facebook til at vísa støð í Føroyum fram beinleiðis. Vinnuferðavinnu deildin tók hendan táttin upp og bjóðaði pallin fram fyri partnarunum í Vinnuferða vinnu, samstundis sum vit áttu at havt verið á IMEX messuni í Frankfurt. Vit kallaðu hetta fyri “Remote Site Inspections”.
Vit nýttu tíðindabræv og okkara LinkedIn showcase síðu til at siga frá um túrarnar, og úrslitið gjørdist sera gott. Tilsamans vóru fýra túrar gjørdir á gistingarhúsunum, ein í Norðurlandahúsinum og fýra ymiskir túrar í náttúruni saman við GreenGate, Faroe Incoming, Connect Faroe Islands og NAX. Tilsamans vóru 1.296 fólk við á túrunum, sum fingu sera góð skoðsmál frá kundunum. Átakið fekk eisini umrøðu í altjóða, viðkomandi miðlum.
Hotel Hafnia
Túrar vórðu millum annað gjørdir í føroysku náttúruni
Norðurlandahúsið
UPPLATING AV GISTINGARHÚSUM 2020 gjørdist árið, har vit endiliga gjørdust til reiðar sum ferðamál fyri størri ráðstevnur. Vit fingu tvey nýggj 4-stjørnaði gistingarhús í okkara netverk, og Hotel Føroyar vaks upp í 200 kømur. Hetta hevur sera nógv at siga fyri okkara framtíðararbeiði og møguleika fyri at leggja boð inn til størri ráðstevnur, sum eitt nú kunnu fylla Norðurlandahúsið. Tíverri gjørdist hetta árið serligt, og tíverri sær út til at 2021 eisini verður heldur tómligt í mun til vinnuferðavinnuna, men so vóna vit at síggja úrslitið av hesum í komandi árum.
Remote Site Inspection túrur við Boat.fo
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 61
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Spreiða vinnuferðavinnuna Í 2020 blivu Føroyar bundnar enn meira saman, takkað veri Eysturoyartunnlinum. Hetta merkir, at til ber at spreiða ferðavinnuna og vinnuferðavinnuna longur út. Stóru gistingarhúsini og mongu matstovurnar eru oftast í høvuðsstaðnum, men øðrvísi og áhugaverd fundarhøli, vitjunarverdar fyritøkur og alskyns upplivingar eru ofta uttanfyri Havnina. Ríkiligur møguleiki er fyri at gera sær dælt av hesum framyvir, og árið hjá Vinnuferðavinnu deildini hevur eisini verið merkt av, at vit hava vitjað runt Føroyar fyri at síggja nýggj áhugaverd støð.
UNORDINARY MEETINGS Skráin er ofta sera tøtt og tíðin knøpp hjá vinnuferðandi. Tey koma ofta knapt útum fundarhøli ella gistingarhús, og tey fara tí avstað aftur uttan nakað tilknýti til ferðamálið. Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í altjóða vinnuferðavinnuhøpi.
Við okkara høvuðsbrandi, ‘Unordinary Meetings’, ynskja vit, at fyritøkur og fundarog ráðstevnugestir, sum koma til Føroyar, skulu uppliva føroysku náttúruna, mentanina og siðvenjuna ímeðan tey eru her. Í samstarvi við Bo Kruger úr Moving Minds og Ann Berendtsen, hava vit ment eitt serligt 62 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
SAMANDRÁTTUR Í 2020 vórðu í alt 92 uppsløg løgd út á LinkedIn síðuna hjá Visit Faroe Islands Meetings.
Unordinary Meetings skeið við Bo Kruger frá Moving Minds
skeið í Unordinary Meetings til føroyskar vinnuferðavinnuveitarar og fyriskiparar, sum snýr seg um fundarsnið, har okkara náttúra, mentan og siðvenja er ein av snúnings deplunum. Vit meta, at hetta økir um teirra fundaruppliv ing í Føroyum og samstundis eisini um okkara umdømi sum ferðamál. Við hesum vænta vit, at tey í størri mun venda aftur til Føroyar ella viðmæla Føroyar sum fundar- og ferðavinnumál. Í januar 2020 høvdu vit eitt skeið í Unordinary Meetings fyri vinnuferða vinnuveitarum í júst hesum. Eisini hava vit ment eina telduskipan, har allar vørurnar í okkara Unordinary Meetings brandi eru í, og til ber hjá agentum/kundum sjálvum at samanseta teirra Unordinary Meeting í Føroyum. Hendan skipanin fer framyvir at vera til dømis á messum, har hvør partnari hevur sítt pláss í skipanini, og eisini ber til hjá okkara partnarum at senda leinkju til kundan, sum síðani setur sína skrá saman.
Fylgjaraskarðin fór frá 278 fylgjarum 1. januar 2020 til 1110 fylgjarar 31. desember 2020 – ein vøkstur á 299%. Í alt náddu uppsløgini hjá Visit Faroe Islands Meetings út til 51.518 einstakar brúkarar á LinkedIn.
Uppsløg í alt LINKEDIN: VISIT FAROE ISLANDS MEETINGS Í 2019 varð greitt, at Vinnuferðavinnudeildin á Visit Faroe Islands hevði tørv á sínum egna miðli, har til ber at samskifta við vitanartyssir, altjóða felagsskapir og event fyriskiparar, og at marknaðarføra okkara ambassadørar. Tá valdu vit at hetta skuldi ganga fyri seg á LinkedIn, sum er ein sosialur miðil, har fólk eru, tá tey eru til arbeiðis og í einum arbeiðis huglagi. Vit stovnaðu eina undirsíðu undir Visit Faroe Islands, har vit hava verið virkin í 2020. Síðan hevur ment seg væl við fylgjarum, sum í stóran mun eru teir røttu fyri okkum. Á myndini niðanfyri sæst talið av fylgjarum og hvussu langt út vit hava rokkið farna árið.
92 Fylgjarir í alt
1110 Vøkstur frá 2019: +299%
Náddir brúkarir
94,994 Einstakir brúkarir: 51,518
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 63
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Ambassadørdagurin 2020 varð hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum
64 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Ambassadørdagur Á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum 27. februar vórðu heiðrar latnir innan vinnuferðavinnu.
Ársins Ambassadørur 2020 gjørdist Birgit Andersen frá felagnum Føroyskir Psykiatrisk ir Sjúkrarøktarfrøðingar. Heiðurin Ársins Ambassadørátak 2020 fingu Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri ráðstevnuna Football is Medicine. Eisini lat dómsnevndin ein serligan heiður til Jens Meinhard Rasmussen frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip. Visit Faroe Islands stovnaði ambassadør netverkið í mars 2016, og nú eru umleið 120 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar. Ambassadørdagurin varð hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum við fyrilestri frá Jane Cunningham, sum hevur egna ráðgevara fyritøku í Stockholm, og sum er partur av BestCities Global Alliance. Hon tosaði um týdningin av, at ráðstevnur, fundir og tiltøk leggja vitan og samstørv eftir seg, soleiðis at tey hava eina jaliga ávirkan á samfelagið.
Um kvøldið varð veitsla hildin í Norðurlanda húsinum, har Ársins Ambassadørur, Ársins Ambassadørátak og serligi heiðurin vórðu latin. Í dómsnevndini vóru Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, Barbara Samuelsen, stjóri í Visit Tórshavn og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Umleið 120 ambassadørar er í netverkinum
Visit Faroe Islands stovnaði ambassadørnetverkið í mars 2016
Jane Cunningham, sum hevur egna ráðgevarafyritøku í Stockholm, helt fyrilestur
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 65
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Frá vinstru: Birgit Andersen, Jens Meinhard Rasmussen og May-Britt Skoradal
ÁRSINS AMBASSADØRUR 2020 Birgit Andersen
ÁRSINS AMBASSADØRÁTAK 2020 Magni Mohr og May-Britt Skoradal
SERLIGUR HEIÐUR Jens Meinhard Rasmussen
Birgit hevur fyriskipað nógvar ráðstevnur og fundir seinastu árini. Í 2018 skipaði hon fyri evropeisku ráðstevnuni Safe Settings og í 2019 norðurlendsku ráðstevnuni Developing Dialogue.
Øll hava hoyrt um Football is Medicine. Við filmstilfari, útvarpssendingum og fløggum í býnum vistu Havnarfólk, at okkurt serligt gekk fyri seg hesar dagar í januar 2020.
Føroyar bjóðaðu stórum ráðstevnubýum sum Hong Kong og Istanbul av, tá Reiðara felagið fyri Handilsskip bjóðaði altjóða reiðarafelagnum International Chamber of Shipping til Føroya at halda teirra árliga fund.
Birgit er ágrýtin og setur ein stóran heiður í at fáa ráðstevnur til Føroya. Hon hevur havt fleiri afturvendandi ráðstevnur og hevur longu kunnað um komandi ráðstevnur. Birgit er seriøs, professionel og ein sera góður samstarvsfelagi sum ambassadørur. Tað er altíð sera umráðandi at fáa eitt tiltak/ráðstevnu at rigga hundrað prosent, og júst tað er Birgit framúr dugnalig til.
66 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Ráðstevnan legði eftir seg ein greiðan boðskap um, at tað er stuttligt at spæla fótbólt, og at tað heilsuliga kann loysa seg, eisini tá tú ert komin upp í árini. Við venjara skeiðum og møguleika fyri at spæla fótbólt runt í býnum, fingu tey borgararnar at vera ein part av altjóða ráðstevnuni, og er hetta eitt greitt boð um, hvussu ein ráðstevna kann seta síni fótaspor í lokala samfelagnum.
Felagsskapurin, sum vanliga heldur teirra fund á fimm-stjørnaðum gistingarhúsum, hildu hesaferð fundin í fimm-stjørnaðari náttúru, fimm-stjørnaðari frískari luft og við fimm-stjørnaðum føroyskum laksi. Eftir metingarnar vísa, at hetta eydnaðist framúr, og at luttakararnir vóru betri nøgdir enn nakrantíð.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 67
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Talgildir miðlar VISITFAROEISLANDS.COM Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum, sum til dømis Google.
Hóast munurin á vitjunartølum á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands ár fyri ár er týðiligur, ber kortini til at staðfesta, at áhugin er framvegis høgur, og at ”Remote Tourism” og líknandi átøk, harundir mátin sosialu miðlarnar verða brúktir, hava havt stóra ávirkan á, at áhugin á heimasíðuni verður hildin við líka. Hetta hevur stóran týdning, tí mett verður, at tað er størri møguleiki fyri, at ferðafólk velja Føroyar sum ferðamál í framtíðini, um áhugin er støðugur.
Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 5.000 og 10.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum.
Onnur lyklatøl fyri heimasíðuna vísa somu neiligu gongd í 2020 samanborið við 2019, ið var eitt met ár innan ymisk lyklatøl. Kortini eru tølini í 2020 í nógvum førum betri enn onnur ár (t.d. 2018). Eitt dømi er, at talið av síðum, sum verða lisin, datt frá 5,1 síðum í 2019 til 4,2 síður fyri hvønn vitjandi í 2020. Til samanberingar kann nevnast, at talið var 3,1 síður fyri hvønn vitjandi í 2018. Hetta merkir, at vit halda fram við at fanga tey ‘røttu’ vitjandi, ið hava áhuga fyri tí, sum vit fortelja, og at vit framleiða viðkomandi tilfar á heimasíðuni.
Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com í 2020 var 780.000. Hetta talið er lægri enn árið frammanundan, har talið var met høgt við 940.000 vitjandi. Vitjunartalið var sostatt 27% lægri í 2020 enn í 2019, og kann uttan iva forklárast sum ein fylgja av koronu.
68 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Hetta kemur eisini til sjóndar í sokallaða ‘Bounce Rate’ talinum, ið vísur, hvussu nógv av teimum vitjandi velja at fara á eina aðra heimasíðu, beint eftir at tey eru komin á heimasíðuna hjá Visit Faroe Islands.
Seinastu árini er Bounce Rate talið fallið úr 54,99% í 2016 til 12,24% í 2019. Hóast samlaða vitjunartalið á heimasíðuni var minni í 2020, er Bounce Rate talið kortini 10,81%. Hetta merkir, at umleið 9 út av 10 velja at finna sær meira kunning, eftir at tey eru komin á høvuðssíðuna. Hetta eru vit sera nøgd við. UM WHAT’S ON Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo. Hetta var partur av orðingini, sum bleiv brúkt, tá Visit Faroe Islands í samstarv við kunningarstovurnar í Føroyum lat upp fyri What´s On pallinum í mai 2019. What’s On samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingin og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum er at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands. Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.
What’s On pallurin hjá Visit Faroe Islands samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu
Kunningin finst á føroyskum og enskum. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna. Tað er lætt og ókeypis at brúka og skráseta tiltøk á www.whatson.fo. Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak. Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góð kennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita
og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki. Fleiri hundrað tiltøk (events) og fleiri enn 400 støð (places) eru longu skrásett á What’s On. Tankin er ikki at noyða fólk at vitja www. whatson.fo fyri at fáa kunning um tiltøk. Heldur vilja vit, at fólk fáa kunningina á heimasíðum ella tíðindaportalum, sum tey brúka í forvegin. Tí samstarvar What´s On við Sona, Portal.fo og onnur.
WHAT’S ON Í 2020 OG FRAM Síðani kunningin um What’s On bleiv almenn, hevur síðan havt í miðal 5.000 serstakar brúkarar (vitjandi) hvønn mánað, og umleið ein triðingur av hesum hevur verið vitjandi úr útlondum. Tey, ið vitja What’s On, brúka í miðal 1:24 minuttir á síðuni. Talið av vitjandi á What´s On hevur tó svingað nógv í 2020, við stórum niðurgangi, tá korona var í hæddini og framgongd, tá korona hevði minni ávirkan á okkara samfelag. Vitjunartalið vaks umleið 20-30% tær vikurnar, tá korona fylti minni.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 69
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Í 2020 byrjaði tilgongdin at menna eina What´s On app, umframt ein sokallaðan API við ávísum hentleikum, sum skal gera tað lættari hjá eitt nú Norðurlandahúsinum og líknandi virknum, mentanarligum støðum at skráseta síni tiltøk sjálvvirkandi á What´s On. Korona hevur ávirkað hesa tilgondina, men eftir ætlan verður hetta tøkt í 2021.
Kunningarskermarnir vera at finna á øllum kunningarstovum, bensinstøðum, farstøðum og líknandi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og lætta um hjá starvsfólkum á støðum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku uppá at endur taka kunning, sum ein kunningarskermur megnar.
KUNNINGASKERMAR Málið er at hava kunningaskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðandi har tey eru, og sum fortelja um støð nærhendis. Royndarverkætlanin við trimum skermum kring landið, millum annað á flogvøllinum, endaði í 2020. Vit lærdu nógv av hesum og fara at arbeiða við einari endaligari loysn kring alt landið í 2021.
SOSIALIR MIÐLAR Arbeiðið við sosialu miðlunum fór av álvara í gongd í 2013. Hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá. Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólk ar, ið vit serliga ynskja at náa. Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga.
Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunning um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum møguligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið viðkom andi leitar eftir. Hetta arbeiðið, ið verður gjørt leypandi, inniber at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar, um at tagga sítt
70 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
tilfar á rættan hátt, og um at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta. Alt hetta er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum. TAGS Ein av fleiri faktorum, sum eru avgerandi fyri at tilfar um Føroyar kemur rætt út, er, at tilfarið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar, ferðafólk og onnur verið í iva, um tann greinin og myndin, ið tey leggja út á sosialu miðlar nar, skal taggast antin sum #Faroe, #Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands ella #TheFaroeIslands, umframt onnur dømi. Henda manglandi sameining av øllum tilfari um Føroyar undir einum felags tag, hevur leingi havt neiliga ávirkan á effekt og útbreiðsluna av kunningini um Føroyar á sosialu miðlunum. Serliga, tá tað leingi hava verið anti-whaling fólk, sum hava dugað best at taggað Føroyar einsljóðandi, og harvið hava yvirdoyvt allan annað boðskap og myndir frá og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu, einsljóðandi tags. Tí hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri, at undirvísa føroyingin og føroyskar fyritøkur í at tagga sítt føroyska tilfar einsljóðandi undir #FaroeIslands. Hetta er gjørt við lýsingar átøkum og beinleiðis samband við ávísar áhugabólkar, eitt nú Føroysk Fotolist á Facebook, og ígjøgnum ávís Instagram tiltøk, sum Visit Faroe Islands hevur staðið fyri.
