Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2020

Page 26

Menningarátøk 2019-2020

Menningarátøk 2019-2020 Nú 2020 er farið afturum, ber til at taka samanum menningararbeiðið hjá Visit Faroe Islands (VFI), við støði í menningarætlanini frá 2019 og teimum átøkum, ið VFI stakk út í kortið fyri menningararbeiðið fyrstu tvey árini.

Hægsta raðfestingin hesi fyrstu tvey árini hevur verið at menna nýggjar grundfunktiónir í Visit Faroe Islands, ið ger stovnin betri føran fyri at standa á odda fyri stóru uppgávuni at samskipa og menna ferðavinnuna í Føroyum. Arbeiðið hevur snúð seg millum annað um at menna samstørv og samskipan við kunningar­ stovur, kommunur og stovnar (sum t.d. Umhvørvis­­stovuna og Landsverk), at betra um ferðafólkakunningina við skeltum, faldar­um, heimasíðum og kunningarskíggjum, at fram­leiða vegleiðingar, at seta í verk førleika­mennandi átøk, at gera menningarætlanir fyri útvald øki og mangt annað. Eisini hevur tað snúð seg um at fáa eina vælvirkandi stuðulsskipan, ið so væl sum til ber stuðlar bæði vinnuligum og almennum verkætlanum, ið kunnu vera við til at menna ferðavinnuna í Føroyum.

26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020

Í faldaranum “Menningarátøk 2019-2020”, ið varð lagdur fram saman við menningar­ætlan­ ini fyrst í 2019, eru 14 ítøkilig átøk, hvørt við fleiri undirliggjandi tiltøkum, sum vit høvdu sett okkum fyri at seta í verk og/ella føra út í lívið fyrstu tvey árini. Summi átøk, sum t.d.

Skeltaverkætlanin og Bygdagøtuverkætlanin, eru umfevnandi verkætlanir, ið strekkja seg yvir fleiri ár, meðan onnur átøk, sum t.d. førleikamennandi skeið og betri kunning, eru tiltøk, ið meiri lættliga kunnu setast í verk, mennast og tillagast sum frá líður.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.