Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2020

Page 68

Marknaðarføringsvirksemi 2020

Talgildir miðlar VISITFAROEISLANDS.COM Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferða­­smiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum, sum til dømis Google.

Hóast munurin á vitjunartølum á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands ár fyri ár er týðiligur, ber kortini til at staðfesta, at áhugin er fram­vegis høgur, og at ”Remote Tourism” og líknandi átøk, harundir mátin sosialu miðlarnar verða brúktir, hava havt stóra ávirkan á, at áhugin á heimasíðuni verður hildin við líka. Hetta hevur stóran týdning, tí mett verður, at tað er størri møguleiki fyri, at ferðafólk velja Føroyar sum ferðamál í framtíðini, um áhugin er støðugur.

Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 5.000 og 10.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum.

Onnur lyklatøl fyri heimasíðuna vísa somu neiligu gongd í 2020 samanborið við 2019, ið var eitt met ár innan ymisk lyklatøl. Kortini eru tølini í 2020 í nógvum førum betri enn onnur ár (t.d. 2018). Eitt dømi er, at talið av síðum, sum verða lisin, datt frá 5,1 síðum í 2019 til 4,2 síður fyri hvønn vitjandi í 2020. Til samanberingar kann nevnast, at talið var 3,1 síður fyri hvønn vitjandi í 2018. Hetta merkir, at vit halda fram við at fanga tey ‘røttu’ vitjandi, ið hava áhuga fyri tí, sum vit fortelja, og at vit framleiða viðkomandi tilfar á heimasíðuni.

Samlaða talið av einstøkum vitjandi á visitfaroeislands.com í 2020 var 780.000. Hetta talið er lægri enn árið frammanundan, har talið var met høgt við 940.000 vitjandi. Vitjunartalið var sostatt 27% lægri í 2020 enn í 2019, og kann uttan iva forklárast sum ein fylgja av koronu.

68 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2020

Hetta kemur eisini til sjóndar í sokallaða ‘Bounce Rate’ talinum, ið vísur, hvussu nógv av teimum vitjandi velja at fara á eina aðra heimasíðu, beint eftir at tey eru komin á heimasíðuna hjá Visit Faroe Islands.

Seinastu árini er Bounce Rate talið fallið úr 54,99% í 2016 til 12,24% í 2019. Hóast samlaða vitjunartalið á heimasíðuni var minni í 2020, er Bounce Rate talið kortini 10,81%. Hetta merkir, at umleið 9 út av 10 velja at finna sær meira kunning, eftir at tey eru komin á høvuðssíðuna. Hetta eru vit sera nøgd við. UM WHAT’S ON Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo. Hetta var partur av orðingini, sum bleiv brúkt, tá Visit Faroe Islands í samstarv við kunningar­stovurnar í Føroyum lat upp fyri What´s On pallinum í mai 2019. What’s On samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingin og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum er at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðinda­portalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands. Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.