
5 minute read
Faldarar
Birds of the Faroe Islands Hiking in the Faroe Islands
Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, eru enn nógv, ið spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar at senda til síni viðskiftafólk og at hava við á messur. Faldararnir verða eisini brúktir av kunningarstovunum kring landið, gistingar húsunum og ferðavinnufyritøkum í Føroyum. Harumframt verða faldararnir eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við.
TOURIST GUIDE OG KORT
Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu 55.000 Tourist Guides prentaðar í 2021. Á hvørjum ári verða harafturat kort av Føroyum prentað. Í 2021 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.
FUGLAFALDARI
Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí er stórur tørvur á einum fuglafaldara, ið fortelur um teir ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Faldarin skuldi eisini hava kunning um, hvussu fólk skulu bera seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum kring landið, á messum og workshops uttanlands, ið VFI luttekur á. Eisini eru nógv ferðafólk, ið bíleggja hann frá VFI, áðrenn tey koma til Føroyar.
GONGUFALDARI
Gongufaldarin, sum upprunaliga varð framleiddur í 2015 á enskum og donskum, og kom á týskum í 2017, varð dagførdur í 2020. Tær gøtur, har gjald verður kravt, eru tiknar úr faldaranum, og fyrstu síðurnar við kunning til ferðafólkini eru dagførdar. Endamálið við faldaranum er at kunna um trygd, tá talan er um gongd í haga. Eftirspurningurin eftir gongufaldaranum hevur verið ovurhonds stórur. Faldarin verður deildur út á kunningarstovum kring landið, og á messum og verkstovum, ið VFI luttekur á uttanlands. Eisini eru nógv ferðafólk, ið bíleggja faldaran frá VFI áðrenn tey koma til Føroyar.


aroe Islands
AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAR
Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar at hjálpa meira til við at marknaðarføra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum landi, ger, at vit føroyingar – kanska meira enn onnur lond – øll eru ambassadørar fyri okkara land – óansæð um vit vilja tað ella ikki.
Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi, at kunningin er reglubundin, soleiðis at argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, sum ætla at halda framløgu um Føroyar, óansæð um tú ert skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektivur háttur at marknaðarføra Føroyar.
Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum - alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri. Amboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com/vinna.
ALTJÓÐA SAMSTARV
VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við at marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar.
Hesir eru: TRAVEL PR
VFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi, fyri at skapa umrøðu um Føroyar á tann hátt eisini.
VISIT DENMARK Í ITALIA
Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferðasmiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark, luttøku á verkstovum, o.s.fr. Visit Denmark í Italia hevur eisini ábyrgd av franska marknaðinum, so samstarvið fevnir eisini um miðlavitjanir úr Fraklandi.
VISIT DENMARK Í SVØRÍKI
Samstarvið við Visit Denmark í Svøríki er eisini um fjølmiðlavitjanir.
VISIT DENMARK Í STÓRA BRETLANDI
Samstarvið við Visit Denmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um at vit kunnu luttaka á teirra søluverkstovum innan vinnuferðavinnu.
MICE
Innan MICE-økið samstarva vit við fleiri altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar.
PROMOTE ICELAND OG VISIT GREENLAND
Samstarvið millum NATA-londini er ment munandi seinastu árini. NATA hevur m.a. sett ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Promote Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum skulu gera uppskot til felags marknaðarføringsátøk fyri londini. Nógvar ætlanir vóru fyri 2020, men tær vóru allar avlýstar. Nógvar av hesum ætlanunum vóru fluttar til 2021 og partvís gjøgnumførdar. Hetta samstarvið hevur givið okkum atgongd til tiltøk á marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á.
Onnur samstørv
CUT THE CORD THEATRE, LONDON
12. OKTOBER
Visit Faroe Islands fekk fyrispurning frá leikhúsi í London, sum samstarvaði við føroysku Sendistovuna í London um norðurlendskan leiklistafestival, sum fevndi um 6 norðurlendskir leikir úr Danmark, Svøríki, Noreg, Finlandi, Íslandi og Føroyum. Føroyski leikurin var 'Searching for Being' eftir Katharinu G. Nolsøe.
Norðurlendsku londini fingu høvi at marknaðarføra seg í samband við móttøku 12. oktober. Í hesum sambandi vóru summar- og vetrarfilmarnir hjá Visit Faroe Islands vístir.
Vanliga samstarvar Visit Faroe Islands við eina røð av føroyskum felagskapum, sum t.d. Norðurlandahúsið um FMA, G! Festivalin, Tórshavn Marathon osv, men øll hesi tiltøk vóru avlýst í 2021.
TROM - FØROYSKA KRIMIRØÐIN
2021
Visit Faroe Islands hevur stuðlað føroysku krimirøðini Trom, ið hevði frumframførslu á vári 2022. Filmsrøðin væntast at fáa stóra útbreiðslu úti í heimi og harvið varpa ljós á Føroyar, sum eisini var orsøkin til at vit valdu at stuðla verkætlanini.