Visit Faroe Islands heimasíðan
Samanumtikið hevur hetta eydnast sera væl, og vit síggja longu nú, at hetta hevur havt stóra jaliga ávirkan. Næsta lið í verkætlanini verður at fáa ferðafólkini at tagga eins væl, umframt at fáa miðlar og lyklafólk á sosialu miðlunum í Føroyum, at minnast til at nevna Føroyar á rættan hátt, á eitt nú enskum.
Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, náddi við ársenda 2020 yvir 260.000 fylgjarar. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan er um veruligt “reach-out”. Sostatt gjørdist síðan tann skjótast vaksandi Facebooksíðan í 2020, og er nú tann Facebooksíðan í Føroyum, ið hevur flest fylgjarar.
FACEBOOK Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin. Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til henda miðilin.
Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 1%. Hetta merkir, at
minni enn 1% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggj aran, soleiðis at flest møguligt dáma ella deila tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta hevur eydnast væl, og royndirnar á Facebook hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 71
Marknaðarføringsvirksemi 2020
LÝSINGAR TIL DANIR Á FACEBOOK Visit Faroe Islands valdi at gera eitt lítið lýsingarátak, rættað móti dønum á Face book um heystið. Lýsingarnar vendu sær til fólk, sum vóru troytt av koronu-stongsli og maskum, og sum longdust eftir at sleppa at ferðast. Boðskapurin var, at danir altíð kunnu ferðast til Føroyar, at her er frísk luft og ein møguleiki at uppliva serligu Føroyar. Lýsing arnar koyrdu í teimum tíðarskeiðum, har møguleiki var hjá dønum at ferðast til Føroyar uttan at fara í sóttarhald. PINTEREST Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Framyvir verður meira arbeiði lagt í at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhuga verdar myndir út, og at skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkarunum meira virði. TWITTER Ein annar pallur, ið vit eru virkin á, er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu avmarkingar, ið Twitter hevur, við maks 280 teknum, men eisini tí, at VFI merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi á hesum pallinum. Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum – tilfar, sum verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skræddaraseymað til júst Twitter.
72 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólkum. VFI hevur síðani havt møguleikan at sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til tilfarið, sum VFI so kann nýta á egnum, sosialum pallum. Hóast VFI hevur megnað at fleirfaldað talið av fylgjarum á Twitter, er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, sum brúka okkara pall til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri. SNAPCHAT OG TIKTOK Snapchat og TikTok eru millum skjótast veksandi sosialu miðlar, og serliga eru tað tey heilt ungu, ið hava tikið hesar miðlarnar til sín. Hesin málbólkurin er ikki tann, ið VFI nýtir nógva orku uppá, og tí eru okkara Snapchat og TikTok vangar minni virknir enn okkara Facebook og Instagram vangar. Í skrivandi stund verður mett, at okkara boðskapir raka rætta málbólkin á øðrum miðlum enn Snap chat og TikTok. INSTAGRAM Samstundis sum Instagram, við fleiri enn 900 milliónum myndaelskandi brúkarum, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Instagram vangi størri og størri týdning fyri okkum og okkara kunning úteftir.
Við flottari náttúru, hevur Føroyar ein serstak liga sjónligan boðskap at fortelja. Á Instagram eru tað serliga myndir og tað sjónliga, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin sera væl til okkum, og til tann boð skapin, sum vit vilja fortelja um. Ígjøgnum Instagram, raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja ávísum tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit nágreiniliga raka fólk við serligum áhuga fyri ymsum, so sum fjalla túrum, fiskitúrum og líknandi. Í samstarvi við Instagram serfrøðingum og professionellum myndafólkum, hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara Instagram konto, sum við ársbyrjan í 2020 hevði 242.000 fylgjarar og við ársendan hevði 260.000 fylgjarar. Tølini veksa sostatt spakuliga, men støðugt hvørt ár. Vit plaga at fáa sera nógvar fyrispurningar frá Instagrammarum ella ymiskum ”content creators” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir og gera filmar, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram, Youtube, Facebook og aðrastaðni). Nøkur av heimsins størstu Instagrammarum, ella content creators, hava vitjað í Føroyum ígjøgnum Visit Faroe Islands seinastu árini, men í 2020 vóru einans 13 vitjandi, orsakað av koronu. Visit Faroe Islands hevur lagt stóran dent á at fylgja øllum heilsu- og ferðatilmælum í sambandi við koronu. Vit avlýstu allar túrar,
Vit hava roynt at nýtt Instagram og Facebook stories meira og eru væl nøgd við afturmeld ingarnar. Ætlanin er at vaksa um nýtslu av stories.
ið vóru lagdir til rættis frammanundan, og bjóðaðu ongum til Føroya ímeðan korona herjaði á. Vit vóna, at støðan broytist í 2021, soleiðis at vit aftur kunnu bjóða Instagramm arum og øðrum content creators til Føroyar. Í fleiri førum skipa vit fyri sokallaðum “take-overs”, har content creators fáa avmarkaða atgongd til okkara sosialu miðlar at leggja myndir og tekstir út. Hetta hevur riggað sera væl.
Korona hevur eisini havt ávirkan á, hvussu vit hava arbeitt á millum annað Instagram. Færri vitjanir av myndafólkum merkti, at vit høvdu minni myndatilfar at brúka í 2020. Ístaðin fyri at finna fram tilfar, ið vit ikki mettu var gott nokk at brúka á okkara sosialu miðlum, valdu vit heldur at minka um, hvussu ofta vit løgdu út, soleiðis at vit kundu halda fram at hava eitt gott góðskustøði á okkara sosialu miðlum.
SAMANUMTØKA Vit meta, at okkara arbeiðið á teimum ymisku sosialu miðlunum hevur gjørt sítt til, at vit uppliva, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum flest lyklatøl, herundir talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi peika rætta vegin. Talið av vitjandi á okkara heimasíðu er fallið í 2020, men tølini vísa samstundis, at áhugin fyri Føroyum er enn til staðar, og fleiri velja enn at leita sær kunning á okkara heimasíðu. Hóast korona hevur ávirkað, hevur arbeiðið á teimum sosialu miðlunum hildið fram sum áður, og vit røkka fleiri fylgjarum enn nakrantíð.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 73
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Myths & Legends Snæbjørn
Tað er týdningarmikið at skapa áhugavert og spennandi tilfar til okkara fylgjarar á sosialu miðlunum og til tey, ið vitja okkara heimasíðu. Meira áhugavert tilfarið er, størri áhuga fáa tey fyri Føroyum, og størri møguleiki er tí fyri, at tey ferðast til Føroyar.
Nykurin
Sum liður í arbeiðinum at skapa gott og viðkomandi tilfar undir koronu, framleiddu vit ljóðupptøkur av fýra føroyskum søgnum: Kópakonan, Snæbjørn, Nykurin og Risin & Kellingin. Sagnirnar vórðu almannakunngjørdar á heimasíðuni og á Instagram og Facebook síðunum hjá VFI. Ein søgn bleiv løgd út hvønn sunnudag í advent. Afturmeldingarnar á sosialu miðlunum vóru sera góðar, og nógv lurtaðu eftir søgu num. Seks vikur eftir, at seinasta søgnin bleiv løgd út, høvdu sagnirnar fleiri enn 6.500 niðurtøkur tilsamans. Stórur dentur varð lagdur á, at góðskan skuldi vera á høgum stigi. Sjónleikarin Ria Tórgarð skrivaði sagnirnar á enskum og læs tvær av søgunum upp. Tónleikarin Finnur Hansen stóð fyri ljóðmyndunum, og Petur Meinhard Ellebye Andersen og Súsanna Tórgarð lósu hvør sína søgn upp. Allan Korsager Davidsen stóð fyri myndunum.
Kópakonan
74 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Visit Faroe Islands from home
Faroe Islands Translate
Støðan við koronu í 2020 hevði við sær, at fólk í nógvum londum ikki sluppu at ferðast – heldur ikki til Føroyar. Tí gjørdu vit eina síðu, sum inniheldur ymiskt um Føroyar, ið fólk kundu uppliva heimanifrá, og løgdu hana út á okkara heimasíðu. Síðan gevur ráð um, hvønn føroyskan tónleik, ein skal lurta eftir, hvørjar føroyskar bøkur, ein skal lesa, og hvørja føroyska list, ein skal uppliva. Eisini vísa vit á, at ein kann læra føroyska málið við at nýta Faroe Islands Translate, og at møguleiki er at lurta eftir føroyskum søgnum. Vit fortelja um føroyskar fiskauppskriftir, sum vit viðmæla, at tey royna, og vísa á bindimynstur, sum tey kunnu binda eftir. Remote Tourism túrarnir, sum vit gjørdu um várið 2020, tá eingi ferðafólk kundu koma til landið, eru eisini at finna á síðuni.
Tónleikarin Lea Kampmann
Síðan hevur verið væl vitjað og vit hava fingið fleiri afturmeldingar um, at fólk hava roynt onkur av ráðunum, sum vit hava givið.
Remote Tourism
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 75
Safe to visit
Safe to Visit Alt bendir á, at ferðafólk fara at seta serlig krøv til ferðamál eftir koronu. Tað er tí týdningarmikið, at tær fyritøkur og einstaklingar, sum hava við ferðafólk at gera, eru til reiðar at taka ímóti ferðafólkum, tá landamørkini kring okkum lata upp aftur, soleiðis at ferðafólkini kunnu kenna seg trygg.
76 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
We follow Covid-19 public health guidelines
Tí skipaði Visit Faroe Islands í november, saman við Bjarna á Steig og Pál Weihe, yvirlæknum, fyri skeiðnum ’Corona Virus – Protection and Preventive Measures in the Tourism Industry’ fyri føroysku ferðavinnuni. Endamálið við skeiðnum var at tryggja, at ferðavinnan er klár at taka ímóti ferðafólkum, og livir upp til krøvini og vegleiðingarnar hjá føroysku heilsumyndugleikum, tá talan er um handfaring av gestum, reinføri og líknandi. Leiðandi serfrøðingar innan koronu vóru fyrilestrahaldarar á skeiðinum. Hesi vóru Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, Shahin Gaini, serlækni í intern medisin, infektiónsmedisin og tropusjúkum, Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Lena Lambaa, smittuverjufrøðingur.
Fólk fingu høvi at spyrja spurningar
Umframt framløgur fyrrapart, var seinna parturin skipaður sum verkstovur, har luttakararnir vórðu deildir upp eftir økjum, og har uppgávan var at gjøgnumganga manna gongdir innan teirra ávísa øki, væl stuðlaði av Pál Weihe og Bjarna á Steig. Endamálið var at eyðmerkja arbeiðsuppgávur og manna gongdir fyri at tryggja, at arbeiðsgongdirnar eru gjøgnumhugsaðar. Visit Faroe Islands samlaði niðurstøðurnar frá verkstovunum í eina hondbók, sum luttakarnir síðani fingu. Skeiðsluttakararnir fingu diplom og skelti við ’Safe to Visit’ búmerkinum, sum tey kunnu brúka og harvið vísa ferðafólkum, at teirra fyritøka hevur tikið lut á skeiðnum, og livir tí upp til krøvini og vegleiðingarnar hjá føroysku heilsumyndugleikum um koronu handfaring.
Pál Weihe, yvirlækni
Endamálið við skeiðnum var at tryggja, at ferðavinnan er klár at taka ímóti ferðafólkum
Lars Fodgaard Møller, landslækni
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 77
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Birds of the Faroe Islands
Faldarar Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Ígjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum og fyri tøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar til at senda til síni viðskiftafólk og til at hava við á messur. Faldararnir verða eisini brúktir av kunningar stovunum kring landið, gistingarhúsunum og ferðavinnufyritøkum í Føroyum. Harumframt verða faldararnir eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við. TOURIST GUIDE OG KORT Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu 55.000 Tourist Guides prentaðar í 2020. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað. Í 2020 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.
78 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Hiking in the Faroe Islands
Hiking in the Faroe Islands | 1
FUGLAFALDARI Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí er stórur tørvur á einum fugla faldara, ið fortelur um teir ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Faldarin skuldi eisini innihalda kunning um, hvussu man ber seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum runt landið, á messum og workshops uttanlands, ið VFI luttekur á. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI, áðrenn tey koma til Føroyar.
GONGUFALDARI Gongufaldarin, sum upprunaliga varð framleiddur í 2015 á enskum og donskum, og kom á týskum í 2017, varð dagførdur í 2020. Tær gøtur, har gjald verður kravt, eru tiknar úr faldaranum, og fyrstu síðurnar við kunning til ferðafólkini eru dagførdar. Endamálið við faldaranum er kunna um trygd, tá talan er um gongd í haga. Eftir spurningurin eftir gongufaldaranum hevur verið ovurhonds stórur. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum kring landið, og á messum og verkstovum, ið VFI luttekur á uttanlands. Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar.
FR EE PY CO
arnoe Isla ds THE OFFICIAL TOURIST GUIDE 2020
kostnaðareffektivur háttur at marknaðarføra Føroyar. Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum - alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri. Amboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com/vinna.
Map on page 10
www.visitfaroeislands.com #visitfaroeislands 8/20/19 13:52
AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAR Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar at hjálpa meira til við at marknaðarføra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum landi, ger, at vit føroyingar – kanska meira enn onnur lond – øll eru ambassadørar fyri okkara land – óansæð um vit vilja tað ella ikki. Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi, at kunningin er reglubundin, soleiðis at argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, um tey hava ætlanir um at halda framløgu um Føroyar, óansæð um ein er skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er ein
ALTJÓÐA SAMSTARV VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við at marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar. Hesir eru: TRAVEL PR VFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi, fyri at skapa umrøðu um Føroyar á tann hátt eisini. VISIT DENMARK Í ITALIA Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferða smiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark, luttøku á verkstovum, o.s.fr. Visit Denmark í
Italia hevur eisini ábyrgd av franska marknað inum, so samstarvið fevnir eisini um miðla vitjanir úr Fraklandi. VISIT DENMARK Í SVØRÍKI Samstarvið við Visit Denmark í Svøríki er eisini um fjølmiðlavitjanir. VISITDENMARK Í STÓRA BRETLANDI Samstarvið við VisitDenmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um at vit kunnu luttaka á teirra søluverkstovum innan vinnuferðavinnu. MICE Innan MICE-økið samstarva vit eisini við fleiri altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar. PROMOTE ICELAND OG VISIT GREENLAND Samstarvið millum NATA-londini er ment munandi seinastu árini. NATA hevur m.a. sett ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Promote Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum skulu gera uppskot til felags marknaðarføringsátøk fyri londini. Nógvar ætlanir vóru fyri 2020, men tær vóru allar avlýstar. Nógvar av hesum ætlanunum eru fluttar til 2021. Hetta samstarvið hevur givið okkum atgongd til tiltøk á marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á.
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 79
Marknaðarføringsvirksemi 2020
Onnur samstørv FAROESE MUSIC AWARD, FMA, 7. MARS Norðurlandahúsið og Visit Faroe Islands samstarvaðu um at fáa útlendskar fjølmiðlar innan tónleikaheimin at taka lut á FMA. Umframt sjálvt FMA, varð eisini skipað fyri konsert í Reinsarínum undan tiltakinum, so miðlafólkini høvdu høvið at hoyra eitt breitt úrval av føroyskum tónleikaraum. Eisini varð skipað fyri útferð til Klaksvíkar.
80 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 81
82 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020
Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum. GUÐRIÐ HØJGAARD Stjóri
SÚSANNA SØRENSEN Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar
ANNLEYG LAMHAUGE Vinnuferðavinna
Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com
BÁRÐUR EKLUND Talgildir miðlar
LEVI HANSSEN Samskifti, content og fjølmiðlar
VANJA DAVIDSEN Skrivstovufólk
Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 50 32 65 levi@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 40 vanja@visitfaroeislands.com
FRÍÐGERÐ HEINESEN Bókhald
JÓHAN PAULI HELGASON Menningarleiðari
ALDA E. MAGNUSSEN Menningarsamskipari
Fartelefon: 55 61 34 fridgerd@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 31 johanp@visitfaroeislands.com
Fartelefon: 55 61 33 alda@visitfaroeislands.com
OLIVIA DØGG FRÍFINSDÓTTIR Sosialir miðlar Fartelefon: 55 61 32 olivia@visitfaroeislands.com
NEVNDIN HJÁ P/F VISIT Faroe Islands: Johannes Jensen, Gist&Vist, formaður Bjørgfríð Ludvig, Tórshavnar Kommuna Rúni V. Poulsen, Smyril Line Johanna á Bergi, Atlantic Airways Sakaris Frederiksen, Ferðavinnufelagið
Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF Noomi Rasmussen, Sunda Kommuna Oyvindur av Skarði, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
Ársfrágreiðing 2020 / Visit Faroe Islands - 83
Snið og uppseting: Sansir
Visit Faroe Islands Gongin 9 100 Tórshavn Tlf. 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com