21 minute read
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2021
PR-átak á danska marknaðinum
Tá Føroyar frá 1. apríl 2021 broytti reglugerðina, so at koppsettir danir kundu vitja Føroyar uttan at fara í seks daga sóttarhald, gjørdi VFI eitt átak við endamálinum at varpa ljós á hesa broyting í donskum miðlum. Hetta fyri at hjálpa ferðavinnuni í gongd aftur, tá danskarar sum fyrstu borgarar kundu vitja Føroyar aftur. Talan var um eitt lítið PR-átak, ið tó fekk rættuliga nógva umrøðu í flestu donsku miðlum, harímillum beinleiðis samrøðu við Guðrið Højgaard á TV2 News. 46 greinar/innsløg vórðu gjørd, ið náddu av 7,5 mió. lesarum.
Átakið, ið varð gjørt saman við Atlantic Airways, Vága Floghavn og Smyril Line, gekk út uppá at bjóða túsund ókeypis einvegis ferðaseðlar til danir, ið høvdu fingið seinna koppsetingarprikið.
Einvegis ferðaseðlarnir, ið Smyril Line og Atlantic Airways lótu, vórðu latnir til tey fyrstu 1.000, ið skrásettu seg - treytað av, at tey kundu prógva, at tey vóru koppsett.
Átakið varð gjørt í samráð við heilsumyndugleikar.
TV2.dk 31.3.2021
Frítíðarferðavinna
FERIE FOR ALLE, HERNING, TALGILD ÚTGÁVA
19. februar
Ein messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for Alle, sum er í Herning. Messan hevur seinastu árini havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum. Í 2021 var skipað fyri talgildari útgávu av messuni, har Føroyar høvdu eina sersíðu við kunning um Føroyar sum ferðamáli og um tær fyritøkur, sum vóru partur av talgildu útgávuni. Smyrli Line, Atlantic Airways. Greengate og Make Travel, sum vóru við, høvdu harumframt møguleika at leggja serlig tilboð á heimasíðuna hjá Ferie for Alle í eitt tíðarskeið. Tað er ivasamt, um nakað ítøkiligt kom burturúr hesum átakinum, kanska mest tí fyrireikararnir ikki lýstu serliga væl við tí.
VFI stendur fyri parti av kostnaðinum fyri føroysku luttøkuni á Ferie for Alle.
NORDIC MARKETPLACE, KEYPMANNAHAVN, TALGILD ÚTGÁVA
25. februar
Í februar 2020 var skipað fyri nýggjari verkstovu, sum hevur til endamáls at bjóða veitarum úr Norðurlondum og baltisku londunum møguleika at hitta ferðasmiðir úr øllum heiminum. Í 2021 var verkstovan talgild og Visit Faroe Islands hevði høvi at hitta eina røð av viðkomandi ferðasmiðum. Talgildar verkstovur eru tó betur egnaðar at halda samband við fyritøkur, sum vit longu kenna, meðan tað er meira trupult at selja Føroyar gjøgnum ein stuttan talgildan fund við ferðasmið, sum einki kennir til Føroyar. Niðurstøðan er tó, at í óvanligum tíðum koma talgild tiltøk væl við.
IMM, Paris
IMM, PARÍS
22 juni
Visit Faroe Islands hevur nakrar ferðir tikið lut á IMM, International Media Marketplace miðlatiltøkum, m.a. í Berlin og New York. Hesi tiltøk vísa seg at vera vælvitjaði við viðkomandi miðlafólkum, og tí var avgerð tikin um eisini at taka lut á IMM tiltaki í París, m.a. tí Atlantic Airways aftur fer undir beinleiðis flogferðir til París. Eins og á undanfarnum IMM tiltøkum, var áhugin fyri Føroyum sera stórur, og vit høvdu eina røð av spennandi fundum við miðlafólk og bloggarar, sum vóru áhugaði í at vitja Føroyar fyri at skriva greinar. Ætlanin er at fáa nøkur av teimum til Føroyar í 2022.
Vestnorden, Ísland
WEST DENMARK RECONNECTED
August
Flogvøllurin í Billund hevði fingið játtan frá nýggjari ferðavinnuverkætlan í Danmark, ‘West Denmark ReConnected’, at marknaðarføra flogsambandið millum Billund og Føroyar. Ein av treytunum fyri játtanina var, at Visit Faroe Islands skuldi standa fyri verkætlanini, og at átakið skuldi marknaðarføra landið Føroyar heldur enn flogrutuna. Dansk Kyst og Naturturisme stóð fyri arbeiðinum, og í samráð við tey var avgjørt at koyra bannaralýsingar við filmsbrotum úr Føroyum á heimasíðunum hjá Politiken, pol.dk, og Jyllandsposten, jp.dk og heilsíðulýsingar í Jyllandsposten. Visit Faroe Islands ger vanliga ikki hetta slag av lýsingararbeiði, men tá vit fingu bjóðað møguleikan, vóru vit sjálvandi áhugaði í at vera partur av átakinum.
VESTNORDEN, ÍSLAND
7. oktober
Ísland skuldi havt verið vertur fyri Vestnorden í 2020, tað var tó flutt á netið til talgildar fundir, og avgerð var tikin um, at Ísland eisini skuldi vera vertur fyri Vestnorden 2021. Vestnorden er størsta ferðavinnutiltakið, sum Ísland, Grønland og Føroyar skipa fyri, og sum londini skiftast um at vera vertur fyri. Tað var ivasamt, um tað fór at vera gjørligt at skipa fyri einum tiltaki á staðnum, og um fólk fóru at melda til. Avgerð var tí tikin um at lækka prísin fyri keyparar og tað eydnaðist væl. Eini 200 keyparar og 200 seljarar tóku lut.
62N, Atlantic Airways, Greengate, Hilton, Hotel Føroyar, Hotel Hafnia, HK, Remót Travel, Smyril Line og Visit Faroe Islands tóku lut á Vestnorden og tað var breið semja um, at tað var gott at sleppa at hitta ferðasmiðir og onnur sambond aftur.
Fyritøkurnar høvdu nógvar fundir, og niðurstøðan var, at tað var stórur áhugi fyri Føroyum. Kenslan er, at ferðafólk skjótt fara at koma aftur til Føroyar, ið er eitt serstakt ferðamál, sum bjóðar tað, ið nógv ferðafólk leita eftir í hesum tíðum: náttúruupplivingar, fríska luft og eitt ferðamál uttan nógv ferðafólk. Semja var eisini um, at tað var gott at sleppa at heilsa uppá fólk, og at talgildir fundir ikki kunnu koma í staðin fyri fundir, har tú hittir fólk og betur fært tosað saman. Næsta Vestnorden verður í Grønlandi 19. – 22. september 2022.
Flyv til fantastiske Færøerne med Atlantic Airways West Denmark Reconnected
uopdaget
udforsk det ukendte, opdag dig selv
REJSELIVSMESSE FOR KVALITETSREJSER, KEYPMANNAHAVN
23. – 24. oktober
Eins og undanfarin ár høvdu Greengate og Atlantic Airways bás á ferðavinnumessuni Rejsemesse for Kvalitetsrejser í Øksnehallen í Keypmannahavn. Messan vendir sær til fólk, sum leita eftir serligum ferðaupplivingum. Eini 10.000 fólk vitjaðu messuna, undanfarin ár hevur talið ligið um 17.000. Visit Faroe Islands rindaði ein part av básinum.
Visit Faroe Islands eftirmetir støðugt øll marknaðarføringstiltøk, avgerð er tikin um ikki at halda fram við messuni í Øksnehallen, partvís tí vinnan ikki í líka stóran mun sum fyrr er áhugað í at taka lut, men eisini tí tað verður mett at vera nóg mikið við einari publikumsmessu í Danmark, so hildið verður fram við messuni í Herning.
MEET THE MEDIA, LONDON
9. november
AITO, sum er felagsskapur hjá enskum ferðasmiðum, Association of Independent
Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at hitta umboð fyri ferðavinnuna. AITO loyvir eisini útlendskum ferðaráðum at vera limir. VFI metir hetta árliga fjølmiðlaátak vera eitt gott høvi at koma í samband við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðlavitjanum til Føroya, og er VFI tí vorðið limur í AITO.
Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO virðislønir fyri ársins grein, ársins bloggu og ársins tíðindafólk.
Einki miðlatiltak var í 2020, so tað var gott at hitta fólk aftur. Tað var nakað minni luttøka enn vanlig ár, men VFI fekk tó ítøkiligar fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar. Á tiltakinum vórðu fleiri nýggj sambond knýtt, og høvi var at heilsa upp á fólk, sum hava verið í Føroyum, ella sum VFI hevur hitt fyrr.
5 COUNTRY WORKSHOP, BRUSSELS OG AMSTERDAM
9. – 10. november
Visit Faroe Islands hevur í eina tíð tosað um, at vit eiga at vera meira sjónlig í Hollandi, sum er ein sera áhugaverdur marknaður fyri Føroyar. Vit hava síðan tosað við Ísland og Grønland um at fara saman, men tað hevur verið trupult at finna rættar samstarvspartar. Stig var síðani tikið til at royna eina 5 country workshop á sama hátt sum í London við Íslandi, Grønlandi, Finlandi, Estlandi og Føroyum. Tær royndirnar eru sera góðar, so tað er upplagt at menna samstarvið víðari. Avgerð var tikin um at fara til bæði Brussel og Amsterdam; korona gjørdi, at ætlaða workshoppin í 2020 var avlýst, men á heysti 2021 bar til.
62N, Atlantic Airways, Greengate tóku lut saman við Visit Faroe Islands. Tiltøkini vóru væl fyriskipaði og føroysku luttakarnir høvdu nógvar viðkomandi fundir. Avgerð var tikin um at skipa fyri eini slíkari workshop aftur í 2022.
5 Country Workshop, Brussels og Amsterdam
NORÐURLENDSK VERKSTOVA Í ITALIA, TALGILD ÚTGÁVA
17. – 18. november Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á norðurlendsku verkstovuni, sum Visit Denmark í Italia skipar fyri. Eins og í 2020 var verkstovan broytt til at vera talgildir fundir. Atlantic Airways, 62N, Greengate og Visit Faroe Islands tóku lut á verkstovuni, og sum altíð er endamálið at skapa sambond við italskar ferðasmiðir. Nógvir fundir vórðu avtalaðir til dagarnar, og tað var sera stórur áhugi fyri Føroyum frá italsku ferðasmiðunum. Fleiri av teimum vóru nýggj og selja vanliga ferðamál longur burtur, men leita nú eftir ferðamálum tættari við Italia. Hetta tí tey vænta, at ferðamál í t.d. Asia, ikki verða tey fyrstu, sum fólk fara at velja, tá tað aftur verður gjørligt at ferðast. Sum við Vestnorden, var tað gott at fáa høvi at heilsa uppá fyritøkur og fólk, sum longu kenna og selja Føroyar, men meira trupult at skapa sambond við fólk, sum als ikki kenna Føroyar frammanundan.
USTOA ANNUAL CONFERENCE & MARKETPLACE
7. – 10. desember
Amerikanski marknaðurin er áhugaverdur fyri Føroyar, og Visit Faroe Islands hevur í nøkur ár marknaðarført Føroyar í USA, serliga við miðlavitjanum og við luttøku á roadshows, sum Promote Iceland hevur staðið fyri. Av tí at góðskan av roadshow’unum hevur verið svingandi, var neyðugt at kanna aðrar møguleikar. Atlantic Airways og Visit Faroe
Islands gjørdu tí av at taka lut á árligu ráðstevnuni hjá USTOA, sum er felagsskapur fyri amerikanskar ferðasmiðir, í 2019. Tiltakið fevnir um B2B fundir og ein ráðstevnupart. USTOA er áhugavert, tí har er høvi at hitta stjórar fyri stórar amerikanskar ferðafyritøkur. Í 2020 varð tiltakið flutt á netið, Visit Faroe Islands tók lut og hevði nógvar sera áhugaverdar fundir, har høvi var at hitta fyritøkur, sum ikki enn selja Føroyar, men høvdu havt Føroyar á radaranum í nøkur ár.
Í 2021 lá ikki fyri hjá Visit Faroe Islands at taka lut, so heitt var á Greengate um at umboða Føroyar. Eins og undanfarin ár var rættiliga stórur áhugi fyri Føroyum. Føroyar eru eisini partur av samstarvi við hini Norðurlondini um marknaðarføring í USA, sum m.a. er fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum. Í hesum sambandi skipaðu Norðurlond fyri móttøku fyri serliga útvaldum ferðasmiðum, sum eydnaðist sera væl. Føroyar eiga at halda fram at taka lut á USTOA komandi árini, sum part av arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar í USA.
KUNNINGARFERÐIR FYRI FERÐASMIÐIR
Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunningarferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a.
Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarisation tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og gistingarhús. Hetta vísir seg at vera ein sera góður háttur at vísa viðkomandi ferðaskrivstovum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál.
Allar vitjanirnar í 2021 vóru avlýstar orsakað av koronu.
TILTØK, IÐ VÓRÐU AVLÝST AV KORONU
· Reiselivsmessen, Oslo, januar · 5 country workshop, London, februar · IMM, Meet the Media, Berlin, mars · ITB, Berlin, mars · Visit Faroe Islands Fam-shop, Tórshavn, apríl · Átak fyri donskum miðlum ísv. Copenhagen Cooking, Keypmannahavn, august · Átjan Wild Oyggjar, Føroyar, september · HM undankapping, Skotland, oktober · HM undankapping, Keypmannhavn, november
Vinnuferðavinnan fótar sær aftur...
Korona merkti vinnuferðavinnuna sera nógv aftur í 2021. Kreppan, ið rakti vinnuferðavinnuna fyrst, fer helst eisini at raka vinnuferðavinnuna longst. Kortini eru góðar vónir um, at vinnan fer at fóta sær væl aftur, men vinnuferðafólk verða meiri kræsin og velja sínar ferðir við størri umhugsni í framtíðini.
Fyrri helmingur av 2021 var heldur friðarligur, har flestu tiltøk úti á marknaðinum vóru antin avlýst ella talgild. Eisini vóru flestu ráðstevnur, sum skuldu vera í Føroyum útsett.
Seinni helmingurin av árinum var harafturímóti nógv at gera, serliga úti á marknaðinum, har fleiri tiltøk vóru kroyst inn í seinnu hálvu av árinum.
YVIRLIT YVIR STØRRI FUNDIR
Her er eitt yvirlit yvir ráðstevnur og tiltøk, ið vórðu hildin í 2021. Eisini í 2021 vórðu fleiri ráðstevnur útsettar ella avlýstar.
Ráðstevna Visit Faroe Islands Workshop
Humanity in Action - Copenhagen Fellowship - Study trip to Faroe Islands
ICCA Scandinavian Chapter Meeting
ICCA Association Expert Forum
Nordic Music Days
Regenerative Tourism Corona i Norden – krisehåndtering og samarbejde
SeaLice Online 2021 Dato
Visit Faroe Islands 29 apr. - 1. mai
Humanity in Action 23. - 29. aug.
ICCA/Visit Faroe Islands 14. - 16 sept.
ICCA/Visit Faroe Islands 13. -14. sept.
North Cultitude 6263 24 - 27. sept.
Visit Faroe Islands 19. - 20. okt.
Landstýrið
Fiskaaling 25. - 26. nov.
7. - 9. sept.
Yvirlit yvir marknaðartiltøk innan vinnuferðavinnu í 2021
Fyrra hálva av 2021 var merkt av avlýsingum í marknaðartiltøkum. Til dømis var stóra vinnuferðavinnustevnan í Frankfurt IMEX avlýst. Eftir summarfrítíðina kom tó glið á aftur og øll marknaðartiltøkini í seinnu hálvu av árinum vóru avgreidd sum vant.
Møde- og Eventmessen í Keypmannahavn
MØDE- OG EVENTMESSEN
Vit byrjaðu við Møde- og Eventmessuni, sum varð hildin í Forum í Keypmannahavn tann 1. september. Visit Faroe Islands hevði ein evarska lítlan bás, men kortini vísti tað seg, at áhugin hjá donskum fyritøkum at koma til Føroya at hava fundir og bonusferðir er byrjandi.
TILTAK UMBORÐ Á BÁTI Í FREDERIKHOLMS KANAL
Tá Møde- og Eventmessen var liðug, hildu vit fram við einum kundatiltaki umborð á einum báti, Fyrskibet, sum liggur við bryggju í Frederikholms Kanal. Einir 40 agentar høvdu meldað til tiltakið og veðrið var av tí fagrasta. Hetta var 1. september, dagurin tá koronuavmarkingar í stóran mun vóru av í Danmark, og hetta var kanska virkandi til sera væl eydnaða kvøldið. Gutti Winther stóð fyri matinum, Lea Kampmann stóð fyri tónleikinum og Nancy Justinussen og Annleyg Lamhauge hildu framløgur um Føroyar sum Vinnuferðamál.
SCANDINAVIAN ASSOCIATION EXPERT FORUM
Sum partur av formansskapinum í ICCA Scandinavian Chapter høvdu vit eisini møguleika at skipa fyri Scandinavian Association Expert Forum. Hetta var 4. fundur í hesum forum, og hava teir áður verið hildnir í Uppsala, Tampere og Gøteborg. Um 10 felagsskapir luttóku á døgunum, og umboðaðu tey serliga lækna- og heilsuheimin. Afturat útlendsku felagsskapunum luttóku úr Føroyum Nora, Football is Medicine og Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Dagarnir vóru sera áhugaverdir, har Anja Hartung Sfyrla og Bo Kruger stýrdu døgunum, og felagsskapirnir fingu eina góða fatan av Føroyum sum ráðstevnuferðamáli, har tey fundaðust í Norðurlandahúsinum,
Tiltak umborð á báti í Frederikholms Kana Scandinavian Association Expert Forum
IBTM í Barcelona
fingu ábit umborð á Norðlýsinum og nýttu ein part av tíðini í pakkhúsinum í Bø. Evnið á fundinum var Meeting Design, og týdningin av at finna inn aftur til kjarnuna í einum fundi, nú koronafarsóttin hevur herjað og órógvað fundarlandslagið.
THE MEETINGS SHOW
Visit Faroe Islands var partur av danska básinum á The Meetings Show í London 30. september og 1. oktober. Hetta var eitt sera væleydnað tiltak, har vit bæði høvdu fundir á danska básinum, og samstundis høvdu talgildar fundir á hotellinum við síðurnar av. Okkara bretski samstarvsfelagi, Rachel Williams, luttók á danska básinum, og hon hevur tikið sær av bretska marknaðinum undir koronu.
AGENCY CHALLENGE
Rachel Williams luttók eisini fyri okkum á Agency Challenge, sum er ein workshop fyri Incentive agentar. Hendan var í oktober 2021.
IBTM
Endiliga var IBTM aftur á skrá 30. november til 2. desember í Barcelona. Stór gleði og stórt takksemi var millum luttakararnar at tað endiliga bar til at hittast aftur eftir langa tíð. Omikron varianturin argaði kortini eitt sindur, og strongu katalansku koronareglurnar gjørdu, at vit noyddust at fundast í maskum á básinum. Eisini vóru stórar avmarkingar á talinum av framsýnarum. Hetta førdi til, at einans 5 framsýnarar vóru á føroyska básinum umframt Visit Faroe Islands / Visit Tórshavn. Hesir vóru: Atlantic Airways, Hotel Brandan / Hotel Hafnia, Hotel Hilton Garden Inn, Greengate DMC og 62N DMC.
IBTM var sera væleydnað, har føroyski básurin stóð seg væl millum hinar norðurlendsku básarnar. Gott pláss var til fundirnar og plássið til kundarnar tyktist at vera nógv betri enn vanligt. Flestu framsýnarar høvdu væl fyltar kalendarar, hóast tað kortini merktist, at talið av kundum var minni enn vanligt. Hetta gjørdi tó onki, tí tey sum vóru har, vóru sera seriøs.
Ongar framløgur vóru á básinum vegna koronuavmarkingar.
Samanumtikið kann sigast um átøkini í 2021, at tey fyri tað mesta vóru fyrstu ferð fólk samlaðust eftir koronu. Hetta gav ein heilt serligan dám og hugburðurin var serliga góður.
Agency Challenge
GDS index’ið
Í 2020 innlimaði vinnuferðadeildin hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn Føroyar og Havnina inn í GDS indexið. Eins og væntað, gjørdust stigini heldur lág, og Føroyar lógu á støði við Eysturevropa.
Global Destination Sustainability (GDS) Index’ið er eitt yvirlit yvir burðardygg ferðamál. Tað er býtt upp í fýra økir, sum á enskum eita: Environmental performance, Social performance, Supplier performance og Destination Management performance. Eitt slíkt yvirlit setir nógv krøv til eitt ferðamál og innlendis ferðavinnuveitarar, og eggjar tískil til framburð og menning av einari burðardyggari ferðavinnu í Føroyum. Við tíðini kunnu vit eisini brúka okkara luttøku í GDS indexinum til marknaðarføring og branding av Føroyum sum burðardygt ferðamál.
Vinnuferðadeildin saman við Menningardeildini og Tórshavnar Kommunu hava arbeitt miðvíst við at fáa Føroyar at klatra upp eftir stiganum síðani. Til dømis er betrað um hesi viðurskifti: · Partur av heimasíðuni snýr seg um burðardygga ferðavinnu · Søgur um burðardygd verða deildar á sosialum miðlum · Stimbra fyriskiparum av tiltøkum og fundum til at skapa egnar burðardyggar politikkir, almannakunngera politikkin undirskrivaðan av leiðslu · Hava skeið fyri matstovur og kaféir um burðardygd · Fagna hetjum innan burðardygd · Fagna verandi átøkum, sum hava riggað væl · Siga søgur við fólkum og hørðum data, sum geva íblástur · Stuðla vinnuni við til dømis at hava ein lista við burðardyggum veitarum
Føroyar eru klatraðar frá 47,2 stigum upp til 60,5 stigum á GDS indexinum. Hetta ger, at vit eisini klatra frá Eysturevropa til Vesturevropa. Kortini er ein góður teinur til okkara grannalond, Norðurlond, sum toppa GDS indexið. Tá skulu vit koma uppum 70 stig.
Á ICCA ráðstevnuni í París í oktober vórðu vit heiðrað, tá okkara Closed for Maintenance átak varð tilnevnt eina umhvørvisvirðisløn. Tíverri vunnu vit ikki virðislønina, men eru fegin um at vera tilnevnd.
BURÐARDYGD
Deildin í Vinnuferðavinnu skipaði fyri evnisdegi um burðardygd, har vit høvdu skipað samstarv við Inge Krogh Larsen, ráðgeva, sum hevur fyritøkuna Grøn Start og hevur drúgvar royndir at arbeiða við ferðamálum og GDS indexinum. Samstarvið varð skipað soleiðis, at netverkið í Vinnuferðavinnu kundi trekkja uppá hennara vitan alt 2021, og so var hon við til at hjálpa fyritøkunum at skriva teirra egnu burðardyggu politikkir. Remót Travel og 62n hava skrivað burðardyggar politikkir eftir hetta, sum liggja úti á teirra heimasíðum. Hetta var ein partur í at menna okkara egnu fyritøkur til meiri burðardygd og hjálpa teimum fram á leið.
Hetta var eisini viðvirkandi til, at menna veitararnar, so vit megna at koma hægri upp á GDS indexinum.
SKEIÐ Í BURÐARDYGD FYRI MATSTOVUR
Um miðjan september varð Guy Bigwood, stjóri í GDS indexinum í Føroyum. Í hesum sambandi skipaðu Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri einum skeiði á Hotel Hilton, sum varð rættað móti matstovuvinnuni. Guy Bigwood hevur sera nógvar royndir í burðardygd og eisini í matstovuvinnuni, og
gav hann sera nógv góð hugskot til matstovurnar um, hvussu tær kunnu blíva meiri burðardyggar og hvussu tær kunnu siga frá um teirra burðardygd. Hann mælti til integreraðar matarlepar, har vegetarrættir eru ein partur av matarskránni. Eisini mælti hann til meiri lokalan mat á matarlepanum. Á degnum var ein verkstova, har matstovurnar prátaðu saman um, hvussu tær kundu verða meiri burðardyggar, hvussu tær kunnu arbeiða meiri saman um burðardygd og rávørur, og annað. Matstovurnar vóru sera glaðar fyri dagin, tí tær sakna slík forum, har tær tosa saman.
FUNDUR VIÐ TÓRSHAVNAR KOMMUNU
Tá Guy Bigwood var í Føroyum í september mánaða varð skipað fyri einum fundi við Tórshavnar Kommunu, har hann greiddi frá GDS indexinum og støðuni hjá Føroyum / Havnini í indexinum. Eisini varð tosað um, hvussu vit kunnu betra okkara støðu í indexinum.
ICCA FORMANSSKAPUR
Áðrenn korona legði heimin lamnan um miðjan mars í 2020, náddu vit at luttaka á árliga norðurlendska ICCA fundinum í byrjanini av mars í Gøteborg í Svøríki. Hetta var eitt høvið at hitta okkara samstarvsfelagar í Norðurlondum, og at deila vitan um okkara øki.
Vinnuferðavinnudeildin hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fingu í 2020 formansskapin í norðurlendska partinum av ICCA (International Congress and Convention Association). Fyri okkum merkti hetta ma. at verða vertir fyri norðurlendska ICCA fundinum og annars leiða verkætlanir og umboða norðurlendska partin av ICCA.
Alheimsráðstevnan hjá ICCA varð hildin í Suðuramerika, men vit valdu heldur at luttaka á evropeiska hubbinum, sum var í París vegna koronu. Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn luttóku á ráðstevnuni, har um 300 luttakarar vóru. Nýggj sambond vórðu knýtt og ætlanir lagdar fyri nýggj strategisk samstørv.
ICCA fundur í París
Heini Zachariassen, høvuðstalari á fundinum
ICCA FUNDUR Í FØROYUM
Undir heitinum ‘Business Events – a force for good’ varð boðið inn til norðurlendskan ICCA fund í Føroyum. Fundurin var á Hotel Hafnia, Panorama, og fólkini búðu á Hotel Hilton Garden Inn. Høvuðstalari á fundinum var Heini Zachariassen frá fyritøkuni Vivino, sum hevði ein fyrilestur um hansara lív, sum byrjaði heima í Føroyum. Hvussu hann hugsar um alheimsfundarvinnuna, og hvussu hann væntar útlitini fyri okkara vinnu. Eisini høvdu vit vitjan úr OECD, har teirra serfrøðingur í Better Life Indexinum greiddi frá, hvussu OECD benchmark’ar lond. Arbeiðið við Big Data – Smart Data verkætlanini og arbeitt var eisini við burðardygd á verkstovu í vakstrarhúsinum í Sandavági. Dagarnir vóru sera væleydnaðir, men vóru merktir av, at hetta var ein lítil fundur saman borin við undanfarin ár. Einans helmingurin av vanliga luttakaratalinum kom á fund, og var hetta serliga orsakað av koronuavmarkingum í Svøríki og Finnlandi.
BIG DATA – SMART DATA
Á ICCA fundinum í Gøteborg var ein nýggj verkætlan sett í gongd, sum vit luttaka í.
Verkstova í vakstrarhúsinum í Sandavági
Verkætlanin snýr seg um at greina, hvar vitan um fundir og ráðstevnur væntar, og at finna fram til Smart Data, har vit fáa grundgivið fyri týdninginum at hava fundir og ráðstevnur, sum verða løgd afturat vanligu fíggjarligu fyrimununum av vinnuferðavinnugestum. Eitt stórt arbeiði varð gjørt í 2021 í øllum teimum norðurlendsku londunum, har meiri enn 110 dýpdarsamrøður eru gjørdar við ‘stakeholders’. Hesi eru m.a. fróðskaparsetur, granskarar, miðlar, politikkarar, embætisfólk, osfr.
Fleiri talgildir fundir hava verið í arbeiðsbólkinum, serliga fyrra helming av 2021 og eisini var ein verkstova um evnið á ICCA fundinum í Føroyum. Eitt upprit fyriliggur um fyribils úrslitið og ætlanir fyriliggja um at gera eina talgilda skipan, har norðurlendsku býirnir og londini máta síni úrslit innan ávís parametur. Ætlanin er, at hetta skal gerast sum ein verkætlan í samstarvi við Price Waterhouse Coopers og fer at taka nøkur ár.
SKEIÐ FYRI AMBASSADØRAR
Eingin rættuligur ambassadørdagur var í 2021. Í staðin varð skipað fyri einum skeiði í Meeting Design í august mánaði á Hotel Brandan. Hetta tók støði í okkara Unordinary Meetings brandi og var byrjanin til at fáa skrivað eina Brand Story og fáa okkum øll at nýta somu orð, tá tosað verður um vinnuferðavinnu og fundir í Føroyum. Tað vóru Bo Kruger og Anja Hartung Sfyrla, sum tóku sær av skeiðsdegnum.
Í 2021 vóru heiðrar ikki latnir. Orsøkin var, at flestu fundir vórðu avlýstir, úsettir ella talgildir, so einki var at taka støði út frá.
Visit Faroe Islands stovnaði ambassadørnetverkið í mars 2016, og nú eru umleið 120 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar.
Um kvøldið varð vínsmakking í Húsagarði og kokkurin hevði tendrað grillina uttanfyri á terassuni. Hetta var ein sera hugnalig løta, tá Pætur Trónd Thomsen greiddi ambassadørunum frá nýggja hotellinum, Green Key merkingini og annars um allan hotelheimin í Havnini, sum er vorðin nokkso nógv størri seinastu árini.
SKEIÐ FYRI NETVERKIÐ, UMBOÐ FYRI VISIT FAROE ISLANDS OG HR
Anja Hartung Sfyrla og Bo Kruger høvdu eisini skeið og temadagar fyri netverkinum í Vinnuferðavinnu, umboðum fyri Visit Faroe Islands og fyri HR netverkinum í Føroyum. Hetta snúði seg um Unordinary Meetings brandið, at fáa skrivað eina Brand Story og at fáa HR netverkið við í okkara Unordinary Meetings.
Skeið í Meeting Design á Hotel Brandan