1 minute read
Visit Faroe Islands
P/f Visit Faroe Islands (VFI) hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.
MISSIÓN
Visit Faroe Islands arbeiðir við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál.
VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland, mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum. VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring, menning og knowhow, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.
STARVSFÓLK
Visit Faroe Islands hevur í dag 9,5 ársverk.
JÁTTAN
Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2021 á kr. 18,9 mió. varð nýtt soleiðis: · kr. 8,0 mió. til marknaðarføringsátøk · kr. 3,8 mió. til menningarátøk · kr. 7,1 mió. til umsiting/rakstur/lønir
Eisini umsat VFI tær 0,5 mió. kr., sum eru lógarsettar til stuðulsjáttan til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar.
MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2021
Yvirskipað at tryggja størst møguligan áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli hjá ferðasmiðjum og fjølmiðlum á altjóða marknaðinum, til tá fólk byrja at ferðast aftur eftir corona Fokusera uppá viðkomandi marknaðir so hvørt sum teir lata upp í hesi undantaksstøðu Byrja við “lifestyle-instagrammarum” á nærmarknaðunum sum eina roynd í koronatíð - avgreitt Lansera bygdagøtur.fo – avgreitt Fyriskipa føroyskt Closed for
Maintenance – avgreitt Talgilda førleikamenning til vinnu og áhugaði – avgreitt Innlendis marknaðarføring til føroyingar – avgreitt Víðari vøkstur í fylgjarum á sosialu miðlunum (til 530.000) – avgreitt Menning av nýggjari heimasíðu – í gerð Fáa kunningarstovurnar fult integreraðar í okkara heimasíðuloysn – í gerð Menning av MICE 2030 strategi – í gerð Víðarimenning av Unordinary Meeting konsept – í gerð Leiða formansskapin í ICCA-
Scandinavia og halda ársfundin í
Føroyum - avgreitt Fáa Føroyar inn í GDS-Index fyri burðardygd – avgreitt
Marknaðarføring
Privat & PR
Stjóri
BYGNAÐUR
á Visit Faroe Islands
Skrivstovuhald Bókhald Content & Samskifti
Marknaðarføring
Vinna
Marknaðarføring
Talgilt