12 minute read

Menningarátøk 2019-2020

Next Article
Faldarar

Faldarar

Nú 2020 er farið afturum, ber til at taka samanum menningararbeiðið hjá Visit Faroe Islands (VFI), við støði í menningarætlanini frá 2019 og teimum átøkum, ið VFI stakk út í kortið fyri menningararbeiðið fyrstu tvey árini.

Hægsta raðfestingin hesi fyrstu tvey árini hevur verið at menna nýggjar grundfunktiónir í Visit Faroe Islands, ið ger stovnin betri føran fyri at standa á odda fyri stóru uppgávuni at samskipa og menna ferðavinnuna í Føroyum.

Arbeiðið hevur snúð seg millum annað um at menna samstørv og samskipan við kunningarstovur, kommunur og stovnar (sum t.d. Umhvørvisstovuna og Landsverk), at betra um ferðafólkakunningina við skeltum, faldarum, heimasíðum og kunningarskíggjum, at framleiða vegleiðingar, at seta í verk førleikamennandi átøk, at gera menningarætlanir fyri útvald øki og mangt annað. Eisini hevur tað snúð seg um at fáa eina vælvirkandi stuðulsskipan, ið so væl sum til ber stuðlar bæði vinnuligum og almennum verkætlanum, ið kunnu vera við til at menna ferðavinnuna í Føroyum. Í faldaranum “Menningarátøk 2019-2020”, ið varð lagdur fram saman við menningarætlanini fyrst í 2019, eru 14 ítøkilig átøk, hvørt við fleiri undirliggjandi tiltøkum, sum vit høvdu sett okkum fyri at seta í verk og/ella føra út í lívið fyrstu tvey árini. Summi átøk, sum t.d. Skeltaverkætlanin og Bygdagøtuverkætlanin, eru umfevnandi verkætlanir, ið strekkja seg yvir fleiri ár, meðan onnur átøk, sum t.d. førleikamennandi skeið og betri kunning, eru tiltøk, ið meiri lættliga kunnu setast í verk, mennast og tillagast sum frá líður.

AVRIK HJÁ MENNINGARDEILDINI

Samstarv við kunningarstovur og kommunur

 Finna fram til samstarv um marknaðarføring av ymsu økjunum  Skipa fyri skeiðum, íverksetaratiltøkum, førleikamenning og samansjóðing  Borgarafundir

Skeltaverkætlan

 Heildarkonsept fyri skelting og kunning  Samskipað framleiðsla av allari skelting

Bygdagøtur og varðar

 Framleiða yvirlit yvir allar bygdagøtur  Kunningar- og skeltakonsept fyri bygdagøtur  Íverksetan av gøtuverkætlanum

Handbók um gøtubygging  Handbók um gøtubygging

Betri kunning og leiðbeining

 Kunningarskíggjar settir upp  Whats’on

Kunning um gongd í haga og trygd

 Faldari um trygd ísv. gongd í haga – faldarin virkar eisini sum fráboðanaramboð ísv. gongutúrar  Kunning um trygd og rættan atburð skal dagførast á øllum miðlum og pallum

Førleikamenning

 Skeið um tænastu, sølu, marknaðarføring og prísáseting

Faktasíða um ferðavinnu

 Faktasíða um ferðavinnu

Hagtøl  Hagtøl

Menningarætlanir á útvaldum støðum

 Mykines  Stuðlað arbeiðinum at gera ætlanir:

Sandoy, Vestmanna, Vágar, Kirkjubø

Heildarloysn fyri gongd í haga

 Uppskot til loysn framleiðast og leggjast fyri politisku skipanina

Sjálvboðið arbeiði

 Closed for Maintenance, Open for

Voluntourism átakið

Stuðulsskipan

 Almenn og vinnulig stuðulskipanir við formligum mannagongdum setast í verk, eftirmetast og dagførast Hóast nøkur átøk strekkja seg yvir fleiri ár, kunnu vit staðfesta, at so at siga øll ætlaði menningarátøk eru sett í verk, og tey flestu eru vit eisini komin á mál við.

Eftir at hava verið í eini uppbyggjandi fasu, har nýggjar funktiónir, tænastur og átøk skulu mennast frá grundini, fer menningararbeiðið nú undir fasu 2 í ætlanini at menna ferðavinnuna í Føroyum. Tað merkir, at fleiri grundfunktiónir, tænastur, samstørv og átøk eru komin í ein meira vanligan rakstur, tó at virkisøkini støðugt verða ment víðari og hildin viðlíka. Tað merkir eisini, at nýggj tiltøk m.a. fara at snúgva seg um at seta í verk royndar skipanir (pilotverkætlanir) í samstarvi við útvaldar partar, ið hava til endamáls at finna fram til ítøkiligar loysnir uppá útvaldar avbjóðingar í ferðavinnuni; ítøkiligar loysnir, ið kunnu geva okkum virðismiklar royndir og vísa leiðina fram, og vónandi verða “proof of concept”, til dømis tá talan er um stóra tørvin á nýggjari lóggávu innan ferðavinnuna.

Korona og menningararbeiðið

Sum við nógvum øðrum, kom korona eisini óvart á ætlanirnar á menningarøkinum.

Serliga hevði korona avleiðingar fyri stóra átakið Closed for Maintenance, ið teknaði til at gerast eitt væl eydnað átak annað árið á rað. Beint sum fyrireikingarnar av álvara vóru farnar í gongd, gjørdi støðan viðv. korona, at vit vórðu noydd at avlýsa átakið. Eisini vórðu førleikamennandi skeið fyri íverksetum og spírum innan ferðavinnuna avlýst, og kanningarferðir, t.d. innan ‘agrotourism’ saman við samstarvspørtum, máttu útsetast.

Støðan hevur gjørt, at vit ístaðin hava brúkt meiri orku uppá at menna nýtt talgilt tilfar (myndir og tekst), at dagføra heimasíðuna, uppbyggja goymslurúmið við m.a. nýggjum skeltatilfari, v.m.

Eisini er sjøtul settur á fleiri nýggjar verkætlanir og/ella framleiðslur, ið koma at síggja dagsins ljós í 2021. Millum annað nýggjur gongufaldari, nýtt tilfar um trygd ísv. gongd í haga, o.a.

BYGDAGØTUR Heimasíða við bygdagøtum

Í knapt tvey ár hava vit arbeitt við stóru verkætlanini at merkja upp, skráseta og framleiða kunnandi tilfar um bygdagøturnar. Av tí at heimasíðan við bygdagøtum hevur verið brúkt sum eitt slag av frumsniði ísv. arbeiði at menna eina nýggja heimasíðu hjá VFI, er stór orka løgd í hetta arbeiðið eisini. Nýggja heimasíðan við yvirliti yvir bygdagøturnar verður almannakunngjørd fyrst í 2021, og ætlanin er, at allar tær umleið 60 bygdagøturnar í Føroyum eru at finna á nýggju síðuni, tá 2021 fer at halla.

Gøtuhandbók

Seinnu árini hava víst, at stórur tørvur er á lætt atkomuligari vitan um, hvussu hagagøtur verða gjørdar á bestan hátt. Fleiri óhepnar loysnir hava verið at sæð í føroysku fjøll-

Menningardeildin framleiddi eina praktiska hondbólk, ið vísir, hvussu hagagøtur verða gjørdar og røktar. unum, og økta uppmerksemi á slit og betri farleiðir í náttúruni hevur gjørt, at menningardeildin hevur tikið stig til at gera eina praktiska handbók, ið vísir, hvussu hagagøtur verða gjørdar og røktar. Vónin er, at handbókin verður eitt hent amboð, ikki minst í arbeiðinum at halda almennu bygdagøturnar.

Handbókin er liðug og verður løgd fram alment fyrst í 2021.

FØRLEIKAMENNING

Í 2020 gjørdu vit av at skipa førleikamennandi átøkini øðrvísi. Frá at hava skeið fyri útvaldum íverksetum innan tænastu, sølu, prísáseting v.m., skipaðu vit í 2020 arbeiðið øðrvísi, so vit 1) góvu fleiri møguleikan at luttaka og 2) komu meiri í dýpdina við útvaldum evnum. Orsakað av støðuni viðv. koronu, valdu vit at savna okkum um talgilda førleikamenning, ið

19 gongutúraskelti vórðu framleidd og sett upp í 2020

nógvir veitarar kundu fáa ágóðan av, tá ferðavinnan at kalla var burtur, og stundir vóru til at menna talgilda partin av teimum vørum og tænastum vit hava, so ferðavinnan gjørdist meira kappingarfør enn áður, tá latið varð uppaftur. Átakið varð skipað sum ein almenn fyrilestrarøð við einum tiltaki/fyrilestri um mánaðin í seks mánaðir alla vetrarhálvuna. Evnini fevndu um Instagram, branding og marknaðarføring við talgildum miðlum, SEO v.m.

SKELTING

Skeltaframleiðslan heldur fram stútt og støðugt. Í 2020 vórðu framleidd 19 gongutúraskelti (37 tilsamans), 15 bygdaskelti (28 tilsamans) og 4 boðskelti (104 tilsamans).

Vit hava dagført bíleggingarskjølini og góðkenningarmannagongdina í forritinum Ziflow, so skeltaframleiðslan framyvir verður uppaftur meiri smidlig og effektiv. Tað er uppgávan hjá kommunum og kunningarstovum at tryggja neyðuga skelting og kunning í egnum øki. Uppgávan hjá VFI er at samskipa hetta arbeiði, og at gera tað so lætt sum til ber at útvega skelti, ið framhaldandi eru ókeypis hjá kommunum at fáa, við at venda sær til VFI.

Social media with storytelling: førleikamennandi skeið við Hannes Becker

Kunningarskíggjar eru at finna á ymiskum kunningarstøðum kring landið, t.d. á flogvøllinum og á Magn-støðum

Harafturat hava vit savnað gomlu skeltarammurnar úr eik, og fingið tær inn á goymslurúmið hjá VFI. Tær eru settar í stand og savnaðar saman til 40 nýggj sett, ið verða sett upp kring landið. Eisini hava vit fylt goymslurúmið við rammum til gongutúraskeltini, so tað verður so skjótt og ómakaleyst at seta upp nýggj skelti kring landið; ein týðandi liður í eini betri ferðafólkakunning.

HEIMASÍÐAN

Føroyski parturin av heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands verður stigvíst útbygdur. Í 2020 skipaðu og útbygdu vit síðuna betri, til frama fyri øll áhugaði. Á síðuni liggja vegleiðingar, stuðulsskipanin, bíleggingarskjøl til skelting, hagtøl, førleikamennandi tilfar til. t.d. talgildar miðlar, startup, v.m.

Framyvir verður alt tilfarið at finna undir navninum www.ferðavinna.fo.

MYNDIR OG MARKNAÐARFØRING

Í 2020 raðfestu vit arbeiðið at útbyggja myndabankan hjá Visit Faroe Islands við nógvum nýggjum og øðrvísi myndum frá støðum í Føroyum, ið ikki fáa so nógv ferðafólk, myndum við menniskjum og myndum, ið ímynda ymiskar útvaldar vørur og tænastur í ferðavinnuni. Ein stórur partur av hesum arbeiðinum varð framdur sum liður í átakinum “Ferðist í egnum landi”. Endamálið var í tráð við menningarætlanina; at spjaða ferðafólk um alt landið, og at stuðla menningini av nýggjum góðskuvørum og tænastum, ið kann eggja ferðafólki at leggja meiri eftir seg. Eisini mentu vit samstarvið við kunningarstovurnar innan marknaðarføringina, so økini í størri mun enn áður eru við til at avgera, hvar útlendskir Instagrammarar og miðlar vitja. Hetta er eisini liður í ætlanini at spjaða ferðafólkini, og at stuðla nýggjum vørum og tænastum í ferðavinnuni. Eisini er hetta liður í arbeiðinum at flyta fokus og ímyndina av Føroyum, við í størri mun at vísa annað og meiri enn føroysku náttúruna.

TEY NÝGGJU I’INI

Í 2020 settu vit gongd á arbeiðið at menna sonevnt “i-samstarv”. Tað snýr seg um at útgreina ymisku leiklutirnar, t.d. við at skilmarka ymisk sløg av ferðafólkakunning. Vit hava í dag gomlu kunningarstovurnar, ið taka sær av bæði menningaruppgávum, ferðafólkakunning og sølu. Vit hava kunningarstøð við kunningarskíggjum, t.d. á flogvøllinum og á Magn-støðum, og vit hava kunningardiskar, sum t.d. tann á Navia og á flogvøllinum. Vit

”i-samstarvið” skal gera tað lættari at t.d. skilmarka ymisk sløg av ferðafólkakunning

hava tí gjørt trý ymisk “i”-frámerki, ið verða brúkt á kortum, faldarum v.m., og sum t.d. kunnu klistrast á rútar ella skelti, so ferðafólk síggja, hvar til ber at fáa kunning við 1) persónligari kunning, 2) sjálvgreiðslu við kunningarskíggja og 3) við faldarum og øðrum leiðbeinandi tilfari.

Arbeiðið er liður í at betra um leiðbeining og kunning til ferðafólk, og at hjálpa føroyskum veitarum, so teir betri kunnu savna seg um sína kjarnutænastu, og t.d. ikki vera órógvaðir av nógvum ferðandi, ið spyrja um ráð.

MYKINES

Í februar 2020 varð eitt felags tilmæli um, hvussu ein meiri burðardygg ferðavinna kann skipast í Mykinesi við atlit at náttúru og ríka fuglalívinum í oynni, lagt fram, ið menningardeildin á VFI tók stig til og samskipaði.

Tilmælið varð úrslit av eini longri tilgongd, har menningardeildin var virkin partur av arbeiðinum at finna fram til loysnir, m.a. sum partur av Ramsar-tilgongdini, ið Umhvørvisstovan hevur staðið fyri. Menningardeildin hevði samstarv við útlendskan serfrøðing innan burðardyggari umsiting av m.a. tjóðarparkum, ið hevur verið og vitjað í Mykinesi og orðað tilmæli um, hvat viðkomandi heldur eigur at verða gjørt í Mykinesi. Vit hava orðað tilmæli, ið vórðu løgd fram fyri pørtunum í Mykinesi, og gjørt nógvar royndir at finna fram til skilabetri loysnir í Mykinesi, so ferðavinnan, fólkið í oynni og ikki minst náttúran/djóralívið kann mennast og varðveitast.

Tilmælið varð eitt felags, fakligt útspæl frá øllum avvarðandi myndugleikum á økinum: Sørvágs Kommuna, Umhvørvisstovan, Vísit Vágar, Havstovan og Tjóðsavnið. Endamálið við tilmælinum var at koma við einum konstruktivum íkasti til loysnir, sum vónandi kundi talað jarðareigarunum frá at gera gøtu beint ígjøgnum lundalandið, ið ikki er ein burðardygg loysn. Eisini var endamálið at vísa í verki, at tað ber væl til at hava ferðavinnu og náttúruvernd um somu leið.

Tíverri gjørdu jarðareigararnir av at ganga ímóti felags tilmælinum og heldur byggja gøtuna, uttan at taka nakran sakkunnleika við uppá ráð.

STUÐULSSKIPANIN

Í 2020 komu 12 ymiskar umsóknir um almennar verkætlanir frá kommunum og kunningarstovum. 10 umsóknir vórðu gingnar á møti.

Í 2020 komu 22 ymiskar umsóknir inn um vinnuligan stuðul. 14 av hesum verkætlanum vórðu heilt ella lutvíst gingnar á møti.

Førleikamennandi skeiðini viðgjørdu evni so sum Instagram, branding og marknaðarføring við talgildum miðlum, SEO v.m. Seks førleikamennandi skeið vórðu hildin um veturin 2020 og um várið 2021.

Ferðist í egnum landi

Orsakað av serligu støðuni í summar, avgjørdi Visit Faroe Islands at geva gamla átakinum “Ferðist í egnum landi” nýtt lív.

Áleið 1.000 føroyingar ognaðu sær ein túr umvegis nýggju heimasíðuna ferðist.fo Ferðist.fo hevði umleið 18.000 vitjandi um summarið 2020

Heili 33 ymisk heildartilboð vóru á skrá

Fólk fingu høvi at keypa ferðatilboð úr øllum landinum

Átakið bleiv ment í samstarvi við kunningarstovur og Ferðavinnufelagið. Endamálið var at vísa á allar teir møguleikar og tey tilboð, sum ferðavinnan hevur skapt seinastu árini og, ikki minst, at eggja føroyingum at brúka hesi tilboð, so føroyski heimamarknaðurin veksur. Endamálið var eisini at geva ferðavinnuni eina hjálpandi hond, og vónandi vera við til at taka broddin av teirri ógvusligu niðurgongd, sum korona elvdi til, við at menna føroyska heimamarknaðin.

Áðrenn summarið 2020, vóru so at siga ongir veitarar innan ferðavinnuna, ið vendu sær móti føroyingum. So at siga allar heimasíður, lýsingar av tilboðum og tænastum og marknaðarføring vóru á enskum. Til ber at siga, at føroyingar als ikki vóru varugir við tað eftirhondini stóra úrvalið av tilboðum, sum eru vorðin til í ferðavinnuni seinastu árini. Ferðist í egnum landi-átakið 2020 var við til at broyta hesa støðu.

Áleið 1.000 føroyingar ognaðu sær ein túr umvegis nýggju heimasíðuna ferðist.fo. Heili 33 ymisk heildartilboð vóru á skrá, og síðan hevði umleið 18.000 vitjandi um summarið 2020.

Um fólk ikki keyptu ein pakka beinleiðis ígjøgnum ferðist.fo heimasíðuna, varð heimasíðan heilt vist brúkt sum íblástur til eitt meiri hendingaríkt føroyskt summar innan ferðavinnu. Átakið menti samstørv millum nýggjar veitarar og millum veitarar og lokalu kunningarstovuna. Nógv nýggj tilboð vórðu sett á stovn, ið kunnu halda fram eftir korona, og átakið var eisini við til at lyfta støðið á fleiri tilboðum við nýggjum vørulýsingum og professionellum myndatilfari.

Samanumtikið eydnaðist átakið sera væl.

FUNDIST Í EGNUM LANDI

Fundist í egnum landi var eitt ‘spin-off’ av Ferðist í egnum landi.

Saman við netverkinum í vinnuferðavinnu, settu vit á Visit Faroe Islands fundar- og upplivingarpakkar saman fyri at eggja føroyskum fyritøkum at halda starvsfólkadagar, jólaborðhald og fundir úti av húsinum á professionellum fundarstøðum, hóast støðan við koronu var sum hon var.

Við hesum ynsktu vit óbeinleiðis at siga við føroyskar fyritøkur, at tað er týðningarmikið,

Hesar fyritøkurnar vóru við í átakinum:

Green Gate, NAX, Faroe Incoming, 62˚N, Connect Faroe Islands, Hotel Brandan, Hotel Hilton Garden Inn, Hotel Føroyar, Hotel Hafnia, Hotel Tórshavn, Norðurlandahúsið

at tær stuðlaðu ferðavinnuni um veturin 2020 og várið 2021, eins og føroyingar gjørdu um summarið 2020.

Úrslitið av átakinum í summar var, at føroyingar serliga ferðaðust til útoyggjarnar – við Fundist í egnum landi vildu vit eggja fyritøkum at royna professionellu fundar og upplivingarmøguleikarnar.

This article is from: