2 minute read

Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni

Next Article
Faldarar

Faldarar

Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar eru sostatt ikki taldir við. Afturrokningar eru gjørdar til 2011.

2020

UMSETNINGUR

Útlendsk ferðafólk keyptu í 2020 tænastur og vørur fyri kr. 313 mió. Hetta er ein minking á 60% í mun til umsetningin í 2019 á samanlagt kr. 784 mió. Til samanberingar var umsetningurin í 2011 á kr. 384 mió. Sundurgreiningin vísir, at 61% av umsetninginum í 2020 stavar frá føroyskum flutningsfeløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum (SAS er ikki talt við, tí at tær inntøkurnar enda uttanlands). Umleið 11% eru frá matstovum, matvøruhandlum og drykkjuvørum, 12% frá gistingarstøðunum og 9% frá flutningi innanlands og bilaleigu. Írestandi prosentini eru býtt millum upplivingar, klædnasølu, og aðrari sølu.

Umsetningstølini fyri Airbnb eru ikki tald við. Sambært TAKS vóru tey í 2018 á 22 mió. Nýggjari tøl fyriliggja ikki.

Einki avleitt virksemi er talt við, sum til dømis tað, at íløgur eru gjørdar í gistingarhús fyri nærum eina hálva milliard í 2019/2020 - pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum.

BRUTTOVIRÐISØKING

Bruttovirðisøkingin innan ferðavinnuna er minkað úr kr. 421 mió. í 2019 til kr. 123 mió. í 2020. Hetta er ein lækking uppá 70%.

ÁRSVERK

Tann innkomandi ferðavinnan skapti 438 ársverk í 2020, samanborið við 715 í 2019, 643 í 2018 og 385 í 2011, tá kanningin byrjaði. 56% av ársverkunum eru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur. 13% eru innan matstovur, og 16% innan gistingar.

Í 2019 varð mett, at minst 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini útgangandi parturin. Í 2020 er hetta talið uttan iva nógv lægri.

Mett verður, at umleið 70% av starvsfólkunum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.

ÚTFLUTNINGSVIRÐI

Ferðavinnan stóð í 2019 fyri 6,7% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Hetta kann sammetast við 7,1% í 2018 og 5,7% í 2011, tá kanningin byrjaði.

Av tí samlaða føroyska útflutninginum á kr. 11.782 mia. í 2019, stóð ferðavinnan fyri kr. 784 mió.

Enn eru eingi tøl fyri útflutning av tænastum í 2020, men um tænastuútflutningurin er á sama støði í 2020 sum í 2019, vil ferðavinnan minka úr 6,7% av útflutninginum í 2019 til 3,5% í 2020.

Umsetningur frá vitjandi ferðafólki/innkomandi ferðavinnu

Mett fyri árini 2012 til 2020, og lýst í mun til samlaða útflutningsvirðið

Milliónir krónur 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 Umsetningur frá innkomandi ferðavinnu í alt 421 460 523 568 606 697 731 784 313 Flutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur 309 330 351 369 398 310 332 332 191 Gistingar og annað hotelvirksemi 37 43 67 74 75 76 84 104 37 Matstovur, matvøruhandlar og drykkjuvørur 41 48 49 53 60 175 188 216 35 Flutningur innanlands og leiga av bili 15 19 26 37 40 66 72 78 27 Upplivingar og aðrir aktivitetir 13 14 17 20 18 29 29 32 3 Klæðir og fótbúnaður 4 6 9 9 10 12 12 11 6 Onnur søla 2 2 4 6 6 29 15 10 14 Útflutningur av vørum og tænastum* 7.113 7.874 8.257 8.639 9.909 10.863 10.288 11.782 .. Bruttovirðisøking vitjandi ferðafólk ímt búskapin í alt** 5,9% 5,8% 6,3% 6,6% 6,1% 6,4% 7,1% 6,7% ..

* Úflutningurin av vørum og tænastum er gjørdur upp av Hagstovuni sum partur av gjaldsjavnanum til og við 2019. ** Umsetningurin (søluvirði) við sølu av vørum og tænastum til vitjandi ferðafólk er ein deilmongd av ferðajavnanum í gjaldsjavnanum og kann tískil berast saman við samlaða útflutningsvirðið av vørum og tænastum

This article is from: