3 minute read

Inngangur

Next Article
Faldarar

Faldarar

2020 var árið, tá føroyska ferðavinnan skuldi náa 1 milliard krónur í umsetningi. Eitt mál, ið arbeitt hevur verið ímóti síðani 2012, tá ið núverandi strategi varð sett í sjógvin. Útlitini fyri at náa málinum vóru sera góð, men korona heimsfarsóttin gjørdi, at ferðavinnan kring heimin steðgaði nærmast heilt upp og hevði sítt ringasta ár í nógv áratíggju.

At korona skuldi raka júst í 2020 var serstakliga óheppið hjá føroysku ferðavinnuni, nú stórur vøkstur var í útboðnum av tilboðum, ið skuldi tryggja at vøksturin helt fram. Tvífaldaður gistingarkapasitetur stóð klárur at takast í brúk, nýggjar flogrutur úr Stóra Bretlandi og USA skuldu byrja, og nýggir vinnuspírar stóðu klárir kring landið at taka ímóti gestum.

Úrslitið fyri 2020 gjørdist sostatt ein viðfáningur av, hvat var væntað; kr. 313 mió. í umsetningi, 108.653 gistingar og 438 ársverk, samanborið við kr. 784 mió. í umsetningi, 197.886 gistingar og 715 ársverk í 2019. Einans umleið 30.000 útlendsk ferðafólk vitjaðu í Føroyum í 2020, samanborið við umleið 140.000 í 2019. Av teimum komu tey flestu flogvegis.

Broyttu umstøðurnar høvdu við sær, at marknaðarætlanin hjá Visit Faroe Islands (VFI) varð nógv broytt og raðfest varð av nýggjum. Sera fáar messur ella verkstovur vórðu hildnar. Ístaðin royndu vit at reagera uppá teir møguleikar, sum stungu seg upp. Okkara fyrsta korona-átak var Remote Tourism, ið hevði til endamáls at halda áhugan fyri Føroyum livandi. Ferðist í egnum landi og Fundist í egnum landi átøk vórðu sjósett á heimamarknaðinum, og tá Danmark lat upp aftur fyri nøkrum grannalondum, men gloymdi at nevna Føroyar, gjørdu vit eitt PR átak, har vit mintu danir á, at “Færøerne Findes Faktisk!”.

Ferðaforboð hevði við sær, at talið av útlendskum fjølmiðlafólkum og Instagrammarum bleiv ein brotpartur av tí, sum vit plaga at hava ígjøgnum eitt ár. Heldur enn at sita hendur í favn, valdu vit sjálvi at framleiða nýtt tilfar, so sum Myths & Legends, ljóðupptøkur av føroyskum søgnum, og Visit Faroe Islands from home, ein síða, sum gevur útlendingum ráð um, hvussu tey kunnu uppliva Føroyar úr sínum heimlandi. Eisini bleiv skjøtul settur á at gera eina nýggja heimasíðu.

Innlendis menningararbeiðið helt fram. Nøkur tiltøk, so sum Closed for Maintenance, máttu avlýsast vegna koronu. Kortini vórðu nógvar spennandi verkætlanir settar í verk, sum til dømis ein nýggj hondbók um gøtubygging, ein heimasíða við kunning um bygdagøtur, sum verður almannakunngjørd í 2021, og førleikamennandi skeið fyri fólk, ið takast við ferðavinnu. Ein kreppa eigur ongantíð at hava verið til fánýtis. Tí er tað av stórum týdningi at hyggja at yvirskipaðu strategiini við nýggjum brillum, at arbeiða við møguligum niður- og uppraðfestingum í komandi tíðum, og at tillaga okkum uppaftur meira til tey rákini innan ferðavinnu kring heimin, har serliga øktur dentur verður lagdur á burðardygd og víðari talgilding, ið bæði hava tikið uppaftur meira dik á seg í sambandi við koronu.

Árið hevur verið serstakliga tungt hjá vinnuni, ið hevur staðið ov einsamøll í sínum harðasta dysti nakrantíð. Fyrstu hjálparpakkarnir frá landinum gjørdu góðan mun, men vardu kortini alt ov stutt. Róðurin í fyrru helvt av 2021 verður uttan iva tungur. Tørvurin á størri almennum viðhaldi er stórur, um ikki fleiri av ferðavinnufyritøkunum skulu fara av knóranum áðrenn umstøðurnar gerast betri.

Føroyska ferðavinnan kemur uttan iva sterkt aftur. Spurningurin er bara nær. Eftirspurningurin eftir ferðamálum sum okkara, sum eru fjarskotin, hava smáar fólkamongdir og har ein vistast nær við náttúruna, kemur at økjast við tíðini. Vónandi kann nógv vinnast inn aftur í 2021.

Í hesi ársfrágreiðing ber til at fáa eina nærri mynd av okkara virksemi í 2020.

Góðan lesihug!

Guðrið Højgaard

Stjóri, Visit Faroe Islands

This article is from: