3 minute read

Inngangur

2021 gjørdist enn eitt ár merkt av koronafarsóttini, tó nakað frægari enn 2020.

Sostatt er yvirskipaða málið um at føroyska ferðavinnan í 2020 skuldi náa 1 milliard krónur í umsetningi enn ikki nátt. Eitt mál, ið arbeitt hevur verið ímóti síðani 2012, tá ið núverandi strategi varð sett í sjógvin. Væntanin er tó enn, at Føroyar koma aftur á 2019 støði í 2022 ella í seinasta lagi í 2023 og sostatt náa 2020 málið stutt hareftir. Havast má í huga, at gistingarkapasiteturin er tvífaldaður síðani 2019, so “bert” eitt 2019 støði, hevði havt við sær eitt nógv lægri gistital fyri gistingarhúsini enn áður.

Koronastøðan hevur verið serstakliga óheppin hjá føroysku ferðavinnuni, ikki minst tí at tvífaldaður gistingarkapasitetur stóð klárur til at takast í brúk í 2020, nýggjar flogrutur úr Stóra Bretlandi og USA skuldu byrja, og nýggir vinnuspírar stóðu klárir kring landið at taka ímóti gestum.

Úrslitið fyri 2021 gjørdist nakað betri enn 2020. 582 mió. kr í umsetningi, 173.913 gistingar og 495 ársverk, samanborið við 313 mió. kr. í umsetningi, 94.940 gistingar og 438 ársverk í 2020. Til samanberingar vóru 2019 tølini: 784 mió. kr. í umsetningi, 166.452 gistingar og 715 ársverk. Umleið 50.000 útlendsk ferðafólk vitjaðu í Føroyum í 2021, samanborið við umleið 30.000 í 2020 og umleið 140.000 í 2019. Av teimum komu tey flestu loftvegis.

Broyttu umstøðurnar høvdu aftur í 2021 við sær, at marknaðarætlanin hjá Visit Faroe Islands (VFI) varð nógv broytt og raðfest av nýggjum. Sera fáar messur ella verkstovur vórðu hildnar úti á marknaðunum og fleiri av tiltøkunum vóru í staðin talgild.

Aftur varð roynt at reagera uppá teir møguleikar, sum stungu seg upp so hvørt sum tilmæli blivu broytt. M.a. gjørdu vit eitt PR-átak á danska marknaðinum í apríl, tá sóttarhaldskravið við komu til Føroyar varð avtikið fyri koppsettar danskarar.

Talið av útlendskum fjølmiðlafólkum og instagrammarum endaði á júst 100 í 2021, sum er minni enn helvtin av einum vanligum ári, men tó nøkur fleiri enn í 2020. Eisini framleiddu vit egið tilfar eins og vit samstarvaðu við fleiri føroyskar sokallaðar instagrammarar enn vanligt, ið framleiddu tilfar um teirra jól, um bygdagøtutúrar osfr. Visit Faroe Islands from home undirsíðan varð eisini víðari ment, alt fyri at geva gestunum ein “smakk” av

Føroyum, hóast nógv ikki kundu vitja. Hetta er ein síða, sum gevur útlendingum ráð um, hvussu tey kunnu uppliva Føroyar úr sínum heimlandi. Eisini bleiv arbeitt víðari við nýggju heimasíðuni, ið kemur út í nýggjum hami á vári 2022.

Innlendis menningararbeiðið hevur havt enn hægri raðfesting undir koronatíðini. Bygdagøtur.fo síðan varð almannakunngjørd. Tvey “Closed for Maintenance” tiltøk vórðu, eitt fyri føroyingar um várið, tá tað var trupult at ferðast til Føroya og seinni eitt størri tiltak fyri útlendingar og føroyingar út á heystið. Vit skipaðu fyri fleiri førleikamennandi skeiðum fyri fólk, ið takast við ferðavinnu og var luttøkan sera góð. Av øðrum viðkomandi og spennandi verkætlanum kunnu nevnast t.d. økisætlanir, trygdarfilmur, kirkjufaldari og økiskort. Ferðist í egnum landi átakið helt fram, fyri at skapa størri áhuga millum føroyingar at ferðast meira í egnum landi, nú vit enn vóru rakt av koronaavmarkingum.

Ein kreppa eigur ongantíð at hava verið til fánýtis. Tí er tað av stórum týdningi at hyggja at yvirskipaðu strategiini við nýggjum brillum - at arbeiða við møguligum niður- og uppraðfestingum í komandi tíðum, og at tillaga okkum uppaftur meira til tey rákini innan ferðavinnu kring heimin, har serliga øktur dentur verður lagdur á burðardygd og víðari talgilding. Hesi hava bæði tikið uppaftur meira dik á seg í sambandi við koronu. Hetta síggja vit sum góðan gróðrarbotn undir 2030 strategiina fyri ferðavinnuna í Føroyum, ið ætlanin er at fara ordiliga í gongd við í 2022. Eitt av startskotunum til tað arbeiðið var stóra ráðstevnan Regenerative Tourism, ið varð hildin í Tórshavn 19-20 oktober og sum eydnaðist serstakliga væl.

Ferðavinnan er eitt av fokusøkjunum í Vakstrarforum, ið er átak ið Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevur tikið stig til. Her verður serligur dentur lagdur á vinnuferðavinnu og tess vakstrarmøguleikar á burðardyggum grundarlagi fram til 2030. Spennandi verður at arbeiða víðari við hesum og leggja tær stóru linjurnar fyri ferðavinnuna frameftir. Møguleikarnir eru nógvir.

Í hesi ársfrágreiðing ber til at fáa eina nærri mynd av okkara virksemi í 2021.

Góðan lesihug!

Guðrið Højgaard

Stjóri, Visit Faroe Islands

This article is from: